en
stringlengths
1
10.6k
source
stringclasses
4 values
fo
stringlengths
1
10.3k
2003: Tróndur Bogason, composer, 60,000 DKK.
article_dagur_translated
2003: Tróndur Bogason, tónasmiður, 60.000 kr
2002: Andrass Olsen, musician, 60,000 DKK; Teitur Árnason, film director, 25,000 DKK; and Petur Elias Askham Guttesen, writer, 25,000 DKK.
article_dagur_translated
2002: Andrass Olsen, tónleikari, 60.000 kr, Teitur Árnason, filmsleikstjóri, 25.000 kr og Petur Elias Askham Guttesen, rithøvundi, 25.000 kr
2001: Rannvá Kunoy, artist, 60,000 DKK.
article_dagur_translated
2001: Rannvá Kunoy, listakvinna 60.000 kr
Yesterday the American president, Donald Trump, signed a measure that will impose tariffs on goods from Mexico, Canada, and China.
article_dagur_translated
Í gjár undirskrivaði amerikanski forsetin, Donald Trump eina løgskipan, sum fer at leggja toll á vørur úr Meksiko, Kanada og Kina.
This is expected to take effect on Tuesday, February 4.
article_dagur_translated
Hetta fer væntandi í gildi týsdagin 4. februar.
A 25 percent tariff will be imposed on nearly all goods from Mexico and Canada, while 10 percent will be imposed on all goods from China.
article_dagur_translated
Tollur á 25 prosent verður lagdur á nærum allar vørur úr Meksiko og Kanada, meðan 10 prosent verður lagt á allar vørur úr Kina.
Ten percent will also be imposed on oil from Canada.
article_dagur_translated
10 prosent verða eisini lagt á olju úr Kanada.
Trump had previously announced the decision to place tariffs on goods from the three largest trading partners of the USA.
article_dagur_translated
Trump hevði frammanundan boðað frá avgerðini um at leggja toll á vørur hjá trimum teimum størstu handilsfelagunum hjá USA.
The justification is that, according to the American president, Canada and Mexico contribute to a public health crisis and an immigration crisis in the USA because too many migrants from Mexico enter the USA illegally, and because too large quantities of the pain-relieving substance fentanyl are entering the American m...
article_dagur_translated
Grundgevingin er, at Kanada og Meksiko sambært amerikanska forsetanum viðvirka til eina heilsukreppu og tilflytarakreppu í USA, tí at ov nógvir tilflytarar úr Meksiko koma inn í USA ólógliga, umframt at ov stórar nøgdir av pínustillandi evninum fentanyl koma inn á amerikanska marknaðin úr hesum londum.
Each year thousands of Americans die from fentanyl misuse.
article_dagur_translated
Á hvørjum ári doyggja túsundatals amerikanarar av fentanylmisnýtslu.
According to Ritzau, Trump has also threatened to impose tariffs on goods from the EU.
article_dagur_translated
Sambært Ritzau hevur Tump eisini hótt við at leggja toll á vørur úr ES.
Again this year the Readers' Prize will be awarded by the Faroese libraries.
article_dagur_translated
Aftur í ár verður Lesaravirðislønin latin av føroysku bókasøvnunum.
The prize is 30,000 kroner, and the three works that are nominated this time are:
article_dagur_translated
Vinningurin er 30.000 krónur, og tey trý verkini, sum eru tilnevnd hesa ferð eru:
The Readers' Prize was awarded for the first time last year, and then the winner was Høgni Mohr with the book "Saga JAM."
article_dagur_translated
Lesaravirðislønin varð fyrstu ferð latin í fjør, og tá gjørdist vinnarin Høgni Mohr við bókini "Saga JAM".
It is the readers themselves who decide which book will win this year's Readers' Prize, and it is possible to vote now.
article_dagur_translated
Tað eru lesarnarnir sjálvir, sum gera av, hvør bók skal vinna ársins Lesaravirðisløn, og til ber at atkvøða nú.
