en stringlengths 1 10.6k | source stringclasses 4
values | fo stringlengths 1 10.3k |
|---|---|---|
Read more about the program here. | article_dagur_translated | Lesið meira um skránna her. |
It will be an evening of presence and intimacy when Lea Kampmann brings the songs from the album with her on stage in the Aula in Finsen. | article_dagur_translated | Tað verður eitt kvøld fyri nærveru og inniligheit, tá Lea Kampmann tekur løgini frá útgávuni “ við sær á pallin í Auluni í Finsen. |
It means “, and this is exactly the core of the concert – a resistance against the speed that intrudes into life. | article_dagur_translated | merkir “ , og júst hetta er kjarnin í konsertini – ein mótstøða ímóti skjótleikanum, ið trokar seg inn í lívið. |
An inner revolt against the demands to run as fast as the others, even when it doesn't feel right. | article_dagur_translated | Ein innari uppreistur ímóti krøvunum um at renna líka skjótt sum hini, hóast tað ikki kennist rætt. |
The songs were written together with Teitur Lassen in the blizzard in Hoydølir – in the peace where words and tones were allowed to grow at their own pace. | article_dagur_translated | Løgini eru skrivað saman við Teiti Lassen í kavaveðrið í Hoydølum – í friðinum, har orð og tónar fingu loyvi at vaksa í sínum egna tempo. |
It is music that gives room to feel, to remember, and to breathe. | article_dagur_translated | Tað er tónleikur, sum gevur pláss til at merkja, til at minnast og til at anda. |
At the concert the music gets space, the words find their own place, and time is not something you must compete with, but something you can live in. | article_dagur_translated | Á konsertini fær tónleikurin rúm, orðini finna sítt egna pláss, og tíð er ikki nakað, tú skal kappast við, men nakað tú kanst liva í. |
The music in is also a homecoming. | article_dagur_translated | Tónleikurin í er eisini ein heimkoma. |
Born in the Faroe Islands but raised in Copenhagen, songwriting became a way to search back to the roots. | article_dagur_translated | Fødd í Føroyum, men uppvaksin í Keypmannahavn, gjørdist sangskrivingin ein máti at leita aftur til røturnar. |
- When my grandmother died, one of the strongest ties that bound me to the Faroe Islands broke, and losing her felt like losing a home. | article_dagur_translated | - Tá ið omma mín doyði, slitnaði eitt av sterkastu bondunum, ið bant meg til Føroyar, og at missa hana kendist sum at missa eitt heim. |
A way to find my own home again in the Faroe Islands was to write songs in her language. | article_dagur_translated | Ein máti at finna mítt egna heim aftur í Føroyum var at skriva sangir á hennara máli. |
The language in which I said "I love you" for the first time, Lea explains. | article_dagur_translated | Málið, sum eg segði "eg elski teg" á fyri fyrstu ferð, greiðir Lea frá. |
With its distinctive acoustics, the Aula in Finsen becomes a natural setting for a concert that should feel like sitting inside an acoustic guitar. | article_dagur_translated | Við sínum serstaka akustikki verður Aulan í Finsen ein upplagdur karmur til eina konsert, ið skal kennast sum at sita inni í einum akustiskum gittara. |
The lights dim, the sound envelops you, and suddenly time no longer has any power. | article_dagur_translated | Ljósini myrkna, ljóðið fatar um teg, og brádliga hevur tíð ikki longur nakað vald. |
This will be an evening where you are allowed to be present. | article_dagur_translated | Hetta verður eitt kvøld, har tú sleppur at vera við. |
To listen, to feel, to breathe. | article_dagur_translated | At lurta, at merkja, at anda. |
This is not a place you should run to – it is a place you should be. | article_dagur_translated | Hetta er ikki eitt stað, tú skalt renna – tað er eitt stað, tú skalt vera. |
The concert Lea Unplugged will be in the Aula in Finsen the day after tomorrow, Thursday, April 24, at 8 PM. | article_dagur_translated | Konssertin Lea Unplugged verður í auluni í Finsen í annaðkvøld, hóskvøldið 24. apríl, kl. 20 |
