en stringlengths 1 10.6k | source stringclasses 4
values | fo stringlengths 1 10.3k |
|---|---|---|
They will start pouring the foundations and building the structures once in the spring. | article_dagur_translated | Farið verður undir at stoypa fundament og bygningarnir eina ferð í vár. |
The apartments are intended to be weather-tight by late autumn, and they will be completed by summer 2026. | article_dagur_translated | Íbúðirnar verða ætlandi innilokaðar seint í heyst, og standa tær lidnar á sumri 2026. |
Earlier this month the newly elected U.S. president, Donald Trump, signed an ordinance to change the name of the Gulf of Mexico and the highest mountain in North America, and the names will also be updated on Google Maps when the name changes take effect, Google announced on the social platform X. | article_dagur_translated | Fyrr í hesum mánaðinum skrivaði nývaldi amerikanski forsetin, Donald Trump undir eina løgskipan um at broyta navnið á Meksikoflógvanum og hægsta fjallinum í norðuramerika, og nøvnini verða eisini dagførd á Google Maps, tá navnabroytingarnar eru komnar í gildi, boðar Google frá á sosiala miðlinum X. |
The Gulf of Mexico will change its name to Gulf of America, and the highest mountain in North America, Denali, will change its name to Mount McKinley. | article_dagur_translated | Meksikoflógvin, sum á enskum eitur Gulf og Mexico, broytir navn til Gulf of America, og hægsta fjallið í norðuramerika, Denali, broytir navn til Mount McKinley. |
The names will be updated on Google Maps once they are updated in the U.S. Geographic Names System, the registry of names and places in the USA. | article_dagur_translated | Nøvnini verða dagførd á Google Maps, tá tey eru dagførd í U.S. Geographic Names System, yvirlitið yvir nøvn og støð í USA. |
The name of the gulf will be changed only for users in the USA and not in Mexico. | article_dagur_translated | Navnið á flógvanum verður bert broytt hjá brúkarum í USA og ikki í Meksiko. |
Users from other countries will see both names. | article_dagur_translated | Brúkarar úr øðrum londum koma at síggja bæði nøvn. |
The Minister of Foreign Affairs and Trade today held a preliminary consultation with the Parliament's Foreign Affairs Committee regarding the security agreement between the parties in the Folketing about the Arctic and the North Atlantic. | article_dagur_translated | Landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum hevur í dag havt ávegis ráðførslu við løgtingsins uttanlandsnevnd í sambandi við verjusemju millum flokkarnar á Fólkatingi um Arktis og Norðuratlantshav. |
The Ministry of Foreign Affairs and Trade has not taken a direct part in the negotiations between the parties in the Folketing, but has communicated with the Danish government about matters that are important for the Faroe Islands. | article_dagur_translated | Uttanríkis- og vinnumálaráðið hevur ikki tikið beinleiðis lut í samráðingunum millum flokkarnar á Fólkatingi, men hevur samskift við donsku stjórnina um tey viðurskifti, ið hava týdning fyri Føroyar. |
From the outset, the Faroese Government and the Danish government have agreed that security and defense matters will be handled at the governmental level between the Faroe Islands and Denmark, and that the Faroese Government communicates with the Parliament via the Foreign Affairs Committee about security and defense i... | article_dagur_translated | Landsstýrið og danska stjórnin hava frá byrjan verið samd um, at trygdar- og verjumál verða viðgjørd á stjórnarstigi millum Føroyar og Danmark, og at landsstýrið samskiftir við Løgtingið umvegis uttanlandsnevndina um trygdar- og verjumál. |
In consultations with the Danish government, the Faroese Government has relied on the unanimously adopted security policy, which among other things includes that the Faroe Islands shall work for peace and stability and cooperate with the UN and NATO on security and defense in the northern waters. | article_dagur_translated | Landsstýrið hevur í samráðingum við donsku stjórnina tikið støði í einmælt samtykta trygdarpolitikkinum, sum millum annað fevnir um, at Føroyar skulu virka fyri friði og støðufesti og samstarva við sameind og NATO um trygd og verju í norðurhøvum. |