You can vote and read more about the nominated works.
article_dagur_translated
Til ber at atkvøða og lesa meira um tilnevndu verkini
"The prize was established to draw attention to Faroese books that each year are most borrowed and read across the Faroese libraries, but also to give readers a voice and an opportunity to honor and celebrate the books that have been the year's most borrowed books," write the Faroese libraries.
article_dagur_translated
– Virðislønin er sett á stovn til tess at seta sjóneyku á føroyskar bøkur, sum á hvørjum ári verða mest læntar og lisnar runt um á teimum føroysku bókasøvnunum, men eisini fyri at geva lesarunum eina rødd og høvi at virðisløna og fagna teimum bókunum, sum hava verið ársins mest læntu bøkur, skriva føroysku bókasøvnini.
"The prize is special in that it is the readers themselves who decide who should receive the prize."
article_dagur_translated
– Virðislønin er serstøk á tann hátt, at tað eru lesararnir sjálvir, ið avgera, hvør skal hava virðislønina.
A prize committee, staffed by employees from Faroese libraries, nominates three works each year to be voted on.
article_dagur_translated
Ein virðislønarnevnd, sum er mannað av starvsfólki frá føroyskum bókasøvnum, tilnevnir á hvørjum ári trý verk at atkvøða um.
The nominations are based on lending statistics from all the Faroese public libraries, as well as statistics from the National Library.
article_dagur_translated
Tilnevningarnar byggja á útlánshagtøl hjá øllum føroysku fólkabókasøvnunum, umframt hagtøl hjá Landsbókasavninum.
The Readers' Prize 2025 will be awarded at a public reception in March.
article_dagur_translated
Lesaravirðislønin 2025 verður latin á almennari móttøku í mars.
On March 29 the annual meeting of the Faroese Pedagogical Association will be held at Hotel Føroyar, and when the deadline to stand for election expired at midnight yesterday, four candidates had announced that they wish to stand for the two board seats up for election, writes the Faroese Pedagogical Association in a p...
article_dagur_translated
29. mars verður aðalfundur hjá Føroya Pedagogfelag á Hotel Føroyum, og tá freistin at stilla upp var úti á midnátt í gjár, høvdu fýra valevni boðað frá, at tey ynskja at stilla upp til teir báðar nevndarsessirnar, sum standa fyri vali, skrivar Føroya Pedagogfelag í tíðindaskrivi.
These are the seats that Gunnvá Akraberg Hansen and Sæbjørn Johannesen have held, as their terms have now ended.
article_dagur_translated
Talan er um sessirnir, sum Gunnvá Akraberg Hansen og Sæbjørn Johannesen hava havt, tí teirra valskeið nú er lokið.
Four have put themselves forward for the two board seats, and they are: Gunnvá Akraberg Hansen, Hildibjarta Súnadóttir, Joan Heinesen, and Nikkil Heinesen.
article_dagur_translated
Fýra hava bjóðað seg fram til teir tveir nevndarsessirnir, og tey eru: Gunnvá Akraberg Hansen, Hildibjarta Súnadóttir, Joan Heinesen, og Nikkil Heinesen.
The two candidates who receive the most and the second-most votes will be elected for three years.
article_dagur_translated
Tey bæði valevnini, sum fáa flestar og næstfelstar atkvøður, verða vald fyri trý ár.
The other two will become alternates in order according to the number of votes.
article_dagur_translated
Hini bæði verða tiltakslimir í raðfylgju samsvarandi atkvøðutalinum.
In addition to the board election there will also be elections to the association's three councils: the Leadership Council, the Pedagogues' Council, and the Assistants' Council.
article_dagur_translated
Umframt nevndarval verður eisini val til tey trý ráðini í felagnum: Leiðararáðið, Námsfrøðingaráðið og Hjálparfólkaráðið.
Three candidates are standing for election in each council.
article_dagur_translated
Í øllum ráðunum standa trý fyri vali.
These have put themselves forward for the councils:
article_dagur_translated
Hesi bjóða seg fram til ráðini:
Leadership Council: Arna Silvurstein and Eyð Skúvadal Johannesen.
article_dagur_translated
Leiðararáðið: Arna Silvurstein, og Eyð Skúvadal Johannesen.
Pedagogues' Council: Dagny Miðskarð, Krista Hvannastein, and Majbritt Egholm.
article_dagur_translated
Námsfrøðingaráðið: Dagny Miðskarð, Krista Hvannastein, og Majbritt Egholm
Assistants' Council: No one has announced a candidacy.
article_dagur_translated
Hjálparfólkaráðið: Eingin hevur boðað frá uppstilling.
