en
stringlengths
1
10.6k
source
stringclasses
4 values
fo
stringlengths
1
10.3k
No special skills are required.
article_dagur_translated
Ongi krøv eru sett um serligar førleikar.
The volunteers who participate in the project are offered accommodation and food in return for the working days, which end with a feast.
article_dagur_translated
Tey sjálvbodnu sum eru við í verkætlanini fáa bjóðað gisting og mat afturfyri arbeiðsdagarnar ið enda við eini veitslu.
The deadline to sign up is Thursday, April 17.
article_dagur_translated
Freistin at tekna seg er hósdagin 17. apríl.
The nine projects that will be part of this year are these:
article_dagur_translated
Tær níggju verkætlanirnar sum vera við í ár, eru hesar:
The Ministry of Social and Cultural Affairs has now announced who will replace Edvard Heen as director of the Social Welfare Agency on 1 June 2025.
article_dagur_translated
Almanna- og Mentamálaráðið hevur nú kunngjørt, hvør tað er, ið skal avloysa Edvard Heen sum stjóra í Almannaverkinum 1. juni 2025.
Eirikur í Jákupsstovu, the minister, has today appointed Hjørdis S. Mortensen as the incoming new director of the Social Welfare Agency.
article_dagur_translated
Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður, hevur í dag sett Hjørdis S. Mortensen sum komandi nýggjan stjóri fyri Almannaverkið.
Hjørdis S. Mortensen is a trained nurse and additionally holds a social sciences bachelor's degree from the University of Bergen, writes ammr.fo.
article_dagur_translated
Hjørdis S. Mortensen er útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur og hevur harafturat eina samfelagsliga bachelorútbúgving frá lærda háskúlanum í Bergen, skrivar ammr.fo.
She also has experience with the institution and within management.
article_dagur_translated
Hon hevur eisini royndir hjá stovinum og innanfyri leiðslu.
- Hjørdis has worked at the Social Welfare Agency for 16 years, several of them as a manager.
article_dagur_translated
- Hjørdis hevur starvast í Almannaverkinum í 16 ár, harav fleiri ár sum leiðari.
In the past year she has been director of the wellbeing department.
article_dagur_translated
Seinasta árið hevur hon verið stjóri fyri trivnaðardepilin.
One of the new director's main tasks will be to implement the organizational changes that have already been planned, and which largely concern merging the wellbeing department and the client services department, the Ministry of Social and Cultural Affairs confirms.
article_dagur_translated
Ein av høvuðsuppgávunum hjá nýggja stjóranum verður at gjøgnumføra bygnaðarbroytingarnar, sum longu eru settar út í kortið, og sum í stóran mun snúgva seg um at sameina trivnaðardepilin og viðskiftadepilin, staðfestir Almanna- og Mentamálaráðið.
There were six applications for the director position at the country's largest institution overall.
article_dagur_translated
Seks umsóknir vóru til stjórastarvið í landsins samanlagt størsta stovni.
Jenis av Rana is currently on leave from his parliamentary seat, and Jórun Pólsdóttir will take his seat in parliament.
article_dagur_translated
Jenis av Rana er í løtuni í farloyvi úr Løgtingssessi sínum, og í hansara tingsess kemur Jórun Pólsdóttir.
The Centre Party announces this in a statement today.
article_dagur_translated
Hesum boðar Miðflokkurin frá í skrivi í dag.
This is the first time that Jórun will take a seat in the Faroese parliament.
article_dagur_translated
Hetta er fyrstu ferð, at Jórun tekur sæti á Løgtingi.
She was elected as number five on the Centre Party's list.
article_dagur_translated
Hon varð vald sum nummar fimm á listanum hjá Miðflokkinum
The two deputy candidates ahead of her are not available to take a seat now - Bill Justinussen is the second, and he has joined the People's Party.
article_dagur_translated
Tey bæði varafólkini frammanfyri hana eru ikki tøk at koma inn nú - Bill Justinussen er annar, og hann er farin í Fólkaflokkin.
Jórun Pólsdóttir is from Eysturoy and lives in Fuglafjørður.
article_dagur_translated
Jórun Pólsdóttir er eysturoyingur og býr í Fuglafirði.
