en stringlengths 1 10.6k | source stringclasses 4
values | fo stringlengths 1 10.3k |
|---|---|---|
Each year, a panel selects 20 individuals under 30 who are regarded as potential future leaders within the industry. | article_dagur_translated | Hvørt ár velur ein nevnd 20 einstaklingar undir 30 ár, sum verða sæddir sum møguligir framtíðar leiðarar innan ídnaðin. |
These winners are honored at the by:Larm Festival – a very important celebration for the Nordic music industry, held in Oslo, Norway. | article_dagur_translated | Hesir vinnarar verða heiðraðir á by:Larm Festivalinum – eitt sera týdningarmikið hátíðarhald fyri norðurlendska tónleikaídnaðin, sum verður hildið í Oslo í Noregi. |
This year's festival will be on September 11. | article_dagur_translated | Festivalurin í ár verður 11. september. |
This year's winners in Nordic Music Biz Top 20 Under 30 for 2025 were chosen based on various assessments, including: growth in their activities, the direction and trajectory of their music careers, industry recognition, recent impact on the music industry, artistic development and innovation, concert revenues, sales, ... | article_dagur_translated | Ársins vinnarar í Nordic Music Biz Top 20 Under 30 í 2025 eru valdir við støði í ymiskum metingum, ið fevna um: vøkstur í virksemi teirra, kós og ferð á tónleikalívsleið teirra, viðurkenningina í ídnaðinum, ávirkan á tónleikaídnaðin seinastu tíðina, listarligu menning og nýhugsan teirra, konsertinntøkur, sølu, stroymin... |
Faroese Dania O. Tausen is among this year's winners. | article_dagur_translated | Føroyska Dania O. Tausen er at finna millum ársins vinnarar. |
In its justification, the panel expresses itself about Dania as follows: | article_dagur_translated | Í grundgevingini orðar nevndin seg soleiðis um Daniu: |
Dania O. Tausen is an outstanding entrepreneurial force in the Faroese music environment – especially behind the scenes. | article_dagur_translated | Dania O. Tausen er ein framúrskarandi framtaksmegi í føroyska tónleikaumhvørvinum – serliga handan leiktjøldini. |
Since she became part of the independent record label Tutl in 2019, she has taken on a key role in the company's operations. | article_dagur_translated | Síðani hon gjørdist partur av óhefta plátufelagnum Tutl í 2019, hevur hon fingið ein lyklaleiklut í virkseminum hjá felagnum. |
She began as an assistant but quickly demonstrated particular talents in administrative and coordinating work. | article_dagur_translated | Hon byrjaði sum hjálparfólk, men vísti skjótt serligar gávur innan fyrisitingarligt og samskipandi arbeiði. |
Therefore Dania has now become an indispensable part of the company. | article_dagur_translated | Tí er Dania nú vorðin ein ómissandi partur av fyritøkuni. |
Her responsibilities include answering inquiries from musicians, drafting contracts, overseeing the production of physical music releases, and managing the weekly digital distribution of all Tutl releases. | article_dagur_translated | Ábyrgd hennara fevnir um at svara fyrispurningum frá tónlistafólkum, at skriva sáttmálar, at hava eftirlit við framleiðsluni av fysiskum tónleikaútgávum og at umsita ta vikuligu talgildu útbreiðsluna av øllum útgávunum hjá Tutl. |
This work is essential for the company to reach as far out into the world as possible. | article_dagur_translated | Eitt arbeiði, ið er alneyðugt fyri, at felagið skal røkka so langt út í heim sum gjørligt. |
In addition, she also works on marketing and release events, and has become the in-house graphic designer. | article_dagur_translated | Umframt hetta arbeiðir hon eisini við marknaðarførslu og útgávutiltøkum, og er vorðin in-house grafiskur sniðgevi. |
Her meticulous work style, efficiency, and passionate interest make her indispensable both for the company and for the Faroese music environment as a whole. | article_dagur_translated | Hennara neyva arbeiðslag, effektivitetur og brennandi áhugi gera hana ómissandi bæði fyri felagið og fyri føroyska tónleikaumhvørvið sum heild. |
