en
stringlengths
1
10.6k
source
stringclasses
4 values
fo
stringlengths
1
10.3k
The 88-year-old pope was admitted to Rome's Gemelli hospital on February 14.
article_dagur_translated
88 ára gamli pávin varð innlagdur á Gemelli sjúkrahúsið í Rom 14. februar.
The feature film “A Complete Unknown” is a biographical depiction of the most famous singer of our time, Bob Dylan (b. 1941), who in 2016 received the Nobel Prize in Literature for songwriting on record.
article_dagur_translated
Spælifilmurin “A Complete Unknown” er ein ævisøgulig lýsing av kendasta sangara í okkara tíð, Bob Dylan (f.1941), sum í 2016 fekk Nobelvirðislønina í bókmentum fyri skaldskap á plátu.
Meinhard Jensen, known from ‘Áðrenn Elvis’, will introduce the screening of the Bob Dylan film at the Film Society on Wednesday evening.
article_dagur_translated
Meinhard Jensen, kendur frá ‘Áðrenn Elvis’, fer at innleiða sýningina við Bob Dylan filminum í Filmsfelagnum mikukvøldið.
The lead role as the famous singer is played by Timothée Chalamet (b. 1995), who has previously been seen at the Film Society in “Lady Bird” (2017) alongside Saoirse Ronan, who had the lead in “The Outrun”, which author Amy Liptrot introduced at the Film Society the Wednesday before last.
article_dagur_translated
Høvuðsleiklutin sum kendi sangarin hevur Timothée Chalamet (f.1995), ið fyrr hevur verið at sæð í Filmsfelagnum í “Ladybird” (2017) saman við Saoirse Ronan, ið hevði høvuðsleiklutin í “The Outrun”, sum høvundurin Amy Liptrot innleiddi í Filmsfelagnum næstsíðsta mikukvøld.
We are in New York in the early sixties, when a young and completely unknown 19-year-old man from Minnesota arrives in the West Village.
article_dagur_translated
Vit eru í New York fyrst í sekstiárunum, tá ein ungur og púra ókendur 19 ára gamal maður úr Minnesota kemur til West Village.
He carries a guitar and sings not only innovative but also revolutionary songs that he himself has written lyrics for and set to music.
article_dagur_translated
Hann hevur gittara við og syngur ikki bara nýskapandi, men eisini kollveltandi sangir, sum hann sjálvur hevur yrkt og sett lag til.
Soon he has changed contemporary music across the entire country.
article_dagur_translated
Skjótt hevur hann broytt samtíðartónleikin í øllum landinum.
During these years he forms connections with other singers and songwriters, but he is not keen on being labeled when everything is discussed and treated as a folk movement.
article_dagur_translated
Hesi árini knýtir hann sambond við aðrar sangarar og yrkjarar, men hann er ikki so fegin um at verða settur í bás, tá alt verður umrøtt og handfarið sum ein fólkarørsla.
He wants to go out of sync, as our Kári P says, and that has consequences around the world.
article_dagur_translated
Hann vil ganga út úr takt, sum okkara kári p sigur, og tað fær avleiðingar um allan heim.
Timothée Chalamet both acts and sings as Bob Dylan in the film, which James Mangold has directed.
article_dagur_translated
Timothée Chalamet bæði spælir og syngur sum Bob Dylan í filminum, sum James Mangold hevur leikstjórnað.
He wrote the screenplay together with Jay Cocks and Elijah Wald.
article_dagur_translated
Hann hevur skrivað handritið saman við Jay Cocks og Elijah Wald.
Mangold made the film “I Walk the Line” (2005) about Johnny Cash and “Girl Interrupted” (1999), which was based on the autobiography of Susanna Kaysen, who lived in Skopun and was the daughter of Carl Kaysen, who wrote speeches for Kennedy.
article_dagur_translated
Mangold gjørdi filmin “I Walk the Line” (2005) um Johnny Cash og “Girl Interrupted” (1999), ið bygdi á sjálvævisøgu hjá Susan Kaysen, sum búði í Skopun og var dóttir Carl Kaysen, ið skrivaði talur fyri Kennedy.
