en stringlengths 1 10.6k | source stringclasses 4
values | fo stringlengths 1 10.3k |
|---|---|---|
The police stopped a car on Vestmannavegur, and the driver did not want to leave the vehicle. | article_dagur_translated | Løgreglan steðgaði einum bili á Vestmannavegnum, og førarin vildi ikki fara úr bilinum. |
It was a person who needed help, the police say. | article_dagur_translated | Talan var um ein persón, sum hevði tørv á hjálp, sigur løgreglan. |
The shift leader at the police station in Tórshavn was not given many details about the incident but says that a firearm was in the car and that the road was closed for safety reasons. | article_dagur_translated | Vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn fær ikki upplýst so nógv um hendingina men sigur tó, at eitt skotvápn var í bilinum, og at vegurin var stongdur av trygdarávum. |
Another person was in the car. | article_dagur_translated | Ein annar persónur var í bilinum. |
That person exited the car when the police stopped him and was never in danger, says the shift leader, who makes it clear that this was not a hostage situation. | article_dagur_translated | Viðkomandi kom úr bilinum, tá løgreglan steðgðai honum og var ongantíð í vanda sigur vaktleiðarin, sum ger greitt, at talan var ikki um eina gíslatøku. |
The police closed Vestmannavegur at 13:00, and shortly before 17:00 they had succeeded in persuading the driver to cooperate and get out of the car safely. | article_dagur_translated | Løgreglan stongdi Vestmannavegin klokkan 13, og stutt fyri klokkan 17 var tað eydnast løgregluni at tosa bilføraran til rættis og fáa hann úr bilinum í øllum góðum. |
The Ukrainian president, Volodymyr Zelenskyy, calls on his American counterpart, Donald Trump, to come to Ukraine to get a better sense of "what destructions the Russian invasion has caused." | article_dagur_translated | Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj heitir á amerikanska starvsbróðir sín, Donald Trump um at koma til Ukraina fyri at fáa eina betri fatan av, "hvørjar oyðileggingar russiska innrásin hevur havt við sær". |
"I urge you, before you make any decision, before any negotiations, to come and see people, civilians, military, hospitals, churches and children who are either destroyed or dead," he said in a direct appeal to Trump on CBS News' program "60 Minutes." | article_dagur_translated | – Eg heiti á teg, áðrenn tú tekur nakra avgerð, áðrenn nakrar samráðingar, um at koma og síggja fólk, sivil, herfólk, sjúkrahús, kirkjur og børn, sum annaðhvørt eru oyðiløgd ella deyð, segði hann í beinleiðis áheitan til Trump í sendingini "60 Minutes" hjá CBS News. |
"You can go exactly where you want, to any town that has been hit by an attack," Zelenskyy says. | article_dagur_translated | – Tú kann fara akkurát har, sum tú vil, til einhvønn bý, sum hevur verið raktur av álopi, sigur Zelenskyj. |
The interview, which was broadcast last night our time, comes the day after at least 34 people were killed in a Russian rocket attack in the Ukrainian city of Sumy. | article_dagur_translated | Samrøðan, sum varð send í nátt okkara tíð, kemur dagin eftir, at í minsta lagi 34 fólk lótu lív í einum russiskum rakettálopi í ukrainska býnum Sumy. |
The American president, Donald Trump, has also commented on the attack. | article_dagur_translated | Eisini amerikanski forsetin, Donald Trump hevur viðmerkt álopið. |
"I think it's terrible." | article_dagur_translated | – Eg haldi, at tað er ræðuligt. |
"And I am told that they made a mistake." | article_dagur_translated | Og mær er sagt, at tey gjørdu eitt mistak. |
"But I think it's terrible," Trump told reporters on the presidential plane, Air Force One. | article_dagur_translated | Men eg haldi, at tað er ræðuligt segði Trump við journalistar á forsetaflogfarinum, Air Force One. |
When he was asked what mistake he was referring to, he replied, "they made a mistake." | article_dagur_translated | Tá hann varð spurdur, hvat fyri mistak, hann sipaði til, svaraði hann, at "tey gjørdu eitt mistak. |
"You can ask them," though without explaining whom he meant. | article_dagur_translated | Tú kann spyrja tey" tó uttan at greiða frá, hvørjum hann meinti við. |
A 38-year-old man was arrested last night in the USA for allegedly setting fire to the residence of Democratic governor Josh Shapiro in the city of Harrisburg in the state of Pennsylvania. | article_dagur_translated | Ein 38 ára gamal maður varð í nátt handtikin í USA fyri at hava sett eld á bústaðin hjá demokratiska guvernørinum, Josh Shapiro í býnum Harrisburg í statinum Pennsylvania. |
