en
stringlengths
1
10.6k
source
stringclasses
4 values
fo
stringlengths
1
10.3k
Likewise, we are forced to review everything related to examinations, so whether we want it or not changes must happen, he says.
article_dagur_translated
Vitlíki noyðir okkum eisini at endurskoða alt, sum hevur við próvtøkur at gera, so um vit vilja tað ella ei mugu broytingar gerast, sigur hann.
Since the Eysturoy Tunnel was opened, the time required for travel has been significantly shortened for many citizens.
article_dagur_translated
Síðan Eysturoyartunnilin varð latin upp er tíðin, ið skal brúkast uppá ferðing, munandi stytt hjá fleiri borgarum.
However, it appears that people in the Northern Isles and parts of Eysturoy who use public transport have experienced less benefit from the Eysturoy Tunnel since it was put into use, says Birita Matras Petersen, member of parliament for the Social Democratic Party.
article_dagur_translated
Kortini tykist, at fólk í Norðoyggjum og í pørtum av Eysturoynni, ið brúka almenna ferðasambandið, hava fingið minni gleði av Eysturoyartunlinum, síðan hann varð tikin í nýtslu, sigur Birita Matras Petersen, tingkvinna fyri Javnaðarflokkin.
She has asked the Minister of Transport, Dennis Holm, whether there are plans to increase the number of trips on route 401, which is the express bus of the rural routes between Tórshavn and Klaksvík.
article_dagur_translated
Hon hevur spurt landsstýrismannin við samferðslumálum, Dennis Holm, um ætlanin er at økja túratalið á leið 401, sum er snarbussur hjá bygdaleiðum millum Havnina og Klaksvík.
She points out that the express bus that runs between Klaksvík and Tórshavn via the Eysturoy Tunnel only operates four trips each weekday and none on weekends, and many therefore have to use route 400, which runs between Klaksvík and Tórshavn via Sundalagið.
article_dagur_translated
Hon vísir á, at snarbussurin, sum koyrir millum Klaksvík og Havnina umvegis Eysturoyartunnilin, bert koyrir fýra túrar hvønn gerandisdag og ongar í vikuskiftinum, og fleiri noyðast tí at brúka leið 400, sum koyrir millum Klaksvík og Havnina umvegis Sundalagið.
Birita Matras Petersen also wants to know whether there are plans to review route 400.
article_dagur_translated
Eisini vil Birita Matras Petersen hava at vita, um ætlan er um at endurskoða leið 400.
She points out that it can be difficult to organize the working day when travel on route 400 is so time-consuming compared with route 401, and an increased number of trips on route 401 could encourage citizens to choose the public bus service.
article_dagur_translated
Hon vísir á, at tað kann vera torført at leggja gerandisdagin til rættis, tá ferðingin við leið 400 er so tíðarkrevjandi sammett við leið 401, og eitt økt túratal á leið 401 kann vera við til at eggja borgarum til at velja almennu bussleiðina til.
– A car is a large expense for many, and if one regularly has to travel far between home and work or education, public transport can be the only way for some to travel.
article_dagur_translated
– Ein bilur er ein stór útreiðsla fyri fleiri, og skal ein regluliga ferðast langt millum bústað og arbeiði ella útbúgvingarstað, kann almenna ferðasambandið vera einasti mátin at ferðast uppá hjá summum.
– With a reliable and safe public transport connection between the islands, for example by increasing the number of trips, it can become more convenient and easier for people to choose public transport.
article_dagur_translated
– Við einum álítandi og tryggum almennum ferðasambandi millum oyggjarnar við eitt nú øktum túratali kann tað gerast høgligari og lættari hjá fólki at velja almenna ferðasambandið til.
This can help encourage citizens to choose a more environmentally friendly way to travel between the islands, she says in comment on the question, which can be read
article_dagur_translated
Hetta kann vera við til at eggja borgarum til at velja ein meira umhvørvisvinarligan hátt at ferðast millum oyggjarnar, sigur hon í viðmerking til fyrispurningin, sum kann lesast
Tórshavn city council rejected at a council meeting yesterday a proposal by Birgir Nielsen of the People's Party to lower the municipal tax rate from 19 percent to 18.75 percent next year.
article_dagur_translated
Tórshavnar býráð felti á býráðsfundi í gjár eitt uppskot hjá Birgir Nielsen úr Fólkaflokkinum um at lækka kommunuskattaprosentið úr 19 prosentum í 18,75 prosent næsta ár.