This coming weekend the new Greenlandic prime minister, Jens-Frederik Nielsen, will visit Denmark, where he will among other things meet Mette Frederiksen, the prime minister, and Søren Gade, the speaker of the Folketing. | article_dagur_translated | Komandi vikuskiftið vitjar nýggi grønlendski landsstýrisformaðurin, Jens-Frederik Nielsen, í Danmark, har hann millum annað skal hitta Mette Frederiksen, statsministara, og Søren Gade, fólkatingsformann. |
When he returns to Greenland on Monday it will be in the company of King Frederik, writes the royal house. | article_dagur_translated | Tá hann fer heimaftur til Grønlands mánadagin verður tað í fylgi við Fríðriki kongi, skrivar kongshúsið. |
In Nuuk the king will among other things meet members of the newly elected parliament, the Naalakkersuisut. | article_dagur_translated | Í Nuuk skal kongur millum annað hitta limir í nývalda landstinginum, Naalakkersuisut. |
After the visit to the capital his majesty will go to Station Nord, which is the northernmost manned station in Greenland. | article_dagur_translated | Eftir vitjanina í høvuðsstaðnum fer hansara hátign til Station Nord, sum er tann norðrasta mannaða støðin í Grønlandi. |
The king will visit the station together with Troels Lund Poulsen, the defense minister. | article_dagur_translated | Kongur vitjar støðina saman við Troels Lund Poulsen, verjumálaráðharra. |
After that visit the king will visit the sled dog patrol Sirius. | article_dagur_translated | Eftir ta vitjanina vitjar kongur sletuhundapatrúljuna Sirius. |
In 2000 the then crown prince was part of the Sirius patrol, which that year celebrated its 50th anniversary. | article_dagur_translated | Í 2000 var táverandi krúnprinsurin partur av Sirius-patrúljuni, sum tað árið helt sín 50 ára stovningardag. |
King Frederik and Queen Mary were on an official visit to Greenland last summer. | article_dagur_translated | Fríðrik kongur og Mary drotning vóru annars á almennari vitjan í Grønlandi síðsta summar. |
The plan was for the royal couple to also visit the Faroe Islands then, but that visit was postponed because of a strike. | article_dagur_translated | Ætlanin var at kongshjúnini tá eisini skuldu vitja í Føroyum, men tann vitjanin varð útsett orsaka av verkfalli. |
Instead they will visit the Faroe Islands from June 11 to 13. | article_dagur_translated | Í staðin vitja tey í Føroyum í døgunum 11. til 13. juni. |
The EU Commission has today decided to punish the American tech giants Apple and Meta with very large fines. | article_dagur_translated | ES-nevndin hevur í dag tikið avgerð um at revsa amerikansku tøknirisarnar Apple og Meta við risastórum bótum. |
The purpose is to send a strong and clear message. | article_dagur_translated | Endamálið er at senda ein sterkan og greiðan boðskap. |
Apple and Meta have not complied with the legislation on digital markets. | article_dagur_translated | Apple og Meta hava ikki hildið lógávuna um talgildar marknaðir. |
They have implemented measures intended to make the user more dependent on their platforms, says the vice president of the EU Commission responsible for competition, Teresa Ribera, in a press release. | article_dagur_translated | Tey hava sett tiltøk í verk, sum hava til endamáls at gera brúkaran meira bundnan av teirra pallum, sigur næstforkvinnan í ES-nevndini við ábyrgd fyri kapping, Teresa Ribera, í tíðindaskrivi. |
The fines come at a time when relations between the EU and the USA are sensitive, because negotiations are being held to avoid a trade war after the American president, Donald Trump, imposed tariffs on goods from Europe. | article_dagur_translated | Bøturnar koma í eini tíð, har viðurskiftini millum ES og USA eru viðkvom, tí tað verða førdar samráðingar um at sleppa undan handilskríggi eftir at amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur lagt toll á vørur úr Evropa. |
Among other things, Trump has accused the EU of going directly after the American tech companies. | article_dagur_translated | Trump hevur m.a. skuldsett ES fyri at fara beinleiðis eftir teimum ameikansku tøknifyritøkunum. |