“A Complete Unknown” will be shown at Havnar Bio on Wednesday evening, March 12 at 20:00.
article_dagur_translated
“A Complete Unknown” verður vístur í Havnar Bio mikukvøldið 12. mars kl. 20
Ukrainian President Volodymyr Zelenskyy says he notices strong support after the European summit in London on Sunday.
article_dagur_translated
Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj sigur seg merkja stóra undirtøku eftir evropeiska toppfundin í London sunnudagin.
“We feel a strong support for Ukraine, our people: the military and civilians, as well as our sovereignty.”
article_dagur_translated
– Vit kenna ein sterkan stuðul til Ukraina, okkara fólk: herfólk og sivil, umframt okkara sjálvræði.
We are cooperating with Europe to create a strong foundation for cooperation with America in order to promote real peace and security, he says among other things in messages on Telegram.
article_dagur_translated
Vit samstarva við Evropa fyri at skapa eitt sterkt grundarlag fyri samstarv við Amerika til frama fyri veruligum friði og trygd, sigur m.a. hann í boðum á Telegram.
Zelenskyy says that such European unity at such a high level has not been seen for a long time.
article_dagur_translated
Zelenskyj sigur, at slíkt evropeiskt samanhald á so høgum støði hevur ikki verið sæð leingi.
“We are preparing a series of important meetings and decisions in the near future.”
article_dagur_translated
– Vit eru við at fyrireika eina røð av týðandi fundum og avgerðum í nærmastu framtíð.
The Ukrainian president is also very grateful for the support that Ukraine has received from the USA.
article_dagur_translated
Ukrainski forsetin er eisini sera takksamur fyri stuðulin, sum Ukraina hevur fingið úr USA.
He said that in a speech last night.
article_dagur_translated
Tað segði hann í røðu í nátt.
“We are, of course, aware of the importance of the USA, and we are grateful for all the support we have received from the USA.”
article_dagur_translated
– Vit eru sjálvandi greið yvir týdningin hjá USA, og vit eru takksom fyri allan tann stuðulin, sum vit hava fingið úr USA.
There has not been a day when we have not felt gratitude, he says.
article_dagur_translated
Tað hevur ikki verið ein dagur, har vit ikki havt kent takksemi, sigur hann.
The Ukrainian president added that it remains important that the USA and Europe work together and that diplomatic consultations continue.
article_dagur_translated
Ukrainski forsetin legði afturat, at tað framvegis er umráðandi, at USA og Evropa arbeiða saman, og at tað framvegis vera diplomatiskar samráðingar.
– A slippery slope for people like me to come to the Faroe Islands…
article_dagur_translated
– A slippery slope fyri sovorðnar typur sum meg at koma til Føroya…
Thus says Vestmanna native Róin Siggertsson among other things in the new documentary film titled "Róin – The Fiddler at the End of the World".
article_dagur_translated
Soleiðis sigur vestmenningurin Róin Siggertsson millum annað í nýggja dokumentarfilminum, ið hevur heitið “Róin – Spælimaðurin við heimsins enda”.
In the film we follow Róin Siggertsson in his attempt to move back home to the Faroe Islands after nearly 30 years in Denmark.
article_dagur_translated
Í filminum fylgja vit Róin Siggertsson í hansara roynd at flyta heim aftur til Føroyar aftaná næstan 30 ár í Danmark.
However, it is not easy to move back home.
article_dagur_translated
Tað er tó ikki lætt at flyta heim aftur.
He ends up in an excessive use of both beer and prescription medication, and therefore seriously considers returning south.
article_dagur_translated
Hann endar í einum yvirforbrúki av bæði øli og recept-heilivági, og umhugsar tí kraftigt at fara niður aftur.
But then the unexpected happens – he is going to be a father.
article_dagur_translated
Men so hendir tað óvæntaða – hann skal vera pápi.
