en stringlengths 1 10.6k | source stringclasses 4
values | fo stringlengths 1 10.3k |
|---|---|---|
Jógvan Fríðriksson, the bishop, and Zaid Al-Jay, who is originally from Iraq, will say a few words, and Elin Brimheim Heinesen will sing some songs. | article_dagur_translated | Jógvan Fríðriksson, biskupur, og Zaid Al-Jay, ið er ættaður úr Irak, siga nøkur orð og Elin Brimheim Heinesen syngur nakrar sangir. |
On July 24 last year a peace march was also organized, and since then the wars have only escalated, where even more innocent people — children, women and men, civilians and military personnel — have lost their lives, the organizers write in a press release. | article_dagur_translated | 24. juli í fjør varð eisini skipað fyri friðargongu, og síðan tá eru kríggini bara økt í vavi, har enn fleiri ósek menniskju – børn, kvinnur og menn, sivil og herfólk – hava latið lív, skriva fyriskiparar í tíðindaskrivi. |
– As before, the purpose of the peace march is to put ceasefires and peace negotiations on the agenda rather than war and armament. | article_dagur_translated | – Friðargongan hevur enn sum áður til endamáls, at seta vápnahvíld og friðartilgongdir á breddan heldur enn kríggj og vápnadubbing. |
At the same time, the goal is to shed light on the polarization between peoples and social groups, which unfortunately appears to be increasing with enmities rather than friendships. | article_dagur_translated | Samtíðis er endamálið, at varpa ljós á polariseringina millum fólkasløg og samfelagsbólkar, ið tíverri sær út til at økjast við fígginda- heldur enn vinamyndum. |
– Wars can lead to genocide, as Holocaust Remembrance Day each year reminds us must never happen again. | article_dagur_translated | – Kríggj kunnu elva til Fólkamorð, sum Holocaust dagurin á hvørjum ári minnir okkum á ikki má henda aftur. |
In the peace march we want together, and in peace, to show solidarity with those suffering in Ukraine, Palestine, Israel and other countries where violence and war are raging. | article_dagur_translated | Í Friðargonguni vilja vit í felag, og í friði, vísa samkenslu við teimum líðandi í Ukraina, Palestina, Ísrael og øðrum londum, har yvirgangur og kríggj herja. |
At the same time, in the peace march we want to make the Faroese Parliament, the government, and the Danish administration aware of the importance that they more actively than before support ceasefires and peace negotiations in war-torn countries, among other things, the press release says. | article_dagur_translated | Samtíðis vilja vit í friðargonguni gera løgting, landsstýri og donsku stjórnina varug við týdningin, at tey meira virksamt enn higartil stuðla vápnahvíld og friðartilgongdum í krígsraktu londunum, verður m.a. sagt í tíðindaskrivinum. |
– With hope for strong participation in connection with the peace march on July 24, where it does not matter what religious and/or political position each individual holds regarding the situations in Ukraine and the Middle East; rather, with the peace march we, together — and despite differing viewpoints — want to emph... | article_dagur_translated | – Við vón um góða undirtøku í sambandi við Friðargonguna 24. juli, har tað ikki er avgerandi, hvørja átrúnaðarliga og/ella politiska støðu hvør einstakur hevur til viðurskiftini í Ukraina og Miðeystri; men at vit við Friðargonguni, í felag – og hóast ymisk sjónarmið - vísa á týdningin, at fólkini í Ukraina, Ísrael og P... |
According to the organizers, people are welcome to bring candles and flags to the event. | article_dagur_translated | Sambært fyriskiparunum eru fólk vælkomin at hava ljós og fløgg við til tiltakið. |
that the minister of foreign and trade affairs, Sirið Stenberg, had been in Ukraine and met the Ukrainian president, Volodymyr Zelenskyy, together with Danish defense minister Troels Lund Poulsen, and the Ministry of Foreign and Trade has now published photos from the visit along with a press release. | article_dagur_translated | , at landsstýriskvinnan í uttanríkis- og vinnumálum, Sirið Stenberg hevði verið í Ukraina og hitt ukrainska forsetan, Volodymyr Zelenskyj saman við danska verjumálaráðharranum Troels Lund Poulsen, og Uttanríkis- og vinnumálaráðið hevur nú lagt myndir út frá vitjanini saman við einum tíðindaskrivi. |