The fines amount to a total of 700 million euros – equivalent to over 5 billion kroner – of which 500 million euros are for Apple and 200 million for Meta. | article_dagur_translated | Bøturnar eru á 700 milliónir eftur tilsamans – svarandi til yvir 5 milliardir krónur – harav 500 milliónir evrur til Apple og 200 milliónir til Meta. |
Today the project “From Pasture to Shelf” was launched at a creative workshop in Hugskotið. | article_dagur_translated | Í dag varð verkætlanin “Úr haga á hill” sjósett á kreativari verkstovu í Hugskotinum. |
The purpose is to develop products rooted in Faroese nature and cultural heritage — but that are also designed, modern and ready to stand out on store shelves. | article_dagur_translated | Endamálið er, at menna vørur, sum hava røtur í føroysku náttúruni og siðaarvinum – men sum eisini eru sniðgivnar, nýmótans og klárar at skara framúr á handilshillunum. |
At the workshop the question was raised of how we can develop the next big product for Faroese retailers — a product that builds on local agricultural raw materials and innovative design. | article_dagur_translated | Á verkstovuni varð spurningurin settur, hvussu vit kunnu menna næstu stóru vøruna til føroyskar handlar – eina vøru, sum bæði byggir á lokalar landbúnaðarrávørur og nýskapandi sniðgeving. |
Chefs, farmers and designers collaborated to solve this challenge. | article_dagur_translated | Hesa avbjóðing samstarvaðu kokkar, bøndur og sniðgevarar um at loysa. |
The day began with inspiration from the Trade Association, Nora, MBM, Virka and Hugskotið. | article_dagur_translated | Dagurin byrjaði við íblástri frá Handilsfelagnum, Nora, MBM, Virka og Hugskotinum. |
Then the participants were divided into groups that, based on Faroese agricultural products, were to develop a commercial product and thus work on idea development and prototypes for a finished product ready for store shelves. | article_dagur_translated | Síðani vóru luttakararnir býttir í bólkar, sum við støði í føroyskum landbúnaðarvørum skuldu menna eina handilsvøru og soleiðis arbeiða við hugskotsmenning og prototypum til lidna vøru, sum er klár til handilshillarnar. |
The Farmers' Association is responsible for the project, which is funded by the Agricultural Fund, and Gutti Winther is the project manager. | article_dagur_translated | Tað er Bóndafelagið sum stendur fyri verkætlanini, sum er fíggjað úr Búnaðargrunninum, og Gutti Winther er verkætlanarleiðari. |
The project “From Pasture to Shelf” concludes with the products being presented at the international Tonik conference, which will be held in the Silo at the Maritime House on May 9, where it will also be possible to see and likely try the new products. | article_dagur_translated | Verkætlanin “Úr haga til hill” endar við at vørurnar verða vístar fram á altjóða Tonik ráðstevnuni, sum verður í Silo í Sjóvinnuhúsinum 9. mai, har tað eisini verður møguligt at síggja og væntandi royna nýggju vørurnar. |
The flag day celebration will be at Vaglið on Flag Day, 25 April at 3:00 PM. | article_dagur_translated | Flaggdagshaldið verður á Vaglinum flaggdagin, 25. apríl kl. 15. |
In addition to the parade and the flag ceremony, there will also be a special greeting from the British government, as this year marks 85 years since Great Britain, as the first nation, recognized Merkið as the Faroese flag. | article_dagur_translated | Ummframt skrúðgongu og flaggrøðu, verður eisini ein serlig heilsan frá bretsku stjórnini, nú tað í ár eru 85 ár síðani, at Stóra Bretland, sum tann fyrsta tjóðin, viðurkendi Merkið, sum føroyska flaggið. |
The Havnar Brass Band will march together with the scouts in Tórshavn from the schoolyard of St. Francis School down to Vaglið, where Ben Arabo will hold the flag ceremony this year. | article_dagur_translated | Havnar Hornorkestur marsjerar saman við skótunum í Havn úr skúlagarðinum hjá Sankta Frans skúla oman á Vaglið, har Ben Arabo í ár heldur flaggrøðuna. |
