en stringlengths 1 10.6k | source stringclasses 4
values | fo stringlengths 1 10.3k |
|---|---|---|
In total, the technical administration encompasses approximately 265 full-time equivalents, of which 46 work in the administration. | article_dagur_translated | Samanlagt fevnir tekniska fyrisiting um áleið 265 ársverk, harav 46 starvast í fyrisitingini. |
In the political structure, the technical administration reports to the technical committee, the building and urban planning committee, and the nature and environment committee. | article_dagur_translated | Í politiska bygnaðinum hevur tekniska fyrisiting tilvísing til teknisku nevnd, byggi- og býarskipanarnevndina og náttúru- og umhvørvisnevndina. |
There were eight applications for the position. | article_dagur_translated | Átta umsóknir vóru til starvið. |
Today, February 14, 2025, exactly 20 years have passed since YouTube, the website that changed how we share and watch videos on the internet, was founded. | article_dagur_translated | Í dag, 14. februar 2025, eru júst 20 ár liðin, síðan YouTube, heimasíðan, sum broytti, hvussu vit deila og hyggja eftir sjónbondum á netinum, varð stovnað. |
It was the three PayPal colleagues Steve Chen, Chad Hurley and Jawed Karim who founded the popular website on February 14, 2005. | article_dagur_translated | Tað vóru teir tríggir starvsfelagarnir á PayPal, Steve Chen, Chad Hurley og Jawed Karim, sum 14. februar 2005 stovnaðu vælumtóktu heimasíðuna. |
The first video was uploaded to YouTube on April 23, 2005. | article_dagur_translated | Fyrsta sjónbandið varð lagt út á YouTube 23. apríl 2005. |
It is 19 seconds long and shows Jawed Karim at the zoo in the American city of San Diego. | article_dagur_translated | Tað er 19 sekund langt og vísir Jawed Karim í djóragarðinum í amerikanska býnum San Diego. |
Today it has been viewed 350 million times. | article_dagur_translated | Í dag hevur verið víst 350 milliónir ferðir. |
In 2006 Google bought YouTube for 1.65 billion dollars, and 20 years later the website is still developing. | article_dagur_translated | Í 2006 keypti Google YouTube fyri 1,65 milliardir dollarar, og 20 ár seinni er heimasíðan framvegis í menning. |
Today YouTube has everything from amateur content to major film productions and in recent years has become a real competitor to television channels. | article_dagur_translated | YouTube hevur í dag alt frá amtørinnihaldi til størri filmsframsleiðslur og er seinastu árini vorðin ein veruligur kappingarneyti hjá sjónvarpsrásunum. |
According to Google, about 500 hours of content are uploaded to the site every minute. | article_dagur_translated | Sambært Google verða umleið 500 tímar av tilfari lagt út á síðuna hvønn minutt. |
The number of videos available on YouTube is not publicly announced, but according to a study from the University of Massachusetts published a year ago, it is about 14 billion, writes Ritzau. | article_dagur_translated | Talið á sjónbondum, sum eru tøk á YouTube, er ikki almannakunngjørt, men sambært kanning frá University of Massachusetts, sum varð almannakunngjørd fyri einum ári síðani, er talan um umleið 14 milliardir, skrivar Ritzau. |
In 2006 YouTube had, according to the BBC, 34 million monthly visitors who together watched an average of 100 million videos per day. | article_dagur_translated | Í 2006 hevði YouTube sambært BBC 34 milliónir vitjandi um mánaðin, sum í miðal hugdu eftir 100 milliónum sjónbondum um dagin tilsamans. |
The number of monthly visitors today is about 2.5 billion, and on average visitors together watch about five billion videos per day, writes the BBC. | article_dagur_translated | Talið á vitjandi um mánaðin í dag er um 2,5 milliardir, og í miðal hyggja vitjandi tilsamans eftir umleið fimm milliardum sjónbondum um dagin, skrivar BBC. |
The most viewed video on YouTube is , which was uploaded in June 2016. | article_dagur_translated | Mest sædda sjónbandið á YouTube er , sum varð lagt út í juni 2016. |
It has since been viewed 15.6 billion times. | article_dagur_translated | Tað er síðani víst 15,6 milliardir ferðir. |
