en
stringlengths
1
10.6k
source
stringclasses
4 values
fo
stringlengths
1
10.3k
The law allows Faroese audiobooks to be legally made available online for loan.
article_dagur_translated
Lógin heimilar, at føroyskar ljóðbøkur lógliga verða lagdar á netið til láns.
The minister described the draft regulation, which has been sent for consultation and places film subsidies under the Cultural Fund to ensure arm's-length administration.
article_dagur_translated
Landsstýriskvinnan greiddi frá uppskotinum til kunngerð, ið er send til ummælis, og sum leggur filmsstuðulin til Mentanargrunnin at umsita til tess at tryggja armslongd.
Work is also underway to prioritize film production in the Faroe Islands so that Faroese films can hopefully soon be nominated for the Nordic Honorary Award.
article_dagur_translated
Arbeitt verður eisini við at raðfesta filmsframleiðslu í Føroyum, soleiðis at føroyskur filmur vónandi skjótt verður innstillaður til norðurlendska heiðursløn.
In sports, a new law has been passed that secures financial support for the Island Games to be held in the Faroe Islands in 2027.
article_dagur_translated
Innan ítróttina er nýggj lóg samtykt, sum tryggjar fíggjarligan stuðul til oyggjaleikirnar, ið verða í Føroyum í 2027.
The new arena at Tjarnir, which the state has supported by law with 30 million kroner, will likely be used in connection with the games.
article_dagur_translated
Nýggja stórhøllin, við Tjarnir, ið landið við lóg hevur stuðlað við 30 milliónum krónum, fer helst at verða brúkt í sambandi við leikirnar.
Finally, Sirið Stenberg thanked for the prioritization of the Nordic House and at the same time used the opportunity to describe the work to convert the Nordic House to green energy.
article_dagur_translated
At enda Sirið Stenberg fyri raðfestingina av Norðurlandahúsinum, og nýtti samstundis høvið til at greiða frá arbeiðinum at leggja Norðurlandahúsið um til grøna orku.
If Bjørt Samuelsen is elected chairwoman of Tjóðveldi at the special party congress on Saturday, she will step down as parliamentary leader.
article_dagur_translated
Verður Bjørt Samuelsen vald til forkvinnu í Tjóðveldi á eykaflokstingi leygardagin, leggur hon frá sær sum løgtingsforkvinna.
- There is no doubt that it is not compatible to be party chairwoman and serve as parliamentary leader at the same time.
article_dagur_translated
- Tað er eingin ivi um, at tað kann ikki sameinast at vera forkvinna í einum flokki og sita sum løgtingsforkvinna.
Whether that happens immediately, or one lets some time pass, I will have to take it up with my party colleagues, but let us now see what happens on Saturday, said Bjørt Samuelsen to the radio.
article_dagur_translated
Um tað verður beinanvegin, ella um man letur eina tíð ganga, má eg taka upp við mínar floksfelagar, men lat okkum nú síggja hvat hendir leygardagin, segði Bjørt Samuelsen við útvarpið.
The contest is namely for the party leadership position in Tjóðveldi.
article_dagur_translated
Stríðsval verður nevniliga um forfólkasessin í Tjóðveldi.
Sirið Stenberg and Bjørt Samuelsen are both standing for the election, which will take place on Saturday afternoon.
article_dagur_translated
Sirið Stenberg og Bjørt Samuelsen eru báðar stillaðar upp til valið, sum verður leygardagin seinnapartin.
Høgni Hoydal was the party's chairman for 24 years.
article_dagur_translated
Høgni Hoydal var formaður floksins í 24 ár.
Town by town, the Russians are these days advancing further into Ukraine.
article_dagur_translated
Bý fyri bý taka russar seg í hesum døgum longur inn í Ukraina.
The latest reports from the Russian Ministry of Defense are that the town of Selydove in Donetsk region has now come into Russian hands, writes dr.dk.
article_dagur_translated
Nýggjastu fráboðanirnar frá russiska verjumálaráðnum eru, at býurin Selydove í Donetsk-landslutinum, nú er komin á russiskar hendur, skrivar dr.dk.