The Ministry of Foreign and Trade writes that during the trip the minister had the opportunity to inform Zelenskyy and the Ukrainian defense minister, Rustem Umerov, that the government will procure funding to deliver Faroese-produced fast patrol boats to Ukraine and also that the government intends to find other areas... | article_dagur_translated | Uttanríkis- og vinnumálaráðið skrivar, at landsstýriskvinnan á ferðini hevði høvi at greiða Zelenskyj og ukrainska verjumálaráðharranum, Rusten Umerov, frá, at landsstýrið fer at fáa til vega játtan at lata Ukraina føroyskt framleiddar skjóttgangandi bátar og somuleiðis, at landsstýrið er sinnað at finna onnur samstarv... |
Sirið Stenberg says, according to the press release from the Ministry of Foreign and Trade, that Ukraine’s struggle for the right to exist is decisive for security and stability in Europe, and the Faroe Islands will therefore even more deliberately prioritize support for Ukraine. | article_dagur_translated | Sirið Stenberg sigur, sambært tíðindaskrivinum hjá Uttanríkis- og vinnumálaráðnum, at stríðið hjá Ukraina fyri rættinum at vera til avgerandi fyri trygdina og støðufestið í Evropa, og fara Føroyar tí enn meira miðvíst at raðfesta stuðul til Ukraina. |
“After meeting government representatives, visiting businesses and greeting Ukrainian soldiers, I am convinced that Faroese financing and the capabilities of Faroese companies can make a real difference,” she says. | article_dagur_translated | – Eftir at hava hitt umboð fyri stjórnina, vitjað vinnufyritøkur og heilsað upp ukrainskar hermenn, eri eg sannførd um, at føroysk fígging og førleikar hjá føroyskum fyritøkum kunnu gera veruligan mun, sigur hon. |
During the visit to Kyiv the minister also met Hermann Smetanin, minister for strategic industry, and Oleksandr Kamyshin, the president’s adviser. | article_dagur_translated | Undir vitjanini í Kyiv hitti landsstýriskvinnan eisini Hermann Smetanin, ráðharra fyri strategiskan ídnað, og Oleksandr Kamyshin, forsetaráðgeva. |
They also stopped at Freedom Square, where Sirið Stenberg, on behalf of the government, laid a ribbon in Faroese flag colors in memory of those who fell in the war, writes the Ministry of Foreign and Trade. | article_dagur_translated | Eisini varð steðgað á Frælsistorginum, har Sirið Stenberg vegna landsstýrið legði eitt silkiband í føroysku flagglitunum til minnis um tey falnu í krígnum, skrivar Uttanríkis- og vinnimálaráðið. |
Below are some photos from the minister’s visit that the Ministry of Foreign and Trade has published: | article_dagur_translated | Niðanfyri eru nakrar myndir frá vitjanini hjá landsstýriskvinnuni, sum Uttanríkis- og vinnumálaráðið hevur lagt út: |
The EU foreign minister, Kaja Kallas, hopes that the EU can approve new sanctions against Russia — the so-called 18th sanctions package — today or tomorrow. | article_dagur_translated | Uttanríkisstjórin í ES, Kaja Kallas vónar, at ES kann samtykkja nýggj revsitiltøk móti Russlandi - tann sonevndi 18. revsipakkin - í dag ella í morgin. |
She said this to the media today ahead of a meeting of EU foreign ministers in Brussels. | article_dagur_translated | Tað segði hon við miðlar í dag undan einum fundi hjá ES-uttanríkismálaráðharrum í Brússel. |
"We hope that we will either today or tomorrow approve the 18th sanctions package. I hope it will be today, but there is still some work to do," she said according to Ritzau. | article_dagur_translated | – Vit vóna, at vit annaðhvørt í dag ella í morgin samtykkja 18. revsipakkan. Eg vóni, at tað verður í dag, men enn er nakað av arbeiði at gera, segði hon sambært Ritzau. |
The sanctions in the 18th package aim to target Russian financial institutions, the energy sector, and the military industry. | article_dagur_translated | Revsitiltøkini í 18. revsipakkanum hava til endamáls at raka russiskar peningastovnar, orkuøkið og hernaðarídnaðin. |
So far, however, it has not been possible to find an agreement on the new sanctions, which must be approved by all EU member states. | article_dagur_translated | Higartil er tað tó ikki eydnast at finna semju um nýggju revsitiltøkini, sum skulu samtykkjast av øllum ES-limalondunum. |
