en
stringlengths
1
10.6k
source
stringclasses
4 values
fo
stringlengths
1
10.3k
One was driving at 74 kilometers per hour, and the speeds of the other two were measured at 77 kilometers per hour.
article_dagur_translated
Ein koyrdi 74 kilometrar um tíman, og ferðin hjá hinum báðum varð máld til 77 kilometrar um tíman.
On the Søldarfjarðarvegur three more drivers were also caught driving at 76, 81 and 83 kilometers per hour, respectively.
article_dagur_translated
Á Søldarfjarðarvegnum vórðu eisini tríggir bilførarar tiknir fyri at koyra ávikavist 76, 81 og 83 kilometrar um tíman.
All six drivers received points on their driving licences, says the duty officer at the police station in Tórshavn, who adds that the past 24 hours have otherwise been fairly peaceful.
article_dagur_translated
Allir seks bilførarar fingu klipp í koyrikortið, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn, sum leggur afturat, at seinasta samdøgrið annars hevur verið rættiliga friðarligt.
G! festival announces today four names that will be on the festival poster this summer — all Faroese.
article_dagur_translated
G! festivalurin kunnger í dag fýra nøvn, sum verða á plakatini á festivalinum í summar – øll føroysk.
Although they represent different age groups and musical genres, they have in common that they all shine with stardust.
article_dagur_translated
Hóast tey umboða ymiskar aldursbólkar og tónleikasløg, so hava tey tað í felag, at tey øll glitra av stjørnudusti.
In recent times few bands have created as strong a sense of community and singalong as the band Danny & the Veetos.
article_dagur_translated
Í nýggjari tíð munnu fáir bólkar hava skapt so sterka kenslu av felagsskapi og felagssangi, sum bólkurin Danny & the Veetos.
Almost everyone has probably sung along at a party, at a handball match, at a concert, anywhere really, when one of their well-known songs has been played, the most famous likely being "Alright".
article_dagur_translated
Næstan øll hava helst sungið við í veitslu, til hondbóltsdyst, á konsert, ja hvar sum helst, tá ið onkur av kendu sangunum hava rungað, har tann kendasti helst er "Alright".
The band is finally back on stage after a long break, and G! festival looks forward to experiencing a full beach of people chanting "Alright!" when Danny & the Veetos perform at the festival from July 17 to 19.
article_dagur_translated
Bólkurin er endiliga á bananum aftur eftir ein langan steðg, og G! festivalurin gleðir seg at uppliva fullan sand av fólki skrála "Alright!", tá ið Danny & the Veetos koma at framføra á festivalinum 17. til 19. juli.
Viking rock to blow you away — that's Hamradun.
article_dagur_translated
Víkingarokkur so tað forslær, tað er Hamradun.
And while the band summons storms and surf, the frontman on the bridge — the riveting singer and saga-hero Pól Arni Holm — is one of the most charismatic musicians we have ever had.
article_dagur_translated
Og meðan bólkurin manar fram ódn og brim, er fremsti maður á brúnni mergjaði sangarin og sagnarhetjan, Pól Arni Holm, ein hin mest karismatiski tónleikarin vit nakrantíð hava átt.
Had we lived some 1000 years ago, they would likely have conquered England or sailed to unknown and distant lands to the west.
article_dagur_translated
Livdu vit fyri góðum 1000 árum síðani, høvdu hesir helst hertikið Ongland, ella siglt til ókend og fjarskotin lond fyri vestan.
But as it is now, they must make do with Gøtusand...!
article_dagur_translated
Men, sum nú er mugu teir taka til takkar við Gøtusand...!
It is not a proper G! festival if Eivør is not present.
article_dagur_translated
Tað er ikki ordiligur G! festivalur, um Eivør ikki er við.
And therefore we are happy, again this year, to welcome our greatest Faroese singing star back to the stage.
article_dagur_translated
Og tí eru vit glað fyri, aftur í ár, at bjóða okkara stórstu føroysku songstjørnu aftur á pallin.
Year after year we say that this was the biggest year in Eivør's career ever, and this year is no exception.
article_dagur_translated
Ár eftir ár fortelja vit um, at hettar var stórsta árið hjá Eivør nakrantíð, og í ár er einki undantak.
