en stringlengths 1 10.6k | source stringclasses 4
values | fo stringlengths 1 10.3k |
|---|---|---|
Jón Hammer has been the production manager for Truenorth Faroe Islands regarding the Faroese part of the film. | article_dagur_translated | Jón Hammer hevur verið framleiðsluleiðari fyri Truenorth Faroe Islands, tá umræður føroyska partin í filminum. |
The leading actors are Þorsteinn Gunnarsson, Sigurður Sigurjónsson, and Guðrun S. Gísladóttir. | article_dagur_translated | Høvuðsleikarar eru Þorsteinn Gunnarsson, Sigurður Sigurjónsson og Guðrun S. Gísladóttir. |
The director is Ari Alexander Ergis Magnússon, and the producers are Oscar-nominated Fridrik Thor Fridriksson and Guðrun Edda Þórhannesdóttir. | article_dagur_translated | Leikstjóri er Ari Alexander Ergis Magnússon, og framleiðarar eru Oscartilnevndi Fríðrik Þór Fríðriksson og Guðrun Edda Þórhannesdóttir. |
Þorsteinn Gunnarsson, the lead actor, said this about the director in an interview with Morgunblaðið: “I had great confidence in him as a director. | article_dagur_translated | Þorsteinn Gunnarsson, høvuðsleikarin sigur soleiðis um leikstjóran í samrøðu við Morgunblaðið: „Eg hevði stórt álit á honum sum leikstjóra. |
He is very imaginative and has a clear visual vision. | article_dagur_translated | Hann er sera hugflogsríkur og hevur eina greiða myndasjón. |
Ari really put a lot into making this film and never resorted to cheap solutions. | article_dagur_translated | Ari legði veruliga nógv fyri at gera henda filmin, og kom ongantíð við bíligum loysnum. |
Missir is a very beautiful work of art.” | article_dagur_translated | Missir er eitt sera vakurt listaverk.“ |
The film society is showing “Missir” in the original version, but with English subtitles at Havnar Bio on Saturday, November 23 at 5 p.m. | article_dagur_translated | Filmsfelagið sýnir ”Missir” í upprunaversión, men við enskum undirteksti í Havnar Bio leygardagin 23. november kl. 17. |
The screening is open to the public. | article_dagur_translated | Sýningin er almenn. |
A driver and the company he drives for were fined yesterday 3,000 and 10,000 kroner respectively for driving through the Eysturoy Tunnel with a heavy load without a permit. | article_dagur_translated | Ein bilførari og fyritøkan sum hann koyrir fyri, fingu í gjár bót á ávikavist 3.000 og 10.000 krónur fyri at koyra gjøgnum Eysturoyartunnilin við tungum flutningi uttan loyvi. |
The rule is that when a large shipment that exceeds a certain height and width must be moved along the road, a special permit must be requested from the police for this. | article_dagur_translated | Tað er soleiðis, at tá stórur flutningur, sum fer yvir eitt vist í hædd og breidd skal flytast eftir vegnum, skal biðjast um serligt loyvi til hetta frá løgregluni. |
Permits are usually granted, but they include various conditions, among them that the Eysturoy Tunnel must not be used when traffic is heaviest there — between 7 and 9 in the morning and between 15:00 and 18:00 in the afternoon. | article_dagur_translated | Vanliga verður loyvi givið, men í loyvinum eru ymsar treytir, millum annað, at tað ikki verður koyrt gjøgnum Eysturoyartunnilin, tá mesta ferðsla er har – tað er millum kl. 7 og 9 á morgni og millum kl. 15 og 18 seinnapartin. |
But around 17:00 yesterday a truck carrying a large machine on a trailer behind it drove through the tunnel heading toward Eysturoy. | article_dagur_translated | Men um 17-tíðina í gjár fór ein bilur við eini stórar maskinu á einum vogni aftur úr sær, koyrandi gjøgnum tunnilin við kós móti Eysturoy. |
This was a clear violation of the conditions that had been granted for this heavy transport. | article_dagur_translated | Hetta var greitt brot á treytirnar, sum vóru givnar til henda tunga flutningin. |
This caused a fairly long line of vehicles to have to drive at a considerably reduced speed behind the large truck. | article_dagur_translated | Hetta elvdi til, at ein rættiliga long røð av bilum noyddist at koyra við rættiliga lágari ferð aftan á stóra bilinum. |
The police therefore stopped the truck when it came out of the tunnel. | article_dagur_translated | Løgreglan stóð tí fyri bilinum tá bilurin kom út úr tunnlinum. |
