en stringlengths 1 10.6k | source stringclasses 4
values | fo stringlengths 1 10.3k |
|---|---|---|
Fredensborg Brugsforening (FOB) is investing a double-digit million sum in Føroya Keypssamtøka (FK), and these two large independent cooperatives are now entering a strategic partnership. | article_dagur_translated | Fredensborg Brugsforening (FOB) leggur eina tveysiffraða milliónaupphædd í Føroya Keypssamtøku (FK), og hesar báðar stóru sjálvstøðugu keypssamtøkurnar fara nú undir eitt strategiskt samstarv. |
Together they are founding a company in which each owns 50 percent, but where Fredensborg Coop holds the voting majority. | article_dagur_translated | Saman stovna tær eitt felag, har hvør eigur 50 prosent, men har Fredensborg Keypssamtøka hevur atkvøðumeirilutan. |
The agreement was made after FK has had poor operating results for several years and is in serious financial trouble. | article_dagur_translated | Avtalan er gjørd, eftir at FK í fleiri ár hevur havt vánlig rakstrarúrslit, og er í tungum sjógvi fíggjarliga. |
FK operates six stores in the Faroe Islands with a total turnover of about 250 million kroner. | article_dagur_translated | FK rekur seks handlar í Føroyum við einari samlaðum umsetningi á umleið 250 milliónir krónur. |
The new partnership is intended to ensure necessary capital, as well as skills development and innovation, so FK can be raised to a more modern, competitive, and sustainable level. | article_dagur_translated | Nýggja samstarvið skal tryggja, at neyðugur kapitalur fæst til vega, umframt at førleikamenning og nýskapan verða framd, so FK kann lyftast á eitt meiri tíðarhóskandi, kappingarført og burðardygt støði. |
"We are very pleased with the agreement. | article_dagur_translated | - Vit eru sera fegin um avtaluna. |
FOB is built on the same core values as us, with membership and cooperative principles, and culturally we as cooperatives have much in common. | article_dagur_translated | FOB byggir á somu grundvirðir sum vit, við limaskapi og keypssamtøkuhugsjónini, og mentanarliga hava vit sum keypssamtøkur nógv til felags. |
"Through the collaboration we secure the necessary liquidity and the relevant competencies in retail, communications and management that are decisive for achieving the goal of reversing the poor trend and preparing FK for the future, so our stores can become even more attractive to our members and the Faroese consumer ... | article_dagur_translated | Við samstarvinum tryggja vit okkum neyðuga likviditetin og viðkomandi førleikar innan handil, samskifti og leiðslu, sum eru avgerandi fyri at røkka málinum um at venda vánaligu gongdini, og fyrireika FK til framtíðina, so handlar okkara kunnu gerast enn meira attraktivir fyri limir okkara og føroyska brúkaran sum heild... |
Both Føroya Keypssamtøka and Fredensborg Brugsforening are independent cooperatives where the members own the stores. | article_dagur_translated | Bæði Føroya Keypssamtøka og Fredensborg Brugsforening eru sjálvstøðugar keypssamtøkur, har limirnir eiga handlarnar. |
Both cooperatives buy most of their goods from Coop Denmark, and both FK and FOB are members of the Danish Coop Amba, which is the main organization for the Danish cooperatives and which, together with OK, owns Coop Denmark. | article_dagur_translated | Báðar keypssamtøkur keypa flestu av sínum vørum frá Coop Danmark, eins og bæði FK og FOB eru limir í danska Coop Amba, sum er høvuðsorganisatiónin fyri donsku keypssamtøkurnar, og sum saman við OK eigur Coop Danmark. |
Fredensborg Brugsforening, which is one of the largest and best-run cooperatives in Denmark, already has share ownership in several independent divisions of SuperBrugsen and Brugsen stores in Denmark. | article_dagur_translated | Fredensborg Brugsforening, sum er ein av størstu og best riknu keypssamtøkunum í Danmark, hevur longu partaeigaraskap í fleiri sjálvstøðugum deildum av SuperBrugsen og Brugsen-handlum í Danmark. |
"We are part of a closely knit Coop family, and we stand together as a family and help each other when necessary. | article_dagur_translated | - Vit eru ein partur av eini tætt samanknýttari Coop-familju, og vit standa saman sum ein familja og hjálpa hvørjum øðrum, tá ið tað er neyðugt. |
