en stringlengths 1 10.6k | source stringclasses 4
values | fo stringlengths 1 10.3k |
|---|---|---|
It has visited Jamaica, Cuba and Cozumel in Mexico on its way to New York. | article_dagur_translated | Tað hevur vitjað í Jamaika, Kuba og Cozumel í Meksiko á veg til New York. |
The ship was scheduled to participate in the Tall Ships Races, which this year start in Le Havre on July 6 and visit Dunkirk, Aberdeen and Kristiansand before finishing in Esbjerg on August 8. | article_dagur_translated | Skipið skuldi eftir ætlan luttaka í Tall Ships Races, sum í ár byrjar í Le Havre 6. juli og vitjar í Dunkirk, Aberdeen og Kristiansand áðrenn tað endar í Esbjerg 8. august. |
The Brooklyn Bridge, which connects Brooklyn with Manhattan, was opened in 1883 — it was not damaged by the collision. | article_dagur_translated | Brooklyn brúgvin, sum bindur Brooklyn við Manhattan varð tikin í brúk í 1883 – hon hevur ikki fingið skaða av samanstoytinum. |
Traffic over the bridge was closed for 40 minutes. | article_dagur_translated | Ferðslan um brúnna varð stongd í 40 minuttir. |
She did what people wanted and hoped for, especially in Denmark: Sissal Jóhanna Norðberg Niclasen sang her way into the Eurovision final. | article_dagur_translated | Hon gjørdi tað, sum man vildi og vónaði í serliga Danmark: Sissal Jóhanna Norðberg Niclasen sang seg í Eurovision-finaluna. |
Denmark had not made it past the semifinal for five years in a row, but then the Faroese singer arrived. | article_dagur_translated | Danmark var ikki komið framvið hálvfinaluna fimm ár á rað, men so kom føroyska songkvinnan. |
In the interview above Sissal also confirms that she is very happy with her performance on the big stage at St. Jakobshalle. | article_dagur_translated | Í samrøðuni omanfyri staðfestir Sissal eisini, at hon er ógvuliga fegin um sína framførslu á stóra pallinum í St. Jakobshalle. |
That went well for Denmark, | article_dagur_translated | Tað fekk fínt hjá Danmark, |
but it came as a shock to Sissal, the audience — and probably many others — that "Hallucination" received only two points in total from the viewers. | article_dagur_translated | , men tað kom sum ein skelkur fyri Sissal, salin - og helst heilt nógv onnur - at Hallucination bert fekk samanlagt tvey stig frá hyggjarunum. |
Sissal otherwise received, | article_dagur_translated | Sisal fekk annars |
and she was not bitter about it afterwards. | article_dagur_translated | , og var hon ikki beisk um tað aftaná. |
She also did not receive such harsh treatment in the Danish media — overall the Faroese contestant has been a pleasant and fresh contribution to the song contest. | article_dagur_translated | Hon fekk heldur ikki so harða viðgerð í donsku miðlunum - sum heild hevur føroyingurin verið eitt jaligt og frískt íkast til sangkappingina. |
In an interview with Danish media last night Sissal also confirmed that she is rather tired now, and that it will be good to return to everyday life. | article_dagur_translated | Í viðtalu við danskar miðlar í gjárkvøldið staðfesti Sissal eisini, at hon er heldur troytt nú, og at tað verður gott at koma aftur til gerandisdagin. |
The plan is to finish her teacher education and also to make a lot of music. | article_dagur_translated | Ætlanin er at gera læraraútbúgvingina lidna og so eisini gera nógvan tónleik. |
At the end of May a boat was added to the well-regarded Boat and Art Museum in Leirvík, writes the website of Eysturkommuna. | article_dagur_translated | Síðst í mai legst ein bátur afturat vælumtókta Báta- og listasavninum í Leirvík, skrivar heimasíðan hjá Eysturkommunu. |
The boat is Hvanngarðurin, which is believed to be the Faroe Islands' oldest rowing boat. | article_dagur_translated | Talan er um bátin Hvanngarðurin, sum væntandi er Føroya elsti róðrarbátur. |
Hvanngarðurin has served as a cargo and whale-drive boat for people from Syðrugøta, and was built around 1830 or shortly thereafter. | article_dagur_translated | Hvanngarðurin hevur verið farma- og grindabátur hjá syðrugøtumonnum, og er smíðaður um ár 1830 ella stutt aftaná. |