Rule changes at last year's annual meeting ensure that it is possible to nominate and elect up to three additional members at the annual meeting itself.
article_dagur_translated
Vidtøkubroytingar á aðalfundinum fyrraárið tryggja, at tað ber til at skjóta upp og velja upp til tríggjar eykalimir á sjálvum aðalfundinum.
This applies to elections for both the board and the councils.
article_dagur_translated
Hetta er galdandi fyri val til bæði nevnd og ráð.
Therefore attempts will be made to get people to stand for the councils where there are too few candidates at the annual meeting.
article_dagur_translated
Tí fer at verða roynt at fáa fólk at stilla upp til ráðini, har tað eru ov fá valevni á aðalfundinum.
All elections of the Pedagogical Association will be digital, writes the Faroese Pedagogical Association.
article_dagur_translated
Øll valini hjá Pedagogfelagnum verða talgild, skrivar Føroya Pedagogfelag.
At least four people were injured in an Israeli attack on a car in the middle of the Gaza Strip, local health workers report.
article_dagur_translated
Í minsta lagi fýra fólk vórðu særd í einum ísraelskum álopi móti einum bili mitt í Gazageiranum, upplýsa heilsustarvsfólk á staðnum.
The Israeli military confirms the attack and explains that the car, which was driving north, took a different route than the one permitted under the ceasefire between Israel and Hamas.
article_dagur_translated
Ísraelski herurin váttar álopið og greiðir frá, at bilurin, sum koyrdi norðureftir, brúkti eina aðra leið, enn tann, sum er loyvd sambært vápnahvíldini millum Ísrael og Hamas.
The Israeli military says it is prepared for anything and will continue to take necessary precautions to stop any threat against its forces, writes Ritzau.
article_dagur_translated
Ísraelski herurin sigur, at hann er fyrireikaður uppá alt og fer framhaldandi at taka neyðug fyrivarni fyri at steðga einahvørja hóttan móti herfólkunum, skrivar Ritzau.
According to the ceasefire between Israel and Hamas that came into effect on January 19, there will be a temporary halt to fighting in Gaza, and displaced Palestinians from the northern part of Gaza will be given the opportunity to return home.
article_dagur_translated
Sambært vápnahvíldini millum Ísrael og Hamas, sum kom í gildi 19. januar, verður ein fyribils steðgur í bardøgunum í Gaza, og fáa burturriknir palestinar úr norðara parti av Gaza møguleikan at koma heimaftur.
However, they must use specified routes.
article_dagur_translated
Teir skulu tó brúka ávísar farleiðir.
In addition, Hamas must release 33 hostages, and about 1,900 Palestinian prisoners are to be released from Israeli prisons.
article_dagur_translated
Harafturat skal Hamas lata 33 gíslar leysar, og eisini skulu umleið 1900 palestinskir fangar leyslatast úr Ísraelskum fongslum.
This is to take place within six weeks.
article_dagur_translated
Hetta skal fara fram innan seks vikur.
After several good years for the companies in the asphalt industry, the overall year 2023 was considerably worse than previous years.
article_dagur_translated
Aftaná fleiri góð ár hjá fyritøkunum innan asfalt, var samlaða árið í 2023 munandi lakari enn undanfarin ár.
The total annual result decreased from 14 in 2022 to 8 in 2023.
article_dagur_translated
Samlaða ársúrslitið minkaði úr 14 . í 2022 til 8 . í 2023.
Sp/f Kreton in Norðagøta had a profit of 3.5 in 2023, which was the best after-tax result in 2023 among the companies that sell asphalt in the Faroe Islands.
article_dagur_translated
Sp/f Kreton í Norðagøtu hevði eitt avlop upp á 3,5 . í 2023, sum var besta úrslit eftir skatt í 2023 av fyritøkunum, sum selja asfalt í Føroyum.
Kreton was also in first place in 2022 with a profit of 5.1.
article_dagur_translated
Kreton var eisini í 2022 á fyrsta plássinum við 5,1 . í avlopi.
The second-best annual result in 2023 was achieved by SP/f HJ Asfalt in Klaksvík with 2.6.
article_dagur_translated
Næst besta ársúrslitið í 2023 hevði SP/f HJ Asfalt í Klaksvík við 2,6 .