For failing to comply with the permit conditions, the driver receives a fine of 3,000 kroner, and the company that owns the vehicle must also pay a fine of 10,000 kroner, the duty officer at the police station reports. | article_dagur_translated | Fyri ikki at hava hildið treytirnar fyri loyvinum, fær bilfærarin eina bót á 3.000 krónur, og felagið, sum eigur bilin skal eisini rinda bót – 10.000 krónur, upplýsir vaktleiðarin á løgreglustøðini. |
The family unit under the Welfare Agency, which has been inactive since January 2022, will now be reorganized in a changed form under the name the Family Service. | article_dagur_translated | Familjudepilin undir Almannaverkinum, sum hevur verið óvirkin síðani januar 2022, verður nú skipaður av nýggjum í broyttum líki undir heitinum Familjutænastan. |
This is announced by the Ministry of Children and Education. | article_dagur_translated | Hesum boðar Barna- og útbúgvingarmálaráðið frá. |
Djóni Nolsøe Joensen, the minister, and the chairmanship of the Municipal Association, mayors Tórbjørn Jacobsen and Heðin Mortensen, have signed an agreement on the Family Service, which for a three-year trial period will be operated as a joint municipal institution under the Municipal Association. | article_dagur_translated | Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður, og formansskapurin í Kommunufelagnum, borgarstjórarnir Tórbjørn Jacobsen og Heðin Mortensen, hava undirskrivað avtalu um Familjutænastuna, sum í eitt tríára royndarskeið skal rekast sum ein felags kommunalur stovnur undir Kommunufelagnum. |
This is a new co-created solution developed within the framework of the Child Plan, where national and municipal authorities in the child protection sector have worked together to find a new solution to achieve the goals. | article_dagur_translated | Talan er um eina nýggja samskapaða loysn, sum er ment innan karmarnar av Barnaverkætlanini, har lands- og kommunalir myndugleikar á barnaverndarøkinum hava virkað saman fyri at finna eina nýggja loysn fyri at røkka endamálinum. |
The Family Service is a preventive service that will provide counseling and guidance to children and families who face challenges. | article_dagur_translated | Familjutænastan er ein fyribyrgjandi tænasta, sum skal veita ráðgeving og vegleiðing til børn og familjur, sum hava avbjóðingar. |
The service will offer family therapy, with both residential (round-the-clock) and daytime treatment available at the Family Service and in families' homes. | article_dagur_translated | Tænastan skal bjóða fram familjuviðgerð, har møguleiki bæði er fyri døgn- og dagviðgerð inni á Familjutænastuni og úti í heimunum. |
Funding from the state is planned to be 4 million kroner per year, which is the same amount that the Welfare Agency's family unit previously used for the around-the-clock service. | article_dagur_translated | Fíggingin frá landinum verður eftir ætlan 4 milliónir krónur um árið, sum er sama upphædd, sum Familjudepilin hjá Almannaverkinum nýtti til samdøgurstilboðið. |
In addition, there will be a user fee from the municipal child protection services to purchase services from the Family Service. | article_dagur_translated | Afturat hesum verður eitt brúkaragjald frá kommunalu barnaverndartænastunum til at keypa tænastur frá Familjutænastuni. |
The plan is to have close cooperation between the parties so that the preventive objective is achieved. | article_dagur_translated | Ætlanin er at hava eitt tætt samstarv millum partarnar, soleiðis at fyribyrgjandi málið verður rokkið. |
The Family Service will be affiliated with the Child Protection Agency under the Municipal Association and will to the greatest extent possible use the experience and skills that exist there. | article_dagur_translated | Familjutænastan kemur at vera knýtt at Barnaverndarstovuni undir Kommunufelagnum, og kemur í mest møguligan mun at brúka royndir og førleikar, sum eru har. |
A leader for the Family Service has been sought, and the Municipal Association is finding suitable premises for the activity. | article_dagur_translated | Søkt er eftir leiðara til Familjutænastuna, og Kommunufelagið finnur hóskandi høli til virksemið. |
The aim is to open the Family Service on January 1, 2025. | article_dagur_translated | Miðað verður ímóti at lata Familjutænastuna upp 1. januar 2025. |
Now the day has come for citizens with the right to vote in the country's 29 municipalities to decide who will staff the municipal councils from 1 January 2025 to 31 December 2028. | article_dagur_translated | Nú er dagurin upprunnin, at borgarar við valrætti í landssins 29 kommunum skulu gera av, hvørji skulu manna kommunustýrini frá 1. januar 2025 til 31. desember 2028. |
