en
stringlengths
1
10.6k
source
stringclasses
4 values
fo
stringlengths
1
10.3k
The app can also reveal where the prime minister has been located and which foreign trips he has taken.
article_dagur_translated
Appin kann eisini avdúka hvar forsætisráðharrin hevur verið staddur og hvørjar uttanlandsferðir hann hevur verið á.
For example, Dagens Nyheter can reveal that Kristersson in October last year, together with his wife, was on a weekend trip to Åland.
article_dagur_translated
Til dømis kann Dagens Nyheter avdúka, at Kristersson í oktober í fjør, saman við konu síni, var á vikuskiftisferð í Álandi.
It never became public that the Swedish head of government was in Åland, but his bodyguards revealed via Strava that they went running both Saturday and Sunday starting from one of the nicest hotels in Mariehamn.
article_dagur_translated
Tað kom ongantíð nakað fram um, at svenski stjórnarleiðarin var í Álandi, men lívverjar hansara avdúkaðu umvegis Strava, at teir vóru rennitúrar bæði leygardag og sunnudag við útgangsstøði frá einum av fínastu hotellunum í Mariehamn.
According to the Swedish security police, Säpo, this matter is being taken with the utmost seriousness.
article_dagur_translated
Sambært svensku trygdarløgregluni, Säpo, verður hetta málið tikið í størsta álvara.
Säpo admits that they did not suspect that the exercise app could pose a security risk.
article_dagur_translated
Säpo viðgongur, at tey ikki høvdu illgruna um, at venjingarappin kundi vera ein trygdarvandi.
Before Dagens Nyheter published this story, Säpo had the opportunity to stop the security leak, and the bodyguards involved have also locked their accounts on the exercise app.
article_dagur_translated
Áðrenn Dagens Nyheter avdúkaði hesa søguna, fekk Säpo møguleika fyri at støðga trygdarlekanum, og viðkomandi lívverjar hava eisini læst sínar kontur á venjingarappini.
On Wednesday, July 9, Lona Niclasen, Tórshavn, originally from Dali, will turn 100 years old.
article_dagur_translated
Mikudagin 9. juli verður Lona Niclasen, Tórshavn, ættað úr Dali, 100 ár.
The day will be celebrated at Hotel Hafnia the same day from 2:00 PM to 7:00 PM.
article_dagur_translated
Dagurin verður hildin á Hotel Hafnia sama dag frá kl. 14 til kl. 19.
Everyone who wishes to is welcome to come and greet her.
article_dagur_translated
Øll sum hava hug eru vælkomin at heilsa uppá.
An accident on the runway at Bergamo airport up in northern Italy, near Milan, means the airport is temporarily closed.
article_dagur_translated
Ein vanlukka á flogbreytini á Bergamo flogvøllinum har norðuri í Italia, nærhendis Milano, hevur við sær, at flogvøllurin fyribils er stongdur.
A spokesperson told Reuters that a man has died, and he was neither a passenger nor an airport employee.
article_dagur_translated
Eitt talsfólk upplýsir fyri Reuters, at ein maður er deyður, og talan var hvørki um ferðafólk ella eitt starvsfólk á flogvøllinum.
The Italian news agency Ansa writes that a man was sucked into the engine of an aircraft that was preparing to depart.
article_dagur_translated
Italska tíðindastovan Ansa skrivar, at ein maður varð sogin inn í motorin á einum flogfari, sum gjørdi seg til reiðar til fráferð.
The police will now investigate how the now-deceased man got onto the runway.
article_dagur_translated
Løgreglan skal nú kanna, hvussu tann nú deyði maðurin er komin inn á breytina.
Local media report that the man who died was 35 years old.
article_dagur_translated
Lokalir miðlar skriva, at maðurin, sum doyði, var 35 ára gamal.
The Minister of Children and Education, Djóni Nolsøe Joensen, has appointed Rannvá Margreta Matras-Olsen to the position of principal at Velbastaður School.
article_dagur_translated
Landstýrissmaðurin í Barna- og útbúgvingarmálaráðnum, Djóni Nolsøe Joensen, hevur sett Rannvá Margretu Matras-Olsen í starv sum skúlastjóri í Velbastaðar skúla.
This is effective from 1 August 2025.
article_dagur_translated
Hetta frá 1. august 2025 at rokna.
This is written by Skúlablaðið on its website.
article_dagur_translated
Tað skrivar Skúlablaðið á heimasíðu sínari.
