en
stringlengths
1
10.6k
source
stringclasses
4 values
fo
stringlengths
1
10.3k
The accident occurred while the car was driving on autopilot.
article_dagur_translated
Vanlukkan hendi, meðan bilurin koyrdi á autopilot.
Tesla must pay $243 million — over 1.5 billion kroner — in fines and compensation, including a larger payment to the family of the woman who died.
article_dagur_translated
Tesla skal rinda 243 milliónir dollarar - yvir 1,5 milliardir krónur - í sekt og endurgjaldi, harav eitt størri gjald til familjuna hjá kvinnuni, sum lat lív.
Tesla's CEO, Elon Musk, says the company will appeal the verdict, writes Ritzau.
article_dagur_translated
Stjórin í Tesla, Elon Musk sigur, at fyritøkan fer at kæra dómin, skrivar Ritzau.
The jury found in its decision that the car's self-driving function did not work, and that the driver therefore did not bear full responsibility, although the driver admitted being distracted by their mobile phone.
article_dagur_translated
Nevningatingið vísti í avgerð sínari á, at sjálvstýrandi funkan í bilinum, ikki riggaði, og at førarin í bilinum tí ikki hevur alla ábýrgdina, hóast viðkomandi viðgekk at hava verið órógvaður av sínari fartelefon.
The jury ruled that Tesla had 33 percent of the responsibility for the accident, and that the driver was to blame for the remainder.
article_dagur_translated
Nevningatingið hevur avgjørt, at Tesla hevði 33 prosent av ábyrgdini fyri vanlukkuni, og at førarin hevði skyldina fyri restina.
He has previously reached an agreement with the family for an undisclosed sum.
article_dagur_translated
Hann hevur áður gjørt avtalu við familjuna um eina óupplýsta upphædd.
These days Tesla is trying to convince Americans that their cars can safely drive without a driver, and the plan is to deploy self-driving taxis in several cities in the coming months.
article_dagur_translated
Tesla roynir í hesum døgum at sannføra amerikanarar um, at bilar teirra trygt kunnu koyra uttan førara, og ætlanin er at seta inn sjálvkoyrandi hýruvognar í fleiri býum komandi mánaðirnar.
U.S. authorities have previously investigated the autopilot feature in Tesla cars in connection with several traffic accidents, and then concluded that systems in over two million cars needed to be updated.
article_dagur_translated
Amerikanskir myndugleikar hava áður kannað autopilot-funkuna í bilum hjá Tesla í sambandi við fleiri ferðsluvanlukkur, og tá varð niðurstøðan, at skipanir í yvir tvær milliónir bilum skuldu dagførast.
After having been held a few times, this has already become an annual tradition that gathers many people each year, and is a very good opportunity to enjoy a cozy and rewarding moment in the magnificent nature.
article_dagur_translated
Eftir at hava verið hildið nakrar fáar ferðir er hetta longu vorðin ein árlig siðvenja, sum savnar væl af fólki hvørt ár, og er eitt sera gott høvið til at njóta eina hugnaliga og gevandi løtu í stórbæru náttúruni.
Derhard Jógvanson will be the priest, and if the weather is good, they will reach back into history by rowing out to the skerries, as a reminder of the old ferrying duty that existed in many villages in the Faroes in former days.
article_dagur_translated
Derhard Jógvanson verður prestur, og um viðrar, verður leitað aftur til søguna, við at skjútsa inn á gjónna, sum eitt minnið yvir gomlu skjúts-pligtina, sum lá á nógvum bygdum í Føroym í gomlum døgum.
This duty, before motors arrived in the country, was to row a doctor, midwife, or priest to a neighboring island when there was a need.
article_dagur_translated
Hendan pligt, áðrenn motorarnir komu til landið, var at rógva lækna, jarðarmóður ella prest til grannaoynna, tá tørvur var á tí.
Often in bad or uncertain weather.
article_dagur_translated
Ofta í ivaveðri.
