en stringlengths 1 10.6k | source stringclasses 4
values | fo stringlengths 1 10.3k |
|---|---|---|
Djóni Nolsøe Joensen, minister for children and education, has held a meeting with the Ukrainian Deputy Minister of Education and Research, Yevhen Kudriavets, who is also attending the ISTP 2025 conference in Reykjavík. | article_dagur_translated | Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður við barna- og kenslumálum, hevur havt fund við ukrainska vararáðharran í kenslu- og granskingarmálum, Yevhen Kudriavets, sum eisini er á ISTP 2025 ráðstevnu í Reykjavík. |
ISTP is a conference where ministers of education and leaders of teachers' unions from many countries around the world meet to discuss common interests and cooperation. | article_dagur_translated | ISTP ( ) er ráðstevna, har kenslumálaráðharrar og forfólk í lærarafakfeløgum í nógvum av heimsins londum møtast at umrøða felags áhugamál og samstarv. |
From the Faroese Teachers' Association, Jacob Eli Olsen, chairman, and Katrin Dagbjartsdóttir, a teacher, participated and were also present at the meeting with the Ukrainian minister. | article_dagur_translated | Frá Føroya Lærarafelag luttóku Jacob Eli Olsen, formaður, og Katrin Dagbjartsdóttir, lærari, sum eisini vóru við á fundinum við ukrainska ráðharran. |
The Ukrainian minister was informed about the situation of the approximately 25 Ukrainian children who attend the Faroese public school. | article_dagur_translated | Ukrainski ráðharrin bleiv kunnaður um, hvussu støðan er hjá teimum 25 ukrainsku børnunum, sum ganga í føroyska fólkaskúlanum. |
The minister received a copy of the book “The War That Changed Rondo,” a Ukrainian children's book about war that has been translated into Faroese and published by the Book Department. | article_dagur_translated | Ráðharrin fekk eitt eintak av bókini “Kríggið, sum broytti Rondo”, sum er ein ukrainsk barnabók um kríggj, sum er umsett til føroyskt, og sum Bókadeildin hevur givið út. |
The book addresses the consequences that war has on children. | article_dagur_translated | Bókin viðger, hvørjar fylgjur kríggj hava á børn. |
The book has been translated into several languages, and now also into Faroese. | article_dagur_translated | Bókin er umsett til fleiri mál, og nú eisini til føroyskt. |
The proceeds from the sale of the book will go to help the Ukrainian children who have come to the Faroe Islands. | article_dagur_translated | Inntøkan frá sølu av bókini fer til at hjálpa ukrainsku børnunum, sum eru komin til Føroya. |
This will be done through the Red Cross. | article_dagur_translated | Hetta verður gjørt gjøgnum Reyða Kross. |
The minister warmly thanked the Faroese for the support they have shown the Ukrainian people and described how they organized schooling in Ukraine while the war continues, writes the Ministry of Children and Education on the internet. | article_dagur_translated | Ráðharrin takkaði hjartaliga fyri stuðulin, sum føroyingar hava víst ukrainska fólkinum og greiddi frá, hvussu tey skipaðu skúlan í Ukraina, nú kríggj framvegis herjar, skrivar Barna- og útbúgvingarmálaráðið á netinum. |
The chief executive of Tesla, Elon Musk, believes that the new American tariff on foreign cars will affect the large electric car manufacturer. | article_dagur_translated | Ovasti stjórin fyri Tesla, Elon Musk, heldur, at nýggi amerikanski tollurin á útlendskar bilar, fer at fáa ávirkan á stóra framleiðaran av elbilum. |
He wrote that on his social media platform, X. | article_dagur_translated | Tað skrivar hann á sosiala miðli sínum, X. |
"To make it clear, it will affect the price of parts of Tesla cars that come from other countries." | article_dagur_translated | - Fyri at gera tað greitt, fer tað av ávirka prísin á pørtum av Tesla-bilum, sum koma úr øðrum londum. |
The cost impact is not insignificant, the update states. | article_dagur_translated | Kostnaðarávirkanin er ikki týdningarleys, stendur í dagføringini. |