The Centre Party writes that she is a trained biologist and owns a consulting firm that, among other things, conducts environmental assessments.
article_dagur_translated
Miðflokkurin skrivar, at hon er útbúgvin lívfrøðingur og hevur egna ráðgevara fyritøku, sum millum annað ger umhvørviskanningar.
We also know Jórun for her enthusiasm for birdlife in the Faroe Islands.
article_dagur_translated
- Vit kenna eisini Jórun fyri hennara eldhuga fyri fuglalívi í Føroyum.
Together with Silas Olofsson she has published the book "Our Birds".
article_dagur_translated
Saman við Silas Olofsson hevur hon givið út bókina ”Fuglar okkara”.
Jórun Pólsdóttir is the second woman to have represented the Centre Party in the Faroese parliament.
article_dagur_translated
Jórun Pólsdóttir er onnur kvinnan, sum hevur hevur umboða Miðflokkin á Løgtingi.
The first was Charlotta á Váli Olsen, who served as deputy in 2002.
article_dagur_translated
Tann fyrra var Charlotta á Váli Olsen, sum røkti varatingsessin  í 2002.
The party leader is on leave for one week.
article_dagur_translated
Formaðir floksins er í farloyvi í eina viku.
Today is a historic day for the Central Union of Farmers.
article_dagur_translated
Í dag er søguligur dagur hjá Meginfelag Búnaðarmanna.
It has been 45 years since the first milk carton was packaged at the dairy plant in Hoyvík.
article_dagur_translated
Tað eru nevniliga 45 ár síðan fyrsti mjólkarpakkin varð pakkaður á mjólkarvirkinum í Hoyvík.
That was April 1, 1980.
article_dagur_translated
Tað var 1. apríl 1980.
Many things have happened to the company during these 45 years; from being a manufacturing company with few products, the company has significantly expanded during this period.
article_dagur_translated
Hesi 45 árini er hent nógv í felagnum, frá at vera ein framleiðslufyritøka við fáum vørum, er fyritøkan hesi árini víðkað munandi.
Today MBM produces and sells 70 different dairy products, and the company has expanded to also be a trading company that fulfills, so to speak, virtually all the needs of agriculture in the Faroe Islands.
article_dagur_translated
Í dag framleiðir og selur MBM 70 ymiskar mjólkarúrdráttir, og fyritøkan er víðkað til eisini at vera ein handilsfyritøka, sum nøktar, so at siga, allan tørvin hjá landbúnaðinum í Føroyum.
The company today has a feed department, a store with lots of farm supplies and a large selection of machinery and equipment, a spare parts warehouse, and a workshop.
article_dagur_translated
Felagið hevur í dag eina fóðurdeild, handil við hópin av brúkslútum og stórum úrvali av maskinum og vápnum, eykalutagoymslu og verkstað.
In May/June this year the company will put a production building in Skálavík into use, where a wide range of cheeses will be produced.
article_dagur_translated
Í mai/juni mánaða í ár fer felagið at taka ein framleiðslubygning í Skálavík í nýtslu, har stórt úrval av ostum fer at verða framleitt.
According to plan, the new large swimming hall in Runavík will open in the summer.
article_dagur_translated
Eftir ætlan letur nýggja stóra svimjihøllin í Runavík upp í summar.
It is located at Løkin - right by Bylgjan.
article_dagur_translated
Hon er staðsett við Løkin - beint við Bylgjuna.
As a result, this will to an even greater extent become a sports area.
article_dagur_translated
Harvið verður hetta í uppaftur størri mun eitt ítróttarøki.
It will be a sports center that Runavík Municipality will operate.
article_dagur_translated
Talan verður ein ítróttardepil, sum Runavíkar kommuna skal reka.
For this purpose there is a need for a manager and also a technician.
article_dagur_translated
Til hetta endamálið verður tørvur á einum leiðara og eisini einum teknikara.
Runavík Municipality has recruited people for these positions and now announces that they have been appointed.
article_dagur_translated
Runavíkar kommuna hevur søkt fólk til hesi størvini, og boðar nú frá at tey eru sett.
