en stringlengths 1 10.6k | source stringclasses 4
values | fo stringlengths 1 10.3k |
|---|---|---|
At the beginning of April a new pharmacy will open in Miðvágur, and at the same time a vending machine will be installed at the pharmacy. | article_dagur_translated | Fyrst í apríl letur nýtt apotek upp í Miðvági, og samstundis verður sjálvtøka sett upp við apotekið. |
Over-the-counter shops will continue to operate where they are today. | article_dagur_translated | Handkeypssølur verða framvegis, har tær eru í dag. |
This was stated in parliament on Wednesday, when Súsanna Bertholdsen, the minister, answered a question from Jóhannis Joensen, a member of parliament for the Social Democratic Party. | article_dagur_translated | Tað kom fram í tinginum mikudagin, tá Súsanna Bertholdsen, landsstýriskvinna, svaraði fyrispurningi frá Jóhannis Joensen, tingmanni fyri Javnaðarflokkin. |
In recent weeks there has been discussion about the possibilities for people to buy over-the-counter medicines in their local area. | article_dagur_translated | Seinastu vikurnar hevur orðaskifti stungið seg upp um møguleikarnar hjá fólki at keypa handkeypsheilivág í nærumhvørvinum. |
Today there are 19 over-the-counter shops in areas where there is no pharmacy, and they offer a selection of over-the-counter medicines that are in high demand. | article_dagur_translated | Í dag eru 19 handkeypssølur í økjum, har einki apotek er, og tær hava úrval av handkeypsheilivági, sum er nógv eftirspurdur. |
There is also a vending machine outside Tjaldurs Pharmacy in Tórshavn. | article_dagur_translated | Eisini er ein sjálvtøka uttan fyri Tjaldurs Apotek í Havn. |
The minister made clear that there are no plans to close over-the-counter shops when a new pharmacy opens in Vágur and later also in Hoyvík. | article_dagur_translated | Landsstýriskvinnan gjørdi greitt, at tað er ikki ætlanin at lata aftur handkeypssølur, nú nýtt apotek verður latið upp í Vágum og seinni eisini í Hoyvík. |
Work is currently underway to install more vending machines. | article_dagur_translated | Í løtuni verður arbeitt við at seta fleiri sjálvtøkur upp. |
In the first phase the vending machines will be installed outside the five pharmacies where over-the-counter medicines can only be purchased when the pharmacies are open. | article_dagur_translated | Sjálvtøkurnar verða í fyrstu atløgu settar upp uttan fyri tey fimm apotekini, har handkeypsheilivágur bara kann keypast, tá ið apotekini hava opið. |
A vending machine will be installed outside the new pharmacy in Vágur, which will be put into use when the pharmacy opens. | article_dagur_translated | Ein sjálvtøka verður sett upp uttan fyri nýggja apotekið í Vágum, sum verður tikin í nýtslu, tá ið apotekið letur upp. |
In the vending machines people will have the opportunity to buy over-the-counter medicines at any time of day, all year round. | article_dagur_translated | Í sjálvtøkum hava fólk møguleika at keypa handkeypsheilivág allar tíðir á samdøgrinum alt árið. |
It was the former minister of health, Margit Stórá, who, following a request from Jóhannis Joensen, a member of parliament, made the decision to open a new pharmacy in Vágur. | article_dagur_translated | Tað var fyrrverandi landsstýriskvinnan við heilsumálum, Margit Stórá, sum eftir áheitan frá Jóhannis Joensen, tingmanni, tók avgerð um at lata upp nýtt apotek í Vágum. |
This is part of the work to give all Faroese people equal access to healthcare services. | article_dagur_translated | Hetta er ein liður í arbeiðinum at geva øllum føroyingum javnbjóðis atgongd til heilsutænastur. |
Some time ago Vágar Municipality advertised a new and rather special position. | article_dagur_translated | Fyri einari tíð síðani søkti Vágs kommuna um eitt nýtt og heldur serstakt starv. |
They were seeking a network coordinator for Vágar Municipality’s new child welfare project. | article_dagur_translated | Sóknast var eftir einum netsamskipara til nýggju barnaverkætlanina hjá Vágs Kommunu. |