Music will not be spared — Eiðis Ljómfelag will open, under the direction of Oddur Magnusson Hentze.
article_dagur_translated
Tónleikur verður ikki spardur uppá - har Eiðis Ljómfelag leggur fyri, undir leiðslu av Oddur Magnusson Hentze.
Organist will be Ari Hammer Joensen.
article_dagur_translated
Urguleikari verður Ari Hammer Joensen.
The Tórshavn Male Choir will sing under the direction of Hera Eysturlíð and Sámal Matras Kristiansen.
article_dagur_translated
Tórshavnar Mannskór, fer at syngja undir leiðslu av Hera Eysturlíð og Sámal Matras Kristiansen.
Tóra Vestegaard will also enrich the occasion with solo singing, together with guitarist Ragnar Olsen.
article_dagur_translated
Eisini fer Tóra Vestegaard at ríka løtuna við solosangi, saman við gittarleikaranum Ragnar Olsen.
The Ministry of Health has issued a new regulation regarding free vaccinations for consultation.
article_dagur_translated
Heilsumálaráðið hevur sent eina nýggja kunngerð um ókeypis koppseting til hoyringar.
The comment deadline is August 31.
article_dagur_translated
Ummælisfreistin er 31. august.
The regulation concerns free vaccination against a range of infectious diseases.
article_dagur_translated
Kunngerðin snýr seg um ókeypis koppseting móti einari røð av smittandi sjúkum.
A major change in this proposal is that pharmacies will be able to offer vaccination against influenza and coronavirus this autumn.
article_dagur_translated
Ein stór broyting við hesum uppskotinum er, at apotekini í heyst skulu kunna bjóða koppseting móti influensu og koronu.
People can still get vaccinated by their own municipal doctor, but with the change people will have better opportunities to be vaccinated against these diseases, says the Ministry of Health.
article_dagur_translated
Fólk kunnu framvegis koppseta seg hjá egnum kommunulækna, men við broytingini fáa fólk betri møguleika at koppseta seg móti hesum sjúkum, sigur Heilsumálaráðið.
The regulation specifies which groups of people will be offered free vaccination against various types of infectious diseases.
article_dagur_translated
Í kunngerðini er ásett, hvørjir persónsbólkar fáa tilboð um ókeypis koppseting ímóti ymsu sløgunum av smittandi sjúkum.
It also sets out when the various free vaccination offers will be provided and who can administer the vaccinations.
article_dagur_translated
Somuleiðis verður ásett, nær ymsu tilboðini um ókeypis koppsetingar verða veitt, og hvør kann koppseta.
The vaccinations will be carried out in accordance with guidance from the health authorities.
article_dagur_translated
Koppsetingarnar verða framdar samsvarandi vegleiðingum frá heilsumyndugleika.
According to the regulation, which is planned to come into effect on October 1, the Pharmacy Authority can make agreements with or employ healthcare staff to vaccinate people against influenza and coronavirus.
article_dagur_translated
Sambært kunngerðini, sum eftir ætlan kemur í gildi 1. oktober, kann Apoteksverkið gera avtalu við ella seta í starv heilsustarvsfólk at koppseta fólk móti influensu og koronu.
In addition, the offer of vaccination against pertussis for pregnant women will be expanded to cover all pregnant women instead of only those from the 24th week of pregnancy.
article_dagur_translated
Umframt hetta verður tilboðið til barnakonur um koppseting ímóti kikhosta víðkað til at fevna um allar barnakonur í staðin fyri barnakonur frá 24. barnsburðarviku.
In 2019 Herborg Torkilsdóttir released her first song, and since then she has been very active with recording songs and performing at concerts.
article_dagur_translated
Í 2019 gav Herborg Torkilsdóttir fyrsta sangin út, og síðan tá hevur hon verið sera virkin við innspælingum av sangum og framførslum á konsertum.
