en
stringlengths
1
10.6k
source
stringclasses
4 values
fo
stringlengths
1
10.3k
After measures, the result is a deficit of 197 million kroner in the 2026 budget; this includes that approximately 100 million kroner net are transferred to the Economic Fund.
article_dagur_translated
Eftir átøk verður urslitið 197 mió. kr. í halli í fíggjarlógini fyri 2026; tá er íroknað at umleið 100 mió. kr. netto eru fluttar í Búskapargrunnin.
The plan is to implement operational measures amounting to 55 million kroner in 2026.
article_dagur_translated
Ætlanin er at fremja rakstrarátøk fyri 55 mió. kr. í 2026.
Projections for 2026-2030 show that without measures the state treasury will run deficits every year through 2030.
article_dagur_translated
Framskrivingar fyri árini 2026-2030 vísa, at uttan átøk fer landskassin at hava hall øll árini til og við 2030.
A significant cause is the changed population composition with a growing number of elderly people, and this puts pressure on public finances.
article_dagur_translated
Ein týðandi orsøk er broytta fólkasamansetingin við vaksandi talið av eldri fólki, og hetta leggur trýst á almennu kassarnar.
Almost all of the growth in operating expenditures in the coming years is in the public and health sectors.
article_dagur_translated
Næstan allur vøksturin í rakstrarútreiðslunum næstu árini er á almanna- og heilsuøkinum.
Public operations must be adjusted to solve the sustainability challenge.
article_dagur_translated
Almenni raksturin skal tillagast fyri at loysa haldførisavbjóðingina.
In 2026 expenditures are 4.7% higher than in the approved 2025 budget law.
article_dagur_translated
Í 2026 eru útreiðslurnar 4,7% hægri enn í samtyktu fíggjarlógini fyri 2025.
The Ministry of Finance recommends that operational expenditures increase by at most 4% in 2026.
article_dagur_translated
Fíggjarmálaráðið mælir til, at rakstrarútreiðslurnar hækka í mesta lagi 4% í 2026.
Therefore the government will implement measures totaling 55 million kroner in 2026.
article_dagur_translated
Landstýrið fer tí í at fremja átøk fyri 55 mió. kr. í 2026.
Going forward, measures of 35 million kroner annually are required to curb spending growth.
article_dagur_translated
Frameftir krevjast átøk fyri 35 mió. kr. árliga fyri at tálma útreiðsluvøksturin.
Revenue measures can also be pursued to improve the result and the sustainability challenge.
article_dagur_translated
Eisini kunnu inntøkuátøk fremjast fyri at betra úrslitið og avbjóðingina við haldførinum.
Work continues to ensure long-term balance in public finances.
article_dagur_translated
Arbeitt verður framhaldandi við at tryggja langtíðarjavnvág í almenna búskapinum.
The work to create a fiscal policy framework is underway.
article_dagur_translated
Arbeiðið at gera eitt fíggjarpolitiskt regluverk er í gongd.
The Ministry of Finance has several recommendations for measures, and some of them have been implemented.
article_dagur_translated
Fíggjarmálaráðið hevur fleiri tilmæli um átøk, og nøkur teirra eru sett í verk.
One recommendation from the Ministry of Finance regarding the fiscal policy framework is to make long-term legislative plans that are based on benefit assessments of each project.
article_dagur_translated
Eitt tilmæli hjá Fíggjarmálaráðnum í sambandi við fíggjarpolitiskt regluverk er at gera langtíðarløguætlanir, sum eru grundaðar á nyttumetingar av hvørjari verkætlan.
The plan is to organize a broad political process to create a legislative plan that spans 10 years or more.
article_dagur_translated
Ætlanin er at skipa eina breiða politiska tilgongd fyri at gera eina løguætlan, sum røkkur yvir 10 ár ella meira.
A draft for approval will then be submitted to the Løgting.
article_dagur_translated
Uppskot til samtyktar verður síðani lagt fyri Løgtingið.
On Wednesday it will be a big day in the pharmacy history of the Faroe Islands.
article_dagur_translated
Mikudagin verður ein stórur dagur í apotekssøgu Føroya.
Then a brand-new pharmacy will open in Vágar, announce the Ministry of Health and the Pharmacy Authority.
article_dagur_translated
Tá letur eitt spildurnýtt apotek upp í Vágum, boða Heilsumálaráðið og Apoteksverkið frá.
Vága Pharmacy is the sixth pharmacy in the Faroe Islands, in addition to Norðoya Pharmacy, Tjaldur's Pharmacy, the Pharmacy in Steinatún, Suðuroyar Pharmacy and Eysturoyar Pharmacy.
article_dagur_translated
Vága apotek er sætta apotekið í Føroyum, umframt Norðoya apotek, Tjaldurs apotek, Apotekið í Steinatúni, Suðuroyar apotek og Eysturoyar apotek.