Hvanngarðurin has been well preserved in various museums in Oslo, but will begin its journey home next week. | article_dagur_translated | Hvanngarðurin hevur staðið væl vardur á ymiskum søvnum í Oslo, men byrjar í næstu viku heimferð sína. |
The boat is a ten-person vessel, and such large boats have not been widely used for deep-sea fishing but rather as cargo and whale-drive boats. | article_dagur_translated | Báturin er eitt tíggjumannafar og slíkir stórir bátar hava ikki verðið brúktir stórvegis til útróður, men heldur sum farma- og grindabátar. |
As a cargo boat Hvanngarðurin was mostly used for trips to Tórshavn, and as a whale-drive boat for drives north in Sundini. | article_dagur_translated | Sum farmabátur var Hvanngarðurin mest nýttur til Havnarferðir og sum grindabátur til grindir norðuri í Sundum. |
The boat was also used as a passenger boat from Skálafjørður, as it is believed to have been moored at Gøtueiði by Skálafjørður. | article_dagur_translated | Báturin var eisini nýttur sum ferðabátur av Skálafirði, nú hann væntandi stóð undir Gøtueiði við Skálafjørðin. |
That ten-person vessels were not very common is shown by a registration of all boats in the Faroe Islands that was made in 1903. | article_dagur_translated | At tíggjumannafør ikki hava verið heilt vanlig, sæst av einari skráseting av øllum bátum í Føroyum, ið varð gjørd í 1903. |
It shows that only 23 ten-person vessels, about 1.5 percent of the entire fleet, were registered, and of these only 10 were registered by year. | article_dagur_translated | Her sæst, at bara 23 tíggjumannafør, umleið 1,5 prosent af øllum flotanum, vóru skrásett og av hesum vóru bert 10 skrásett við árum. |
In connection with the arrival of the new boat in Eysturkommuna, there will be a public reception at the Boat and Art Museum on Ascension Day, May 29, from 3 PM. | article_dagur_translated | Í samband við at nýggi báturin kemur til Eysturkommunu, verður almenn móttøka á Báta- og listasavninum Krists himmalsferðardag, 29. mai, frá kl. 15. |
The boat will henceforth be displayed as part of the exhibition at the Boat and Art Museum in Leirvík, writes Eysturkommuna. | article_dagur_translated | Báturin verður framyvir at síggja sum partur av framsýningini á Báta- og listasavinum í Leirvík, skrivar Eysturkommuna. |
The Faroe Islands have membership in the UN agency UNESCO. | article_dagur_translated | Føroyar hava atlimaskap í ST-stovninum UNESCO. |
But why should we have that, and how should it be good and beneficial for us in the Faroe Islands? | article_dagur_translated | Men hví skulu vit hava tað, og hvussu skal tað vera gott og gagnligt fyri okkum í Føroyum? |
Tomorrow, Monday, May 19 at 3:00 PM, there will be a public meeting at Perlan in Tórshavn, where Kristina Christiansen from the National Museum will present and report on Faroese work related to world heritage. | article_dagur_translated | Í morgin, mánadagin 19. mai kl. 15, verður almennur fundur í Perluni í Havn, har Kristina Christiansen frá Tjóðsavninum leggur fyri, og greiðir frá føroyskum arbeiði í sambandi við heimsarv. |
Then Jean-Philippe Messier from Canada will speak; he is the founder and director of the Manicouagan-Uapishka Biosphere in Quebec. | article_dagur_translated | Síðani tosar Jean-Philippe Messier úr Kanada, sum er stovnari av og stjóri fyri Manicuagan-Uapishka Biosferuni í Quebec. |
He has extensive knowledge of and experience with UNESCO world heritage, biospheres, and geoparks. | article_dagur_translated | Hann hevur stóra vitan um og royndir frá UNESCO-heimsarv, biosferur og geoparkir. |
Jean-Philippe will explain how UNESCO has functioned as part of the process when a country or area organizes culture, nature, and heritage in accordance with international UNESCO frameworks. | article_dagur_translated | Jean-Philippe greiðir frá, hvussu UNESCO hevur virkað sum ein liður í tilgongdini, tá eitt land, ella øki, skipar mentan, náttúru og siðaarv í tráð við altjóða UNESCO-karmar. |
"One principle is always that the local location should have the decisive say," says Jean-Philippe Messier. | article_dagur_translated | “Ein grundsetningur er altíð, at lokala staðsetingin eigur avgerandi orðið,” sigur Jean-Philippe Messier. |