The new principal is the successor to Leiv Frederiksen.
article_dagur_translated
Nýggi skúlastjórin er avloysari hjá Leivi Frederiksen.
The position at Velbastaður was advertised, and 42-year-old Rannvá Matras-Olsen obtained the post.
article_dagur_translated
Starvið á Velbastað varð lýst leyst, og 42-ára gamla Rannvá Matras-Olsen fekk starvið.
She obtained her teaching diploma in 2011 from the Faroe Islands Teacher Training College and in 2014 completed an additional programme leading to a Bachelor of Education.
article_dagur_translated
Hon tók læraraprógv í 2011 frá Føroya læraraskúla og í 2014 ískoytisútbúgving til Bachelor of Education.
Since Rannvá became a teacher, she has worked in Vestmanna, where she lives, writes Skúlablaðið.
article_dagur_translated
Síðani Rannvá gjørdist lærari, hevur hon starvast í Vestmanna, har hon býr, skrivar Skúlablaðið.
Rannvá has experience from Vestmanna School since 2011.
article_dagur_translated
Rannvá hevur royndir frá Vestmanna skúla síðani 2011.
She has taught in all departments of the school, at Melin, and for the past three years has held the role of IT custodian at Vestmanna School.
article_dagur_translated
Hon hevur undirvíst í øllum deildum í skúlanum, á Melini og seinastu 3 árini røkt uppgávuna sum kt-vørður í Vestmanna skúla.
In 2023 Rannvá began the leadership programme Master in Leadership and Organization at the University of the Faroe Islands, and this summer she completed the first level, a postgraduate diploma in leadership and organization.
article_dagur_translated
Rannvá fór í 2023 undir leiðsluútbúgvingina Master í leiðslu og skipan á Fróðskaparsetri Føroya, og hevur í summar lokið fyrsta stig, diplom á masterstigi í leiðslu og skipan.
The annual running of the bulls at the San Fermín festival in Pamplona, Spain is taking place these days.
article_dagur_translated
Árliga tarvarenningin á San Fermin-festivalinum í Pamplona í Spania er í hesum døgum.
They run every morning through the streets of Pamplona, and this morning eight people were injured.
article_dagur_translated
Runnið verður hvønn morgun eftir gøtunum í Pamplona, og í morgun fingu átta fólk skaða.
One person was gored directly under the right arm and was taken to hospital.
article_dagur_translated
Ein varð stangaður beint undir høgra armi og varð fluttur á sjúkrahús.
He is said to be in stable condition.
article_dagur_translated
Hann er stabilur, verður sagt.
Seven others sustained bruises to the head and shoulder.
article_dagur_translated
Sjey onnur fingu løstir í høvðið og økslina.
The running of the bulls is an old tradition in Pamplona, and during the nine days of the San Fermín festival the bulls are led and chased for 825 meters through the narrow streets of the old town.
article_dagur_translated
Tarvarenning er gomul siðvenja í Pamplona, og í teir níggju dagarnar San Fermin-festivalurin er, verða tarvar førdir og eltir 825 metrar gjøgnum trongu gøturnar í gamla býarpartinum.
Waag's result for 2024 was very good, but was partly caused by the sale of assets.
article_dagur_translated
Ársúrslitið í 2024 hjá Waag var stak gott, men var partvís orsakað av sølu av ognum.
The profit after tax was 18.5.
article_dagur_translated
Ársúrslitið eftir skatt var 18,5
which was slightly lower than in 2023, when the profit was 19.8.
article_dagur_translated
sum var eitt vet lægri enn í 2023, tá ið ársúrslitið var 19,8
Waag, which two years ago acquired P/F Auto Service, today represents especially the car brands Mercedes, Nissan and Hyundai.
article_dagur_translated
Waag, sum fyri 2 árum síðani keypti P/F Auto Service, umboðar í dag serliga bilmerkini Mercedes, Nissan og Hyundai.
Waag is located at Krákugjógv 19 in Tórshavn, where Auto Service used to be.
article_dagur_translated
Waag heldur til undir Krákugjógv 19 í Havn, har ið Auto Service áður var.
P/F Waag's accounts show that the gross profit has been considerably higher in the last two years.
article_dagur_translated
Roknskapurin hjá P/F Waag vísir, at bruttovinningurin er rímiliga nógv síðstu tvey árini.
From 21.8.
article_dagur_translated
Úr 21,8
in 2021 to 36.7.
article_dagur_translated
í 2021 til 36,7
in 2024.
article_dagur_translated
í 2024.