It will be Sonya Lara Anne Pratt who will be the manager of the sports center in Runavík.
article_dagur_translated
Tað verður Sonya Lara Anne Pratt, sum skal vera leiðari fyri ítróttardepilin í Runavík.
Sonya is from Canada and has for more than 20 years worked as a manager of swimming halls and sports centers in Denmark.
article_dagur_translated
Sonya er úr Kanada og hevur í meira enn 20 ár starvast sum leiðari av svimjihallum og ítróttardeplum í Danmark.
From 2004 to 2014 she led three swimming halls in Roskilde Municipality.
article_dagur_translated
Frá 2004 til 2014 hevur hon havt leiðsluna av trimum svimjihallum í Roskilde kommune.
Since 2014 she has been the manager of Egedal's Culture and Sports Facilities, which encompass several swimming and sports halls, playgrounds and cultural houses.
article_dagur_translated
Síðan 2014 hevur hon verið leiðari á Egedals Kultur- og Idrætsfaciliteter, sum fevnir um fleiri svimji- og ítróttarhallir, leikvallir og mentanarhús.
She brings extensive experience in leadership, event organization and collaboration with sports clubs, schools and other interest groups that use the facilities in sports centers.
article_dagur_translated
Hon kemur við drúgvum royndum innan leiðslu, fyriskipan av tiltøkum og samstarvi við ítróttarfeløg, skúlar og aðrar áhugabólkar, ið nýta hentleikarnar í ítróttardeplum.
Sonya has a degree as Master in Experience Management as well as a range of courses and relevant training in the operation of sports facilities, swimming and lifesaving.
article_dagur_translated
Sonya hevur útbúgving sum Master i Oplevelsesledelse umframt eina rúgvu av skeiðum og viðkomandi útbúgvingum innan rakstur av ítróttaranleggum, svimjing og lívbjarging.
Sonya starts in the position as manager of the sports center in Runavík on May 1, writes runavik.fo.
article_dagur_translated
Sonya byrjar í starvinum sum leiðari fyri ítróttardepilin í Runavík 1. mai, skrivar runavik.fo.
It will be Høgni Davidsen from Æðuvík who will be the technician at the sports center.
article_dagur_translated
Tað verður Høgni Davidsen úr Æðuvík, sum skal vera teknikari á ítróttardepilinum.
Høgni is a trained machinist and has extensive experience in mechanics, electrical work, HVAC and ventilation.
article_dagur_translated
Høgni er útbúgvin maskinsmiður og hevur drúgvar royndir innan mekanik, el, HVS og ventilatión.
He has worked in the oil industry in Denmark and Norway for 12 years and later had his own company, which was bought by the Mest group in 2012.
article_dagur_translated
Hann hevur starvast í oljuvinnuni í Danmark og Noregi í 12 ár og hevur seinni havt egna fyritøku, ið varð keypt av Mest samtakinum í 2012.
After the company was bought, he has worked for Mest.
article_dagur_translated
Hann hevur, eftir at fyritøkan varð keypt, starvast hjá Mest.
Høgni Davidsen will primarily be responsible for the technical operation of the swimming hall, as well as handling other operational and maintenance tasks in the sports center.
article_dagur_translated
Høgni Davidsen fer fyrst og fremst at hava ábyrgdina av tekniska rakstrinum í svimjihøllini, umframt at loysa aðrar rakstrar- og viðlíkahaldsuppgávur í ítróttardepilinum.
The technician has already started in the position: Høgni began on March 15.
article_dagur_translated
Teknikarin er longu byrjaði í starvinum: Høgni fór í gongd 15. mars.
Researchers at the Department of History and Social Sciences at the University of the Faroe Islands have received DKK 1.4 million in support from NordForsk for a research project to develop knowledge about the impacts of climate change.
article_dagur_translated
Granskarar á Søgu- og Samfelagsdeildini á Fróðskaparsetrinum hava fingið 1,4 mió. kr. í stuðli frá Nordforsk til eina granskingarverkætlan um at menna vitan um avleiðingar av veðurlagsbroytingum.
NordForsk is an institution under the Nordic Council of Ministers that funds Nordic research cooperation.
article_dagur_translated
NordForsk er stovnur undir Norðurlendska Ráðharraráðnum, sum fíggjar norðurlendskt granskingarsamstarv.