Therefore, the board agrees that we gladly want to make this investment, both because our hearts beat for the cooperative movement and because we want to ensure that there will also be a grocery store in the Faroe Islands in the future that the members own. | article_dagur_translated | Tí eru vit í nevndini samd um, at vit fegin vilja fara undir hesa íløgu, bæði tí hjørtu okkara sláa fyri keypssamtøkurørsluna, og tí vit vilja tryggja, at tað eisini verður ein gerandisvøruhandil í Føroyum í framtíðini, sum limirnir eiga. |
"We are also convinced that we can significantly grow sales and revenues and, in not too long a time, achieve profitability in the company, while ensuring continued development and, in the not-too-distant future, investments by FOB," says Bo Kristensen, manager of Fredensborg Brugsforening. | article_dagur_translated | Vit eru eisini sannførd um, at vit kunnu vaksa munandi um søluna og inntøkurnar og og um ikki so langa tíð fáa lønsemi í felagið, samstundis sum vit tryggja framhaldandi menning og um ikki so langa tíð íløgur hjá FOB, sigur Bo Kristensen, leiðari fyri Fredensborg Brugsforening. |
Bo Kristensen himself will be the chairman of the board in the new company, and Kristian Wolsing will be CEO, who has served as interim CEO of FK over the past year. | article_dagur_translated | Bo Kristensen verður sjálvur nevndarformaðurin í nýggja felagnum, og stjóri verður Kristian Wolsing, sum seinasta árið hevur verið fyribilssettur stjóri í FK. |
Facts: | article_dagur_translated | Fakta: |
The limited company Føroya Keypssamtøka (FK) is founding the company Spf. FK, which will operate the FK stores in the Faroe Islands. | article_dagur_translated | Lutafelagið Føroya Keypssamtøka (FK) stovnar felagið Spf. FK, sum fer at reka FK-handlarnar í Føroyum. |
The limited company Føroya Keypssamtøka, which currently owns and operates the FK stores, is contributing its assets and liabilities to the new company. | article_dagur_translated | Lutafelagið Føroya Keypssamtøka, sum í løtuni eigur og rekur FK-handlarnar, skjýtur sínar ognir og skyldur inn í nýggja felagið. |
FOB is providing a double-digit million amount, partly as equity and partly as a loan, and will own half of the company. | article_dagur_translated | FOB kemur við eini tveysifraðari milliónaupphædd, lutvíst sum íløga og lutvíst sum lán, og fer at eiga helvtina av felagnum. |
The purpose is to return the operations to profitability while FK is renewed and updated in several areas so that it becomes modern and competitive. | article_dagur_translated | Endamálið er at fáa raksturin at geva yvirskot aftur, samstundis sum FK skal endurnýggjast og dagførast á fleiri økjum, so tað verður tíðarhóskandi og kappingarført. |
The board and daily management of the new company will set the strategy. | article_dagur_translated | Nevndin og dagliga leiðslan í nýggja felagnum fara at leggja strategiina. |
Thus the limited company Føroya Keypssamtøka will move from operating stores to owning half of a company that operates the stores. | article_dagur_translated | Lutafelagið Føroya Keypssamtøka fer sostatt frá at reka handil til at eiga helvtina av einum felag, sum rekur handil. |
From November 6 to 10 the brethren's assembly is holding a community conference in Tórshavn. | article_dagur_translated | Í døgunum 6. til 10. november hevur brøðrasamkoman samfelagsstevnu í Havn. |
The theme for this year's community conference is "Christ in me" and is from Galatians 2:20. | article_dagur_translated | Evnið fyri samfelagsstevnuna í ár er ”Kristus í mær” og er úr Galatiabrævinum 2.20: “ |
The purpose of the conference is to point to Jesus Christ, who loved us and gave himself for us, and to remind one another that Christ lives in each individual who has received Him. | article_dagur_translated | Endamálið við stevnuni er at vísa á Jesus Kristus, sum elskaði okkum og gav seg sjálvan fyri okkum og at minna hvønn annan á, at Kristus livir í hvørjum einstøkum, sum hevur tikið ímóti Honum. |
