en
stringlengths
1
10.6k
source
stringclasses
4 values
fo
stringlengths
1
10.3k
“Today I have been informed about circumstances regarding the production of the documentary 'Grønlands hvide guld', which has led me to decide that the film should no longer be available on DRTV.”
article_dagur_translated
- Eg eri í dag gjørd kunnug við viðurskifti í sambandi við framleiðsluna av heimildarfilminum “Grnlands hvide guld”, sum hevur fingið meg til at taka avgerð um at filmurin ikki longur skal kunna síggjast á DRTV.
I want to apologize that we have shown a documentary that does not live up to the expectations Danes rightly should have of us, says Sandy French, head of news at DR, in a press release today.
article_dagur_translated
Eg vil biðja um umbering fyri, at vit hava víst ein heimildarfilm, ið ikki livir upp til væntaninar, sum danir av røttum eiga at hava til okkara, sigur Sandy French, tíðindastjóri hjá DR í tíðindaskrivi í dag.
The issue primarily concerns a chart in the original version of the film which, in current kroner, showed how much money the Danish state has received from the sale of cryolite from Greenland.
article_dagur_translated
Málið snýr seg fyrst av øllum um ein graf í upprunaútgávuni av filminum, sum í nútíðarkrónum vísti hvussu nógvar pengar danski staturin hevur fingið burtur úr søluni av kryolit úr Grønlandi.
The chart showed that for many years Greenland was a huge surplus business for Denmark.
article_dagur_translated
Grafurin vísti, at Grønland í nógv ár var ein risastór yvirskotsforrætning fyri Danmark.
Later this chart was removed from the film when several experts pointed out that it did not present an accurate picture.
article_dagur_translated
Seinni varð hesin grafurin tikin út úr filminum tá fleiri serfrøðingar vístu á, at hann ikki vísti eina rættvísa mynd.
The interviews with Mute B. Egede and Lars-Emil Johansen in the film were based on this chart.
article_dagur_translated
Samrøðurnar við Mute B. Egede og Lars-Emil Johansen í filminum tóku útgangsstøði í hesum grafinum.
DR contacted the sources, who approved that their statements were used, even though the chart was not used.
article_dagur_translated
DR setti seg í samband við keldurnar, sum góðkendi at teirra útsøgnir vórðu brúktar, hóast grafurin ikki varð brúktur.
Regarding this, Sandy French says:
article_dagur_translated
Til hetta sigur Sandy French:
“This may seem like a small matter compared with the big debate about the film, but this is decisive for me, because the viewer must be able to trust that our presentation is correct.”
article_dagur_translated
- Hetta kann tykjast sum eitt lítið mál í mun til stóra kjakið um filmin, men hetta er avgerandi fyri meg, tí hyggjarin skal kunna líta á, at okkara framløga er røtt.
This regardless of whether the sources have agreed that we may still use the clips after the chart was removed from the film.
article_dagur_translated
Hetta uttan mun um keldurnar hava játtað, at vit framvegis kunnu brúka klippini eftir at grafurin er tikin úr filminum.
At the same time that the decision has been made to remove the film from the website, it has also been decided that Thomas Falbe, as responsible editor at DR Nyheder, will leave his position immediately.
article_dagur_translated
Samstundis, sum avgerðin er tikin um at taka filmin av heimasíðuni, er eisini avgjørt, at Thomas Falbe sum ábyrgdarredaktørur í DR Nyheder, gevst í starvinum beinanvegin.
A large number of applications have been submitted for research funding this year.
article_dagur_translated
Metnógvar umsóknir eru um stuðul til gransking í ár.
This is stated by the Research Council on its website.
article_dagur_translated
Hetta upplýsir Granskingarráðið á heimasíðu sínari.
When the annual deadline to apply for research funding and labour market research closed at noon on Monday, February 17, a total of 53 applications for research funding had been submitted.
article_dagur_translated
Tá árliga freistin at søkja um stuðul til gransking og til arbeiðsmarknaðargransking var úti mánadagin 17. februar á middegi, vóru tilsamans 53 umsóknir um granskingarstuðul komnar inn.
