en
stringlengths
1
10.6k
source
stringclasses
4 values
fo
stringlengths
1
10.3k
Last night the police received a report from people who were disturbed to see a ewe with a lamb, where the ewe appeared to be in very bad condition.
article_dagur_translated
Løgreglan fekk í gjárkvøldið fráboðan frá fólkum, sum vóru órógvað av at síggja eina ær við lambi, har ærin sá út til at vera sera illa fyri.
Police officers went to the scene, somewhere in Tórshavn municipality, and were able to confirm that the situation was serious, so they sent for a veterinarian.
article_dagur_translated
Løgreglufólk fóru á staðið, einastaðni í Tórshavnar kommunu, og kundu staðfesta, at støðan var ring, og sendu tí boð eftir djóralækna.
The veterinarian judged the condition to be so severe that a decision was made to put the ewe down.
article_dagur_translated
Djóralæknin metti støðuna so álvarsliga, at avgerð var tikin um at avlíva ærina.
They were unable to locate the owner of the ewe, but people were found who could take care of the lamb.
article_dagur_translated
Tað eydnaðist ikki at finna fram til eigaran av ærini, men fólk vóru funnin, sum kundu taka sær av lambinum.
This case involves a violation of the animal welfare law, but the duty officer at the police station nevertheless does not want to go so far as to describe this as neglect.
article_dagur_translated
Talan er í hesum føri um brot á djóraverndarlógina, men vakthavandi á løgreglustøðini vil kortini ikki fara so langt sum at skýra hetta fyri at vera vanrøkt.
Yesterday the police were also involved in another case related to sheep and lambs.
article_dagur_translated
Í gjár var løgreglan eisini innblandað í eitt annað mál, sum hevur við ær og lomb at gera.
Around midday a report came from Vágur, where it was established that two rams, apparently escaped from a pen, were now disturbing the ewes in the middle of lambing.
article_dagur_translated
Hetta var um middagsleitið, at ein fráboðan kom úr Vágum, har staðfest var, at tveir veðrar, eftir øllum at døma vóru rýmdir úr einum gerði, og nú órógvaðu ærnar mitt í lembingini.
Messages were sent to the owners/landholders.
article_dagur_translated
Boð vórðu send til eigararnar/hagapartin.
In 2017 four friends founded the folk music group Kalas.
article_dagur_translated
Í 2017 stovnaðu fýra vinkonur fólkatónleikabólkin Kalas.
Although they all started as classical musicians, they fell for folk music at a folk music festival in Finland in 2017.
article_dagur_translated
Hóast tær allar byrjaðu sum klassiskir tónleikarar, fullu tær fyri fólkatónleiki á fólkatónleikarastevnu í Finnlandi í 2017.
After that Kalas became a reality, and since then they have had countless performances both at home and abroad—especially at folk music festivals.
article_dagur_translated
Eftir hetta varð Kalas veruleiki, og síðani hava tær havt óteljandi framførslur bæði heima og burturi – serliga á fólkatónleikastevnum.
And now the time has come for Kalas to perform at the country's largest music event.
article_dagur_translated
Og nú er tíðin búgvin, at Kalas kemur á landsins størsta tónleikatiltak at hava konsert.
The musicians in Kalas are Døgg Jógvansdóttir from Dímun (violin), Kristianna Skarpheðinsdóttir Joensen (accordion), Bjørt Holm (cello) and Sigrið F. Hansen (double bass).
article_dagur_translated
Tónleikararnir í Kalas eru Døgg Jógvansdóttir úr Dímun (violin), Kristianna Skarpheðinsdóttir Joensen (akkordion), Bjørt Holm (sello) og Sigrið F. Hansen (kontrabass).
In February they released an EP.
article_dagur_translated
Í februar mánaði góvu tær EP-útgávuna
On this release are some of their most treasured musical memories.
article_dagur_translated
út, og á hesari útgávu eru nøkur av dýrabarastu tónleikaminnum teirra.
The Summar Festival will be held from August 7 to 9.
article_dagur_translated
Summar Festivalurin verður hildin dagarnar 7. til 9. august.
On Friday at 16:00 the exhibition by Kári Svensson opens at Gallarí Havnará in Tórshavn.
article_dagur_translated
Fríggjadagin kl. 16.00 letur framsýning upp við Kára Svensson upp í Gallarí Havnará í Havn.