A turning point that requires him to change his lifestyle.
article_dagur_translated
Eitt vegamót, sum krevur, at hann má broyta lívsstíl.
The director is Pætur H. Evensson, and he has followed Róin since 2021.
article_dagur_translated
Leikstjóri er Pætur H. Evensson, og hann hevur fylgt Róin síðan 2021.
Gorm Just has edited, while Ólavur Jákupsson has composed and created the sound design.
article_dagur_translated
Gorm Just hevur klipt, meðan Ólavur Jákupsson hevur komponerað og gjørt ljóðmyndina.
The film is produced by Kykmyndum with Jón Hammer as producer.
article_dagur_translated
Filmurin er framleiddur av Kykmyndum við Jón Hammer sum framleiðara.
One distinctive feature of the film is that the majority of the music is by Róin “roWan” Siggertsson himself – and it includes several songs that have not yet been released.
article_dagur_translated
Eitt sermerkt við filminum er, at meginparturin av tónleikinum er eftir Róin “roWan” Siggertsson sjálvum – og talan er um fleiri løg, sum enn ikki eru útgivin.
"Róin – The Fiddler at the End of the World" will premiere on March 11 at 19:45 at the North Atlantic Wharf in Copenhagen as part of the Nordatlantiske Filmdage film festival.
article_dagur_translated
“Róin – Spælimaðurin við heimsins enda” verður frumsýndur hin 11. mars klokkan 19:45 á Norðuratlantsbryggjuni í Keypmannahavn sum partur av filmfestivalinum Nordatlantiske Filmdage.
After the film there will be a discussion on the program with the director and producer, and afterwards the Faroese Representative Office in Copenhagen will offer some refreshments.
article_dagur_translated
Aftaná filmin verður prát á skránni við leikstjóra og framleiðara, og eftir hetta bjóðar Sendistova Føroya í Keypmmanahavn til okkurt leskandi.
It is possible to read more and buy tickets.
article_dagur_translated
Til ber at lesa meira og keypa atgongumerki.
In addition to the screening in Copenhagen, there will be two screenings in Århus and Aalborg respectively:
article_dagur_translated
Umframt sýningina í Keypmannahavn verða tvær sýningar í ávikavist Århus og Aalborg:
Århus: March 15 at 16:30 at Øst for Paradis.
article_dagur_translated
Århus: 15. mars klokkan 16:30 í Øst for Paradis.
Aalborg: March 16 at 13:30 at Biffen.
article_dagur_translated
Aalborg: 16. mars klokkan 13:30 í Biffen.
Increasing support for Ukraine will not contribute to a solution; rather it will prolong the war, says Dmitry Peskov, a spokesman for the Russian government.
article_dagur_translated
At økja um stuðulin til Ukraina fer ikki at viðvirka til eina loysn, heldur fer tað at leingja kríggið, sigur Dmitrij Peskov, talsfólk hjá russisku stjórnini.
After the European summit yesterday, the United Kingdom among other things promised Ukraine the equivalent of about 14 billion kroner for air defense, and that has nothing to do with peace plans, Peskov said at a press conference on Monday.
article_dagur_translated
Eftir evropeiska toppfundin í gjár hevur Stórabretland m.a. lovað Ukraina tað, sum svarar til umleið 14 milliardir krónur til loftverju, og slíkt hevur einki við friðarætlanir at gera, segði Peskov á tíðindafundi mánadagin.
According to Peskov, the Ukrainian president, Volodymyr Zelensky, does not want peace either, and pressure should be put on him to make him change his attitude.
article_dagur_translated
Sambært Peskov ynskir ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj heldur ikki frið, og eigur trýst at verða lagt á hann fyri at fáa hann at broyta hugburð.
He does not want peace.
article_dagur_translated
– Hann vil ikki hava frið.
Someone must make him want peace.
article_dagur_translated
Onkur má fáa hann at ynskja frið.
If Europeans do that, they should be praised for it.
article_dagur_translated
Um evropearar gera tað skulu teir hava rós fyri tað.