Several of her songs have been radio hits — for example songs like "Eg uttan teg", "Tú spælir við meg", "Náttin var okay", "Runt allar Føroyar" and others.
article_dagur_translated
Fleiri av sangunum hjá henni hava verið útvarpshitt – til dømis sangir sum "Eg uttan teg", "Tú spælir við meg", "Náttin var okay", "Runt allar Føroyar" og aðrir.
Herborg writes the songs herself, and she is skilled at combining words and melodies so that they catch on.
article_dagur_translated
Herborg skrivar sjálv sangirnar, og hon dugir væl at seta orð og løg saman, so at tey fanga.
"I make a point of making the songs folksy, and that people recognize themselves in the songs."
article_dagur_translated
– Eg leggi meg eftir, at sangirnir eru fólksligir, og at fólk kenna seg aftur í sangunum.
"They should not have to think too much, but understand the song the first time they hear it," says Herborg Torkilsdóttir.
article_dagur_translated
Tey skulu ikki hugsa seg nógv, men skilja sangin fyrstu ferð, tey hoyra hann, sigur Herborg Torkilsdóttir.
At the Summer Festival next week Herborg Torkilsdóttir will perform together with Rakul Petersen.
article_dagur_translated
Á Summar Festivalinum í næstu viku hevur Herborg Torkilsdóttir framførslu saman við Rakul Petersen.
Above it is possible to see a video interview with Herborg Torkilsdóttir.
article_dagur_translated
Omanfyri ber til at síggja video-samrøðu við Herborg Torkilsdóttir.
On the night leading into Thursday, eight patients from Gaza arrived in Norway, the Norwegian government announced in a press release.
article_dagur_translated
Náttina til hósdagin komu átta sjúklingar úr Gaza til Noregs, boðar norska stjórnin frá í tíðindaskrivi.
Norway has now received a total of 28 patients and 72 accompanying relatives from Gaza.
article_dagur_translated
Noreg hevur nú tikið ímóti tilsamans 28 sjúklingum og 72 avvarðandi úr Gaza.
It was in June 2024 that the Norwegian government decided the country would receive 20 patients and their accompanying relatives from Gaza.
article_dagur_translated
Tað var í juni 2024, at norska stjórnin avgjørdi, at landið skuldi taka ímóti 20 sjúklingum og teirra avvarðandi úr Gaza.
Last year, however, fewer accompanying relatives arrived than originally planned, and the Norwegian government therefore decided to receive more patients.
article_dagur_translated
Í fjør komu tó færri avvarðandi enn upprunaliga ætlað, og norska stjórnin avgjørdi tí at taka ímóti fleiri sjúklingum.
"I am pleased that we have received more people from Gaza who need treatment," says Espen Barth Eide, Norway's foreign minister.
article_dagur_translated
– Eg eri fegin um, at vit hava tikið ímóti fleiri úr Gaza, sum hava tørv á viðgerð, sigur Espen Barth Eide, norskur uttanríkismálaráðharri.
"The healthcare system in Gaza has collapsed."
article_dagur_translated
– Heilsuverkið í Gaza er brotið saman.
Many health centers have been destroyed, and several patients have injuries that cannot be treated in the area.
article_dagur_translated
Nógvar heilsumiðstøðir eru lagdar í oyði, og fleiri sjúklingar hava skaðar, sum ikki kunnu viðgerast í økinum.
"Therefore Norway is participating in an EU-organized health effort aimed at helping patients who need specialized treatment."
article_dagur_translated
– Tí luttekur Noreg í einum ES-skipaðum heilsuátaki, sum hevur til endamáls at hjálpa sjúklingum, sum hava tørv á serviðgerð.
The World Health Organization (WHO) has previously urged EU countries to receive patients from Gaza who cannot get treatment there.
article_dagur_translated
Heimsheilsustovnurin WHO hevur áður heitt á ES-lond um at taka ímóti sjúklingum úr Gaza, sum ikki kunnu fáa viðgerð í Gaza.