Ben Arabo resides on Oyrareingir, where he grew up. | article_dagur_translated | Ben Arabo er búsitandi á Oyrareingjum, har hann vaks upp. |
Ben Arabo is an economist and has worked in the energy and finance industries for nearly 30 years. | article_dagur_translated | Ben Arabo er búskaparfrøðingur og hevur arbeitt í orkuvinnuni og fíggjarvinnuni í næstan 30 ár. |
Among other places, he lived for several years in London and one year in Jakarta, where he worked for an American oil company. | article_dagur_translated | M.a. búði hann nøkur ár í London og eitt ár í Jakarta, har hann arbeiddi fyri eitt amerikanskt oljufelag. |
Ben Arabo is active in Faroese public debate and has tried his hand as an author. | article_dagur_translated | Ben Arabo er aktivur í føroyska samfelagskjakinum, og hevur roynt seg sum rithøvund. |
In his daily work, Ben Arabo is CEO of Framtak and sits on various corporate boards. | article_dagur_translated | Í sínum dagliga yrki, er Ben Arabo stjóri í Framtak, og situr í ymsum partafelagsnevndum. |
This year it has been 85 years since the British, as the first nation, recognized Merkið as the Faroese flag. | article_dagur_translated | Í ár eru tað 85 ár síðani, at bretar, sum tann fyrsta tjóðin, viðurkendu Merkið, sum føroyska flaggið. |
In this connection, Neil Bellamy, the defence attaché at the British embassy to the Kingdom of Denmark, will deliver a special greeting on behalf of the British government. | article_dagur_translated | Í hesum sambandi fer Neil Bellamy, verjufulltrúi á bretsku sendistovuni í danska kongsríkinum, at bera fram eina serliga heilsan, vegna bretsku stjórnina. |
Furthermore, veterans representing the regiment that was in the Faroes during the war will also be present. | article_dagur_translated | Harumframt vera eisini veteranar, umboðandi regimentið, sum var í Føroyum undir krígnum til staðar. |
Representatives of the veterans will likewise deliver a greeting, and a bagpiper will also add atmosphere to the occasion. | article_dagur_translated | Umboð fyri veteranarnar fara somuleiðis at bera fram eina heilsan, umframt at ein sekkjapípuleikari fer at seta sín dám á løtuna. |
The British ambassador to the Kingdom of Denmark, Joëlle Jenny, says in a comment that she is very pleased that Great Britain will be well represented at this year’s flag day celebration. | article_dagur_translated | Bretska sendikvinnan til danska kongsríkið, Joëlle Jenny, sigur í viðmerking, at hon er sera fegin um at Stóra Bretland verður væl umboðað til flaggdagshaldið í ár. |
This year marks 85 years since the British government formally recognized Merkið. | article_dagur_translated | Í ár eru 85 ár síðani bretska stjórnin formliga viðurkendi Merkið. |
Merkið is an important symbol of our shared history and I am proud of the role Great Britain has played in the history of the Faroe Islands. | article_dagur_translated | Merkið er ein týdningarmikið ímynd av felags søgu okkara og eg eri errin av leiklutinum, sum Stóra Bretland hevur havt í Føroya søgu. |
Our shared history is the cornerstone of the cooperation in which we work together for a flourishing and secure future. | article_dagur_translated | Felags søga okkara er grundarsteinurin undir samstarvinum, har vit saman arbeiða fyri einari blómandi og tryggari framtíð. |
Prisoner exchanges are one of the few areas where Ukraine and Russia have cooperated since the war between the countries began, and yesterday it was announced that Ukraine had received the bodies of 909 Ukrainian servicemembers in exchange for the bodies of at least 41 Russian servicemembers, writes Ritzau. | article_dagur_translated | Býti av krígsfangum er eitt av fáu økjunum, har Ukraina og Russland hava samstarvað, síðan kríggið millum londini byrjaði, og í gjár varð boðað frá, at Ukraina hevði fingið líkina av 909 ukrainskum herfólkum í býti fyri líkini av í minsta lagi 41 russiskum herfólkum, skrivar Ritzau. |