The Russian units have in recent weeks advanced further into Ukraine, according to statements from the Institute for the Study of War.
article_dagur_translated
Russisku deildirnar hava seinastu vikurnar vunnið seg longur inn í Ukraina, ljóða boðini frá Institute for the Study of War.
But it is progressing slowly, says a military expert from the Danish Defence Academy to DR.
article_dagur_translated
Men tað gongur spakuliga, sigur ein hernaðarserfrøðingur hjá danska verjuakademinum fyri DR.
It is especially in the area in an advance out from Donetsk city that the Russian units are making progress.
article_dagur_translated
Tað er serliga í økinum í ein útnyðring úr Donetsk býi, at tað gongur framá hjá russisku deildunum.
Over the past year Russian military units have advanced from Avdiivka towards Pokrovsk — this corresponds to roughly 20 to 30 kilometers.
article_dagur_translated
Hetta seinasta ári hava russiskar herdeildir tikið seg fram frá Avdiivka móti Pokrovsk – hetta svarar til umleið 20 til 30 kilometrar.
It appears that the Russians are advancing faster now, but it is still a war that is proceeding slowly, says the military expert Anders Puck Nielsen.
article_dagur_translated
Tað sær út til, at tað gongur skjótari hjá russum nú, men talan er framvegis um eitt kríggj, sum fer fram spakuliga, sigur hernaðarserfrøðingurin, Anders Puck Nielsen.
The question now is how long Russia can possibly continue.
article_dagur_translated
Spurningurin er nú, hvussu leingi Russland hevur møguliga at halda fram.
Because Russian losses are historically high, but it appears that Russia is determined to lose many people in attempts to gain territory.
article_dagur_translated
Tí russisku tapini eru søguliga høg, men tað sær út til at Russland er sinnað at missa nógv fólk í royndunum at vinna land.
At the same time it is reported that about 10,000 soldiers from North Korea have now arrived at the military camps on the border with Ukraine, writes dr.dk.
article_dagur_translated
Samstundis verður upplýst, at umleið 10.000 hermenn úr Norðurkorea nú eru komnir til hermótini á markinum móti Ukraina, skrivar dr.dk.
According to Anders Puck Nielsen, many figures are mentioned.
article_dagur_translated
Sambært Anders Puck Nielsen verða nógv tøl nevnd.
But if it is the case that 40,000 Russian military personnel have been killed or taken prisoner, then 10,000 North Koreans do not help very much, he points out.
article_dagur_translated
Men um so er, at 40.000 russisk herfólk eru deyð ella tikin til fanga, so hjálpa 10.000 norðurkoreanar ikki so nógv, vísir hann á.
The town of Pokrovsk is of interest to the Russians to gain control of because Ukrainians have used it as a supply town, and it has well-developed infrastructure, both roads and railways.
article_dagur_translated
Býurin Prokrovsk er áhugaverdur hjá russum at fáa tamarhald á, tí ukrainar hava brúkt hann sum veitingarbý, og her er væl útbygt undirstøðukervi, bæði vegir og jarnbreytir.
What happens next in the war is closely tied to what happens in the USA in the coming week, because the name of the elected president will likely influence how much money and equipment the Ukrainians receive to defend themselves against the Russians going forward, writes dr.dk.
article_dagur_translated
Hvat víðari hendur í krígnum er rættiliga tengt av, hvat hendir í USA í komandi viku, tí navnið á valda forsetanum fær helst týdning fyri, hvussu nógvar pengar og útgerð, ukrainar fáa til at verja seg móti russum framyvir, skrivar dr.dk.
At noon tomorrow the tickets for Julius in Likkudali 2 will be put on sale.
article_dagur_translated
Á middegi í morgin verða atgongumerkini til Julius í Likkudali 2 sett til sølu.
Two years ago the tickets sold like hotcakes, and it was sold out after a few minutes.
article_dagur_translated
Fyri tveimum árum síðani gingu atgongumerkini sum heitt breyð, og útselt varð eftir fáum minuttum.
