en stringlengths 1 10.6k | source stringclasses 4
values | fo stringlengths 1 10.3k |
|---|---|---|
The service on Sunday will resemble a regular worship service, although a story and songs aimed at children will also be on the program. | article_dagur_translated | Guðstænastan sunnudagin kemur at líkjast vanligari guðstænastu, tó so eru søga og sangur, ið venda sær til børnini eisini á skránni. |
After the service there will be pizza and something to drink offered, as well as cake and coffee. | article_dagur_translated | Eftir guðstænastuna verður bjóðað til pizza og okkurt drekkandi, eins og tað eisini verður kaka og kaffi. |
The excellent facilities in Marghøllin also mean that after the service visitors can try the climbing wall, the bouncy castles and otherwise play as they wish. | article_dagur_translated | Frálíku karmnarnir í Marghøllini gera so eisini at eftir guðstænastuna, kunnu tey vitjandi royna klatriveggin, hoppiborgirnar og annars spæla sum teimum lystir. |
Yesterday a driver was caught driving too fast on Velbastaðvegur in Tórshavn. | article_dagur_translated | Í gjár varð ein bilførari tikin fyri at koyra ov skjótt á Velbastaðvegnum í Havn. |
This was on a stretch where the maximum permitted speed is 80 kilometres per hour, but this driver's speed was a full 127 kilometres, says the duty officer at the police station in Tórshavn. | article_dagur_translated | Hetta var á einum strekki, har mest loyvda ferðin er 80 kilometrar um tíman, men ferðin hjá hesum bilføraranum var heilar 127 kilometrar, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn. |
Such an offense normally leads to a conditional suspension of the driving licence, but this involved a young driver who had held a licence for less than three years, and therefore he receives a driving ban. | article_dagur_translated | Slíkt gevur vanliga eina treytaða frádøming av koyrikortinum, men talan var um ein ungan bilførara, sum hevði havt koyrikort í styttri enn trý ár, og tí fær hann koyriforboð. |
The Palestinian militant movement Hamas has today released three hostages as part of the ceasefire agreement with Israel. | article_dagur_translated | Hernaðarliga palestinska rørslan Hamas hevur í dag leyslatið tríggjar gíslar sum partur av avtaluni um vápnahvíld við Ísrael. |
They are three men — Israeli-American Sagui Dekel-Chen, Israeli-Russian Sasha Troufanov, and Israeli-Argentinian Yair Horn — who have been held by Hamas since the attack on Israel on October 7, 2023. | article_dagur_translated | Talan er um tríggjar menn - ísraelsk-amerikanska Sagui Dekel-Chen, ísraelsk-russiska Sasha Troufanov, og ísraelsk-argentinska Yair Horn - sum hava sitið í varðhaldi hjá Hamas síðan álopið á Ísrael 7. oktober 2023. |
According to plan, 369 Palestinian prisoners will also be released from Israeli prisons today, writes Ritzau. | article_dagur_translated | Eftir ætlan verða 369 palestinskir fangar eisini leyslatnir úr ísraelskum fongslum í dag, skrivar Ritzau. |
During the first 42 days, 33 hostages are scheduled to be released from Gaza, and 1,900 Palestinian prisoners are to be released from Israeli prisons. | article_dagur_translated | Teir fyrstu 42 dagarnar skulu eftir ætlan 33 gíslar leyslatast úr Gaza, og 1.900 palestinskir fangar skulu leyslatast úr ísraelskum fongslum. |
On Monday, Hamas announced that the release of the hostages had been postponed until further notice. | article_dagur_translated | Mánadagin boðaði Hamas annars frá, at leyslatingin av gíslunum varð útsett, inntil annað varð fráboðað. |
The reason given was that Israel had not complied with the terms of the ceasefire agreement, including regarding the delivery of emergency aid to Gaza. | article_dagur_translated | Grundgevingin var at Ísrael ikki hevði yvirhildið treytirnar í avtaluni um vápnahvíld, m.a. í sambandi við veiting av neyðhjálp til Gaza. |
Hamas later reversed course and said that hostages could still be released on Saturday as planned. | article_dagur_translated | Seinni kúvendi Hamas tó og segði, at gíslar framvegis kundu leyslatast leygardagin sum ætlað. |
Israeli Prime Minister Benjamin Netanyahu said earlier in the week that if the hostages were not released today, Israel would stop the ceasefire and resume fighting. | article_dagur_translated | Ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu segði fyrr í vikuni, at vórðu gíslarnir ikki leyslatnir í dag, fór Ísrael at steðga vápnahvíldini og taka bardagarnar uppaftur. |