The video shows, among other things, children dancing to the song "Baby Shark". | article_dagur_translated | Sjónbandið vísir m.a. børn, sum dansa til sangin "Baby Shark". |
In second place is a music video for the song by Puerto Rican singer Luis Fonsi, which was uploaded in January 2017. | article_dagur_translated | Á øðrum plássi er eitt sjónbandalag til sangin hjá puertorikanska sangaranum Luis Fonsi, sum varð lagt út í januar 2017. |
It has been viewed 8.7 billion times. | article_dagur_translated | Tað er víst 8,7 milliardir ferðir. |
The first video to be viewed one billion times was the music video for the song "Gangnam Style" by South Korean artist PSY. | article_dagur_translated | Fyrsta sjónbandið, sum varð víst eina milliard ferðir var sjónbandalagið til sangin "Gangnam Style" hjá suðurkoreanska PSY. |
It was uploaded to the website in July 2012, and already in December the same year over one billion had watched it. | article_dagur_translated | varð lagt á heimasíðuna í juli 2012, og longu í desember sama árið høvdu yvir ein milliard hugt eftir tí. |
At the beginning of the year there were just over 19,600 households in the Faroe Islands. | article_dagur_translated | Við ársbyrjan vóru góð 19.600 húski í Føroyum. |
That is 321 more than a year ago, and about 2,700 more than ten years ago, writes the National Statistics Office. | article_dagur_translated | Tað er 321 fleiri enn fyri einum ári síðani, og umleið 2.700 fleiri enn fyri tíggju árum síðani, skrivar Hagstovan. |
Over the past ten years the population has also grown by over 6,000 people, and of the 2,700 households added during this period, about 45 percent are single-person households. | article_dagur_translated | Seinastu tíggju árini er fólktalið eisini vaksið við yvir 6.000 fólkum, og av teimum 2.700 húskjunum, sum eru komin afturat í hesum tíðarskeiðnum, eru um 45 prosent støk húski. |
At the beginning of the year the number of single-person households was 5,300. | article_dagur_translated | Við ársbyrjan var talið á støkum húskjum 5.300. |
This means that only one person lives in about one in four households in the Faroe Islands. | article_dagur_translated | Hetta merkir, at tað býr bert ein persónur í umleið fjórða hvørjum húski í Føroyum. |
The second-largest household group, which is almost as large as the single-person households, is households with two adults and no children. | article_dagur_translated | Næststørsti húskisbólkur, sum er nærum líka stórur sum tey støku, er húski við tveimum vaksnum og ongum børnum. |
At the beginning of the year they numbered just over 4,900. | article_dagur_translated | Við ársbyrjan vóru tey góð 4.900 í tali. |
The National Statistics Office writes that on average there are just under three people in each household, but in about two thirds of them there are no children. | article_dagur_translated | Hagstovan skrivar, at í miðal eru beint undir trý fólk í hvørjum húski, men í umleið tveimum triðingum av teimum eru eingi børn. |
Djóni Nolsøe Joensen, minister, has this week held his first meeting with the new board of the University of the Faroe Islands. | article_dagur_translated | Djóni Nolsøe Joensen, landsstsýrismaður, hevur í vikuni havt sín fyrsta fund við nýggja stýrið fyri Fróðskaparsetur Føroya. |
This meeting was simultaneously the first meeting among the newly elected members of the board. | article_dagur_translated | Hesin fundur var samstundis fyrsti fundurin ímillum nývaldu limirnar í stýrinum. |
The board was appointed on January 1 this year for a four-year term, from January 1, 2025, through December 31, 2028. | article_dagur_translated | Stýrið varð sett tann 1. januar í ár fyri eitt fýra ára skeið, sum er frá 1. januar 2025 til og við 31. desember 2028. |
The board members are a composition of newly elected and re-elected members, with broad and solid professional experience, leadership experience from the private and public sectors, and experience in research. | article_dagur_translated | Stýrislimirnir eru ein samanseting av nývaldum og endurvaldum limum, við breiðum og hollum fakligum royndum, leiðsluroyndum úr tí privata og almenna sektorinum, og við royndum innan gransking. |