Vágar Municipality writes that when the application deadline passed, five people had applied for the position. | article_dagur_translated | Vágs kommuna skrivar, at tá freistin at søkja var farin, høvdu fimm fólk søkt starvið. |
The hiring committee agreed to appoint Sunrid Hansyardóttir Olsen as network coordinator. | article_dagur_translated | Setanarbólkurin var samdur um at seta Sunrid Hansyardóttir Olsen sum netsamskipara. |
About the new employee the municipality writes that she is trained as a social worker and has extensive work experience from Denmark and the Faroe Islands in the areas of children, youth and family. | article_dagur_translated | Um nýggja starvsfólkið skrivar kommunan, at hon er útbúgvin sosialráðgevi og hevur drúgvar starvsroyndir úr Danmark og Føroyum innan børn, ung og familjuøki. |
In her career Sunrid has, among other things, worked with prevention, interdisciplinary cooperation, counseling, network meetings and building bridges between schools, home and authorities. | article_dagur_translated | Á síni starvsleið hevur Sunrid millum annað arbeitt við fyribyrging, tvørfakligum samstarvi, ráðgeving, netverksfundum og at byggja brýr millum skúlar, heim og myndugleikar. |
The position is a three-year project post. | article_dagur_translated | Talan er um eitt verkætlanarstarv í trý ár. |
Sunrid Hansyardóttir Olsen will start in the position as network coordinator in Vágar Municipality’s child welfare project on March 1. | article_dagur_translated | Sunrid Hansyardóttir Olsen byrjar í starvinum sum netsamskipari í barnaverkætlanini hjá Vágs Kommunu 1. mars. |
The Faroese Tour Guides Association held its annual meeting over the weekend, on Saturday, February 22. | article_dagur_translated | Føroya Ferðaleiðarafelag hevði aðalfund um vikuskifti, leygardagin 22. februar. |
Two members stood for re-election. | article_dagur_translated | Tveir limir stóðu fyri afturvali. |
They were Hilda Thomsen and Samson Højgaard, and both were re-elected. | article_dagur_translated | Tað vóru Hilda Thomsen og Samson Højgaard, og bæði vórðu afturvald. |
Bergur Samuelsen and Edny Poulsen were elected as event members. | article_dagur_translated | Bergur Samuelsen og Edny Poulsen vórðu vald sum tiltakslimir. |
The following day the board organized itself. | article_dagur_translated | Á dagin eftir skipaði nevndin. |
It is clear that the board of the Tour Guides Association continues as before. | article_dagur_translated | Tað er greitt, at nevndin við Ferðaleiðarafelagnum heldur fram sum áður. |
This with Hilda Thomsen as chairwoman, Samson Højgaard as vice-chairman, and Bjørg Jacobsen as secretary and treasurer. | article_dagur_translated | Hetta við Hildu Thomsen sum forkvinnu, Samson Højgaard sum næstformanni og Bjørg Jacobsen sum skrivara og kassameistara. |
The Faroese Tour Guides Association is an interest organization that works to develop the tour guide profession and to organize conditions for tour guides in the tourism industry. | article_dagur_translated | Føroya Ferðaleiðarafelag er eitt áhugafelag og arbeiðir fyri at menna ferðaleiðarayrkið og fáa skipað viðurskifti fyri ferðaleiðarar í ferðavinnuni. |
Hilda Thomsen | article_dagur_translated | Hilda Thomsen |
Samson Højgaard | article_dagur_translated | Samson Højgaard |
Bjørg Jacobsen | article_dagur_translated | Bjørg Jacobsen |
Bergur Samuelsen | article_dagur_translated | Bergur Samuelsen |
Edny Poulsen | article_dagur_translated | Edny Poulsen |
The news department of the Greenlandic public service broadcaster KNR has gone on strike for 24 hours. | article_dagur_translated | Tíðindadeildin í grønlendska public service-kringvarpinum KNR er farin í verkfall í eitt samdøgur. |
That is reported by the Greenlandic newspaper Sermitsiaq. | article_dagur_translated | Tað skrivar grønlendska blaðið, Sermitsiaq. |
"We are a work group of 16 people in the department at KNR who will stop work on February 27," the press release states, the paper writes. | article_dagur_translated | - Vit eru ein starvshópur á 16 fólk á deildini í KNR, sum leggur arbeiðið niður 27. februar, stendur í tíðindaskrivi, skrivar blaðið. |