The consulting firm Nira has performed an analysis of the accounts of the larger Faroese asphalt companies, covering five companies in total.
article_dagur_translated
Ráðgevingarfyritøkan Nira hevur gjørt eina greining av roknskapunum hjá størru føroysku asfaltfyritøkunum, sum umfatar fimm fyritøkur í alt.
These are Sp/f Kreton, Sp/f EM Asfalt, Sp/f HJ Asfalt, Sp/f IR Asfalt and Sp/f Plan-Asfalt.
article_dagur_translated
Talan er um Sp/f Kreton, Sp/f EM Asfalt, Sp/f HJ Asfalt, Sp/f IR Asfalt og Sp/f Plan-Asfalt.
These are the public financial statements for 2023.
article_dagur_translated
Talan er um almennar roknskapir fyri 2023.
A caveat must be made that some of the companies also have other activities besides asphalt supply.
article_dagur_translated
Fyrivarni má takast fyri, at nakrar av fyritøkunum eisini hava nakað av øðrum virksemi enn asfaltveitingar.
Providing asphalt services in the Faroe Islands has for many years been a fairly good business to be in.
article_dagur_translated
At veita tænastur innan asfalt í Føroyum hevur í mong ár verið ein rímuliga góð vinna at verið í.
The results have been fairly good for the companies that have been in this industry.
article_dagur_translated
Úrslitini hava verið rímuliga góð hjá teimum fyritøkunum, sum hava verið í hesu vinnuni.
The five companies in the asphalt sector have had declining gross profit over the past four years, where the combined gross profit has fallen from 93.3 in 2020 to 80.7 in 2023.
article_dagur_translated
Tær fimm fyritøkunar innan asfalt, hava haft fallandi bruttovinning síðstu fýra árini, har ið bruttovinningurin samanlagt er fallin frá 93,3 . í 2020 til 80,7 . í 2023.
Over the same period the total annual result fell from 21.6 to 8.0.
article_dagur_translated
Sama tíðarskeið er samlaða ársúrlitið fallið úr 21,6 . til 8,0 .
A few years ago it was Sp/F EM Asfalt that was the large company in asphalt supply.
article_dagur_translated
Fyri nøkrum árum síðani var tað Sp/F EM Asfalt, sum var tann stóra fyritøkan innan asfaltveitingar.
This appears to have changed in recent years, with Sp/F Kreton now overtaking EM Asfalt and having the largest annual results for the past two years.
article_dagur_translated
Hetta sær út til at vera broytt síðstu árini, har Sp/F Kreton nú hevur yvirhálað EM Asfalt og hevur havt størsta ársúrslitini síðstu tvey árini.
The largest gross profit in 2023 was held by Sp/f IR Lastbilar, which also trades as IR Asfalt, because they also have asphalt operations.
article_dagur_translated
Størsta bruttovinningin í 2023 hevði Sp/f IR Lastbilar, sum eisini hevur hjánavnið IR Asfalt, av tí at teir esini hava asfaltvirksemið.
The second-largest gross profit was held by Sp/f Kreton with 20.
article_dagur_translated
Næststørsta bruttovinningin hevði Sp/f Kreton við 20 .
Looking at the annual result after tax, Sp/f Kreton had the best result in 2023.
article_dagur_translated
Tá hugt verður eftir ársúrslitinum eftir skatt, so hevði Sp/f Kreton besta úrslitið í 2023.
Sp/f Kreton's after-tax annual result was 3.5.
article_dagur_translated
Ársúrslitið hja Sp/f Kreton eftir skatt var 3,5 .
In second place was Sp/F HJ Asfalt, which had an after-tax profit of 2.6.
article_dagur_translated
Á øðrum plássi var Sp/F HJ Asfalt sum hevði eitt avlop eftir skatt upp á 2,6 .
Sp/F EM Asfalt, which otherwise has led in gross profit and annual result in recent years, had a gross profit of 12.8 but had an operating loss of 941 thousand DKK in 2023.
article_dagur_translated
Sp/F EM Asfalt, sum annars hevur ligið fremst í bruttovinningi og ársúrslitið síðstu mongu árini, hevði ein bruttovinning upp á 12,8 ., men hevði eitt rakstrarhall á upp 941 tkr. í 2023.