Waag's annual result (profit after tax) in 2024 was 18.5.
article_dagur_translated
Ársúrslitið (úrslit eftir skatt) hjá Waag í 2024 var 18,5
compared with 19.8
article_dagur_translated
sammett við 19,8
Although this represents a decline in 2024 of 1.3
article_dagur_translated
Hóast talan er um eina afturgongd í 2024 á 1,3
or 6.7 percent, the annual result is still much better than in recent years.
article_dagur_translated
ella 6,7 prosent, er ársúrslitið tó væl betur enn síðstu árini.
According to the management report, the 2024 result was higher than expected, but this was caused by the sale of assets.
article_dagur_translated
Sambært leiðslufrágreiðingini var ársúrslitið í 2024 hægri enn væntað, men hetta var orsakað av sølu av ognum.
The underlying operations were as expected, writes management.
article_dagur_translated
Grundraksturin var sum væntað skrivar leiðslan.
Waag's balance sheet shows that total assets were 111.5.
article_dagur_translated
Fíggjarjavnin hjá Waag vísir, at samlað ogn var 111,5
in 2024 compared to 126.6
article_dagur_translated
í 2024 móti 126,6
The largest items on the asset side in 2024 were financial fixed assets of 23.4.
article_dagur_translated
Størstu postarnir á ognarsíðuni í 2024 var fíggjarig støðisogn á 23,4
Of current assets, inventories amount to a total of 51.
article_dagur_translated
Av ognum í umferð eru goymslan íalt 51
in 2024 while receivables were 17.1.
article_dagur_translated
í 2024 meðan áogn var 17,1
Cash at hand in 2024 was 19.9.
article_dagur_translated
Tøkur peningur í 2024 var 19,9
compared with 9.2
article_dagur_translated
í móti 9,2
P/F Waag is in a strong financial position.
article_dagur_translated
P/F Waag er væl fyri fíggjarliga.
Waag had no long-term debt in 2024 and short-term debt is 25.
article_dagur_translated
Waag hevði í 2024 onga langfreistaða skuld og stuttfreistaða skuld er 25
Waag's equity at the end of 2024 was 86.4.
article_dagur_translated
Eginpeningurin hjá Waag við árslok 2024 var 86,4
The solvency ratio was as high as 77.5 percent, which is very good.
article_dagur_translated
Tryggleikastigið var heili 77,5 prosent, sum er sera gott.
Liquidity was also very good for Waag.
article_dagur_translated
Gjaldførið var eisini sera gott hjá Waag.
The liquidity ratio, which is current assets relative to short-term debt, was 352 percent in 2024 compared with 174 percent in 2023.
article_dagur_translated
Gjaldførislutfallið, sum er ognir í umferð í mun til stuttfreistaða skuld var 352 prosent í 2024 samanborið við 174 prosent í 2023.
In summary, this is a very good set of accounts for Waag for 2024.
article_dagur_translated
Samanumtikið er talan um ein sera góðan roknskap hjá Waag fyri 2024.
The CEO of P/F Waag is Joen Pauli Waag.
article_dagur_translated
Stjóri í P/F Waag er Joen Pauli Waag.
The chairwoman of the board is Minny Waag.
article_dagur_translated
Nevndarforkvinna er Minny Waag.
In 2024 the number was 379, and this year there are four more applications to the University of the Faroe Islands.
article_dagur_translated
Í 2024 var talið 379, og í ár eru fýra fleiri umsóknir til Fróðskaparsetur Føroya.
383 people have applied for the total of 21 degree programmes that are offered.
article_dagur_translated
383 fólk  hava søkt um tær samanlagt 21 útbúgvingarnar, sum eru í útboði.
The top scorer is "primary school teacher" (55 people), and close behind (54 people).
article_dagur_translated
Toppskorarin er "fólkaskúlalærari" (55 fólk), og beint í hølunum (54 fólk)
The University of the Faroe Islands is pleased that 20 more have applied for a place to study a bachelor's in IT engineering this year, bringing the total to 35.
article_dagur_translated
Fróðskaparsetur Føroya fegnast um, at 20 fleiri hava søkt um pláss at lesa bachelor í KT-verkfrøði í ár, so talið er tilsamans 35.
This is very good, because there is strong demand for trained IT professionals in the IT industry and in many other places as well.
article_dagur_translated
Hetta er sera gott, tí stórur eftirspurningur er eftir útbúnum KT-fólki í KT-vinnuni og manga aðrastaðni við.