She has been on the longest concert tour of her career, which has taken her all the way from Australia to America.
article_dagur_translated
Hon hevur verið á drúgvastu konsertferð síni nakrantíð, sum hevur ført hana heilt frá Avstralia til Amerika.
The visit to G! is only a short stop because the concert tour continues all year.
article_dagur_translated
Vitjanin á G! er bert ein lítil steðgur, tí konsertferðin heldur fram alt árið.
Tamara Mneney has a voice you remember.
article_dagur_translated
Tamara Mneney hevur eina rødd tú minnist.
The singer from Fuglafjørður, who took her very first steps here at home, has spread her wings and is now an R&B starlet beyond our shores.
article_dagur_translated
Fuglfirðingurin, sum tók síni fyrstu evarsku fet her heima, hevur spreitt sínar veingir, og er nú ein R&B-stjørnuspíri uttan fyri landoddarnar.
Last year she played at Roskilde Festival in Denmark and received very good reviews for the performance.
article_dagur_translated
Í fjør spældi hon á Roskilde Festival í Danmark, og fekk sera góð skoðsmál fyri framførsluna.
Recently she released the single "Drip", which after a very short time had gained hundreds of thousands of streams in England, where the competition is otherwise very fierce within this very music genre.
article_dagur_translated
Fyri kortum gav hon út staklagið "Drip", sum eftir bert lítlari løtu hevði fingið hundraðtúsundtals stroymingar í Onglandi, har kappingin annars er sera hørð, innan júst hettar tónleikaslag.
Bryan Adams had a concert Wednesday evening at Tjarnir in Hoyvíkshagi.
article_dagur_translated
Bryan Adams hevði mikukvøldið konsert við Tjarnir í Hoyvíkshaganum.
The turnout was good and nearly 3,000 people attended the concert.
article_dagur_translated
Undirtøkan var góð og næstan 3000 fólk vóru til konsertina.
You would not have guessed that the man turns 66 later this year.
article_dagur_translated
Tað hoyrdist so ikki, at maðurin seinni í ár fyllir 66 ár.
He was in top form, and several times he got Tjarnir to resound.
article_dagur_translated
Hann var í toppformi, og fleiri ferðir fekk hann Tjarnir at runga við.
Towards the end real life came to the show when singer Bjarki Hansen was brought on stage to sing "Straight from my heart."
article_dagur_translated
Móti endanum kom veruligt lív í, tá sangarin Bjarki Hansen varð tikin upp á pallin at syngja "Straight from my heart".
Otherwise all the familiar songs were heard and there were a few anecdotes between the songs.
article_dagur_translated
Annars vóru øll tey kendu løgini at hoyra og nakrar røvarasøgur í millum sangirnar.
The concert lasted two hours.
article_dagur_translated
Konsertin var í tveir tímar.
Although he said he greatly appreciates the beautiful nature in the Faroe Islands, Adams will not stay long.
article_dagur_translated
Hóast hann segði seg dáma ógvuliga væl vøkru náttúruna í Føroyum, steðgar Adams ikki leingi á.
He arrived by private jet around midday yesterday and departure today is scheduled for 1 pm.
article_dagur_translated
Hann kom við privatflogfari um middagsleitið í gjár og fráferð í dag stendur til at vera klokkan 13.
Then he will head to Inverness in Scotland, where two concerts will take place in the coming days before the course is set toward Eastern Europe.
article_dagur_translated
Tá gongur leiðin til Inverness í Skotlandi, har tvær konsertir verða næstu dagarnar áðrenn kósin verður sett móti Eysturevropa.
We are still waiting for permission to show the photos we managed to take during the first song of the concert.
article_dagur_translated
Vit bíða enn eftir loyvi at vísa myndirnar, sum vit sluppu at taka undir fyrsta lagnum av konsertini.
After that the photographers were asked to pack up.
article_dagur_translated
Eftir hetta vóru fotografarnir bidnir um at pakka saman.
Those were the conditions from Bryan Adams — this while the majority of the audience took photos and video recordings with their phones throughout the concert.
article_dagur_translated
Tað vóru treytirnar frá Bryan Adams - hetta meðan meginparturin av áhoyrarunum tók myndir og videoupptøkur við telefon alla konsertina.
