en
stringlengths
1
10.6k
source
stringclasses
4 values
fo
stringlengths
1
10.3k
- Any and every shot from the Houthi movement from now on will be regarded as a shot directed by Iran using Iranian weapons.
article_dagur_translated
- Eitt og hvørt skot frá Houti-rørsluni við hereftir verða fatað, sum skot av leiðslu Irans við iranskum vápnum.
Iran bears the responsibility, and the consequences will be severe, Trump writes threateningly on his own social media platform, Truth Social.
article_dagur_translated
Iran hevur ábyrgdina, og avleiðingarnar verða álvarsligar, skrivar Trump hóttandi á egna sosiala miðli sínum, Truth Social.
In recent days the U.S. has carried out several attacks against the Houthis, and according to the authorities in Yemen, who receive support from the Houthi movement, 53 people have died in these attacks.
article_dagur_translated
USA hevur hesar seinastu dagarnar framt fleiri álop móti houthi’unum, og sambært myndugleikunum í Jeman, sum fáa stuðul frá Houthi-rørsluni, hava 53 fólk latið lív í hesum álopum.
The death tolls have not been confirmed from another source, writes dr.dk.
article_dagur_translated
Deyðstølini eru ikki váttað frá aðrari síðu, skrivar dr.dk.
On Friday Frihedsbrevet reported a police officer to Michael Boolsen, the chief constable, for sexist conduct.
article_dagur_translated
Fríggjadagin kærdi Frihedsbrevet ein løgreglumann til Michael Boolsen, fúta, fyri sexistiskan atburð.
It happened on Friday when Durita Fagradal Augustinussen, a journalist for Frihedsbrevet, was in the Eastern District Court covering a case about a police officer who was convicted of indecent assault for having groped a female colleague at the police station.
article_dagur_translated
Tað var fríggjadagin, tá Durita Fagradal Augustinussen, journalistur hjá Frihedsbrevet, var í Eystara landsrætti og dekkaði eitt mál um ein løgreglumann, sum bleiv dømdur sekur fyri blúnisbrot, tí hann hevði følt upp á ein kvinnuligan starvsfelaga á løgreglustøðini, at hetta skal vera hent.
Just as a break in the proceedings was about to begin, Durita Fagradal Augustinussen stood in a corner of the corridor in the courthouse writing notes.
article_dagur_translated
Júst sum ein steðgur í málinum er um at vera av, stendur Durita Fagradal Augustinussen í einum horni í gongini í rættinum og skrivar notatir.
Then a police officer, whom she does not know, walked past her and said:
article_dagur_translated
Tá gongur ein løgreglumaður, sum hon forrestin ikki kennir, framvið henni og sigur:
“If it’s too cramped in there, you can just sit on here,” the police officer said laughingly as he patted his thigh.
article_dagur_translated
“Um tað er ov trongt inni har, so kanst tú bara seta teg á her”, sigur løgreglumaðurin flennandi og klappar á lærið hjá sær.
In other words: Durita could simply sit on his thigh.
article_dagur_translated
Altso: Durita kundi bara seta seg á hansara lær.
Barbara Holm says this is completely unacceptable.
article_dagur_translated
Barbara Holm sigur hetta vera fullkomiliga óakseptabult.
I am disappointed that a police officer, who should represent an important and honorable profession in the Faroe Islands, can come up with saying something like that to a woman in 2025.
article_dagur_translated
Eg eri skuffað av, at ein løgreglumaður, sum gjarna skal umboða eitt týdningarmikið og tignarligt starv í Føroyum, kann finna upp á at siga slíkt við eina kvinnu í 2025.
Yes, that would have been beyond the pale even in 1930, but today one ought to know better, right? asks the editor-in-chief.
article_dagur_translated
Ja, tað var eisini langt úti í 1930, men í dag burdi mann jú vitað tað, ha? spyr ábyrgdarstjórin.
Last week there were two cases concerning police officers in the Eastern District Court.
article_dagur_translated
Í síðstu viku vóru tvey mál um løgreglumenn í Eystara landsrætti.
One man, 36 years old, was sentenced to 40 days in prison for abusing his office and committing indecent assault, and the other, 57 years old,
article_dagur_translated
Annar maðurin, ein 36 ára gamal, varð dømdur 40 dagar fongsul fyri at hava misnýtt sítt embæti og framt blúnisbrot, og hin, ein 57 ára gamal,
was sentenced to a suspended 14-day jail sentence for indecent assault.
article_dagur_translated
varð dømdur 14 daga treytaða fongsulsrevsing fyri blúnisbrot.