Dania also represents Tutl and Faroese musicians abroad and has participated in events such as Tallinn Music Week, Eurosonic, The Great Escape, Reykjavík Airwaves, Arctic Sounds and others, where she has helped to connect the Faroese music scene with the international music industry. | article_dagur_translated | Dania umboðar eisini Tutl og føroysk tónlistafólk í útheiminum, og hevur luttikið á tiltøkum sum Tallinn Music Week, Eurosonic, The Great Escape, Reykjavík Airwaves, Arctic Sounds og øðrum, har hon hevur verið við til at knýta sambond millum føroyska tónleikapallin og altjóða tónleikavinnuna. |
Furthermore, she is personally a loyal and enthusiastic supporter of the live music scene in the Faroe Islands. | article_dagur_translated | Harumframt er hon eisini persónliga ein hollur og eldhugaður stuðul hjá live tónleikapallinum í Føroyum. |
In her hometown of Toftir, she took the initiative for the new venue Blómuhúsið because she understood the importance of supporting live music in a small community. | article_dagur_translated | Í heimbygd síni, Toftir, tók hon stig til nýggja spælistaðið Blómuhúsið, tí hon skilti týdningin av at stuðla livandi tónleiki í einum lítlum samfelag. |
From 2020 to 2023 she also served on the board of the Tórshavn Jazz Association, where she helped develop the Faroese jazz environment and was involved in coordinating, finding, and arranging music for the Vetrarjazz jazz festival. | article_dagur_translated | Frá 2020 til 2023 sat hon eisini í nevndini í Havnar Jazzfelag, har hon var við til at menna føroyska jazzumhvørvið, og var við til at samskipa, finna og gera avtalur um tónleik til jazzfestivalin Vetrarjazz. |
Besides her professional activities, Dania is a bold and highly respected interdisciplinary artist. | article_dagur_translated | Umframt sítt vinnuliga virksemi er Dania eitt djarvt og høgt virðismett tvørlistarligt listafólk. |
As a poet, songwriter, and producer she is known for addressing themes such as faith, doubt, identity and language, always performed with honesty and in an entertaining spirit. | article_dagur_translated | Sum yrkjari, sangskrivari og framleiðari er hon kend fyri at viðgera evni sum trúgv, iva, samleika og mál, altíð framført við falsloysi og í einum skemtingarsomum anda. |
Her first poetry collection and documentary SKÁL sparked debate in the Faroe Islands, and her full-length releases gonguteigatúnatos (2021) and ja/nei – og restin av vikuni (2023) have received good reviews; the latter won the Album of the Year award at the FMA – Faroese Music Awards. | article_dagur_translated | Hennara fyrsta yrkingasavn og heimildarfilmur SKÁL setti kjak í gongd í Føroyum, og hennara heildarútgávur gonguteigatúnatos (2021) og ja/nei – og restin av vikuni (2023) hava fingið góð ummæli; tann seinna vann heiðurin Ársins Heildarútgáva á FMA – Faroese Music Awards. |
Dania performs both solo, with the a cappella jazz trio SWAY and with the hip hop group Aggrasoppar, where she offers audiences high-quality art with very relevant content expressed in a rich language that reflects contemporary Faroese identity in all its complex diversity. | article_dagur_translated | Dania framførir bæði einsamøll, við a’capella jazztrio’ini SWAY og við hip hop-bólkinum Aggrasoppar, har hon bjóðar áhoyrarum list á høgum støði, við sera viðkomandi innihaldi orðað á einum ríkum máli, ið speglar nútíðarinnar føroyska samleika í øllum sínum samansetta fjølbroytni. |
With her unique combination of administrative strength, creative vision, and social determination, Dania O. Tausen is a genuine leader on the rise within Nordic music. | article_dagur_translated | Við sínum sjáldsama samanspæli av fyrisitingarligari styrki, skapandi visjón og samfelagsligum ágrýtni er Dania O. Tausen ein veruligur leiðari á veg fram innan norðurlendskan tónleik. |
Last year the Faroese winner was Fríði Djurhuus, and the year before that the Faroese winner was Marianna Winther Nagata. | article_dagur_translated | Í fjør var føroyski vinnarin Fríði Djurhuus, og árið fyri var føroyski vinnarin Marianna Winther Nagata. |
This morning the cruise ship Seabourn Venture berthed in Vágur harbor. | article_dagur_translated | Í morgun legði ferðamannaskipið Seabourn Venture at í Vágs havn. |