Today, on Flag Day, Jóhan Christiansen, the minister, participated on behalf of the government in a memorial service, now 85 years since the British occupation and the recognition of Merkið as the Faroese flag.
article_dagur_translated
Í dag, á flaggdegnum, luttók Jóhan Christiansen, landsstýrismaður, vegna landsstýrið til minningarløtu, nú 85 ár eru liðin síðani bretsku hersetingina, og Merkið varð viðurkent sum føroyskt flagg.
Together with representatives of the British embassy in Copenhagen and veterans from The Cameronians, which is one of the units that was also in the Faroe Islands during the war, the minister laid a wreath at the graves of British soldiers in the cemetery by Velbastaðvegin in Tórshavn.
article_dagur_translated
Saman við umboðum fyri bretsku sendistovuna í Keypmannahavn og veteranum frá The Cameronians, sum er ein av herdeildunum, sum eisini var í Føroyum undir krígnum, legði landsstýrismaðurin krans við gravirnar hjá bretskum hermonnum í kirkjugarðinum við Velbastaðvegin í Havn.
In a brief speech the minister pointed to the great importance of the British and the Allies recognizing Merkið as the Faroese flag.
article_dagur_translated
Í stuttari røðu vísti landsstýrismaðurin á stóra týdningin av, at bretar og tey sameindu viðurkendu Merkið sum føroyskt flagg.
The minister said that the British occupation did not only have strategic significance, but was the beginning of friendships and an important pillar in the good relations between the Faroe Islands and Britain as neighboring countries.
article_dagur_translated
Landsstýrismaðurin segði, at bretska hersetingin hevði ekki einans strategiskan týdning, men var byrjanin til vinaløg og ein týðandi súla í góðu viðurskiftunum ímillum Føroyar og Bretland sum grannalond.
Large parts of Southern Europe are currently affected by a power outage.
article_dagur_translated
Stórir partar av Suðurevropa eru í løtuni rakt av streymsliti.
The Spanish electricity company Red Eléctrica is working to restore power, but it is said that it may take between six and ten hours before everyone has their electricity back.
article_dagur_translated
Spanska elfelagið Red Electrica arbeiðir við at fáa streymin aftur, men sagt verður, at tað kann taka millum seks og tíggju tímar, áðrenn øll hava fingið streymin aftur.
It is reported that all of Spain is affected, as well as Portugal and parts of France.
article_dagur_translated
Boðað verður frá, at alt Spania er rakt, umframt Portugal og partar av Fraklandi.
The power outage has, among other things, caused major traffic jams where the traffic lights are out of service, and train traffic is also affected.
article_dagur_translated
Streymslitið hevur m.a. elvt til stórar ferðsluproppar, har ferðsluljósini eru óvirkin, og eisini tokferðslan er ávirkað.
The cause of the power outage is still not clear, writes DR.
article_dagur_translated
Orsøkin til streymslitið er enn ikki greið, skrivar DR.
U.S. President Donald Trump believes that his Ukrainian counterpart Volodymyr Zelenskyy is prepared to give up the Crimean peninsula, which the Russians seized in 2014.
article_dagur_translated
Amerikanski forsetin, Donald Trump heldur, at ukrainski starvsbróðir hansara, Volodymyr Zelenskyj er til reiðar at sleppa Krim-hálvoynni, sum russar hertóku í 2014.
He said this to reporters in Morristown, New Jersey, before boarding Air Force One.
article_dagur_translated
Tað segði hann við journalistar í Morristown í statinum New Jersey, áðrenn hann fór umborð á forsetaflogfarið, Air Force One.
On Saturday Trump had a brief meeting with Zelenskyy at St. Peter's Basilica in Rome, where both were present for Pope Francis's funeral.
article_dagur_translated
Leygardagin hevði Trump ein stuttan fund við Zelenskyj í Pæturskirkjuni í italska høvuðsstaðnum Rom, har teir báðir vóru staddir í sambandi við jarðarferðina hjá Frans páva.
There they discussed, among other things, a possible ceasefire between Ukraine and Russia.
article_dagur_translated
Har umrøddu teir m.a. eina møguliga vápnahvíld millum Ukraina og Russland.