The new pharmacy, which is located on Heiðavegur in Miðvágur, is part of the Pharmacy Authority's plan to reach all citizens in the country even better.
article_dagur_translated
Nýggja apotekið, sum er staðsett á Heiðavegi í Miðvági, er liður í ætlanini hjá Apoteksverkinum at røkka øllum borgarum í landinum enn betri.
Five staff members will work at the pharmacy.
article_dagur_translated
Fimm starvsfólk fara at starvast á apotekinum.
On the opening day, Wednesday, April 2, there will be a public reception from 11:00 to 13:00.
article_dagur_translated
Á upplatingardegnum, mikudagin 2. apríl verður almenn móttøka frá klokkan 11 til 13.
At the reception there will be some light refreshments, representatives of national authorities and the Pharmacy Authority will say a few words, and there will be an opportunity to see the premises and the facilities.
article_dagur_translated
Til móttøkuna verður okkurt lítið til góman, umboð fyri landsmyndugleikar og Apoteksverkið siga nøkur orð, og høvi verður at síggja hølini og umstøðurnar annars.
Afterwards Vága Pharmacy opens for service at 13:00.
article_dagur_translated
Síðani letur Vága apotek upp fyri avgreiðslu klokkan 13.
Outside Vága Pharmacy there will be the second over-the-counter vending machine in the country.
article_dagur_translated
Uttanfyri Vága apotek verður onnur handkeypssjálvtøkan í landinum.
The first one has already been trialed at Tjaldur's Pharmacy in Tórshavn with good results.
article_dagur_translated
Hin fyrsta er liðugt royndarkoyrd við Tjaldurs apotek í Havn við góðum úrsliti.
The vending machine is open around the clock, every day of the year.
article_dagur_translated
Sjálvtøkan er opin alt samdøgrið, og allar dagar í árinum.
Here you can get the most common medicines, such as painkillers, as well as seasickness tablets and other items.
article_dagur_translated
Her fæst mest vanligi heilivágurin, so sum pínustillandi, umframt sjóverkstablettir og annað.
The USA will not get Greenland.
article_dagur_translated
USA fær ikki Grønland.
That is the clear message from the newly elected Greenlandic prime minister Jens-Frederik Nielsen, after the American president, Donald Trump, said to American NBC News over the weekend that the USA will 100 percent get Greenland.
article_dagur_translated
Tað er greiði boðskapurin frá nývalda grønlendska landsstýrisformanninum Jens-Frederik Nielsen, eftir at amerikanski forsetin, Donald Trump um vikuskiftið segði við amerikanska NBC News, at USA 100 procent fer at fáa Grønland.
“Let me make that clear.
article_dagur_translated
– Lat meg gera tað greitt.
The USA will not get it.
article_dagur_translated
Tað fær USA ikki.
We are not the property of others.
article_dagur_translated
Vit eru ikki ogn hjá øðrum.
We make decisions about our future ourselves, Jens-Frederik Nielsen writes on Facebook.
article_dagur_translated
Vit taka sjálvi avgerðir um okkara framtíð, skrivar Jens-Frederik Nielsen á Facebook.
He adds that people should not be fearful but should be calm, dignified, and stick together.
article_dagur_translated
Hann leggur afturat, at fólk eiga ikki at vera óttafull men eiga at vera rólig, virðilig og halda saman.
“And it is through these values that we very clearly and calmly shall show the American president that Greenland is ours.
article_dagur_translated
– Og tað er gjøgnum hesi virði, at vit heilt greitt og róligt skulu vísa amerikanska forsetanum, at Grønland er okkara.
“That was the case yesterday.
article_dagur_translated
– Soleiðis var tað í gjár.
That is the case today.
article_dagur_translated
Soleiðis er tað í dag.
And that is how it will be in the future, he says.
article_dagur_translated
Og soleiðis fer tað eisini at vera framyvir, sigur hann.
In recent times Trump has repeatedly reiterated the United States' plans to get Greenland, and the American president has also said that he cannot rule out the use of military force.
article_dagur_translated
Seinastu tíðina hevur Trump ferð eftir ferð endurtikið ætlanirnar hjá USA at fáa Grønland, og hevur amerikanski forsetin eisini sagt, at hann ikki kann útiloka nýtslu av hermegi.