Another prisoner exchange is planned to be organized today. | article_dagur_translated | Eftir ætlan verður skipað fyri enn einum fangabýti í dag. |
This concerns the release of approximately 500 Russian and Ukrainian prisoners of war - 246 from each side. | article_dagur_translated | Talan er um leyslating av umleið 500 russiskum og ukrainskum krígsfangum - 246 frá hvørjari síðu. |
According to the Ukrainian outlet Kyiv Independent, there have been over 60 prisoner exchanges since the war began in February 2022, and 4,306 Ukrainians - both servicemembers and civilians - have been released. | article_dagur_translated | Sambært ukrainska miðlinum Kyiv Independent, hava yvir 60 fangabýti verið, síðan kríggið byrjaði í februar 2022, og eru 4.306 ukrainar - bæði herfólk og sivilfólk - leyslatnir. |
The U.S. National Archives has, following orders from U.S. President Donald Trump, released to the public several thousand documents about the assassination of Senator Robert F. Kennedy in 1968. | article_dagur_translated | Amerikanska tjóðskjalasavnið hevur eftir boðum frá amerikanska forsetanum, Donald Trump almannakunngjørt fleiri túsund skjøl um drápið á senatorin Robert F. Kennedy í 1968. |
These are documents that were previously classified as secret. | article_dagur_translated | Talan er um skjøl, sum fyrr hava verið flokkað sum loynilig. |
According to the National Archives' website, the number of documents is over 10,000. | article_dagur_translated | Sambært heimasíðuni hjá amerikanska tjóðskjalasavninum er talan um yvir 10.000 skjøl. |
This is part of the Trump administration's effort to declassify documents about the assassinations of several prominent Americans, writes Ritzau. | article_dagur_translated | Hetta er ein liður í arbeiðnum hjá Trump-umsitingini fyri at at almannakunngera skjøl um drápini á fleiri navnframar amerikanarar, skrivar Ritzau. |
In March, tens of thousands of documents about the assassination of Robert F. Kennedy's brother, President John F. Kennedy, were also released to the public. | article_dagur_translated | Í mars mánað vórðu tíggjutúsundatals skjøl um drápið á beiggja Robert F. Kennedy, forsetan John F. Kennedy eisini almannakunngjørd. |
John F. Kennedy was killed in 1963. | article_dagur_translated | John F. Kennedy varð dripin í 1963. |
The plan is also to release documents about the assassination of American civil rights leader Martin Luther King Jr., who, like Robert F. Kennedy, was killed in 1968. | article_dagur_translated | Ætlanin er eisini at almannakunngera skjøl um drápið á amerikanska brogararættindastríðsmannin, Martin Luther King, yngra, sum eins og Robert F. Kennedy, varð dripin í 1968. |
Robert F. Kennedy's son, the current U.S. Health Secretary Robert F. Kennedy Jr., says that making the documents public is "a necessary step toward restoring trust in the American government." | article_dagur_translated | Sonur Robert F. Kennedy, núverandi amerikanski heilsumálaráðharrin, Robert F. Kennedy yngri, sigur, at tað at almannakunngera skjølini er "eitt neyðugt stig móti at endurreisa álitið á amerikonsku stjórnina". |
The U.S. Health Secretary has previously said that he believes more people were behind his father's assassination. | article_dagur_translated | Amerikanski heilsumálaráðharrin hevur áður sagt, at hann heldur, at fleiri standa aftanfyri drápið á pápa hansara. |
However, this does not correspond with the official accounts. | article_dagur_translated | Hetta samsvarar tó ikki við almennu frásagnirnar. |
The American president, Donald Trump, has been invited to visit Italy, after the Italian prime minister, Giorgia Meloni, visited him at the White House on Thursday. | article_dagur_translated | Amerikanski forsetin, Donald Trump er boðin á vitjan í Italia, eftir at italski forsætisráðharrin, Giorgia Meloni vitjaði hann í Hvítu Húsunum hósdagin. |
The visit will take place sometime in the near future, Trump and Meloni say in a joint statement, according to Ritzau. | article_dagur_translated | Vitjanin verður einaferð í nærmastu framtíð, siga Trump og Meloni í felags fráboðan, sambært Ritzau. |