That is 12 more than last year.
article_dagur_translated
Tað eru 12 fleiri enn í fjør.
Not surprisingly, more than half of the applications are for PhD projects, which are large-scale projects.
article_dagur_translated
Ikki so óvæntað er meira enn helmingurin av umsóknunum til ph.d.-verkætlanir, sum eru tungar verkætlanir.
31 project leaders are women, and 22 are men.
article_dagur_translated
31 verkætlanarleiðarar eru kvinnur, og 22 eru menn.
The Parliament has allocated 9 million kroner for research funding this year.
article_dagur_translated
Løgtingið hevur játtað 9 milliónur krónur til stuðul til gransking í ár.
That is the same as last year.
article_dagur_translated
Tað er tað sama sum í fjør.
This is by no means sufficient to meet the demand.
article_dagur_translated
Hetta er als ikki nóg mikið til at nøkta eftirspurningin.
According to gransking.fo, a total of just over 59 million kroner was applied for for 2025.
article_dagur_translated
Sambært gransking.fo varð tilsamans søkt um góðar 59 millónir krónur fyri 2025.
This means that many will not receive funding.
article_dagur_translated
Hetta merkir, at nógv ikki fáa stuðul
The funding for labour market research comes from proceeds in the Leisure Fund.
article_dagur_translated
Fíggingin til arbeiðsmarknaðargransking stavar frá fænum í Frítíðargrunninum.
Up to 3 million kroner are available for grants this year.
article_dagur_translated
Upp til 3 mió. kr. eru tøkar til stuðul í ár.
A comprehensive overview of all projects funded from the Research Fund exists.
article_dagur_translated
Eitt samlað yvirlit yvir allar verkætlanir, sum eru stuðlaðar úr Granskingargrunninum, finst
The Research Council writes that it will now begin examining the applications to determine whether they meet the formal requirements.
article_dagur_translated
Granskingarráðið skrivar, at nú verður farið undir at kanna umsóknirnar fyri at vita, um tær lúka formligu treytirnar.
Then foreign researchers will assess the scientific quality and other aspects of the applications.
article_dagur_translated
Síðani skulu útlendskir granskarar meta um vísindaligu góðskuna v.m. í umsóknunum.
The specialist committee for research funding will make the final decision on the applications.
article_dagur_translated
Faknevndin fyri stuðli til gransking tekur endaliga støðu til umsóknirnar.
Applicants can expect an answer no later than June 1.
article_dagur_translated
Umsøkjararnir kunnu vænta sær svar í seinasta lagi 1. juni.
Relations have been resumed between the USA and Russia, and according to the parties it was a successful meeting in Saudi Arabia.
article_dagur_translated
Samband er aftur tikið upp millum USA og Russland, og tað var ein, sambært pørtunum, væleydnaður fundur í Saudiarabia.
The Russians in particular seem pleased now that they are back in the good graces of the large western country.
article_dagur_translated
Serliga russar tykjast jaligir, nú tá teir eru í hitanum hjá stóra landinum fyri vestan aftur.
Vladimir Putin has also given his opinion.
article_dagur_translated
Vladimir Putin hevur eisini sagt sína meining.
It was his foreign minister, Sergey Lavrov, who led for Russia.
article_dagur_translated
Tað var hansara uttanríkisráðharri, Sergej Lavrov, sum fyri Russland stóð á odda.
Putin has been told that the American delegation showed no prejudice and that there is no need for mediators for the next negotiations.
article_dagur_translated
Putin hevur fingið at vita, at amerikanska sendinevndin ikki vísti fordómar, og at tørvur ikki er á semingsfólki til næstu samráðingarnar.
These are, among other things, to concern Ukraine.
article_dagur_translated
Hesar skulu millum annað snúgva seg um Ukraina.