In June it was reported, according to Ritzau, that a total of 15 European countries had received patients from Gaza.
article_dagur_translated
Í juni varð upplýst, sambært Ritzau, at tilsamans 15 evropeisk lond høvdu tikið ímóti sjúklingum úr Gaza.
In addition to Norway, among others Germany, Greece, Belgium, France, Spain and Ireland have received patients from Gaza.
article_dagur_translated
Umpframt Noreg hava m.a. Týskland, Grikkaland, Belgia, Frakland, Spania og Írland tikið ímóti sjúklingum úr Gaza.
From now on, tourists in New Zealand must pay to visit popular tourist attractions.
article_dagur_translated
Framyvir skulu ferðafólk í Nýsælandi gjalda fyri at vitja vælumtókt ferðamál.
Local people can still visit these attractions completely free, but tourists must pay between 20 and 40 New Zealand dollars, which corresponds to between 76 and 152 kroner, writes Ritzau.
article_dagur_translated
Lokal fólk kunnu framvegis vitja hesi ferðamál púra ókeypis, men ferðafólk skulu rinda millum 20 og 40 nýsælendskar dollarar, sum svarar til millum 76 og 152 krónur, skrivar Ritzau.
"The tourism industry has a large impact on our economy, and no one wants to change that."
article_dagur_translated
– Ferðavinnan hevur stóra ávirkan á okkara búskap, og tað ynskir eingin at broyta.
But I have heard several times from friends who have visited us that they are shocked that they can visit some of the most beautiful sites in the world for free, says Tama Potaka, minister for conservation.
article_dagur_translated
Men eg havi hoyrt fleiri ferðir frá vinfólki, sum hava vitjað okkum, at tey eru skelkað yvir, at tey ókeypis kunnu vitja nøkur av vakrastu støðunum í heiminum, sigur Tama Potaka, ráðharri í náttúruverndarmálum.
The fee for tourists is part of the government's measures to strengthen the tourism industry and stimulate the economy.
article_dagur_translated
Avgjaldið til ferðafólk er ein liður í tiltøkunum hjá stjórnini um at styrkja ferðavinnuna og fáa gongd á búskapinum.
When the police were out checking traffic yesterday, three drivers received penalty points on their driving licences, the duty officer at the police station in Tórshavn reports.
article_dagur_translated
Tá løgreglan var úti og kannaði ferðsluna í gjár fingu tríggir bilførarar klipp í koyrikortið, upplýsir vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.
Two of the drivers were caught in Søldarfjørður.
article_dagur_translated
Tveir av bilførarunum vórðu tiknir í Søldarfirði.
One received a penalty point for driving on the left side of a traffic island, and the other for speeding — 71 kilometres per hour despite the maximum permitted speed being 50 kilometres per hour.
article_dagur_translated
Tann eini fekk klipp fyri at koyra vinstrumegin eina ferðsluoyggj, og hin fyri at koyra ov skjótt - 71 kilometrar um tíman, hóast mest loyvda ferðin er 50 kilometrar.
The third driver who received a penalty point yesterday was caught in Tórshavn.
article_dagur_translated
Triði bilførarin, sum fekk klipp í gjár varð tikin í Havn.
He received the penalty point for talking on a handheld mobile phone while driving.
article_dagur_translated
Klippið fekk hann fyri at tosa í hondhildnari fartelefon, meðan hann koyrdi.
The Palestinian militant movement Hamas will only lay down its weapons if an independent Palestinian state is established, Hamas announced in a statement on Saturday evening according to Ritzau.
article_dagur_translated
Palestinska hernaðarrørslan Hamas fer bert at leggja vápnini, um ein óheftur palestinskur statur verður settur á stovn, boðaði Hamas frá í fráboðan leygarkvøldið sambært Ritzau.