The reason for the work stoppage, which comes less than two weeks before the Greenlandic election, is an extremely heavy workload. | article_dagur_translated | Orsøkin til arbeiðssteðgin, sum kemur nú minni enn tvær vikur er til grønlendska valið, er ógvusligt arbeiðstrýst. |
Several are resigning or being put on sick leave with stress, and that means the remaining staff must take on a much larger share of the production, the press release says. | article_dagur_translated | Fleiri siga seg úr starvi, ella verða sjúkrameldað við strongd, og tað ger, at restin av starvsfólkunum má átaka sær ein nógv størri part av framleiðsluni, verður sagt í tíðindaskrivinum. |
The staff also write that at the moment there are four people who must do the work of twelve. | article_dagur_translated | Starvsfólkini skriva eisini, at í løtuni eru tað fýra fólk, sum skulu gera arbeiðið hjá tólv. |
During the past year a news manager has been sent home, an HR manager has been sent home, and a director has been released from the position. | article_dagur_translated | Hetta seinasta árið er ein tíðindaleiðari sendur heim, ein HR-leiðari sendur heim og ein stjóri er loystur úr starvinum. |
A radio manager has resigned while several editors and journalists have chosen to apply for other positions. | article_dagur_translated | Ein útvarps-leiðari hevur sagt seg úr starvi meðan fleiri redaktørar og journalistar hava valt at søkja onnur størv. |
On January 31 the board dismissed the KNR director, Annga Lynge, from the position and appointed Bjørk Lange Olsen as acting director. | article_dagur_translated | 31. anuar loysti nevndin fyri KNR stjóran, Annga Lynge, úr starvinum og setti Bjørk Lange Olsen sum virkandi stjóra. |
KNR is advertising for a new director, and the plan is to appoint one to take office on June 1. | article_dagur_translated | KNR lýsir eftir nýggjum stjóra, og ætlanin er at seta við komandi í starv 1. juni. |
The election to the Greenlandic parliament, Inatsisartut, is on March 11 and the municipal election is on April 1. | article_dagur_translated | Valið til grønlendska tingið, Inatsisartut, er 11. mars og kommunuval er 1. apríl. |
I have, in consultation with the prime minister, decided to resign as minister. | article_dagur_translated | Eg havi, í samráð við løgmann, tikið avgerð um at leggja frá mær sum landsstýrismaður. |
The reason is that the ministerial affairs committee has concluded that I acted without authorization when I last year converted part of the wolfish quota into a common quota. | article_dagur_translated | Orsøkin er, at landsstýrismálanevndin er komin fram til, at eg havi handlað í heimildarloysi, tá ið eg í fjør gjørdi ein part av svartkjaftakvotuni til felagskvotu. |
The committee also states that I have not violated the law on ministerial responsibility, because I acted on advice from the chief executive. | article_dagur_translated | Landsstýrismálanevndin sigur samstundis, at eg ikki havi brotið lógina um ábyrgd landsstýrismanna, tí eg havi handlað eftir ráðgeving frá aðalráðnum. |
Dennis Holm confirms in a letter early this evening that he did not deliberately divide the wolfish quota unlawfully. | article_dagur_translated | Dennis Holm staðfestir í skrivi tíðliga í kvøld, at hann ikki við vilja býtti svartkjaftakvotuna óheimilað. |
The outgoing minister of fisheries and transport indicates that it was following the chief executive's advice. | article_dagur_translated | Tað var eftir ráðunum hjá aðalráðnum, vísir fráfarandi landsstýrismaðurin í fiski- og samferðslumálum á. |
Rather than allowing it to become a vote of no confidence, or the prime minister firing an entirely capable person, a joint agreement was reached on the decision today. | article_dagur_translated | Heldur enn at lata tað koma til eitt misálitsmál, ella at løgmaður koyrdi ein heilt trekan persón úr starvi, varð felags semja funnin um avgerðina í dag. |
According to Dennis Holm, he himself will not contribute to creating political turmoil and will not be responsible for important issues. | article_dagur_translated | Sambært Dennisi Holm skal hann sjálvur ikki verða við at skapa politisk rumbul og standa fyri týðandi málunum. |