51-year-old Josh Shapiro, who has been governor of Pennsylvania since January 2023, is considered by the news agency AFP to be a strong candidate for the Democrats in the 2028 presidential election. | article_dagur_translated | 51 ára gamli Josh Shapiro, sum hevur verið guvernørur í Pennsylvania síðan januar 2023, verður sambært tíðindastovuni AFP mettur at vera eitt gott valevni hjá Demokratunum á forsetavalinum í 2028. |
He was also mentioned as a good choice for Kamala Harris's vice-presidential running mate before the 2024 presidential election. | article_dagur_translated | Hann var eisini nevndur sum eitt gott boð til varaforsetavalevni hjá Kamalu Harris undan forsetavalinum í 2024. |
However, Harris ended up choosing Tim Walz, the governor of the state of Minnesota. | article_dagur_translated | Tó endaði Harris við at velja Tim Walz, guvernørin í statinum Minnesota. |
Shapiro and his family were at home when the fire started, but none of them were injured. | article_dagur_translated | Shapiro og familja hansara vóru heima, tá eldurin kyknaði, men eingin teirra fekk skaða. |
The building did sustain some damage, the news agency AP reports. | article_dagur_translated | Bygningurin fekk tó nakað av skaða, skrivar tíðindastovan AP. |
Fan Chardo, a district attorney, says the 38-year-old man will be charged with attempted murder, assault, arson, and aggravated violence against a public servant. | article_dagur_translated | Fan Chardo, umdømisadvokatur sigur, at 38 ára gamli maðurin verður skuldsettur fyri drápsroynd, yvirgang, eldásetan og grovan harðskap móti einum tænastumanni. |
According to authorities, the man climbed over a fence to gain access to the governor's residence. | article_dagur_translated | Sambært myndugleikunum klintraði maðurin yvir eina girðing fyri at sleppa til guvernørbústaðin. |
He had equipment with him to start a fire. | article_dagur_translated | Við sær hevði hann útgerð at tendra eld. |
On Saturday, Shapiro, together with his wife, children, and guests, had celebrated Pesach, the Jewish Passover. | article_dagur_translated | Leygardagin hevði Shapiro saman við konu, børnum og gestum hátíðarhildið Pesach, jødisku páskirnar. |
Shapiro says he still does not know why his residence was set on fire, but he does not intend to stop practicing his faith. | article_dagur_translated | Shapiro sigur, at hann enn ikki veit, hví eldur varð settur á bústað hansara, men hann ætlar sær ikki at gevast at útinna sína trúgv. |
According to Josh Shapiro, politically motivated violence has become far too common. | article_dagur_translated | Sambært Josh Shapiro er harðskapur, sum er politiskt motiveraður, vorðin alt ov vanligtur. |
He says he does not care which side commits the violence, because it is unacceptable and must be stopped. | article_dagur_translated | Hann sigur, at hann leggur ikki í, hvør síða fremur harðskapin, tí tað er ikki í lagi, og tað skal steðgast. |
The Health Authority will now investigate the cause of the declining uptake of childhood vaccination, and as part of this a survey of attitudes is now being carried out. | article_dagur_translated | Heilsustýrið fer nú at kanna orsøkina til lækkandi undirtøkuna fyri barnakoppseting, og sum liður í hesum verður ein hugburðskanning nú gjørd. |
All parents of children under six years will therefore these days receive an invitation sent in 'Vanganum' to participate in a questionnaire about attitudes toward childhood vaccination. | article_dagur_translated | Øll foreldur at børnum undir seks ár fáa tí í hesum døgum innbjóðing sendandi í Vanganum um at luttaka í eini spurnakanning um hugburð til barnakoppseting. |
"When we vaccinate children, we protect them against disease while also protecting others, for example those who are too ill to be vaccinated and newborns." | article_dagur_translated | – Tá vit koppseta børnini, verja vit tey móti sjúku, samstundis sum vit verja onnur, t.d. tey, ið eru ov sjúk at verða koppsett, og nýføðingar. |
In the Faroe Islands we have a childhood vaccination schedule intended to protect children against serious infectious diseases by vaccinating them according to a recommended scheme. | article_dagur_translated | Í Føroyum hava vit eina koppsetingarætlan fyri børn, sum hevur til endamáls at verja børnini móti álvarsligum smittusjúkum við at koppseta tey eftir einum tilmældum leisti. |