Looking at the financial position, it can be seen that Sp/f IR Asfalt has the largest financial position at 42.9, while Sp/f Kreton has the second-largest financial position at 36.6.
article_dagur_translated
Tá hugt verður eftir fíggjarstøðuni, kann síggjast, at Sp/f IR Asfalt hevur størstu fíggjarstøðuna við 42,9 ., meðan Sp/f Kreton hevur næst størstu fíggjarstøðuna við 36,6 .
Sp/f IR Asfalt had 10.4 tied up in fixed assets and 28.8 in current assets.
article_dagur_translated
Sp/f IR Asfalt hevði 10,4 . bundið í støðisogn og 28,8 . í áogn.
Sp/f Kreton had 24.9 tied up in fixed assets and 10.2 in current assets.
article_dagur_translated
Sp/f Kreton hevði 24,9 . bundin í støðisogn og 10,2 . í áogn.
Sp/f HJ Asfalt and EM Asfalt otherwise had good liquidity in 2023 and had, respectively, 8 and 7.7 in liquidity.
article_dagur_translated
Sp/f HJ Asfalt og EM Asfalt høvdu annars gott gjaldføri í 2023 og høvdu ávikavist 8 . og 7,7 . í gjaldføri.
Sp/f EM Asfalt had the largest equity in 2023 at 21 and a solvency ratio of 70.6 percent, while Sp/f Kreton had equity of 18.2 and a solvency ratio of 49.7 percent.
article_dagur_translated
Sp/f EM Asfalt hevði størsta eginpeningin í 2023 við 21 . og eitt trygdarevni á upp 70,6 prosent, meðan Sp/f Kreton hevði ein eginpeningi á 18,2 . og eitt trygdarevni upp á 49,7 prosent.
In third place was Sp/f IR Asfalt with equity of 18.1 and a solvency ratio of 42.2 percent.
article_dagur_translated
Á triðja plássinum var Sp/f IR Asfalt við einum eginpeningi á 18,1 . og trygdarevni á 42,2 prosent.
In 2023 Sp/f Kreton had a long-term debt of 7.3, while Sp/f IR Asfalt had a long-term debt of 3.8 and Sp/f Plan-Asfalt had a long-term debt of 2.9.
article_dagur_translated
Sp/f Kreton hevði í 2023 eina langfreista skuld upp á 7,3 . meðan Sp/f IR Asfalt hevði eina langfreista skuld upp á 3,8 . og Sp/f PlanAsfalt hevði eina langfreistað skuld upp á 2,9 .
Whether the declining gross profit from 2020 to 2023 and the falling annual result, especially in 2023, is caused by decreased activity or by intensified competition among the companies, we do not have a clear answer to.
article_dagur_translated
Hvørs fallandi bruttovinningurin 2020 til 2023 og fallandi ársúrsltið serliga í 2023 er orsakað av fallandi virksemi ella um kappingin millum fyritøkurnar er harðnað, hava vit ikki nakað greilt svar uppá.
How the asphalt companies will fare in 2024 we will see when the accounts are published later this year.
article_dagur_translated
Hvussu fer at ganga hjá asfaltfyritøkunum í 2024 fáa vit at síggja tá ið roknskapirnir fara at koma inn seinni í ár.
The weather is affecting Smyril's sailings today.
article_dagur_translated
Veðrið ávirkar siglingina hjá Smyrli í dag.
Strandferðslan announces that sailings will depart Krambatangi at 6:00 and 18:45, and from Tórshavn at 16:00 and 21:15.
article_dagur_translated
Strandferðslan boðar frá, at siglt verður av Krambatanga klokkan seks og klokkan 18.45, og av Havnini klokkan 16 og 21.15.
This means that the trips at 8:45 from Tórshavn and at 11:30 from Krambatangi will not be sailed.
article_dagur_translated
Hetta merkir, at túrarnir klokkan 8.45 av Havnini og klokkan 11.30 av Krambatanga ikki verða sigldir.
Strandferðslan also announces that, for the time being, there is no service on rural routes 701, 601, and 600.
article_dagur_translated
Eisini boðar Strandferðslan frá, at fyribils eingin koyring er á bygdaleiðunum 701, 601 og 600.
Further information about these routes will be available around midday.
article_dagur_translated
Nærri kunning um hesar leiðir verður tøk um middagsleitið.
We are pleased that it will now be easier for students to travel to Vestmanna.
article_dagur_translated
– Vit fegnast um, at tað nú verður lættari hjá næmingum at ferðast til Vestmannar.