This is not the first time that the art of the experienced artist Kári has decorated the gallery walls at Havnará.
article_dagur_translated
Hetta er ikki fyrstu ferð, at listin hjá roynda listamanninum Kára hevur prýtt gallarí veggirnar við Havnará.
But his captivating paintings are consistently relevant.
article_dagur_translated
Men hansara hugtakandi málningar eru støðugt viðkomandi.
Kári Svensson is considered one of our best-known acrylic painters, but in recent times he has been working on blending techniques and working methods.
article_dagur_translated
Kári Svensson telist millum okkara kendastu akryl málarar, men hevur í nýggjari tíð arbeitt við at blanda tøkni og arbeiðshættir.
For about a decade he has exhibited both abroad and at home.
article_dagur_translated
Hann hevur í ein mansaldur sýnt fram bæði úti og heima.
The driving spirit Zakarias Wang, whom I knew and worked with for about 40 years, died last week.
article_dagur_translated
Eldsálin Zakarias Wang, sum eg kundi og arbeiddi saman við í eini 40 ár, andaðist í farnu viku.
A kind and learned man.
article_dagur_translated
Ein fryntligur og fróður maður.
We worked together at the secondary school in Hoydalar from the early 1980s, and we collaborated on the bilingual dictionaries from the early 1990s.
article_dagur_translated
Vit arbeiddu saman á studentaskúlanum í Hoydølum frá fyrst í 80-árunum, og vit arbeiddu saman um tær tvímæltu orðabøkurnar frá fyrst í 90-árunum.
The last time we greeted and talked together was when the Greenlandic dictionary was presented at Varpin in Klaksvík last year.
article_dagur_translated
Seinasta ferð, vit heilsaðust og prátaðu saman, var, tá ið grønlendska orðabókin var løgd fram í Varpinum í Klaksvík í fjør.
He was by then very weakened, but he rejoiced like a young person that Elin Neshamar and her mother had accomplished this feat.
article_dagur_translated
Tá var gamli nógv viknaður, men gleddist sum ein unglingi um, at Elin Neshamar og mamma hennara høvdu framt hetta bragd.
He rejoiced at every step on the path toward self-sufficiency, because he was convinced that we ourselves should and could govern our country.
article_dagur_translated
Hann gleddist um hvørt fet á leiðini ímóti sjálvbjargni, tí hann var sannførdur um, at vit sjálv skuldu og megnaðu at stýra okkara landi.
He was glad about every measure that could strengthen our unity and language, and therefore he devoted so much to dictionaries and other books in his life's work.
article_dagur_translated
Hann gleddist um hvørt tiltak, ið kundu styrkja okkara samleika og mál, tí legði hann so nógv fyri við orðabókum og øðrum bókum í sínum lívssstarvi.
He thought unusually clearly and described matters from a perspective that most had not considered.
article_dagur_translated
Hann hugsaði sjaldsama klárt og lýsti málini úr einum sjónarhorni, sum tey flestu ikki høvdu gáað um.
The viewpoint was always based on knowledge and not prejudice.
article_dagur_translated
Sjónarhornið var altíð grundað á kunnleika og ikki fordómar.
Zakarias was a pioneer in many fields.
article_dagur_translated
Zakarias var í mongum slóðari.
He published major literary works that no one had thought to publish in our language.
article_dagur_translated
Hann gav bókmentalig høvuðsverk út, sum eingin hugsaði um at geva út á okkara máli.
Not least works by Shakespeare with translations by Axel Tórgarð.
article_dagur_translated
Ikki minst verk eftir Shakespeare við týðingum eftir Axel Tórgarð.
Works that should not have been possible in our language, but which these stubborn fellows proved were possible.
article_dagur_translated
Verk, sum ikki áttu at kunnað verið til á okkara máli, men sum hesir knassarnir prógvaðu bar til.
They erected real cairns together.
article_dagur_translated
Teir settu veruligar varðar saman.
It was also Zacharias who initiated publishing Tolkien together with Axel, before the Tolkien boom spread across the world.
article_dagur_translated
Tað var eisini Zacharias, ið fór undir at geva út Tolkien saman við Axeli, áðrenn Tolkien-stóraldan floymdi um allan heim.