Polling stations open now at 10 o'clock and are open until 8 o'clock this evening, or for as long as voters arrive without interruptions occurring. | article_dagur_translated | Valhølini lata upp nú klokkan 10 og eru opin til klokkan 20 í kvøld, ella so leingi veljarar koma uttan at støðgur kemur í. |
40,200 voters can choose among 556 candidates. | article_dagur_translated | 40.200 veljarar kunnu velja millum 556 valevni |
In August this year Elin á Rógvi, an author and children's radio presenter at Kringvarp Føroya, received the Children's and Youth Literature Prize of the Nordic Council for the children's novel Flytifuglar. | article_dagur_translated | Í august í ár fekk Elin á Rógvi, rithøvundur og útvarpsvertur í barnaútvarpinum í Kringvarpi Føroya, Barna- og ungdómsbókmentavirðisløn Útnorðurráðsins fyri barnaskaldsøguna Flytifuglar. |
She is now ready with a new novel for children that leads the reader into a virtual fantasy world full of excitement and wonderful mythical creatures. | article_dagur_translated | Nú er hon til reiðar við nýggjari skaldsøgu fyri børn, ið leiðir lesaran inn í ein virtuellan fantasiheim við nógvum spenningi og undurfullum sagnarverum. |
On Saturday at 11 a.m. the book will be launched in connection with Book Days at the Nordic House, where it will also be available for purchase. | article_dagur_translated | Leygardagin kl. 11 verður bókin løgd fram í sambandi við Bókadagar í Norðurlandahúsinum, har hon eisini verður til keyps. |
"Fornt" is a video game. | article_dagur_translated | “Fornt” er eitt telduspæl. |
A virtual fantasy world where you can spot and hunt mythical creatures in the Faroe Islands together with young people from around the world. | article_dagur_translated | Ein virtuellur fantasiheimur, har tú kanst varnast og jagstra sagnarverur í Føroyum saman við ungum úr øllum heiminum. |
11-year-old Eiri and his friend Sólja notice a new being in the game that no one has ever seen before! | article_dagur_translated | 11 ára gamli Eiri og vinkona hansara, Sólja, varnast eina nýggja veru í spælinum, sum eingin nakrantíð hevur sæð fyrr! |
Suddenly they are playing among the best Fornt players in the world. | article_dagur_translated | Brádliga spæla tey millum teir bestu Fornt-spælararnar í heiminum. |
But something is not quite as it appears to be … | article_dagur_translated | Men okkurt er ikki heilt, sum tað sær út til at vera … |
Fornt is an exciting story that revolves around the shifting boundary between reality, video games and Faroese legends. | article_dagur_translated | Fornt er ein spennandi søga, sum snýr seg um tað flótandi markamótið millum veruleika, telduspøl og føroyskar sagnir. |
Silja Eystberg has illustrated it, and the Book Department of the Faroese Teachers' Association is publishing the book. | article_dagur_translated | Silja Eystberg hevur myndprýtt, og Bókadeild Føroya Lærarafelags gevur bókina út. |
The target audience is children aged 10–12. | article_dagur_translated | Málbólkurin er børn 10-12 ár. |
At Book Days there will be a launch event where Elin, in conversation with Eilen Anthoniussen, coordinator for Read in the Faroes, will present the book and talk about virtual communities and writing exciting books for children. | article_dagur_translated | Á Bókadøgum verður útgávutiltak, har Elin í samrøðu við Eilen Anthoniussen, samskipara fyri Føroyar lesa, fer at leggja bókina fram og práta um virtuellar felagsskapir og um at skriva spennandi bøkur til børn. |
The event will take place on Saturday, November 16 at 11 a.m. in the Hall of the Nordic House, where it will also be available for purchase. | article_dagur_translated | Tiltakið verður leygardagin 16. novembur kl. 11 í Skálanum í Norðurlandahúsinum, har hon eisini verður til keyps. |
The book will be available in bookstores around the country next week. | article_dagur_translated | Bókin fæst í bókahandlunum kring landið í næstu viku. |
The event is public and free! | article_dagur_translated | Tiltakið er alment og ókeypis! |
For the past 40 years people in Hoyvík have cast their vote at Háls in Tórshavn, but now it is Hoyvíkshøllin that houses the polling station for the residents of Hoyvík. | article_dagur_translated | Seinastu 40 árini hava fólk í Hoyvík sett krossin á Hálsi í Havn, men nú er tað Hoyvíkshøllin, sum er karmur um valstaðið hjá hoyvíkingum. |