The same can be expected again this time.
article_dagur_translated
Tað sama kann væntast aftur hesaferð.
This is namely the second installment of the musical Julius in Likkudali, which time after time was performed to full houses at the Nordic House two years ago.
article_dagur_translated
Hetta er nevniliga tveyarin av sangleikinum Julius í Likkudali, sum ferð eftir ferð var sýndur fyri fullum sali í Norðurlandahúsinum fyri tveimum árum síðani.
The musical revolves around the same family who live in the cozy Christmas street in Likkudali.
article_dagur_translated
- Sangleikurin snýr seg um somu familju, sum býr í hugnaligu jólagøtuni í Likkudali.
The son and the father are particularly excited because the father has been told that he will be the ringmaster for the big Christmas circus in Likkudali.
article_dagur_translated
Sonurin og pápin eru serliga spentir, tí pápin hevur fingið boð, at hann skal vera sirkusstjóri til stóra jólasirkusi í Likkudali.
But for a special reason his thoughts turn more toward spending Christmas in Gran Canaria when a schoolgirl who sells raffle tickets knocks on the door.
article_dagur_translated
Men av serligari ørsøk venda hansara tankar til heldur at halda jól í Gran Canaria, tá ein skótagenta, sum selur lutaseðlar, bankar á dyrnar.
The musical is for the whole family.
article_dagur_translated
Sangleikurin er fyri alla familjuna.
It is Sasho Bjartsson who is responsible for the production, has written the script, and directs.
article_dagur_translated
Tað er Sasho Bjartsson, sum stendur fyri framleiðsluni, hevur skrivað leikritið og leikstjórnar.
Beinir Troest Rasmussen has crafted five new songs for the family musical.
article_dagur_translated
Beinir Troest Rasmussen hevur snikkað fimm nýggjar sangir til familjusangleikin.
Julius in Likkudali 2 will be shown at the end of November.
article_dagur_translated
Julius í Likkudali 2 verður sýndur síðst í novembermánað.
The premiere will be on November 22.
article_dagur_translated
Frumsýningin verður 22. november.
Tickets will be put on sale at nlh.fo tomorrow at 12 o'clock.
article_dagur_translated
Atgongumerkini verða sett til sølu á nlh.fo í morgin klokkan 12.
The Holocaust is probably the most challenging subject to depict in film.
article_dagur_translated
Helst er holocaust mest avbjóðandi evnið at síggja á filmi.
Nevertheless, every year new films appear that, using various approaches, portray this darkest period that anyone still alive can speak about.
article_dagur_translated
Kortini eru hvørt ár nýggir filmar, sum við ymsum tilgongdum lýsa hetta døkkasta skeið, ið nakar á lívi enn kann siga frá um.
On Wednesday Hanus Kamban will introduce the screening at the Film Society.
article_dagur_translated
Mikudagin fer Hanus Kamban at innleiða sýningina í Filmsfelagnum.
The new German feature film 'Führer und Verführer', which won the audience award at the Munich Film Festival this year, will be shown.
article_dagur_translated
Sýndur verður nýggi týski spælifilmurin ”Führer und Verführer”, sum vann áskoðaravirðislønina á München Filmfestival í ár.
Hanus Kamban wrote the book 'Antisemitisma', which the publisher Náttsólin released last year.
article_dagur_translated
Hanus Kamban skrivaði bókina ”Antisemitisma”, sum forlagið Náttsólin gav út í fjør.
Last week it was discussed on the radio program Vágskálin.
article_dagur_translated
Í farnu viku varð hon viðgjørd í útvarpssendingini Vágskálin.
The German director Joachim Lang, who was born in Spraitbach in Baden-Württemberg in 1959, has previously made a film about Bertolt Brecht and his life and work.
article_dagur_translated
Týski leikstjórin, Joachim Lang, sum er føddur í Spraitbach í Baden-Württemberg í 1959, hevur fyrr gjørt film um Bertolt Brecht og hansara lív og virki.
