en
stringlengths
1
10.6k
source
stringclasses
4 values
fo
stringlengths
1
10.3k
Thus legends, art, events, and sound will be linked together with the Huldulitt initiative.
article_dagur_translated
Sostatt verða sagnir, list, tiltøk og ljóð knýtt saman við Huldulitt tiltakinum.
The opening will be on February 1, and then several venues and shops in Tórshavn will create special extras.
article_dagur_translated
Setanin verður 1. februar, og tá fara fleiri støð og handlar í Havn at gera eyka burturúr.
Other events and concerts are also on the schedule both on the opening day itself and the full week, with the final programme to be announced.
article_dagur_translated
Onnur og konsertir vera eisini á skrá bæði á sjálva setanardegnum og alla vikuna verður at enda upplýst.
The streaming site Netflix has had its challenges in recent years and has also imposed higher fees on subscription plans, as well as made it difficult for people in different households to share the same subscription.
article_dagur_translated
Stroymingarsíðan Netflix hevur havt sínar avbjóðingar seinastu árini og hevur eisini lagt hægri gjald á hjá haldaraum, umframt at hava gjørt tað trupult hjá fólki í ymiskum húsarhaldum at hava sama hald.
Now things are also improving for Netflix — both in terms of subscriber numbers and revenues.
article_dagur_translated
Nú gongur eisini betri hjá Netflix - bæði í mun til haldaratøl og inntøkur.
In a statement regarding the 2024 annual report, Netflix writes that the number of subscriptions worldwide is now above 300 million for the first time.
article_dagur_translated
Í fráboðan í sambandi við ársrokniskapin fyri 2024, skrivar Netflix, at talið av haldum kring heimin nú er omanfyri 300 milliónir fyri fyrstu ferð.
Netflix gained 41 million new subscribers in 2024.
article_dagur_translated
Netflix fekk 41 milliónir nýggjar haldarar í 2024.
This is reported by Ritzau and several international media outlets.
article_dagur_translated
Hetta skrivar Ritzau umframt fleiri altjóða miðlar.
Last year's revenue was 39 billion dollars, which is about 280 billion kroner.
article_dagur_translated
Umsetningurin í fjør var 39 milliardir dollarar, sum eru umleið 280 milliardir krónur.
This is about 16 percent more than in 2023.
article_dagur_translated
Hetta er umleið 16 prosent meira enn í 2023.
On Saturday, February 15, the Agricultural Conference will be organized for the 10th time, and it will take place in Varpin in Klaksvík.
article_dagur_translated
Leygardagin tann 15. februar verður Búnaðarstevnan fyriskipað 10. ferð, og verður hon í Varpinum í Klaksvík.
There is an opportunity to ask questions, and the panel also has the opportunity to communicate directly with everyone on the floor.
article_dagur_translated
Møguleiki er seta spurningar og so hevur tein eisini møguleika at samskifta beinleiðis við øll á gólvinum.
The Agricultural Conference is reasonably well attended, and it is necessary to register as a participant because seating is limited.
article_dagur_translated
Búnaðarstevnan er rímuliga væl vitjað og neyðugt er at skráseta seg sum luttakara, tí luttøkuplássið er avmarkað.
The Agricultural Conference is a recurring event relevant to development and information within Faroese agriculture, where everyone interested in agricultural issues in the Faroe Islands can meet and communicate about various relevant matters.
article_dagur_translated
Búnaðarstevnan er eitt afturvendandi tiltak og viðkomandi fyri menning og kunning innan føroyskan landbúnað, har øll við áhuga fyri landbúnaðarviðurskiftum í Føroyum kunnu hittast og samskifta um ymisk viðkomandi mál,
Several presentations will be given at this year's conference.
article_dagur_translated
Á stevnuni í ár verða fleiri framløgur.
Høgni Hoydal, the minister responsible for agricultural affairs, will present the government's new agricultural policy, and agricultural economist Johnny í Grótinum will speak about agriculture and the economy.
article_dagur_translated
Høgni Hoydal, landsstýrismaður við búnaðarmálum fer at greiða frá um nýggja landbúnaðarpolitikkin hjá landsstýrinum, og búskaparfrøðingurin Johnny í Grótinum fer at tosa um landbúnað og búskap.
Foreign guests are also on the program.
article_dagur_translated
Útlendskir gestir eru eisini á skránni.