Trump has not traveled abroad since he began his second term in the White House on January 20, but according to the media outlet Axios there are also plans for Trump to visit Saudi Arabia in mid-May. | article_dagur_translated | Trump hevur ikki verið uttanlands, síðan hann byrjaði sítt seinna valskeið í Hvítu Húsunum 20. januar, men sambært miðlinum Axios er eisini ætlanin, at Trump skal vitja í Saudiarabia miðskeiðis í mai. |
It is not yet clear when the American president will go to Italy, but there may also be a meeting between the US and Europe in connection with this visit, the White House statement says. | article_dagur_translated | Enn er ikki greitt, nær amerikanski forsetin fer til Italia, men møguliga verður eisini fundur millum USA og Evropa í sambandi við hesa vitjan, stendur í fráboðan frá Hvítu Húsunum. |
The American vice president, J.D. Vance, visited Italy yesterday, where he also met Giorgia Meloni. | article_dagur_translated | Amerikanski varaforsetin, J.D. Vance vitjaði í Italia í gjár, har hann eisini hitti Giorgia Meloni. |
The U.S. administration is prepared to recognize the Crimean peninsula as Russian territory in a possible peace agreement between Ukraine and Russia, unnamed sources told the media outlets CNN and Bloomberg. | article_dagur_translated | Amerikanska umsitingin er sinnað at viðurkenna Krim-hálvoynna sum russiskt øki í møguligari friðaravtalu millum Ukraina og Russland, upplýsa ónevndar keldur fyri miðlunum CNN og Bloomberg. |
The Crimean peninsula was seized by Russia in 2014, but most countries do not recognize Crimea as part of Russia. | article_dagur_translated | Krimhálvoyggin varð hertikin av Russlandi í 2014, men flestu lond viðurkenna ikki Krim sum part av Russlandi. |
The Ukrainian president, Volodymyr Zelensky, has said repeatedly that Ukraine intends to retake territories Russia seized during the war, including Crimea. | article_dagur_translated | Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj hevur fleiri ferðir sagt, at Ukraina ætlar at endurvinna øki, sum Russland hevur tikið undir krígnum, harundir Krim. |
Russia, on the other hand, has demanded that Ukraine withdraw its military units from the regions Russia has occupied. | article_dagur_translated | Russland hevur hinvegin kravt, at Ukraina skal taka herdeildir sínar úr landslutunum, sum Russland hevur hertkið. |
The draft peace agreement, which is not yet fully finalized, was, according to a CNN source, shared with representatives from Europe and Ukraine at a meeting in the French capital Paris yesterday, writes Ritzau. | article_dagur_translated | Uppskotið til eina friðaravtalu, enn ikki er liðugt orðað, varð sambært kelduni hjá CNN deilt við umboðum fyri Evropa og Ukraina á fundi í franska høvuðsstaðnum París í gjár, skrivar Ritzau. |
The source also says that U.S. Secretary of State Marco Rubio informed his Russian counterpart, Sergey Lavrov, about the proposal. | article_dagur_translated | Keldan upplýsir eisini, at amerikanski uttanríkismálaráðharrin, Marco Rubio hevur kunnað russiska starvsbróðir sín, Sergej Lavrov um uppskotið. |
The U.S. administration plans to continue working on the proposal next week with representatives from Europe and Ukraine in the British capital, London. | article_dagur_translated | Amerikanska umsitingin ætlar í komandi viku at arbeiða víðari við uppskotinum saman við umboðum úr Evropa og Ukraina í bretska høvuðsstaðnum, London. |
At the same time, the U.S. intends to send special envoy Steve Witkoff to the Middle East to meet Russian representatives. | article_dagur_translated | Samstundis ætlar USA at senda serliga sendifólkið, Steve Witkoff til Miðeystur at hitta umboð fyri Russland. |
On Friday both Marco Rubio and the U.S. president, Donald Trump, said they want to see progress in negotiations with Ukraine and Russia if the U.S. is to participate in peace talks. | article_dagur_translated | Fríggjadagin søgdu bæði Marco Rubio og amerikanski forsetin, Donald Trump at tey vilja síggja framstig í samráðingunum við Ukraina og Russland, um USA samstundis skal luttaka í friðarsamráðingunum. |
