en stringlengths 1 10.6k | source stringclasses 4
values | fo stringlengths 1 10.3k |
|---|---|---|
He is director of Christian í Grótinum, which is an investor and is putting 50 million kroner of equity into the company. | article_dagur_translated | Hann er stjóri í Christian í Grótinum, sum er íleggjari og setur 50 milliónir krónur av partapeningi í felagið. |
The total construction cost is estimated at around 150 million kroner, and Gist&Vist is planned to operate the hotel in Klaksvík. | article_dagur_translated | Samlaði byggikostnaðurin er mettur til umleið kr 150 milliónir krónur, og tað verður eftir ætlan Gist&Vist, sum skal reka hotellið í Klaksvík. |
At the moment there is a lot of activity on the construction work. | article_dagur_translated | Í løtuni er nógv gongd á byggiarbeiðnum. |
The lodging house in Klaksvík has not yet received a final name, but the working title for the project is BISK hotel. | article_dagur_translated | Gistingarhúsið í Klaksvík hevur ikki endaliga fingið navn, men srbeiðsheitið fyri verkætlanina er BISK hotel. |
It is not possible to say definitively, but the plan is for the lodging house to be completed in December 2025 — in about a year. | article_dagur_translated | Tað ber ikki til at siga endaliga, men eftir ætlan verður gistingarhúsið liðugt í desember 2025 - um eitt ár. |
And guests will be received shortly after that. | article_dagur_translated | Og tikið verður móti gestum stutt eftir tað. |
Tourism is of great importance to the Faroe Islands and the Northern Isles are well visited, with many good and exciting offers for visitors. | article_dagur_translated | Ferðavinnan hevur stóran týdning fyri Føroyar og eru Norðoyggjar væl vitjaðar við nógvum góðum og spennandi tilboðum til tey vitjandi. |
The town center in Klaksvík has developed a great deal in recent years and now a new and large cultural center has opened. | article_dagur_translated | Miðbýurin í Klaksvík hevur ment seg nógv seinnu árini og nú er eitt nýtt og stórt mentanarhús latið upp. |
As a natural part of this development, the investor considers this the right moment to build a good hotel in Klaksvík to serve visitors to the northern part of the Faroe Islands, it says. | article_dagur_translated | Sum ein natúrligur liður í hesi gongd metir íleggjarin, at løtan er tann rætta at byggja eitt gott hotel í Klaksvík at tæna teimum vitjandi í norðari parti av Føroyum, stendur á |
Ósbjørn Jacobsen Architects have designed the hotel. | article_dagur_translated | Tað eru Ósbjørn Jacobsen Arkitektar, sum hava teknað hotellið. |
It will be situated just north of Biskupstorg facing Vágni — with good views in all directions. | article_dagur_translated | Tað verður staðsett beint norðanfyri Biskupstorg út móti Vágni - við góðum útsýni í allar ættir. |
The hotel will be a four-star hotel with 83 rooms, three meeting rooms and a banquet hall for 300 people. | article_dagur_translated | Hotellið verður eitt fýra-stjørna hotell, sum hevur 83 kømir, trý fundarhøli og eitt veitsluhøli til 300 fólk. |
In addition, there will be a restaurant and a café/bar. | article_dagur_translated | Umpframt hetta verður ein matstova og ein kafe/barr. |
Every year since 1927 the major American magazine has chosen the "Person of the Year". | article_dagur_translated | Á hvørjum ári síðani 1927 hevur stóra amerikanska blaðið kosið "Ársins persón". |
Previously the title was "Man of the Year", but now it is "Person of the Year". | article_dagur_translated | Fyrr var heitið "Man of the Year", men nú er tað "Person of the Year". |
It is not necessary to be considered the "best person" to be named Person of the Year. | article_dagur_translated | Tað er ikki neyðugt at kunna verða skýrdur "besti persónurin" fyri at verða skýrdur ársins persónur. |