The prime minister of Slovakia has, among other things, blocked the proposal because of a proposal from the European Commission to ban imports of Russian gas from 2028. | article_dagur_translated | Forsætisráðharrin í Slovakia hevur m.a. blokerað fyri uppskotinum orsakað av einum uppskoti hjá ES-nevndini um at banna innflutningin av russiskum gassi frá 2028. |
Malta and Hungary have also been hesitant when it comes to approving the new sanctions. | article_dagur_translated | Eisini Malta og Ungarn hava verið ivasom, tá tað kemur til at samtykkja nýggju revsitiltøkini. |
In addition to banning imports of Russian gas, there are also plans to lower the price cap on oil from Russia. | article_dagur_translated | Umframt at banna innflutning av russiskum gassi er eisini ætlanin at lækka prísloftið á olju úr Russlandi. |
The main road between Funningsfjørður and Elduvík will be closed for the next hour. | article_dagur_translated | Komandi tíman verður landsvegurin millum Funningsfjørð og Elduvík stongdur. |
Landsverk and the police announced it this morning. | article_dagur_translated | Tað boða Landsverk og løgreglan frá fyrrapartin. |
The road is closed due to work between 11:00 and 12:00. | article_dagur_translated | Tað er vegna arbeiði, at vegurin verður stongdur millum klokkan 11 og 12. |
There will be an announcement when it opens again, says the police. | article_dagur_translated | Kunnað verður, tá opnað verður aftur, sigur løgreglan. |
The road is open again. | article_dagur_translated | Vegurin er opin aftur |
The USA will send weapons to the defense alliance NATO to provide to Ukraine in the war against Russia. | article_dagur_translated | USA fer at senda verjusamgonguni Nato vápn at veita Ukraina í krígnum móti Russlandi. |
“We will produce the best weapons, and they will be sent to NATO,” said the American president, Donald Trump, at a press conference at the White House on Monday in connection with the visit of Mark Rutte, NATO Secretary General. | article_dagur_translated | – Vit fara at framleiða tey bestu vápnini, og tey verða send Nato, segði amerikanski forsetin, Donald Trump á tíðindafundi í Hvítu Húsunum mánadagin í sambandi við vitjan hjá Mark Rutte, Nato-aðalskrivara. |
This involves, among other things, Patriot air defense missiles, which according to Ukraine are crucial for defending against Russian air attacks, writes Ritzau. | article_dagur_translated | Talan er m.a. um Patriot-loftverjurakettir, sum sambært Ukraina eru avgerandi fyri at verja móti russiskum loftálopum, skrivar Ritzau. |
According to the agreement, NATO will buy the weapons from the USA and then hand the weapons over to the Ukrainians. | article_dagur_translated | Sambært avtaluni skal Nato keypa vápnini frá USA og síðani lata ukrainum vápnini. |
The American president says that the deal concerns military equipment worth several billion dollars. | article_dagur_translated | Amerikanski forsetin sigur, at avtalan snýr seg um hernaðarútgerð fyri fleiri milliardir dollarar. |
At the press conference, Trump also issued a warning to Russia. | article_dagur_translated | Á tíðindafundinum hevði Trump eisini eina ávaring til Russland. |
He intends to impose a 100 percent tariff on Russian goods and implement other punitive measures against countries that buy oil from Russia if Russia does not agree to a ceasefire deal in Ukraine within 50 days. | article_dagur_translated | Hann ætlar at leggja toll á 100 prosent á russiskar vørur og seta í verk onnur revsitiltøk móti londum, sum keypa olju úr Russlandi, um Russland ikki tekur undir við einari avtalu um vápnahvíld í Ukraina innan 50 dagar. |
On Tuesday, July 15, Mr. Leif Mohr can celebrate his company's 90th anniversary. | article_dagur_translated | Týsdagin 15. juli kann Pf Leif Mohr halda 90 ára stovningardag. |
The story began just over 100 years ago, in April 1925, when 15-year-old harbor boy Leif Mohr went to Copenhagen to apprentice at the large electrical company Kemp and Lauritsen. | article_dagur_translated | Søgan byrjaði fyri nú góðum 100 árum síðani, í apríl mánaði í 1925, tá 15 ára gamli havnadrongurin Leif Mohr fór til Keypmannahavnar at standa í læru hjá stóru elfyritøkuni Kemp og Lauritsen. |