"Armed resistance cannot be abandoned unless our national rights are restored," Hamas writes, which wants an independent Palestinian state with Jerusalem as its capital.
article_dagur_translated
– Vápnað mótstøða kann ikki uppgevast, uttan so, at okkara tjóðarrættindi verða endurvunnin, skrivar Hamas, sum vil hava ein sjálvstøðugan palestinskan stat við Jerusalem sum høvuðsstað.
Hamas and Israel have held talks with, among others, Qatar as mediator to try to reach an agreement on a 60-day ceasefire and the release of Israeli hostages, but the negotiations ended last week without results.
article_dagur_translated
Hamas og Ísrael hava havt samráðingar við m.a. Katar sum meklarara fyri at royna at finna semju um eina 60 dagar longa vápnahvíld og leyslating av ísraelskum gíslum, men samráðingarnar endaðu í farnu viku uttan úrslit.
Israel's main demand is that Hamas release the 49 hostages who are still in the Gaza Strip.
article_dagur_translated
Høvuðskravið hjá Ísrael er, at Hamas skal leyslata teir 49 gíslarnar, sum enn eru eftir í Gazageiranum.
Of those, 27 are believed to be dead.
article_dagur_translated
Av teimum verða 27 mett at vera deyðir.
Eyal Zamir, a commander in the Israeli military, warned on Saturday that Israeli attacks on Gaza will continue if an agreement on the hostages is not reached soon.
article_dagur_translated
Eyal Zamir, leiðari í Ísraelska herinum ávaraði leygardagin um, at ísraelsku álopini á Gaza halda fram, um ein avtala um gíslarnar ikki kemur í lag skjótt.
Last night a fire broke out in a Russian oil depot in the Russian city of Sochi, which lies on the Black Sea in the southern part of Russia.
article_dagur_translated
Í nátt kyknaði eldur í einari russiskari oljugoymslu í russiska býnum Sotji, sum liggur við Svartahavið í sunnara parti av Russlandi.
This was announced by Veniamin Kondratyev, the governor of the region, on the messaging service Telegram.
article_dagur_translated
Tað boðar Veniamin Kondratjev, guvernørurin í økinum frá á boðtænastuni Telegram.
The cause of the fire is said to be a Ukrainian drone attack, according to Ritzau.
article_dagur_translated
Orsøkin til eldin er eitt ukrainskt dronuálop, verður sagt sambært Ritzau.
Early this morning more than 120 firefighters were working to extinguish the blaze, which also caused a suspension of flights at the city's airport.
article_dagur_translated
Tíðliga í morgun arbeiddu fleiri enn 120 sløkkiliðsfólk við at basa eldinum, sum eisini hevði við sær, at steðgur var í flogferðsluni á floghavnini í býnum.
This morning, however, everything at the airport is operating as usual.
article_dagur_translated
Í morgun koyrir alt á floghavnini tó sum vanligt.
The Russian Ministry of Defense stated earlier this morning that Russians have shot down 93 drones over the Black Sea and the area where the oil depot is located.
article_dagur_translated
Russiska verjumálaráðið upplýsti fyrr í morgun, at russar hava skotið niður 93 dronur yvir Svrtahavið og økið, har oljugoymslan er.
There were also reports of drone attacks elsewhere in the country.
article_dagur_translated
Eisini varð boðað frá dronuálopum aðrastaðni í landinum.
In the Voronezh region it was reported that 18 drones were shot down and that four people were injured.
article_dagur_translated
Í landslutinum Voronezj verður boðað frá, at 18 dronur eru skotnar niður, og at fýra fólk eru særd.
Three of them were taken to hospital.
article_dagur_translated
Trý teirra vórðu flutt á sjúkrahús.
Ukraine announced today that late last night Russia carried out attacks on the city of Mykolaiv in the southern part of Ukraine, and that at least seven people were injured, of whom two were taken to hospital.
article_dagur_translated
Ukraina boðar í dag frá, at Russland seint í gjárkvøldið hevur framt álop á býin Mykolajiv í sunnara parti av Ukraina, og at í minsta lagi sjey fólk vórðu særd, harav tvey fólk vórðu flutt á sjúkrahúsið.