The ship of Seabourn Cruise Line, which was built in 2022, is 172 meters long and is the largest cruise ship ever to have visited Vágur, writes the municipality of Vágur. | article_dagur_translated | Skipið hjá Seabourn Cruise Line, sum varð bygt í 2022, er 172 metrar langt og er tað størsta ferðamannaskipið, sum nakrantíð hevur vitjað í Vági, skrivar Vágs kommuna. |
The ship has 232 passengers on board, in addition to a crew numbering over 200. | article_dagur_translated | Skipið hevur 232 ferðafólk umborð, umframt eina manning, sum telur yvir 200. |
Most of the passengers come from the USA. | article_dagur_translated | Flestu ferðafólkini koma úr USA. |
The passengers will go on excursions that visit various sites in Vágur, as well as natural landmarks around Vágur and on Suðuroy. | article_dagur_translated | Ferðafólkini fara á útferðir, har vitjað verður ymsa staðni í Vági, umframt náttúrumerkisstaðir kring Vág og í Suðuroynni. |
On Wednesday the Iranian parliament approved a proposal to stop current cooperation with the IAEA, the UN's nuclear agency, and the proposal has now been finally approved by Iran's Guardian Council and is therefore binding. | article_dagur_translated | Mikudagin samtykti iranska tjóðartingið eitt uppskot um at steðga núverandi samstarv við IAEA, sum kjarnorkustovnurin hjá ST, og uppskotið er nú endaliga góðkent av iranska Varðmannaráðnum og er harvið bindandi. |
This says the Iranian foreign minister, Abbas Araghchi. | article_dagur_translated | Tað sigur iranski uttanríkismálaráðharrin, Abbas Araghchi. |
"The law that was approved by the parliament and ratified by the Guardian Council is binding on our side, and there is no doubt that it will be implemented," he says according to Ritzau. | article_dagur_translated | – Lógin, sum varð samtykt av tjóðartinginum, og sum varð góðkend av Varðmannaráðnum er bindandi á okkara síðu, og er eingin ivi um, at hon verður sett í gildi, sigur hann sambært Ritzau. |
On Wednesday it was reported that the proposal to stop all cooperation with the IAEA was to be considered by Iran's security council, but the foreign minister does not mention this. | article_dagur_translated | Mikudagin varð sagt, at uppskotið um at steðga øllum samstarvi við IAEA skuldi viðgerast í iranska trygdarráðnum, men hetta nevnir uttanríkismálaráðharrin ikki. |
Araghchi says that cooperation with the IAEA will now be different. | article_dagur_translated | Araghchi sigur, at samstarvið við IAEA nú verður øðrvísi. |
He does not, however, explain in more detail what this means. | article_dagur_translated | Hvat hetta merkir, greiðir hann tó ikki nærri frá. |
One hundred seventy-eight countries cooperate with the IAEA, which aims to prevent the spread of nuclear weapons worldwide and to ensure that nuclear energy is used safely. | article_dagur_translated | 178 lond samstarva við IAEA, sum hevur til endamáls at forða fyri útbreiðslu av kjarnorkuvápnum í heiminum og tryggja, at kjarnorka verður nýtt á ein tryggan hátt. |
When Israel attacked Iran on June 13 the justification was that Iran had attempted to develop nuclear weapons. | article_dagur_translated | Tá Ísrael leyp á Iran 13. juni var grundgevingin, at Iran royndi at metta kjarnorkuvápn. |
Iran has, however, denied this. | article_dagur_translated | Hesum hevur Iran tó víst aftur. |
Since then there have been several attacks between the countries, until an agreement on a ceasefire was reached on Tuesday. | article_dagur_translated | Síðani hava fleiri álop verið millum londini, inntil avtala varð gjørd um vápnahvíld týsdagin. |
The Nordic Council has today announced who are nominated for the Nordic Council Environment Prize 2025, and the Faroese Hugla is among the nominees. | article_dagur_translated | Norðurlandaráðið hevur í dag kunngjørt, hvørji eru tilnevnd umhvørvisvirðisløn Norðurlandaráðsins 2025, og føroyska Hugla er millum tey tilnevndu. |