The proposal would have cost the municipality 14.5 million kroner and was to be financed by reducing the municipality's operating expenses.
article_dagur_translated
Uppskotið hevði kostað kommununi 14,5 milliónir krónur, og skuldi fíggjast við at lækka raksturin hjá kommununi.
The proposal failed with five votes in favor, six votes against, and two blank votes.
article_dagur_translated
Uppskotið fall við fimm atkvøðum fyri, seks atkvøðum ímóti, og tveimum blonkum atkvøðum.
Voting in favor were Birgir Nielsen, Tróndur Sigurðsson, Kári Johansen, Súna Mørk, and Annfinn Brekkstein, and voting against were Heðin Mortensen, Kristianna Winther Poulsen, Elsa Berg, Gunvør Balle, Jákup Dam, and Annika Olsen.
article_dagur_translated
Fyri atkvøddu Birgir Nielsen, Tróndur Sigurðsson, Kári Johansen, Súna Mørk og Annfinn Brekkstein, og ímóti atkvøddu Heðin Mortensen, Kristianna Winther Poulsen, Elsa Berg, Gunvør Balle, Jákup Dam, og Annika Olsen.
Súsanna Olsen and Birita Baldvinsdóttir Iversen, who attended the meeting in place of Bjørg Dam, who could not attend, cast blank votes.
article_dagur_translated
Súsanna Olsen og Birita Baldvinsdóttir Iversen, sum var á fundinum fyri Bjørg Dam, sum ikki fekk møtt, atkvøddu blankt.
Birgir Nielsen says he is sorry that the proposal failed.
article_dagur_translated
Birgir Nielsen sigur seg harmast um, at uppskotið fall.
"Many people have experienced an excessive price increase in items such as groceries and interest rates in recent years. Therefore I believe it is essential that we as council members take concrete measures to ease the burden on our citizens," he says in an opinion letter.
article_dagur_translated
- Fleiri uppliva ovurhondsstóran prísvøkstur á eitt nú matvørur og rentum síðstu árini. Tí haldi eg, at tað er alneyðugt, at vit sum býráðslimir gera ítøkilig tiltøk, sum lætta um hjá okkara borgarum, sigur hann í lesarabrævi.
"I believe that the citizens of Tórshavn Municipality deserve better, and therefore I am very disappointed that the proposal failed."
article_dagur_translated
- Eg haldi, at borgararnir í Tórshavnar Kommunu hava uppiborið betri, og tí harmist eg nógv um, at uppskotið fall.
Birgir Nielsen presented the same proposal in 2022 — then with a reduction of 0.5 percent — but the proposal failed.
article_dagur_translated
Birgir Nielsen legði sama uppskot fram í 2022 – tá við lækking á 0,5 prosent, men uppskotið fall.
On 15 April 2019 a fire broke out in the world-famous cathedral Notre Dame in Paris, and next week it will reopen to visitors.
article_dagur_translated
15. apríl 2019 kyknaði eldur í heimskendu dómkirkjuna Notre Dame í París, og í komandi viku letur hon uppaftur fyri vitjandi.
The restorations have cost nearly 700 million euros — 5.2 billion kroner — and hundreds of craftsmen and specialists have taken part in the work to restore the world-famous cathedral.
article_dagur_translated
Umvælingarnar hava kostað nærum 700 milliónir evrur - 5,2 milliardir krónur, og hundraðtals handverkarar og serfrøðingar hava tikið lut í arbeiðnum at umvæla heimskendu dómkirkjuna.
The fire broke out, as mentioned earlier, in the cathedral on 15 April 2019, and it was extinguished the following day.
article_dagur_translated
Eldurin kyknaði, sum áður nevnt, í dómkirkjuni 15. apríl 2019, og varð hann sløktur dagin eftir.
It is believed that the cause of the fire was a short circuit or an ember from the cigarette of one of the workers who were renovating the building.
article_dagur_translated
Hildið verður, at orsøkin til eldin var skammlop ella glóð frá sigarettini hjá einum av arbeiðsfólkunum, sum vóru í ferð við at umvæla bygningin.