"This is the first step toward peace talks regarding Ukraine," said U.S. Secretary of State Marco Rubio after the meeting in Saudi Arabia.
article_dagur_translated
- Hetta er fyrsta fetið til friðarsamráðingar viðvíkjandi Ukraina, segði amerikanski uttanríksráðharrin Marco Rubio eftir fundin í Saudiarabia
There is still a long way to go, the parties confirm, and "everyone must be satisfied," Rubio says.
article_dagur_translated
Tað er langur vegur enn, staðfesta partarnir, og "øll skulu vera nøgd", sigur Rubio.
Vladimir Putin says that Russia is determined to continue on this path:
article_dagur_translated
Vladimir Putin sigur, at Russland er sinnað at halda fram á hesari leiðini:
"Ukraine must also be included in the peace talks.
article_dagur_translated
- Ukraina skal eisini við í friðarsamráðingarnar.
Donald Trump has confirmed that, and Russia is ready to "engage in" further talks about Ukraine.
article_dagur_translated
Tað hevur Donald Trump staðfest, og Russland er til reiðar at "kasta seg í" fleiri samráðingar um Ukraina.
The Russian president points out that the purpose of the meeting was to increase trust between the countries.
article_dagur_translated
Russiski forsetin vísir á, at endamálið við fundinum var at økja álitið millum londini.
And he would like to meet Donald Trump.
article_dagur_translated
Og hann vil gjarna hitta Donald Trump.
However, this must first be arranged — among other things the parties must determine where the meeting will take place.
article_dagur_translated
Tað skal tó leggjast til rættis fyrst - millum annað skulu partarnir finna útav, hvar fundurin verður.
Elon Musk is not a particularly well-liked person everywhere, and the fact that he owns the social platform X - formerly Twitter - has decidedly affected how people and institutions view the platform.
article_dagur_translated
Elon Musk er ikki ein serliga vælumtókur maður allastaðni, og tað at hann eigur sosiala miðilin X - fyrr Twitter - hevur avgjørt sína ávirkan á, hvussu fólk og stovnar síggja uppá miðilin.
Especially in Denmark there have been many criticisms against Elon Musk, his opinions and influence on public forums, and soon the police throughout Denmark will stop using X.
article_dagur_translated
Júst í Danmark hava nógvar atfinningar verið mótvegis Elon Musk, hansara meiningar og ávirkan, á almennum pallum, og skjótt fer løgreglan í øllum Danmark at gevast við at nýta X.
This is confirmed to TV2 by René Gyldensten, the communications director of the national police (Rigspolitiet).
article_dagur_translated
Hetta váttar René Gyldensten, samskiftisleiðarin hjá ríkisløgreluni (Rigspolitiet), fyri TV2.
- The entire police force in Denmark is working on moving away from X. The police need to be certain that it will be the same social platform in six months, and we simply cannot be sure of that.
article_dagur_translated
- Øll løgreglan í Danmark arbeiðir við at fara frá X. Løgreglan skal vera vís í, at tað er tann sami sosiali miðilin um eitt hálvt ár, og tað eru vit bara ikki.
Instead they are working on a platform that resembles X: one where you can communicate with the media and citizens.
article_dagur_translated
Heldur verður arbeitt við einum palli, sum minnir um X: Har man kann samskifta við miðlar og borgarar.
In the Faroe Islands the police have not used X.
article_dagur_translated
Í Føroyum hevur løgreglan ikki nýtt X.
Instead Facebook is used for various messages to the public, and several things are posted on the website as well as to the "traditional media."
article_dagur_translated
H-eldur verður Facebook nýtt til ymisk boð til fjøldina, umframt at fleiri ting fara á heimasíðuna umframt til "siðbundnu miðlarnar".
The Danes have decided to spend a lot of money on defense expenditures in the coming years up to 2033.
article_dagur_translated
Danir hava sett sær fyri at brúka nógvar pengar upp á verjuútreiðslur hesi komandi árini fram til 2033.