– The interest organization Hugla is being nominated for its work to reduce waste and promote sustainability through pedagogical practice. | article_dagur_translated | – Áhugafelagið Hugla verður tilnevnt fyri sítt arbeiði við at minka um burturkast og fremja burðardygd gjøgnum pedagogiska praksis. |
They do this by getting children and adults at schools and institutions to participate in creative reuse projects where waste is transformed into art, among other things, states the justification. | article_dagur_translated | Tað gera tey við at fáa børn og vaksin á skúlum og stovnum at luttaka í skapandi endurnýtsluverkætlanum, har burturkast verður umskapað til list, stendur m.a. í grundgevingini. |
Hugla teaches children to value resources, take responsibility for nature and see possibilities in what others see as waste, and this can inspire actors in other countries, it is said. | article_dagur_translated | Hugla lærir børn at virðismeta tilfeingi, taka ábyrgd fyri náttúruni og síggja møguleikar í tí, sum onnur síggja sum burturkast, og hetta kann geva aktørum í øðrum londum íblástur, verður sagt. |
The winner will be publicly announced on October 21, and on October 28 the prize of 300,000 Danish kroner will be presented in Stockholm. | article_dagur_translated | Vinnarin verður almannakunngjørdur 21. oktober, og 28. oktober verður virðislønin á 300.000 danskar krónur handað í Stockholm. |
We do not control the weather, and on Saturday evening it is announced that there will be so much wind that it is not considered advisable to hold the festival in Vágsbotn. | article_dagur_translated | Veðrinum ráða vit ikki yvir, og leygarkvøldið verður boðað frá so mikið nógvum vindi, at tað ikki verður mett ráðiligt at hava festival í Vágsbotni. |
Since the announcement people have prepared an indoor edition of Voxbotn at Tjarnir. | article_dagur_translated | Síðan fráboðanina hava fólk fyrireikað eina innandura útgávu av Voxbotn við Tjarnir. |
This is the first time that 4,500 people have been gathered indoors in the Faroe Islands, but the facilities at Tjarnir are good and the programme is the same as before. | article_dagur_translated | Hetta er fyrstu ferð at 4500 fólk eru savnaði innandura í Føroyum, men umstøðurnar við Tjarnir eru góðar og skráin er tann sama sum áður. |
- Both stages are set up, and now the bars and food stalls are being arranged. | article_dagur_translated | - Báðir pallarnir eru komnir upp, og nú verða barrirnar og matstøðini riggaði til. |
The Minds of 99 and the other musicians have landed, so now it is starting to take shape, says Rúni Djurhuus, one of the organizers of Voxbotn. | article_dagur_translated | Minds of 99 og hinir tónleikararnir eru lendir, so nú byrjar at líkjast, sigur Rúni Djurhuus, ein av fyriskiparunum av Voxbotn. |
He explains that it is organized so buses run between Steinatún and Tjarnir every half hour. | article_dagur_translated | Hann greiðir frá, at skipað er at bussar koyra millum Steinatún og Tjarnir hálvan hvønn tíma. |
Buses will start running from Steinatún already at 14:30 and buses from Tjarnir will depart from 17:00. | article_dagur_translated | Byrjað verður at koyra úr Steinatúni longu kl. 14:30 og bussar frá Tjarnir koyra frá klokkan 17. |
It is advised to arrive in good time. | article_dagur_translated | Mælt verður at koma í góðari tíð. |
The headliner "The Minds of 99" plays at 19:00, and at that time the buses can be expected to be full. | article_dagur_translated | Høvuðsnavnið "The Minds of 99" spælir klokkan 19, og tá kann væntast at bussarnir eru fullir. |
The organizers also advise people to get wristbands at the information desk before they come down, so they avoid having to stand in the queue outside in Hoyvíkshagi. | article_dagur_translated | Eisini mæla fyriskipararnir fólki til at fáa armband uppá á Kunningarstovuni áðrenn tey koma niðan, so tey sleppa undan at standa í bíðirøð úti í Hoyvíkshaganum. |
Last week the Faroese Red Cross was handed 13,000 kroner by Skála School. | article_dagur_translated | Í farnu viku fekk Reyði Krossur Føroya handað 13.000 krónur frá Skála skúla. |