In this film, described as a 'Virtuoso hybrid film that exposes the mechanisms of demagogy,' he shines a light on Joseph Goebbels (Robert Stadlober), who is the propaganda minister in Nazi Germany.
article_dagur_translated
Í hesum filmi, ið verður lýstur sum ein ”Virtuoser Hybridfilm, der die Mechanismen der Demagogie offenlegt”, varpar hann ljós á Joseph Goebbels (Robert Stadlober), sum er propagandaministari í Nazitýsklandi.
The story begins in March 1938, when Austria is annexed, and ends seven years later, when Goebbels commits suicide in the Führer bunker, Der Führerbunker, beneath the leader in May 1945.
article_dagur_translated
Søgan tekur við í mars 1938, tá Eysturríki verður tikið, og endar sjey ár seinni, tá Goebbels beinir fyri sær sjálvum í bumbuskýlinum, Der Führerbunker, hjá føraranum í mai 1945.
Hitler, Der Führer, stands stronger than ever, and Goebbels, Der Verführer, is the man who like no other can conjure up moving mass images of people gathering to salute the leader, and who then makes the antisemitic films 'Jud Süß' and 'Der ewige Jude' intended to pave the way and persuade the people of the Third Reich...
article_dagur_translated
Hitler, Der Führer, stendur sterkari enn nakrantíð, og Goebbels, Der Verführer, er maðurin, ið sum eingin undan honum kann ganda fram tølandi stórmyndir av fólki, ið savnast at heilsa føraranum, og síðan ger antisemitisku filmarnar "Jud Süß" og "Der ewige Jude", sum skulu greiða gøtuna, og fáa fólkið í Triðja Ríkinum a...
But after the defeat at Stalingrad and the disastrous course of the war up to the end of 1944, when the German position has become hopeless, Goebbels conceives the most radical propaganda plan.
article_dagur_translated
Men eftir tapið við Stalingrad og vánaligu krígsgongdina fram til endan á 1944, tá týska støðan er vorðin vónleys, finnur Goebbels uppá hina mest radikalu propagandaætlanina.
In addition to Hitler's suicide, he will stage his own final act of heroism, when his family takes their lives and finally Goebbels himself.
article_dagur_translated
Umframt sjálvmorðið hjá Hitler, skal hann lýsa sína egnu seinastu hetjuløtu, tá familjan tekur seg av døgum og at enda Goebbels sjálvur.
This is a film that drills into the core of the concept of power.
article_dagur_translated
Hetta er ein filmur, sum borar seg inn í kjarnuna á hugtakinum makt.
'Führer und Verführer' will be shown at Havnar Bio on Wednesday evening, November 6, at 8:00 PM.
article_dagur_translated
“Führer und Verführer” verður sýndur í Havnar Bio mikukvøldið 6. november kl. 20.
The collective bargaining negotiations between Starvsfelagið, the Municipal Employers' Association and the Ministry of Finance regarding a new agreement have broken down.
article_dagur_translated
Sáttmálasamráðingarnar millum Starvsfelagið, Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Fíggjarmálaráðið um nýggjan sáttmála eru slitnaðar.
The parties presented their demands on October 8, and since then there have been six negotiation meetings between the parties.
article_dagur_translated
Partarnir løgdu síni krøv fram 8. oktober, og síðani hava seks samráðingarfundir verið millum partarnar.
The negotiations had been going well, but when it looked like a conclusion was near, tensions arose, and the Municipal Employers' Association and the Ministry of Finance referred the matter to the arbitration body.
article_dagur_translated
Samráðingarnar hava gingið væl, men tá tað sá út til at koma á mál, kom stígur í, og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Fíggjarmálaráðið boðsendu semingsstovninum.
More information about this will follow later, says Starvsfelagið.
article_dagur_translated
Meira kunning um hetta kemur seinni, sigur Starvsfelagið.
Høgni Hoydal has appointed Marita Gunnarstein Nielsen to the position of principal at the Upper Secondary School in Suðuroy.
article_dagur_translated
Høgni Hoydal hevur sett Maritu Gunnarstein Nielsen í starvið sum rektari á Miðnámi í Suðuroy.