Russia has repeatedly demanded that Ukraine cede the Crimean peninsula and other territories that it has occupied during the war that began more than three years ago, but the Ukrainians have not accepted these demands.
article_dagur_translated
Russland hevur ferð eftir ferð kravt, at Ukraina skal lata Russland hava Krim-hálvoynna og fleiri landslutir, sum teir hava hersett undir krígnum, sum byrjaði fyri yvir trimum árum síðani, men hesi krøv hava ukrainar ikki góðtikið.
Over the weekend Zelenskyy also reiterated that the Russian-occupied areas, including the Crimean peninsula, are part of Ukraine.
article_dagur_translated
Um vikuskiftið endurtók Zelenskyj eisini, at russiskt hersettu økini, harundir Krim-hálvoyggin, eru partur av Ukraina.
He did, however, acknowledge that Ukraine currently does not have enough weapons to retake Crimea.
article_dagur_translated
Hann ásannaði tó, at Ukraina í løtuni ikki hevur nóg mikið av vápnum til at endurvinna Krim.
In a recent interview with Time Magazine Trump also said that his proposal for a peace deal between Russia and Ukraine would, among other things, involve Russia receiving roughly 20 percent of Ukrainian territory, including Crimea.
article_dagur_translated
Í samrøðu við Time Magazine herfyri segði Trump eisini, at hansara uppskot til eian friðaravtalu millum Russland og Ukraina m.a. snýr seg um, at Russland fær umleið 20 prosent af ukrainskum øki, m.a. Krim.
In about a week the process of electing a new pope will begin.
article_dagur_translated
Um eina góða viku verður farið undir tilgongdina at velja nýggjan páva.
Cardinals from around the world have already gathered in the Vatican for Pope Francis's funeral last weekend, and the Vatican reports, according to Reuters, that the process of electing a new pope will begin on May 7.
article_dagur_translated
Kardinalar úr øllum heiminum eru longu savnaðir í Vatikaninum í sambandi við jarðarferðina hjá Frans páva farna vikuskifti, og Vatikanið upplýsir sambært Reuters, at farið verður undir at velja nýggjan páva 7. mai.
The conclave can begin at the earliest 14 days and at the latest 20 days after a pope has died.
article_dagur_translated
Kardinalsamkoman kann í fyrsta lagi byrja 14 dagar eftir, og í seinasta lagi 20 dagar eftir, at ein pávi er deyður.
Pope Francis died on Easter Monday, April 21.
article_dagur_translated
Frans pávi andaðist 2. páskadag, 21. apríl.
The Catholic Church has 252 cardinals, but only cardinals under 80 years old have the right to vote, and there are currently 136 of them.
article_dagur_translated
Katólska kirkjan hevur 252 kardinalar, men bert kardinalar undir 80 ár hava atkvøðarætt, og teir eru í løtuni 136 í tali.
To be elected pope a cardinal must receive at least two-thirds of the votes.
article_dagur_translated
Fyri at verða valdur til páva má ein kardinalur fáa í minsta lagi tveir triðingar av atkvøðunum.
The last time a new pope had to be elected, in 2013, it took two days.
article_dagur_translated
Seinast ein nýggjur pávi skuldi veljast í 2013 tók tað tveir dagar.
For the Faroese restaurant industry, the upcoming day June 16 is a rather exciting day.
article_dagur_translated
Fyri føroyska matstovuvinnu er dagurin 16. juni, komandi, ein rættiliga spennandi dagur.
Because it is the day when the Michelin Guide will again cast its star dust over the best restaurants in the Nordics.
article_dagur_translated
Tí tað er dagurin, tá Michelin guide’in aftur fer at kasta sítt stjørnudust út yvir tær bestu matstovurnar í norðurlondum.
Some will lose stars, and others will gain them.
article_dagur_translated
Onkur fer at missa, og aðrar fara at fáa.
We have no Michelin-starred restaurant in the Faroe Islands, after Koks first moved to Greenland and then closed, leaving its future uncertain.
article_dagur_translated
Vit eiga onga Michelin stjørnu-matstovu í Føroyum, eftir at Koks fyrst flutti til Grønlands, fyri síðan at steingja við framtíðini í tí óvissa.