The event is relevant for people who are interested in both nature and culture. | article_dagur_translated | Tiltakið er viðkomandi fyri fólk, ið hava áhuga fyri bæði náttúru og mentan. |
Is it possible to preserve and at the same time utilize commercial opportunities locally? | article_dagur_translated | Ber til at varðveita og samstundis gagnnýta vinnuligar møguleikar á staðnum? |
A relevant topic is precisely how nature and culture can be organized within an international UNESCO framework, while the local authorities decide how this should essentially be arranged. | article_dagur_translated | Eitt viðkomandi evni er júst hetta, hvussu náttúra og mentan kunnu skipast í einum altjóða UNESCO-høpi, samstundis sum tað er tann lokali myndugleikin, ið ger av, hvussu hetta í grundini skal skipast. |
The meeting is public and free of charge. | article_dagur_translated | Fundurin er almennur og ókeypis. |
The event is organized by NORA. | article_dagur_translated | Tað er NORA, ið skipar fyri tiltakinum. |
Pope Leo XIV began today in his role as head of the Catholic Church. | article_dagur_translated | Leo XIV pávi er í dag byrjaður í starvi sínum sum ovasti fyri katólsku kirkjuna. |
This happened with an inauguration Mass in St. Peter's Basilica in Rome. | article_dagur_translated | Hetta hendi við eini vígslumessu í Pæturskirkjuni í Rom. |
Over 250,000 pilgrims, royals and several of the world's leaders attended the public inauguration Mass, writes Ritzau. | article_dagur_translated | Yvir 250.000 pílagrímar, kongalig og fleiri av heimsins leiðarum vóru við til almennu vígslumessuna, skrivar Ritzau. |
Among the guests is the American vice president, J.D. Vance. | article_dagur_translated | Millum gestirnar eru amerikanski varaforsetin, J.D. Vance. |
the Ukrainian president, Volodymyr Zelenskyy, the Canadian prime minister, Mark Carney, and many others. | article_dagur_translated | ukrainski forsetin, Volomydyr Zelenskyj, kanadiski forsætisráðharrin, Mark Carney, og nógv onnur. |
In photos from the celebration, Zelenskyy was seen greeting J.D. Vance and his wife, Usha Vance. | article_dagur_translated | Á myndum frá hátíðarhaldinum sást, at Zelensky heilsaði upp á J.D.Vance og konu hansara, Usha Vance. |
The Vatican also announced earlier today that the pope will later hold a private meeting with the Ukrainian president regarding the situation in Ukraine, writes Reuters. | article_dagur_translated | Vatikanið upplýsti eisini fyrr í dag, at pávin seinni fer at hava ein privatan fund við ukrainska forsetan um støðuna í Ukraina, skrivar Reuters. |
The pope arrived at the inauguration Mass in the special papal vehicle and greeted the crowd at St. Peter's Square. | article_dagur_translated | Pávin kom til vígslumessuna í serliga pávabilinum og heilsaði upp á fólkamongdina á Pætursplássinum. |
It is also tradition that the pope then enters St. Peter's Basilica together with the cardinals, where he receives two gifts that symbolize the papacy. | article_dagur_translated | Tað er eisini siðvenja, at pávin síðan gongur inn í Pæturskirkjuna saman við kardinalunum, har hann fær tvær gávur, sum ímynda pávastólin. |
The first gift is a special gold fisherman's ring named after Saint Peter, who was the first pope and a fisherman. | article_dagur_translated | Fyrra gávan er ein serligur fiskimannaringur í gulli, ið er uppkallaður eftir halgimenninum Pæturi, sum var tann fyrsti pávin og fiskimaður. |
The ring symbolizes the beginning and the end of the papal office. | article_dagur_translated | Ringurin ímyndar byrjanina og endan á pávaliga embætinum. |
The other gift is a woolen pallium that symbolizes the pope's role as shepherd. | article_dagur_translated | Hin gávan er eitt klæði í lambsull, sum ímyndar leiklut pávans sum hirði. |
Pope Leo was born in Chicago, USA, and is therefore the first American pope ever. | article_dagur_translated | Leo pávi er føddur í Chicago í USA, og er sostatt fyrsti amerikanski pávi nakrantíð. |
He is 69 years old and his civil name is Robert Francis Prevost. | article_dagur_translated | Hann er 69 ára gamal og borgarliga navn hansara er Robert Francis Prevost. |
Today he officially takes the name after Pope Francis, who died on April 21. | article_dagur_translated | Hann yvirtekur í dag alment heitið eftir Frans páva, sum doyði 21. apríl. |