This is announced by the Ministry of Foreign Affairs and Trade in a statement today.
article_dagur_translated
Hesum boðar Uttanríkis- og vinnumálaráðið frá í skrivi í dag.
The reason this ministry is handling it is that it concerns an appointment matter that has been processed and concluded due to a vacancy in the Ministry of Children and Education.
article_dagur_translated
Orsøkin til at hetta aðalráðið tekur sær av tí er, at talan er um setanarmál, ið er viðgjørt og avgreitt í vegna ógegni í Barna- og útbúgvingarmálaráðnum.
About the new principal, uvmr.fo writes that Marita Gunnarstein Nielsen is 40 years old and educated as a cand.mag. in English with a minor in psychology and Danish from the University of Copenhagen.
article_dagur_translated
Um nýggja rektaran skrivar uvmr.fo, at Marita Gunnarstein Nielsen er 40 ára gomul og útbúgvin cand.mag. í enskum við hjágrein í sálarfrøði og donskum frá Lærda Háskúlanum í Keypmannahavn.
Marita has been a teaching fellow at the University of the Faroe Islands, and since 2017 she has taught at the Upper Secondary School in Suðuroy, where in addition to teaching she has also performed other tasks, for example as ISF coordinator and a trusted representative.
article_dagur_translated
Marita hevur verið námslektari á Fróðskaparsetrinum, og síðani 2017 hevur Marita undirvíst á Miðnámi í Suðuroy, har hon umframt at undirvísa eisini hevur røkt aðrar uppgávur, eitt nú sum ÍSF-samskipari og álitisfólk.
In addition, Marita has relevant experience in leadership, communication, and coordination.
article_dagur_translated
Afturat hesum hevur Marita viðkomandi royndir í leiðslu, samskifti og samskipan.
Marita Gunnarstein Nielsen succeeds Rósa Heinesen, who is moving to another position.
article_dagur_translated
Marita Gunnarstein Nielsen avloysir Rósu Heinesen, sum fer í annað starv.
Marita lives in Vágur with her family.
article_dagur_translated
Marita býr í Vági saman við familju síni.
She assumes the position on December 1, 2024.
article_dagur_translated
Hon tekur við starvinum 1. desember 2024.
Earlier today it was announced that the company FJORD has been chosen as Entrepreneur of the Year 2024.
article_dagur_translated
Fyrr í dag bleiv kunngjørt, at fyritøkan FJORD, er kosin Ársins íverkseti 2024.
The Entrepreneur of the Year day, organized by the Entrepreneurship House, was held this afternoon in Løkshøll in Runavík.
article_dagur_translated
Ársins íverksetaradagur, sum Íverksetarahúsið skipar fyri, varð seinnapartin hildin í Løkshøll í Rúnavík.
It was Aksel V. Johannesen, the prime minister, who announced that the judging panel had chosen the company FJORD as Entrepreneur of the Year 2024.
article_dagur_translated
Tað var Aksel V. Johannesen, løgmaður, sum kunngjørdi at dómsnevndin hevði valt fyritøkuna FJORD til ársins íverkseta 2024.
The prime minister said, among other things, the following about the Entrepreneur of the Year:
article_dagur_translated
Løgmaður segði millum annað soleiðis um ársins íverkseta:
FJORD has had good financial results since the company was founded.
article_dagur_translated
FJORD hevur hevur havt góð fíggjarlig úrslit, síðan fyritøkan varð sett á stovn.
It is Suffía Nón who owns and runs the company.
article_dagur_translated
Tað er Suffía Nón, ið eigur og rekur fyritøkuna.
The company's name comes from the hometown Fuglafjørður, where Suffía, who designs all her products herself, was also born and raised.
article_dagur_translated
Navnið á fyritøkuni kemur av heimstaðnum Fuglafjørður, har Suffía, ið sniðgevur allar sínar vørur sjálv, eisini er fødd og uppvaksin.
The keynote speaker at the entrepreneur day was the well-known Danish influencer Anders Hemmingsen.
article_dagur_translated
Høvuðstalari á íverksetaradegnum var kendi danski ávirkarin Anders Hemmingsen.