The chef from Koks has started on his own, but it is unlikely that Poul Andrias Ziska and his PAZ will be among those nominated in the upcoming star distribution, because PAZ has not been active long enough.
article_dagur_translated
Kokkurin á Koks er byrjaður fyri seg sjálvan, men neyvan fara Poul Andrias Ziska og hansara PAZ at vera millum tey útnevndu til komandi stjørnudeiling, til tess hevur PAZ ikki verið virkin nóg leingi.
As I understand it, there is quality for at least one star for the new restaurant on Dr. Jacobsensgøta, but that cannot be considered until at least a year from now, if we have understood the system correctly.
article_dagur_translated
Sum skilst er góðska til minst eina stjørnu til nýggju matstovuna í Dr. Jacobsensgøtu, men tað kann ikki koma upp á tal fyrr enn um eitt ár í fyrsta lagið, um vit hava skilt skipanina rætt.
But we have a candidate for a — at least one — Michelin star.
article_dagur_translated
Men vit hava ein kandidat til eina – minst eina – Michelin stjørnu.
Because the small restaurant in Nýggjustova in Gongin at home in Tórshavn, called Ræst, has in recent years developed into a high-end restaurant at nearly the same level as Koks.
article_dagur_translated
Tí lítla matstovan í Nýggjustovu í Gongini heima í Havn, við navninum Ræst, hevur seinastu árini ment seg til at vera ein matstova í háflokki á nær við sama støði sum Koks.
This is because Ræst is no longer a restaurant that serves only fermented and Faroese dishes.
article_dagur_translated
Hetta tí Ræst ikki longur er ein matstova, sum einans borðreiðir við røstum og føroyskum.
Ræst has developed into an international-class restaurant that takes as its starting point the most exciting Faroese food and food culture and elevates it to another level — to haute cuisine on an international scale.
article_dagur_translated
Ræst hevur ment seg til at gerast ein matstova í altjóða klassa, sum tekur útgangsstøði í tí mest spennandi føroyska matinum og matmentanini og lyftir tað upp á eitt annað støði – til ‘haute cuisine’ á altjóða støði.
A restaurant with grand ambitions to become among the world's most respected.
article_dagur_translated
Ein matstova við stórum ætlanum um at gerast millum heimsins mest virdu.
Today Ræst is a restaurant where you get a touch of the fermented, but it is always spiced with a bit of exotic seasoning, which head chef Sebastian Jiménez from Mexico and his wife Fernanda Hernandez provide.
article_dagur_translated
Í dag er Ræst ein matstova har tú fært rákan av tí ræsta, men hesin er altíð speisaur við eitt sindur av fremmandum kryddi, og hetta syrgja høvuðskokkurin, Sebastian Jiménez úr Meksiko, og kona hansara, Fernanda Hernandez, fyri.
As stated, Ræst is no longer just fermented, but always seasoned with something exotic, perhaps something a bit piquant, or just crunchy, in addition.
article_dagur_translated
Sum sagt, Ræst er ikki longur bara ræst, men altíð kryddað við onkrum eksotiskum, kanska onkrum eitt sindur prikandi sterkum, ella bara knasandi, afturat.
Ræst is already nominated to be chosen as the best restaurant in the Nordics.
article_dagur_translated
Ræst er longu í tilnevning til at verða kosin besta matstova í norðurlondum.
Whether Michelin inspectors have visited, they at Ræst do not know.
article_dagur_translated
Um matummælarar frá Michelin hava verið á vitjan, vita tey ikki á Ræst.
But they are clear that food lovers — 'foodies' and 'gourmets' — for a long time have fallen in love with the distinctive flavors found in the cozy small rooms of Nýggjustova.
article_dagur_translated
Men tey eru greið yvir, at matelskarar – ‘foodies’ og ‘gourmet’ar’ – fyri langari tíð síðani hava fingið alsk til serliga smakkin, sum er at fáa í hugnaligu smáu stovunum í Nýggjustovu.
Other restaurants — competitors — also take inspiration from Ræst.
article_dagur_translated
Eisini aðrar matstovur – konkurrentar – ama seg uppi í Ræst eisini.
Ræst is often asked about collaborations, and this must — among other things — be a sign that these restaurants consider Ræst to be in the same class.
article_dagur_translated
Ræst fær tíðum fyrispurningar um samstarv, og hetta má vera – alt annað líka – boð um at hesar meta Ræst at vera í sama flokki.