This was a response to a video clip in which the American president, Donald Trump, says he will impose a 25 percent tariff on all cars that are produced outside the USA. | article_dagur_translated | Hendan var eitt svar upp á eitt filmsbrot, har amerikanski forsetin, Donald Trump, sigur, at hann fer at innføra 25 prosent toll á allar bilar, ið verða framleiddir uttan fyri USA. |
He announced that at a press conference at the White House on Wednesday evening. | article_dagur_translated | Tað kunngjørdi hann á einum tíðindafundi í Hvítu Húsunum mikukvøldið. |
There he said, according to Reuters, that the tariff would not matter for Tesla. | article_dagur_translated | Her segði Trump, sambært Reuters, at tollurin ikki fór at fáa týdning fyri Tesla. |
"It may have no impact or it could get better." | article_dagur_translated | - Tað kann ongan týdning fáa ella tað verður betri. |
He (Musk, ed.) has a large factory in Texas and a large factory in California. | article_dagur_translated | Hann (Musk, -red.) hevur eina stóra verksmiðju í Texas og eina stóra verksmiðju í Kalifornia. |
"And everyone who has factories in the USA — it will be good for them," Trump said, according to Ritzau. | article_dagur_translated | Og øll, sum hava verksmiðnur í USA – tað verður gott fyri tey, segði Trump, sambært Ritzau. |
Trump added that Musk has not spoken with Trump about the matter because "he may have a conflict of interest." | article_dagur_translated | Trump legði afturat, at Musk ikki hevur tosað við Trump um málið, tí “hann kann hava eitt áhugamálsstríð”. |
"He has never asked me for a favor," Trump said about Musk at the press conference. | article_dagur_translated | - Hann hevur aldri biðið meg um eina tænastu, segði Trump um Musk á tíðindafundinum. |
Elon Musk is among the president's top advisers and has previously donated 290 million dollars with the aim of getting the Republican back in the White House. | article_dagur_translated | Elon Musk er millum ovastu ráðgevarar forsetans, og hevur fyrr latið 290 milliónir dollarar við tí endamáli at fáa republikanaran aftur í Hvítu Húsini. |
Trump succeeded in being re-elected, and since January 20 he has served as the American president. | article_dagur_translated | Tað eydnaðist Trump at verða afturvaldur, og hann hevur síðan 20. januar sitið sum amerikanskur forseti. |
Musk remains the top executive in his companies, including SpaceX and Tesla, but he also heads a new institute, Doge, whose task is to streamline and reduce the American bureaucracy. | article_dagur_translated | Musk er framvegis ovasti stjóri í sínum fyritøkum, herundir SpaceX og Tesla, men hann stendur eisini á odda fyri ein nýggjan stovn, Doge, hvørs uppgáva er at effektivisera og minka um amerikansku stjórnarumsitingina. |
According to Bloomberg News, the new tariff could affect car imports with a value of 240 billion dollars. | article_dagur_translated | Sambært Bloomberg News kann nýggi tollurin raka bilainnflutningin við einum virði á 240 milliardir dollarar. |
Particularly Mexico, which last year sold cars and car parts worth 78 billion dollars to the USA, will be affected. | article_dagur_translated | Serliga Meksiko, sum í fjør seldi bilar og billutir fyri 78 milliardir dollarar til USA, verður rakt. |
After Mexico comes Japan with 39.7 billion dollars per year, and South Korea with 36.6 billion dollars. | article_dagur_translated | Eftir Meksiko liggur Japan við 39,7 milliardum dollarum um árið, og Suðurkorea við 36,6 milliardum dollarum. |
Then come Canada and Germany. | article_dagur_translated | Síðan koma Kanada og Týskland. |
The tariff comes into effect on April 3 at 04:01 Faroese time. | article_dagur_translated | Tollurin kemur í gildi 3. apríl klokkan 04.01 føroyska tíð. |