Skála School has for several years had a regular Red Cross day, where they organize a café, flea market and other sales to raise money for the Red Cross, and this year a full 13,000 kroner was raised, writes the Red Cross. | article_dagur_translated | Skála skúli hevur í nøkur ár havt ein fastan Reyða Kross dag, har tey hava skipað fyri kafé, loppumarknaði og aðrari sølu fyri at savna pengar inn til Reyða Kross, og í ár komu heilar 13.000 krónur inn, skrivar Reyði Krossur. |
Tórfinn Højgaard, vice chairman of the Red Cross, visited Skála School last week, where he was handed the gift card as well as a special shopping bag that the students themselves had sewn for the Red Cross's reuse program. | article_dagur_translated | Tórfinn Højgaard, næstformaður í Reyða Krossi var á gátt á Skála skúla í farnu viku, har hann fekk handað gávukortið, umframt eitt serligt innkeypsnet, sum næmingarnir sjálvir høvdu seymað til endurnýtsluna hjá Reyða Krossi. |
Vága Municipality has appointed Margaret L. Kjelnæs to the position of leader of Virkishúsið við Ánna. | article_dagur_translated | Vága kommuna hevur sett Margaret L. Kjelnæs í starv sum leiðari fyri Virkishúsið við Ánna. |
Margaret is 50 years old and a trained teacher/education specialist. | article_dagur_translated | Margaret er 50 ára gomul og útbúgvin námsfrøðingur. |
She has long experience in the children and youth sector and has for several years worked as a teacher/education specialist at various institutions in Vága Municipality. | article_dagur_translated | Hon hevur drúgvar royndir innan barna- og ungdómsøkið, og hevur í fleiri ár starvast sum námsfrøðingur á ymiskum stovnum í Vága kommunu. |
Margaret has worked at Virkishúsið since it opened, for the last two years as acting leader, and has therefore been a significant part of the development of Virkishúsið's activities since it was established. | article_dagur_translated | Margaret hevur starvast í Virkishúsinum frá tí tað lat upp, seinastu tvey árini, sum virkandi leiðari og hevur hon tískil verið ein týðandi partur av menningini av virkseminum í Virkishúsinum frá tað varð sett á stovn. |
Preventive work and working on relationships among children and young people are causes close to Margaret's heart. | article_dagur_translated | At arbeiða fyribyrgjandi og at arbeiða við relatiónum millum børnum og ungum eru hjartamál hjá Margaret. |
During the period Margaret has been acting leader, she has gained solid experience in leadership and administration. | article_dagur_translated | Tíðarskeiðið har Margaret hevur verið virkandi leiðari, hevur hon upparbeitt sær hollar royndir í leiðslu og fyrisiting. |
As a person, Margaret is calm and approachable, but also determined and responsible. | article_dagur_translated | Sum persónur er Margaret rólig og fyrikomandi, men eisini avgjørd og ábyrgdarfull. |
She has both professional and personal qualities that are important for fulfilling the leadership role at Virkishúsið. | article_dagur_translated | Hon hevur bæði fakligar og persónligar eginleikar, sum eru týðandi fyri at røkja leiðslustarvið í Virkishúsið. |
Margaret will be part of the leadership team for the children and youth sector in Vága Municipality and will play an active role in the development of the municipality's children and youth services. | article_dagur_translated | Margaret kemur at verða partur av leiðslutoyminum á barna- og ungdómsøkinum í Vága kommunu, og fer at hava ein virknan leiklut í menningini av barna- og ungdómsøkinum í kommununi. |
Margaret will begin in the position on July 1st. | article_dagur_translated | Margaret byrjar í starvinum tann 1. juli. |
Tomorrow, Saturday, the large music event Voxbotn will take place in the capital. | article_dagur_translated | Í morgin, leygardagin, verður stóra tónleikatiltakið Voxbotn í høvuðsstaðnum. |
The event, which has been held in Vágsbotn in Tórshavn since 2012, has been moved into the large hall at Tjarnir due to the bad weather forecast for the weekend. | article_dagur_translated | Tiltakið, sum síðan 2012 hevur verið í Vágsbotni í Havn, er flutt inn í stórhøllina við Tjarnir orsakað av ringa veðrinum, sum boðað verður frá um vikuskiftið. |