Trygd can confirm a good result for 2024, with a surplus of 23.3 million kroner before tax.
article_dagur_translated
Trygd kann staðfesta eitt gott úrslit fyri 2024, við einum avlopi á 23,3 milliónir krónur fyri skatt.
Insurance revenues increased and investment returns were good, and furthermore very many policyholders benefited from their insurance because significantly more claims were reported in 2024 than the year before.
article_dagur_translated
Tryggingarinntøkurnar øktust og íløguavkastið var gott, og harumframt fingu sera nógvir tryggingartakarar ágóðan av síni trygging, tí munandi fleiri skaðar vórðu fráboðaðir í 2024, enn árið fyri.
We are pleased with the progress in sustainable growth and good investment returns.
article_dagur_translated
Vit fegnast um gongdina við burðardyggum vøkstri og góðum íløguavkasti.
We continually work to improve customer service, and are pleased that customer satisfaction is good.
article_dagur_translated
Vit arbeiða alsamt við at betra um kundatænastuna, og fegnast um, at kundanøgdsemið er gott.
At Trygd we emphasize curbing operating expenses while making necessary investments in digitization, development, and system updates, says Anna Mohr Holm, CEO of Trygd.
article_dagur_translated
Í Trygd leggja vit dent á at tálma rakstarútreiðslunum, samstundis sum neyðugar íløgur verða gjørdar í talgilding og menning og dagføring av skipanum, sigur Anna Mohr Holm, stjóri í Trygd.
The surplus after tax was 19.2 million.
article_dagur_translated
Avlopið eftir skatt var 19,2 millióónir.
The result is good, although it is somewhat lower than the year before.
article_dagur_translated
Úrslitið er gott, hóast tað er nakað lægri enn árið fyri.
Besides being affected by increased claims payments, the result is also influenced by increases in reserves for claims that change over longer periods, in order to secure the company's long-term financial position.
article_dagur_translated
Umgframt at vera merkt av øktum skaðaendurgjøldum, er úrslitið eisini merkt av, at avsetingarnar til skaðar, sum broytast yvir longri tíðarskeið, vórðu hækkaðar, fyri at langtíðartryggja fíggjarligu støðuna hjá felagnum.
Premium income grew by 9.6 million kroner to 178.3 million kroner last year.
article_dagur_translated
Inntøkurnar frá tryggingargjøldum vuksu við 9,6 milliónum krónum til 178,3 milliónir krónur í fjør.
Claims expenses grew relatively more, by 15.9 million to 114.5 million kroner.
article_dagur_translated
Útreiðslurnar til skaðaendurgjøld vuksu lutfalsliga meiri, við 15,9 milliónum til 114,5 milliónir krónur.
The growth in insurance income was driven particularly by additional sales to existing customers, acquisition of new customers, and price increases on premiums.
article_dagur_translated
Vøksturin í tryggingarinntøkum komst serliga av meirsølu til verandi kundar, tilgongd av nýggjum kundum og prísvøkstri á tryggingargjøldum.
The increased claims expenses are mainly caused by more reported claims than in previous years, as well as steadily rising repair costs for damages.
article_dagur_translated
Øktu skaðaútreiðslurnar eru serliga orsakað av fleiri skaðafráboðanum, enn undanfarin ár, umframt at umvælingarkostnaðurin fyri skaðar støðugt dýrkar.
Insurance needs change as life circumstances change.
article_dagur_translated
Tryggingartørvurin broytist so hvørt, sum lívsumstøðurnar broytast.
Therefore it is very important that insurances are updated regularly.
article_dagur_translated
Tí er tað sera umráðandi, at tryggingar verða dagførdar javnan.
We very much want people to become aware of this.
article_dagur_translated
Vit vilja so fegin, at fólk gerast varug við hetta.
If damage occurs and the insurances are not in order, it can have serious consequences for the individual family.
article_dagur_translated
Um skaði hendir og tryggingarnar ikki eru í lagi, kann tað hava við sær álvarsligar avleiðingar fyri einstøku familjuna.
Therefore we constantly work to make it easy for people to be correctly and well insured.
article_dagur_translated
Tí arbeiða vit støðugt við at gera tað lætt fyri fólk at vera rætt og væl tryggjað.
For the same reason it is also important for us to provide fast and good claims handling.
article_dagur_translated
Av somu orsøk er eisini umráðandi fyri okkum at veita skjóta og góða skaðaviðgerð.