We can all rejoice in the great achievements Zakarias Wang left behind.
article_dagur_translated
Vit kunnu øll fegnast um tey stóru avrik, Zakarias Wang legði eftir seg.
Sprotin had intended to distribute a paper to every household in 2023.
article_dagur_translated
Sprotin hevði ætlað at fáa eitt blað út í hvørt hús í 2023.
The plan was abandoned because it was too costly, but articles were written and photographs taken.
article_dagur_translated
Ætlanin varð av ongum, tí hon var ov kostnaðarmikil, men greinir vórðu skrivaðar og myndir tiknar.
At that time Zakarias wrote a short article about how all the dictionary work originally got organized.
article_dagur_translated
Tá skrivaði Zakarias eina stutta grein um, hvussu alt orðabókaarbeiðið upprunaliga kom í lag.
With the article we did not print then, together with the photograph taken by Silas Olufsson, Zakarias gets the last word:
article_dagur_translated
Við greinini, vit ikki prentaður tá, saman við mynd, ið Silas Olufsson tók, fær Zakarias seinasta orðið:
At Føroya Studentaskúli we therefore commemorated the hundredth anniversary of the Christmas meeting in 1888, when women and men gathered to do something for the Faroese language.
article_dagur_translated
Á Føroya Studentaskúla hildu vit tí hundrað ára dagin fyri jólafundin 1888, tá kvinnur og menn komu saman fyri at gera nakað fyri føroyska málið.
We believed that too much was still on loan.
article_dagur_translated
Vit hildu, at framvegis lá ov nógv á láni.
We especially lacked dictionaries from foreign languages into Faroese.
article_dagur_translated
Serliga saknaðu vit orðabøkur úr fremmandum málum til føroyskt.
All the students had to struggle with looking things up in Gyldendal's dictionaries in order to guess how the Danish word was in Faroese.
article_dagur_translated
Allir næmingarnir noyddust at stríðast við at sláa upp í orðabøkurnar hjá Gyldendal fyri so at gita, hvussu danska orðið æt á føroyskum.
As we discussed it, we concluded that we could try to approach Gyldendal to offer to buy their program and translate the Danish expressions into Faroese, so it would be easier for the students to find the correct Faroese words.
article_dagur_translated
Sum vit prátaðu komu vit fram til, at vit kundu royna at venda okkum til Gyldendal at bjóða okkum til at keypa teirra forrit og týða donsku orðingarnar til føroyskt, so tað fór at vera lættari hjá næmingunum at finna fram til røttu føroysku orðini.
It then fell to me to call from the teachers' room in Hoydalar to present these matters to the head of the dictionary department at that Danish publishing house.
article_dagur_translated
Tað fall so í mín lut at ringja frá lærarastovuni í Hoydølum at bera hesi ørindi fram fyri stjóranum á orðabókadeildini hjá hesum danska forlagnum.
He said that this was normal publishing business.
article_dagur_translated
Hann segði, at hetta var vanligt forlagsvirksemi.
Just at that time they were in the process of selling a program to Finland, where people were to do exactly the same as we asked about.
article_dagur_translated
Júst í hesum døgum vóru teir í holt við at selja eitt forrit til Finnlands, har menn skuldu gera akkurát tað sama sum vit spurdu um.
Since then we had correspondence with each other, but it proceeded slowly.
article_dagur_translated
Síðan høvdu vit samskifti við hvønnannan, men tað gekk spakuliga.
In the autumn of 1989 I was to travel to the USA.
article_dagur_translated
Um heystið 1989 skuldi eg fara til USA.
The route went via Copenhagen, and I informed the dictionary editor at Gyldendal that I would drop by his office, and he said I was welcome.
article_dagur_translated
Leiðin gekk um Keypmannahavn, og eg boðaði orðabókastjóranum hjá Gyldendal frá at eg fór at støkka inn á gólvið hjá honum, og hann segði at eg var vælkomin.
There he signed contracts with us for English and German dictionaries and put the programs onto diskettes.
article_dagur_translated
Tá skrivaði hann sáttmálar við okkum um enskar og týskar orðabøkur og legði forritini inn á diskettur.
I took these with me and returned safely after having been in America.
article_dagur_translated
Hesar fekk eg við mær og kom alt væl fram eftir at hava verið í Amerika.