John av Reyni became the first person to vote at the new polling station when it opened at 10 o'clock. | article_dagur_translated | John av Reyni gjørdist fyrsta fólki at atkvøða á nýggja valstaðnum, tá tað læt upp klokkan 10. |
The 53-year-old senator Marco Rubio from Florida is likely to be the next US Secretary of State. | article_dagur_translated | 53 ára gamli senatorurin, Marco Rubio úr Florida, verður helst komandi uttanríkisráðharri hjá USA. |
This is written by The New York Times, citing several different sources. | article_dagur_translated | Hetta skrivar The New York Times, og vísir til fleiri ymiskar keldur. |
Trump has not yet confirmed this news. | article_dagur_translated | Enn hevur Trump ikki váttað hesi tíðindini. |
Rubio was also among those mentioned as possible vice presidential candidates before J. D. Vance was chosen. | article_dagur_translated | Rubio var eisini millum tey, ið vórðu nevnd sum møgulig varaforsetavalevni, áðrenn J. D. Vance varð valdur. |
Marco Rubio has been a senator for Florida since 2010. | article_dagur_translated | Marco Rubio hevur verið senatorur fyri Florida síðan 2010. |
In 2016 he tried to become the Republican presidential nominee but lost the campaign to Trump, who at the time labeled him “Little Rubio.” | article_dagur_translated | Í 2016 royndi hann at gerast forsetavalevni fyri republikanararnar, men tapti valstríð til Trump, sum tá stemplaði hann sum “Little Rubio”. |
Since then, relations between Rubio and Trump have improved, although Rubio is not the most right-wing politician, writes NRK. | article_dagur_translated | Síðan tá eru viðurskiftini millum Rubio og Trump batnað, hóast Rubio ikki er tann, ið stendur longst til høgru í politikkinum, skrivar NRK. |
Rubio advocates a hardline foreign policy toward the United States' geopolitical adversaries, including China and Iran. | article_dagur_translated | Rubio stendur fyri einum harðrendum uttanríkispolitikki mótvegis geopolitisku mótstøðulondunum hjá USA, herundir Kina og Iran. |
In 2019 he recommended conducting a security review of the popular Chinese media app TikTok, which resulted in the US portion of the operation being sold. | article_dagur_translated | Í 2019 mælti hann til at fremja eina trygdarkanning av vælumtóktu kinesisku miðlaappini TikTok, og hetta endaði við, at amerikanski parturin av hesum virksemi varð seldur. |
He is also known for annually nominating human rights and pro-democracy activists from China and Hong Kong for the Nobel Peace Prize. | article_dagur_translated | Hann er eisini kendur fyri á hvørjum ári at tilnevna mannarættinda- og demokratistríðsfólk úr Kina og Hongkong til friðarheiðursløn Nobel’s. |
Marco Rubio is of Cuban descent — his grandfather fled Cuba in 1962. | article_dagur_translated | Marco Rubio er av kubanskari ætt – abbi hansara flýddi úr Kuba í 1962. |
And he is strongly opposed to the United States getting closer to the communist-ruled island nation. | article_dagur_translated | Og hann er harðliga ímóti at USA nærkast kommunistastýra oyggjastadinum. |
Rubio also advocates imposing stricter measures against Venezuela to remove Maduro's government from power, writes NRK. | article_dagur_translated | Rubio mælir eisini til, at strangari tiltøk verða sett í verk móti Venesuela til tess at fáa stýrið hjá Maduro frá valdinum, skrivar NRK. |
Although Rubio in recent years has converged with Trump on policy, he has also been critical of the incoming president, for example for having had dinner with a person who denies that the Holocaust occurred. | article_dagur_translated | Hóast Rubio hesi seinastu árini hevur nærkast Trump í sínum politikki, so hevur hann eisini verið kritiskur móti komandi forsetanum, millum annað fyri at hava etið døgurða við einum persóni, ið noktar fyri, at Holocaust hevur funnið stað. |
Recently Rubio has also argued that Ukraine should seek a negotiated settlement with Russia rather than try to regain the territories it has lost to Russia over the past ten years. | article_dagur_translated | Rubio hevur í seinastuni eisini talað fyri, at Ukraina finnur fram til eina samráðingarloysn við Russland heldur enn at royna at vinna aftur tey økini, sum landið hevur mist til Russland hesi seinastu tíggju árini. |