After the announcement from Trump, the share prices of the American car manufacturers fell. | article_dagur_translated | Eftir fráboðanina frá Trump fullu virðisbrøvini hjá ameikansku bilaframleiðarunum. |
Ford fell 0.8 percent, General Motors 4.2, and Stellantis 3.9 percent. | article_dagur_translated | Ford fall 0,8 prosent, General Motors 4,2 og Stellantis 3,9 prosent. |
Prior to Trump's announcement, Tesla's stock had declined by 5.6 percent. | article_dagur_translated | Undan fráboðanini hjá Trump var Tesla partabrævið minkað við 5,6 prosentum. |
According to MarketWire, this is caused by fear of further tariff increases from Trump, writes Ritzau. | article_dagur_translated | Sambært MarketWire, er hetta orsaka av ótta fyri fleir tollhækkingum frá Trump, skrivar Ritzau. |
In connection with the record label TUTL releasing recordings of the hymn collection “Føroysk Sálmaløg” on Maundy Thursday, a release concert will be held at Tórshavn Church this Sunday at 4:00 PM. | article_dagur_translated | Í sambandi við at plátufelagið TUTL á grækarismessu gav út upptøkur av sálmasavninum “Føroysk Sálmaløg”, verður útgávukonsert í Havnar kirkju nú sunnudagin kl. 16. |
It was the publisher Búgvin that in 2012 published the hymn and song collection “Føroysk Sálmaløg”. | article_dagur_translated | Tað var forlagið Búgvin, sum í 2012 gav út Sálma- og lagasavnið “Føroysk Sálmaløg”. |
The book contains 65 hymns written by Petur Jacob Sigvardsen with melodies composed by Knút Olsen. | article_dagur_translated | Í bókini eru 65 sálmar, sum Petur Jacob Sigvardsen hevur skrivað, og Knút Olsen gjørt løg til. |
Sixty-three of these hymns have now been sung and recorded. | article_dagur_translated | 63 av hesum sálmum eru nú sungnir og tiknir upp. |
Individuals sing some hymns, and some are sung as duets. | article_dagur_translated | Einstaklingar syngja nakrar sálmar, og nakrir eru sungnir sum duett. |
Otherwise, it is choirs that have sung part of these hymns, which Finnur Hansen recorded and TUTL has released on digital platforms, YouTube and Spotify. | article_dagur_translated | Annars eru tað sangbólkar, ið hava sungið ein part av hesum sálmum, sum Finnur Hansen hevur tikið upp, og TUTL lagt út á talgildu miðlarnar, Youtube og Spotify. |
At the concert, soloists will sing some of 'their' hymns. | article_dagur_translated | Til konsertina fara solistar at syngja nakrar av “teirra” sálmum. |
As on the recordings, Gudmund Mortensen will play the organ accompaniment. | article_dagur_translated | Eins og á upptøkunum hevur Gudmund Mortensen orgulfylgispælið. |
The soloists are: Andreas Samuelsen, Arina Bischoff, Høgni Debes, Eyðbjørg Hansen, Sanna Bæk Hoydal and Sámal Matras Kristiansen. | article_dagur_translated | Solistarnir verða: Andreas Samuelsen, Arina Bischoff, Høgni Debes, Eyðbjørg Hansen, Sanna Bæk Hoydal og Sámal Matras Kristiansen. |
Everyone is warmly welcome to this special concert, which celebrates the release of new hymns by Petur Jakob Sigvardsen and Knút Olsen. | article_dagur_translated | Øll eru hjartaliga vælkomin til hesa sermerktu konsert, sum hátíðarheldur útgávuna av nýggjum sálmum hjá Peturi Jakob Sigvardsen og Knút Olsen. |
After the concert there will be refreshments in the Church Hall. | article_dagur_translated | Aftan á konsertina verður drekkamuður í Kirkjustovu. |
The construction company from Klaksvík, and according to Per Martin Gregersen, the mayor, it will also be Kanjon that will lead the expansion of Leirvík School. | article_dagur_translated | Byggifyritøkan úr Klaksvík, og sambært Per Martin Gregersen, borgarstjóra, verður tað eisini Kanjon, sum skal standa á odda fyri útbyggingina av Leirvíkar skúla. |
He confirmed this. | article_dagur_translated | Hetta váttaði hann. |
Five bids were submitted. | article_dagur_translated | Fimm tilboð komu inn. |
Kanjon's bid amounted to DKK 64,473,962, and those in the East Municipality were generally satisfied with it. | article_dagur_translated | Boðið hjá Kanjon varð áljóðandi kr. 64.473.962, og tað vóru tey í Eysturkommunu sum heild nøgd við. |