Now that the location has changed, bus service will be arranged between Steinatún and the large hall. | article_dagur_translated | Nú staðsetingin er broytt, verður skipað fyri busskoyring millum Steinatún og stórhøllina. |
"We offer everyone with a wristband free bus transport from Steinatún to the large hall at Tjarnir," the organizers write on Facebook. | article_dagur_translated | – Vit bjóða øllum við armbandi ókeypis busskoyring frá Steinatúni og til stórhøllina við Tjarnir, skriva fyriskiparar á Facebook. |
The buses run every half hour and on the hour. | article_dagur_translated | Bussarnir koyra hvønn hálvan og heilan tíma. |
A bus starts running from the large hall at 17:00 and then runs every half hour and on the hour until three o'clock. | article_dagur_translated | Bussur byrjar at koyra frá stórhøllini klokkan 17 og síðani verður koyrt hvønn hálvan og heilan tíma til klokkan trý. |
A bus starts running from Steinatún at 14:30, and then runs every half hour and on the hour until 23:30. | article_dagur_translated | Bussur byrjar at koyra úr Steinatúni klokkan 14.30, og síðan verður koyrt hvønn hálvan og heilan tíma til klokkan 23.30. |
Evy, Victoria and Paula á Lakjuni have all tried their hand at music — both on recordings and on stage — and now the sisters are coming together for a performance at the Summer Festival in August, organizers announce in a press release. | article_dagur_translated | Evy, Victoria og Paula á Lakjuni hava allar roynt seg við tónleiki – bæði á útgávum og á palli – og nú sameinast systrarnar til framførslu á Summar Festivalinum í august, boða fyriskiparar frá í tíðindaskrivi. |
Many know Victoria from the release of the song "Mary Did You Know", which came out in 2017. | article_dagur_translated | Victoriu kenna mong frá útgávuni av sanginum "Mary Did You Know", sum kom í 2017. |
Paula released the song "Noel" last year, and she was also one of the singers on the well-known song "Tað kundi verið eg". | article_dagur_translated | Paula gav í fjør út sangin "Noel", og hon var eisini ein av sangarunum á kenda sanginum "Tað kundi verið eg". |
Evy has played piano on released songs and for the sisters' performances. | article_dagur_translated | Evy hevur spælt klaver á útgivnum sangum og til framførslur hjá systrunum. |
Together with a band the sisters will give a concert at the Summer Festival, which will be held from August 7 to 9, where they will play a selection of Faroese and foreign songs. | article_dagur_translated | Saman við bólki fara systrarnar at hava konsert á Summar Festivalinum, sum verður hildin í døgunum frá 7. til 9. august, har tær fara at spæla eitt úrval av føroyskum og útlendskum sangum. |
Several traffic law violations were confirmed by the police during the past day. | article_dagur_translated | Fleiri brot á ferðslulógina eru staðfest av løgregluni hetta seinasta samdøgrið. |
Yesterday morning at about 9 o'clock a driver was caught overtaking in the Norðoyatunnilin, which is strictly prohibited in Faroese tunnels. | article_dagur_translated | Í gjáramorgunin um 9 tíðina var ein bilførari tikin fyri at yvirhála í Norðoyatunnlinum, slíkt er als ikki loyvt í føroysku tunnlunum. |
The driver received a fine of 1,500 kroner and had points deducted from their driving licence. | article_dagur_translated | Bilførarin fekk 1.500 krónur í bót og klipp í koyrikortið. |
Speed measurements were carried out around midday yesterday on Glyvursvegur in Argir, which is the road from the roundabout down to Hamarin. | article_dagur_translated | Ferðmátingar vórðu um middagsleitið í gjár gjørdar á Glyvursvegnum á Argjum, tað er vegurin frá rundkoyringini og niðan á Hamarin. |
Two drivers had points deducted from their licences for driving at 73 and 74 kilometres per hour. | article_dagur_translated | Tveir bilførarar fáa klipp í koyrikortið fyri at koyra 73 og 74 kilometrar um tíman. |
The maximum permitted speed there is 50 kilometres per hour. | article_dagur_translated | Mest loyvda ferð her er 50 kilometrar um tíman. |