He said that as well in an interview with NBC News over the weekend, where he added, however, that it could probably be done without.
article_dagur_translated
Tað gjørdi hann eisini í samrøðu við NBC News um vikuskiftið, har hann tó legði afturat, at tað helst kundi gerast uttan.
The number of people who have lost their lives in the earthquake in Myanmar continues to grow.
article_dagur_translated
Talið á persónum, sum hava latið lív í jarðskjálvtanum í Myanmar heldur á at vaksa.
Today the military junta in Myanmar reports that the earthquake has now claimed over 2,000 lives and that 3,900 are injured.
article_dagur_translated
Í dag boðar hernaðarstýrið í Myanmar frá, at jarðskjálvtin nú hevur kravt yvir 2.000 mannalív, og at 3.900 eru særdir.
The earthquake that struck Myanmar on Friday was measured at 7.7 on the Richter scale.
article_dagur_translated
Jarðskjálvtin, sum rakti Myanmar fríggjadagin varð mált til 7,7 á Richter-stiganum.
A week of national mourning has been declared starting Monday.
article_dagur_translated
Mánadagin er landasorg lýst í eina viku.
The quake was also felt in the neighboring countries Thailand and China.
article_dagur_translated
Sjálvtin merktist eisini í grannalondunum Tailand og Kina.
In the Thai capital Bangkok, the earthquake has claimed at least 17 lives.
article_dagur_translated
Í tailendska høvuðsstaðnum Bangkok hevur jarðskjálvtin kravt í minsta lagi 17 mannalív.
The U.S. agency United States Geological Survey estimated over the weekend that the death toll could reach between 10,000 and 100,000.
article_dagur_translated
Amerikanski stovnurin United States Geological Survey metti um vikuskiftið, at talið á deyðum kann koma upp á millum 10.000 og 100.000.
The Minister for Foreign and Business Affairs, Sirið Stenberg, is these days in Beijing, China, writes the Ministry of Foreign and Business Affairs.
article_dagur_translated
Landsstýriskvinnan við uttanríkis- og vinnumálum, Sirið Stenberg, er í hesum døgum í Beijing í Kina, skrivar Uttanríkis- og vinnumálaráðið.
The purpose of the trip is to sign two sanitary protocols that make it easier for Faroese exporters to export certain fish products.
article_dagur_translated
Endamálið við ferðini er at undirrita tvær heilsufrøðiligar protokollir, ið gera tað lættari hjá føroyskum útflytarum at útflyta ávísar fiskavørur.
With these two protocols, market access to China will be expanded to more types of products than before.
article_dagur_translated
Við hesum báðum protokollum verður marknaðaratgongdin til Kina víðkað til fleiri vørusløg, enn áður.
The protocols cover, respectively, wild-caught fish and fish oil and fishmeal.
article_dagur_translated
Protokollirnar fevna um ávikavist vilt veiddan fisk og fiskalýsi og -mjøl.
The signing will take place at ministerial level tomorrow.
article_dagur_translated
Undirritanin verður á ráðharrastigi í morgin.
The Minister will also meet the Deputy Foreign Minister, Hua Chunying.
article_dagur_translated
Landsstýriskvinnan fer somuleiðis at hitta varauttanríkisráðkvinnuna, Hua Chunying.
On the way to China the Minister met the Chinese ambassador in Copenhagen, where they discussed bilateral relations between the countries with emphasis on the sanitary protocols, which are considered to be an important step in improving trade relations between the countries.
article_dagur_translated
Ávegis til Kina hitti landsstýriskvinnan kinverska sendiharran í Keypmannahavn, har tey umrøddu sínámillum viðurskiftini millum londini við denti á heilsufrøðiligu protokollirnar, ið verða mettar at vera eitt týdningarmikið stig í at betra um handilsviðurskiftini millum londini.
It is final week this week in the series Paradise Hotel.
article_dagur_translated
Finaluvika er hesa vikuna í sendirøðini Paradise Hotel.
That means the last three episodes will be available on Viaplay, and on Thursday, when the 43rd and final episode is released, it will be revealed who the winner is.
article_dagur_translated
Tað vil siga, at tríggir teir síðstu partarnir verða tøkir á Viaplay, og hósdagin, tá 43. og síðsti partur kemur út, fæst at vita, hvør vinnarin er.
The Faroese contestant in Paradise Hotel this year, Karl Weihe, has been visible/prominent.
article_dagur_translated
Føroyingurin í Paradise Hotel í ár, Karl Weihe, hevur verið sjónligur.
He entered already on the first day and got far.
article_dagur_translated
Hann kom inn longu fyrsta dagin, og náði langt.