The new master's programme in Leadership and Management has also taken off.
article_dagur_translated
Eisini hevur nýggja masterútbúgvingin í Leiðslu og Skipan vind í seglunum.
The first 10 have recently graduated, and now 22 have applied for study places there compared with 15 in 2023.
article_dagur_translated
Tey fyrstu 10 hava nýliga fingið prógv, og nú hava 22 søkt um lestrarpláss har samanborið við 15 í 2023.
The University of the Faroe Islands writes that the admissions office is now processing the applications and that answers will be given this Friday — July 11.
article_dagur_translated
Fróðskaparsetur Føroya skrivar, at lestrarskrivstovan nú viðger umsóknirnar, og at svar koma nú fríggjadagin - 11. juli.
Applications will also be reopened for more programmes if they are not full:
article_dagur_translated
Eisini verður latið upp fyri fleiri umsóknum, um tað ikki er fult:
At the beginning of August applications will be reopened for programmes that still have available places.
article_dagur_translated
Fyrst í august verður latið upp aftur fyri umsóknum til útbúgvingar, sum hava tøk pláss eftir.
The application deadline will be at midnight on August 13.
article_dagur_translated
Tann umsóknarfreistin verður á midnátt 13. august.
Orientation for the new students will be on Monday, August 18.
article_dagur_translated
Innleiðsla fyri nýggju studentunum verður mánadagin 18. august.
From October 1 two new municipal doctors will be in consultation room 5 at the Health Center in Runavík.
article_dagur_translated
Frá 1. oktober verða tveir nýggir kommunulæknar í viðtalu 5 í Heilsumiðstøðini í Runavík.
They are Brynhild Hanusardóttir Reinert and Katrina Clementsen, who will share the position in consultation room 5, writes Runavík municipality.
article_dagur_translated
Tað eru Brynhild Hanusardóttir Reinert, og Katrina Clementsen, sum fara at deila starvið í viðtalu 5, skrivar Runavíkar kommuna.
Brynhild Hanusardóttir Reinert took her medical degree in 2017 and received specialist certification in general medicine this spring.
article_dagur_translated
Brynhild Hanusardóttir Reinert tók embætisprógv í læknafrøði í 2017 og fekk serlæknagóðkenning í almennum medisini í vár.
Katrina Clementsen took her medical degree in 2016 and expects to receive specialist certification in general medicine in August this year.
article_dagur_translated
Katrina Clementsen tók embætisprógv í læknafrøði í 2016 og væntar at fáa serlæknagóðkenning í almennum medisini í august í ár.
About 7,300 people live in Health Area 2, which covers the municipalities of Nes, Sjóvar and Runavík, and the new municipal doctors in consultation room 5 are an important step in improving health services in the area, the municipality writes.
article_dagur_translated
Umleið 7.300 fólk búgva í Heilsuøki 2, sum fevnir um Nes, Sjóvar og Runavíkar kommunur, og nýggju kommunulæknarnir í viðtalu 5 eru eitt týðandi stig í at betra heilsutænastuna í økinum, skrivar kommunan.
The Russian air defense says it shot down a number of drones from Ukraine during the night.
article_dagur_translated
Russiska loftverjan sigur seg í nátt hava skotið niður eina rúgvu av dronum úr Ukraina.
A total of 42 drones were shot towards Russia, of which two were shot down near Russia's second-largest city, Saint Petersburg, writes Ritzau.
article_dagur_translated
Tilsamans 42 dronur vórðu skotnar móti Russlandi, harav tvær vórðu skotnar niður nærindis næststørsta býnum í Russlandi, Sankta Pætursborg, skrivar Ritzau.
Aleksandr Drozdenko, governor of the Leningrad region, where Saint Petersburg is located, says the drones were shot down south of the city.
article_dagur_translated
Aleksandr Drozdenko, guvernørur í Leningrad-landslutinum, har Sankta Pætursborg liggur, sigur, at dronurnar vórðu skotnar niður sunnan fyri býin.
There are no reports that people or buildings were damaged in this connection, but for a while there was a suspension of flights at the city's international Pulkovo airport.
article_dagur_translated
Ongar fráboðanir eru um, at fólk ella bygningar hava fingið skaða í hesum sambandi, men eina løtu var steðgur í flogferðsluni á altjóða Pulkovo-floghavnini í býnum.
Three drones were also shot down in the Smolensk region in the western part of Russia, but there were likewise no casualties there.
article_dagur_translated
Eisini vórðu tríggjar dronur skotnar niður í Smolensk-landslutinum í vestara parti av Russlandi, men heldur ikki har var nakar fólkaskaði.