One part concerns legal matters and one part concerns politics. | article_dagur_translated | Ein partur snýr seg um løgfrøði og ein partur snýr seg um politikk. |
Although everyone, including the ministerial affairs committee, agrees that I have not violated ministerial responsibility, those of us who govern the country these days also agree that the near future should not be consumed by political turmoil but rather by the very important issues we are working on together. | article_dagur_translated | Hóast øll, eisini landsstýrismálanevndin, eru samd um, at eg ikki havi forbrotið meg í mun til ábyrgd landsstýrismanna, so eru okur, sum stjórnað landinum í hesum døgum, eisini samd um, at tað er ikki politiskt rumbul, sum tann næstan tíðin skal fara við, men heldur tey so sera týðandi málini, sum okur í felag arbeiða ... |
My person must not stand in the way of what we have set out to accomplish for the benefit of the people — and there are indeed several major important matters underway, not least on the path to increased self-government. | article_dagur_translated | Mín persónur skal ikki standa í vegin fyri tí, sum okur hava sett okkum fyri at fremja, fólkinum at frama - og har eru jú fleiri stór týðandi mál ávegis, ikki minst á sjálvstýrisleið. |
Many around me talk about "injustice," but those are the rules of the political game. | article_dagur_translated | Nógv rundanum seg tosa um "órættvísi", men soleiðis eru spælireglurnar í politikki einaferð. |
Now the party man will go and work peacefully to "move the Faroe Islands forward." | article_dagur_translated | Nú fer tjíðveldismaðurin at tinga at arbeiða fri at "flyta Føroyar framá. |
Party leader Sirið Stenberg will temporarily oversee the portfolio that Dennis Holm held from December 2022 until 27 February 2025. | article_dagur_translated | Floksforkvinnan Sirið Stenberg skal fribils røkja málsøki, sum Dennis Holm stóð fyri frá desember 2022 til 27. februar 2025. |
I chose to enter national politics in 2022 because I believed I had something to contribute to the table, to what we all strive for, namely to move the Faroe Islands forward. | article_dagur_translated | Eg valdi at bjóða meg fram í landspolitikki í 2022, tí eg helt meg hava nakað at taka við til borðið, til tað, sum okur øll stríðast fyri, nevniliga at flyta Føroya framá. |
After a few weeks of election campaigning and subsequently coalition negotiations, I ended up in the Ministry of Fisheries and Transport. | article_dagur_translated | Aftaná nakrar fáar vikur av valstríði og síðani av samgongutelvingum, endaði eg í Fiskvinnu- og Samferðslumálaráðnum. |
It has been an incredibly exciting and developmental time for me, and I rejoice in the opportunity to move the Faroe Islands forward together with such capable people — not least in the Ministry of Fisheries and Transport. | article_dagur_translated | Tað hevur verið mær ein ótrúliga spennandi og mennandi tíð, og eg fegnist um møguleikan at flyta Føroyar framá, saman við so dugnaligum fólkum - ikki minst í Fiskivinnu- og Samferðslumálaráðnum. |
Now that period has come to an end. | article_dagur_translated | Nú er tann tíððin komin at enda. |
Many around me speak about it being unfair that you can be forced to resign when you have acted according to your best conviction and advice. | article_dagur_translated | Rundanum meg tosa nógv um, at tað er órættvíst, at tú kanst verða noyddur at leggja frá tær, tá ið tú hevur handlað eftir bestu sannføring og ráðgeving. |
But I have known from day one that those are the rules of politics. | article_dagur_translated | Men eg havi vitað frá fyrsta degi, at soleiðis eru spælireglurnar í politikki. |
After all, that is who I am at heart and the reason I chose to run — because I believe in our politics moving the Faroe Islands forward. | article_dagur_translated | Tað er jú hóast alt tann eg eri innast inni og orsøkin til eg valdi at bjóða meg fram - tí eg trúgvi upp á, at okkara politikkur flytur Føroyar framá. |
And that is what I will now help to do in the Parliament. | article_dagur_translated | Og tað fari eg nú at vera við til at gera í Løgtinginum. |