It is recommended that the child receives its first vaccination when it is three months old, the Health Authority writes. | article_dagur_translated | Mælt verður til, at barnið fær fyrstu koppsetingina, tá tað er tríggjar mánaðir gamalt, skrivar Heilsustýrið. |
The Health Authority's aim is to examine what attitudes parents in the Faroe Islands have toward vaccinating their children. | article_dagur_translated | Málið hjá Heilsustýrinum er at kanna, hvønn hugburð foreldur í Føroyum hava til at koppseta síni børn. |
The questions in the survey mainly concern attitudes and trust, and it is expected to provide indications of possible doubts or obstacles that parents have regarding childhood vaccination. | article_dagur_translated | Spurningarnir í kanningini snúgva seg í høvuðsheitum um hugburð og álit, og væntandi fáast ábendingar um møgulig ivamál ella forðingar, foreldur hava viðvíkjandi barnakoppseting. |
The results from the survey will be used to carry out analyses that are intended to serve as a basis for work to provide information about childhood vaccination. | article_dagur_translated | Úrslitini frá kanningini verða brúkt til at gera greiningar, sum ætlandi kunnu brúkast sum grundarlag í arbeiðinum at kunna um barnakoppseting. |
Similar surveys are regularly conducted around the world. | article_dagur_translated | Líknandi kanningar verða javnan gjørdar kring heimin. |
"The economic value of the survey is linked to the number of participants, so the more respond, the more reliable the survey results are." | article_dagur_translated | – Hagfrøðisliga virðið á kanningini er knýtt at luttakaratalinum, so tess fleiri svara, tess meira eftirfarandi eru kanningarúrslitini. |
It is also important to obtain broad representation from across the country, and for both mothers and fathers to participate. | article_dagur_translated | Umráðandi er eisini at fáa breiða umboðan úr øllum landinum, og at bæði mammur og pápar luttaka. |
The Health Authority therefore calls on everyone who has received an invitation to welcome the survey and contribute by answering. | article_dagur_translated | Heilsustýrið heitar tí á øll, sum hava fingið innbjóðing, um at taka væl í móti kanningini og geva sítt íkast við at svara. |
It takes about five minutes to answer, the Health Authority writes. | article_dagur_translated | Tað tekur umleið fimm minuttir at svara, skrivar Heilsustýrið. |
It has now been over sixty years since a woman last went into space without a man accompanying her. | article_dagur_translated | Tað eru nú yvir seksti ár síðan, at ein kvinna seinast fór út í rúmdina uttan at hava ein mann við sær. |
Today six women went on a spaceflight, paid for by the American billionaire Jeff Bezos. | article_dagur_translated | Í dag fóru seks kvinnur út á eina rúmdarferð, upp á rokningina hjá amerikanska ríkmanninum, Jeff Bezos. |
It is his own space company, Blue Origin, that organized the trip, and among those taking part is the American pop singer Katy Perry. | article_dagur_translated | Tað er hansara egna rúmdarfelag, Blue Origin, sum skipar fyri ferðini, og millum teirra, sum vera við, er amerikanska poppsangarinnan, Katy Perry. |
The others are Jeff Bezos's girlfriend Lauren Sánchez, a journalist and author; Gayle King, a journalist and host at CBS News; Amanda Nguyen, a Vietnamese-American activist and entrepreneur (the first Vietnamese person in space); Aisha Bowe, a rocket scientist and former NASA employee from the Bahamas; and Kerianne Fly... | article_dagur_translated | Hinar eru unnustan hjá Jeff Bezos, Lauren Sánches, sum er journalistur og rithøvundur, Gayle King, sum er journalistur og vertur hjá CBS News, Amanda Nguyen, vjetnamesisk-amerikanskur aktivistur og entreprenørur (fyrsti vjetnamesari í rúmdini), Aisha Bowe, rakettgranskari, fyrrverandi Nasa-starvsfólk úr Bahama og Keria... |
The rocket, which was launched earlier today from Texas, went on a so-called suborbital spaceflight, which means it reached space but did not enter an orbit around the Earth. | article_dagur_translated | Rakettin, sum fyrr í dag varð skotin upp frá Texas, fór út á eina sokallaða suborbitala rúmdarferð, sum merkir, at farið kemur út í rúmdina, men ikki fer út á eina kós kring jørðina. |