Maree Hay from the Netherlands will present the Polycrub concept, which started as a community project in 2008 and is about producing more goods locally, and Thomas Holm Carlsen from Norway will talk about the possibilities of utilizing geese and biological diversity in the pasture.
article_dagur_translated
Maree Hay úr Hetlandi fer at greiða frá konseptinum Polycrub, sum byrjaði sum ein samfelagsverkætlan í 2008, og snýr seg um at framleiða fleiri vørur lokalt, og Thomas Holm Carlsen úr Noregi fer at fortelja um møguleikarnar við at gagnnýta æður og lívfrøðiligt margfeldi í haganum.
There will be presentations by the new director of MBM, Tony Weyhe, the Agricultural Fund and the Agricultural Agency, and additionally there will be presentations by the farming couples Maud and Bárði Østerø at Trøllanes and Janus and Bára Joensen at Varmakeldu Farm, who will talk about their experiences.
article_dagur_translated
Framløgur verða við nýggja stjóranum í MBM, Tony Weyhe, Búnaðargrunninum og Búnaðarstovuni og hartil verða eisini framløgur av bóndahjúnunum Maud og Bárði Østerø á Trøllanesi og Janus og Báru Joensen á Varmakeldugarði, sum greiða frá teirra royndum.
The conference ends with a panel discussion with participation from all parties in the parliament.
article_dagur_translated
Stevnan endar við pallborðsorðaskifti við luttøku frá øllum flokkum á tingi.
The title of the discussion is "New agricultural policy for the Faroe Islands", and the moderator will be Beinta Løwe.
article_dagur_translated
Heitið fyri orðaskiftinum er “Nýggjur landbúnaðarpolitikkur fyri Føroyar”, og orðstýrari verður Beinta Løwe.
A driver was in a hurry when he had to go through the Norðoyatunnilin this morning at 06:20.
article_dagur_translated
Ein bilførari hevði skund tá hann í morgun klokkan 06.20 skuldi gjøgnum Norðoyatunnlinin.
Unfortunately for him, the police were present with a laser device, and the speed of the car was measured at 115 kilometres per hour.
article_dagur_translated
Tíverri fyri viðkomandi var løgreglan til staðar við lasaratólinum, og ferðin á bilin varð máld til 115 kilometrar um tímam.
That results in a conditional revocation of the driver's license.
article_dagur_translated
Tað gevur treytað frádøming av koyrikortinum.
Several checks were carried out in traffic yesterday without leading to any charges.
article_dagur_translated
Fleiri kanningar vórðu gjørdar í ferðsluni í gjár uttan at tað førdi til nakra sak.
But an operation outside a school in Tórshavn yesterday morning resulted in four penalty points on the driver's licenses of drivers who did not have their children in the proper safety equipment in the car.
article_dagur_translated
Men eitt átak uttan fyri ein skúla í Havn í gjáramorgunin gav fýra klipp í koyrikortið til bilførarar, sum ikki høvdu børn síni í rættari trygdarútgerð í bilinum.
With a full house and excited spectators, Klippfisk's annual film competition succeeded very well when the films from the competition were shown on Sunday evening, January 19.
article_dagur_translated
Við fullsettum sali og spentum áskoðarum hepnaðist árliga filmskappingin hjá Klippfiski avbæra væl, tá ið filmarnir frá filmskappingini vórðu sýndir sunnukvøldið 19. januar.
Eighty enthusiastic filmmakers from 27 teams across the country signed up, and the result was an incredibly good and varied film experience.
article_dagur_translated
80 eldhugaðir filmskaparar úr 27 bólkum kring alt landið teknaðu seg, og úrslitið var eitt ótrúliga gott og fjølbroytt filmsupplivilsi.
This year's theme was adventure, and among other things water had to play a role in the films.
article_dagur_translated
Evnið í ár var ævintýr, og millum annað skuldi vatn spæla ein leiklut í filmunum.
The film competition took place from January 13 to 15, and the results were revealed with a grand presentation at Perlan.
article_dagur_translated
Filmskappingin fór fram dagarnar 13. til 15. januar, og úrslitini vórðu avdúkað við eini stásiligari sýning í Perluni.
The jury consisted of Durita Sumberg Poulsen representing Klippfisk, Eir í Ólavsstóvu representing Faroese Filmmakers, and Jón Hammer representing the Film House.
article_dagur_translated
Í dómsnevndini vóru Durita Sumberg Poulsen sum umboð fyri Klippfisk, Eir í Ólavsstóvu sum umboð fyri Føroysk Filmsfólk og Jón Hammer sum umboð fyri Filmshúsið.