Five years later, in 1930, Leif had completed his apprenticeship and was fortunate to find work in the Faroe Islands almost immediately. | article_dagur_translated | Fimm ár seinni, í 1930, var Leif útlærdur, og var so heppin, at fáa arbeiði í Føroyum mest sum beinanvegin. |
This was in Klaksvík, where they were preparing for electric power and installed a hydropower plant that was put into operation up north at Strond. | article_dagur_translated | Hetta var í Klaksvík, tá teir har fyrireikaðu seg til elektriskan streym og fingu sær vatnorkuverk, ið varð sett í gongd norðuri á Strond. |
That was in 1931. | article_dagur_translated | Tað var í 1931. |
Later Leif got a job with the municipal utilities in Tórshavn, which was located at Rundingurin. | article_dagur_translated | Seinni fekk Leif arbeiði hjá kommunuverkinum í Havn, sum lá á Rundingi. |
In 1935 the municipality decided that the work of installing electricity in houses and other tasks should be organized differently. | article_dagur_translated | Í 1935 kom kommunan fram til, at arbeiðið við at leggja el inn í hús og annað skuldi skipast øðrvísi. |
Instead of being a municipal task it was contracted out to private business. | article_dagur_translated | Frá at vera ein kommunal uppgáva bleiv hon løgd út til privat virksemi. |
They gave Leif Mohr and Asbjørn Skarðhamar authorization and a business license. | article_dagur_translated | Teir góvu Leif Mohr og Asbjørn Skarðhamar autorisatión og handilsloyvi. |
Einar Mikkelsen followed the operation as the first apprentice of Leif Mohr, who founded his company on July 15, 1935. | article_dagur_translated | Einar Mikkelsen fylgdi við av verkinum sum fyrsti lærlingur hjá Leif Mohr, sum stovnaði virkið sítt 15. juli í 1935. |
He was 26 years old. | article_dagur_translated | 26 ára gamal. |
Since 1981 the main operations have been on Hoyvíksvegur, with administration, a heating department, white goods workshops and a store. | article_dagur_translated | Síðan 1981 hevur høvuðsvirksemið verið á Hoyvíksvegnum við fyrisiting, eldeild, hvítvøruverkstaði og handli. |
The company also has an electromechanical workshop in Stiðjagøta in Tórshavn and a store at Kambsdalur. | article_dagur_translated | Fyritøkan hevur eisini ein elmekaniskan verkstað í Stiðjagøtu í Havn og ein handil á Kambsdali. |
Together with MP Teknik in Klaksvík, Leif Mohr has founded the company Tactus in Iceland. | article_dagur_translated | Saman við MP Teknik í Klaksvík hevur Leif Mohr stovnað fyritøkuna Tactus í Íslandi. |
Tactus mainly works on projects in the aquaculture industry, and recently acquired a new workshop building in Tórleikshavn. | article_dagur_translated | Tactus arbeiðir í mestan mun við uppgávum innan alivinnuna, og hevur fyri stuttum ogna sær ein nýggjan verkstaðsbygning í Tórleikshøfn. |
Currently there are 94 people employed by Leif Mohr. | article_dagur_translated | Í løtuni eru 94 fólk til arbeiðis hjá Leif Mohr. |
Of them, 22 are apprentices. | article_dagur_translated | Av teimum eru 22 lærlingar. |
In connection with the 90th anniversary celebration, Leif Mohr invites coffee and cake from 10:00 on Tuesday, July 15 at Hoyvíksvegur 53. | article_dagur_translated | Í sambandi við 90-åra stovningardagin, bjóðar Leif Mohr kaffi og køku frá kl. 10, týsdagin 15. juli á Hoyvíksvegi 53. |
The American president, Donald Trump, has asked the Ukrainian president, Volodymyr Zelenskyy, whether he can strike the Russian capital Moscow if the USA gives Ukraine long-range weapons. | article_dagur_translated | Amerikanski forsetin, Donald Trump hevur spurt ukrainska forsetan, Volodymyr Zelenskyj, um hann kann raka russiska høvuðsstaðin Moskva, um USA gevur Ukraina langtberandi vápn. |
That is what two sources told the Financial Times, according to the news agency Reuters. | article_dagur_translated | Tað siga tvær keldur við miðilin Financial Times sambært tíðindastovuni Reuters. |