The East Municipality writes on its website that the project includes the demolition of three buildings. | article_dagur_translated | Eysturkommuna skrivar á heimasíðu sínari, at verkætlanin fevnir um niðurtøku av trimum bygningum. |
In their place a new building will be constructed and the surrounding outdoor area will be adapted. | article_dagur_translated | Í teirra stað verður ein nýggjur bygningur reistur og útiøkið rundan um verður tillagað. |
The new building is approximately 2,000 square meters and will house classrooms, a music room, a combined assembly and sports hall with two badminton courts, a library, changing rooms, and a teachers' area with preparation rooms. | article_dagur_translated | Nýggi bygningurin er umleið 2000 fermetrar og fer at hýsa skúlastovum, tónleikastovu, mið- og ítróttarhøll við tveimum badmintonbanum, bókasavni, umklæðingarrúmum og læraraumhvørvi við fyrireikingarhølum. |
This will be the most expensive investment ever for the municipality, confirms Per Martin Gregersen. | article_dagur_translated | Talan verður um dýrastu íløguna nakrantíð hjá kommununi, staðfestir Per Martin Gregersen. |
The total cost estimate for the project is 95 million kroner, and the construction period is estimated at two and a half years. | article_dagur_translated | Samlaða kostnaðarmetingin fyri verkætlanina er 95 milliónir krónur, og byggitíðin er mett til tvey og eitt hálvt ár. |
It is not yet finally clear when one of the planned 30 months will be. | article_dagur_translated | Tað er ikki endaliga greitt enn, nær mánaði eitt av teimum ætlaðu 30 verður. |
However, this should disturb students and teachers as little as possible, says the mayor. | article_dagur_translated | Hetta skal tó órógva minst møguligt fyri næmingar og lærarar, sigur borgarstjórin. |
Sigurd has held the position of adjunct lecturer at the University of the Faroe Islands since 2022. | article_dagur_translated | Sigurd hevur verið í starvi sum adjunktur á Fróðskaparsetri Føroya síðan 2022. |
He is a trained chemist from the University of Copenhagen and holds a PhD in atmospheric chemistry from Aarhus University. | article_dagur_translated | Hann er útbúgvin evnafrøðingur frá Lærda Háskúlanum í Keypmannahavn og hevur ph.d.-prógv í atmosferiskari evnafrøði frá Aarhus Universiteti. |
Furthermore, he has also worked as a postdoctoral researcher at Aarhus University and at Stockholm University. | article_dagur_translated | Harumframt hevur hann eisini arbeitt sum postdoc-granskari á Aarhus Universiteti og á Stockholms Universiteti. |
Since he came to the University, he has taught several subjects within chemistry, been responsible for several bachelor courses and one PhD course. | article_dagur_translated | Síðan hann kom til Setrið, hevur hann undirvíst í fleiri fakum innan fyri evnafrøði, havt ábyrgd av fleiri bachelor-skeiðum og einum ph.d.-skeiði. |
Likewise, he has taken steps to make teaching more accessible, for example through hybrid teaching and live streaming. | article_dagur_translated | Somuleiðis hevur hann tikið stig til at gera undirvísingina meira atkomuliga við eitt nú hybridundirvísing og beinleiðis stroyming. |
He is and has been active in leadership and committee work, among other roles as deputy member of the board of the University of the Faroe Islands, as daily safety manager, and also as a member of the study council. | article_dagur_translated | Hann er og hevur verið virkin í leiðslu og nevndararbeiði, m.a. sum varalimur í stýrinum fyri Fróðskaparsetur Føroya, sum dagligur trygdarleiðari og eisini sum limur í lestrarráðnum. |
When academic staff at the University of the Faroe Islands are promoted to associate professor or professor, an application must be sent to an external evaluation committee with international researchers. | article_dagur_translated | Tá vísindastarvsfólk á Fróðskaparsetri Føroya verða framflutt til lektara ella professara, skal ein umsókn sendast eini uttanhýsis metingarnevnd við útlendskum granskarum. |