Time selects a person—or a movement—that has most influenced the events of the past year. | article_dagur_translated | Time velur ein persón - ella eina rørslu - sum í størstan mun hava ávirka hendingarnar í farna árinum. |
Barack Obama, Mark Zuckerberg, Angela Merkel, the Pope, Greta Thunberg, Volodymyr Zelensky and Taylor Swift are among those who have received the title in recent times. | article_dagur_translated | Barack Obama, Mark Zuckerberg, Angela Merkel Frants pávi, Greta Thunberg Volodymyr Zelensky og Taylor Swift eru millum tey, sum hava fingið heitið í nýgjari tíð. |
Donald Trump received it in 2016—and has now regained it. | article_dagur_translated | Donald Trump fekk tað í 2016 - og hevur nú endurvunnið tað. |
Time's editor-in-chief, Sam Jacobs, writes that the incoming American president has led a "historic reversal" and a "once-in-a-generation political realignment"—which has changed the American presidency and the role of the USA in the world. | article_dagur_translated | Høvuðsredaktøurirn á Time, Sam Jacobs, skrivar, at komandi amerikanski forsetin hevur staðið fyri einari "søguligari afturvendan" og einari " once-in-a-generation politiskari endurskipan" - sum hevur broytt amerikanska forsetaembæti og leiklutin hjá USA í heiminum. |
Donald Trump's rival in the presidential election, Kamala Harris, and one of his biggest supporters, Elon Musk, were also among those Time considered for the honor. | article_dagur_translated | Kappingarneytin hjá Donald Trump í forsetavalinum, Kamala Harris, og ein av hansara allarstørstu stuðlum, Elon Musk, vóru eisini millum tey, sum Time umhugsaði til heiðurin. |
We have now heard from the captain and crew aboard the Christmas ship. | article_dagur_translated | Nú hava vit frætt frá skipara og manning umborð á jólaskipinum. |
They announce that the Christmas ship will berth at the boat harbor in Runavík on Saturday, December 14 at 16:30. | article_dagur_translated | Teir boða frá, at Jólaskipið leggur at við bátahylin í Runavík leygardagin 14. desember klokkan 16:30. |
Together with the Santas, the route goes from the harbor area down to the Christmas Village at Løkin. | article_dagur_translated | Saman við jólamonnunum gongur leiðin frá havnalagnum niðan til Jólabýlingin við Løkin. |
The area is decorated with lights and small Christmas ornaments. | article_dagur_translated | Økið er prýtt við perum og smáu jólasmáttunum. |
A stage is set up nearby where the Santas and the elf girls will perform. | article_dagur_translated | Ein pallur er uppsettur nærindis, har jólamenninir og nissugenturnar fara at framføra. |
In addition to cocoa and buns, the Santas also offer something nice for the children. | article_dagur_translated | Umframt kakao og bollar bjóða jólamenninir eisini okkurt gott til børnini. |
There are several parking spaces in the area, but because a large event is taking place in Løkshøll, there will likely be no available parking spaces at the school. | article_dagur_translated | Fleiri parkeringspláss eru í økinum, men av tí at eitt stórt tiltak er í Løkshøll, verða helst ongi tøk parkeringspláss við skúlan. |
Most shops in the area are open until 20:00. | article_dagur_translated | Flestu handlar í økinum hava opið til klokkan 20. |
There has been some commotion about the dismissed director of Kringvarp Føroya, Ivan Niclasen, but now the broadcasting board has made a departure agreement with Ivan Niclasen. | article_dagur_translated | Tað hevur verið nakað av ruðulleika um frákoyrda stjóran í Kringvarpi Føroya, Ivan Niclasen, men nú hevur kringvarpsstýrið gjørt fráfaringaravtalu við Ivan Niclassen. |
Ivan Niclasen will be an adviser to the management of the institution for the coming months, and will then return to work as programming staff, from which he has been on leave. | article_dagur_translated | Ivan Niclasen verður næstu mánaðirnar ráðgevi hjá leiðsluni á stovninum, og fer síðani aftur í starv sum programmfólk, haðani hann hevur verið í farloyvi. |