The Ukrainian president has, among other things, rejected giving Russians Ukrainian territories that Russian military units have seized during the war.
article_dagur_translated
Ukrainski forsetin hevur m.a. víst aftur at geva russum ukrainsk landøki, sum russiskar herdeildir hava hertikið undir krígnum.
That is not peace but surrender, he says according to Ritzau.
article_dagur_translated
Tað er ikki friður men yvirgeving, sigur hann sambært Ritzau.
At the summit in London the parties agreed to make a peace plan for Ukraine to be presented to the United States.
article_dagur_translated
Á toppfundinum í London samdust partarnir um at gera eina friðarætlan fyri Ukraina, sum skal leggjast fram fyri USA.
Two days earlier Zelensky and the American president, Donald Trump, clashed when Zelensky visited the White House, and Zelensky left Washington without signing the energy agreement that had otherwise been planned.
article_dagur_translated
Tveir dagar frammanundan keglaðust Zelenskyj og amerikanski forsetin, Donald Trump, tá Zelenskyj vitjaði í Hvítu Húsunum, og Zelenskyj fór úr Washington uttan at undirskriva avtaluna um ráevni, sum annars var ætlanin.
Regarding the incident, Peskov says that it was unusual.
article_dagur_translated
Um hendingina sigur Peskov, at tað var óvanligt.
He also says that there has been no contact between Trump and the Russian president, Vladimir Putin, "that the public should know about."
article_dagur_translated
Eisini sigur hann, at einki samband hevur verið millum Trump og russiska forsetan, Vladimir Putin "sum almenningurin skal vita um".
The last reported conversation between the two was a phone call on February 12.
article_dagur_translated
Seinasta samrøðan millum teir báðar, sum er fráboðað, var ein telefonsamrøða 12. februar.
The large international conference of the City Destinations Alliance is one of the most influential conferences for those who work on the development and marketing of urban tourism as a whole.
article_dagur_translated
Stóra altjóða ráðstevnan hjá City Destinations Alliance er ein tann mest umráðandi ráðstevnan fyri tey, ið arbeiða við menning og marknaðarføring av býarferðavinnu í sínari heild.
There has been strong demand from the member countries of the City Destinations Alliance to come to the Faroe Islands for a conference, and we are pleased that we have truly become recognised as an interesting place to hold conferences, says Tordis K. á Rógvi Biskopstø, director of Visit Tórshavn.
article_dagur_translated
Stórur eftirspurningur hevur verið frá limalondunum í City Destinations Alliance at sleppa til Føroyar á ráðstevnu, og eru vit fegin um, at vit av álvara eru komin á banan sum eitt eitt forvitnsligt stað at hava ráðstevnur, sigur Tordis K. á Rógvi Biskopstø, stjóri í Visit Tórshavn.
Visit Tórshavn is a member of the City Destinations Alliance and has won the conference in cooperation with Visit Faroe Islands and GreenGate Incoming, which will be responsible for organising the conference.
article_dagur_translated
Visit Tórshavn er limur hjá City Destinations Alliance, og hevur vunnið ráðstevnuna í samstarvi við Visit Faroe Islands og GreenGate Incoming, sum fer at taka sær av at skipa fyri ráðstevnuni.
This is the first time the Faroe Islands are hosting this conference, and it is expected that around 200 participants, including destination managers, marketers, development professionals, and others from European capitals and larger cities, will attend.
article_dagur_translated
Hetta er fyrstu ferð at Føroyar eru vertir fyri hesari ráðstevnu, og væntað verður, at gott 200 luttakarar, harímillum ferðamálsstjórar, marknaðarfólk, menningarfólk v.fl., frá evropeiskum høvuðsstøðum og størri býum luttaka.