Trump is said to have asked Zelenskyy about this in a phone call on July 4, one day after Trump had spoken with the Russian president, Vladimir Putin. | article_dagur_translated | Trump skal hava spurt Zelenskyj um hetta í einari telefonsamrøðu 4. juli, ein dag eftir, at Trump hevði tosað við russiska forsetan, Vladimir Putin. |
About that conversation Trump said that he was disappointed in Putin, who had not given any indication that he intended to stop attacking Ukraine. | article_dagur_translated | Um ta samrøðuna segði Trump, at hann var vónbrotin av Putin, sum ikki hevði givið nakrar ábendingar um, at hann ætlaði sær at steðga við at leypa á Ukraina. |
At the same time Trump also discussed the possibility of sending the Ukrainians US-made rockets. | article_dagur_translated | Samstundis umrøddi Trump eisini møguleikan at senda ukrainum amerikanskt framleiddar rakettir. |
Reuters says it has contacted the White House, but it has not been possible to verify the news. | article_dagur_translated | Reuters sigur seg hava sett seg í samband við Hvítu Húsini, men tað hevur ikki borið til at vátta tíðindini. |
Lending growth from the Faroese financial institutions increased in the period from mid-2022 to the end of 2024, while it decreased from the Danish mortgage institutions. | article_dagur_translated | Útlánsvøksturin frá føroysku peningastovnunum øktist í tíðarskeiðinum miðjan 2022 til árslok 2024, samstundis sum hann minkaði frá donsku realkredittstovnunum. |
Demand for financing from the Danish mortgage institutions fell during this period because interest rates rose, and many households chose Faroese bank loans instead of Danish mortgage loans, but now a reversal has occurred after interest rates were lowered again. | article_dagur_translated | Eftirspurningurin eftir fígging frá donsku realkredittstovnunum minkaði í hesum tíðarskeiði tí rentan hækkaði, og mong húsarhald valdu føroysk bankalán framum donsk realkredittlán, men nú er vend komin í, eftir at rentan er lækkað aftur. |
Faroese households had mortgage loans totaling about DKK 14.6 billion in May 2025; DKK 11.1 billion in Faroese banks and DKK 3.5 billion in Danish mortgage institutions. | article_dagur_translated | Føroysku húsarhaldini høvdu sethúsalán fyri góðar 14,6 mia. kr. tilsamans í mai 2025; 11,1 mia. kr. í føroysku bankunum og 3,5 mia. kr. í donskum realkredittstovnum. |
Because the majority of the debt of Faroese households is at variable interest rates, interest rate increases have affected the loan burdens of most of them. | article_dagur_translated | Av tí at meginparturin av skuldini hjá føroysku húsarhaldunum er við broytiligari rentu, hava rentuhækkingar ávirkað lánsgjøldini hjá teimum flestu. |
Households that have mortgage loans with variable interest rates and/or have mortgage loans without amortization are more vulnerable to interest rate increases than others, because they must to a greater extent use an increased share of their available income for interest payments when interest rates rise, especially i... | article_dagur_translated | Húskir, sum hava sethúsalán við broytiligari rentu og/ella hava sethúsalán uttan avdráttir, eru meira viðkvom yvirfyri rentuhækkingum, enn onnur, tí tey í størri mun skulu nýta ein øktan part av síni tøku inntøku til rentuútreiðslur, tá renturnar hækka, serliga um tey samstundis hava eitt høgt skuldarlutfall. |
90.5% of the debt of Faroese households is at variable interest rates, while 9.5% is at fixed interest rates. | article_dagur_translated | 90,5% av skuldini hjá føroysku húsarhaldunum er við broytiligari rentu, meðan 9,5% er við fastari rentu. |
However, 97% of the debt of Faroese households is subject to amortization (May 2025). | article_dagur_translated | 97% av skuldini hjá føroysku húsarhaldunum er tó við avdráttum (mai 2025). |
The EGS debt covers the state, municipalities, and social funds. | article_dagur_translated | EGS-skuldin fevnir um land, kommunur og sosialar grunnar. |
The debt of P/F Eystur- og Sandoyartunlar will be included in the national treasury's debt because the state's pledge obligation, according to international guidelines for fiscal reporting, must be counted in. | article_dagur_translated | Skuldin hjá P/F Eystur- og Sandoyartunlar verður roknað uppí skuldina hjá landskassanum, tí veðhaldsskyldan hjá landinum skal, sambært altjóða leisti fyri hagtalsuppgerð, roknast uppí. |