It went all the way to episode 32, where his partner from the start, Alberte Buhl,
article_dagur_translated
Tað gekk heilt til 32. part, har partnari hansara frá byrjan, Alberte Buhl,
Sometimes eliminated contestants get to return later in the game, but so far there has been no sign of the 25-year-old man from Sandavágur.
article_dagur_translated
Onkuntíð sleppa útblakaðir luttakarar inn aftur seinni í spælinum, men enn hevur einki verið at sæð til 25 ára gamla sandavágsmannin.
In final week it is also common for a so-called jury to check into the hotel.
article_dagur_translated
Í finaluvikuni er eisini vanligt, at ein sonevnd dómsnevnd tjekkar inn á hotellið.
They decide, in practice, who should win Paradise Hotel.
article_dagur_translated
Hesi avgerða í roynd og veru, hvør skal vinna Paradise Hotel.
Paradise Hotel can be seen on Viaplay and episodes are released on Tuesday, Wednesday and Thursday.
article_dagur_translated
Paradise Hotel sæst á Viaplay og partar koma út týsdag, mikudag og hósdag.
It is the right thing for US President Donald Trump to do when he demands that the European NATO countries make more investments in defense, says Finnish President Alexander Stubb, who visited Trump in Florida over the weekend.
article_dagur_translated
Tað er rætt gjørt av amerikanska forsetanum Donald Trump, tá hann krevur, at tey evropeisku Nato-londini gera fleiri íløgur í verju, heldur finski forsetin, Alexander Stubb, sum hevur verið á vitjan hjá Trump í Florida um vikuskiftið.
Today he is in London, where he is to meet the British Prime Minister, Keir Starmer.
article_dagur_translated
Í dag er hann í London, har hann skal hitta bretska forsætisráðharran, Keir Starmer.
He also participated in a debate at the London School of Economics, where he commented on Trump’s criticisms regarding the defense spending of other NATO countries, which according to Trump are too low.
article_dagur_translated
Eisini hevur hann luttikið í kjaki á London School of Economics, har hann viðmerkti atfinningarnar hjá Trump í sambandi við verjuútreiðslurnar hjá øðrum Nato-londum, sum sambært Trump eru ov lágar.
“What Trump is doing right now is the right thing.
article_dagur_translated
– Tað, Trump ger beint nú, er tað rætta.
He is putting pressure on European countries so they increase their defense budgets and take more responsibility for their own security, Stubb said according to Ritzau.
article_dagur_translated
Hann leggur trýst á evropeisk lond, so tey hækka teirra játtan til verju og taka meira ábyrgd fyri teirra egnu trygd, segði Stubb sambært Ritzau.
However, he does not believe that the US is on its way out of NATO.
article_dagur_translated
Hann heldur tó ikki, at USA er á veg úr Nato.
“I have not yet heard anyone in the American administration who has actually given indications that they in any way have considered withdrawing from NATO,” he said.
article_dagur_translated
– Eg havi enn ikki hoyrt nakran í amerikonsku umsitingini, sum veruliga hevur givið ábendingar um, at tey á nakran hátt hava umhugsað at taka seg úr Nato, segði hann.
This year the Governmental Administration received 27 applications for support for outlying island development, and 11 of them have been granted funding.
article_dagur_translated
Løgmálaráðið fekk í ár 27 umsóknir um stuðul til útoyggjamenning, og av teimum hava 11 fingið játtað stuðul.
A total of 4.3 million was applied for, but the grant is 1.1 million kroner, writes the Governmental Administration.
article_dagur_translated
Tilsamans varð søkt um 4,3 milliónir, men játtanin er 1,1 millión krónur, skrivar Løgmálaráðið.
The purpose of the grant is to support projects that develop the Faroese outlying islands.
article_dagur_translated
Endamálið við játtanini er at stuðla verkætlanum, sum menna føroysku útoyggjarnar.
The support can be provided to individuals, businesses, organizations and municipalities.
article_dagur_translated
Stuðulin kann veitast einstaklingum, virkjum, feløgum og kommunum.
Those who have received support are:
article_dagur_translated
Tey, sum hava fingið stuðul, eru:
Previously it was by Hoydalar, and now it is in Marknagil, where there is also a lot of morning traffic.
article_dagur_translated
Fyrr var tað við Hoydalar, og nú er tað í Marknagili, har nógv morgunferðsla eisini er.
Students at the upper secondary school on Glasi amused themselves on Tuesday night and yesterday morning, and as usual the so-called skipping day was celebrated by disrupting the morning traffic in the capital.
article_dagur_translated
Næmingar á miðnámsskúlanum á Glasi hildu sær á gaman týsnáttina og í gjáramorgunin, og sum vanligt varð sonevndi skulkidagurin hátíðarhildin við at órógvað morgunferðsluna í høvuðsstaðnum.