At the conference there will be both younger and older speakers from various parts of the country. | article_dagur_translated | Á stevnuni vera bæði yngri og eldri talarar úr ymsum pørtum av landinum. |
There will be good congregational singing, and Betesda Choir, Ebenezer Choir, the Men's Choir in Ebenezer, Fljóðljóð, etc., will sing. | article_dagur_translated | Góður felagssangur verður, og Betesdakórið, Ebenezerkórið, Manskórið í Ebenezer, Fljóðljóð o.o. syngja. |
It begins tonight with a prayer meeting in Ebenezer. | article_dagur_translated | Byrjað verður í kvøld við bønamøti í Ebenezer. |
Over the weekend the meetings will be held in the Hall at Háls. | article_dagur_translated | Um vikuskiftið verða møtini í Høllini á Hálsi. |
The conference is for everyone. | article_dagur_translated | Stevnan er fyri øll. |
Both those who are accustomed to attending meetings and those who are not. | article_dagur_translated | Bæði tey, sum eru von at ganga á møti og tey, sum ikki eru von at ganga á møti. |
Sign language interpretation will be available at the weekend meetings, and the meetings will also be streamed then. | article_dagur_translated | Deyvatulking er á møtunum í vikuskiftinum, og tá verða møtini eisini stroymd. |
More information at | article_dagur_translated | Meira kunning á |
I saw you for the last time yesterday, in a coffin, more or less in the same place at the national hospital as on the days of mourning after the accident on 14 October 1991. | article_dagur_translated | Eg sá teg fyri seinastu ferð í gjár, í kistu, nøkurlunda á sama staði á landssjúkrahúsinum sum sorgardagarnar eftir vanlukkuna 14. oktober 1991. |
You fought for your lives in the dark in the cold sea for two full hours. | article_dagur_translated | Tit bardust fyri lívinum í myrkri í kalda sjónum í tveir samfullar tímar. |
Four of you returned, and three did not come back alive. | article_dagur_translated | Tit komu fýra aftur, og tríggir komu ikki aftur á lívi. |
You, Dánjal, were the one in poor condition, more dead than alive, with a body temperature of 27°C when you arrived by helicopter at the National Hospital. | article_dagur_translated | Tú Dánjal var tann eini, illa á holdum komin, meira deyður enn livandi, við einum kropshita á 27 C, tá tú kom við tyrluni á Landsjúkrahúsið. |
The accident happened after a hike in Borgardalur, on an autumn evening at sea outside the village of Mykines. | article_dagur_translated | Vanlukkan hendi eftir fjallgongu á Borgardali, eitt heystarkvøld á sjónum uttanfyri Mykines bygd. |
Then we both lost our fathers, who were best friends and brothers-in-law and 62 years old, and we lost Eli, the brother-in-law. | article_dagur_translated | Tá mistu vit báðir okkara pápar sum vóru bestu vinir og svágrar og 62 ára gamlir, og vit mistu Eli svágur. |
The moment last night when I saw you hit me like a sledgehammer, and I weep badly, why. | article_dagur_translated | Løtan í gjárkvøldið, tá eg sá teg, rakti meg sum ein sleggja, og eg græt illa, hví. |
In the years 1969/70, who is that beautiful fair-haired, big-smiling Viking and that handsome boy and teenager who made it seem as if Mykines was just the grain of sand William Heinesen writes about. | article_dagur_translated | Ár 1969/70 Hvør er hasin vakri ljóshærdi stórsmílandi víkingurin og fitti drongurin og tannáringurin sum fekk tað at síggja út sum Mykines bert var tað sandkornið sum William Heinesen skrivar um. |
This is the image I got of this happy lad when I, about six years old, came to Mykines for the first time, with Keldu Jákup and the old Súla. | article_dagur_translated | Hetta er myndin eg fekk av hesum glaða dreingi, tá eg sum uml 6 ára gamal kom til Mykinesar fyrstu ferð, við Keldu Jákup og gomlu Súluni. |
A role model for me, because you could do everything in the village that I could not do in the capital, and we became so terribly spoiled when we came to Mykines as children every summer, everywhere. | article_dagur_translated | Ein fyrimynd fyri meg, tí tú dugdi alt úti á bygd, sum eg ikki dugdi í Havn, og so øgiliga forkelaði vit blivu, tá vit koma til Mykinesar sum børn hvørt summar, allastaðni. |