He also received the money, 15,000 kroner for the English and 10,000 for the German program.
article_dagur_translated
Hann fekk eisini pengarnar, 15.000 krónur fyri tað enska og 10.000 fyri tað týska forritið.
So we had to get started by first making the English dictionary.
article_dagur_translated
So var at fara í gongd við fyrst at gera ta ensku orðabókina.
Fortunately there were two enthusiasts among the teachers at the secondary school, Jonhard Mikkelsen and Annfinnur í Skála.
article_dagur_translated
Tíbetur vóru millum lærararnar á Studentaskúlanum tvær eldsálir, Jonhard Mikkelsen og Annfinnur í Skála.
They achieved the feat of translating each their half of the book in the 1990-91 school year, but they stipulated that I should be responsible for the publication and the proofreading.
article_dagur_translated
Teir gjørdu tað bragd at týða hvør sína helvt av bókini skúlaárið 1990-91, men treytaðu sær, at eg skuldi standa fyri útgávuni og herundir rættlestrinum.
One task that fell to me was to find the technical terms.
article_dagur_translated
Eitt sum fall í mín lut var at finna fram til fakorð.
Here I had to seek advice from specialists, who are named in the foreword.
article_dagur_translated
Her mátti eg leita mær ráð frá serfrøðingum, sum eru nevndir í fororðinum.
Here Sigga Rasmussen became of immeasurable importance.
article_dagur_translated
Her kom Sigga Rasmussen at fáa ómetaligan týdning.
She is a botanist, and she said that when we were making a large dictionary from English to Faroese, we should remember that in all fields they pay attention to their largest dictionary having the Latin scientific names, because that makes it possible to say with certainty which plant or which animals are meant.
article_dagur_translated
Hon er plantufrøðingur, og hon segði, at tá vit nú gjørdu eina stóra orðabók frá enskum til føroyskt, so skuldu vit minnast til, at í øllum málum verður ansað eftir, at teirra størsta orðabók hevur latínsku frøðiheitini, tí so ber til at siga við vissu hvør planta ella hvørji dýr talan er um.
It was particularly important that she got us to include the Faroese plant, animal, and bird names.
article_dagur_translated
Serliga stóran týdning hevði tað at hon fekk okkum at leggja inn føroysku plantu-, dýra- og fuglanøvnini.
Thus our English-Faroese dictionary became much better for us than any of the foreign ones.
article_dagur_translated
Harvið gjørdist okkara enska-føroyska orðabók væl betri fyri okkum enn nøkur av teimum útlendsku.
We could also see that if the foundation was laid so well, it would be easier to continue making dictionaries from other languages.
article_dagur_translated
Vit dugdu eisini at síggja, at var støðið lagt so væl, fór at vera lættari at halda fram við at gera orðabøkur frá øðrum málum.
Those were memorable days when I sat with the smith Oliver S. Thomsen, who at home in Sandvík had learned the craft from his father and knew all the Faroese names for the Danish ones that stood in our program.
article_dagur_translated
Tað vóru minniligir dagar ið eg sat saman við smiðinum Oliver S. Thomsen, sum heima í Sandvík hevði lært handverkið frá pápa sínum og dugdi øll tey føroysku heitini fyri tey donsku sum stóðu í okkara forriti.
Likewise the opportunity to talk with Árni Olsen about medical terms, not to mention the conversations with Sigurð Joensen about legal terminology.
article_dagur_translated
Somuleiðis at fáa høvi til at tosa við Árna Olsen um læknaorð, fyri ikki um at tala samrøðurnar við Sigurð Joensen um løgfrøðiheiti.
Many words related to printing, and it was useful to know Oskar Hermannsson, who knew all the Faroese terms in this noble craft.
article_dagur_translated
Nógv orð høvdu við prenting at gera, og har kom væl við at kenna Oskar Hermannsson, sum dugdi øll føroysku heitini í hesum edla handverki.
The English dictionary was published on 27 May 1992.
article_dagur_translated
Enska orðabókin kom út 27. mai 1992.
The Faroese embraced it, and the gratitude was incredible.
article_dagur_translated
Føroyingar tóku hana til sín, og takksemið var ótrúligt.