It was at the end of November that the matter came to light that a citizen had escaped paying the broadcasting fee. | article_dagur_translated | Tað var síðst í november, at málið kom fram, at ein borgari var sloppin undan at rinda kringvarpsgjald. |
This was despite the broadcasting law stating that everyone who is 24 years or older and tax liable in the Faroe Islands must pay the broadcasting fee. | article_dagur_translated | Hetta hóast kringvarpslógin sigur, at øll sum eru 24 ár ella eldri og eru skattskyldug í Føroyum, skulu rinda kringvarpsgjald. |
This led the broadcasting board to send Ivan Niclasen home. | article_dagur_translated | Hetta førdi til at kringvarpsstýrið koyrdi Ivan Niclasen til hús. |
The broadcasting board has had a good working relationship with Ivan Niclasen in recent years. | article_dagur_translated | Kringvarpsstýrið hevur havt eitt gott samstarv við Ivan Niclasen seinastu árini. |
This was the reason the board in 2023 extended Ivan Niclasen's contract by two years. | article_dagur_translated | Hetta var orsøkin til, at stýrið í 2023 longdi sáttmálan við Ivan Niclasen við tveimum árum. |
Therefore all board members greatly regretted the issue of exemption from the broadcasting fee that surfaced at the end of November. | article_dagur_translated | Tí harmaðust allir stýrislimirnir stórliga um málið um frítøku av kringvarpsgjaldi, sum kom undan kavi síðst í november. |
After thoroughly examining the matter, the board decided to end the cooperation with the director of broadcasting. | article_dagur_translated | Eftir at hava sett seg væl inn í málið, gjørdi stýrið av at enda samstarvið við kringvarpsstjóran. |
A separation agreement has now been made, which both parties are satisfied with. | article_dagur_translated | Nú er fráfaringaravtala gjørd, sum báðir partar eru væl nøgdir við. |
The board made a decision that primarily takes into account the broadcasting law, which states that everyone who has reached the age of 24 and is tax liable in the Faroe Islands must pay the broadcasting fee. | article_dagur_translated | Stýrið tók eina avgerð, sum fyrst og fremst tekur hædd fyri kringvarpslógini, har tað stendur, at øll, sum hava fylt 24 ár og sum eru skattskyldug í Føroyum, skulu rinda kringvarpsgjald. |
The board's task, on behalf of the political system, is to ensure that Kringvarp complies with the broadcasting law. | article_dagur_translated | Stýrið hevur til uppgávu vegna politisku skipanina at tryggja, at Kringvarpið heldur kringvarpslógina. |
The decision was also made with regard to the Faroese paying public, the institution's credibility and operational capability, and to set an example so that in the future it will not be possible to avoid paying the broadcasting fee by threats. | article_dagur_translated | Avgerðin var eisini tikin við atliti at føroyska kringvarpsgjaldaranum, trúvirðinum og virkisførinum hjá stovninum og fyri at seta fordømi fyri, at tað í framtíðini ikki skal bera til at hótta seg til at sleppa frá at rinda kringvarpsgjald. |
On the same day the matter emerged, November 27, 2024, the board chairman announced that the decision to exempt the citizen from the broadcasting fee should be annulled. | article_dagur_translated | Sama dag sum málið kom fram, tann 27. november 2024, gav stýrisformaðurin boð um, at avgerðin um at frítaka viðkomandi borgara fyri kringvarpsgjald, skuldi ógildast. |
Messages were suddenly sent to Taks about this. | article_dagur_translated | Boð vóru send til Taks um hetta alt fyri eitt. |
The employees at Kringvarp will lose Ivan Niclasen as director, but they will get him back as a colleague. | article_dagur_translated | Starvsfólkini í Kringvarpinum missa Ivan Niclasen sum stjóra, men tey fáa hann aftur sum starvsfelaga. |