On Monday morning after the winter holidays a new radio play will be broadcast on the children's radio. | article_dagur_translated | Mánamorgunin eftir vetrarfrítíðina verður nýggjur útvarpsleikur at hoyra í barnaútvarpinum. |
To Be Vera is a newly written contemporary radio play that takes place on Carnival Monday in 2025. | article_dagur_translated | At vera Vera er nýskrivaður samtíðar útvarpsleikur, sum fer fram á føstulávint í 2025. |
The play is about Vera, who attends middle school at Argjahamr School. | article_dagur_translated | Leikurin snýr seg um Veru, sum gongur í miðdeild í skúlanum á Argjahamri. |
We meet Vera for the first time when she is training judo in the old gymnasium at Argja School. | article_dagur_translated | Vit hitta Veru á fyrsta sinni, tá ið hon er til judo í gomlu filmleikarhøllini í Argja skúla. |
The adults have made a divided decision regarding Carnival Monday. | article_dagur_translated | Tey vaksnu hava tikið eina býtta avgerð viðvíkjandi føstulávintsmánadegi. |
Vera refuses to accept this and goes to war against the adults — she cannot stop being Vera. | article_dagur_translated | Hetta vil Vera ikki finna seg í, og fer í hernað ímóti teimum vaksnu - Vera kann ikki lata vera við at vera Vera. |
Being Vera is not simple. | article_dagur_translated | At vera Vera er ikki bara bara. |
Elin á Rógvi has written the radio play and Høgni Fagraberg creates the soundscape. | article_dagur_translated | Elin á Rógvi hevur skrivað útvarpsleikin og Høgni Fagraberg ger ljóðmyndina. |
The radio play consists of fourteen parts and will be broadcast on the children's radio every weekday morning. | article_dagur_translated | Útvarpsleikurin er í fjúrtan pørtum og verður at hoyra í barnaútvarpinum hvønn gerandismorgun. |
It is also possible to listen on KVF/VIT/audio — and a new episode will be posted every weekday morning. | article_dagur_translated | Tað ber eisini til at lurta á KVF/VIT/ljóð - og ein nýggjur partur verður lagdur út hvønn gerandismorgun. |
“Vera is super bossy, she loves to decide,” says the lead actress, Óluva Lín Ragnarsdóttir, to Streym on the children's radio about Vera. | article_dagur_translated | – Vera er mega rokalig, hon elskar at bestemma, sigur høvuðsleikarin, Óluva Lín Ragnarsdóttir við Streym, í barnaútvarpinum um Veru. |
“I think it's really cool to record — I practiced Vera's lines over Christmas, and I think the story is really good,” says Óluva Lín. | article_dagur_translated | – Eg haldi, at tað er mega kul at lesa inn - eg trenaði replikkirnar hjá Veru á jólum, og eg haldi, at søgan er mega góð, sigur Óluva Lín. |
In total, more than 50 actors are involved. | article_dagur_translated | Íalt eru fleiri enn 50 leikarar við. |
The story is intended for those who attend middle school. | article_dagur_translated | Søgan er ætlað teimum, sum ganga í miðdeild. |
The story revolves around their reality. | article_dagur_translated | Søgan snýr seg um teirra veruleika. |
They are together on their phones and their communication is digital. | article_dagur_translated | Tey eru saman á telefonum og teirra samskifti er talgilt. |
The adults make decisions, but the children definitely want to influence their own everyday lives. | article_dagur_translated | Tey vaksnu taka avgerðir, men børnini vilja sanniliga hava ávirkan á egnan gerandisdag. |
It is very important that this age group receives quality Faroese material. | article_dagur_translated | Tað er sera týdningarmikið, at hesin aldursbólkurin fær føroyskt dygdargott tilfar. |
A radio play where they recognize themselves and hear how others solve problems and see themselves reflected in Faroese fiction in the radio play — To Be Vera. | article_dagur_translated | Ein útvarpsleik, har tey kenna seg aftur og hoyra, hvussu onnur loysa trupulleikar og spegla sær í føroyskari fiktión í útvarpsleikinum - At vera Vera. |
A lot of work has gone into the soundscape and a new song has been made. | article_dagur_translated | Nógv er gjørt burturúr ljóðmyndini og ein nýggjur sangur er gjørdur. |
Elin á Rógvi has written the lyrics for the song — To Be Vera. | article_dagur_translated | Elin á Rógvi hevur skrivað tekstin til sangin - At vera Vera. |
Høgni Fagraberg composed the tune, recorded the music and produced it. | article_dagur_translated | Høgni Fagraberg hevur gjørt lagið, spælt tónleikin inn og framleitt. |