The women thus get four minutes of weightlessness, during which they can float around inside the rocket and enjoy the view before the craft's trajectory was turned back toward Earth. | article_dagur_translated | Kvinnurnar fáa harvið fýra minuttir í vektloysi, har tær kunnu flóta runt inni í rakettini og njóta útsýnið, áðrenn kósin varð vend aftur móti jørðini. |
So far 52 people, including Jeff Bezos himself, have taken such a trip. | article_dagur_translated | Higartil hava 52 fólk, herundir Jeff Bezos sjálvur, roynt ein slíkan túr. |
According to the BBC, the women have returned safely to Earth. | article_dagur_translated | Kvinnurnar eru, sambært BBC, komnar trygt aftur á jørðina |
Bezos, who is among the world's richest men, has truly taken up the competition against the only man ahead of him on the list of the world's richest people, Elon Musk, and his SpaceX, writes NRK. | article_dagur_translated | Bezos, sum er millum heimsins ríkastu menn, hevur av álvara tikið upp kappingina móti einasta manninum, sum liggur oman fyri hann á listanum yvir heimsins ríkastu menn, Elon Musk, og hansara SpaceX, skrivar NRK. |
In January, Bezos's company launched the giant rocket New Glenn into space for the first time. | article_dagur_translated | Í januar sendi felagið hjá Bezos risastóru rakettina New Glenn út í rúmdina á fyrsta sinni. |
It is a rocket that is more than 100 meters tall. | article_dagur_translated | Talan er um eina rakett, sum er meira enn 100 metrar høg. |
According to Blue Origin, the rocket can carry 45 tons of payload into space. | article_dagur_translated | Sambært Blue Origin, kann rakettin hava 45 tons av farmi við út í rúmdina. |
The participating companies are startups within health technology, maritime technology, information technology and other fields. | article_dagur_translated | Luttakandi fyritøkurnar eru íverksetar innan heilsutøkni, havtøkni, kunningartøkni og annað. |
18 of the companies are foreign and 5 of the companies are Faroese. | article_dagur_translated | 18 av fyritøkunum eru útlendskar og 5 av fyritøkunum eru føroyskar. |
They will present to a panel of foreign and Faroese judges who will evaluate the best project. | article_dagur_translated | Lagt verður fram fyri einum paneli av útlendskum og føroyskum dómarum, ið skulu meta um bestu verkætlanina. |
The main prize is 70,000 kroner while the second and third prizes are 20,000 kroner and 10,000 kroner respectively. | article_dagur_translated | Høvuðsvinningurin er 70.000 krónur ímeðan annar og triði vinningur eru ávikavist 20.000 krónur og 10.000 krónur. |
More than 60 companies are participating in TONIK 2025 and approximately 700 people are expected — representing startup companies, businesses, service firms, financial institutions and investors. | article_dagur_translated | Fleiri enn 60 fyritøkur luttaka á TONIK 2025 og væntandi verða um 700 fólk - sum umboða íverksetarafyritøkur, vinnuvirkir, tænastufeløg, fíggjarstovnar og íleggjarar. |
In addition to the competition there will also be many interesting lectures and exhibitions of art and art installations. | article_dagur_translated | Afturat kappingini verða eisini nógvir áhugaverdir fyrilestrar og framsýning av list og lista-installatiónum. |
The conference is a full experience, an entire day from morning until night with lectures, music and artistic experiences. | article_dagur_translated | Ráðstevnan er ein heildaruppliving, ein heilur dagur frá morgni til myrkurs við fyrilestrum, tónleiki og listarligum upplivingum. |
There will be three stages with inspiring and educational lectures on topics such as leadership, marketing, entrepreneurship, maritime technology, IT security, sustainability, gaming, art and investments. | article_dagur_translated | Tað vera tríggir pallar við kveikjandi og læruríkum fyrilestrum um eitt nú leiðslu, marknaðarføring, vitlíki, havtøkni, KT trygd, burðardygd, gaming, list og íløgur. |
This is the third year the grand, festival-like conference has been organized, and it has been sold out every year. | article_dagur_translated | Hetta er triðja árið at skipað verður fyri stórslignu og festival líknandi ráðstevnuni, sum hevur verið útseld hvørt ár. |
Read more about the conference at www.tonik.fo. | article_dagur_translated | Les meira um ráðstevnuna á www.tonik.fo |
The incoming German federal chancellor, Friedrich Merz, intends to send long-range missiles to the Ukrainians. | article_dagur_translated | Komandi týski samveldiskanslarin, Friedrich Merz er sinnaður at senda ukrainum langtberandi rakettir. |