846 million euros were raised for the restoration work.
article_dagur_translated
846 milliónir evrur vórðu savnaðar inn til umvælingararbeiðið.
Support came from 150 countries.
article_dagur_translated
Stuðul kom úr 150 londum.
Notre Dame was built between 1163 and 1345, and is approximately 130 meters long, 48 meters wide and 35 meters high with two towers that are about 68 meters high.
article_dagur_translated
Notre Dame varð bygd í árunum 1163 - 1345, og er uml. 130 metrar long, 48 metrar breið og 35 metrar høg við tveimum tornum, sum eru uml. 68 metrar høg.
The cathedral will reopen on Saturday 7 December, and is expected to attract 14 to 15 million visitors a year, writes Ritzau.
article_dagur_translated
Dómkirkjan letur uppaftur leygardagin 7. desember, og fer væntandi at draga 14 til 15 milliónir ferðafólk at sær um árið, skrivar Ritzau.
This is what the inside of Notre Dame looks like:
article_dagur_translated
Soleiðis sær út inni í Notre Dame:
This year's edition of "Mín Jólabók" has now been released.
article_dagur_translated
Ársins útgáva av "Mín Jólabók", er nú komin út.
– "Mín Jólabók" is a book for the whole family, a calendar-book if you like.
article_dagur_translated
– Mín jólabók er ein bók til alla familjuna, ein kalendarabók um tú vilt.
A book with great stories and illustrations, ideas and inspiration for cozy moments together – children and adults – in the cold, dark time leading up to Christmas.
article_dagur_translated
Ein bók við fittum søgum og tekningum, hugskotum og íblástri til hugnaligar løtur saman – børn og vaksin – í køldu, myrku tíðini upp undir jól.
– The book is in 24 parts, where each day from December 1st to Christmas Eve we can read stories and poems and find ideas for some fun Christmas activity.
article_dagur_translated
– Bókin er í 24 pørtum, har vit hvønn dag frá 1. desember til jólaaftan kunnu lesa søgur og yrkingar og finna hugskot til okkurt stuttligt jólaítriv.
That makes "Mín Jólabók 2024" a good alternative to the usual calendar-of-gifts, writes the Book Department of the Faroese Teachers' Association, which has published the book.
article_dagur_translated
Tað ger Mína jólabók 2024 til eitt gott alternativ til vanliga pakkakalendaran, skrivar Bókadeild Føroya Lærarafelags, sum hevur útgivið bókina.
Turið Kjølbro and Beinta Johannessen have edited/organized it.
article_dagur_translated
Turið Kjølbro og Beinta Johannessen hava lagt til rættis.
Among other things, the book contains an original Faroese Advent story in four parts, one for each Sunday of Advent, by Silja Aldudóttir.
article_dagur_translated
Í bókini ber m.a. til at lesa eina upprunaføroyska adventssøgu í fýra pørtum, ein til hvønn sunnudag í advent, eftir Silju Aldudóttur.
Hans Jacob Østerø drew the illustrations for the Advent story and also created the cover illustration.
article_dagur_translated
Hans Jacob Østerø hevur teknað myndirnar í adventssøguni og hevur harumframt gjørt permutekningina.
The other stories and poems also have pictures, made by Faroese illustrators.
article_dagur_translated
Hinar søgurnar og yrkingarnar hava eisini myndir, sum føroyskir myndprýðarar hava gjørt.
Turið Kjølbro and Beinta Johannessen have edited/organized it, and the Book Department of the Faroese Teachers' Association has published it.
article_dagur_translated
Turið Kjølbro og Beinta Johannessen hava lagt til rættis, og Bókadeild Føroya Lærarafelags hevur útgivið.
The annual Christmas concert 'Í Menniskjum Góður Tokki' organized by Barnabati is coming up now.
article_dagur_translated
Nú stundar til árligu jólakonsertina Í Menniskjum Góður Tokki hjá Barnabata.
Annlis Bjarkhamar initiated the effort in 2010, and it has since been a regular feature with the aim of providing help to families with children in the Faroe Islands.
article_dagur_translated
Annlis Bjarkhamar tók stig til átakið í 2010, og hevur tað síðani tá verið fastur táttur við tí endamáli at veita hjálp til barnafamiljur í Føroyum.