A TikTok dance for the song will be available on Monday. | article_dagur_translated | Ein TikTok dansur til lagið verður tøkur mánadagin. |
French President Emmanuel Macron has convened an emergency European summit in Paris today to address Europe's security, including the situation in Ukraine. | article_dagur_translated | Franski forsetin, Emmanuel Macron hevur kallað inn til evropeiskan skundfund í París í dag at viðgera trygdina hjá Evropa, harundir støðuna í Ukraina. |
Attending the meeting is, among others, Danish Prime Minister Mette Frederiksen as representative for the Nordic and Baltic countries, which are among those providing the largest support to Ukraine. | article_dagur_translated | Á fundinum luttekur m.a. danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen sum umboð fyri norðurlendsku og baltisku londini, sum eru millum teirra, ið lata størsta stuðulin til Ukraina. |
Also participating in the meeting are government leaders from the United Kingdom, Germany, Italy, Poland, Spain, and the Netherlands, as well as NATO Secretary General Mark Rutte and European Commission President Ursula von der Leyen. | article_dagur_translated | Á fundinum luttaka eisini stjórnarleiðarar úr Stórabretlandi, Týsklandi, Italia, Póllandi, Spania, og Hollandi, umframt Nato-aðalskrivarin Mark Rutte og ES-nevndarforkvinnan Ursula von der Leyen. |
At the meeting, European leaders will, among other things, discuss the U.S. attempt to keep Europe out of peace talks between Ukraine and Russia, The Guardian writes. | article_dagur_translated | Á fundinum fara evropeiskir leiðarar m.a. at umrøða royndina hjá USA at halda Evropa uttanfyri friðarsamráðingar millum Ukraina og Rusland, skrivar The Guardian. |
It was at the security conference in Munich over the weekend that Keith Kellogg, the U.S. special envoy to Ukraine and Russia, said that Europe would not be part of the peace talks between Russia, Ukraine and the United States. | article_dagur_translated | Tað var undir trygdarráðstevnuni í München um vikuskiftið, at Keith Kellogg, serligt sendifólk hjá USA til Ukraina og Russland, segði, at Evropa ikki verður partur av friðarsamráðingunum millum Russland, Ukraina og USA. |
However, U.S. Vice President J.D. Vance had previously said that Europe should of course be part of the negotiations. | article_dagur_translated | Amerikanski varaforsetin, J.D. Vance hevði tó frammanundan sagt, at Evropa sjálvandi skuldi vera partur av samráðingunum. |
According to Ritzau, talks begin as early as this week. | article_dagur_translated | Sambært Ritzau byrja samráðingar longu hesa vikuna. |
Sources in Washington tell Politico and Reuters that U.S. Secretary of State Marco Rubio and several other representatives of the Donald Trump administration are to go to Saudi Arabia to meet representatives from Ukraine and Russia. | article_dagur_translated | Keldur úr Washington siga við Politico og Reuters, at amerikanski uttanríkismálaráðharrin, Marco Rubio og fleiri onnur umboð fyri umsitingina hjá Donald Trump skulu til Saudiarabia at hitta umboð úr Ukraina og Russlandi. |
The American president, Donald Trump, believes that a meeting between him and the Russian president Vladimir Putin could become a reality soon. | article_dagur_translated | Amerikanski forsetin, Donald Trump heldur, at ein fundur millum hann og russiska forsetan Vladimir Putin kann gerast veruleiki skjótt. |
The purpose of a meeting would be to bring an end to the war between Russia and Ukraine, which both Putin and the Ukrainian president Volodymyr Zelenskyy want, Trump says according to Ritzau, and he adds that he is working hard to create peace. | article_dagur_translated | Endamálið við einum fundi verður at fáa ein enda á krígnum millum Russland og Ukraina, sum bæði Putin og ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj ynskja, sigur Trump sambært Ritzau og leggur afturat, at hann arbeiðir hart fyri at skapa frið. |
Before the U.S. presidential election last November, Trump said several times that it would only take him 24 hours to end the war; a phrasing he has not, however, used recently. | article_dagur_translated | Undan amerikanska forsetavalinum í november í fjør segði Trump fleiri ferðir, at tað bert fór at taka honum 24 tímar at fáa ein enda á krígnum; ein orðing, sum hann tó ikki hevur brúkt seinastu tíðina. |