Furthermore, there were also lectures from Rókur J. Jakobsen, director of the company Virka, and from the influencers Cecilia Nolsøe Sørensen and Sølva J. Joensen.
article_dagur_translated
Harumframt vóru eisini fyrilestrar frá Rókur J. Jakobsen, stjóra í fyritøkuni Virka, og frá ávirkarinum báðum Ceciliu Nolsøe Sørensen og Sølvu J. Joensen.
On the weekend of November 2 and 3, the City Market (Býarskái) will be in Runavík.
article_dagur_translated
Um vikuskiftið, 2. og 3. november, verður Býarskái í Runavík.
A long weekend is being organized where people can buy Christmas gifts well in advance at discounted prices, eat good food, and experience various pop-up events.
article_dagur_translated
Skipað verður fyri einum longum vikuskifti, har fólk kunnu keypa jólagávurnar í góðari tíð fyri tilboðsprísir, eta góðan mat og uppliva ymisk pop-up tiltøk.
The retail sector is launching a major Christmas sale with a range of offers, competitions, and entertainment.
article_dagur_translated
Handilslívið setur hol á eina rimmar jólasølu við ørgrynnu av tilboðum, kappingum og undirhaldi.
In addition to the Christmas sales in various shops, it will be possible, among other things, to have a Christmas photo taken at Visit Runavík, eat food at the Street Food area, hear stories at the Library, see an art exhibition in the Yellow Smithy, attend stand-up, book talks and a concert in Løkshøll, and experience...
article_dagur_translated
Afturat jólasøluni í ymsu handlunum ber m.a. til at taka eina jólamynd inni á Visit Runavík, eta mat á Street Food økinum, hoyra søgur á Bókasavninum, síggja listaframsýning í Gulu Smiðju, fara til stand-up, bókaprát og konsert í Løkshøll og uppliva pop-up marknaðin í gamla býráðssalinum.
The recurring stamp competition run by the retail sector will also take place, Visit Runavík writes in a press release.
article_dagur_translated
Afturvendandi stempulkappingin hjá handilslívinum verður eisini, skrivar Visit Runavík í tíðindaskrivi.
The shops are open from 10:00 until midnight on the evening of Saturday, November 2, and from 14:00 to 20:00 on the evening of Sunday, November 3.
article_dagur_translated
Handlarnir hava opið frá klokkan10 til miðnátt leygarkvøldið 2. november og frá klokkan 14 til klokkan 20 sunnukvøldið 3. november.
Information about the events can be found at byarskain.fo and on the Facebook page “Býarskái í Runavík”.
article_dagur_translated
Kunning um tiltøkini er at síggja á byarskain.fo og á Facebook vanganum; “Býarskái í Runavík”.
It is necessary to take a closer look at the municipal structure, because there are too many with 29 municipalities in the Faroe Islands, says the Faroese Employers' Association.
article_dagur_translated
Tað er neyðugt at hyggja nærri at kommunala bygnaðinum, tí tað er ov nógv við 29 kommunum í Føroyum, heldur Føroya Arbeiðsgevarafelag.
Statistics show that in one in four municipalities 155 people or fewer live.
article_dagur_translated
– Hagtøl vísa, at í fjórðu hvørjari kommunu búgva 155 fólk ella færri.
In one in five municipalities over 30 percent of all operating expenses are used to administer the municipality — that is, for the administration of the municipal council.
article_dagur_translated
Í fimtu hvørjari kommunu verður yvir 30 prosent av øllum rakstrinum brúktur til at umsita kommununa – also til fyrisiting hjá kommunustýrinum.
This is not sensible.
article_dagur_translated
Hetta er ikki skynsamt.
Several municipalities are weak both administratively and financially.
article_dagur_translated
Fleiri kommunur eru bæði fyrisitingarliga og fíggjarliga veikar.
With fewer and stronger municipal units it is possible to run the municipal sector more efficiently, the association says in a statement on Vinnuhúsið's website.
article_dagur_translated
Við færri og sterkari kommunueindum ber til at reka kommunala geiran meira effektivt, sigur felagið í skrivi á heimasíðuni hjá Vinnuhúsinum.