In the Stable House with Ruby and father-brother Jógvan Meinhard Johannesen and Eyðun and Hans Michael and Ólav Kaj and Randi and Sunneva and Katrin and in the Handanágarður with Herrid and Luis and Helga and Sigrun and Hervør and with your mother, my godmother, Josephine and Martin Danielsen. | article_dagur_translated | Í Stallhúsi hjá Ruby og pápabeiggja Jógvan Meinhard Johannesen og Eyðun og Hans Michael og Ólav Kaj og Randi og Sunnevu og Katrinu og Handanágarðinum hjá Herrid og Luis og Helgu og Sigrun og Hervør og hjá mammu tíni, fastir mínari, Josephinu og Martin Danielsen. |
Kári and Jákup Alberg and Birgir were also our cousins and also often in Mykines, and Ása was your aunt and my godfather, and she was married to Olaf Nielsen. | article_dagur_translated | Kári og Jákup Alberg og Birgir vóru eisini okkara systkinabørn og eisini ofta í Mykinesi, og Ása var mostir tín, og fastir mín, og hon var gift við Olaf Nielsen. |
Pancakes, pancakes with jam, waffles, kleynir, puffins, Súla, we got everything, not least love. | article_dagur_translated | Pannukøkur, drýlur, vaflur, kleynir, lunda, Súlu, vit fingu alt, ikki minst kærleika. |
A few years later father told us, now a new sibling is coming. | article_dagur_translated | Nøkur ár aftaná segði pápi við okkum, nú kemur eitt nýtt systkyn. |
Grandfather Heini born Jacobsen and grandmother Marin born Holm from Nólsoy and married to grandfather Heini the farmer from Handanágarður in Mykines also lived with us then. | article_dagur_translated | Heini abbi føddur Jacobsen og Marin omma fødd Holm úr Nólsoy og gift til Heina abba bónda úr handanágarðinum í Mykinesi, búðu eisini hjá okkum ta. |
Dánjal will come to live with us at Brøttulíð 10, father said, he has received an apprenticeship with Frits Jensen (Bugla Jensen) in Gundadalur. | article_dagur_translated | Dánjal kemur at búgva hjá okkum í Brøttulíð 10 segði pápi, hann hevur fingið lærupláss hjá Frits Jensen (Buglu Jensen) í Gundadali. |
Yesss four sisters and a new big brother, now I get that big-smiling Mykines boy as a brother; Dánjal was then about teenage age. | article_dagur_translated | Yesss fýra systrar og ein nýggjan stórabeiggja, nú fái eg handan stórsmílandi Mykinesdrongin sum beiggja, tá var Dánjal um tannáringaaldur. |
I was good to Dánjal and he to me, I drove car trips with Dánjal, I listened when he played drums in the orchestra, I helped him when he had been in town, I watched when he worked on cars, he also trained a few times with HB, it was strange, he was my greatest role model. | article_dagur_translated | Eg var góður við Dánjal og hann við meg, eg koyrdi biltúr við Dánjal, eg lurtaði tá hann spældi trummur í orkestri, eg hjálpti honum, tá hann hevði verið í býnum, eg hugdi tá hann arbeiddi uppá bilar, hann vandi eisini nakrar ferðir við HB, so var tað undarligt, hann var mín størsta fyrimynd |
We often talked about which car could drive 160 km/h down past the grave, BMW 2002 and then Toyota Supra and maybe that nice Toyota Carina with white leather seats that you used back when he had been hired. | article_dagur_translated | Vit tosaðu oftani um, hvør bilur kundi koyra 160 km/t niðan forbí grøvina, BMW 2002 og so Toyota Supra og so møguliga hasin flotti Toyota Carina við hvítum leðursetrum sum tit gjørdu aftur tá hann var blivin buglaður. |
The fenders and doors for the car were in Brøttulíð 10, it was cramped in the basement with 25 live sheep from Mykines at shearing time, before shearing and when father slaughtered, there was a lot of blood, and Toyota spare parts in the middle of the mess. | article_dagur_translated | Skermarnir og hurðarnar til bilin vóru í Brøttulíð 10, tað var trongligt í kjallarnum við 25 livandi seyðum úr Mykinesi á hestartíð, áðrenn fletting og tá pápi stakk, har var nógv blóð, og Toyota eykalutir mitt í rokanum. |