The USA and Russia are currently preparing to begin preliminary talks in Saudi Arabia this week, sources in Washington say. | article_dagur_translated | USA og Russland fyrireika seg í løtuni til at byrja innleiðandi fundir í Saudiarabia hesa vikuna, siga keldur úr Washington. |
Among other things, the U.S. Secretary of State, Marco Rubio, is scheduled to travel to Saudi Arabia today. | article_dagur_translated | M.a. fer amerikanski uttanríkismálaráðharrin, Marco Rubio eftir ætlan til Saudiarabia í dag. |
Keith Kellogg, the U.S. special envoy to Russia and Ukraine, said on Saturday at the security conference in Munich that Europe will not be part of the negotiations. | article_dagur_translated | Keith Kellog, serligt sendifólk hjá USA til Russland og Ukraina, segði leygardagin á trygdarráðstevnuni í München, at Evropa ikki verður partur av samráðingunum. |
This is, among other things, the reason why the French president, Emmanuel Macron, has called European leaders to an emergency meeting in Paris today. | article_dagur_translated | Tað er m.a. orsøkin til, at franski forsetin, Emmanuel Macron hevur kallað evropeiskar leiðarar til skundfund í París í dag. |
But in an interview with the TV channel CBS, Marco Rubio says that Ukraine and Europe will be represented when the 'real negotiations' begin, but they have not reached that point yet. | article_dagur_translated | Men í samrøðu við sjónvarpsrásina CBS sigur Marco Rubio, at Ukraina og Evropa verða umboðað, tá "veruligu samráðingarnar" byrja, men enn er mann ikki komin so langt. |
"If there are real negotiations, and we have not reached that point yet — but if that happens, Ukraine must be included, because they are the ones who were attacked, and Europeans must be involved because they have also implemented sanctions against Putin and Russia," he says. | article_dagur_translated | – Um tað eru veruligar samráðingar, og har eru vit ikki komin enn - men hendir tað, skal Ukraina við, tí tað eru tey, sum eru álopin, og evropearar skulu við, tí tey hava eisini sett í verk revsitiltøk móti Putin og Russlandi, sigur hann. |
At a pleasant gathering in Sandur on Friday a contract was signed between the Sandoy School Association and Føroyar Furniture Store to lay a new artificial turf on the field by the Secondary School. | article_dagur_translated | Á hugnaligari løtu á Sandi fríggjadagin varð sáttmáli undirskrivaður millum Sandoyar Skúlasamband og Føroya Møblasølu um at leggja nýtt graslíki á vøllin við Meginskúlan. |
On behalf of the Sandoy School Association Gunn Dania Sundstein signed, on behalf of Føroyar Furniture Store Birgir Andreasen and Odmar Færø signed, and representatives from all municipalities were present. | article_dagur_translated | Vegna Sandoyar skúlasamband undirskrivaði Gunn Dania Sundstein, vegna Føroya Møblasølu undirskrivaði Birgir Andreasen og Odmar Færø, og umboð frá øllum kommunum vóru til staðar. |
The field that is currently in place dates from 2011 and was also from Føroyar Furniture Store. | article_dagur_translated | Vøllurin, ið liggur á nú, er frá 2011 og var eisini frá Føroya Møblasølu. |
The field has served B71, residents in Sandoy, and others very well over the last 13 years - but now the time had come to replace the field. | article_dagur_translated | Vøllurin hevur tænt B71, borgarum í Sandoy, og øðrum við sera væl hesi seinastu 13 árini - nú var tíðin tó komin til at skifta vøllin. |
The field has of course suffered some wear after being heavily used, despite good maintenance. | article_dagur_translated | Vøllurin hevur sjálvandi verið fyri ávísum sliti eftir at hava verið dúgliga brúktur, hóast væl viðlíkahildin. |
Birgir Andreasen says that the field is of the type DOMO Vario Slide-S Pro from the Belgian company DOMO. | article_dagur_translated | Birgir Andreasen sigur, at vøllurin er av slagnum DOMO Vario Slide-S Pro frá belgiska felagnum DOMO. |
DOMO holds a world patent on this particular type of artificial grass. | article_dagur_translated | DOMO hevur heimspatent upp á hetta serliga slagið av kunstgrasi. |
At the Secondary School it will be 5.5 cm high grass fibers. | article_dagur_translated | Við Meginskúlan verður tað 5,5 cm høgt grasstrá. |
The old field had 4 cm high grass fibers. | article_dagur_translated | Gamli vøllurin hevði 4 cm høg grasstrá. |