He was also one of 15 Republican senators who in April voted against a $95 billion military aid package for Ukraine. | article_dagur_translated | Hann var eisini ein av 15 republikanskum senatorum, sum í apríl atkvøddu ímóti einum hernaðarligum hjálparpakka á 95 milliardir dollarar til Ukraina. |
“I am not with Russia, but unfortunately the reality is that the war in Russia can only end with a negotiated settlement,” Rubio told the NBC network in September. | article_dagur_translated | - Eg haldi ikki við Russlandi, men tíverri er veruleikin tann, at kríggið í Russlandi einans kann enda við eini samráðingarloysn, segði Rubio við NBC kringvarpsstøðina í september. |
Yesterday The Wall Street Journal reported that Donald Trump has chosen Mike Waltz as his new national security advisor. | article_dagur_translated | Í gjár kundi The Wall Street Journal boða frá, at Donald Trump hevur valt Mike Waltz sum nýggjan trygdarráðgeva. |
Waltz, who is also from Florida, has a background as a colonel in the National Guard. | article_dagur_translated | Waltz, ið eisini er úr Florida, hevur eina fortíð sum oberstur í tjóðarhirðini. |
The US national security advisor is the president's closest adviser on national security issues, and it is a position with great influence. | article_dagur_translated | Trygdarráðgevin í USA er nærmasti ráðgevi forsetans í spurningum um tjóðartrygd, og tað er eitt embæti við stórari ávirkan. |
This appointment has also not yet been confirmed by Trump himself. | article_dagur_translated | Heldur ikki henda útnevningin er enn váttað av Trump sjálvum. |
Like Rubio, Waltz is highly critical of China. | article_dagur_translated | Eins og Rubio, er Waltz ógvuliga kritiskur mótvegis Kina. |
He has pointed to Chinese activity in the Pacific region and believes the US should prepare for a possible war in the area. | article_dagur_translated | Hann hevur víst á kinesiska virksemið í Kyrrahavsøkinum, og heldur, at USA skal fyrireika seg til møguligt stríð í økinum. |
By selecting Rubio and Waltz for these key foreign policy positions, it can be expected that China will become a major focus of the Trump administration's foreign policy, writes NRK. | article_dagur_translated | Við at velja Rubio og Waltz í hesar týðandi sessirnar á uttanríkispolitiska økinum, kann roknast við, at Kina verður eitt høvuðsmál í uttanríkspolitikkinum hjá Trump-stjórnini, skrivar NRK. |
Although there are long lines of cars in the area by the Hall at Háls, they are not visible again inside the hall. | article_dagur_translated | Hóast langar bilrøðir eru í økinum við Høllina á Hálsi sæst tað ikki aftur inni í høllini. |
The queues are not long and it is quick to cast a vote. | article_dagur_translated | Bíðirøðirnar eru ikki langar og tað er skjótt at greiða atkvøðu. |
There is excitement in Klaksvík about the municipal election today. | article_dagur_translated | Í Klaksvík er spenningur til kommunuvalið í dag. |
Some candidates were ready to cast their votes already when the polling station in Klaksvík, the KÍ hall, opened at 10 o'clock today. | article_dagur_translated | Onkur valevni vóru klár at greiða sína atkvøðu longu tá valstaðið í Klaksvík, KÍ-høllin, lat upp klokkan 10 í dag. |
There are five polling stations in the municipality of Klaksvík. | article_dagur_translated | Fimm valstøð eru í Klaksvíkar kommunu. |
They are, in addition to the KÍ hall: the Boathouse in Árnafjørður, the school in Mikladalur (Mikladalur and Trøllanes), the school in Húsar (Húsar and Syðradalur), and Gamligarður in Svínoy. | article_dagur_translated | Tey eru umframt KÍ-høllina: Róðrarneystið í Árnafirði, skúlin í Mikladali (Mikladalur og Trøllanes), skúlin á Húsum (Húsar og Syðradalur) og Gamligarður í Svínoy. |
The polling stations are open until 8 PM tonight or as long as voters arrive at the polling station without interruption. | article_dagur_translated | Valstøðini eru opin til í kvøld kl. 20 ella so leingi veljarar koma til valstaðið uttan støðg. |
Jens Kr. Vang took the photographs: | article_dagur_translated | Jens Kr. Vang tók myndirnar: |
35 people have died and 43 others been injured after a car deliberately drove into a crowd in the city of Zhuhai in China. | article_dagur_translated | 35 fólk hava latið lív og 43 onnur komin til skaða eftir at ein bilur tilvitað koyrdi inn í eina fólkamongd í býnum Zhuhai í Kina. |
This was reported by the Chinese police. | article_dagur_translated | Tað upplýsir kinesiska løgreglan. |