In February one of the most respected restaurants in Copenhagen, Kadeau with two Michelin stars, visited the small kitchen, where they served a joint menu for Faroese who were willing to pay well over two thousand kroner for a very special dining experience.
article_dagur_translated
Í februar vitjaði ein av mest virdu matstovunum í Keypmannahavn, Kadeau við tveimum Michelin-stjønrum, í lítla køkinum, har tey borðreiddu við eini felags matskrá fyri føroyingum, sum vóru sinnaðir til at rinda væl yvir tvey túsund krónur fyri eina matuppliving av teimum heilt serligu.
This weekend another renowned restaurant visited.
article_dagur_translated
Hetta vikuskifti var aftur ein viðurkend matstova á vitjan.
It was SanBrite from the Dolomite Alps in the northwest part of Italy, from the town of Cortina, somewhat north of Venice, but closer to the Austrian border.
article_dagur_translated
Talan var um SanBrite í dolomittisku alpufjøllunum í landnyðringspartinum av Italia, úr býnum Cortina, nakað norðan fyri Venezia, tó nærri markinum til Eysturríkis.
Here the talented chef Riccardo Gaspari has created a restaurant on a family estate that, in harmony with nature and what grows and thrives in the garden, is so highly valued that the Michelin Guide has given SanBrite a star for outstanding food as well as a green Michelin star (which Koks also had at Leynarvatn) for s...
article_dagur_translated
Her hevur dugnaligi kokkurin, Riccardo Gaspari, á familjugarðinum skapt eina matstovu, sum í samljóð við náttúruna og tað, ið grør og trívist á garðinum, er so mikið virðismett, at Michelin guiden hevur givið SanBrite eina stjørnu fyri framúr góða matin umframt eina grøna Michelin-stjørnu (tað hevði Koks eisini við Ley...
After visiting and collaborating with the chefs at Ræst for several days, head chefs Riccardo Gaspari and Sebastian Jiménez served a special Saturday evening meal where the food was served in pairs — one dish from each restaurant.
article_dagur_translated
Eftir at hava vitjað og samstarvað við kokkarnar á Ræst í nakrar dagar, borðreiddu høvuðskokkarnir, Riccardo Gaspari og Sebastian Jiménez, leygarkvøldið eina serliga máltíð, har maturin var serveraður parvís – ein rætt frá hvørjari matstovu.
This became a sensory experience, where Ræst presented their specialty, which over time has been fished from the sea with a bit of Mexican influence.
article_dagur_translated
Hetta gjørdist eitt sansaligt upplivilsi, har Ræst kom við teirra specialiteti, sum eftirhondini er blivið fekst úr sjónum við eitt sindur av meksikanskum.
However, we could also experience an exciting piece of seabird, wrapped in tender cabbage with a semi-spicy Mexican mole sauce.
article_dagur_translated
Tó kundu vit eisini uppliva ein spennandi bita av nátabringu, innballaður í broyski kál við einari hálvsterkari meksikanskari mole-sós.
Different and exciting.
article_dagur_translated
Øðrvísi og spennandi.
The dishes Jiménez served that evening were all dishes that are “in development” — that is, dishes that have not yet been added to Ræst's regular menu.
article_dagur_translated
Rættirnir, sum Jiménez borðreiddi við hetta kvøldið vóru alt rættir, sum eru “í menning” – altso rættir, sum enn ikki eru komnir á dagliga matarlepan á Ræst.
The Italian contribution consisted of flavorful pieces from the woodland of the Dolomites.
article_dagur_translated
Italska íkastið vóru vælsmakkandi bitar úr skógarlendinum í Dolomittunum.
Meat from their own cattle and wild deer, white cabbage, cauliflower, wild mushrooms, and of course pasta cooked in a broth of earthen stock and smoked butter — exquisite.
article_dagur_translated
Kjøt frá egnum neytum og av villini hjørtum, hvíttkál, blómkál, skógarsoppar, og so – sjálvandi – pasta, kókað í soði av eyrriðu og royktum smøri, forkunnugt.