This gave courage to continue.
article_dagur_translated
Hetta gav dirvi til at halda fram.
If we had thought we would sell many books, we would of course have waited to release it in October to catch the Christmas sales, but we believed that what mattered most was that the students who were to use the book in the 1992 school year could have it in August, and therefore we hurried to publish it in spring 1992.
article_dagur_translated
Høvdu vit hugsað um at selt nógvar bøkur høvdu vit sjálvandi bíðað við at fingið hana út til í oktober fyri at fáa jólasøluna við, men vit hildu, at tað sum mest ráddi um, var at næmingarnir, sum skuldu nýta bókina skúlaárið 1992, kundu fáa hesa bók í august, og tí skundaðu vit okkum at koma út við henni á vári 1992.
What we did not know was that at that time men were sitting in Flatlands and consulting about how they could put the Faroes on the market and reduce the number of Faroese by half.
article_dagur_translated
Tað vit ikki vistu var at om hetta mundið sótu menn á Flatlondum og ráðførdu um, hvussu teir kundu koyra Føroyar á húsagang og minka talið av føroyingum niður í helvt.
This attack of theirs backfired on 6 October 1992.
article_dagur_translated
Hetta álop teirra fór av bakkastokki 6. oktober 1992.
Therefore there was little Christmas sales that year.
article_dagur_translated
Tí var lítil jólasøla hetta ár.
While the whole society was in disarray, another enthusiast quietly worked on the German dictionary.
article_dagur_translated
Meðan alt samfelagið fór í sor var tað ein onnur eldsál, sum í hógv sat og arbeiddi við tí týsku orðabókini.
This was our colleague Kári Davidsen, who first translated the entire program from Gyldendal with their sixty thousand words and then continued and expanded the vocabulary to nearly 200,000.
article_dagur_translated
Her var talan um okkara starvsfelag Kára Davidsen, sum fyrst týddi alt forritið hjá Gyldendal við teirra seksti túsund orðum og síðani helt fram og økti orðfeingið til hann nú nærkast 200.000.
But given the financial situation at that time, there was no thought of getting this large work printed.
article_dagur_translated
Men sum fíggjarstøðan var um hetta mundið var ikki hugsingur um at fáa hetta mikla verk prentað.
The plan to print dictionaries with 60,000 words in foreign languages such as Latin, Greek and Hebrew therefore fell through, so it remains difficult for us to read our holy scriptures in the original languages.
article_dagur_translated
Ætlanin um at fáa prentað orðabøkur við 60.000 orðum á fremmandamálum sum latíni, grikskum og hebraiskum datt tískil niðurfyri, so tað framvegis er torført hjá okkum at lesa halgu skriftir okkara á upprunamálunum.
Jonhard Mikkelsen and Annfinnur í Skála did not give up, and we began to make a Danish-Faroese dictionary following the same approach as the English one.
article_dagur_translated
Jonhard Mikkelsen og Annfinnur í Skála góvust tó ikki so, og vit fóru undir at gera eina danska-føroyska orðabók eftir sama leisti sum ta ensku.
Then we were fortunate to get another colleague to join us.
article_dagur_translated
Tá høvdu vit tað hepni at fáa ein starvsfelaga afturat saman við okkur.
This was another enthusiast, the Danish Hanne Jacobsen, who had put down roots in the Faroes and had learned Faroese to some extent.
article_dagur_translated
Her var talan um enn eina eldsál, ta donsku Hanne Jacobsen, sum hevði fest rót í Føroyum og hevði lært seg føroyskt til lítar.
She ensured that all the Danish terms were correct.
article_dagur_translated
Hon ansaði eftir, at øll tey donsku heitini vóru røtt.
There are many uncertainties in Danish orthography, so it was very helpful to have such a good Danish linguist as her set us straight.
article_dagur_translated
Nógv ivamál eru í danskari rættskriving, so tað kom væl við at fáa ein so góðan danskan málfrøðing sum hana at leggja okkum lag á.
Thus we obtained an excellent Danish dictionary, and the Faroese translations have been useful to many.
article_dagur_translated
Her fingu vit tí eina frálíka danska orðabók, og føroysku týðingarnar hava verið mongum hentar.