In 2015 Barnabati took over and at the same time began a collaboration with Sigrið Sivertsen, a choir conductor, to coordinate the annual Christmas concert.
article_dagur_translated
Í 2015 tók Barnabati yvir og um somu tíð, byrjaði Barnabati eitt samstarv við Sigrið Sivertsen, kórleiðara, at samskipa árligu jólakonsertina.
The annual Christmas and benefit concert will take place at Hoyvík Church on Sunday, December 1 at 19:00.
article_dagur_translated
Árliga jóla- og stuðulskonsertin verður í Hoyvíkar kirkju sunnudagin 1. desember klokkan 19.
The concert will be broadcast live on the national broadcaster (Kringvarpið).
article_dagur_translated
Konsertin verður víst beinleiðis í Kringvarpinum.
The performers at this year's concert are Jazzygold, Uni Debess, Tróndur and Lív, Døgg Nónsgjógv, Bjarki V. Trondesen, Die Færøsche Polkaband, Dreingjakórið undir Brúnni, Marianna Winter & Ragnar Finsson, Xperiment, and Bárður á Lakjuni.
article_dagur_translated
Tey, sum framføra á ársins konsert eru Jazzygold, Uni Debess, Tróndur og Lív, Døgg Nónsgjógv, Bjarki V. Trondesen, Die Færøsche Polkaband, Dreingjakórið undir Brúnni, Marianna Winter & Ragnar Finsson, Xperiment, og Bárður á Lakjuni.
– Christmas should be a joyful time for the child.
article_dagur_translated
– Jólini eiga at vera ein gleðistíð hjá barninum.
The risk of poverty does not only mean lack of money, but is also a social challenge that can affect the development and well-being of a child and adolescent.
article_dagur_translated
Fátækraváði merkir ikki bara manglandi peningur, men er eisini ein sosial avbjóðing, sum kann ávirka menning og trivnað hjá einum barni og ungdómi.
It may seem difficult to imagine the risk of poverty in a country where the welfare level is high and people have access to many varied services.
article_dagur_translated
Tað kann tykjast trupult at ímynda sær fátækraváða í einum landi, har vælferðarstøðið er høgt, og fólk hava atgongd til nógvar fjøltáttaðar hentleikar.
But for those who live at risk of poverty, this situation is a reality.
article_dagur_translated
Men fyri tey, ið liva í fátækraváða, er hendan støðan ein veruleiki.
Christmas is, in a way, the children's festival, and the memories of childhood Christmases stay with the child for the rest of their life.
article_dagur_translated
Jólini eru onkursvegna barnanna høgtíð, og minnini um barnajólini ber barnið við sær restina av lívinum.
Therefore the importance of providing support is incredibly significant.
article_dagur_translated
Tí er týdningurin av at stuðla ótrúliga týdningarmikil.
– Families with children who struggle to make ends meet send Barnabati a motivated application, and Barnabati then processes all received applications and issues gift cards to those families living below the poverty line.
article_dagur_translated
– Barnafamiljur, ið hava torført við at fáa endarnar at røkka saman, senda Barnabata eina motiveraða umsókn, og Barnabati viðger síðani allar innkomnu umsóknirnar, og letur gávukort til tær familjurnar, ið liva undir fátækramarkinum.
Consideration is also given to how many adults are in the household and how many children are in the various age groups.
article_dagur_translated
Eisini verður atlit tikið til, hvussu nógv vaksin eru í húskinum, og hvussu nógv børn eru í ymsum aldursbólkum.
Barnabati inquires about the circumstances affecting the various families, because in some cases families with children may have fallen into difficult urgent situations; for example due to sudden unemployment or if there has been a death in the family, writes Barnabati.
article_dagur_translated
Barnabati spyr inn til, hvat tað eru fyri umstøður, ið gera seg galdandi hjá teimum ymsu familjunum, tí tað kann í summum førum vera, at barnafamiljur eru komnar í truplar bráfeingis støður; til dømis í sambandi við brádligt arbeiðsloysi, ella um deyði hevur verið í familjuni, skrivar Barnabati.