It was on May 8 that St. Peter's Basilica announced who the new pope is. | article_dagur_translated | Tað var 8. mai, at Pæturskirkjan boðaði frá, hvør nýggi pávin er. |
Shortly after, Pope Leo gave a thank-you speech in which he among other things spoke about the Christian faith as something that can bring people together. | article_dagur_translated | Stutt eftir helt Leo pávi eina takkarrøðu, har hann millum annað tosaði um kristnitrúnna sum nakað, ið kann føra fólk saman. |
Pope Leo is considered to be more center-seeking than Pope Francis was, who was otherwise regarded as an enterprising, progressive pope. | article_dagur_translated | Leo pávi verður hildin at vera meira søkjandi móti miðjuni, enn Frans pávi var, ið annars var mettur at vera ein framtakshugaður, progressivur, pávi. |
Today he said in his homily at the Mass that, according to him, there is still too much unrest in the world. | article_dagur_translated | Í dag tosaði hann í prædiku sínu á messuni um, hvussu tað, sambært honum, framvegis er ov stórur ófriður í heiminum. |
"In our time there is still too much discord, too many wounds caused by hatred, cruelty, prejudice, fear of difference and economic patterns (paradigms) that exploit the earth's resources and disregard the poorest," the pope said, according to AFP. | article_dagur_translated | - Í okkara tíð er framvegis ov stór ósemja, ov nógv sár orsaka av haturi, harðskapi, fordómum, ótta fyri ymiskleika og búskaparlig mynstur (paradigme), ið gagnnýta jarðarinnar tilfeingi og tillítisgera tey fátækastu, segði pávin, sambært AFP. |
Pope Leo has previously said that he is against female priests and that marriage is "a strong bond between a man and a woman." | article_dagur_translated | Leo pávi hevur fyrr sagt, at hann er ímóti kvinnuligum prestum og at hjúnalagið er “eitt sterkt samband millum mann og kvinnu”. |
He has also commented on migration and in that connection spoken out against the policies of the Trump administration in the USA. | article_dagur_translated | Hann hevur eisini úttalað seg um fólkaflyting og í hesum sambandi talað ímóti politikkinum hjá Trump-umsitingini í USA. |
Pope Leo has been an archbishop in Peru and served as a priest in his hometown, Chicago. | article_dagur_translated | Leo pávi hevur verið erkabiskupur í Peru og verið prestur í heimbýnum, Chicago. |
In 2023 he was appointed cardinal by then–Pope Francis. | article_dagur_translated | Í 2023 varð hann tilnevndur kardinalur av táverandi Frans páva. |
Yesterday afternoon two civilian helicopters collided in the airspace over the town of Eura in western Finland, just south of Björneborg (Pori). | article_dagur_translated | Seinnapartin í gjár rendu tvær sivilar tyrlur saman í loftrúminum yvir býin Eura har vestri í Finnlandi, skamt sunnan fyri Björneborg ella Pori. |
All on board the helicopters, five in total, died, the Finnish authorities report. | article_dagur_translated | Øll umborð á tyrlunum, fimm í dali, doyðu, upplýsa finsku myndugleikarnir. |
Today the police and the Finnish accident investigation board held a joint news conference, where they gave more details about the accident. | article_dagur_translated | Í dag hevði løgreglan og finska vanlukkunevndin saman við øðrum tíðindafunt, har tey greiddu nærri frá vanlukkuni |
The helicopters had come from Tallinn in Estonia and were on their way to an airshow in Kokemäki when they collided. | article_dagur_translated | Tyrlurnar komu úr Tallinn í Estlandi og vóru á veg til eitt flogtiltak í Kokemäki, tá tær rendu saman. |
Fire broke out in one of the helicopters when it crashed, the rescue service reports. | article_dagur_translated | Eldur kom í aðra dyrluna tá hon datt niður, upplýsir bjargingartænastan. |
They were small Robinson R44 helicopters with room for four people. | article_dagur_translated | Talan var um smáar tyrlur av slagnum Robinson RR við pláss fyri fýra fólkum. |
One helicopter was registered in Estonia, the other in Austria. | article_dagur_translated | Onnur tyrlan var skrásett heimahoyrandi í Estlandi, hin í Eysturríki. |