Around this time the internet emerged, and these dictionaries are now—thanks to Jonhard—to be found at Sprotin, including the large German one and several others behind it.
article_dagur_translated
Um hetta mundið tók alnótin seg fram, og hesar orðabøkur eru nú – Jonhard fyri at takka – at finna hjá Sprotanum, eisini tann stóra týska, og teimum á baki fleiri aðrar.
That they are free to use, wherever you are, means that people around the world, when they see a Faroese text, can themselves look up how the Faroese expressions can be said in their own language.
article_dagur_translated
At tær eru ókeypis at nýta, hvar tú enn ert, ber við sær, at fólk um allan heim, tá tey síggja ein føroyskan tekst, sjálv kunnu sprota seg fram til, hvussu føroysku orðingarnar kunnu sigast á teirra egna máli.
Now every schoolchild has a mobile phone, and if they doubt a word, they look it up and have the answer immediately.
article_dagur_translated
Nú hevur hvørt skúlabarn fartelefon, og ivast tey í einum orði, so sprota tey og hava svarið beinanvegin.
It is truly pleasant for a grandfather to have been part of making something that his grandchildren both benefit from and enjoy.
article_dagur_translated
Tað er sanniliga hugaligt hjá einum abba at hava verið við til at gjört nakað sum abbabørnini fáa bæði gagn og gleði av.
I will take the opportunity to thank all those who have collaborated on this work.
article_dagur_translated
Eg skal nýta høvið at takka øllum teimum, sum hava samstarvað í hesum verki.
The goodwill has been incredible from colleagues, financial supporters, buyers and all those who have helped us in matters of doubt.
article_dagur_translated
Vælvildin hevur verið ótrúlig bæði frá starvsfeløgum, fíggjarligum stuðlum, keyparum og øllum teimum sum hava hjálpt okkum í ivamálum.
Here is a concrete example that we Faroese can accomplish the incredible by doing what we resolved in 1888: to stick together so we can progress in all areas and become self-sufficient.
article_dagur_translated
Her er eitt ítøkiligt dømi um, at vit føroyingar kunnu útinna tað ótrúliga við at gera tað sum vit settu okkum fyri í 1888: At halda saman, so vit kunnu ganga fram í øllum lutum og gerast sjálvbjargnir.
The well-liked pop band Dynamit will be at the Summer Festival this year.
article_dagur_translated
Væl umtókti poppbólkurin Dynamit verður við á Summar Festivalinum í ár.
Twenty years have passed since the band played at the Summer Festival for the first time, and this year the band's big hit "Grøv nummar 13" turns 40 years old.
article_dagur_translated
20 ár eru liðin, síðani bólkurin spældi á Summar Festivalinum fyrstu ferð, og í ár fyllir stóra hittið hjá bólkinum, "Grøv nummar 13", 40 ár.
The band played at the Summer Festival for the first time in 2005, and that was the band's major comeback, as they had been somewhat forgotten and were essentially less active in playing live.
article_dagur_translated
Bólkurin spældi fyrstu ferð á Summar Festivalinum í 2005, og tað varð stóra endurreisnin hjá bólkinum, sum var nakað gloymdur, og í grundini var meira ella minni givin at spæla live.
The 2005 performance was unexpectedly good, and the reception was better than anyone had expected.
article_dagur_translated
Framførslan í 2005 var óvæntað góð, og móttøkan var betur, enn nakar hevði væntað.
Dynamit had made a comeback, and the band then became bigger than it had ever been before.
article_dagur_translated
Dynamit hevði gjørt comeback, og bólkurin gjørdist eftir hetta størri, enn hann nakrantíð áður hevði verið.
Dynamit has regularly played at the Summer Festival, and there have been memorable concerts.
article_dagur_translated
Dynamit hevur regluliga spælt á Summar Festivalinum, og tað hava verið minniligar konsertir.
Few or no bands manage like Dynamit to bring life to Vágsbø.
article_dagur_translated
Fáir ella eingir bólkar megna sum Dynamit at fáa lív í Vágsbø.
And this year—20 years after the first performance at the Summer Festival—there will again be a chance to experience Dynamit on the big stage at Vágsbø.
article_dagur_translated
Og í ár – 20 ár eftir fyrstu framførsluna á Summar Festivalinum – verður aftur møguleiki at uppliva Dynamit á stóra pallinum á Vágsbø.