The special thing about this grass is that it is composed of two fibers. | article_dagur_translated | Tað serliga við hesum grasinum, er, at tað er samansett fipur. |
One fiber is created like a spring — when stepped on it does not lie flat but straightens itself back up. | article_dagur_translated | Eina fiprið er skapt sum ein borur – tá traðkað verður á tað, so leggur tað seg ikki flatt, men rættar seg sjálvt upp aftur. |
The other fiber lies over the infill, which is cork, so that the infill will remain in the grass. | article_dagur_translated | Hitt fiprið leggur seg yvir fylluna, sum er tundur, fyri at fylla skal verða verandi í grasinum. |
The old fields used rubber granulate as infill, but this is no longer considered environmentally friendly, and therefore with the new field they are switching to cork. | article_dagur_translated | Gomlu vøllirnir brúka gummigranulat sum fyllu, men hetta verður nú ikki mett sum umhvørvisvinarligt, og tí verður við nýggja vøllinum farið yvir til tundur. |
It can be mentioned that already eight fields with cork infill exist around the country, and the trials have been excellent. | article_dagur_translated | Nevnast kann, at longu nú liggja átta vøllir við tundurfyllu kring landið, og royndirnar eru framúr góðar. |
Fields with rubber infill are practically no longer used, and rubber infill in artificial turf will also be banned in the future. | article_dagur_translated | Vøllir við gummi fyllu verður so at siga ikki brúkt longur, og gummifylla í graslíki verður eisini bannað í framtíðini. |
Even when snow is cleared, the cork infill remains in place — this was seen for example the last time there was snow, on fields of the same type northwards. | article_dagur_translated | Sjálvt tá kavi verður ruddaður, verður tundur fyllan liggjandi – hetta sást eitt nú seinast kavi var, á vallum av sama slagi norðanfjørðs. |
Birgir says that this is the latest and best within artificial turf fields. | article_dagur_translated | Birgir sigur, at hetta er tað seinasta og besta innan fyri graslíkisvøllir. |
Birgir is very grateful that the Sandoy School Association once again has shown his company trust and has chosen it as the supplier for another field. | article_dagur_translated | Birgir er sera taksamur fyri at Sandoyar skúlasamband enn einaferð hevur víst felagi hansara álit og hevur valt tað sum veitara til enn ein vøll. |
We have always had a very good collaboration with the Sandoy School Association and the municipalities on the island. | article_dagur_translated | – Vit hava altíð havt eitt sera gott samstarv við Sandoyar skúlasamband og kommunurnar í oynni. |
The field is intended to be laid at the beginning of May. | article_dagur_translated | Vøllurin verður ætlandi lagdur í byrjanini av mai. |
In the past 12 months, 12.8 billion have been paid out in wages - 593 million, or 4.9 percent more than the previous 12 months, writes the Statistical Office. | article_dagur_translated | Seinastu 12 mánaðirnar eru 12,8 milliardir útgoldnar í lønum - 593 milliónir, ella 4,9 prosent meira enn undanfaru 12 mánaðirnar, skrivar Hagstovan. |
In recent years, growth for women has been steadier than for men. | article_dagur_translated | Seinastu árini hevur vøksturin hjá kvinnum verið javnari enn hjá monnum. |
In particular, men's wage development was affected by the coronavirus outbreak. | article_dagur_translated | Serliga var lønargongdin hjá monnum ávirkað av koronufarstóttini. |
Over the past 12 months, women have accounted for 38.9 percent of total wages - one percent higher than the previous 12 months. | article_dagur_translated | Seinastu 12 mánaðirnar hava kvinnur átt 38,9 prosent af samlaðu lønunum - eitt prosent hægri enn undanfarnu 12 mánaðirnar. |
Of the total increase of almost 600 million kroner, women accounted for over 60 percent with 370 million kroner. | article_dagur_translated | Av samlaða vøkstrinum upp á næstan 600 milliónir krónur, áttu kvinnurnar yvir 60 prosent við 370 milliónum krónum. |
Total wages paid to women were eight percent higher in the past 12 months compared with the previous 12 months. | article_dagur_translated | Samlaða útgoldna lønin hjá kvinnum var átta prosent hægri seinastu 12 mánaðirnar samanborið við undanfarnu 12 mánaðunum. |
For men, wages were three percent higher, writes the Statistical Office. | article_dagur_translated | Hjá monnum var lønin trý prosent hægri, skrivar Hagstovan. |