Ivan Niclasen has many years of experience, first at Sjónvarp Føroya from 1992 and later at the merged institution Kringvarp Føroya, where he has served as director since 2018. | article_dagur_translated | Ivan Niclasen hevur nógv ár á baki, fyrst í Sjónvarpi Føroya frá 1992 og seinni í samanlagda stovninum Kringvarpi Føroya, har hann hevur virkað sum stjóri frá 2018. |
Ivan Niclasen will be available as an adviser to the upcoming broadcasting management, which will undoubtedly gain great benefit from this. | article_dagur_translated | Ivan Niclasen verður til taks sum ráðgevi hjá komandi kringvarpsleiðslu, sum uttan iva fær stóran ágóða av hesum. |
The police were summoned at around 2 o'clock last night when a passenger refused to pay for a taxi ride. | article_dagur_translated | Løgreglan varð boðsend um 2 tíðina í nátt, tá ein kundi ikki vildi rinda fyri ein túr við hýruvogni. |
He was unhappy with the price and some arguing resulted from this. | article_dagur_translated | Hann var ónøgdur við prísin og nakað av øsing stóðst av hesum. |
It is reported that this took place in the capital area. | article_dagur_translated | Upplýst verður, at hetta var í høvuðsstaðarøkinum. |
The police arrived on the scene and this taxi passenger is being charged with violating public order regulations. | article_dagur_translated | Løgreglan kom á staðið og hesin hýruvognskundin verður skuldsettur fyri brot á skilhaldsreglurnar. |
The interest in making Faroese games began way back in 2000 when we played many different board games, says Ólavur Larsen from Hugnaløtur. | article_dagur_translated | Áhugin fyri at gera føroysk spøl byrjaði langt afturi í 2000 tá vit spældu nógv ymisk borðspøl, sigur Ólavur Larsen frá Hugnaløtum. |
This year another Bezzerwizzer game was released with 2,940 new questions and there was also a requirement to make the game itself more environmentally friendly, but it is not only Bezzerwizzer that Hugnaløtur have released this year; there are also Brainstorm games intended for children aged 3–14. | article_dagur_translated | Í ár er enn eitt Bezzerwizzer spæl komið út við 2.940 nýggjum spurningum og so var eisini krav um at fáa spælið sjálvt meira umhvørvisvinarligt men tað er ikki bert Bezzerwizzer, sum Hugnaløtur hava latið úr hondum í ár, men eisini Brainstorm spøl, sum eru ætlaði børnum í aldrinum 3-14 ár. |
There are three different games. | article_dagur_translated | Har eru trý ymisk spøl. |
When this holiday is over and we enter the new year, we will see what we will get started on, says Ólavur Larsen, who together with his brother Birgir and their cousin Teitur Joensen created the questions for Bezzerwizzer. | article_dagur_translated | Tá hendan høgtíðin er farin og vit koma inn í nýggja árið, so fáa vit at síggja hvat vit fara í holt við sigur Ólavur Larsen, sum saman við beiggja sínum Birgari og systkinabarninum Teitur Joensen, hava gjørt spurningarnar til Bezzerwizzer. |
Yesterday the police were out checking traffic, and in this connection several drivers were caught driving faster than allowed, the shift leader at the police station in Tórshavn said. | article_dagur_translated | Í gjár var løgreglan úti og kannaði ferðsluna, og í hesum sambandi vórðu fleiri bilførarar tiknir fyri at koyra skjótari, enn loyvt er, upplýsir vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn. |
In the morning just before 10 o'clock checks were carried out north of the Kollafjørður tunnel, and four cases were recorded then. | article_dagur_translated | Um morgunin stutt fyri klokkan 10 vórðu kanningar gjørdar norðanfyri kollafjarðartunnilin, og tá vórðu fýra mál skrivað. |