We were 10 people in about 90 square meters and 25 sheep and full of spare parts in the basement at Brøttulíð 10, enough space father said, and life was wonderful, father smiled and said that we had much more space than in the Stable House in Mykines which was his childhood home. | article_dagur_translated | Vit vóru 10 fólk á umleið 90 kvm og 25 seyðir og fult av eykalutum í kjallarnum í Brøttulíð 10, nokk av plássi segði pápi, og lívið var herligt, pápi smíltist og segði at vit høvdu nógv størri pláss enn í Stallhúsi í Mykinesi sum var hansara barnaheim. |
When in the middle of 1975/76 I started supporting Eysturoyingur for two years in competitive rowing, I had to defend it, hard and convincingly to my friends, that I betrayed the capital's boat. | article_dagur_translated | Tá eg mitt í øllum 1975/76 fór at halda við Eysturoyingi í tvey ár í kappróðri, tá mátti eg forsvara tað, hart og sannførandi fyri mínum vinfólkum, at eg sveik Havnarbátin. |
I said Dánjal and brother Kári are cousins from Mykines, and they row with Eysturoyingur, so I support Eysturoyingur. | article_dagur_translated | Dánjal og beiggjn Kári eru systkinabørn úr Mykinesi segði eg, og teir rógva við Eysturoyingi, so eg haldi við Eysturoyingi. |
Dánjal was a handsome fellow, so very pleasant to be with, never angry, that Stable House broad grin. | article_dagur_translated | Dánjal var ein fittur fýrur, so sera behagiligur at vera saman við, aldrin illur, hatta Stallhús skálkasmílið. |
He knew his things to the dot, as the priest said. | article_dagur_translated | Dugdi síni ting til punkt og prikka, sum prestur segði. |
Dánjal was a marine engineer and sailed with Polar Princess and Vesturvón, worked for SEV in recent years and was well regarded and very much liked at SEV, Dánjal designed and ordered everything when he built their summer house by Gjógv, down to the millimeter and everything fit perfectly. | article_dagur_translated | Dánjal var maskinmeistari og silgdi við Polar Princess og Vesturvón, arbeiddi hjá Sev seinastu árini og var væl lýddur og dámdi sera væl hjá SEV, Dánjal teknaði og ordraði alt, tá hann bygdi teirra summarhús við Gjógv, niður til mm og alt passaði til UG. |
He joked a little that if he were a carpenter, centimeters would be enough. | article_dagur_translated | Hann skemtaði eitt sindur við, at um hann var húsasmiður, so var tað nokk við cm. |
Later Dánjal moved down into the apartment of Rasmus, father-brother, and Marita on Marknagilsvegur, where he also found peace of heart and living space and Jaspur and Janet and Katrinu Maria, the cousins, as best friends. | article_dagur_translated | Seinni flutti Dánjal niðan í íbúð hjá Rasmus pápabeiggja og Maritu á marknagilsvegnum, har fekk hann eisini hjartarúm og húsrúm og Jaspur og Janet og Katrinu Mariu systkinabørnini sum bestu vinir. |
Goodbye dear Dánjal and thank you for you and your person, and to good Jónvá and Kris Martin and Bára Josefina with family and sibling Kári and his wife Elin and Eydna and her husband Ellindur with family, we, the family, offer our condolences and mourn your great loss. | article_dagur_translated | Góði Dánjal farvæl og takk fyri teg og tín persón, og góða Jónvá og Kris Martin og Bára Josefina við familju og systkini Kári og konan Elin og Eydna og maðurin Ellindur við familju, vit familjan kondulera og syrgja tykkara stóra miss. |
It was a grateful Kamala Harris who yesterday took the stage in Washington D.C. to deliver a speech after the decisive election victory on Tuesday. | article_dagur_translated | Tað var ein takksom Kamala Harris, sum í gjár fór á pallin í Washington D.C. at halda røðu eftir greiða valósigurin týsdagin. |
She was a vice president who promised her supporters to continue fighting for common values. | article_dagur_translated | Tað var ein varaforseti, sum lovaði viðhaldsfólki sínum at stríðast víðari fyri felags virði. |
But Kamala Harris also acknowledged the clear defeat to Donald Trump. | article_dagur_translated | Men Kamala Harris ásannaði eisini greiða ósigurin móti Donald Trump. |
"It did not become the result we hoped for, fought for and voted for," she said in her speech. | article_dagur_translated | - Tað gjørdist ikki tað úrslit, vit vónaðu, stríddist fyri og atkvøddu fyri, segði hon í røðu síni. |