The film competition has once again shown how talented our young people in the Faroe Islands are and how the quality simply increases year after year.
article_dagur_translated
Filmskappingin hevur aftur víst, hvussu gávurík okkara ungu í Føroyum eru, og hvussu góðskan bara hækkar ár undan ári.
Klippfisk is pleased that so many participated, and we are already looking forward to next year when new ideas and exciting stories will again bring the screen to life.
article_dagur_translated
Klippfisk fegnast um, at so nógv hava luttikið, og vit gleða okkum longu til komandi ár, tá ið nýggj hugskot og spennandi søgur aftur fara at lívga skíggjan.
These won the 48-hour film competition 2025:
article_dagur_translated
Hesi vunnu 48 tímar filmskappingina 2025:
Nora Katrinardóttir and Stella Djurhuus á Neystabø
article_dagur_translated
Nora Katrinardóttir og Stella Djurhuus á Neystabø
Based on an adventure, the filmmakers took the audience on an exciting journey that kept them captivated from beginning to end.
article_dagur_translated
Við støði í einum ævintýri tóku filmskapararnir áskoðaran við á eina spennandi ferð, sum helt hann fangaðan frá byrjan til enda.
The film was exceptionally well produced with inspiring lighting, simple but strong tricks, and a story that moved the audience.
article_dagur_translated
Filmurin var framúr væl framleiddur við hugkveikjandi ljósseting, einføldum, men sterkum triksum, og eini søgu, sum rørdi við áskoðaran.
Someone on the jury even had to cover their eyes — the film worked that well!
article_dagur_translated
Onkur í dómsnevndini mátti enntá halda sær fyri eyguni – so væl riggaði filmurin!
Tórur Schwartz Herason and Røskva Lý Heradóttir
article_dagur_translated
Tórur Schwartz Herason og Røskva Lý Heradóttir
The jury praised the film for being both beautiful and well-executed.
article_dagur_translated
Dómsnevndin rósti filminum fyri at vera bæði flottan og gjøgnumførdan.
The challenges in the competition were used with great creativity, and the transition between the real world and the world of adventure was executed particularly well.
article_dagur_translated
Avbjóðingarnar í kappingini vórðu brúktar við stórum kreativiteti, og skiftið millum veruliga heimin og ævintýrheimin var serstakliga væl framt.
Set design, costumes, and the creepy bearded dragon made the film unique.
article_dagur_translated
Pallsnið, búnar og óhugnaligi skeggdrekin gjørdu filmin einastandandi.
A special remark from the jury was that this film could certainly be shown on television.
article_dagur_translated
Ein serstøk viðmerking frá dómsnevndini var, at hesin filmur saktans kundi verið sýndur í sjónvarpinum.
Lív Jógvansdóttir as Anna in
article_dagur_translated
Lív Jógvansdóttir sum Anna í
Lív stood out with her intimate and convincing performances, in which she was particularly good at making the audience empathize with the lead character.
article_dagur_translated
Lív skaraði framúr við sínum inniligu og sannførandi framsøgum, har hon dugdi serliga væl at fáa áskoðaran at kenna við høvuðsleiklutinum.
The jury praised her for conveying all emotions in a lively and nuanced way.
article_dagur_translated
Dómsnevndin rósti henni fyri at bera allar kenslurnar fram á ein livandi og nærlagdan hátt.
Annfríð Johansen as the Troll in
article_dagur_translated
Annfríð Johansen sum Trøllið í
Annfríð appeared in only one scene, but her short and well-executed role as the Troll on the attic beam made her unmistakably memorable.
article_dagur_translated
Annfríð var við í bert einari scenu, men hennara stuttliga og gjøgnumførdi leiklutur sum Trøllið á loftinum í hjallinum gjørdi hana óbroytiliga minnisverda.
Her voice and high spirits added an incredibly amusing touch to the film.
article_dagur_translated
Hennara rødd og hábrøgd settu ein ótrúliga skemtiligan dám á filmin.
Svend Danielsen and Jónas Thomsen
article_dagur_translated
Svend Danielsen og Jónas Thomsen
This was certainly a film idea that stood out.
article_dagur_translated
Hetta var heilt vist eitt filmshugskot, sum skaraði framúr.
By taking the most famous Faroese fairy tale and transforming it into a funny mockumentary, the filmmakers achieved great success.
article_dagur_translated
Við at taka kendasta føroyska ævintýrið og umskapa tað til ein stuttligan mockumentary, vunnu filmskapararnir stórt.