Two drivers drove at 101 kilometres per hour, and another drove at 102, which results in a fine (point/penalty). | article_dagur_translated | Tveir bilførarar koyrdu 101 kilometur um tíman, og ein annar koyrdi 102, og tað gevur klipp. |
The fourth driver who was caught was driving as much as 121 kilometres per hour, which leads to a suspended revocation of the driving licence. | article_dagur_translated | Fjórði bilførarin, sum varð tikin, koyrdi heilar 121 kilometrar um tíman, og tað gevur eina treytaða frádøming av koyrikortinum. |
In the evening, at 19:30, checks were carried out in Millum Fjarða, where one driver was penalised for driving 112 kilometres per hour and another for driving 108 kilometres per hour. | article_dagur_translated | Um kvøldið, um klokkan 19.30, vórðu kanningar gjørdar Millum Fjarða, og har fekk ein bilførari klipp fyri at koyra 112 kilometrar um tíman, og ein fekk klipp fyri at koyra 108 kilometrar um tíman. |
The police also stopped cars during the night, and in this connection a driver in Tórshavn was charged with driving under the influence of substances other than intoxicants. | article_dagur_translated | Løgreglan hevur eisini steðgað bilum í nátt, og í hesum sambandi varð ein bilførari í Havn skuldsettur fyri at koyra ávirkaður av øðrum enn rúsevnum. |
He was stopped at 4:30 this morning. | article_dagur_translated | Hann varð tikin klokkan 4.30 í nátt. |
A blood test has been taken, and the results are now awaited. | article_dagur_translated | Blóðroynd er tikin, og bíðað verður nú eftir úrslitinum. |
Last week it did not succeed, but today a majority in the South Korean National Assembly approved filing impeachment charges against the president, Yoon Suk-yeol. | article_dagur_translated | Í farnu viku eydnaðist tað ikki, men í dag samtykti ein meiriluti í suðurkoreanska tjóðartinginum at reisa ríkisrættarmál móti forsetanum, Yoon Suk-yeol. |
The president has now been sent home until the Constitutional Court in the country has decided whether he should be removed from office or not. | article_dagur_translated | Forsetin er nú sendur til hús, inntil stýrisskipanardómstólurin í landinum hevur tikið avgerð um, hvørt hann skal koyrast frá sum forseti ella ikki. |
If he is to be removed, the support of six out of nine judges is required. | article_dagur_translated | Skal hann koyrast frá, krevst undirtøka frá seks av níggju dómarum. |
Han Duck-soo, the prime minister, is acting president, writes Reuters. | article_dagur_translated | Han Duck-soo, forsætisráðharri, er virkandi forseti, skrivar Reuters. |
Last Saturday the South Korean National Assembly failed to gather a majority to file impeachment charges against the president. | article_dagur_translated | Leygardagin í farnu viku eydnaðist tað ikki suðurkoreanska tjóðartinginum at savna ein meiriluta fyri at reisa ríkisrættarmál móti forsetanum. |
The reason was that almost all members of the conservative ruling party PPP left the assembly hall before the vote. | article_dagur_translated | Orsøkin var, at nærum allir limir í konservativa stjórnarflokkinum PPP fóru úr tingsalinum undan atkvøðugreiðsluni. |
But today it succeeded, when 204 of 300 National Assembly members voted in favor. | article_dagur_translated | Men í dag eydnaðist tað, tá 204 av 300 tjóðartingslimum atkvøddu fyri. |
Eighty-five voted against, three abstained, and eight votes were invalidated. | article_dagur_translated | 85 atkvøddu ímóti, trý atkvøddu ikki, og átta atkvøður vórðu ógildaðar. |
Twelve members of the ruling party voted with the opposition, which has 192 seats in the National Assembly. | article_dagur_translated | 12 limir í stjórnarflokkinum atkvøddu saman við andstøðuni, sum hevur 192 umboð í tjóðartinginum. |
The reason an impeachment was brought against Yoon Suk-yeol is that on December 3 he declared a martial state of emergency in the country. | article_dagur_translated | Orsøkin til, at ríkisrættarmál varð reist móti Yoon Suk-yeol er, at hann 3. desember lýsti hernaðarliga undantaksstøðu í landinum. |