The election result was not as close as the polls had predicted. | article_dagur_translated | Úrslitið av valinum gjørdist ikki so tætt, sum veljarakanningarnar høvdu spátt. |
Donald Trump won all the swing states that were seen as the key to the election. | article_dagur_translated | Donald Trump vann allar teir sveiggjstatirnar, sum vórðu mettir fóru at vera lykilin til valið. |
And then there was no doubt about the result. | article_dagur_translated | Og so var ongin ivi um úrslitið. |
"We are forced to accept the result of this election," Kamala Harris acknowledged from the podium, and said that she has wished Donald Trump congratulations on his victory. | article_dagur_translated | - Vit eru noydd til at góðtaka úrslitið av hesum vali, ásannaði Kamala Harris av talarastólinum, og segði, at hon hevur ynskt Donald Trump til lukku við sigrinum. |
But in her speech the loser promised that she will continue to fight for her political visions for the country, writes dr.dk. | article_dagur_translated | Men í røðu síni lovaði taparin, at hon fer at stríðast víðari fyri sínum politisku visjónum fyri landið, skrivar dr.dk. |
"I do not give up in fights for freedom, for opportunities, for justice and for the dignity of all people. | article_dagur_translated | - Eg gevist ikki í stríðum fyri frælsi, fyri møguleikum, fyri rættvísi og fyri virðinum hjá øllum menniskjum. |
A struggle for the ideals that live in the heart of this nation — the ideals that reflect the best of the USA. | article_dagur_translated | Eitt stríð fyri hugsjónunum, sum liva í hjartanum á hesi tjóð – teimum hugsjónum, ið spegla tað besta av USA. |
It is a struggle that I will never stop, Kamala Harris promised. | article_dagur_translated | Tað er eitt stríð, sum eg ongantíð fari at gevast við, lovaði Kamala Harris. |
She also touched on some of the important issues she has fought for in relation to this election. | article_dagur_translated | Hon nerti eisini við nøkur av teimum týðandi málunum, sum hon hevur stríðst fyri í sambandi við hetta valið. |
"I will never give up the fight for a future where Americans can chase their dreams, where women in the USA have the freedom to make decisions about their own bodies and are not told by the government what they can do. | article_dagur_translated | - Eg fari ongantíð at gevast í stríðnum fyri eina framtíð, har amerikanarar kunnu elta sínar dreymar, har kvinnurnar í USA hava frælsi til at taka avgerðirnar um teirra egna kropp og ikki fáa álagt av stjórnini, hvat tær kunnu. |
We will never give up the fight to protect our schools and streets from gun violence. | article_dagur_translated | Vit vilja aldri gevast í stríðnum fyri at verja okkara skúlar og gøtur frá vápnaharðskapi. |
In her speech she also addressed directly the many young listeners who had come to hear her at Howard University — the historically black university where she herself studied as a young person in the 1980s. | article_dagur_translated | Hon vendi sær í røðuni eisini beinleiðis til teir nógvu ungu áhoyrarnar, sum vóru komin at hoyra hana á Howard University – lærda háskúlanum, har hon sjálv las sum ung í 1980’unum. |
"It is natural to feel disappointed now. | article_dagur_translated | - Tað er í lagið at vera vónsvikin nú. |
But we must continue to fight. | article_dagur_translated | Men vit mugu halda fram við at stríðast. |
You have the strength, and you should never listen to anyone who says it is impossible just because it has never been done before. | article_dagur_translated | Tit hava styrkina, og tit skulu ongantíð lurta eftir nøkrum, ið sigur, at tað er ómøguligt, bara tí at tað aldri eg gjørt fyrr. |
"The time has not come to throw in the towel, but to roll up our sleeves," Kamala Harris said. | article_dagur_translated | - Tíðin er ikki komin at tveita handklæðið í ringin, men til at smoyggja upp ermar, segði Kamala Harris. |
It is still unclear what the future will hold for 60-year-old Kamala Harris when her vice presidential term ends on January 20. | article_dagur_translated | Enn er óvist, hvat framtíðin fer at bjóða fyri 60 ára gomlu Kamalu Harris, tá varaforsetaskeið hennara endar 20. januar. |