The Faroese consultations with the Danish government on security and defense matters are part of ensuring that the Faroe Islands assume their own responsibility and have an active role in security and defense policy, which is to be carried out in close cooperation with our neighboring countries and the United Nations. | article_dagur_translated | - Føroysku samráðingarnar við donsku stjórnina um trygdar- og verjumál eru liður í at tryggja, at Føroyar taka egna ábyrgd og hava ein virknan leiklut í trygdar- og verjupolitikki, ið skal útinnast í neyvum samstarvi við okkara grannalond og sameindu. |
It is important, in a time when changes on the world political stage happen quickly, that Faroese authorities participate in measures that help ensure peace and stability in an increasingly uncertain world, says Høgni Hoydal, Minister. | article_dagur_translated | Tað hevur týdning í eini tíð, har broytingarnar á heimspolitiska pallinum henda skjótt, at føroyskir myndugleikar taka lut í átøkum, sum eru við til at tryggja frið og støðufesti í einum alsamt óvissari heimi, sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður. |
A follow-up agreement is expected to be made later this spring. | article_dagur_translated | Ein uppfylgjandi semja verður væntandi gjørd seinni í vár. |
The Ministry of Foreign Affairs and Trade and the Danish Ministry of Defence are in communication regarding this. | article_dagur_translated | Uttanríkis- og vinnumálaráðið og danska verjumálaráðið eru í samskifti hesum viðvíkjandi. |
Most matters in the agreement concern plans for prioritizations in Greenland, but certain issues that are relevant to the Faroe Islands are also included. | article_dagur_translated | Flestu viðurskifti í semjuni viðvíkja ætlanum um raðfestingar í Grønlandi, men ávís viðurskifti, sum eru viðkomandi fyri Føroyar, eru eisini við. |
Furthermore, there is an annex concerning cooperation between the Faroe Islands and Denmark in the field of defence. | article_dagur_translated | Harumframt er eitt fylgiskjal um samstarv millum Føroyar og Danmark á verjuøkinum. |
There is an agreement between the Danish government and the Faroese Government that the Faroe Islands shall take direct part in relevant defence policy measures, both at the political-strategic level and at the operational level, for example in relevant meetings and exercises within NATO. | article_dagur_translated | Semja er millum donsku stjórnina og landsstýrið um, at Føroyar skulu taka beinleiðis lut í viðkomandi verjupolitiskum átøkum, bæði á politiskum-strategiskum stigi og á operativum stigi, t.d. viðkomandi fundum og venjingum í NATO-høpi. |
Denmark will allocate a total of DKK 50 million over the coming eight years for potential investments in joint plans that serve both military and civilian purposes. | article_dagur_translated | Danmark setur til samans 50 mió. av komandi 8 árini til møguligar íløgur í felags ætlanir, ið tæna bæði hernaðarligum og sivilum endamálum. |
Which specific plans are involved will be decided in more detail, including on the financing model, for example joint investments and operations. | article_dagur_translated | Hvørjar ætlanir, talan verður um, verður avrátt nærri, undir hesum eisini, um fíggingarleist, t.d. felags íløgur og rakstur. |
Closer cooperation between the relevant Danish and Faroese authorities on defence matters, for example in the intelligence area, in research, preparedness, surveillance, escort monitoring, and others. | article_dagur_translated | Størri samstarv millum viðkomandi danskar og føroyskar myndugleikar um viðkomandi verjumál, t.d. á fregnarøkinum, innan gransking, tilbúgving, eftirlit, fylgissveinaeftirlit, o.a. |