Around 11 o'clock yesterday a neighbour of Norðurlandahúsið in Tórshavn phoned the police and reported their distress about cars illegally parked in the neighbourhood in connection with an event at Norðurlandahúsið. | article_dagur_translated | Um 11 tíðina í gjár ringdi onkur granni hjá Norðurlandahúsinum í Havn til løgregluna og klakaði sína neyð yver bilar, sum stóðu ólógliga parkeraðir í grannalagnum í sambandi við tiltak í Norðurlandahúsinum. |
The police went to the scene and confirmed that the problem was extensive and several places were inaccessible. | article_dagur_translated | Løgreglan fór at staðið og staðfesti, at trupulleikin var stórur, og fleiri staðni var ikki framkomandi. |
However, only four fines were placed under the windscreen wipers of the cars, although four times as many could have been issued, confirms the duty officer at the police station. | article_dagur_translated | Tó vórðu bert fýra bøtur lagdar undir viskarabløðini á bilunum, hóast tað ferfalda kundi verið skrivað, staðfestir vaktleiðarin á løgreglustøðini. |
In the afternoon a driver received a fine for driving on the pedestrian area. | article_dagur_translated | Seinnapartin fekk ein bilførari bót fyri at koyra uppi á gonguteiginum. |
It involved a driver who chose to drive partly on the pedestrian walkway to get ahead of the queue waiting for a green light at the traffic lights in Hoydalar. | article_dagur_translated | Talan var um ein bilførara, sum valdi at koyra lutvíst eftir gonguteiginum fyri at koma fram við bíðirøðini, ið bíðaði eftir grønum ljósi við ljóskurvarnar í Hoydølum. |
Such behaviour is not allowed. | article_dagur_translated | Slíkt er ikki loyvt. |
The walkways are for pedestrians, the duty officer states. | article_dagur_translated | Gongubreytirnar eru til tey gangandi, staðfestir vaktleiðarin. |
And this morning, just before 7, it was reported that loose horses were on the road in Argir. | article_dagur_translated | Og í morgin, beint fyri klokkan 7, varð boðað frá, at leys ross gingu á vegnum á Argjum. |
A handler was dispatched there. | article_dagur_translated | Her varð aktingarmaðurin boðsendur. |
Many large parties have taken place around the country this week. | article_dagur_translated | Nógvar húgvuveitslur hava verið kring um landið hesa vikuna. |
Last night the police had to go to a residence where neighbours complained about disturbances from music and loud noise in a house where a party was held with doors and windows open. | article_dagur_translated | Í nátt mátti løgreglan fara út á ein bústað, har grannar gramdu seg um órógv frá tónleiki og góðum lagi í einum húsum, har veitsla var hildið fyri opnum hurðum og gluggum. |
They were told to quiet down. | article_dagur_translated | Tey fingu boð um at dempa seg. |
The Nuuk, Reykjavík, Tórshavn fund held its annual meeting this week, which this year took place in Reykjavík. | article_dagur_translated | Grunnurin Nuuk, Reykjavík, Tórshavn hevur í vikuni havt sín árliga fund, sum í ár var í Reykjavík. |
At the meeting, among other things, decisions had to be made regarding grant applications to the fund, and this time it was decided to award nine Faroese projects a total of 300,000 kroner, writes Tórshavn Municipality. | article_dagur_translated | Á fundinum skuldi millum annað støða takast til stuðulsumsóknir til grunnin, og hesa ferð varð gjørt av, at veita níggju Føroyum verkætlanum stuðul upp á tilsamans 300.000 krónur, skrivar Tórshavnar kommuna. |
The joint fund Nuuk, Reykjavík, Tórshavn aims to provide financial support for initiatives in culture, education and sports that can promote and develop cooperation between the municipalities of Reykjavík, Tórshavn and Sermersooq and among the citizens of those three municipalities. | article_dagur_translated | Felagsgrunnurin Nuuk, Reykjavík, Tórshavn hevur sum endamál at veita fíggjarligan styrk til tiltøk innan mentan, undirvísing og ítrótt, sum kunnu fremja og menna samstarvið millum Reykjavíkar, Tórshavnar og Sermersooq kommunu og millum borgararnar í teimum trimum kommununum. |
Subsets and Splits
No community queries yet
The top public SQL queries from the community will appear here once available.