According to Tordis K. á Rógvi Biskopstø, it is important that such a conference comes to the Faroe Islands because with this conference we present ourselves as a conference city among other European cities, and not least demonstrate how we as a destination work with sustainability, development and innovation.
article_dagur_translated
Sambært Tordis K. á Rógvi Biskopstø, er tað týdningarmikið, at ein tílík ráðstevna kemur til Føroya, tí við hesari ráðstevnuni fáa vit víst okkum sum ráðstevnubý millum aðrar evropeiskar býir, og ikki minst víst á, hvussu vit sum ferðamál arbeiða við burðardygd, menning og nýhugsan.
The themes for the conference in Tórshavn have not yet been revealed, but the biannual conference usually covers everything from destination development, business travel, sustainability, marketing, wellbeing, pioneering technology and the latest international research related to tourism, destinations and development.
article_dagur_translated
Tema til ráðstevnuna í Havn eru enn ikki avdúkað, men hálvárliga ráðstevnan snýr seg vanliga um alt frá ferðamálsmenning, vinnuferðavinnu, burðardygd, marknaðarføring, trivnað, slóðbrótandi tøkni og nýggjastu altjóða gransking, ið hevur við ferðavinnu, ferðamál og menning at gera.
In recent years the conference has been held in Valencia, Bruges and Bologna.
article_dagur_translated
Seinastu árini hevur ráðstevnan verið í Valencia, Brugge og Bologna.
The first conference this year will be in April in Budapest, where representatives from Visit Tórshavn will participate in a major announcement about the conference that will be held in Tórshavn.
article_dagur_translated
Fyrra ráðstevnan í ár verður í apríl í Budapest, har umboð fyri Visit Tórshavn luttaka til eina størri avdúking um ráðstevnuna, ið verður í Havn.
This is the second time ever that this conference will take place in our region.
article_dagur_translated
Tað er aðru ferð nakrantíð, at hendan ráðstevnan verður um okkara leiðir.
The conference will be in Tórshavn from 30 September to 2 October 2025.
article_dagur_translated
Ráðstevnan verður í Havn tann 30. septembur til 2. oktobur 2025.
Both members and non-members will have the opportunity to register for the conference soon.
article_dagur_translated
Bæði limir og ikki limir fáa høvi at melda seg til ráðstevnuna í næstum.
The City Destinations Alliance has 125 members representing destinations across Europe — most European capitals as well as several major cities are members.
article_dagur_translated
City Destinations Alliance hevur 125 limir, ið umboða ferðamál úr øllum Europa – flestu høvuðsstaðirnir í Europa, eins og fleiri stórbýir, eru limir.
While most other organisations of this kind focus on a single area, the City Destinations Alliance, uniquely, works with leisure tourism, business travel and city marketing.
article_dagur_translated
Har flestu aðrir felagsskapir av hesum slag hava fokus á eitt øki, arbeiðir City Destinations Alliance, sum tann einasti, við bæði frítíðarferðavinnu (leisure), vinnuferðavinnu og býarmarknaðarføring.
In September 2024 the Financial Supervisory Authority carried out a regular supervisory visit to Suðuroy Savings Bank, where all main areas were examined.
article_dagur_translated
Í september 2024 var Fíggjareftirlitið á regluligari eftirlitsvitjan í Suðuroyar Sparikassa, har øll høvuðsøkini vórðu kannað.
In connection with the visit, Suðuroy Savings Bank received some directives (påbud) to change various matters.
article_dagur_translated
Í samband við vitjanina hevur Suðuroyar Sparikassi fingið nøkur boð (påbud) um at broyta ymisk viðurskifti.
These largely concern updating policies and procedures, as well as ensuring a separation between the risk and compliance area and other areas to prevent conflicts of interest from arising.
article_dagur_translated
Hesi snúgva seg í stóran mun um at dagføra politikkir og mannagongdir, umframt at tryggja skilnað millum váða- og complianceøkið og onnur øki, soleiðis at áhugamálsstríð ikki uppstendur.
The Financial Supervisory Authority reviewed 62 loans, which are 22 percent of total loans, and wrote down 0.2 percent of the total loans, and the Authority increased its management assessment of the write-down by 0.2 percent due to model uncertainty.
article_dagur_translated
Fíggjareftirlitið gjøgnumgekk 62 útlán, sum eru 22 prosent av samlaðu útlánunum, og niðurskrivaði 0,2 prosent av teimum samlaðu útlánum, umframt at Fíggjareftirlitið hækkaði leiðslumetingina av niðurskrivingini 0,2 prosent orsakað av modelótryggleika.