Usually a Faroese representative is also part of the evaluation committee, the University explains. | article_dagur_translated | Vanliga er eitt føroyskt umboð eisini partur av metingarnevndini, greiðir Setrið frá. |
The evaluation committee pointed to Sigurd's particular strengths regarding research, teaching and academic activities. | article_dagur_translated | Metingarnevndin vísti á serligu styrkirnar hjá Sigurdi viðvíkjandi gransking, undirvísing og akademiskum virksemi. |
His scientific work covers the ocean, the atmosphere and the environment. | article_dagur_translated | Hansara vísindaliga arbeiði fevnir um hav, luft og umhvørvi. |
He has also shown that he is capable of obtaining external funding for research and of building an independent research environment. | article_dagur_translated | Hann hevur eisini víst, at hann er førur fyri at fáa uttanhýsis stuðul til gransking og at byggja upp eitt sjálvstøðugt granskingarumhvørvi. |
The members of the evaluation committee agreed that the academic and professional achievements met all academic requirements and recommended that Sigurd Christiansen be promoted to associate professor in chemistry at the University of the Faroe Islands. | article_dagur_translated | Limirnir í metingarnevndini vóru samdir um, at akademisku og starvsligu avrikini luku allar akademiskar treytir og mæltu til, at Sigurd Christiansen verður framfluttur til lektara í evnafrøði á Fróðskaparsetri Føroya. |
The evaluation committee consisted of Hans Pauli Joensen, lecturer emeritus, University of the Faroe Islands; Ilona Riipinen, professor, Stockholm University; and Tore Skodvin, lecturer, University of Bergen. | article_dagur_translated | Í metingarnevndini sótu Hans Pauli Joensen, lektari emeritus, Fróðskaparsetur Føroya, Ilona Riipinen, professari, Stockholms Universitet, og Tore Skodvin, lektari, Universitetið í Bergen. |
On Wednesday of the week — March 26 — Manni Waag turned 75 years old. | article_dagur_translated | Mikudagin í vikuni - 26. mars - fylti Manni Waag 75 ár. |
He learned office work at Føroya Bjór in the years 1967–1970, but his interest did not lie in that. | article_dagur_translated | Hann lærdi skrivstovuyrkið á Føroya Bjór árini 1967-1970, men hugurin stóð ikki til tað. |
After his apprenticeship he worked at the Kósavirkið plant for a year, where he pushed barrels of salt and unloaded; after that he once drove a truck for Karl Justesen before ending up back at Føroya Bjór — this time not with orders and bookings but handling the bottles, both inside the brewery and in the Føroya Bjór d... | article_dagur_translated | Eftir lærutíðina arbeiddi hann á Kósavirkinum í eitt ár, har hann trillaði salt við børu og landaði; eftir tað koyrdi hann eitt skifti lastbil fyri Karl Justesen, áðrenn hann endaði aftur hjá Føroya Bjór - hesa ferð ikki við bíleggingum og bókingum men saman við fløskunum, bæði inni á virkinum og í Føroya Bjór-bilinum. |
Most people probably associate Manni with cars and driving. | article_dagur_translated | Manna munnu tey flestu seta í samband við bilar og koyring. |
His interest in this likely stems largely from our uncle's business, which ran the AUTO garage, where Manni had many tasks as a boy and teenager. | article_dagur_translated | Áhugin fyri hesum stavar helst fyri stóran part frá virkseminum hjá pápabeiggja okkara, sum hevði bilstøðina AUTO, har Manni átti mangt sporið sum drongur og unglingi. |