Today the Danish government held a press conference in the Prime Minister's Office at Christiansborg, where Troels Lund Poulsen, the defence minister, presented the government's plan to spend a total of 120 billion kroner to bolster the Danish defence up to 2033.
article_dagur_translated
Í dag hevði danska stjórnin tíðindafund í forsætisráðnum í Christiansborg, har Troels Lund Poulsen, verjumálaráðharri greiddi frá ætlanini hjá stjórnini um at brúka tilsamans 120 milliardir krónur til at dubba donsku verjuna fram til 2033.
50 billion will be spent already this year and next year to strengthen Denmark's defensive capabilities.
article_dagur_translated
50 milliardir skulu brúkast longu í ár og næsta ár til at styrkja danska mótstøðuførið.
- This is a comprehensive reorganization that we at the Ministry of Defence have been working on for some time.
article_dagur_translated
- Talan er um eina umfatandi umskipan, sum vit hava verið í holt við í eina tíð í verjumálaráðnum.
If this succeeds, there is a lot that will need to be reorganized, said Troels Lund Poulsen.
article_dagur_translated
Um hetta eydnast, eru tað nógv, sum skal umleggjast, segði Troels Lund Poulsen.
With this plan Denmark will spend slightly more than three percent of GDP on defence, said the defence minister.
article_dagur_translated
Við hesi ætlan fer Danmark at brúka eitt sindur meira enn trý prosent av bruttotjóðarúttøkuni til verjuna, segði verjumálaráðharrin.
The government and the parties in the defence agreement have previously allocated just under 200 billion kroner up to 2033.
article_dagur_translated
Stjórnin og flokkarnir í verjusemjuni hava frammanundan sett knappar 200 milliardir krónur av fram móti 2033.
Mette Frederiksen, the prime minister, says that Denmark and Europe have delayed too long in making necessary investments in defence and security for several years.
article_dagur_translated
Mette Frederiksen, statsministari, sigur, at Danmark og Evropa hava verið drála ov nógv við at gera neyðugar íløgur í verju og trygd í nøkur ár.
At the press conference she was asked whether Denmark effectively owes the United States and Donald Trump an apology.
article_dagur_translated
Á tíðundafundinum varð hon spurd, um Danmark í veruleikanum skyldar USA og Donald Trump, forseta, eina eina umbering.
- In any case we are in a position where Europe must do its homework, and it is urgent, answered Mette Frederiksen.
article_dagur_translated
- Vit eru í hvussu so er í eini støðu, har Evropa skal gera sítt heimaarbeiði, og tað hevur skund, svaraði Mette Frederiksen.
- We have gone from not spending very much on defence and security to spending a lot of money.
article_dagur_translated
- Vit eru farin frá at brúka ikki so nógvar pengar til verju og trygd til at brúka nógvar pengar.
And the Americans acknowledge that, she said.
article_dagur_translated
Og tað viðurkenna amerikanarar, segði hon.
Donald Trump has advocated that countries in the NATO alliance should spend five percent of GDP on defence.
article_dagur_translated
Donald Trump hevur talað fyri, at londini í Nato verjusamgonguni skulu brúka fimm prosent av BTÚ til verju.
Mette Frederiksen acknowledges that both her government and previous governments have weakened defence spending to protect the country.
article_dagur_translated
Metta Frederiksen viðurkennur at bæði hennara og undanfarnar stjórnir hava slakað í útreiðslunum til at verja landið.
- The most significant mistake, and this is a message to everyone in Europe to never do this again: stop cutting defence again.
article_dagur_translated
- Týdningarmesta mistakið, og hetta er eini boð til øll í Evropa um aldri at gera hetta aftur: Latið vera við at skera niður upp á verjuna aftur.
The cuts have been too deep.
article_dagur_translated
Skurðurin hevur verið ov djúpur.
We have ended up falling too far behind, she said.
article_dagur_translated
Vit eru endað ov langt aftaná, segði hon.
Mette Frederiksen prepares Danes to expect large defence expenditures in the coming many years, writes Ritzau.
article_dagur_translated
Mette Frederiksen fyrireikar danir um, at tey skulu rokna við stórum útreiðslum til verjuna í komandi nógvu árini, skrivar Ritzau.