Those who wish to support financially strained families with children can donate at
article_dagur_translated
Tey, sum ynskja at stuðla fíggjarliga sperdum barnafamiljum, kunnu stuðla á
The police still do not know the cause of the traffic accident on Tórsgøta in Tórshavn yesterday, where a car collided with a man and several other cars, but the matter is being investigated further, says the duty officer at the police station in Tórshavn.
article_dagur_translated
Løgreglan kennir enn ikki orsøkina til ferðsluóhappið í Tórsgøtu í Havn í gjár, har ein bilur rendi á ein mann og fleiri aðrar bilar, men málið verður kannað nærri, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.
It was around midday yesterday that a driver for some reason lost control of the car and ended up driving into a man who was walking on the sidewalk, as well as into other cars that were parked.
article_dagur_translated
Tað var um middagsleitið í gjár, at ein bilførari onkursvegna misti tamarhaldið á bilinum og endaði við at koyra á ein mann, sum gekk á gongubreytini, umframt aðrar bilar, sum stóðu parkeraðir.
The man who was injured was taken to the National Hospital, and he has sustained some injuries but is reported to be in relatively good condition.
article_dagur_translated
Maðurin, sum varð árendur, varð koyrdur á Landssjúkrahúsið, og hann hevur fingið onkrar skaðar men hevur tað eftir umstøðunum gott, verður upplýst.
The driver hit four other cars, and some of them have suffered major damage.
article_dagur_translated
Bilførarin koyrdi á fýra aðrar bilar, og onkur av teimum hevur fingið stóran skaða.
The police will speak with the owners of the cars in the coming week, and there are also many witnesses to the accident whom the police will interview.
article_dagur_translated
Løgreglan fer at tosa við eigararnar av bilunum í komandi viku, og eisini eru nógv vitni til óhappið, sum løgreglan fer at tosa við.
The cause of the accident is still unclear, but it is not believed that the driver was under the influence.
article_dagur_translated
Orsøkin til óhappið er enn ógreið, men hildið verður ikki, at førarin var ávirkaður.
It is important that drivers report when they collide with other cars so the matter can be handled by the insurance, the police remind.
article_dagur_translated
Tað er umráðandi, at bilførarar boða frá, tá teir bera við aðrar bilar, so málið kann avgreiðast við tryggingina, minnir løgreglan á.
It is not unheard of that drivers flee responsibility after a traffic accident, and in the last day there have been two incidents where a driver fled the scene of a traffic accident.
article_dagur_translated
Tað er ikki óhoyrt, at bilførarar rýma undan ábyrgd eftir eitt ferðsluóhapp, og seinasta samdøgrið hava verið tvær hendingar, har ein bilførari er rýmdur undan einum ferðsluóhappi.
Shortly before 6 p.m. yesterday the police received a report from a driver who said his car had been hit by a white jeep or similar vehicle in the parking area by SMS.
article_dagur_translated
Stutt fyri klokkan 18 í gjár fekk løgreglan eina fráboðan frá einum bilførara, sum segði, at bilur hansara varð blivin árendur av einum hvítum jeepi ella líknandi bili á parkeringsøkinum við SMS.
It is not certain that the driver noticed the accident, but the police would like to hear from the owner.
article_dagur_translated
Tað er ikki vist, at bilførararin varnaðist óhappið, men løgreglan vil fegin hoyra frá eigaranum
This morning at 6:30 a report was made of an accident at the roundabout by Mylnan in Berjabrekka in Tórshavn.
article_dagur_translated
Í morgun klokkan 6.30 varð boðað frá einum óhappi við rundkoyringina við Mylnuni í Berjabrekku í Havn.
The person who reported it had only heard the accident but not seen it.
article_dagur_translated
Viðkomandi, sum boðaði frá hevði bert hoyrt men ikki sæð óhappið.
When the police arrived at the scene they could confirm that a car had driven onto the grass and hit a sign and a lamppost before driving off without reporting it.
article_dagur_translated
Tá løgreglan kom á staðið kundi staðfestast, at ein bilur hevði koyrt á grasinum og hevði rent á eitt skelti og ein lyktapela, áðrenn hann koyrdi av staðnum uttan at boða frá.
The police found some items from the car at the scene and can from them confirm that it was a silver-gray car or van.
article_dagur_translated
Løgreglan fann onkrar lutir frá bilinum á staðnum og kann útfrá teimum staðfesta, at talan er um silvurgráan bil ella vørubil.