In the board are: | article_dagur_translated | Í stýrinum eru: |
Ólavur Ellefsen, CEO of Flowcore (re-elected) | article_dagur_translated | Ólavur Ellefsen, stjóri í Flowcore (afturval) |
Elaine Munthe, dean at the Knowledge Center for Education and professor of pedagogy at the University of Stavanger (re-elected) | article_dagur_translated | Elaine Munthe, dekanur á Kunnskabssenter for utdanning og professari í pedagogikki á universitetinum í Stavanger (afturval) |
Deputy: Ragnheiður H. Magnúsardóttir, director at Maggar in Iceland and specialist in technology and entrepreneurship | article_dagur_translated | Varalimur: Ragnheiður H. Magnúsardóttir, stjóri í Maggar í Íslandi og serfrøðingur í tøkni og íverksetan |
Members and deputies on recommendation from the University of the Faroe Islands: | article_dagur_translated | Limir og varalimir eftir tilmæli frá Fróðskaparsetri Føroya: |
Sonja Olsen, PhD researcher in educational science, Faculty of Educational Sciences | article_dagur_translated | Sonja Olsen, ph.d.-vísindastarvsfólk í námsfrøði, Námsvísindadeildin |
Last week the Greenlandic member of the Danish Parliament, Aki-Matilda Høegh-Dam, resigned from the party Siumut. | article_dagur_translated | Í farnu viku meldaði grønlendski fólkatingslimurin, Aki-Matilda Høegh-Dam, seg úr flokkinum Siumut. |
Today she has registered as a member of the party Naleraq. | article_dagur_translated | Í dag hevur hon so meldað seg inn í flokkin Naleraq. |
She confirmed that to the Greenlandic broadcaster KNR. | article_dagur_translated | Tað váttaði hon fyri grønlendska kringvarpinum, KNR. |
She also confirms that she will run for Naleraq in the parliamentary election for the Inatsisartut on March 11. | article_dagur_translated | Hon váttar eisini, at hon stillar upp fyri Naleraq til á valinum til landstingið, Inatsisartut, 11. mars. |
- I feel that this is the right thing. | article_dagur_translated | - Eg kenni á mær, at hetta er tað rætta. |
Because I do not give up my values, but on the other hand I find them again, and I returned to something I have missed, Aki-Matilda Høegh-Dam told KNR. | article_dagur_translated | Tí eg sleppi ikki mínum virðum, men hinvegin finni eg tey aftur, og eg vendi aftur til nakað, sum eg havi saknað, segði Aki-Matilda Høegh-Dam við KNR. |
She explains that over the weekend she gave the matter careful thought, and that yesterday she sent the chairman of Naleraq a request for membership. | article_dagur_translated | Hon greiðir frá, at hon um vikuskiftið hevur hugsað seg væl og virðiliga um, og at hon so í gjár sendi formanninum Naleraq eina umbøn um limaskap. |
After that she was informed that the party leadership would consider the request. | article_dagur_translated | Hereftir fekk hon boð um, at leiðslan í flokkinum skuldi viðgera fyrispurningin. |
Today it became public that the membership was approved, and after she has now paid the membership fee, she could announce that she is also running for the Inatsisartut. | article_dagur_translated | Í dag gjørdist tað so alment, at limaskapurin er góðkendur, og eftir at hon nú hevur goldið limagjald, kundi hon boða frá, at hon eisini stillaði upp til Inatsisartut. |
When asked how Naleraq is better on the issue of Greenlandic self-government, the member of parliament answers that she has noticed that Naleraq "is a genuine Siumut." | article_dagur_translated | Upp á spurningin hvussu Naleraq er betri tá tað snýr seg um grønlendskt sjálvstýri, svarar fólkatingslimurin, at hon hevur ansað eftir, at Naleras “er ektað Siumut”. |
Her partner, Kuno Fencker, is also a politician and sits in the Inatsisartut as a substitute member for Siumut. | article_dagur_translated | Unnusti hennara, Kuno Fencker, er eisini politikari og, situr í Inatsisartut sum eykamaður hjá Siumut. |
Kuno Fencker has also been critical of the party's sluggish position on the independence question, but he is still a member of the party. | article_dagur_translated | Kuno Fencher hevur eisini funnist at drálandi støðuni hjá flokkinum til sjálvstýrisspurningin, men hann er enn limur í flokkinum. |