The Ukrainian president, Volodymyr Zelenskyy, is a dictator who was not elected by the people.
article_dagur_translated
Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, er ein einaræðisharri, sum ikki er valdur av fólkinum.
That is the view of the American president, Donald Trump.
article_dagur_translated
Tað heldur amerikanski forsetin, Donald Trump.
In a post on the social platform Truth Social today, the American president issued a direct threat against his Ukrainian counterpart.
article_dagur_translated
Í eini dagføring á sosiala miðlinum Truth Social, í dag, kemur amerikanski forsetin við eini beinleiðis hóttan móti ukreinska starvsbróðuri sínum.
"A dictator who does not want to hold elections. Zelenskyy must decide quickly, otherwise he will no longer have a country."
article_dagur_translated
- Ein einaræðisharri, ið ikkje vil halda val. Zelenskyj skal gera skjótt av, annars hevur hann ikki longur nakað land.
Meanwhile we have succeeded in negotiating to bring an end to the war with Russia, Trump writes.
article_dagur_translated
Ímeðan hava vit eydnu við at samráðast um at fáa gjørt ein enda á krígnum við Russland, skrivar Trump.
The messages come after a meeting in Saudi Arabia on Tuesday between the foreign ministers of Russia and the U.S., where the war in Ukraine was discussed, writes the Ritzau news agency.
article_dagur_translated
Boðini koma eftir fundin í Saudiarabia týsdagin millum uttanríkisráðharrarnar úr Russlandi og USA, har kríggið í Ukraina varð umrøtt, skrivar Ritzau tíðindastovan.
Ukraine was not present at the meeting.
article_dagur_translated
Ukraina var ikki til staðar á fundinum.
Among other things, the U.S. and Russia agreed to set up groups that will cooperate to find a solution to the disagreement in Ukraine.
article_dagur_translated
USA og Russland avtalaðu millum annað, at seta niður bólkar, sum skulu samstarva um at finna eina loysn á ósemjuni í Ukraina.
At the same time, the possibilities for increased economic cooperation and a meeting between Trump and the Russian president, Putin, were discussed.
article_dagur_translated
Samstundis vórðu møguleikarnir fyri øktum búskaparligum samstarvi og ein fundur millum Trump og russiska forsetan, Putin, umrøddir.
Vladimir Putin has several times said that Zelenskyy is not a legitimate leader.
article_dagur_translated
Vladimir Putin hevur fleiri ferðir sagt, at Zelenskyj ikki er ein lógligur leiðari.
This is because his presidential term expired in 2024, when a new presidential election should have been held.
article_dagur_translated
Hetta tí, at forsetaskeið hansara rann út í 2024, tá tað skuldi havt verið hildið nýtt forsetaval.
However, the election was postponed because of the war that has been raging since 2022.
article_dagur_translated
Valið er tó útsett orsaka av krígnum, ið hevur herjað síðan 2022.
From the beginning the U.S. has supported Ukraine both militarily and financially.
article_dagur_translated
Síðan byrjan hevur USA stuðlað Ukraina bæði hernaðarliga og fíggjarliga.
But after Donald Trump assumed the presidency in January, people in Europe and Ukraine have begun to doubt whether this support will continue.
article_dagur_translated
Men eftir at Donald Trump tók við forsetaembætinum í januar, eru tey tó í Evropa og Ukraina farin at ivast í, um hesin stuðulin fer at halda fram.
Today Trump wrote on Truth Social that large parts of the money the U.S. has sent to Ukraine "have vanished."
article_dagur_translated
Í dag skrivaði Trump á Truth Social, at stórir partar av pengunum, sum USA hevur sent til Ukraina, “eru horvnir”.
He does not provide further details about what he means, but writes that Zelenskyy has been a terrible leader for the country.
article_dagur_translated
Hann greiðir ikki nærri frá hvat hann meinar, men skrivar, at Zelenskyj hevur verið ein vánaligur leiðari fyri landið.
On Tuesday Trump said that Zelenskyy has very little support in Ukraine.
article_dagur_translated
Týsdagin segði Trump, at Zelenskyj hevur ógvuliga lítla undirtøku í Ukraina.