The Finnish broadcaster reports, citing Estonian media, that the people on board the helicopters were Estonian businesspeople. | article_dagur_translated | Finska kringvarpið skrivar frá estiskum miðlum, at fólkini umborð á tyrlunum vóru estisk vinnulívsfólk. |
Rescue personnel who arrived at the crash site were able to immediately confirm that all people on board had died. | article_dagur_translated | Bjargingarfólk, sum komu á vanlukkustaðið kundu beinanvegin staðfesta, at øll fólkini umborð høvdu latið lív. |
The cause of the accident is not known. | article_dagur_translated | Orsøkin til vanlukkuna er ikki kend. |
The police and the accident board continue to investigate the causes of the accident, NRK reports. | article_dagur_translated | Løgreglan og skaðanevndin heldur fram við at finna fram til orsøkirnar til vanlukkuna, skrivar NRK. |
It has been an extremely peaceful 24-hour period, confirms the duty officer at the police station in Tórshavn this morning. | article_dagur_translated | Tað hevur verið eitt ógvuliga friðarligt samdøgur, staðfestir vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn í morgun. |
In the good weather last night someone saw a pod of pilot whales in the northern area. | article_dagur_translated | Í góðveðrinum í gjárkvøldið sá onkur grind í Norðurøkinum. |
This is reported to be about 500 meters from Hvannasund — near where the cave mouth emerges. | article_dagur_translated | Hetta verður skýrt at vera eini 500 metrar úr Hvannasundi - tætt við har bergholið kemur út. |
The district sheriff received the reports, but Jacob Vestergaard and his team chose not to do anything about it. | article_dagur_translated | Sýslumaðurin fekk boðini, men Jacob Vestergaard og toymi valdu einki at gera við hetta. |
The reason was that these were porpoises and some rather unusual type of porpoise. | article_dagur_translated | Orsøkin var, at talan var um springarar og okkurt heldur serstakt slag av springarum. |
The police cannot say how large the group was. | article_dagur_translated | Løgreglan veit ikki at siga, hvussu stóran bólk talan var um. |
But it was therefore not held onto. | article_dagur_translated | Men hann varð so ikki hildin til. |
The Culture Night in Tvøroyri, on Friday, May 30, has secured serious energy on the main music stage. | article_dagur_translated | Mentanarnáttin á Tvøroyri, fríggjadagin 30. mai, hevur tryggjað sær alvorligan futt í á stóra tónleikapallinum. |
The band Anfinn & Co, led by the lively and entertaining Klaksvík native Anfinn Nielsen, will be one of the names at Culture Night. | article_dagur_translated | Bólkurin Anfinn & Co, við lívliga og festliga klaksvíkinginum Anfinn Nielsen á odda, verður eitt av nøvnunum á Mentanarnáttini. |
With him Anfinn has a talented group of musicians, which among others includes the lineup from the former Hjarnar, with Karl Martin Samuelsen. | article_dagur_translated | Við sær hevur Anfinn ein dugnaligan bólk av tónleikarum, ið m.a. telur manningina frá gamla Hjarnar, við Karl Martin Samuelsen. |
The songs are good, catchy, and well known among most Faroese people. | article_dagur_translated | Løgini eru góð, fangandi og væl kend millum føroyingar flest. |
Who does not know "Sirkus Tinganes", "Mítt hjarta pumpar fyri tær" (My heart pumps for you), "Gubbi og eg" (Grandfather and I), and "Í skúrið" (In the shed)? | article_dagur_translated | Hvør kennur ikki ”Sirkus Tinganes”, ”Mítt hjarta pumpar fyri tær”, ”Gubbi og eg” og ”Í skúrið”? |
With the lineup from Hjarnar, it is also possible that some of their songs will be heard. | article_dagur_translated | Við manningini úr Hjarnum, kann eisini hugsast at okkurt av teirra løgum verða at hoyra. |
On Saturday, May 17 at 14:00, there will be a public reception for the newly refurbished rescue boat, Rescue Lív, in Vágsbotn. | article_dagur_translated | Leygardagin 17. mai klokkan 14, verður almenn móttøka fyri nýumvælda bjargingarbátinum, Rescue Lív, í Vágsbotni. |
Rescue Lív will be returned to readiness after having been at the SwedeShip factory in Sweden for the past one and a half years. | article_dagur_translated | Rescue Lív verður tikin aftur í tilbúgvingina eftir at hava verið á verksmiðju hjá SwedeShip í Svøríki síðsta hálva annað árið. |