It should be easy to receive compensation for covered damages, says Anna Mohr Holm.
article_dagur_translated
Tað skal vera lætt at fáa endurgjald fyri dekkaðar skaðar, sigur Anna Mohr Holm.
It is easy to report damages via Trygd's new website—especially on the phone.
article_dagur_translated
Tað er lætt at boða frá skaðum umvegis nýggju heimasíðuna hjá Trygd – serliga á telefonini.
This is part of the work to make it easier to be a customer.
article_dagur_translated
Hetta er ein liður í arbeiðinum at gera tað lættari at vera kundi.
The customer satisfaction survey in 2024 showed satisfied customers who say they receive good service, so it is valuable to place increasing emphasis on the customer relationship.
article_dagur_translated
Kundanøgdsemiskanningin í 2024 vísti nøgdar kundar, sum siga seg fáa góða tænastu, so tað hevur virði at leggja alsamt størri dent á kundasambandið.
A fisherman reported to the police yesterday that someone had untied a line on his boat after he had returned from fishing.
article_dagur_translated
Ein útróðrarmaður boðaði í gjár løgregluni frá, at onkur hevði loyst ein enda á bátinum hjá honum,  eftir at hann var komin aftur av útróðuri.
When the boat owner returned to the boat at the quay in Leirvík, the stern line was untied.
article_dagur_translated
Tá bátaeigarin kom aftur til bátin á havnarlagnum í Leirvík, var afturendin loysnaður.
The fisherman was certain that someone had untied the line because he is used to securing boats and knows how to do it.
article_dagur_translated
Útróðrarmaðurin var fullvísur í, at onkur hevði loyst endan, tí hann er vanur at binda bát og dugir tað.
This can cause significant damage if a line is untied like that, so the boat owner chose to report the matter to the police.
article_dagur_translated
Tað kann elva til stóran skaða, um ein endi soleiðis verður loysnaður, og tí valdi bátaeigarin at melda málið til løgregluna.
The police investigated the matter further and identified a person who admitted to having untied the line.
article_dagur_translated
Løgreglan kannaði málið nærri, og fann fram ein persón, sum játtar at hava loyst endan.
However, it is unclear why he did it.
article_dagur_translated
Óvist er tó hví hann gjørdi tað.
The boat owner has been informed.
article_dagur_translated
Bátaeigarin er kunnaður.
It was quiet in the harbour and nothing happened to the boat, so nothing more will be done about the case, the police duty officer informs.
article_dagur_translated
Kyrt var í havnini, og onki hendi við bátinum, og tí verður ikki meira gjørt við málið, upplýsir vaktleiðarin hjá løgregluni.
The police have also investigated a case of an attempted break-in at a shop on Dr. Jacobsensgøta in Tórshavn.
article_dagur_translated
Løgreglan hevur eisini kannað eitt mál um royna at bróta inn í ein handil í Dr. Jacobsensgøtu í Havn.
There are clear marks on the door, but the person who intended to get in never got that far.
article_dagur_translated
Týðulig merki eru í hurðini, men tann, ið ætlaði sær inn, kom ongantíð so langt.
Two American astronauts, Sunita "Suni" Williams and Butch Wilmore, who have been stranded on the ISS since June last year, are now on their way back to Earth.
article_dagur_translated
Tveir amerikanskir rúmdarfarar, Suni Williams og Butch Wilmore, sum síðan juni í fjør hava verið strandað á ISS rúmdarstøðini, eru nú á veg aftur til jarðar.
BBC reports that the spacecraft intended to bring them home detached from the international ISS at 05:05 our time.
article_dagur_translated
Tað skrivar BBC eftir at rúmdarhylkið, ið skal fáa tey heimaftur, klokkan 05.05 okkaratíð, loysti seg frá altjóða ISS rúmdarstøðini.
The plan had been for them to stay on the station for a week, but because of technical problems the return trip was postponed several times.
article_dagur_translated
Ætlanin var, at tey skuldu vera á rúmdarstøðini í eina viku, men orsaka av tekniskum trupulleikum, varð heimferðin útsett fleiri ferðir.
However, both have said they never really felt stranded, though they are eager to get home at last.
article_dagur_translated
Tey bæði hava tó ongantíð kent tað sum, at tey eru strandað, men hava sagt, at tey fegin vilja sleppa heimaftur einaferð.