Emphasis is placed on Faroese companies having the opportunity to carry out tasks in connection with the implementation of the agreement. | article_dagur_translated | Dentur er á, at føroyskar fyritøkur skulu hava møguleika at útinna uppgávur í sambandi við íverksetan av semjuni. |
It is mentioned that the Faroe Islands, Greenland, Denmark and possibly others will begin to explore the possibilities of laying a new communications cable. | article_dagur_translated | Nevnt er, at Føroyar, Grønland, Danmark og møguliga onnur fara undir at kanna møguleikarnar fyri at leggja nýggjan samskiftiskaðal. |
Emphasis on the importance of cooperation with the Coast Guard in connection with the activities of the Danish Navy in Faroese waters. | article_dagur_translated | Dentur á týdninginum av samstarvi við Vørn í sambandi við virksemi hjá donsku sjóverjuni við í føroyskum sjógvi. |
The implementation of the measures in the agreement involves a long timeframe, but the intention is to work to ensure that the matters concerning Faroese authorities, such as participation in collaborations, are carried out quickly. | article_dagur_translated | Talan er um ein drúgvan tíðarkarm fyri íverksetan av átøkunum í semjuni, men ætlanin er at virka fyri, at tey viðurskifti, sum viðvíkja føroyskum myndugleikum, t.d. luttøka í samstørvum, verða útint skjótt. |
When possible measures are to be undertaken, the issues shall be considered by the Parliament's Foreign Affairs Committee and, if necessary, submitted to the Parliament for a decision. | article_dagur_translated | Tá ið møgulig átøk skulu fremjast, skulu málini viðgerast í uttanlandsnevndini hjá Løgtinginum og um neyðugt leggjast fyri Løgtingið til avgerðar. |
The police stopped a young driver shortly after midnight because there was suspicion that the person was under the influence of intoxicants. | article_dagur_translated | Løgreglan tók stutt eftir midnátt ein ungan bilførara tí illgruni var um, at viðkomandi var ávirkaður av rúsevnum. |
The driver, who was stopped in Leirvík, was taken to Klaksvík hospital where a blood sample was taken. | article_dagur_translated | Bilførarin, sum varð tikin í Leirvík, varð koyrdur á Klaksvíkar sjúkrahús har blóðroynd varð tikin. |
It was a young man, the police say, and he will be charged with driving under the influence, and he will also be charged with driving without a license. | article_dagur_translated | Talan var um ungan mann, sigur løgreglan, og hann verður skuldsettur fyri rúsevnakoyring, men so verður hann eisini skuldsettur fyri at koyra uttan at hava førararætt. |
The man has reportedly lost his driving license and has not had it reinstated. | article_dagur_translated | Maðurin hevur sum mist koyrikortið, og ikki tikið koyrkortið aftur. |
In the coming days, armed police officers will be visible in Tórshavn. | article_dagur_translated | Næstu dagarnar verða servand løgreglufólk sjónlig í Havnini. |
The duty commander at the police station said this morning that exercises will take place over the next few days and will begin this morning. | article_dagur_translated | Vaktleiðarin á løgreglustøðini sigur í morgun, at venjingar verða næstu dagarnar, og byrjað verður fyrrapartin í dag. |
This will happen in various locations around Tórshavn. | article_dagur_translated | Hetta verður ymsastaðni í Havnini. |
That means we will be present in different neighborhoods, walking between houses and being in some yards. | article_dagur_translated | Tað merkir, at vit fara at vera til staðar í ymiskum grannaløgum, ganga millum hús og verða í onkrum hava. |
So if people see a man dressed in black lying in a yard, it is likely police officers, the police say. | article_dagur_translated | So um fólk síggja svartklæddan mann liggja í onkrum garði, eru tað helst løgreglufólk, sigur løgreglan. |
Today the exercise is expected to take place between 10:00 and 15:00. | article_dagur_translated | Í dag verður væntað at venjingin er millum klokkan 10 og 15. |