The state of emergency was, however, revoked a few hours later after 190 members of the National Assembly succeeded in a vote to stop the emergency. | article_dagur_translated | Undantaksstøðan varð tó sett úr gildi aftur nakrar tímar seinni, eftir at tað eydnaðist 190 tjóðartingslimum við atkvøðugreiðslu at steðga undantaksstøðuni. |
If the president is removed, a presidential election must be held within 60 days. | article_dagur_translated | Verður forsetin koyrdur frá, skal forsetaval vera innan 60 dagar. |
The Health Authority received a new website yesterday. | article_dagur_translated | Heilsustýrið fekk í gjár nýggja heimasíðu. |
The Health Authority's mission is to promote the health of everyone in the Faroe Islands, and therefore the website is broadly aimed at all Faroese people. | article_dagur_translated | Stavnhaldið hjá Heilsustýrinum er at fremja heilsuna hjá øllum í Føroyum, og tí vendir heimasíðan sær breitt til allar føroyingar. |
The main purpose of the new website is to provide news, information, guidance, recommendations, data, and statistics about health issues in the Faroe Islands. | article_dagur_translated | Høvuðsendamálið við nýggju heimasíðuni er at veita tíðindi, kunning, vegleiðing, tilmæli, dátur og hagtøl um heilsuviðurskifti í Føroyum. |
The aim is for the website to be the primary platform Faroese people turn to for up-to-date and reliable knowledge about health matters in the Faroe Islands. | article_dagur_translated | Málið er, at heimasíðan skal vera fremsti pallurin, føroyingar leita sær til fyri at fáa dagførda og álitandi vitan um heilsuviðurskifti í Føroyum. |
Overall, the website is organized into two main categories: Citizen and Professionals. | article_dagur_translated | Yvirskipað er heimasíðan skipað í tveir høvuðsbólkar: Borgari og Fakfólk. |
It is aimed at those who, in their private lives, need knowledge about health. | article_dagur_translated | vendir sær til teirra, sum í sínum privatlívi hava tørv á vitan um heilsu. |
It is aimed at those who, in connection with their work/activities, need knowledge about health. | article_dagur_translated | vendir sær til teirra, sum í sambandi við sítt starv/virki hava tørv á vitan um heilsu. |
At the same time as the new website has become public, the Health Authority has received a new graphic identity. | article_dagur_translated | Samstundis sum nýggja heimasíðan er vorðin almenn, hevur Heilsustýrið fingið nýggjan grafiskan samleika. |
The new logo represents an "H", but is also constructed in a way that reflects the activities of the Health Authority. | article_dagur_translated | Nýggja búmerkið ímyndar eitt ”H”, men er samstundis bygt soleiðis, at tað speglar virksemið hjá Heilsustýrinum. |
The H is built from bars that can represent, for example, statistics, data, people, facilities, and research, all of which form the foundation for the institution's activities. | article_dagur_translated | H’ið er bygt av stabbum, sum kunnu ímynda eitt nú hagtøl, dátur, menniskju, ílegur og gransking, sum alt er grundarlag fyri virkseminum hjá stovninum. |
It is the communications company Sansir that has been responsible for developing the new website and the new identity. | article_dagur_translated | Tað er samskiftisfyritøkan Sansir, sum hava staðið fyri at menna nýggju heimasíðuna og nýggja samleikan. |
The Health Authority organizes the healthcare sector in the Faroe Islands and provides research-based advice grounded in Faroese health and social conditions. | article_dagur_translated | Heilsustýrið skipar heilsufakliga økið í Føroyum og veitir granskingargrundaða ráðgeving við støði í føroyskum heilsu- og samfelagsviðurskiftum. |