It is time for an overhaul of the weather service here on the Portal. | article_dagur_translated | Tað er tíð til eina yvirháling av veðrinum her á Portalinum. |
For many years the weather has been one of the most used services on the Portal, and we know that people are creatures of habit and most cannot tolerate changes. | article_dagur_translated | Veðrið hevur í nógv ár verið ein av mest brúktu tænastunum á Portalinum, og vit vita, at fólk eru vanabundin og flest øll kunnu ikki torga broytingar. |
Therefore we have been cautious as we have set out to make updates. | article_dagur_translated | Tí hava vit verið varin, nú vit hava dittað okkum at gjørt dagføringar. |
Links to other weather sites remain prominently and easily found, and now we also have the latest locations. | article_dagur_translated | Leinki til aðrar veðursíður eru framhaldandi ovarliga og lættar at finna, og nú hava vit eisini seinastu støð. |
This strip shows the five most recent towns or villages you have looked at. | article_dagur_translated | Hesin teigur vísir fimm teir seinastu býirnar ella bygdirnar, tú hevur verið á. |
Forecasts from the Faroese Meteorological Office are included. | article_dagur_translated | Forsagnir frá Veðurstovu Føroya eru komnar við. |
The 24-hour forecast is displayed up front, while the 5-day forecast and the forecast for sea routes are easy to access with one click. | article_dagur_translated | 24 tíma forsøgnin liggur frammi, meðan 5 daga forsøgn og forsøgn fyri havleiðir eru lættar at fáa fram við einum klikki. |
We have preserved the weather forecast as text, but further down the page the weather is shown in a 10-day list. | article_dagur_translated | Veðurforsøgnina sum ritmynd hava vit varðveitt, men longur niðri á síðuni sæst veðrið 10 dagar fram í lista. |
This is to provide a better overview. | article_dagur_translated | Hetta fyri at geva betur yvirlit. |
At the bottom you can find the well-regarded weather map from Windy. | article_dagur_translated | Niðast er væl umtókta veðurkortið frá Windy at finna. |
At the moment we are trial-running the new weather service and are receiving criticism and praise from you—our users. | article_dagur_translated | Í løtuni royndarkoyra vit nýggju veðurtænastuna og taka ímóti rís og rósi frá tykkum - okkara brúkarum. |
If you see any error or have comments about something you think should be different, send an email to | article_dagur_translated | Sært tú onkran feil ella hevur tú viðmerkingar um okkurt, sum tú heldur átti at verið øðrvísi, send ein teldupost til |
The People's Church is organized democratically in its structure. | article_dagur_translated | Fólkakirkjan er í sínum bygnaði fólkaræðisliga skipað. |
Every four years there is an election, and the last election was on November 2, 2021. | article_dagur_translated | Fjórða hvørt ár er val, og síðsta val var 2. november 2021. |
A new term begins on the first Sunday of Advent in the election year, and therefore must be held just before that. | article_dagur_translated | Ein nýggj seta byrjar fyrsta sunnudag í advent í valárinum, og harvið skal vera beint áðrenn tað. |
The People's Church writes that election day is set in the church's law to the first Tuesday in the month of November. | article_dagur_translated | Fólkakirkjan skrivar, at valdagurin er í lógarverki kirkjunnar ásettur til fyrsta týsdag í november mánaði. |
It is formally incumbent on the bishop to announce the election and to have responsibility for it. | article_dagur_translated | Tað er formliga álagt biskupi at kunna um valið og at hava ábyrgd av valinum. |
In practice it is the administration of the Faroes Diocesan Board that takes care of the overall and practical matters related to the election. | article_dagur_translated | Verkliga er tað umsitingin hjá Føroya Stiftsstjórn, ið tekur sær av teimum yvirskipaðu og praktisku viðurskiftunum, ið eru tengd at valinum. |
The church council has varied and exciting tasks to perform. | article_dagur_translated | Kirkjuráðið hevur fjølbroyttar og spannandi uppgávur at røkja. |