The jury said that this was a brilliant idea that they had not at all expected to see.
article_dagur_translated
Dómsnevndin segði, at hetta var eitt genialt hugskot, sum tey als ikki høvdu roknað við at síggja.
These days Rannvá G. Niclasen and Vár Bech Árting represent the Faroese dance company RIVA at an international dance event in Taiwan.
article_dagur_translated
Í hesum døgum umboða Rannvá G. Niclasen og Vár Bech Árting føroyska dansivirkið RIVA til eitt altjóða dansitilhald í Taivan.
The dance event, held for the fifth time, is organized by Seed Dance Company from Taiwan and the international Ehrstrand Dance Collective.
article_dagur_translated
Dansitilhaldið, ið verður hildið fyri fimtu ferð, er fyriskipað av Seed Dance Company úr Taivan og altjóða Ehrstrand Dance Collective.
This is the third year that RIVA is participating.
article_dagur_translated
Hetta er triðja árið, at RIVA luttekur.
Over the past week 10–15 international dancers from Ehrstrand Dance Collective have been together in Yanpu Township in southern Taiwan.
article_dagur_translated
Seinastu vikuna hava 10-15 altjóða dansarar úr Ehrstrand Dance Collective verið saman í Yanpu Township í suður Taivan.
From 9 a.m. to 9 p.m. there are lessons, dancing, and new works choreographed together with more than 30 local professional dancers and dance students from Taiwan.
article_dagur_translated
Frá klokkan 9 um morgunin til 21 um kvøldið, verður undirvíst, dansað og nýggj verk koreograferað saman við yvir 30 lokalum yrkisdansarum og dansinæmingum úr Taivan.
The culmination is performances over two days.
article_dagur_translated
Endabresturin er sýningar yvir tveir dagar.
Seed Dance Company organizes an indoor performance in a black-box theater and also sets up an outdoor stage and site-specific performances — meaning the participating dancers go to selected locations and create works on site.
article_dagur_translated
Seed Dance Company skipar fyri einari innandura sýning í einari black-box, umframt at seta upp bæði ein uttandura pall og staðbundnar framførslur – tað vil siga, at luttakandi dansararnir fara til úrvald støð og skapa verk á staðnum.
Examples of such locations include playgrounds, a temple, and a night market.
article_dagur_translated
Her kunnu m.a. nevnast spælipláss, tempul og kvøldmarknaður.
What is particularly special about the outdoor performances is that other dancers from Taiwan, who are not necessarily connected to the dance event, also come to Yanpu Township to perform.
article_dagur_translated
Tað heilt serliga við sýningunum uttandura er, at aðrir dansarar úr Taivan, ið ikki neyðturviliga eru tengdir at dansitilhaldinum, eisini koma til Yanpu Township at framføra.
Additionally, small vendor booths are set up on the days when the outdoor performances take place, where they sell food and other local products.
article_dagur_translated
Harumframt verða smærri sølubásar settir upp í døgunum tá útisýningarnar eru, har tey m.a. selja matvørur og vørur úr nærumhvørvinum annars.
Thus the dance event becomes almost a kind of festival where children, young people, and adults enjoy dance, music, food, and so on for two days.
article_dagur_translated
Sostatt gerst dansitilhaldið nærum til eitt slag av festivali har børn, ung og vaksin hugna sær við dansi, tónleiki, mati o.ø. í tveir dagar.
This year 10 international dancers are participating from Germany, France, Switzerland, Italy, the Netherlands, Japan, Sweden, and Greece, in addition to the two representatives from the Faroe Islands.
article_dagur_translated
Í ár luttaka 10 altjóða dansarar úr Týsklandi, Fraklandi, Sveis, Italia, Niðurlondum, Japan, Svøríki, Grikkalandi, umframt tey tvey umboðini frá Føroyum.
In this round Vár and Rannvá have taught partnering; Rannvá has taught contemporary dance/floorwork; and both are involved in creating a piece together with the Swedish Julia Ehrstrand (leader of Ehrstrand Dance Collective).
article_dagur_translated
Vár og Rannvá hava í hesum umfarinum undirvíst í “partnering”, Rannvá hevur undirvíst í samtíðardansi/floorwork, og báðar eru við til at skapa eitt verk saman við svensku Julia Ehrstrand (leiðari av Ehrstrand Dance Collective).
They also perform in several works created by other choreographers.
article_dagur_translated
Harumframt framføra tær eisini í fleiri verkum skapað av øðrum koreografum.