In January, the monthly average wage per person was 33,633 kroner, which is 5.6 percent higher compared with January last year. | article_dagur_translated | Í januar var mánaðarliga miðallønin fyri hvønn persón 33.633 krónur, sum er 5,6 prosent hægri samanborið við januar í fjør. |
In January, women received an average of 28,000 kroner. | article_dagur_translated | Í januar fingu kvinnur 28.000 krónur í miðal. |
That is 28 percent lower than the average wage for men, which was 38,900 kroner. | article_dagur_translated | Tað er 28 prosent lægri enn miðallønin hjá monnum, sum var 38.900 krónur. |
Compared with January last year, the paid average wage has increased by over five percent for men and six percent for women. | article_dagur_translated | Samanborið við januar í fjør er útgoldna miðallønin vaksin við yvir fimm prosentum hjá monnum og seks prosentum hjá kvinnum. |
Around ten o'clock Tuesday evening a person was stopped in traffic in Tórshavn. | article_dagur_translated | Um tíggjutíðina týskvøldið varð ein persónur støðgaður í ferðsluni í Havn. |
There was suspicion that the person was driving under the influence. | article_dagur_translated | Illgruni var um, at viðkomandi koyrdi ávirkaður. |
He was to take a breath test, and it turned out there was a blood-alcohol level. | article_dagur_translated | Hesin skuldi blása, og tað vísti seg, at har var promilla. |
Then a blood sample was taken, and if the result shows what is expected, a punishment will follow. | article_dagur_translated | Síðani varð blóðroynd tikin, og um svarið vísir tað, sum væntað, so fellur ein revsing. |
The duty officer at the capital's police station also points out that there was some domestic disturbance yesterday. | article_dagur_translated | Vaktleiðarin á løgreglustøðini í høvuðsstaðnum vísir eisini á, at har var nakað av grannaófriði í gjár. |
There was also a case where a drunk person disturbed someone at a residence. | article_dagur_translated | Síðani var eitt mál, har ein drukkin persónur órógvaði á einum bústaði. |
Upon arrival the police discovered that the person believed he lived there. | article_dagur_translated | Komin á staðið fann løgregluliðið útav, at persónurin helt seg búgva har. |
When he was told that this was not the case and that he had to leave, he became more agitated. | article_dagur_translated | Tá hann fekk at vita, at so var ikki, og at hann skuldi avstað, kom meira øði í. |
The person, seemingly confused, was disruptive and was taken to the station. | article_dagur_translated | Persónurin tyktiskt forrviraður, var uppfarandi og var tikin á støðina. |
The person is still there, and when he wakes up they will clarify the matter, the duty officer confirms. | article_dagur_translated | Har liggur viðkomandi enn, og tá hann vaknar, skal greiða fáast á málinum, staðfestir vaktleiðarin. |
Just before Christmas it was announced that the world-famous band Aqua would play a concert at Tjarnir on March 8. | article_dagur_translated | Beint fyri jól var kunngjørt, at heimskendi bólkurin Aqua fór at spæla konsert við Tjarnir 8. mars. |
Today Stage.fo, which is the organizer, announces that the concert, which also included bands such as Hamradun, Tinganest, Jens Marna, Ester Skála and others, will not take place. | article_dagur_translated | Í dag boðar Stage.fo, sum er fyrireikari, frá, at konsertin sum eisini fevndi um bólkar sum Hamradun, Tinganest, Jens Marna, Ester Skála og onnur, verður av ongum. |
The concert is cancelled. | article_dagur_translated | Konsertin er avlýst. |
Aqua was huge in the 1990s and have well-known songs such as Barbie Girl, Around the World and Doctor Jones, but this did not attract enough Faroese people to the concert at Tjarnir. | article_dagur_translated | Aqua var tað heilt stóra í 90'unum og hava kend løg sum til dømis Barbie Girl, Around the World og Doctor Jones, men hetta hevur ikki lokkað nóg nógvar føroyingar til konsert við Tjarnir. |
Not enough tickets have been sold for the event to be viable, and therefore a decision has been made to cancel it, say the organizers. | article_dagur_translated | Tað eru ikki nóg nógv atgongumerki seld til at tiltakið skal bera seg, og tí er avgerð tikin um at avlýsa, siga fyrireikararnir. |
Subsets and Splits
No community queries yet
The top public SQL queries from the community will appear here once available.