According to Reuters, Chinese President Xi Jinping calls on the authorities in the city for the perpetrator to be punished and for everything to be done to help those who have been harmed. | article_dagur_translated | Kinesiski forsetin, Xi Jinping, heitir sambært Reuters á myndugleikarnar í býnum um at gerningsmaðurin verður revsaður, og at alt verður gjørt fyri at hjálpa teimum, ið hava fingið skaða. |
According to the police, a 62-year-old man has been arrested after the incident, which took place Monday evening local time, AP writes. | article_dagur_translated | Sambært løgregluni er ein 62 ára gamal maður handtikin eftir hendingina, sum fór fram mánakvøldið, lokala tíð, skrivar AP. |
The police say that investigations into the incident are ongoing. | article_dagur_translated | Løgreglan sigur, at kanningarnar av hendingini halda fram. |
Not much more has emerged about the incident yet, says journalist Philip Róin, correspondent for Danmarks Radio in China. | article_dagur_translated | Enn er ikki nógv meira komið fram um hendingina, sigur journalisturin Philip Róin, korrespondentur hjá Danmarks Radio í Kina. |
In video footage it appears to be schoolchildren who were outside running near a sports field, and that they were deliberately run into. | article_dagur_translated | - Á filmsbrotum sær út til, at talan er um skúlanæmingar, sum vóru úti og runnu næhendis ein ítróttaleikvøll, og at tey vórðu ákoyrd við vilja. |
But this has not yet been confirmed, dr.dk writes, citing Philip Róin. | article_dagur_translated | Men enn er hetta ikki váttað, skrivr dr.dk frá Philip Róin. |
DR writes that the authorities have decided, for the time being, to censor the internet, and that images from the incident are being removed from social media. | article_dagur_translated | DR skrivar, at myndugleikarnir hava tikið avgerð um fyribils at sensurera internetið, og at myndir frá hendingini verða tiknar av sosialu miðlunum. |
The BBC writes that there is otherwise increased security in the city of Zhuhai, where a large international airshow, the China International Aviation and Aerospace Exhibition, also called the Zhuhai Air Show, is currently taking place. | article_dagur_translated | BBC skrivar, at hert eftirlit er annars í býnum Zuhai, har tað í hesum døgum verður hildin ein stór altjóða framsýning av flogførum, China International Aviation and Aerospace Exhibition, eisini kallað Zuhai Air Show. |
Zhuhai is located on the southern coast of China in the Guangdong peninsula. | article_dagur_translated | Zhuhai liggur við kinesisku suðurstrondina í Guangdong landslutinum. |
Channel 2 broadcasts from the municipal election for much of the day. | article_dagur_translated | Rás 2 sendir frá kommunuvalinum stóran part av degnum. |
Live transmissions from the studio begin at 3:00 PM with previews, interviews and analyses, and from 7:00 PM the broadcast will to a greater extent focus on the specific results at the polling stations around the country. | article_dagur_translated | Byrjað verður at senda beinleiðis úr studio kl. 15 við upptakt, samrøðum og greiningum, og frá kl. 19 fer sendingin í størri mun at snúgva seg um ítøkiligu úrslitini á valstøðunum kring landið. |
There will be visits around the country, and people can write to the studio at phone number 781214. | article_dagur_translated | Vitjað verður kring landið, og fólk kunnu skriva inn til studio á tlf. 781214. |
Channel 2 is normally heard on FM and online. | article_dagur_translated | Rás 2 hoyrist vanliga á FM og á netinum. |
This evening there will also be an opportunity to see what is happening in the studio. | article_dagur_translated | Í kvøld verður tó eisini møguleiki at síggja tað, sum fer fram í studio. |
It will be streamed on YouTube. | article_dagur_translated | Tað verður sum stroyming á youtube. |
It is Raclip that has set up equipment for Channel 2 for the occasion. | article_dagur_translated | Tað er Raclip, sum hevur sett útgerð upp fyri Rás 2 til høvið. |
Thus Channel 2 broadcasts both audio and video on FM, the Rás 2 app and on YouTube from 3:00 PM today. | article_dagur_translated | Rás 2 sendir sostatt bæði ljóð og sjón á FM, Rás 2 appini og á Youtube frá klokkan 15 í dag. |
Subsets and Splits
No community queries yet
The top public SQL queries from the community will appear here once available.