We know that the current situation causes students to fall behind, but with updated and adapted transport connections we as a school will gain even more opportunities, and that will also raise the level even further, he says.
article_dagur_translated
Vit vita, at verandi støða ger, at næmingar setast aftur, men við dagførdum og tillagaðum ferðasambandi fáa vit sum skúli enn fleiri møguleikar, og tað fer eisini at lyfta støðið enn meira, sigur hann.
The national ferry and bus company will next school year improve and enhance the bus service on routes 100, 300 and 400, so it will be easier to change between the routes.
article_dagur_translated
Strandfaraskip Landsins fer komandi skúlaár at bøta og betra um busssambandið á leið 100, 300 og 400, so tað verður lættari at skifta millum leiðirnar.
Among other things, this will mean that students from Sundalagið, Kollafjørður and Vágur will be able to get to and from faster.
article_dagur_translated
Hetta fer millum annað at hava við sær, at næmingar úr Sundalagnum, Kollafirði og Vágum sleppa skjótari fram og aftur.
Miðnám in Vestmanna is an upper secondary school with a resources track, which also offers aquaculture training and tour guide courses.
article_dagur_translated
Miðnám í Vestmanna er gymnasialur miðnámsskúli við tilfeingisbreyt, sum eisini bjóðar aliútbúgving og ferðaleiðaraskeið.
On Friday there was a tender for the construction of the new care home at Stórubrekka and a new access road.
article_dagur_translated
Fríggjadagin var útbjóðing av byggingini av nýggja røktarheiminum á Stórubrekku og nýggjan atkomuveg.
Five bids had been received when the deadline passed on Friday.
article_dagur_translated
Fimm tilboð vóru komin inn, tá freistin var farin fríggjadagin.
The bidders were Articon, HVT, J&K Petersen, KANJON and MTV Byggivirki, who submitted offers for the work.
article_dagur_translated
Tað vóru Articon, HVT, J&K Petersen, KANJON og MTV Byggivirki, sum bjóðaðu uppá arbeiðið.
Articon: 297,420,971.00 kr.
article_dagur_translated
Articon: 297.420.971,00 kr.
HVT: 327,950,467.00 kr.
article_dagur_translated
HVT: 327.950.467,00 kr.
J&K Petersen: 336,682,229.00 kr.
article_dagur_translated
J&K Petersen: 336.682.229,00 kr.
KANJON: 318,590,098.00 kr.
article_dagur_translated
KANJON: 318.590.098,00 kr.
MTV Byggivirki: 326,912,935.00 kr.
article_dagur_translated
MTV Byggivirki: 326.912.935,00 kr.
All bids are exclusive of value-added tax and without reservations.
article_dagur_translated
Øll tilboðini eru uttan meirvirðisgjald og uttan fyrivarni.
The Tórshavn municipality will now evaluate all the submitted bids.
article_dagur_translated
Tórshavnar kommuna fer nú at viðgera øll innkomnu tilboðini.
The Stórubrekka home comprises 64 residential places and day services for 50 elderly residents living at home.
article_dagur_translated
Heimið á Stórubrekku fevnir um 64 búpláss og dagtilboð til 50 eldri heimabúgvandi.
In addition, there will be 16 care apartments for individuals and couples, which will be the first of their kind in the country.
article_dagur_translated
Harumframt verða 16 røktaríbúðir til einstaklingar og pør, ið verða tær fyrstu av sínum slag her í landinum.
The care home at Stórubrekka will therefore also be the largest care home in the Tórshavn municipality.
article_dagur_translated
Røktarheimið við Stórubrekku verður sostatt eisini størsta røktarheim í Tórshavnar kommunu.
The care home is expected to be completed in the second half of 2027.
article_dagur_translated
Røktarheimið verður væntandi liðugt í seinnu helvt av 2027.
Monday 3 February 2025, written at 11:15 UTC.
article_dagur_translated
Mánadagur 3. februar 2025, skrivað kl 11:15 UTC.
Gale-force wind up to gale to near-storm from the south, 13 to 18 m/s, squally with rain, in places up to 20 m/s.
article_dagur_translated
Strúkur í vindi upp í skrið sunnan, 13 til 18 m/s, samdrigið og regn, í støðum upp í 20 m/s.
Into the late afternoon, squally weather.
article_dagur_translated
Út á seinnapartin ælaveður.