As soon as he was old enough to get a taxi driver's license, he began driving a taxi — industrious and especially popular among young deckhands, who could ride for hours across the road network in the Northern Isles and also off the island, whether to Tórshavn or out to Vágar — all while Charlie Pride and others blared... | article_dagur_translated | So skjótt hann hevði aldur at fáa hýruvognskoyrt, fór hann at koyra hýruvogn - íðin og ikki minst populerur millum ungar línumenn, ið kundu koyra í tímavís um alt veganetið í Norðoyggjum og eisini av oynni, um tað so var til Havnar ella vestur í Vágar - alt meðan Charlie Pride og onnur rungaðu úr kraftblokkinum. |
It was actually on a taxi trip that someone could have told Manni he would have become a sailor — Manni simply did not know, because our father would not tell him about the opportunity with Skálaberg that had been available to him... | article_dagur_translated | Tað var forrestin á einum hýruvognstúri, at ein kundi visti at siga Manna, at hann mundi blivið sjómaður - tað visti Manni bara ikki av, tí pápi okkara ikki vildi fortelja honum um kjansin við Skálabergi, sum stóð honum í boði … |
And Manni knows everything about car history — car models through the ages and especially the car history of Klaksvík, where he knows every detail when it comes to makes, model years, license plates, owners, and so on. | article_dagur_translated | Og so veit Manni alt um bilasøgu - bilmodell gjøgnum tíðirnar og ikki um at tala bilasøguna í Klaksvík, har hann veit hvørja detalju, tá ið tað kemur bilasløg, árgangir, nummarplátur, eigarar osfr. |
In recent times he is probably best known as a driving instructor, both for regular cars and large vehicles, among others, and there are hundreds of students whom he has taught and prepared for tests over the years. | article_dagur_translated | Í nýggjari tíð man hann vera best kendur sum koyrilærari, bæði til vanligan bil og stóran bil o.a., og tað eru hundraðtalsnæmingar, sum hann hevur undirvíst og innstillað til roynd millum ár og dag. |
In recent years he has mostly been driving a bus. | article_dagur_translated | Seinnu árini hevur hann fyri tað mesta koyrt buss. |
Since childhood he has played football, and he played as goalkeeper for both the boys' teams and the youth teams of KÍ. | article_dagur_translated | Frá barnsbeini hevur hann spælt fótbólt, og spældi við bæði dreingjaliðnum og unglingaliðnum hjá KÍ sum málmaður. |
In 1968 the youth team became Faroese champions with a goal tally of 29–1. | article_dagur_translated | Í 1968 gjørdist unglingaliðið føroyameistari við málúrtøkuni 29-1. |
When the only goal was scored against KÍ — from a penalty kick — he was not in goal. | article_dagur_translated | Tá ið einasta málið varð skorað ímóti KÍ - uppá brotsspark - stóð hann ikki í málinum. |
KÍ protested the penalty decision, so Manni stood beside the goal while the ball was rolled from the 11-meter spot into the empty net...! | article_dagur_translated | KÍ mótmælti brotssparksdømingini, so Manni stóð við síðuna av málinum, meðan bólturin varð trillaður frá 11-metrablettinum í tóma málið …! |
Manni was part of the group that helped staff the 66-team, and later played in several matches with the first team, spent several years on the second-best team, for example on the team that became Faroese champions in 1972. | article_dagur_translated | Manni var partur av tí hópinum, sum var við til at manna 66-liðið, og spældi seinni í fleiri umførum við besta liðnum, fleiri ár á næstbesta á liðnum, eitt nú á liðnum, sum varð føroyameistari í 1972. |
Faroesoccer reports that he was 47 years old when he played his last match — in 1997 in the third division against Skála. | article_dagur_translated | Faroesoccer veit at siga, at hann var 47 ára gamal, tá ið hann spældi seinasta dystin - í 1997 í triðbestudeildini ímóti Skála. |
Manni has been a coach of the first team, but in his coaching role he was devoted for years as a youth coach, where in addition to the football side he excelled at bringing teams together, not least by getting parents involved in organizing the social aspects. | article_dagur_translated | Manni hevur verið venjari hjá besta liðnum, men í venjaraleiklutinum var hann trúgvur í áravís sum ungdómsvenjari, har hann umframt tað fótbóltsliga var tiltikin fyri at samansjóða liðini, ikki minst við at fáa foreldrini at vera við til at fyriskipa sosiala partin. |