There will be an opportunity to see the new boat, meet the crew, and view a lot of exciting equipment. | article_dagur_translated | Høvi verður at síggja nýggja bátin, at hitta manning og at síggja nógva spennandi útgerð. |
Units from the rescue companies around the Faroe Islands will also participate, announces the National Association for Rescue Companies. | article_dagur_translated | Eindir frá bjargingarfeløgunum runt Føroyar luttaka eisini, boðar Landsfelagið fyri Bjargingarfeløgini frá. |
The American president, Donald Trump, who is visiting Qatar, now says that it is possible that he can be present at the peace talks in Istanbul on Friday if real progress is made in the negotiations on peace in Ukraine. | article_dagur_translated | Amerikanski forsetin, Donald Trump, sum er á vitjan í Katar, sigur nú, at tað er møguleikki fyri, at hann kann vera til staðar til friðarsamráðingarnar í Istanbul fríggjadagin, um veruligt glið kemur á samráðingarnar um frið í Ukraina. |
Today negotiations between Ukraine and Russia begin in the Turkish metropolis on the Bosporus Strait. | article_dagur_translated | Í dag byrja samráðingar millum Ukraina og Russland í Turkiska stórbýnum við Bosporus sundið. |
The announcement from Trump came roughly at the same time as Russia announced its negotiation delegation without the participation of President Vladimir Putin. | article_dagur_translated | Fráboðanin frá Trump kom nøkulunda samstundis sum Russland boðaði frá sínari samráðingarnevnd uttan luttøku av Vladimir Putin, forseta. |
Included in the Russian delegation are Vladimir Medinsky, who is the president's close aide, Deputy Foreign Minister Mikhail Galuzin, and Alexander Fomin, who is the Deputy Defense Minister. | article_dagur_translated | Við í russisku sendinevndini verða Vladimir Medinskij, sum er næsti maður forsetans, varauttanríkisráðharrin, Mikhail Galuzin, og Alexander Fomin, sum er varaverjumálaráðharri. |
At the same time the Ukrainian president, Volodymyr Zelensky, has gone to the Turkish capital, Ankara, east of Istanbul, to meet the Turkish president, Recep Tayyip Erdogan. | article_dagur_translated | Um somu tíð er ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, farin til turkiska høvuðsstaðin, Ankara, eystan fyri Istanbul, at hitta turkiska forsetan, Recep Tayyip Erdogan. |
The American Secretary of State, Marco Rubio, is currently located in Antalya in southern Turkey, where a NATO meeting is taking place with the participation of, among others, Secretary General Mark Rutte and the foreign ministers of Latvia, Estonia, and Germany, writes yle.fi. | article_dagur_translated | Amerikanski uttanríkisráðharrin, Marco Rubio, er í løtuni staddur í Antalya, har suðuri í Turkalandi, har Nato-fundur er við luttøku av í hvussu so er Mark Rutte, aðalskrivara, og uttanríkisráðharrunum úr Lettlandi, Estlandi og Týsklandi, skrivar yle.fi. |
The betting companies are building up excitement as Sissal Jóhanna Norðberg Niclasen from Tórshavn takes the stage in the second Eurovision semi-final tonight. | article_dagur_translated | Veddingarfyritøkurnar leggja upp til spenning, tá Sissal Jóhanna Norðberg Niclasen úr Havn fer á pallin í seinna undanumfarinum í Eurovision í kvøld. |
If you bet that Denmark and Sissal will make the final, you get 2.5 times your stake back. | article_dagur_translated | Setur tú pengarnar á, at Danmark og Sissal koma í finaluna, fært tú tað 2,5 faldað aftur. |
On the other hand, it returns 1.5 times the money if Denmark does not advance. | article_dagur_translated | Hinvegin gevur tað 1,5 ferðir pengarnar aftur, um Danmark ikki kemur víðari. |
In other words, that means we estimate it to be a 50-50 chance whether we advance or not. | article_dagur_translated | - Við øðrum orðum vil tað siga, at vit meta tað vera 50-50 møguleika fyri, um vit koma víðari ella ikki. |
So it looks likely to be a thriller tonight, says Peter Emmike from Danske Spil. | article_dagur_translated | So nógv bendir á ein gysara í kvøld, sigur Peter Emmike frá Danske Spil |
Subsets and Splits
No community queries yet
The top public SQL queries from the community will appear here once available.