We must place much greater emphasis on ensuring that future public investments lead to lower operating costs, for example by organizing public services, the school sector and health care into larger and more sensible units.
article_dagur_translated
– Vit mugu leggja nógv størri dent á at tryggja, at almennar íløgur frameftir hava við sær, at rakstrarútreiðslurnar lækka, eitt nú við at skipa almannaøkið, skúlaøkið og heilsuverkið í størri og skynsamari eindir.
The municipal structure should also be reviewed with the aim of creating stronger municipalities, and a political agreement should be reached on the number of ministries.
article_dagur_translated
Eisini eigur at vera hugt eftir kommunala bygnaðinum við tí endamáli at fáa sterkari kommunur, eins og politisk semja eigur at vera gjørd um talið á stjórnarráðum.
The Faroese Employers' Association believes that a fiscal framework is necessary that sets a limit on how much public expenditures may grow.
article_dagur_translated
Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur, at tað er neyðugt við einum fíggjarpolitiskum regluverki, sum ásetur eitt mark fyri, hvussu nógv almennu útreiðslurnar kunnu vaksa.
The framework should ensure that expenditures do not grow too much in good times, so there is enough for operations and investments when times turn worse.
article_dagur_translated
– Regluverkið skal tryggja, at útreiðslurnar ikki vaksa ov nógv í góðum tíðum, so nóg mikið er til rakstur og íløgur, tá tíðirnar verða verri.
In this connection the state should consult with the municipalities about an expenditure cap for, for example, a four-year period that is fixed, but which the municipalities are free to prioritize within, says the Faroese Employers' Association.
article_dagur_translated
Landið eigur í hesum sambandi at samráðast við kommunurnar um ein útreiðslukarm fyri til dømis eitt fýra ára tíðarskeið, ið liggur fastur, men sum kommunurnar frítt kunnu raðfesta innanfyri, sigur Føroya Arbeiðsgevarafelag.
A unanimous board in the ADHD association decided that Maybritt við Strond should receive the ADHD recognition in 2024.
article_dagur_translated
Tað var ein samd nevnd í ADHD felagnum, ið avgjørdi, at Maybritt við Strond skuldi hava ADHD viðurkenningina í 2024.
Maybritt has been a counselor in the joint ADHD and autism guidance service since 2021.
article_dagur_translated
Maybritt hevur verið vegleiðari í felags ADHD- og autismuvegleiðingini síðani 2021.
Maybritt is also a group leader for the children and youth groups in the ADHD association.
article_dagur_translated
Eisini er Maybritt bólkaleiðari í barna- og ungdómsbólkunum í ADHD felagnum.
Through her work, Maybritt has helped many children, young people, and parents.
article_dagur_translated
Gjøgnum sítt arbeiði hevur Maybritt hjálpt nógvum børnum, ungum og foreldrum.
Maybritt is very well qualified to be a counselor in the ADHD and autism association.
article_dagur_translated
Maybritt er sera væl skikkað til at vera vegleiðari í ADHD og autismufelagnum.
She has extensive knowledge, many experiences, and a particularly gentle and warm disposition, so people feel comfortable when they come to her.
article_dagur_translated
Hon hevur stóra vitan, nógvar royndir, og so hevur hon eitt serligt blítt og heitt lyndi, so fólk kenna seg væl, tá tey koma til hennara
The association often hears from people with ADHD, and especially from parents of children with ADHD, that Maybritt has made a big difference in their lives by listening and providing excellent guidance on everything from organizing daily life to support measures at school and attending difficult meetings as a companio...
article_dagur_translated
Felagið hoyrir javnan frá fólki við ADHD, og serliga foreldrum at børnum við ADHD, at Maybritt hevur gjørt stóran mun í lívi teirra við at lurta og geva eina framúr skikkaða vegleiðing innan alt frá at skipa gerandisdagin, til hjálpiamboð í skúlanum til at vera við sum hjásiti til truplar fundir.