At about 12 o'clock the police received a report that a car had caught fire midway through the Leirvík tunnel. | article_dagur_translated | Umleið klokkan 12 fekk løgreglan fráboðan um, at eldur var komin í ein bil miðskeiðis í Leirvíkstunlinum. |
The fire brigade arrived on the scene, and the only person who had been in the car fortunately got out safely. | article_dagur_translated | Sløkkilið kom á staðið, og einasti persónurin, ið var í bilinum, slapp tíbetur trygt úr honum. |
They then began making the tunnel safe for traffic—smoke and other disturbances were present—and shortly afterwards the Leirvík tunnel was reopened to traffic. | article_dagur_translated | Síðani varð farið í gongd við at gera tunnilin tryggan fyri ferðslu - roykur og annað órógvaði - og fyri lítlari løtu síðani lat Leirvíkstunnilin upp fyri ferðslu aftur. |
This is reported by Eysturoyarportalurin. | article_dagur_translated | Hetta skrivar Eysturoyarportalurin. |
As a result, there was no traffic in the tunnel for approximately two hours. | article_dagur_translated | Harvið var eingin ferðsla í tunnlinum í áleið tveir tímar. |
The old Leirvík road is open, but driving there is discouraged because there have been many landslips recently and the road is in poor condition. | article_dagur_translated | Gamli Leirvíksvegurin er opin, men mælt verður frá at koyra har, tí nógv áarlop hava verið seinastu tíðina, og tí er vegurin illa farin. |
Therefore it has not been easy to get further into Eysturoy from Leirvík or to reach Leirvík if one was already in Eysturoy. | article_dagur_translated | Tískil hevur tað ikki verið so einfalt at sloppið longur út í Eysturoynna úr Leirvík ella at sloppið til Leirvíkar, um ein longu var í Eysturoynni. |
It is not yet clear why the car caught fire. | article_dagur_translated | Tað er ikki endaliga greitt, hví eldur kom í bilin. |
On January 21–23 the rectors and staff from the 13 universities that last year established a new collaboration called EUNICoast met. | article_dagur_translated | 21.- 23. januar hittust rektarar og starvsfólk frá teimum 13 universitetunum, sum í fjør stovnaðu nýtt samstarv undir heitium EUNICoast. |
Among them was Martin Tvede Zachariasen representing the University of the Faroe Islands, which has been invited to join the new collaboration. | article_dagur_translated | Teirra millum var Martin Tvede Zachariasen umboð fyri Fróðskaparsetur Føroya, sum er boðið við í nýggja samstarvið. |
It can possibly be mentioned | article_dagur_translated | Tað kann møguliga nevnast |
The 13 European universities in the collaboration all — in one way or another — share the sea as a common factor, and the aim is to develop education, research and innovation with the ocean at the center, writes setur.fo. | article_dagur_translated | Tey 13 europeisku universitetini í samstarvinum hava øll - so ella so - sjógvin til felags, og endamálið er at menna útbúgving, gransking og nýhugsan við havinum í miðdepli, skrivar setur.fo. |
- EUNICoast stands for The European Alliance of Islands, Ports, and Coastal Territories, and the European Commission, which has approved the association, has also allocated 107.5 million kroner in support to the collaboration. | article_dagur_translated | - EUNICoast stendur fyri The European Alliance of Islands, Ports, and Coastal Territories, og Europanevndin, sum hevur góðkent felagsskapin, hevur eisini játtað samstarvinum 107,5 milliónir krónur í stuðli. |
The maritime vision of the "Sjósetrið" is that the sea is not a limitation. | article_dagur_translated | Maritima visjónin hjá "Sjósetrinum" er, at havið ikki er nøkur avmarking. |
- We are connected to each other by sea both culturally and economically. | article_dagur_translated | - Vit eru knýtt hvør at øðrum sjóvegis bæði mentanarliga og búskaparliga. |