On Saturday the SpaceX spacecraft that will take them home arrived at the ISS.
article_dagur_translated
Leygardagin kom rúmdarhylkið frá SpaceX, sum flytir tey heimaftur, til ISS rúmdarstøðina.
In addition to Suni Williams and Butch Wilmore, two other astronauts on the ISS are accompanying them on the trip home.
article_dagur_translated
Umframt Suni Williams og Butch Wilmor, eru tveir aðrir rúmdarfarar á ISS við á heimferðini.
They are Nick Hague from NASA and Russian cosmonaut Aleksandr Gorbunov.
article_dagur_translated
Teir eru Nick Hague frá Nasa og russiski kosmonauturin Aleksandr Gorbunov.
The spacecraft is expected to land in the Gulf of Mexico at around 22:00 tonight, our time, dr.dk reports.
article_dagur_translated
Rúmdarhylkið lendir væntandi í Meksikanska Flógvanum umleið klokkan 22 í kvøld, okkara tíð, skrivar dr.dk.
Israel carried out extensive airstrikes against Hamas targets in Gaza overnight.
article_dagur_translated
Ísrael hevur í nátt framt umfatandi loftálop móti Hamas-málum í Gaza.
Israel confirms this, according to the Reuters news agency.
article_dagur_translated
Tað váttar Ísrael, sambært Reuters tíðindastovuna.
The BBC writes that the Israeli military has announced it carried out strikes against so-called 'terrorist targets'.
article_dagur_translated
BBC skrivar, at ísraelski herurin hevur boðað frá, at hann hevur framt atsóknir móti sokallaðum “yvirgangsmálum”.
The figures differ on how many died in the overnight attacks.
article_dagur_translated
Tølini eru ymisk um, hvussu nógv doyðu í álopunum í nátt.
A spokesman for the Gaza Health Ministry, which is under Hamas leadership, says that at least 200 people have died.
article_dagur_translated
Ein talsmaður fyri heilsumálaráðið í Gaza, sum er undir Hamas-leiðslu sigur, at minst 200 fólk hava latið lív.
This number has not been verified.
article_dagur_translated
Hetta tal er ikki váttað.
This is the most severe attack on Gaza since a ceasefire was reached between Israel and Hamas on January 19.
article_dagur_translated
Talan er um ógvuligasta álopið á Gaza síðan vápnahvíld varð fingin í lag millum Ísrael og Hamas 19. januar.
The first phase of that ceasefire expired on March 1, writes dr.dk.
article_dagur_translated
Fyrsta umfar av hesi vápnahvíldini fór úr gildi 1. mars, skrivar dr.dk.
According to the office of Israeli Prime Minister Benjamin Netanyahu, the attack was carried out because Hamas continues to refuse to release hostages, Reuters writes.
article_dagur_translated
Sambært skrivstovuni hjá ísraelska forsætisráðharranum, Benjamin Netanyahu, varð lopið á, tí Hamas framhaldandi sýtur fyri at lata gíslar leysar, skrivar Reuters.
The BBC writes that it was Benjamin Netanyahu and Defense Minister Israel Katz who ordered the strike, and the American outlet Fox News reports that Israel consulted first with the U.S.
article_dagur_translated
BBC skrivar, at tað vóru Benjamin Netanyahu og Israel Katz, verjumálaráðharri, sum góvu boð um at leypa á, og amerikanski miðilin Fox News skrivar, at Ísrael ráðførdi seg fyrst við USA.
The first phase of the ceasefire was established with, among other things, American assistance.
article_dagur_translated
Fyrsta umfar av vápnahvíldini varð fingin í lag við eitt nú amerikanskari hjálp.
That agreement expired on March 1, and negotiations are currently underway about a second phase, writes Ritzau.
article_dagur_translated
Henda avtala gekk út 1. mars, og tað fara í løtuni samráðingar fram um annað umfar, skrivar Ritzau.
Ebbb is a British band that travels between the lines of the various musical genres.
article_dagur_translated
Ebbb er ein bretskur bólkur, sum ferðast millum linjurnar av teimum ymsu tónleikasløgunum.
This summer it will be possible to experience the band at the G! Festival in Gøta.
article_dagur_translated
Í summar verður møguligt at uppliva bólkin á G! fetivalinum í Gøtu.
Awesome rhythms that shake everything inside rumble from the speakers, while the singer, with his clear, beautiful voice and Beach Boys-like melodies, seems to be in the process of bringing us something we all need down from the clouds when he performs.
article_dagur_translated
Ógvusligar rútmur, sum rista alt innvortis, rumbla úr hátalarunum, meðan sangarin, við síni kláru, vøkru rødd og The Beach Boys-líknandi melodium, tykist at vera í holt við at heinta okkum okkurt, sum vit øll hava tørv á, niður úr skýnum, tá ið hann framførir.