The governor of the Voronezh region, which is near the border with Ukraine, also reports that several drones were shot down.
article_dagur_translated
Guvernørurin í Voronezj-landslutinum, sum er nær við markið til Ukraina boðar eisini frá, at fleiri dronur vórðu skotnar niður.
How many drones are involved has not been disclosed.
article_dagur_translated
Hvussu nógvar dronur talan er um, verður ikki upplýst.
Recently both Russia and Ukraine have used more drones in their attacks.
article_dagur_translated
Seinastu tíðina hava bæði Russland og Ukraina brúkt fleiri dronur í teirra álopum.
According to Ukraine, Russia used a record number of drones on Thursday night and into Friday in an attack.
article_dagur_translated
Sambært Ukraina brúkti Russland hóskvøldið og náttina til fríggjadagin metnógvar dronur í einum álopi.
539 drones and 11 rockets were used in an attack on the Ukrainian capital Kyiv.
article_dagur_translated
539 dronur og 11 rakettir vórðu brúktar í einum álopi á ukrainska høvuðsstaðin Kyiv.
At least one person was killed and 23 were injured.
article_dagur_translated
Í minsta lagi ein persónur lat lív, og 23 vórðu særd.
Several schools, daycares and cafes, as well as 40 residential buildings, were hit in the attack.
article_dagur_translated
Fleiri skúlar, dagstovnar og kaffistovur, umframt 40 íbúðabygningar vórðu raktir í álopinum.
The Ukrainian military says it struck a Russian military airfield in Voronezh this morning.
article_dagur_translated
Ukrainski herurin sigur seg í morgun hava rakt ein russiskan hernaðarflogvøll í Voronezj.
It is reported, according to DR, that the military hit a bomb storage facility and a training aircraft.
article_dagur_translated
Sagt verður, sambært DR, at herurin hevur rakt eina bumbugoymslu og eitt venjingarflogfar.
Russia has not commented on the attack.
article_dagur_translated
Russland hevur ikki viðmerkt álopið.
On Thursday the new bill, which the U.S. president, Donald Trump, has named "Big Beautiful Bill" (in Faroese: Stóra vakra lógin), was approved in the U.S. House of Representatives after it was approved in the Senate last week, and last night the new bill was signed by the U.S. president.
article_dagur_translated
Hósdagin varð nýggi lógarpakkin, sum amerikanski forsetin, Donald Trump hevur navngivið "Big Beautiful Bill" (á føroyskum: Stóra vakra lógin) samtyktur í amerikanska Umboðsmannatinginum, eftir at hann í farnu viku varð samtyktur í Senatinum, og í gjárkvøldið varð nýggi lógarpakkin undirskrivaður av amerikanska forsetan...
The bill includes, among other things, tax cuts, reductions in public benefits and healthcare services, and increased funding for military expenditures.
article_dagur_translated
Lógarpakkin inniheldur m.a. skattalættar, skerjingar í almennum veitingum og heilsutænastum, og meira fígging til hernaðarútreiðslur.
Last weekend, when the 940-page bill was to be considered in the Senate, it was read aloud in the Senate, and that took nearly 16 hours.
article_dagur_translated
Farna vikuskifti, tá 940 síður langu lógarpakkin skuldi viðgerast í Senatinum, varð hann lisin upp í Senatinum, og tað tók nærum 16 tímar.
Although Republicans hold majorities in both the Senate and the House of Representatives, several Republicans hesitated to support the bill, but it nevertheless ended up being approved.
article_dagur_translated
Hóast Republikanarar hava meiriluta í bæði Senatinum og Umboðsmannatinginum, vóru fleiri Republikanarar, sum aftraðu seg við at taka undir við lógarpakkanum, men tað endaði tó við, at hann varð samtyktur.
In the Senate 50 voted for it and 50 against, and a message was sent for the vice president, J.D. Vance, who cast the deciding vote.
article_dagur_translated
Í Senatinum atkvøddu 50 fyri, og 50 ímóti, og vórðu boð send eftir varaforsetanum, J.D. Vance, sum hevði avgerandi atkvøðuna.
In the House of Representatives 218 members voted for the bill and 201 against it.
article_dagur_translated
Í Umboðsmannatinginum atkvøddu 218 limir fyri lógarpakkanum, og 2014 ímóti.
Now that the president has signed it, the law can come into effect.
article_dagur_translated
Nú forsetin hevur undirskrivað, kann lógin koma í gildi.