The Faroe Islands have independent membership in NordForsk.
article_dagur_translated
Føroyar hava sjálvstøðugan limaskap í NordForsk.
The impacts of climate change are greater in the Arctic than anywhere else in the world.
article_dagur_translated
Árin av veðurlagsbroytingum eru størri í Arktis enn nakra aðrastaðni í heiminum.
They include, among other things, land loss, thawing permafrost, wildfires and declining sea ice.
article_dagur_translated
Tær fevna millum annað um burturmáan av lendi, tiðnandi frostjørð, skógareld og minkandi havís.
These impacts have serious consequences not only economically, but also culturally and for health for societies in the Arctic.
article_dagur_translated
Hesi árin hava álvarsligar avleiðingar ikki bert búskaparliga, men eisini mentanarliga og heilsuliga fyri samfeløgini í Arktis.
The non-economic impacts are little discussed and researched, even though they can have very large negative effects on the well-being of current and future generations.
article_dagur_translated
Árin, ið ikki eru búskaparlig, eru lítið umrødd og granskað, hóast tey kunnu hava sera stórt neiligt árin á vælferðina hjá núverandi og komandi ættarliðum.
NordForsk has allocated a total of DKK 15.7 million to a project carried out by an interdisciplinary team that will produce knowledge about these impacts.
article_dagur_translated
NordForsk hevur játtað tilsamans 15,7 mill. kr. til eina verkætlan hjá einum tvørfakligum toymi, sum skal fáa til vega vitan um hesi árin.
The team includes researchers and representatives of indigenous communities from Finland, Sweden, Norway, the Faroe Islands, Iceland, Greenland, Canada and the USA.
article_dagur_translated
Við í toyminum eru vísindafólk og umboð fyri upprunasamfeløg úr Finnlandi, Svøríki, Noregi, Føroyum, Íslandi, Grønlandi, Kanada og USA.
The project has been named LostToClimate.
article_dagur_translated
Verkætlanin hevur fingið heitið LostToClimate.
Ragnheiður Bogadóttir, a researcher at the Department of History and Social Sciences at the University of the Faroe Islands, will lead the Faroese part of the research project.
article_dagur_translated
Ragnheiður Bogadóttir, granskari á Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya, skal standa á odda fyri føroyska partinum av granskingarverkætlanini.
DKK 1.4 million has been allocated to this part.
article_dagur_translated
1,4 mill. kr. er játtaðar til hendan partin.
The project leader for LostToClimate is Rico Kongsager, a professor at the University of Copenhagen.
article_dagur_translated
Verkætlanarleiðari fyri LostToClimate er Rico Kongsager, professari á Keypmannahavnar Universiteti.
The project on climate change is part of a research programme on sustainable development of the Arctic, which is the largest research initiative NordForsk has ever undertaken.
article_dagur_translated
Verkætlanin um veðurlagsbroytingar er partur av granskingarskrá um burðardygga menning av Arktis, ið er størsta granskingarátak hjá NordForsk nakrantíð.
In total, nine projects involving participants from the Nordic countries and North America have received funding to research topics such as the sea, water, biodiversity, tourism and raw materials.
article_dagur_translated
Tilsamans níggju verkætlanir við luttøku úr Norðurlondum og Norðuramerika hava fingið stuðul til at granska evnir sum hav, vatn, lívfrøðiligt margfeldi, ferðavinnu og ráevnir.
Faroese researchers are involved in two of the projects, and the allocation for Faroese work is just over DKK 4 million.
article_dagur_translated
Føroyskir granskarar eru við í tveimum av verkætlanunum, og játtanin til føroyska arbeiðið er góðar 4 mió. kr.
This is the first time that the Faroe Islands participate in a NordForsk research initiative with their own funding.
article_dagur_translated
Hetta er fyrstu ferð, at Føroyar luttaka í einum granskingarátaki hjá NordForsk við egnari fígging.
The Faroe Islands have contributed DKK 900,000 to the call.
article_dagur_translated
Føroyar hava latið 900.000 kr. til útboðið.