It is a well-organized perverse mixing of opposites that has already taken the just one-year-old band a long way.
article_dagur_translated
Talan er um ein vælskipaðan peruvelling av mótsetningum, sum longu hevur borið bert eitt ára gamla bólkin langt á leið.
The G! Festival will take place from July 17 to 19 this year.
article_dagur_translated
G! Festival verður dagarnar 17. til 19. juli í ár.
Mark Carney has now been sworn in as the new prime minister of Canada.
article_dagur_translated
Mark Carney er nú tikin í eið sum nýggjur forsætisráðharri í Kanada.
He replaces Justin Trudeau as leader of the Liberal Party and prime minister of Canada.
article_dagur_translated
Hann avloysir Justin Trudeau sum formann í liberala flokkinum og forsætisráðharri í Kanada.
It was on January 6 that Trudeau announced he would step down as leader of the Liberal Party and prime minister of Canada after nearly ten years in the post, and on Sunday last week Carney was elected leader.
article_dagur_translated
Tað var 6. januar, at Trudeau boðaði frá, at hann fór at leggja frá sær sum formaður í liberala flokkinum og forsætisráðharri í Kanada eftir nærum tíggju ár í sessinum, og sunnudagin í farnu viku varð Carney valdur til formann.
Mark Carney is 59 years old and a former governor of the Bank of England and the Bank of Canada.
article_dagur_translated
Mark Carney er 59 ára gamal of fyrrverandi stjóri í Bank of England og Bank of Canada.
He is the first prime minister of Canada without prior experience as a politician or minister.
article_dagur_translated
Hann er fyrsti forsætisráðharrin í Kanada uttan royndir sum politikkari ella ráðharri.
Hans Edward Andreasen, who was the frontman and songwriter in the renowned rock band The Dreams, is now ready again to step onto the Faroese rock stage.
article_dagur_translated
Hans Edward Andreasen, ið var oddamaður og sangskrivari í tiltikna rockbólkinum The Dreams, er nú aftur til reiðar at stíga inn á føroyska rockpallin.
After a long break, the rock singer is ready with new energy and a new band.
article_dagur_translated
Eftir longri steðg er rocksangarin klárur við nýggjari orku og nýggjum bólki.
Swardi is Hans Edward Andreasen's new rock band, and it will play the big hits from The Dreams and the band Glóð as well as new songs.
article_dagur_translated
Swardi er nýggi rockbólkurin hjá Hans Edwardi Andreasen, og hann fer at spæla stóru hittini hjá The Dreams og bólkinum glóð umframt nýggjar sangir.
At the Summer Festival, people will be able to experience Swardi performing songs such as "La' Mig Være", "Backstabber", "Verden Vil Bedrages", "Spilt tíð" and "Sasasasa" at full blast on Vágsbø.
article_dagur_translated
Fólk sleppa á Summar Festivalinum at uppliva Swardi tulka sangir sum »La' Mig Være«, »Backstabber«, »Verden Vil Bedrages«, »Spilt tíð« og »Sasasasa« við fullum útblástri á Vágsbø.
Some new songs will also be performed.
article_dagur_translated
Eisini verða onkrir nýggir sangir framførdir.
This will be one of the year's major rock concerts.
article_dagur_translated
Hetta verður ein av ársins stóru rockkonsertum.
In addition to Hans Edward Andreasen, Rúni Mouritsen, Leivur Vitalis and Høgni Fagraberg play in Swardi.
article_dagur_translated
Umframt Hans Edward Andreasen spæla Rúni Mouritsen, Leivur Vitalis og Høgni Fagraberg í Swardi.
In recent days it has rained heavily in parts of Italy, causing floods in, among others, the regions of Emilia-Romagna and Tuscany.
article_dagur_translated
Seinastu dagarnar hevur regnað av grimd í pørtum av Italia, og tað hevur elvt til vatnflóð í m.a. landslutunum Emilia-Romagna og Toscana.
Authorities are warning of dangerous weather expected to continue over the next 24 hours, and people are urged to be cautious and stay indoors.
article_dagur_translated
Myndugleikarnir ávara um hættisligt veður, sum væntast at halda fram næsta samdøgrið, og verður heitt á fólk um at vera ansin og halda seg inni.