The Financial Supervisory Authority raised the solvency requirement by 0.7 percentage points—to 11.5 percent: 0.2 percentage points for operational risk and 0.5 percentage points for weak customers amounting to over 2 percent of the base capital.
article_dagur_translated
Fíggjareftirlitið hækkaði solvenstørvin við 0,7 prosentum - upp í 11,5 prosent: 0,2 prosent fyri rakstrarváða og 0,5 procent fyri veikar kundar yvir 2 prosent av basiskapitalinum.
Overall, Suðuroy Savings Bank is satisfied with the visit, the report has been noted, and the bank has long since fulfilled the required demands.
article_dagur_translated
Samanumtikið er Suðuroyar Sparikassi vælnøgdur við vitjanina, og frágreiðingin er tikin til eftirtektar, og hevur longur framt kravdu krøvini.
We already meet all capital adequacy requirements.
article_dagur_translated
Vit liva longu upp til øll kapiallógarkrøv.
The work to strengthen the capital is underway so that we meet the capital requirements in the 2027 stress test, says Søren Bruhn, CEO.
article_dagur_translated
Arbeiðið at styrkja kapitalin er í gongd, soleiðis at vit liva upp til kapitalkrøvini í stresstestini í 2027, sigur Søren Bruhn, stjóri.
The report from the Financial Supervisory Authority is available on the website ss.fo.
article_dagur_translated
Frágreiðingin frá Fíggjareftirlitinum er tøk á heimasíðuni ss.fo.
On Tuesday, March 4 at 7:30 PM an exciting event will take place in Sandavágur Church.
article_dagur_translated
Týskvøldið 4. mars kl. 19.30 verður spennandi tiltak í Sandavágs kirkju.
Hilda has recently been to Kenya in Africa and visited the site where Mirjam operates, and during the lecture she will show photos from there and also tell about some new, exciting initiatives.
article_dagur_translated
Hilda hevur fyri stuttum verið í Kenja í Afrika og vitja støð, har Mirjam hevur sítt virki, og fer undir fyrilestrinum at vísa myndir haðani, og eisini at siga frá okkum nýggjum, spennandi tiltøkum.
After the lecture there will be an opportunity to ask questions and otherwise discuss the topic.
article_dagur_translated
Eftir fyrilesturin ber til at seta spurningar, og annars hava orðskifti um evnið.
There will be church coffee afterwards.
article_dagur_translated
Kirkjukaffi aftaná.
The Fuglafjørður municipality has decided to appoint Jón Tyril to the position of director at the Cultural House.
article_dagur_translated
Fuglafjarðar kommuna hevur tikið avgerð um at seta Jón Tyril í starv sum leiðara í Mentanarhúsinum.
He has spent the past year performing the director's duties at the Cultural House while on temporary leave and will immediately begin in a permanent appointment.
article_dagur_translated
Hann hevur seinasta árið røkt leiðarastarvið í Mentanarhúsinum í farloyvisstarvi og byrjar beinanvegin í fastari setan.
Jón Tyril is 51 years old, raised and living in Norðragøta.
article_dagur_translated
Jón Tyril er 51 ára gamal, uppvaksin og búsitandi í Norðragøtu.
Jón Tyril has extensive experience organizing music events and cultural experiences.
article_dagur_translated
Jón Tyril hevur drúgvar royndir við, at fyriskipa tónleikatiltøk og mentanarligar upplivingar.
Among other things, Jón was one of the founders of the G! Festival and the music collective Grót.
article_dagur_translated
Millum annað var Jón ein av stovnarunum av G!Festivalinum og Tónleikasamtakinum Grót.