The allocation to the Faroese parts is therefore more than four times higher.
article_dagur_translated
Játtanin til føroysku partarnar er sostatt meira enn fýra ferðir hægri.
There may be some who have fallen into the trap today, April 1.
article_dagur_translated
Tað munnu vera nøkur sum eru dottin í felluna í dag, 1. apríl.
The only day of the year when it is allowed to lie and trick people.
article_dagur_translated
Einasti dagur í árinum, har tað er lov at lúgva og lumpa fólk.
As the day draws to a close, we have found some of the public April Fools' stories below.
article_dagur_translated
Nú dagurin nærkast endanum hava vit funnið nakrar av teimum almennu aprílsøgunum fram niðanfyri.
Norðlýsið tricked Faroese people by saying that the American president, Donald Trump, was to come to the Faroe Islands, now that protests are against American visits to Greenland.
article_dagur_translated
Norðlýsið lumpaði føroyingar við, at amerikanski forsetin, Donald Trump, skuldi koma til Føroya, nú mótmælisgongur eru ímóti amerikonskum vitjanum í Grønlandi.
Dimmalætting did the same, claiming that the prime minister had invited Donald Trump to the Faroe Islands for a summit to discuss the country's future.
article_dagur_translated
Tað sama gjørdi Dimmalætting, sum vildi vera við, at løgmaður hevur boðið Donaldi Trump til Føroya á toppfund at viðgera framtíðarstøðuna hjá Føroyum.
He is coming as early as next week.
article_dagur_translated
Hann kemur longu í næstu viku.
And then there was Good Morning Faroe Islands, which would likely have caught a few off guard.
article_dagur_translated
Og so var tað Góðan morgun Føroyar, sum helst mundi leypa kløkk á nøkur.
Rúni Djurhuus was on the phone, and he could report — or more or less announce — that Nick Carter from the Backstreet Boys had contacted him to obtain a plot of land in Velbastaður.
article_dagur_translated
Rúni Djurhuus var í telefonini, og hann kundi greiða frá - ja meira ella minni kunngera, at Nick Carter frá Backstreet Boys hevði heitt á hann, um at fáa eitt grundstykki til vega á Velbastað.
He had succeeded in acquiring a 3,000 square meter plot and plans had been drawn up for a summer house of 500–600 square meters.
article_dagur_translated
Tað hevði eydnast at fingið fatur á einum 3000 fermetrar stórum grundstykki og tekningar vóru gjørdar til eitt summarhús upp á 500-600 fermetrar.
Rúni Djurhuus wanted to be involved, saying that Nick Carter intended to come to the Faroe Islands from time to time to relax during a hectic daily schedule.
article_dagur_translated
Rúni Djurhuus vild i vera við, at Nick Carter ætlaði til tíðir at koma til Føroya at taka sær av løttum í einum hektiskum gerandisdegi.
Where silverfish a few years ago were only in the event house in the Faroe Islands, silverfish can now be found in almost every house.
article_dagur_translated
Frá at silvurfiskar fyri nøkrum árum síðani bara vóru í hendinga húsi í Føroyum, eru silvurfiskar nú at finna í nærum hvørjum húsi.
Therefore, the Marine Research Institute has made a stock assessment of the Faroese silverfish population.
article_dagur_translated
Tí hevur Havstovan gjørt eina stovnsmeting av tí føroyska silvurfiskastovninum.
The plan is that individual households can apply for silverfish fishing licenses and thereby receive a financial supplement for the household.
article_dagur_translated
Ætlanin er, at einstøku húskini kunnu søkja um silvurfiska-fiskiloyvi, og á henda hátt fáa eitt peningaligt ískoyti til húsarhaldið.
If the reason for the mandate that all players use headgear is asked, the FSF says it was the incident in the match between EB/Streymur and KÍ on Sunday.
article_dagur_translated
Um orsøkin til álagt verður øllum leikarum at brúka goggu, sigur FSF vera hendingin í dystinum millum EB/Streym og KÍ sunnudagin.
VP says that this is for the players' safety.
article_dagur_translated
VP sigur, at hetta er fyri trygdina hjá leikarunum.