Sjósetrið wants to pave the way for new research and collaboration between islands and ports, and to connect links between students, teachers, researchers and industry in these areas. | article_dagur_translated | Sjósetrið vil rudda slóð fyri nýggjari gransking og samstarvi millum oyggjar og havnir, og knýta sambond millum lesandi, undirvísarar, granskarar og vinnulív í hesum økjum. |
However, a lack of Faroese recognition in certain areas is a challenge and means in this case that the Centre does not receive the financial support that the others in EUNICoast get. | article_dagur_translated | Vantandi føroysk viðurkenning á summum økjum er tó ein avbjóðing og ger í hesum førinum, at Setrið ikki fær fíggjarligan stuðul sum hini í EUNICoast. |
- The Faroe Islands are neither members of the European Higher Education Area (EHEA) nor of Erasmus+ yet, and therefore the Centre does not benefit from the funding that the other universities in the collaboration receive. | article_dagur_translated | - Føroyar eru hvørki limir í europeiska økinum fyri hægri útbúgvingar (EHEA) ella Erasmus+ enn, og tí fær Setrið ikki gagn av játtanini sum hini universitetini í samstarvinum fáa. |
However, the Centre gets the same opportunities as the others to take part in the work of the collaboration. | article_dagur_translated | Tó fær Setrið somu møguleikar sum hini at taka lut í arbeiðinum í samstarvinum. |
The rectors in the collaboration organized at the meeting in Poland the work that is now getting underway. | article_dagur_translated | Rektararnir í samstarvinum skipaðu á fundinum í Póllandi arbeiðið, sum nú fer í gongd. |
Part of the proposal to change the primary school law is a shortened school day. | article_dagur_translated | Ein partur av uppskotinum um broytingar í fólkaskúlalógini er ein styttur skúladagur. |
A shorter school day means that all subjects, in one way or another, will be affected. | article_dagur_translated | Ein styttri skúladagur merkir, at allar lærugreinar, onkursvegna, verða ávirkaðar. |
This will lead to much debate and head-scratching over how the distribution of subjects should look if the school day is shortened. | article_dagur_translated | Tað fer at elva til nógv kjak og høvuðbrýggj, hvussu lærugreinabýtið skal síggja út, um skúladagurin verður styttur. |
No teacher wants their subject to be downgraded. | article_dagur_translated | Eingin lærari ynskir, at “sín” lærugrein skal niðurraðfestast. |
This is confirmed by Eyðbjartur S. Skaalum. | article_dagur_translated | Hetta staðfestir Eyðbjartur S. Skaalum. |
A board member of the Faroese Teachers' Association states in a writing on skulabladid.fo that shortening the school day can have various unpleasant consequences. | article_dagur_translated | Nevndarlimur Føroya Lærarafelags staðfestir í skrivi á skulabladid.fo, at tað at stytta skúladagin kann hava ymiskar keðiligar avleingar. |
In addition to less time for individual subjects, this also reduces the need for teachers. | article_dagur_translated | Umframt minni tíð til einstakar lærugreinar ger hetta eisini læraratørvin minni. |
It is not only an overly long school day that causes some children and young people to be too tired. | article_dagur_translated | Tað er heldur ikki bert ein ov langur skúladagur, sum gevur nøkur ov troytt børn og ung. |
All subjects are important for the development of each pupil, for the whole class, and ultimately have a major impact on all of us. | article_dagur_translated | Allar lærugreinar hava týdning fyri menningina hjá einstaka næminginum, fyri allan flokkin og hevur í síðsta enda stóra ávirkan á okkum øllum. |
I believe there is a big difference between a long school day in terms of the clock hours pupils are at school and what the pupils actually do while they are at school. | article_dagur_translated | Eg meti, at tað er stórur munur á einum longum skúladegi, tá hugt verður at klokkutíðini, ið næmingarnir eru í skúla, og tí sum næmingarnir í roynd og veru gera, tá teir eru í skúla. |