Mainly contemporary dance is being worked on for the event, but all kinds of dance can be represented — for example jazz, Irish stepdance, and Taiwanese folk dance.
article_dagur_translated
Í høvuðsheitum verður arbeitt við samtíðardansi til dansitilhaldið, men allur dansur kann umboðast – nevnast kann m.a. jazz, írskur steppdansur og taivanskur fólkadansur.
The performances will be on 23 and 25 January 2025.
article_dagur_translated
Sýningarnar verða 23. og 25. januar 2025.
On Wednesday the Film Society will show the much-discussed Danish film “Pigen med nålen”, which has won 21 awards, and is about the ill-reputed Dagmar Overby.
article_dagur_translated
Mikudagin sýnir Filmsfelagið nógv umrødda danska filmin ”Pigen med nålen”, sum hevur vunnið 21 virðislønir, og er um illa lýddu Dagmar Overby.
The Swedish director, Magnus von Horn (b. 1983), graduated in Łódź in Poland in 2013, and for his first film “Efterskalv” (2015) received three Guldbagge awards in Sweden.
article_dagur_translated
Svenski leikstjórin, Magnus von Horn (f.1983), er útbúgvin í Lódz í Polandi í 2013, og fekk fyri fyrsta filmin ”Efterskalv” (2015) tríggjar Guldbagge virðislønir í Svøríki.
Like “Pigen med nålen”, that film competed at Cannes for the Golden Palm.
article_dagur_translated
Eins og ”Pigen med nålen”, var tann filmurin í  kappingini í Cannes um Gylta Pálmin.
“Pigen med nålen” was also the Danish submission for the Academy Award for Best International Feature Film, and a submission for the Golden Globe for Best Non-English Language Film.
article_dagur_translated
”Pigen med nålen” var eisini danska uppskotið at fáa Oscarvirðislønina sum besti altjóða filmur, og í uppskoti at fáa Golden Globevirðislønina sum besti filmur, ið ikki er á enskum.
In this film, which is shot in black and white, we are in Copenhagen after the First World War.
article_dagur_translated
Í hesum filmi, sum er tikin í svart-hvítum, eru vit í Keypmannahavn eftir fyrra verðaldarbardaga.
We follow the young unemployed Karolina (Vic Carmen Sonne), who has become pregnant.
article_dagur_translated
Vit fylgja ungu arbeiðsleysu Karolinu (Vic Carmen Sonne), sum er blivin við barn.
Alone and abandoned, she meets the charismatic Dagmar Overbye (Trine Dyrholm), who secretly runs an adoption service for women in desperate circumstances.
article_dagur_translated
Einsamøll og forlátin møtir hon karismatisku Dagmar Overbye (Trine Dyrholm), sum í loyndum rekur eina ættleiðingartænastu fyri kvinnur í trongum korum.
Karolina gets work as a wet nurse and as Dagmar's assistant.
article_dagur_translated
Karolina fær arbeiði sum bróstmóðir og at ganga Dagmar til handa.
A strong bond is formed between them, until Karolina discovers what the truth really is about Dagmar's activities.
article_dagur_translated
Eitt sterkt samband verður knýtt teirra millum, heilt til Karolina kemur eftir, hvør sannleikin í veruleikanum er um virksemið hjá Dagmar.
The film is based on real events that shocked the country when they came to light.
article_dagur_translated
Filmurin byggir á veruligar hendingar, ið skakaðu landið, tá tær komu fram.
Dagmar Overbye (1887–1929) is documented at the Police History Museum.
article_dagur_translated
Dagmar Overbye (1887-1929) er dokumenterað á Politihistorisk Museum.
Karen Søndergaard Jensen wrote about her in 2004 in the novel “Englemagersken”, and in 2006 Teatret ved Sorte Hest staged the story of Dagmar in the play “Historien om en mo(r)der”.
article_dagur_translated
Karen Søndergaard Jensen skrivaði í 2004 um hana í skaldsøguni ”Englemagersken”, og í 2006 setti Teatret ved Sorte Hest søguna um Dagmar á pall í leikinum ”Historien om en mo(r)der”.
As a curiosity, it can be mentioned that Faroese people have lived in Dagmar Overbye’s apartment while the stove where the crimes were committed still stood in the flat.
article_dagur_translated
Sum eitt kuriosum kann nevnast, at føroyingar hava búð í íbúðini hjá Dagmar Overbye meðan ovnurin, har illgerðirnar vórðu framdar, enn stóð í íbúðini.