Now it is again possible to see a play at the Sjónleikarhúsið theatre. | article_dagur_translated | Nú verður aftur møguligt at síggja sjónleik í Sjónleikarhúsinum. |
This time it is a comedy titled “Ikki eitt orð um pengar” (Not a Word About Money), which the Havnar Sjónleikarfelag is staging. | article_dagur_translated | Hesaferð er talan um skemtileik við heitinum “Ikki eitt orð um pengar”, sum Havnar Sjónleikarfelag setir upp. |
The play revolves around two older unmarried sisters who have just inherited the house from their brother Harry. | article_dagur_translated | Leikurin snýr seg um tvær eldri ógiftar systrar, sum júst hava arvað húsini frá bróðurinum Harry. |
They spend all their time helping in the parish and give away most of what they own. | article_dagur_translated | Tær brúka alla sína tíð at hjálpa í sóknini, og geva burtur tað mesta av tí, tær eiga. |
They also rent a room to the former convict Brestir and try to help him get back on the right path. | article_dagur_translated | Eisini leiga tær fyrrverandi fanganum, Brestir, eitt kamar og royna at hjálpa honum á rættkjøl. |
Suddenly they come across a very large bundle of money. | article_dagur_translated | Knappliga koma tær fram á eitt ógvuliga stórt bunti av pengum. |
Perhaps their brother Harry did not have completely clean hands... | article_dagur_translated | Kanska hevði Harry bróður ikki heilt reint mjøl í posanum... |
But should the help stop here? | article_dagur_translated | Men skal hjálpin steðga her? |
What might they have achieved otherwise? | article_dagur_translated | Hvat kundu tær ikki útint? |
The play is a farce of the good old kind, where emotions are often greatly exaggerated and situations end up in the improbable or absurd. | article_dagur_translated | Leikurin er ein farsa av tí góða gamla slagnum, har kenslur ofta verða nógv yvirspældar og støður enda yviri í tí ósannlíka ella høpisleysa. |
Eight well-cast amateur actors, ranging from the early 20s to their 70s, make up the troupe and are now looking forward to seven weeks of preparation and rehearsals to perform this farce on the historic stage of the Sjónleikarhúsið. | article_dagur_translated | Átta vælupplagdir áhugaleikarar, úr fyrst í 20-árunum og upp í 70-árini, mynda leikhópin og gleða seg nú eftir fyrireiking og venjingar í sjey vikur, at framføra hesa farsu á søguliga pallinum í Sjónleikarhúsinum. |
“Ikki eitt orð um pengar” is a play in two acts with an intermission and runs for approximately 1 hour and 45 minutes. | article_dagur_translated | “Ikki eitt orð um pengar” er leikur í tveimum pørtum við støðgi ímillum, og tekur umleið 1 tíma og 45 minuttir. |
The premiere will be on Saturday, November 9, and tickets can be obtained at atgongumerki.fo or at the theatre box office one hour before the performance. | article_dagur_translated | Frumframførslan verður leygardagin 9. novembur, og atgongumerki fáast á atgongumerki.fo ella við dyrnar í Sjónleikarhúsinum ein tíma undan sýning. |
The actors are: Oddvá Nattestad, Karin Djurhuus, Heini Eysturoy, Lív Bruun Müller, Jákup Dahl Wardum, Chokri Bourbiaa, Jóhannes Samuelsen and Petra Iversen. | article_dagur_translated | Leikarar eru: Oddvá Nattestad, Karin Djurhuus, Heini Eysturoy, Lív Bruun Müller, Jákup Dahl Wardum, Chokri Bourbiaa, Jóhannes Samuelsen og Petra Iversen. |
Valgeir Skagfjörð has directed, Jákup Dahl Wardum produced, and Hjálmar Dam built the set. | article_dagur_translated | Valgeir Skagfjörð hevur leikstjórnað, Jákup Dahl Wardum framleitt og Hjálmar Dam hevur smíðað pallin. |
There is a crisis in the German government. | article_dagur_translated | Kreppa er í týsku stjórnini. |
Yesterday Olaf Scholz, the chancellor, decided to dismiss Christian Lindner, the finance minister, from the government. | article_dagur_translated | Í gjár gjørdi Olaf Scholz, samveldiskanslari, av at vraka Christian Linder, fíggjarmálaráðharra, úr stjórnini. |
Subsets and Splits
No community queries yet
The top public SQL queries from the community will appear here once available.