In several neighborhoods of Bologna, the capital of Emilia-Romagna, residents living in basement and ground-floor apartments were evacuated Thursday evening, and in the region of Tuscany schools are closed in over 60 municipalities.
article_dagur_translated
Í fleiri grannaløgum í Bologna, sum er høvuðsstaður í Emilia-Romagna, vórðu borgarar, búsitandi í kjallara- og stovuhæddum fluttir burtur hóskvøldið, og í landslutinum Toscana eru skúlar stongdir í yvir 60 kommunum.
In Florence, the capital of Tuscany, residents have over the past three days experienced more than twice the usual rainfall for the entire month of March.
article_dagur_translated
Í Firenze, sum er høvuðsstaður í Toscana, hava borgarar seinastu tríggjar dagarnar upplivað meira enn tvífalt so nógv avfall, sum er vanligt fyri allan mars mánaða.
On average Tuscany receives 61 mm of rainfall in March, but after just six hours this morning 52 mm of rain had fallen.
article_dagur_translated
Í miðal fær Toscana 61 mm av avfalla í mars, men eftir bert seks tímum í morgun, vórðu komnir 52 mm av avfalli.
More rain and thunderstorms are expected in the coming 24 hours in the northern part of Italy, BBC reports.
article_dagur_translated
Komandi samdøgrið væntast meira avfall og torusláttur í norðara parti av Italia, skrivar BBC.
One person currently in Florence is the artist Stella Zachariassen, who traveled to Italy for the Firenze International Art Fair, where she is scheduled to exhibit a painting.
article_dagur_translated
Ein, sum er stødd í Firenze í løtuni er listakvinnan Stella Zachariassen, sum er farin til Italia í sambandi við Firenze International Art Fair, har hon eftir ætlan skal sýna ein málning fram.
"I delivered the painting today, but they still don't know whether they will have to cancel the exhibition, which is scheduled to begin tomorrow," Stella Zachariassen told Portalin.
article_dagur_translated
– Eg havi latið málningin inn í dag, men enn vita tey ikki, um tey noyðast at avlýsa framsýningina, sum eftir ætlan skal byrja í morgin, sigur Stella Zachariassen við Portalin.
"They are advising people not to go outside, so we are just staying inside the hotel."
article_dagur_translated
– Tey mæla fólki frá at fara út, so vit sita bara inni á gistingarhúsinum.
"Yesterday there were many people on the streets, but that has not been the case today, and many shops have also closed," she says.
article_dagur_translated
Í gjár vóru nógv fólk á gøtunum, men so hevur ikki verið í dag, og nógvir handlar hava eisini stongt, sigur hon.
The board of Norðoya Bú- og Heimatænastu (NBH) has organized itself with Karl H. Johansen, mayor of Klaksvík municipality, as chairman and Símun Gullaksen, mayor of Fugloy municipality, as vice-chairman.
article_dagur_translated
Stýrið fyri Norðoya Bú- og Heimatænastu (NBH) hevur skipað seg við Karl H. Johansen, borgarstjóra í Klaksvíkar kommunu, sum stýrisformanni og Símun Gullaksen, borgarstjóra í Fugloyar kommunu, sum næstformanni.
In this connection, a thematic day was organized at Fiskastykkið in Sandavág, where the main topic was the strategy for 2025–2028.
article_dagur_translated
Í hesum sambandi varð skipaður ein evnisdagur á Fiskastykkinum í Sandavági, har høvuðsevnið var strategi fyri 2025-2028.
The day was organized in two parts – in the morning the focus was on residential units, while service for home-dwelling residents was the main topic in the afternoon.
article_dagur_translated
Dagurin varð skipaður í tveimum pørtum – fyrrapartin varð dentur lagdur á búeindirnar, meðan tænasta til heimabúgvandi var høvuðsevnið seinnapartin.
Karl H. Johansen, who is now beginning his second term as chairman, confirms that NBH will face several challenges in the coming years, but the board will set to work with good confidence.
article_dagur_translated
Karl H. Johansen, sum nú fer undir sítt seinna skeið sum stýrisformaður, staðfestir, at NBH komandi árini hevur fleiri avbjóðingar, men stýrið fer til verka við góðum treysti.
"We face increasing challenges, especially with demographic changes and providing assistance to the needs of home-dwelling residents.
article_dagur_translated
– Vit standa framman fyri vaksandi avbjóðingum, serliga við demografisku broytingunum og at veita hjálp til tørvin hjá heimabúgvandi.