The most remarkable thing the Italians served, however, was the simplest — an appetizer that was good light bread from Breyðvirkið, the slices toasted on the grill outside, accompanied by butter that the Italians had made from their own milk on the Dolomite farm.
article_dagur_translated
Tað mest forkunnuga, sum italsku fólkini borðreiddu við, var tó tað mest einfalda – ein millumrættur, ið var gott ljóst breyð frá Breyðvirkinum, flísarnar snerktar á grillini uttanfyri, og so afturvið smør, sum italiufólkini høvdu framleitt úr egnari mjólk á dolomittiska garðinum.
The butter had been whipped with a bit of salt, and then they brought to the table a Dolomitic butter mound and placed a pat on a light Dolomite stone which we could then scrape away.
article_dagur_translated
Smørið var pískað upp saman við eitt sindur av salti, og so komu tey inn á borði við einum dolomittiskum smørfjalli, og langaðu eitt petti á ein ljósan dolomittiskan stein, sum vit so kundu skava burturav.
In all its simplicity a truly tasty experience, partly also because there was no wine but a very special Italian beer to drink with it.
article_dagur_translated
Í øllum einfeldinum eitt satt smakligt upplivilsi, deils eisini tí, at her var ikki vín, men ein heilt serlig italsk øl at drekka afturvið.
Brewed in a champagne-style method, Metodo Classico Riserva, Baladin vintage 2019.
article_dagur_translated
Bryggjað upp á champagnu-máta, Metodo Classico Riserva, Baladin árgang 2019.
A pairing that the local sommelier, Karin Visth, suggested, and which the Italian Michelin restaurant will now copy, since until now they have not had beer as part of their beverage offerings.
article_dagur_translated
Ein paring, sum lokali sommelier’urin, Karin Visth, kom við, og sum italska Michelin-matstovan nú fer at kopiera, tí higartil hava tey ikki havt øl sum part av teirra skeinkingum.
A more detailed account of the exquisite menu that evening can be read on the Birk! blog:
article_dagur_translated
Ein meira nágreinilig frágreiðing av forkunnugu matarskránni hetta kvøldið sæst at lesa á Birk!-blogginum:
As said, it is on June 16 that Michelin will again distribute its stars.
article_dagur_translated
Sum sagt so er tað 16. juni, at Michelin aftur fer at deila út sínar stjørnur.
At the moment two restaurants have a Michelin plaque hanging on their doorposts, namely Ræst in Nýggjustova and Roks in Fútastova, both in Gongin at home in Tórshavn.
article_dagur_translated
Í løtuni hava tvær matstovur eitt Michelin-skelti hangandi á durastólpanum, nevniliga Ræst í Nýggjustovu og Roks í Fútastovu, báðar í Gongini heima í Havn.
But no star is on these plaques that indicate they are restaurants definitely worth a visit.
article_dagur_translated
Men ongin stjørna er á hesum skeltunum, sum geva boð um at talan er um matstovur, sum avgjørt eru verdar eina vitjan.
But obtaining one or more stars is always the ambition of all restaurants with big plans.
article_dagur_translated
Men at fáa eina ella fleiri stjørnur eisini, er altíð tráðanin hjá øllum matstovum við stórætlanum.
As Karin Visth, the experienced restaurant manager, says, stars open special doors, for example making it easier for them to obtain the very best wines, and being able to pour the best of the best into a glass is the main goal of the ever-pleasant and friendly Karin Visth.
article_dagur_translated
Sum Karin Visth, matstovuleiðarin ið hevur royndirnar, sigur, so lata stjørnur serligar dyr upp, sum eitt nú ger tað lættari hjá teimum at fáa fatur á teimum allarbestu vínunum eisini, og at kunna skeinkja tað besta av tí besta í gløsini, er aðalmálini hjá tí altíð blíðu og vinarligu Karin Visth.
Michelin originally is a French tire manufacturer that later began publishing an annual guide in connection with automobile travel in Europe.
article_dagur_translated
Michelin er frá byrjan ein franskur framleiðari av bildekkum, sum seinni fór at geva út eina árliga guide í sambandi við ferðing í bili í Evropa.
In this context the guide also began to recommend restaurants, and thus everything started with these highly regarded Michelin stars.
article_dagur_translated
Í hesum sambandi fór guide’in eisini at viðmæla matstovur, og soleiðis byrjaði alt við hesum hátt mettu Michelin-stjørnunum.