The debate calmed somewhat after the party leader, Erik Jensen, announced on Thursday that Siumut intends to accelerate the self-government process and enact a special provision in the self-government law to pave the way for this and organize a referendum on the issue. | article_dagur_translated | Kjakið tagnaði eitt sindur eftir at floksformaðurin, Erik Jensen, hósdagin kunngjørdi, at Siumut er sinnað at seta ferð á sjálvstýrisgongdina og seta eina serliga grein í sjálvstýrislógini í gildi, sum skal slóða fyri hesum, og skipa fyri fólkaatkvøðu um spurningin. |
Kuno Fencker is therefore still considering his future in Siumut, writes KNR. | article_dagur_translated | Kuno Fencker umhugsar tí enn sína framtíð í Siumut, skrivar KNR. |
Aki-Matilda Høegh-Dam is currently serving her second term in the Danish Parliament, representing Siumut. | article_dagur_translated | Aki-Matilda Høegh-Dam situr í løtuni sína aðru setu á fólkatingi, umboðandi Siumut. |
When she was re-elected in 2022 she almost doubled her personal vote count. | article_dagur_translated | Tá hon varð afturvald í 2022 næstan tvífaldaði hon persónliga atkvøðutal sítt. |
She received no fewer than 6,655 votes, which corresponds to one third of all votes in the election. | article_dagur_translated | Hon fekk ikki færri enn 6.655 atkvøður, sum svarar til ein triðing av øllum atkvøðunum á valinum. |
In the summer of 2023 she also ran for the party leadership in Siumut, but then lost to Erik Jensen. | article_dagur_translated | Á sumri 2023 stillaði hon eisini upp til forfólkavalið í Siumut, men tapti tá móti Erik Jensen. |
Kuno Fencker received 66 votes in the last election to the Inatsisartut, where he currently serves as a substitute member. | article_dagur_translated | Kuno Fencker fekk 66 atkvøður á seinasta vali til Inatsisartut, har hann í løtuni situr sum eykalimur. |
The new American president, Donald Trump, has signed yet another piece of legislation. | article_dagur_translated | Nýggi amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur sett sína undirskrift undir enn eina løgskipan. |
He specifically wants to bring back plastic straws. | article_dagur_translated | Hann ynskir nevniliga at fáa súgvirørini úr plastikki aftur. |
- We are going back to plastic straws. | article_dagur_translated | - Vit fara aftur til plastsúgvirør. |
Paper straws do not work. | article_dagur_translated | Papprørini rigga ikki. |
If something is hot, they do not hold up. | article_dagur_translated | Um okkurt er heitt, halda tey ikki. |
Only minutes. | article_dagur_translated | Bert minuttir. |
Sometimes seconds. | article_dagur_translated | Viðhvørt í sekund. |
"It is ridiculous," he said as he signed the legislation that cancels Joe Biden's orders to ban plastic straws in public offices. | article_dagur_translated | Tað er láturligt, segði hann, tá hann setti undirskrift sína undir løgskipanina, sum avlýsir boðini frá Joe Biden um at banna súgvirør úr plasti á almennum skrivstovum. |
At the same time, Trump doubts whether the use of plastic straws has any impact on the marine environment. | article_dagur_translated | Samstundis ivast Trump í, um nýtslan av plastsúgvirørum hevur nakra ávirkan á havumhvørvið. |
In 2018 a study showed that half of all sea turtles in the Mediterranean Sea had plastic in their bodies. | article_dagur_translated | Í 2018 vísti ein kanning, at helmingurin av øllum skjaldbøkum í Miðjarðarhavinum høvdu plast í kroppinum. |
The EU estimates that there are more than 150 million tons of plastic in the world's oceans and that this is a major threat to wildlife, writes dr.dk. | article_dagur_translated | ES metir, at tað er meira enn 150 milliónir tons av plasti í heimsins høvum, og at hetta er til stóran ampa fyri djóralívið, skrivar dr.dk. |
The world's richest man, Elon Musk, has apparently tried to buy the world's leading actor in artificial intelligence, OpenAI, which is behind the service ChatGPT. | article_dagur_translated | Heimsins ríkasti maður, Elon Musk, hevur eftir øllum at døma roynt at keypa heimsins leiðandi mennara innan vitlíki, OpenAI, sum stendur aftan fyri tænastuna ChatGPT. |