In recent years he has been the steward when KÍ plays home matches. | article_dagur_translated | Seinastu árini hevur hann verið vaktarmaður, tá ið KÍ spælir heimadyst. |
Three years ago Manni was fully deservedly honored at KÍ's annual banquet for faithful service to the club. | article_dagur_translated | Fyri trimum árum síðani varð Manni fult uppiborið heiðraður á ársveitsluni hjá KÍ fyri trúgva tænastu fyri felagið. |
He has likely organized his classmates from primary school to meet approximately every five years during the past many years. | article_dagur_translated | Trúliga hevur hann skipað fyri, at hansara klassafelagar í barnaskúlanum koma saman, umleið fimta hvørt ár tey seinastu nógvu árini. |
Yes, he is an entrepreneur in so many areas. | article_dagur_translated | Jú, hann er íverkseti á so mongum økjum. |
For a short period Manni and Guri lived in Viðareiði. | article_dagur_translated | Eitt stutt skifti búðu Manni og Guri á Viðareiði. |
Manni quickly settled in, and it was also he who took the initiative to form Viðareiði's KÍ team. | article_dagur_translated | Manni fall skjótt til, og tað var eisini hann, sum tók stig til at gera Viðareiðis-liðið hjá KÍ. |
It received great support in Viðareiði. | article_dagur_translated | Tað fekk stóra undirtøku á Viðareiði. |
When Manni is not behind the wheel, he passes the time by walking, watching Manchester United, and socializing with other newcomers in Klaksvík. | article_dagur_translated | Tá ið Manni ikki situr við eitt bilróður, so styttir hann sær stundir við at ganga, at hyggja eftir Manchester United og við at poppa saman við øðrum tilkomnum í Klaksvík. |
This socializing is for him a return to the days at AUTO, where the drivers socialized at the garage between trips. | article_dagur_translated | Hetta við poppa er fyri hann eitt afturhvarv til tíðina á AUTO, har bilførararnir poppaðu inni á støðini millum túrar. |
Manni has always been a loyal supporter of the children. | article_dagur_translated | Manni hevur altíð verið hollur stuðul hjá børnunum. |
Now he rejoices with them over his grandchildren, whom he is very devoted to — and it especially pleases him that his daughter Maibritt with her partner Martini and little Jákup have settled in Klaksvík, where Julianna and her children already live. | article_dagur_translated | Nú samgleðist hann við teimum um síni abbabørn, sum hann gongur høgt uppí - og ikki minst man tað gleða hann, at dóttirin Maibritt við makanum Martini og lítla Jákupi hava sett búgv í Klaksvík, har Julianna og børn hennara búgva frammanundan. |
Manni is the only one of us brothers who lives in Klaksvík. | article_dagur_translated | Manni er tann einasti av okkum brøðrum, sum býr í Klaksvík. |
He and Guri live at Biskupstorg, where the door is always open and kindness is abundant — a drop-in at their place is almost a constant feature when KÍ plays at home. | article_dagur_translated | Hann og Guri búgva á Biskupstorgi, har hurðin altíð er opin og blíðskapurin stórur - eitt rend inn til teirra er at kalla fastur táttur, tá ið KÍ spælir á heimavølli. |
Likewise we have had many good moments at the annual brothers' gathering, as we call it when we brothers come together for a long Saturday — either at one of our homes or in summer houses in the countryside. | article_dagur_translated | Somuleiðis hava vit havt nógvar góðar løtur á árligu brøðrasamkomuni, sum vit kalla tað, tá ið vit brøðir koma saman ein langan leygardag - antin hjá einum okkara ella í summarhúsum á bygd. |
Subsets and Splits
No community queries yet
The top public SQL queries from the community will appear here once available.