Although none of the mayors yet want to speak publicly, several have already privately confirmed that there is substance to the news that Eysturoyggin is merging into one municipality.
article_dagur_translated
Hóast eingin av borgarstjórunum enn vil úttala seg alment, so hava nakrir longu óalment vátta at hałd er í tíðindinum um, at Eysturoyggin leggur saman í eina kommunu.
When the Eysturoy Portal got hold of the mayor of Runavík municipality early this morning, the response was simply:
article_dagur_translated
Tá ið Eysturoyarportalurin fekk orðið á borgarstjóran í Runavíkar kommunu tíðliga í morgun var svarið bert:
Kristin Michelsen has decided that the chimney at Varðin Pelagic should be higher than the one in Fuglafjørður, and therefore it will be 80 meters instead of 60 meters.
article_dagur_translated
Kristin Michelsen hevur tikið avgerð um, at skorsteinurin hjá Varðanum Pelagic skal vera hægri enn tann í Fuglafirði, og tí verður hann 80 metrar heldur enn 60 metrar.
The chimney has arrived on a specialized ship from Norway, says Tvøroyri municipality.
article_dagur_translated
Skorsteinurin er komin við serútgjørdum skipi úr Noreg, sigur Tvøroyrar kommuna.
The paint store Sri was also in a joking mood.
article_dagur_translated
Málingahandilin Sri var eisini í skemtiliga horninum.
On Facebook it was announced that they frequently receive complaints from women who say that their men choose the wrong color.
article_dagur_translated
Á Facebook varð boðað frá, at tey javnan frá klagur frá konufólk, sum siga, at menn teirra velja skeivan lit.
Therefore, all men who want to mix paint a certain color must have written confirmation from their wife that she has approved the color.
article_dagur_translated
Tí skuldu øll mannfólk, ið vilja blanda máling ein ávísan lit, hava skrivliga váttan frá konuni um, at hon hevur góðkent litin.
Yesterday, April 1, was the first working day for the new chairwoman of Megd.
article_dagur_translated
Í gjár, 1. apríl, varð fyrsti arbeiðsdagurin hjá nýggju forkvinnuni í Megd.
Ruth Thomsen was the only nomination for the leadership at the general meeting on Monday, March 31, and she was elected without a vote.
article_dagur_translated
Ruth Thomsen var einasta uppskoti til forfólk á aðalfundinum mánadagin 31. mars, og varð hon vald uttan atkvøðugreiðslu.
The woman from the capital takes over from Tóra við Keldu from Klaksvík, who in recent years has been at the forefront.
article_dagur_translated
Havnarkvinnan tekur við eftir Tóru við Keldu úr Klaksvík, sum seinastu árini hevur staðið á odda.
“This is an exciting time,” Ruth herself said, “and there is much to work on.”
article_dagur_translated
- Hetta er ein spennandi tíð, sum Ruth sjálv tók til, og nógv er at arbeiða við.
The initial period will, as one would expect, be used to familiarize herself with the current circumstances, and new goals should then be set while continuing to build on what has already been put on the agenda.
article_dagur_translated
Fyrsta tíðin verður sum vera mann brúkt til at seta seg inn í verandi viðurskifti, og setast skulu síðani nýggj mál samstundis sum tað so ella so verður byggt víðari á tað, sum longu er sett út í kortið.
At the general meeting, Anna Dahl-Olsen and Johnny Olsen were re-elected to the board, Megd writes on its website.
article_dagur_translated
Á aðalfundinum vórðu Anna Dahl-Olsen og Johnny Olsen annars afturvald í starvsnevndina, skrivar Megd á heimasíðu sínari.
Ása Olsen is newly elected, and Naina Túgvustein and Julianna Tórunnardóttir are joining as initiative members.
article_dagur_translated
Ása Olsen er nývald, og Naina Túgvustein og Julianna Tórunnardóttir koma inn sum tiltakslimir.
The board will otherwise organize itself at the next board meeting with the vice-leader.
article_dagur_translated
Starvsnevndin skipar seg annars á fyrst komandi starvsnevndarfundi við næstforfólki.
Ruth Thomsen, chairwoman
article_dagur_translated
Ruth Thomsen, forkvinna