According to the Wall Street Journal, a group led by Musk has submitted an offer of $97.4 billion — equivalent to 705 billion kroner — for the company OpenAI Inc., which owns the majority of OpenAI, writes dr.dk. | article_dagur_translated | Sambært Wall Street Journal hevur ein bólkur við Musk á odda lagt eitt tilboð inn á 97,4 milliardir dollarar – svarandi til 705 milliardir krónur – fyri felagið OpenAI Inc, sum eigur meginpartin av OpenAI, skrivar dr.dk. |
Musk has not commented on the news, but the CEO of OpenAI, Sam Altman, issued a kind of rebuff overnight. | article_dagur_translated | Musk hevur ikki gøjrt viðmerkingar til tíðindini, men stjórin fyri OpenAI, Sam Altman, kom í nátt við einum slagið av afturvísing. |
And not only that, he also gave Elon Musk a counteroffer. | article_dagur_translated | Og ikki bara tað, hann gav eisini Elon Musk eitt móttilboð. |
“No thanks, but we would happily buy X for $9.74 billion if you are interested,” Altman wrote on Musk's social media platform, X. | article_dagur_translated | - Nei takk, men vit keypa fegin X fyri 9,74 milliardir dollarar, um tú ert áhugaður, skrivaði Altmann á sosiala miðlinum hjá Musk, X. |
With that he offered what amounts to one sixtieth of Musk's offer for OpenAI, and far less than the $44 billion Elon Musk paid when he bought X, then Twitter, in 2022. | article_dagur_translated | Harvið bjóðaði hann tað, sum svarar til ein tíggjundapart av tilboðnum hjá Musk upp á OpenAI, og nógv minni enn tær 44 milliardirnar, sum Elon Musk rindaði, tá hann keypti X, táverandi Twitter, í 2022. |
Musk's response overnight was short and clear. | article_dagur_translated | Aftursvarið frá Musk í nátt var stutt og greitt. |
“Fraud,” Musk wrote; he has clashed with Altman and OpenAI several times. | article_dagur_translated | ‘Svindlari’, skrivaði Musk, sum fleiri ferðir hevur verið í stríði við Altman og OpenAI. |
The conflict between the two is not new. | article_dagur_translated | Stríðið millum teir báðar er ikki nýtt. |
They both helped found the organization as a non-profit association in 2015. | article_dagur_translated | Teir vóru báðir við til at stovna felagið sum ein non-profit felagsskapur í 2015. |
Today OpenAI has a structure in which large parts of the organization are commercially controlled, while the remainder is owned by OpenAI Inc., which today is partially non-profit — that is, not operating for profit. | article_dagur_translated | Í dag hevur OpenAI ein bygnað, har stórir partar av felagsskapinum eru á handilsligum hondum, meðan restin er ogn hjá OpenAI Inc., sum í dag lutvíst er non-profit – altso ikki arbeiðir fyri vinning. |
When Elon Musk left the project in 2018 it was because OpenAI became more commercial. | article_dagur_translated | Tá Elon Musk tók seg burtur úr verkætlanini í 2018 var tað tí at OpenAI gjørdist meira handilsligt. |
According to Musk, that went against the founding ideal, which was that the organization was established to benefit humanity — not to make money. | article_dagur_translated | Sambært Musk var tað ímóti grundhugsjónini, sum snúði seg um at felagið varð stovnað fyri at gagna mannaættini – og ikki fyri at vinna pening. |
OpenAI rejected this in 2024. | article_dagur_translated | OpenAI vísti hesum aftur í 2024. |
The company is still committed to the original vision, it was said. | article_dagur_translated | Felagið er framvegis bundið at upprunaligu hugsjónini, varð sagt. |
Altman has also said that it was Musk who wanted to make the company more commercial, and that the dispute is merely about the fact that Elon Musk today owns a competitor to OpenAI that is not doing as well. | article_dagur_translated | Altman hevur eisini sagt, at tað var Musk, sum ynskti at gera felagið meira handilsligt, og at stríðið einans snýr seg um, at Elon Musk í dag eigur ein kappingarneyta til OpenAI, sum ikki klárar seg eins væl. |
At the moment, Elon Musk is even trying to stop OpenAI's transition from non-profit to commercial company with a lawsuit in California. | article_dagur_translated | Í løtuni roynir Elon Musk enntá at støðga gongdini hjá OpenAI frá non-profit til handilsligt felag við einum rættarmáli í Kalifornia. |