In the coming months several aspects will be discussed on the website. | article_dagur_translated | Komandi mánaðirnar verða nakrir tættir umrøddir á heimasíðuni. |
This time it is only formally announced that an election will be held on November 4, 2025, writes folkakirkjan.fo, which also points to the various considerations of the more than 60 church councils. | article_dagur_translated | Á hesum sinni verður einans formliga boðað frá, at val verður 4. november 2025, skrivar folkakirkjan.fo, sum eisini vísir á ymisku atlitini hjá teimum yvir 60 kirkjuráðunum. |
The church council in the parish must ensure good conditions for the congregation's life and growth in faith in accordance with the doctrinal basis of the People's Church. | article_dagur_translated | Kirkjuráðið í kirkjusóknini skal tryggja kirkjuliðinum góð kor fyri lívi og vøkstri í trúskapi móti lærugrundarlagnum hjá fólkakirkjuni. |
The church council governs the church in the parish and is responsible for the financial affairs and the administration of the local church. | article_dagur_translated | Kirkjuráðið stjórnar kirkjuni í kirkjusóknini og hevur ábyrgd av fíggjarviðurskiftunum og av fyrisitingini hjá staðbundnu kirkjuni. |
In connection with the new Faroese literature festival, the Runavík municipality will receive a special author visit from the British writer Amy Liptrot. | article_dagur_translated | Í sambandi við nýggja føroyska bókmentafestivalin fær Runavíkar kommuna forkunnuga rithøvundavitjan av bretsku Amy Liptrot. |
She will visit the Bátafelagið in Glyvrar on Thursday, February 27 at 16:30 and will, in conversation with Guðrún í Jákupsstovu, talk about the highly acclaimed memoir "The Outrun." | article_dagur_translated | Hon vitjar í Bátafelagnum á Glyvrum hósdagin 27. februar kl. 16.30 og fer í samrøðu við Guðruna í Jákupsstovu at greiða frá sera væl umtóktu ævisøguni "The Outrun". |
Amy Liptrot works as a journalist and author and lives in Yorkshire, England, but she grew up on a small farm in the Orkney Islands. | article_dagur_translated | Amy Liptrot starvast sum journalistur og rithøvundur, og er búsitandi í Yorkshire í Englandi men vaks upp á einum lítlum bóndagarði í Orknoyum. |
She dreamed of moving away from the small community and first moved to Edinburgh to get an education. | article_dagur_translated | Hon droymdi um at flyta burtur frá lítla samfelagnum og flutti fyrst til Edinburgh at nema sær útbúgving. |
She then moved to London, where she lived for about eight years. | article_dagur_translated | Síðani flutti hon til til London, har hon búði í út við átta ár. |
But big-city life brought challenges and temptations, and Amy became so addicted to alcohol and drugs that she lost her footing. | article_dagur_translated | Men stórbýarlívið hevði avbjóðingar og freistingar við sær, og Amy gjørdist so mikið bundin at rúsdrekka og rúsevnum, at hon misti fótafestið. |
She moved from flat to flat, lost her jobs, and in the end even her partner left her. | article_dagur_translated | Hon flutti frá íbúð til íbúð, misti síni størv og at enda fór sjeikurin eisini frá henni. |
For several years she tried to escape the addiction but it did not work until she realized she might only have one chance left. | article_dagur_translated | Í fleiri ár royndi hon at sleppa úr misnýtsluni men tað riggaði ikki fyrr enn hon ásannaði, at hon kanska bert hevði ein kjans afturat. |
To regain her footing in life, she moved back home to the Orkney Islands. | article_dagur_translated | Fyri at fóta sær aftur í lívinum flutti hon heim aftur til Orknoyar. |
She has written all of this in the award-winning and moving memoir "The Outrun." | article_dagur_translated | Alt detta hevur hon skrivað um í virðisløntu og hugtakandi ævisøguni "The Outrun" |
Published in 2016, it has recently also been adapted into a film starring Saoirse Ronan as Amy. | article_dagur_translated | frá 2016, sum nýliga eisini er filmatiserað við Saoirse Ronan í leiklutinum sum Amy |
Subsets and Splits
No community queries yet
The top public SQL queries from the community will appear here once available.