He says this after at least 34 people were killed and 117 were injured in a Russian missile attack on the Ukrainian city of Sumy on Sunday, DR reports. | article_dagur_translated | Tað sigur hann eftir at í minsta lagi 34 fólk lótu lív og 117 vórðu særd í russiskum rakettálopi í ukrainska býnum Sumy sunnudagin, skrivar DR. |
The Russian attack is a serious war crime, and Ukraine needs help, which could for example be long-range Taurus missiles that Merz intends to provide. | article_dagur_translated | Russiska álopið er eitt álvarsligt krígsbrotsverk, og hevur Ukraina tørv á hjálp, og tað kundi eitt nú verið langtberandi Taurus-rakettir, sum Merz er sinnaður at lata. |
Such missiles have a range of 500 kilometers, and the incoming German federal chancellor points out, among other things, that the USA, France and the United Kingdom are already sending such missiles to Ukraine. | article_dagur_translated | Slíkar rakettir hava eitt skotmál á 500 kilometrar, og komandi týski samveldiskanslarin vísir m.a. á, at USA, Frakland og Stórabretland longu senda slíkar rakettir til Ukraina. |
The outgoing chancellor, Olaf Scholz, has otherwise refused to give the Ukrainians long-range weapons to use to strike targets inside Russia, although other countries have done so. | article_dagur_translated | Fráfarandi kanslarin, Olaf Scholz hevur annars noktað at givið ukrainum langtberandi vápn at brúka til at raka mál inni í Russlandi, hóast onnur lond hava gjørt tað. |
It is now ready to begin the work to expand the cemetery in Sandavágur. | article_dagur_translated | Nú er klárt at fara undir arbeiðið at víðka um kirkjugarðin í Sandavági. |
Vága Municipality writes that preparatory work has begun and that the actual work will start shortly after Easter. | article_dagur_translated | Vága kommuna skrivar, at fyrireikandi arbeiðið er byrjað, og at sjálvt arbeiðið fer í gongd stutt eftir páskir. |
A contract was signed with J&K Petersen before Christmas to carry out the work, which is planned to be completed in September this year. | article_dagur_translated | Sáttmáli varð undirskrivaður við J&K Petersen fyri jól um at gera arbeiðið, sum eftir ætlan skal vera liðugt í september í ár. |
Vága Municipality's website writes that there has been lengthy preparatory work, during which several different doubts and questions have been addressed — among other things regarding the elevation of the seabed relative to the highest water level. | article_dagur_translated | Heimasíðan hjá Vága kommunu skrivar skrivar, at tað hevur verið eitt drúgt fyrireikandi arbeiði, har fleiri ymisk ivamál og spurningar hava verið viðgjørd – millum annað um hæddina á botninum í mun til hægsta vatnstand. |
Investigations and results, however, show that there is no problem with this. | article_dagur_translated | Kanningar og úrslit vísa tó, at ongin trupulleiki er við hesum. |
The day when the world-famous Spanish architect Antoni Gaudi can be canonized by the Catholic Church has come one step closer. | article_dagur_translated | Dagurin har heimskendi spanski arkitekturin, Antoni Gaudi, kann verða skírdur halgimenni hjá katólski kirkjuni, er komin eitt stig nærri. |
Pope Francis has reportedly recognized Gaudi's 'heroic virtues' in a statement, Reuters writes. | article_dagur_translated | Frans pávi hevur nevniliga í eini fráboðan góðkent "hetjudygdirnar" hjá Gaudi, skrivar Reuters. |
Gaudi is best known for designing the church La Sagrada Família in Barcelona — the world's largest church, which is still unfinished. | article_dagur_translated | Gaudi er mest kendur fyri at hava teknað kirkjuna La Sagrada Família í Barcelona - heimsins størstu kirkju, sum enn ikki er liðug. |
The church with its many uniquely shaped towers is considered Gaudi's masterpiece. | article_dagur_translated | Kirkjan við teimum nógvu sermerktu tornunum, verður mett at vera meistaraverkið hjá Gaudi. |
He worked on the church for 40 years. | article_dagur_translated | Hann arbeiddi upp á kirkjuna í 40 ár. |
But the church is not expected to be completed until next year, 2026. | article_dagur_translated | Men ikki fyrr enn komandi ár, 2026, væntast kirkjan at vera liðug. |
That will also mark one hundred years since Antoni Gaudi died at the age of 73. | article_dagur_translated | Tá eru eisini gingin hundrað ár síðan Antoni Gaudi doyði, 73 ára gamal. |