If anyone has seen or heard anything, the police would like to hear from them.
article_dagur_translated
Um nakar hevur sæð ella hoyrt nakað, vil løgreglan fegin frætta frá teimum.
The police would also like to hear from the owner of the car.
article_dagur_translated
Eisini vil løgreglan fegin hoyra frá eigaranum av bilinum.
The ownership group of Wenzel has become larger.
article_dagur_translated
Eigaraskarin hjá Wenzel er blivin størri.
Gunnar Nielsen and Martin Skúvadal have bought into the company.
article_dagur_translated
Gunnar Nielsen og Martin Skúvadal hava keypt seg inn í fyritøkuna.
Gunnar Nielsen works as sales manager in the department on Stiðjagøta and Martin Skúvadal is chief financial officer.
article_dagur_translated
Gunnar Nielsen arbeiðir sum søluleiðari í deildini í Stiðjagøtu og Martin Skúvadal er fíggjarstjóri.
Both of them are added to the existing ownership group, in which Rúni Djurhuus owns the largest part.
article_dagur_translated
Teir báðir koma afturat verandi eigaraskara, har Rúni Djurhuus eigur størsta partin.
It was around the turn of the year 2018/2019 that Rúni Djurhuus, together with others, bought P/F Wenzel from Gunnar Justinussen.
article_dagur_translated
Tað var um ársskiftið 2018/2019, at Rúni Djurhuus saman við øðrum keypti P/F Wenzel frá Gunnari Justinussen.
On Saturday morning a traffic accident was reported at the roundabout by Mylnan in Berjabrekka in Tórshavn, where a car had crashed into a sign and a lamppost and left without reporting it.
article_dagur_translated
Leygarmorgunin varð boðað frá einum ferðsluóhappi við rundkoyringina við Mylnuni í Berjabrekku í Havn, har ein bilur hevði rent á eitt skelti og ein lyktapela uttan at boða frá.
The police found parts of the car at the scene and could from this confirm that it was a silver-gray vehicle.
article_dagur_translated
Løgreglan fann lutir av bilinum á staðnum og kundi útfrá hesum staðfesta, at talan var um ein silvurgráan bil.
The police searched in connection with this for the driver who had crashed, and now a person has been charged in the case.
article_dagur_translated
Løgreglan sóknaðist í hesum sambandi eftir bilføraranum, sum hevði rent á, og nú er ein persónur skuldsettur í málinum.
The individual is charged with drunk driving.
article_dagur_translated
Viðkomandi er skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring.
People connected to the car contacted the police, and around midday the driver was found and charged, says the duty officer at the police station in Tórshavn.
article_dagur_translated
Fólk, sum høvdu tilknýti til bilin, settu seg í samband við løgregluna, og um middagsleitið varð bilførarin funnin og skuldsettur, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.
In connection with a traffic accident, the rule is that if you are found intoxicated within six hours after an accident, the blood alcohol level you are measured with is the one that applies.
article_dagur_translated
Í sambandi við einum ferðsluóhappi er tað soleiðis, at verður tú funnin rúsaður innan seks tímar eftir eitt óhapp, verður tað tann promillan, sum tú verður tikin við, sum er galdandi.
However, this driver was not the only one charged with driving under the influence in the last 24 hours.
article_dagur_translated
Hesin bilførarin var tó ikki tann einasti, sum er skuldsettur fyri at koyra ávirkaður seinasta samdøgrið.
Shortly before midnight a driver in Tvøroyri was arrested for driving under the influence of alcohol, and shortly before two o'clock last night a driver in Tórshavn was also arrested for driving under the influence of drugs.
article_dagur_translated
Beint fyri midnátt varð ein bilførari á Tvøroyri tikin fyri at koyra ávirkaður av rúsdrekka, og beint fyri klokkan tvey í nátt varð ein bilførari í Havn eisini tikin fyri at koyra ávirkaður av rúsevnum.
For almost 30 years Faroese people have gathered for the Faroese Christmas service in Oslo, and this afternoon the annual Faroese Christmas service is on the schedule again.
article_dagur_translated
Í skjótt 30 ár hava føroyingar hitst til føroyska jólagudstænastu í Oslo, og seinnapartin í dag verður árliga føroyska jólagudstænastan aftur á skránni.