The Ukrainian air force says that Russia fired 76 drones and seven missiles at Ukraine last night and during the night, and that eight areas were hit.
article_dagur_translated
Ukrainski flogherurin sigur, at Russland hevur skotið 76 dronur og sjey rakettir móti Ukraina í gjárkvøldið og í nátt, og at átta øki eru rakt.
Ukraine's air defenses have destroyed 60 drones and one missile, Reuters writes.
article_dagur_translated
Ukrainska loftverjan hevur oyðilagt 60 dronur og eina rakett, skrivar Reuters.
She is one of the hottest names in Danish pop music, she has been on her first concert tour in Europe, and now she is coming to the Summer Festival to perform.
article_dagur_translated
Hon er eitt tað heitasta navnið í donskum popptónleiki, hon hevur verið á fyrstu konsertferðini í Europa, og nú kemur hon á Summar Festivalin at framføra.
Brimheim can be difficult to categorize musically, but it is certainly true that she is an unusually talented singer and songwriter.
article_dagur_translated
Brimheim kann vera trupul at seta í bás tónleikaliga, men púra vist er, at hon er ein óvanliga dugnalig songkvinna og sangskrivari.
She has written innovative pop songs and has won the hearts of both the public and critics.
article_dagur_translated
Hon hevur skrivað nýskapandi poppsangir og hevur vunnið hjørtuni á bæði fólki og ummælarum.
Time and again she has been nominated for significant awards and has won several of them.
article_dagur_translated
Hon hevur ferð eftir ferð verið tilnevnd týðandi virðislønir og hevur vunnið fleiri teirra.
The reviews of her releases have been like a true shower of stars, and onstage she is outstanding.
article_dagur_translated
Ummælini av útgávum hennara hava verið sum satt stjørnuregn, og á palli er hon framúrskarandi.
Helena Heinesen Rebensdorff has a Faroese mother and maintains a close connection to the Faroe Islands and Faroese culture, although to a large extent she has lived and worked musically in and around Denmark.
article_dagur_translated
Helena Heinesen Rebensdorff hevur føroyska mammu og hevur tætt samband við Føroyar og føroyska mentan, hóast hon í stóran mun hevur búð og virkað tónleikaliga í og úr Danmark.
"The Faroese culture has shaped me greatly as an artist and a person, and I am always so inspired when I am in the Faroe Islands."
article_dagur_translated
– Føroyska mentanin hevur formað meg nógv sum listafólk og menniskja, og eg eri altíð so inspirerað, tá ið eg eri í Føroyum.
"My mother is here in the Faroe Islands, and I have family and many friends, so I try to come here as often as I can," says Brimheim.
article_dagur_translated
Mamma er her í Føroyum, og eg havi familju og nógv vinfólk, so eg royni at koma her so ofta, sum eg kann, sigur Brimheim.
On Saturday evening Brimheim has a concert with her band on the main stage at the Summer Festival.
article_dagur_translated
Leygarkvøldið hevur Brimheim konsert saman við bólki sínum á stóra palli á Summar Festivalinum.
An interview with Brimheim can be seen above.
article_dagur_translated
Samrøða við Brimheim sæst omanfyri.
The authorities in Ukraine have uncovered a comprehensive corruption case involving bribes related to the purchase of drones that are used to disrupt the enemy's signals.
article_dagur_translated
Myndugleikarnir í Ukraina hava avdúkað eitt umfatandi mál um mutur í sambandi við innkeyp av dronum, sum verða nýttar at órógva signal hjá fíggindanum.
The drones were purchased at an excessively high price, and the surplus funds went directly into the pockets of several people who are now implicated in the case.
article_dagur_translated
Dronurnar eru keyptar fyri ov høgan prís, og yvirskotið er farið beint í lummarnar hjá fleiri persónum, sum nú eru skuldsettir í málinum.