The EU has a rule that the upper limit for public gross debt should not exceed 60% of GDP. | article_dagur_translated | ES hevur eina reglu, um at ovara markið fyri almenna bruttoskuld ikki eigur at vera meira enn 60% av BTÚ. |
The Faroe Islands are not members of the EU, but by the end of 2025 the EGS debt in the Faroe Islands is estimated to be about 30% of GDP. | article_dagur_translated | Føroyar eru ikki limir í ES, men við ársenda 2025 verður EGS-skuldin í Føroyum mett at vera um 30% av BTÚ. |
If the debt is too high, it can become difficult for a country to repay it, especially if it encounters financial problems. | article_dagur_translated | Er skuldin ov høg, kann tað gerast trupult fyri eitt land at rinda skuldina aftur, serliga um tað kemur í fíggjarligar trupulleikar. |
This Ólavsøka, you can experience the two of them, Dánjal and Búi, at the National Theatre of the Faroe Islands, where they will tell children the clever, funny, and tragic story of the most in-the-world in-love couple, Romeo and Juliet. | article_dagur_translated | Hesa ólavsvøkuna ber til at uppliva teir báðar Dánjal og Búa á Tjóðpalli Føroya, har teir fara at siga børnum frá tí snedigu, stuttligu og syrgiligu søgu, um tað alt í verðini for forelskaða parið, Romeo og Juliu. |
With musical and theatrical skill, Dánjal and Búi will give children at Ólavsøka insight into the wondrous world created by the poet Villiam Ristispjót (William Shakespeare in English), which still stands as an unrivaled monument among the world's clever, funny, and tragic masterpieces. | article_dagur_translated | Við tónlistarligum og leiklistarligum snildi, fara Dánjal og Búi at geva børnum á ólavsvøku innlit í tann undrunarverda heim, sum skaldið Villiam Ristispjót (William Shakespeare á enskum) hevur skapt, og sum enn stendur sum ein óvikaligur varði innan heimsins snedigu, stuttligu og syrgiligu skaldaverk. |
The moving story of Romeo and Juliet is without doubt the most famous love story of all time. | article_dagur_translated | Rørandi søgan um Romeo og Juliu er uttan iva kendasta kærleikssøga nakrantíð. |
Two young people fall in love with each other, but their families are hereditary enemies. | article_dagur_translated | Tvey ung forelska seg í hvørjum øðrum, men familjur teirra eru arvafíggindar. |
We follow their struggle for love — filled with tense moments and great emotions! | article_dagur_translated | Vit fylgja teirra stríði fyri kærleikanum – fylt av spentum løtum og stórum kenslum! |
Like when Juliet, with love and sorrow in her heart, cries: "O Romeo, Romeo, wherefore art thou Romeo?" | article_dagur_translated | Sum tá Julia, við kærleika og sorg í hjartanum, rópar: "Á, Romeo, Romeo, sig, hví ert tú Romeo?” |
A classic story that will make you laugh, blush, get angry, say “uh!” or “ah!” or “oh!”, and perhaps even shed a tear. | article_dagur_translated | Ein klassisk søga, sum fer at fáa teg at flenna, rodna, øtast, siga “uh!” ella “ah!” ella “oh!” og kanska eisini fella eitt tár. |
Performances will be on July 27 at 16:00, July 28 at 16:00 and 18:00, July 29 at 15:00 and 17:00, and July 30 at 16:00 at the National Theatre of the Faroe Islands. | article_dagur_translated | Spælt verður 27. juli kl. 16, 28. juli kl. 16 og 18, 29. juli kl 15 og 17 og 30. juli kl. 16 á Tjóðpalli Føroya. |
Heðin Mortensen, former mayor, said the following about the Ævintýraferðin when it won the Tórshavn City Council's Children's Culture Prize: | article_dagur_translated | Heðin Mortensen, fyrrverandi borgarstjóri, segði soleiðis um Ævintýraferðina, tá hon vann Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs: |
"The distinctive thing about 'Ævintýraferðin' is that the two of them appeal to the imagination of each individual child and weave challenging, adventure-like events into it. | article_dagur_translated | “Tað sermerkta við "Ævintýraferðini" er, at teir báðir leggja upp til hugflogið hjá tí einstaka barninum og tvinna avbjóðandi, ævintýrkendar hendingar uppí. |
Ævintýraferðin is a successful and experience-rich project that has captivated the children." | article_dagur_translated | Ævintýraferðin er ein væleydnað og upplivingarrík verkætlan, ið hevur tikið børnini á bóli.” |