The day can feel long and drawn-out because it is monotonous, so instead of shortening the day, it is possible to reorganize the teaching, the timetable, etc. | article_dagur_translated | Dagurin kann tykjast drúgvur og langdrigin, tí hann ein einstáttaður, tí ber til, heldur enn at stytta dagin, at umskipa undirvísingina, tímatalvuna osfr. |
If the school day is shortened, there will be a need for fewer teachers because there will not be as many lessons as there are now. | article_dagur_translated | Verður skúladagurin styttur, verður tørvur á færri lærarum, tí tímarnir eru ikki eins nógvir, sum teir eru nú. |
In other words – there will be fewer teachers in the schools. | article_dagur_translated | Við øðrum orðum – tað verða færri lærarar í skúlunum. |
For me it is important to ensure, to guarantee, that the school has enough trained teachers to take care of wellbeing and learning. | article_dagur_translated | Fyri meg hevur tað týdning at tryggja læraran, at tryggja, at skúlin hevur nokk av útbúnum lærarum at taka sær av trivnaði og læring. |
Therefore, security must be provided to ensure that the hours freed up if the school day is shortened are used for a two-teacher system at the school. | article_dagur_translated | Tí skal veitast trygd fyri, at teir tímarnir, ið verða til yvurs, um skúladagurin verður styttur, verða brúktir til tvílæraraskipan á skúlanum. |
They must absolutely not disappear, because we cannot afford a school with fewer teachers. | article_dagur_translated | Teir mugu fyri alt í verðini ikki detta burtur, tí vit hava ikki ráð til eina skúla við færri lærarum. |
One of the reasons for the proposed change is that pupils are tired when they are at school, they have difficulty concentrating, and they do not get what is desired out of it. | article_dagur_translated | Ein av orsøkununum til ætlaðu broytingina er, at næmingarnir eru troyttir, tá teir eru í skúla, teir hava trupult við at hugsavna seg, teir fáa ikki tað burturúr, ið ynskiligt er. |
But will a shorter school day solve this challenge? | article_dagur_translated | Men fer ein styttur skúladagur at loysa hesa avbjóðingina? |
Is there any certainty that this is the solution? | article_dagur_translated | Er nøkur vissa fyri, at hetta er loysnin? |
Another point that has emerged during the debate is that pupils will have more energy for leisure activities and work when the school day is shortened. | article_dagur_translated | Eitt annað, ið er komið fram, nú kjakast hevur verið um hetta, er, at næmingarnir fáa meiri yvirskot til frítíðarvirksemi og arbeiði, tá skúladagurin verður styttur. |
If we shorten the school day, will pupils have more time for sports and work? | article_dagur_translated | Skulu vit stytta skúladagin, so næmingarnir fáa betur stundir til ítrótt og arbeiði? |
I miss that the debate includes leisure activities, work, and screen time. | article_dagur_translated | Eg sakni, at kjakið um frítíðarvirksemi, arbeiði og skermtíð verður tikið við. |
Teachers often encounter pupils who are sleep-deprived because they have worked late into the evenings, spent too long on screens at night, or are tired because of leisure activities. | article_dagur_translated | Lærarar møta javnan næmingum, sum eru undirsvøvntir, tí teir hava arbeitt langt út á kvøldarnar, teir hava ligið við skerminum ov leingi út á náttina, og onnur eru troytt orsakað av frítiðarvirksemi. |
In my opinion, this is certainly a factor that plays a role when we talk about tired pupils; it is not just that the school day is too long. | article_dagur_translated | Eftir mínum tykki, so er hetta avgjørt ein faktorur, ið spælir inn, tá vit tosa um troyttar næmingar, tað er ikki bara skúladagurin, ið er ov langur. |
Is the intention that we should 'produce' high-level athletes or do we want to develop pupils who can read, calculate, write, and think independently and critically? | article_dagur_translated | Er ætlanin, at vit skulu “framleiða” ítróttarfólk á høgum støði ella vilja vit menna næmingar, ið duga at lesa, rokna, skriva, hugsa sjálvstøðugt og kritisk? |