Peter Bradshaw, who reviews films for The Guardian, gives the new Danish film a top review, and about the black-and-white filmmaking notes that “there are touches of Lynch, Von Trier or even Tod Browning here.”
article_dagur_translated
Peter Bradshaw, sum ummælir film fyri The Guardian, gevur nýggja danska filminum besta ummæli, og nevnir, um svørt-hvítu filminingina, at “there are touches of Lynch, Von Trier or even Tod Browning here.”
The Film Society will show “Pigen med nålen” at Havnar Bio on Wednesday, January 29 at 8:00 PM.
article_dagur_translated
Filmsfelagið sýnir “Pigen med nålen” verður í Havnar Bio mikudagin 29. januar kl. 20
About 40 percent of all school pupils in the Faroe Islands are in Tórshavn municipality.
article_dagur_translated
Áleið 40 prosent av øllum skúlanæmingum í Føroyum eru í Tórshavnar kommunu.
However, there is no concrete plan to create new reception classes for children who have recently moved to the country and do not know the language.
article_dagur_translated
Kortini er ongin ítøkilig ætlan ætlan um at gera nýggjar móttøkuflokkar fyri børn, sum nýliga eru flutt til landið og ikki duga málið.
This is confirmed by Skúlablaðið, which has spoken with Heini Gaard, head of the Education Department of Tórshavn municipality.
article_dagur_translated
Hetta staðfestir Skúlablaðið, sum hevur tosað ið Heini Gaard, leiðara á Mentamáladeildini hjá Tórshavna kommunu.
There is a reception class in the largest municipality in the country.
article_dagur_translated
Har er ein móttøkuflokkur í størsti kommununi í landinum.
It concerns the reception class for refugee children from Ukraine.
article_dagur_translated
Talan er um móttøkuflokkin fyri flóttabørn úr Ukraina.
It is confirmed that this class continues in the same format at Eystur School.
article_dagur_translated
Hesin heldur fram eftir sama leisti í Eysturskúlanum verður staðfest.
The schools in Tórshavn municipality have discussed the question of reception classes at a meeting with the municipality.
article_dagur_translated
Skúlarnir í Tórshavnar kommunu hava umrøtt spurningin um móttøkuflokkar á fundi við kommununa.
Cooperation on teaching Faroese is on the table.
article_dagur_translated
Samarbeið um undrvísing í føroyskum er á breddanum.
Among other things it was discussed whether the schools should begin cooperating on teaching Faroese as a second language, but the parties have not yet reached any final decision.
article_dagur_translated
- Millum annað varð umrøtt, um skúlarnir skulu fara undir at samstarva um undirvísingina í føroyskum sum annaðmál, men enn eru partarnir ikki komnir til nakra endaliga niðurstøðu.
The deadline for schools to apply for hours for Faroese as a second language is in February 2025, writes skulabladid.fo.
article_dagur_translated
Freistin hjá skúlunum at søkja um tímar til føroyskt sum annaðmál er í februar í 2025, skrivar skulabladid.fo
Heini Gaard points out that the schools can apply to the Education Authority for hours for Faroese as a second language.
article_dagur_translated
Heini Gaard vísir júst á, at skúlarnir kunnu søkja Undirvísingarstýrið um tímar til føroyskt sum annaðmál.
In recent years the number of pupils from other countries, children of immigrants, has grown very much.
article_dagur_translated
Seinnu árini er talið av næmingum úr øðrum londum, børn hjá tilflytarum, vaksið sera nógv.
For several years Tórshavn municipality has supported teaching Faroese as a second language, which Tórshavn evening school has been responsible for.
article_dagur_translated
Í fleiri ár hevur Tórshavnar kommuna styðjað upp undir undirvísingina í føroyskum sum annaðmál, sum Tórshavnar kvøldskúli hevur staðið fyri.
Among other things, instruction has been organized in so-called reception classes.
article_dagur_translated
Millum annað hevur verið skipað fyri undirvísing í sokallaðum móttøkuflokkum.
But now that Tórshavn evening school has relinquished all teaching of Faroese as a second language, the responsibility has been transferred to the Education Authority to administer.
article_dagur_translated
Men nú Tórshavnar kvøldskúli hevur slept allari undirvísing í føroyskum sum annaðmál, er málsøkið flutt til Undirvísingarstýrið at umsita.
According to the Primary School Act and the regulations on Faroese as a second language, it is the municipality, together with the schools, that must take steps regarding reception classes.
article_dagur_translated
Sambært fólkaskúlalógini og kunngerðini um føroyskt sum annaðmál er tað kommunan, sum saman við skúlunum skal taka stig til móttøkuflokkar.