That prompted Zelenskyy to remark that Trump lives in a "bubble of false information."
article_dagur_translated
Tað fekk Zelenskyj til at viðmerkja, at Trump livir í einum “rúmi av følskum upplýsingum”.
According to the Reuters news agency, the latest poll shows that 57 percent of Ukrainians have confidence in Zelenskyy, writes Ritzau.
article_dagur_translated
Sambært Reuters tíðindastovuni vísir nýggjasta veljarakanningin, at 57 prosent av ukrainum hava álit á Zelenskyj, skrivar Ritzau.
Outside the new pharmacy in Vágum, one of the new vending machines will be installed.
article_dagur_translated
Uttanfyri nýggja apotekið í Vágum verður ein av nýggju sjálvtøkunum sett upp.
It will be put into use when the pharmacy opens in the spring.
article_dagur_translated
Hendan verður tikin í nýtslu, tá ið apotekið letur upp í vár.
The other two vending machines will be installed outside the pharmacies in Klaksvík and Runavík.
article_dagur_translated
Hinar báðar sjálvtøkurnar verða settar upp uttanfyri apotekini í Klaksvík og Runavík.
The first vending machine in the country was taken into use last year.
article_dagur_translated
Fyrsta sjálvtøkan í landinum var tikin í nýtslu í fjør.
The Pharmacy Service has good experience with this vending machine, which is outside Tjaldur's pharmacy in SMS.
article_dagur_translated
Apoteksverkið hevur góðar royndir við hesi sjálvtøkuni, sum er uttanfyri Tjaldurs apotek í SMS.
In the vending machine it is possible to buy over-the-counter medicine around the clock; this has helped make the service in the area better and more convenient.
article_dagur_translated
Í sjálvtøkuni ber til at keypa handkeypsheilivág alt samdøgrið, hetta hevur verið við til at gera tænastuna í økinum betri og smidligar.
The vending machines are linked to the Digital Faroes' ID system so that only persons aged 18 and over can make purchases in the machines.
article_dagur_translated
Sjálvtøkurnar eru knýttar at Skjáttuni hjá Talgildu Føroyum, soleiðis at einans persónar, sum eru fyltir 18 ár og eldri, kunnu keypa í sjálvtøkunum.
In addition to the four pharmacies and the sales department in Steinatún, there are 19 over-the-counter outlets around the country.
article_dagur_translated
Afturat teimum fýra apotekunum og søludeildini í Steinatúni eru 19 handkeypssølur runt í landinum.
The over-the-counter outlets are in areas where there is no pharmacy and offer a selection of over-the-counter medicines that are in high demand.
article_dagur_translated
Handkeypssølurnar eru í økjum, har einki apotek er og hava úrval av handkeypsheilivági, sum er nógv eftirspurdur.
Therefore, in the first phase, the vending machines will be installed outside the five pharmacies where over-the-counter medicine can currently only be purchased while the pharmacies are open.
article_dagur_translated
Sjálvtøkurnar verða tí, í fyrstu atløgu, settar upp uttanfyri tey fimm apotekini, har handkeypsheilivágur bara kann keypast, tá ið apotekini hava opið.
Work will continue to improve the service.
article_dagur_translated
Arbeitt verður framhaldandi við at gera tænastuna betri.
The Pharmacy Service regularly reviews access to over-the-counter medicines in the Faroe Islands and assesses where there is a need for pharmacies, vending machines, and over-the-counter outlets.
article_dagur_translated
Apoteksverkið endurskoðar regluliga atgongdina til handkeypsheilivág í Føroyum og ger metingar um, hvar tørvur er á at hava ávikavist apotek, sjálvtøkur og handkeypssølur.
The plan is to install more vending machines across the country, which will further improve access to over-the-counter medicines.
article_dagur_translated
Ætlanin er, at fleiri sjálvtøkur skulu setast upp um landið, tað fer at gera atgongdina til handkeypsheilivág enn betri.