The service, which is organized by the association Norsk-færøysk lag, will be at 5 PM in the English church, St Edmund's Church at Møllgata 30 in Oslo.
article_dagur_translated
Gudstænastan, sum felagið Norsk-færøysk lag skipar fyri, verður klokkan 17 í ensku kirkjuni, St Edmund's Church í Møllgata 30 í Oslo.
Samuel Jacob Joensen will give the Christmas sermon, and Jákup Thomsen will play the organ.
article_dagur_translated
Samuel Jacob Joensen heldur jólatalu, og Jákup Thomsen spælir orgul.
There will be church coffee in the church basement after the service.
article_dagur_translated
Kirkjukaffi verður í kirkjukjallaranum eftir gudstænastuna.
The American aid organization World Central Kitchen (WCK) has decided temporarily to suspend its work in Gaza after three of the organization's staff were killed in an Israeli attack.
article_dagur_translated
Amerikanski hjálparfelagsskapurin World Central Kitchen (WCK) hevur tikið avgerð um fyribils at niðurleggja arbeiði sítt í Gaza, eftir at trý starvsfólk hjá felagsskapinum vórðu dripin í einum ísraelskum álopi.
The staff were in a vehicle that was struck by an Israeli airstrike in Khan Younis.
article_dagur_translated
Starvsfólkini vóru í einum bili, sum varð rakt av einum ísraelskum loftálopi í Khan Younis.
A staff member of the organization Red Barnet was also killed in an attack in the Gaza Strip, the organization reports.
article_dagur_translated
Eitt starvsfólk hjá felagsskapinum Red Barnet varð eisini dripin í einum álopi í Gazageiranum, boðar felagsskapurin frá.
It was a Palestinian man who was killed in Khan Younis on Saturday.
article_dagur_translated
Talan var um ein palestinskan mann, sum varð dripin í Khan Younis leygardagin.
The Israeli military has confirmed that a Palestinian staff member of WCK lost their life in an attack.
article_dagur_translated
Ísraelski herurin hevur váttað, at eitt palestinskt starvsfólk hjá WCK hevur latið lív í einum álopi.
According to the military, it involved a "perpetrator" who had participated in Hamas's attack on Israel on October 7 last year.
article_dagur_translated
Sambært herinum var talan um eitt "yvirgangsfólk" sum hevði luttikið í álopinum hjá Hamas á Ísrael 7. oktober í fjør.
WCK, however, says it does not know of any of the staff killed in the attack having any connection to Hamas's attack.
article_dagur_translated
WCK sigur seg tó ikki vita nakað um, at nakar av starvsfólkunum, sum lótu lív í álopinum, høvdu samband við álopið hjá Hamas.
According to a spokesperson for the organization, the vehicle was clearly marked with WCK's logo.
article_dagur_translated
Sambært talsfólki hjá felagsskapinum var bilurin týðiliga merktur við búmerkinum hjá WCK.
The Israeli military, on the other hand, says there was no logo on the vehicle and that it was traveling on a route not intended for aid delivery.
article_dagur_translated
Ísraelski herurin sigur hinvegin, at einki búmerki var á bilinum, og at hann koyrdi á einari leið, sum ikki var ætlað til flutning av neyðhjálp.
At least 337 staff members of the UN and aid organizations have been killed in the Gaza Strip since October 2023.
article_dagur_translated
Í minsta lagi 337 starvsfólk hjá ST og hjálaprfelagsskapum hava latið lív í Gazageiranum síðan oktober 2023.
In April, seven WCK staff were killed in another Israeli attack, which also led the organization to suspend operations for several weeks.
article_dagur_translated
Í apríl vórðu sjey starvsfólk hjá WCK dripin í einum øðrum ísraelskum álopi, og tað fekk eisini felagsskapin at niðurleggja arbeiðið í nakrar vikur.
This morning 11 civilians were killed in a Turkish attack in a Kurdish area in northern Syria, Sohr, an organization that aims to document human rights violations in Syria, reports.
article_dagur_translated
Í morgun hava 11 sivilfólk latið lív í einum turkiskum álopi í einum kurdiskum øki í Norðursýria, upplýsir Sohr, ein stovnur, sum hevur til endamáls at skráseta mannarættindabrot í Sýria.
According to Sohr, all 11 were from the same family.
article_dagur_translated
Sambært Sohr vóru øll 11 úr somu familju.