The latter collectively gives us informed citizens who can take our country forward and also helps athletes to do well in life. | article_dagur_translated | Hetta seinna er tað sum samlað gevur okkum upplýstar samfelagsborgarar, ið megna at bera land okkara víðari fram á leið, og er samstundis við til, at ítróttarfólk klára seg væl á lívsleiðini. |
We must keep in mind, before the proposal is adopted, that the curricula in the various subjects do not correspond to a shortened school day. | article_dagur_translated | Vit mugu hava í huga, áðrenn uppskotið verður samtykt, at námsætlanirnar í ymsu lærugreinunum samsvara ikki við stytta skúladagin. |
They are not updated for that. | article_dagur_translated | Tær eru ikki dagførdar til tað. |
That means, in other words, that you must manage the same material in less time. | article_dagur_translated | Tað merkir, við øðrum orðum, at tú skalt klára tað sama upp á minni tíð. |
I cannot imagine any coach telling an athlete: 'You will become better if you do not train so much and so hard.' | article_dagur_translated | Eg ímyndi mær ikki, at nakar venjari sigur við íðkaran: “Tú verður dugnaligari um tú ikki venur so nógv og so hart.” |
We do not have examination methods adapted to this, and teachers are not trained for it. | article_dagur_translated | Vit hava ikki próvtøkuhættir, ið eru tillagaðir til hetta, lærarar eru ikki ílatnir til hetta. |
In my opinion, we are by no means ready to make such comprehensive changes to the school day. | article_dagur_translated | Eftir mínum tykki eru vit als ikki klár at gera so umfatandi broytingar í skúladegnum. |
If the school day is shortened, it also means, given the current situation, that the workload for pupils at home will increase. | article_dagur_translated | Verður skúladagurin styttur, merkir tað samstundis, sum støðan er nú, at arbeiðsbyrðan hjá næmingunum verður størri heima. |
There will be less time for work at school and a need to do more schoolwork at home. | article_dagur_translated | Tað verður minni tíð til arbeiði í skúlanum, og tørvur at gera meir skúlating heima. |
After all, the demands on the school are, as I said, the same. | article_dagur_translated | Krøvini til skúlan eru jú, sum sagt, tey somu. |
A police patrol yesterday conducted speed measurements on Stangavegur on the eastern arm of Klaksvík. | article_dagur_translated | Ein patrulja hjá løgregluni var í gjár og gjørdi ferðmátingar á Stangavegnum á eystara armi av Klaksvíkini. |
This is an area that, as in various other parts of the town, has a reduced speed limit: only 40 km/h is allowed there. | article_dagur_translated | Talan er um eitt øki, sum, eins og ymsa aðrastaðni í býnum, er niðursett øki: Har er bert loyvt at koyra 40 km/t. |
The duty officer at the police station reports that there were four cases. | article_dagur_translated | Vaktleiðarin á løgreglustøðini upplýsir, at fýra mál vóru. |
One driver was measured at 61 km/h on Stangavegur and another at exactly 60 km/h. | article_dagur_translated | Ein bilførari varð máldur til at koyra 61 km/t á Stangavegnum og ein annar júst 60 km/t. |
They will receive a fine and a point on their licence. | article_dagur_translated | Hesir fáa bót og klipp. |
Two others received so-called driving bans. | article_dagur_translated | Tveir aðrir fingu sonevnt koyriforborð. |
Because it is an area with a reduced speed limit, a smaller margin applies: | article_dagur_translated | Av tí at tað er øki við niðursettari ferð, so "skal minni til": |
A small deduction is always applied to a measurement, but even that amount cannot exceed 15 km/h above the posted speed limit. | article_dagur_translated | Tað verður altíð tikið "eitt sindur av" einari máting, men sjálvt tað talið kann ikki vera yvir 15 km/t yvir hámerksferðina. |
The usual deduction is 20 km/h. | article_dagur_translated | Vanligt er tað 20 km/t. |
Subsets and Splits
No community queries yet
The top public SQL queries from the community will appear here once available.