This lawsuit does not begin until sometime next year, writes dr.dk. | article_dagur_translated | Hetta rættarmálið byrjar ikki fyrr enn einaferð komandi ár, skrivar dr.dk. |
The international star Trentemøller broke through with the release “The Last Resort”, and particularly the track “Moan” became very well known. | article_dagur_translated | Heimsstjørnan Trentemøller breyt ígjøgnum við útgávuni “The Last Resort”, og serliga lagið “Moan” gjørdist sera kent. |
The electronic music producer has released several records, and he has been commissioned to remix music by Tricky, Depeche Mode and The Knife, to name just a few of the more than one hundred remixes he has made. | article_dagur_translated | Ljóðborðsgandakallurin hevur latið úr hondum fleiri útgávur, og boð hava verið eftir honum at endurmiksa tónleik hjá Tricky, Depeche Mode og The Knife, fyri bert at nevna nøkur av teimum fleiri enn hundrað endurmiksunum, hann hevur gjørt. |
For two decades he has continued to develop, and today he plays incredible concerts everywhere. | article_dagur_translated | Í tvey áratíggju hevur hann framhaldandi ment seg, og spælir í dag ótrúligar konsertir alla staðni. |
On stage we will experience Anders Trentemøller with his band, whose members are named Dísa Jakobs, Silas Tinglef, Brian Batz and Jacob Haubjerg. | article_dagur_translated | Á pallinum fara vit at uppliva Anders Trentemøller við bólki sínum, hvørs limir eita Dísa Jakobs, Silas Tinglef, Brian Batz og Jacob Haubjerg. |
The G! Festival will take place in Syðrugøta from July 17 to 19. | article_dagur_translated | G! Festivalurin verður í Syðrugøtu 17. til 19. juli. |
At midday today, Swedish time, that is 11 o'clock our time, Sweden will be 'completely silent'. | article_dagur_translated | Á middegi í dag, svenska tíð, tað er kl. 11 okkara tíð, verður Svøríki 'helt tyst'. |
In honor of the 10 victims of the mass killing in Örebro last week, workplaces, transport and public institutions in Sweden will observe a minute of silence to honor those killed. | article_dagur_translated | Til heiðurs fyri teimum 10 offrunum í hópdrápinum í Örebro í farnu viku fara arbeiðspláss, samferðsla og almennir stovnar í Svøríki at halda tøgn í ein minutt til heiðurs fyri teimum dripnu. |
This means that buses across the country will stop and, for example at the Volvo factories, the 23,000 employees are asked to be silent for one minute, writes SVT. | article_dagur_translated | Hetta merkir at bussar kring alt landið fara at støðga og eitt nú á Volvo verksmiðjunum eru tey 23.000 starvsfólkini biðin um at binda frið í ein minutt, skrivar SVT. |
At Stortorget in Örebro, 10,000 people are expected to attend the memorial moment, where speeches will be given and several artists will perform. | article_dagur_translated | Á Stortorget í Örebro væntast 10.000 fólk at vera við til minnisløtuna, har røður verða hildnar og fleiri listafólk fara at framføra. |
It is the Swedish prime minister, Ulf Kristersson, who has made the decision that all of Sweden should stop at midday to remember the dead. | article_dagur_translated | Tað er svenski forsætisráðharrin, Ulf Kristersson, sum hevur tikið avgerð um at alt Svøríki skal støðga á á middegi fyri at minnast dey deyðu. |
At the weekend Tórbjørn Jacobsen and Hans Petur í Brekkunum signed a cooperation agreement between Runavík Municipality and the Faroese Symphony Orchestra. | article_dagur_translated | Í vikuskiftinum skrivaðu Tórbjørn Jacobsen og Hans Petur í Brekkunum undir samstarvsavtalu millum Runavíkar kommunu og Føroya Symfoniorkestur. |
The agreement is valid for the next three years and entails that the orchestra will hold a concert in Runavík in 2025, 2026 and 2027. | article_dagur_translated | Avtalan er galdandi fyri tey næstu trý árini og inniber, at orkestrið fer at hava konsert í Runavík í 2025, 2026 og í 2027. |
The agreement is valid until 31 December 2027. | article_dagur_translated | Avtalan er galdandi til 31. desember 2027. |
Subsets and Splits
No community queries yet
The top public SQL queries from the community will appear here once available.