On Friday a trial began in the Turkish city of Istanbul against 189 people who were arrested in connection with the protests against the imprisonment of the city's mayor, Ekrem Imamoglu, in March. | article_dagur_translated | Fríggjadagin byrjaði eitt rættarmál í turkiska býnum Istanbul móti 189 fólkum, sum eru handtikin í sambandi við mótmælini móti fongslingini av borgarstjóranum í býnum, Ekrem Imamoglu í mars. |
Most are students, but among the accused are also eight media workers. | article_dagur_translated | Tey flestu eru lesandi, men millum tey skuldsettu eru eisini átta miðlafólk. |
They are accused of taking part in illegal protests and of failing to obey police orders to stop the demonstrations. | article_dagur_translated | Tey eru skuldsett fyri at hava luttikið í ólógligum mótmælum og fyri ikki at gera eftir boðunum hjá løgregluni um at steðga mótmælunum. |
They could receive between half a year and four years in prison, Human Rights Watch reports. | article_dagur_translated | Tey kunnu fáa millum hálvt og fýra ára fangsul, upplýsir mannarættindafelagsskapurin Human Rights Watch. |
This is one of several trials, and a total of 819 people are expected to be prosecuted in connection with the protests, Ritzau writes. | article_dagur_translated | Talan er um eitt av fleiri rættarmálum, og tilsamans 819 fólk væntast at verða rættarsøkt í sambandi við mótmælini, skrivar Ritzau. |
According to Human Rights Watch, which has reviewed indictments against a total of 650 people, there is a lack of evidence in the cases, and it is believed the aim is to warn people against using their freedom of speech and their right to protest peacefully. | article_dagur_translated | Sambært Human Rights Watch, sum hevur gjøgnumgingið ákærurit móti tilsamans 650 fólkum, vanta sprógv í málunum, og mett verður, at endamálið er at ávara fólk ímóti at brúka teirra talufrælsi og rætt til at mótmæla á friðarligan hátt. |
The mayor of Istanbul was arrested on March 19. | article_dagur_translated | Borgarstjórin í Istanbul varð handtikin 19. mars. |
He is accused of bribery and of supporting the PKK militant organization. | article_dagur_translated | Hann er skuldsettur fyri mutur og fyri at stuðla PKK yvirgangsfelagsskapinum. |
He himself has denied these accusations. | article_dagur_translated | Sjálvur hevur hann víst hesum skuldsetingum aftur. |
Ekrem Imamoglu is a member of the opposition party CHP, and he is considered the biggest political challenger to the current Turkish president, Recep Tayyip Erdogan, and is believed to have a good chance of winning an election against him. | article_dagur_translated | Ekrem Imamoglu er limur í andstøðuflokkinum CHP, og mett verður, at hann er størsti politiski avbjóðarin hjá sitandi turkiska forsetanum, Recep Tayyip Erdogan, og at hann hevur góðar møguleikar at vinna eitt val móti honum. |
The CHP says that Imamoglu was arrested for political reasons. | article_dagur_translated | CHP sigur, at Imamoglu varð handtikin av politiskum orsøkum. |
Several thousand people were arrested in connection with the protests against the mayor's arrest, who has since publicly been chosen as the CHP's presidential candidate for the presidential election, which must take place no later than 2028. | article_dagur_translated | Fleiri túsund fólk eru handtikin í sambandi við mótmælini móti handtøkuni av borgarstjóranum, sum síðani alment er valdur sum forsetavalevni hjá CHP á forsetavalinum, sum í seinasta lagi skal vera í 2028. |
In March 12 percent fewer tourists visited the USA compared with the same month last year, American media report. | article_dagur_translated | Í mars vitjaðu 12 prosent færri ferðafólk í USA samanborið við sama mánað í fjør, boða amerikanskir miðlar frá. |
Subsets and Splits
No community queries yet
The top public SQL queries from the community will appear here once available.