The atmosphere in Vágsbotn has become better and better, and at 21:00 Eivør arrived with her distinctive music and beautiful voice. | article_dagur_translated | Lagið í Vágsbotni er vorið betri og betri, og klokkan 21 kom Eivør við sínari gendakenda tónleiki og vøkru rødd. |
- It has been far too long since I played at Tórsfest... you are fantastic. | article_dagur_translated | - Tað er alt ov langt síðani, at eg havi spælt á Tórsfest...tit eru fantastisk. |
This the street woman said shortly before she passed the word on to Sámal Ravnsfjall, who with "1001 Nights" honored Jóan Jakku Guttesen together with the crowd. | article_dagur_translated | Hetta segði gøtukvinnan stutt áðrenn, hon gav orðið víðari til Sámal Ravnsfjall, sum við "1001 nátt" heiðraði Jóan Jakku Guttesen saman við fjøldini. |
A beautiful moment. | article_dagur_translated | Ein vøkur løta. |
Kristina Bærentsen had earlier been responsible for an energetic and good Faroese contribution. | article_dagur_translated | Kristina Bærentsen hevði frammanundan staðið fyri einum fríksligum og góðum føroyskum íkasti. |
The past two hours have featured Danish names that were especially active in the 1990s and into the 2000s: first the four lively female singers in Poptøz and then the band Dizzy Mizz Lizzy, which proved to be in good form. | article_dagur_translated | Seinastu tveir tímarnir hava donsk nøvn, sum serliga vóru frammi í 1990'unum og inn í 2000'ini hildið gott lív í: Fyrst tær fýra lívligu songkvinnurnar í Poptøz og síðani bólkurin Dizzy Mizz Lizzy, sum vísti seg at vera í góðum formi. |
Three people died yesterday in a train accident in the German state of Baden-Württemberg. | article_dagur_translated | Trý fólk lótu í gjár lív í einari tokvanlukku í týska statinum Baden-Württemberg. |
In addition, about 50 others were injured, and several were seriously hurt, the German police say. | article_dagur_translated | Harumframt vórðu umleið 50 onnur særd, og fleiri vórðu álvarsliga løstað, upplýsir týska løgreglan. |
About 100 passengers were on the train when it derailed. | article_dagur_translated | Umleið 100 ferðafólk vóru við tokinum, tá tað koyrdi av sporinum. |
Several carriages derailed, and at least one ended up on its side, Reuters writes. | article_dagur_translated | Fleiri tokvognar koyrdu av sporinum, og í minsta lagi ein endaði á liðini, skrivar Reuters. |
The accident occurred at about 17:10 yesterday local time near the town of Zwiefaltendorf. | article_dagur_translated | Vanlukkan hendi umleið klokkan 17.10 í gjár okkara tíð nærindis býin Zwiefaltendorf. |
An investigation is underway to determine why the accident happened. | article_dagur_translated | Kannað verður, hví vanlukkan hendi. |
Donald Trump is a politician who divides the waters in a country that perhaps has never been as split as it is now. | article_dagur_translated | Donald Trump er ein politikkari, ið skilir vøtnini í einum landi, sum kanska ongantíð hevur verið so kloyvt sum tað sama. |
It also turns out that Trump is not as badly regarded as president during his second term as he is right now. | article_dagur_translated | Tað vísir seg eisini, at Trump ikki hevur so ikki illa dámdur sum forseti undir sínari aðru setu, sum hann er beint nú. |
In the USA this is called the "approval rating," and these are conducted regularly. | article_dagur_translated | Í USA verður tað nevnt "approval-rating", og hesar verða framdar regluliga. |
It is the international research firm Ipsos that conducted the survey for the news agency Reuters. | article_dagur_translated | Tað er altjóða greiningarfyritøkan Ipsos, sum hevur gjørt kanningina fyri tíðindastovuna Reuters. |
Only 40 percent of those surveyed, that is two out of five people or four out of ten, believe that Donald Trump is performing well as president. | article_dagur_translated | Bert 40 prosent av teimum spurdu, tað vil siga tvey av fimm fólkum ella fýra av tíggju, halda, at Donald Trump stendur seg væl sum forseti. |
Subsets and Splits
No community queries yet
The top public SQL queries from the community will appear here once available.