This succeeded well for the young people.
article_dagur_translated
Hetta eydnaðist væl hjá ungu fólkunum.
The duty chief at the police station in Tórshavn says that the consequences for traffic were significant.
article_dagur_translated
Vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn sigur, at avleiðingarnar fyri ferðsluna vóru stórar.
“There was a long queue down into the city center,” the police confirm.
article_dagur_translated
- Tað var bíðirøð oman í miðbýin leingi, staðfestir løgreglan.
Traffic options for probably frustrated drivers still were not the same at half past eight yesterday.
article_dagur_translated
Ferðslumøguleikarnir hjá helst frustreraðum bilførarum vórðu framvegis ikki teir somu um hálvgum níggju tíðina í gjár.
“It is good that this only happens once a year,” the duty chief said this morning.
article_dagur_translated
- Tað er gott, at hetta bert er einaferð um árið, helt vaktleiðarin fyri í morgun.
Now it is possible again to take a very special walking tour in Vágur and search back into time.
article_dagur_translated
Nú ber aftur til at fara ein heilt serligan gongutúr í Vági og leita aftur í tíðina.
Vágs municipality writes on its website that, as in recent years, the 'history trail' signs are hung up around the village.
article_dagur_translated
Vágs kommuna skrivar á heimasíðu sínari, at eins og undanfarin ár eru søguslóðir-skeltini hongd upp kring bygdina.
The signs form an outdoor exhibition that provides insight into historical events in Vágur from the late 1800s up to the 1930s.
article_dagur_translated
Skeltini mynda eina útiframsýning, sum gevur eitt innlit í søguligar hendingar í Vági frá síðst í 1800-talinum og fram til 1930’ini.
The history trail covers 12 locations.
article_dagur_translated
Søguslóðir fevnir um 12 støð.
At each location there is a sign with text and old photographs that describe how the place looked in the past and which story is connected to that specific spot.
article_dagur_translated
Á hvørjum staði er eitt skelti við teksti og gomlum myndum, sum lýsa, hvussu staðið sá út fyrr og hvør søga er knýtt at júst hesum staði.
This is an initiative that the Vágur Parish Local Museum started in 2016, which has since been repeated every year.
article_dagur_translated
Talan er um eitt tiltak, sum Vágs Sóknar Bygdasavn setti í gongd í 2016, sum síðan er endurtikið á hvørjum ári.
In Miðlatún it is also possible to get a free brochure with an overview of all the locations, so one can walk the history trails — alone or together with others.
article_dagur_translated
Í Miðlatúni ber eisini til at fáa ein ókeypis faldara við yvirliti yvir øll støðini, so ein kann ganga søguslóðirnar – einsamallur ella saman við øðrum.
According to the municipality, the route is about 2.5 kilometers long and offers both an opportunity to get exercise and to gain a deeper insight into Vágur's history and cultural heritage.
article_dagur_translated
Sambært kommununi er túrin er umleið 2,5 kilometrar langur og gevur bæði møguleika at røra seg og at fáa eitt dýpri innlit í Vágs søgu og mentanararv.
Two types of honey that are sold in Faroese stores are now being recalled.
article_dagur_translated
Tvey sløg av hunangi, sum eru seld í føroyskum handlum, verða nú afturkallað.
It is Coop Denmark that is recalling two types of honey of the Beeliz brand.
article_dagur_translated
Tað er Coop Danmark, sum afturkallar tvey sløg av hunangi av merkinum Beeliz.
The reason is that the product is not labeled with the required warning that honey should not be given to children under one year, writes the Faroese Food and Veterinary Authority, which reminds that children under one year must not be given honey.
article_dagur_translated
Orsøkin er, at vøran ikki er mekt við kravdu merkingini um, at hunangur ikki eigur at verða givin børnum undir eitt ár, skrivar Heilsufrøðiliga Starvsstovan, sum minnir á, at børn undir eitt ár ikki mugu fáa hunangin.
Otherwise there is no danger associated with the product, says the Faroese Food and Veterinary Authority.
article_dagur_translated
Annars er tó eingin vandi við vøruni, sigur Heilsufrøðiliga Starvsstovan.
BEELIZ Honey Creamed 250 g
article_dagur_translated
BEELIZ Honning Cremet 250g
Best before: 19/12/2026
article_dagur_translated
Best fyri: 19/12-2026
EAN barcode 3088541018910
article_dagur_translated
EAN-strikukota 3088541018910
BEELIZ Honey Liquid 250 g
article_dagur_translated
BEELIZ Honning Flydende 250g