According to Ritzau, four people have been arrested.
article_dagur_translated
Sambært Ritzau eru fýra persónar handtikinir.
Among those revealed in the case are a member of parliament, two officials, and members of the national guard.
article_dagur_translated
Millum teir, sum eru avdúkaðir í málinum, er ein tjóðartingslimur, tvey embætisfólk og limir í tjóðarhirðuni.
However, no person has been named.
article_dagur_translated
Eingin persónur er tó nevndur við navni.
The purpose was to make contracts between the state and supplier companies at an excessively high price.
article_dagur_translated
Endamálið var at gera sáttmálar millum statin og veitingarfyritøkur fyri ein ov høgan prís.
Those involved in the case subsequently received kickbacks of up to 30 percent of the amount stated in the contract.
article_dagur_translated
Tey, sum vóru innblandað í málinum, hava síðani fingið samsýning á upp til 30 prosent av upphæddini, sum stóð í sáttmálanum.
How large the amounts in question are is unclear.
article_dagur_translated
Hvussu stórar upphæddir talan er um er ógreitt.
The U.S. oversight body Office of Special Counsel (OSC) is currently investigating attorney Jack Smith, who previously led several cases against U.S. President Donald Trump.
article_dagur_translated
Amerikanska eftirlitið Office of Special Council (OSC) kannar í løtuni sakføraran Jack Smith, sum áður hevur staðið á odda fyri fleiri málum móti amerikanska forsetanum Donald Trump.
The cases concern, among other things, that Trump allegedly refused to return classified documents after his first term ended in 2021.
article_dagur_translated
Málini snúgva seg m.a. um, at Trump skal hava noktað at lata aftur loynilig skjøl, eftir at fyrsta valskeið hansara endaði í 2021.
Trump was also indicted for attempting to overturn the result of the 2020 U.S. presidential election, when he lost to Democrat Joe Biden.
article_dagur_translated
Eisini varð Trump ákærdur fyri at hava roynt at ógilda úrslitið av amerikanska forsetavalinum í 2020, tá hann tapti móti demokratinum Joe Biden.
Trump himself has pleaded not guilty to both indictments, which he says were politically motivated, writes Ritzau.
article_dagur_translated
Sjálvur hevur Trump noktað seg sekan í báðum ákærum, sum sambært honum vórðu politiskt motiveraðar, skrivar Ritzau.
It is Republican Senator Tom Cotton of Arkansas who has urged the OSC to investigate Jack Smith, who according to Cotton tried to prevent Trump from being re-elected in the 2024 election.
article_dagur_translated
Tað er republikanski senatorurin, Tom Cotton úr Arkansas, sum hevur heitt á OSC um at kanna Jack Smith, sum sambært Cotton royndi at forða Trump í at verða afturvaldur á valinum í 2024.
However, Trump was re-elected and the cases were dropped.
article_dagur_translated
Trump bleiv tó afturvaldur, og málini vórðu droppað.
It is now being examined whether Jack Smith violated the so-called Hatch Act, which prohibits political officials from using their office for political activity.
article_dagur_translated
Kannað verður nú, um Jack Smith hevur brotið sonevndu Hatch Act, sum forðar politisk embætisfólk í at brúka embæti sítt til politiskt virksemi.
Jack Smith, who stepped down as special prosecutor earlier this year, has repeatedly stated that the indictments were politically motivated.
article_dagur_translated
Jack Smith, sum fór frá sum serligur ákæri fyrr í ár, hevur ferð eftir ferð víst aftur, at ákærurnar skulu hava verið politiskt motiveraðar.
It is unclear what the consequence will be if the investigation shows that he violated the law.
article_dagur_translated
Tað er ógreitt, hvør avleiðingin verður, um kanningin vísir, at hann hevur brotið lógina.
Work is being done on a plan intended to bring an end to the war in Gaza.
article_dagur_translated
Arbeitt verður við einari ætlan, sum skal fáa ein enda á krígnum í Gaza.