The goal is to gain an overview, knowledge, and to build a foundation for health-promoting measures. | article_dagur_translated | Málið er at fáa yvirlit, kunnleika og byggja upp eitt grundarlag fyri heilsufremjandi átøkum. |
The Health Authority manages preparedness in the Faroese healthcare system and issues guidelines for health legislation and recommendations to authorities and institutions. | article_dagur_translated | Heilsustýrið umsitur tilbúgvingina í føroyska heilsuverkinum og ger vegleiðingar til heilsulógagávu og tilmæli til myndugleikar og stovnar. |
Tonight and the night after there is an opportunity to hear an exciting lecture in words and music by Rana Nolsøe about the pilgrimage he made to America, where the purpose was to search back for the music that arose among the enslaved people and culminated with Elvis Presley. | article_dagur_translated | Í kvøld og í annaðkvøld er møguleiki at hoyra spannandi fyrilestur í orðum og tónum hjá Rana Nolsøe um pílagrímsferðina, hann hevur verið í Amerika, har endamálið var at leita aftur til tónleikin, sum tók seg upp millum trælirnar og toppaði við Elvis Presley. |
Afterwards the music swept over the Faroe Islands via Radio Luxembourg, awakened the youth, and created the explosive scene in Vágur, the idols in Tórshavn and the stir at Hans's kiosk in Klaksvík, when a strong current was applied to the music. | article_dagur_translated | Síðan skolaði tónleikurin yvir Føroyar gjøgnum Radio Luxembourg, vakti ungdómin til lívs, og skapti eksplosivu undirtøkuna í Vági, idolini í Havn og skelkin við kioskina hjá Hans í Klaksvík, tá harður streymur varð settur á tónleikin. |
The first event will be at Varpin in Klaksvík tonight and the second at Perlan in Tórshavn the night after. | article_dagur_translated | Fyrra tiltakið verður í Varpinum í Klaksvík í kvøld og tað seinna í Perluni í Havn í annaðkvøld. |
The evening of lecture and music is being held in connection with the trip to the USA and the new book 'Finally - rock music has come to Klaksvík', which will be presented on 29 March 2025. | article_dagur_translated | Kvøldið við fyrilestri og tónleiki verður hildið í sambandi við ferðina til USA og nýggju bókina 'Endiliga - rokk tónleikurin er komin til Klaksvíkar', sum verður løgd fram tann 29. mars í 2025. |
Tickets at Atgongumerki.fo | article_dagur_translated | Atgongumerki á Atgongumerki.fo |
The party of the South Korean president now agrees that the president should resign. | article_dagur_translated | Flokkurin hjá suðurkoreanska forsetanum tekur nú undir við, at forsetin eigur at leggja frá sær. |
Preferably immediately. | article_dagur_translated | Helst í stundini. |
The party now supports a proposal to put the president on trial in an impeachment proceeding. | article_dagur_translated | Flokkurin stuðlar nú einum uppskoti um at seta forsetan fyri ein ríkisrætt. |
The president himself, Yoon Suk-yeol, believes that his decision last week to impose a military state of emergency does not make him unfit to continue in the presidency. | article_dagur_translated | Sjálvur heldur forsetin, Yoon Suk-yeol, at avgerð hansara um at seta hernaðaliga undantaksstøðu í gildi í farnu viku ikki ger hann óegnaðan til at halda fram í forsetaembætinum. |
Last night local time the president gave a televised speech in which he said he was determined to go through a possible impeachment process. | article_dagur_translated | Í nátt okkara tíð helt forsetin eina sjónvarpsrøðu, har hann segði, at hann er sinnaður til at fara ígjøgnum eitt møguligt ríkisrættarmál. |
“I intend to fight to the end together with the people,” he said. | article_dagur_translated | - Eg ætli mær at stríðast til tað síðsta saman við fólkinum, segði hann. |
Subsets and Splits
No community queries yet
The top public SQL queries from the community will appear here once available.