Furthermore, he has organized several other cultural events, for example the annual recurring Hoyma.
article_dagur_translated
Harumframt hevur hann skipað fyri fleiri øðrum mentanartiltøkum, eitt nú árliga afturvendandi Hoyma.
In addition to experience in the experience industry, Jón has a B.A. degree in Faroese language and literature and extensive experience in communication and management.
article_dagur_translated
Umframt royndir við upplivingarvinnu, hevur Jón B.A prógv í føroyskum máli og bókmentum og drúgvar royndir innan samskifti og leiðslu.
This morning the US tariffs of 25 percent on Canadian and Mexican goods were put into effect.
article_dagur_translated
Í morgun vórðu amerikansku tolltiltøkini á 25 prosent upp á kanadiskar og meksikanskar vørur settar í gildi.
The US has simultaneously raised tariffs on imported goods from China from 10 to 20 percent.
article_dagur_translated
USA hevur samstundis hækkað tollsatsirnar á innfluttar vørur úr Kina úr 10 til 20 prosent.
Reuters news agency writes that.
article_dagur_translated
Tað skrivar Reuters tíðindastovan.
The US president, Donald Trump, confirmed at a press conference yesterday evening, our time, that the tariff rates would come into effect.
article_dagur_translated
Amerikanski forsetin, Donald Trump, váttaði á einum tíðindafundi í gjárkvøldið, okkara tíð, at tollsatsirnir fóru at koma í gildi.
Trump first signed an order in February to impose tariffs on goods from Mexico, Canada and China.
article_dagur_translated
Trump skrivaði fyrst í februar undir eini boð um at seta í gildi toll á vørur úr Meksiko, Kanada og Kina.
The tariff on Canadian and Mexican goods was originally supposed to take effect immediately, but was postponed.
article_dagur_translated
Tollurin á kanadiskar og meksikanskar vørur skuldu eftir ætlan koma í gildi beinanvegin, men varð tó útsettur.
The reason for imposing the tariff on the goods, the president said, was that large quantities of drugs are flowing into the US from Mexico and Canada.
article_dagur_translated
Orsøkina til at seta tollin á vørurnar, segði forsetin vera, at narkotika í stórum nøgdum streymar inn í USA úr Meksiko og Kanada
Trump has blamed both countries for not doing enough to stop the flow of fentanyl and migrants to the US.
article_dagur_translated
Trump hevur skuldsett bæði londini fyri ikki at gera nóg mikið fyri at støðga streyminum av fentanyl og tilflytarum til USA.
Yesterday the president signed an administrative order to also raise the tariff on goods from China.
article_dagur_translated
Í gjár skrivaði forsetin undir eini fyrisitingarlig boð um at hækka tollin á vørur úr Kina eisini.
By executive order the tariff will be increased from 10 to 20 percent, as Trump had previously announced.
article_dagur_translated
Við kravboðunum verður tollurin hækkaður úr 10 til 20 prosent, eins og Trump eisini hevur boðað frá frammanundan.
China plans to impose tariffs of between 10 and 15 percent on several American goods on March 10.
article_dagur_translated
Kina hevur ætlanir um 10. mars at innføra toll á millum 10 og 15 prosent á fleiri amerikanskar vørur.
This was announced by the Chinese Ministry of Finance this morning, according to Reuters.
article_dagur_translated
Hetta boðaði kinesiska fíggjarmálaráðið frá í morgun, sambært Reuters.
Canadian Prime Minister Justin Trudeau said this morning, our time, that the country will impose a 25 percent tariff on imported American goods if Trump follows through on his tariff threat.
article_dagur_translated
Kanadiski forsætisráðharrin, Justin Trudeau, segði í morgun okkara tíð, at landið fer at leggja 25 prosent toll á innfluttar amerikanskar vørur um so er, at Trump ger álvara av sínum tollhóttanum.
However, this morning there has been no announcement that a new tariff on American goods to Canada has been put into effect.
article_dagur_translated
Í morgun hevur tó ongin fráboðan verið um, at nýggjur tollur á amerikanskar vørur til Kanada er settur í gildi.