He died three days after being struck by a tram while walking in Barcelona. | article_dagur_translated | Hann doyði trígjar dagar eftir at verða raktur av sporvogni, meðan hann var til gongu í Barcelona. |
Because he was thought to be a poor beggar, he did not receive immediate help. | article_dagur_translated | Av tí, at hildið var, at talan var um ein fátækan biddara, fekk hann ikki hjálp beinanvegin. |
The requirement for final canonization as a Catholic saint is that two miracles must have occurred. | article_dagur_translated | Treytin fyri endaliga at vera skírdur sum katólskt halgimenni er, at tvey undurverk skulu vera hend. |
If it succeeds in identifying two miracles, time will tell. | article_dagur_translated | Um tað eydnast at finna fram til tvey undurverk, má tíðin vísa. |
Gaudi was in his time called 'God's architect'. | article_dagur_translated | Gaudi varð í síni tíð kallaður "Guðs arkitektur". |
Gaudi himself said about the long time it took to build the church: 'I could not hurry.' | article_dagur_translated | Sjálvur segði Gaudi um tað, at tað tók so langa tíð at byggja kirkjuna: "Mín kundi hevur ikki skund". |
On Saturday there was a reception in connection with Navia opening a new shop in Andreasi's old commercial building in Vágsbotn. | article_dagur_translated | Leygardagin var móttøka í sambandi við, at Navia læt nýggjan handil upp í gamla handilsbygningin hjá Andreasi í Vágsbotni. |
Several excited people showed up on Saturday when the doors were opened again in the old shop. | article_dagur_translated | Fleiri spent fólk møttu upp leygardagin, tá dyrnarnar aftur vórðu latnar upp í gamla handlinum. |
- It is always exciting when something new opens in the town center and brings additional new life. | article_dagur_translated | - Tað er altíð spennandi, tá nýtt letur upp í miðbýnum og leggur aftrat við nýggjum lívi. |
What will it look like? | article_dagur_translated | Hvussu fer at síggja út? |
What will be available? | article_dagur_translated | Hvat verður at fáa? |
And how will people receive the new addition? | article_dagur_translated | Og hvussu fara fólk at taka ímóti tí nýggja? |
- I have no doubt that the new shop will be a good contribution to our town center, said Elsa Berg, the mayor, in her speech on Saturday. | article_dagur_translated | - Eg ivist ikki í, at nýggi handilin í verður eitt gott íkast til okkara miðbý, segði Elsa Berg, borgarstjóri, í røðu sínari leygardagin. |
Now the Greenlandic trade union for media workers has also shown full support for Føroysk Miðlafólk, which is fighting for the right to negotiate on behalf of its members in the public labor market. | article_dagur_translated | Nú hevur eisini grønlendska fakfelagið fyri miðlafólk víst fullan stuðul til Føroysk Miðlafólk, sum stríðist fyri samráðingarrættinum fyri limirnar á almenna arbeiðsmarknaðinum. |
Medieforbundet i Grønland, TP, says among other things that | article_dagur_translated | sigur Medieforbundet i Grønland, TP, millum annað at |
The union therefore calls on the government to recognize and respect the right of media workers in the Faroe Islands to organize under their own collective agreement. | article_dagur_translated | Felagið heitir tí á landsstýrið um at viðurkenna og virða rættin hjá miðlafólki í Føroyum at skipa seg við egnum sáttmála. |
As previously announced, Føroysk Miðlafólk has sued the government, which refuses to recognize the union's negotiating rights. | article_dagur_translated | Sum áður fráboðað hava Føroysk Miðlafólk stevnt landsstýrinum, sum ikki vil viðurkenna samráðingarrætt felagsins. |
The lawsuit was announced after an inconclusive meeting with the prime minister and the minister of finance on April 2 and was formally submitted to the Faroese Court on April 7. | article_dagur_translated | Stevningin varð fráboðað eftir úrslitaleysan fund við løgmann og landsstýriskvinnuna við fíggjarmálum 2. apríl og formliga latin Føroya Rætti 7. apríl. |
The demand in the lawsuit is that the government be judged to recognize that Føroysk Miðlafólk is a union with collective bargaining rights for media workers in the Faroese public labor market. | article_dagur_translated | Kravið í stevningini er, at landsstýrið verður dømt at viðurkenna, at Føroysk Miðlafólk er eitt felag við avtalu- og samráðingarrætti fyri miðlafólk á almenna arbeiðsmarknaðinum í Føroyum. |
Subsets and Splits
No community queries yet
The top public SQL queries from the community will appear here once available.