en stringlengths 1 10.6k | source stringclasses 4
values | fo stringlengths 1 10.3k |
|---|---|---|
In July women received on average 29,398 kronur, which is 30 percent lower than the average wage for men, which was 42,198 kronur. | article_dagur_translated | Í juli fingu kvinnur 29.398 krónur í miðal, sum er 30 prosent lægri enn miðallønin hjá monnum, sum var 42.198 krónur. |
Compared with the same month the year before, the paid average wage has increased by 8 percent for men and 4.7 percent for women. | article_dagur_translated | Samanborið við sama mánað árið fyri er útgoldna miðallønin vaksin við 8 prosentum hjá monnum og 4,7 prosentum hjá kvinnum. |
Note that working hours are not taken into account when the average wage is calculated. | article_dagur_translated | Gev gætur, at tað ikki verður tikið hædd fyri arbeiðstíð, tá miðallønin verður roknað. |
It is calculated by dividing the total wages by the number of persons who receive wages. | article_dagur_translated | Hon verður roknað við at býta samlaðu lønina við tal av persónum, sum fáa løn. |
When looking at paid wages over the last 12 months distributed by residential area, it is seen that employees residing in the Sandoy area have had the largest increase at nearly twelve percent. | article_dagur_translated | Tá hugt verður eftur útgoldnum lønum seinastu 12 mánaðirnar býtt á bústaðarøki sæst, at løntakarar búsidandi í Sandoyar øki hava havt størsta vøkstur við næstan tólv prosentum. |
The Norðoyar area had the smallest increase at 4.2 percent. | article_dagur_translated | Norðoya øki hevði minsta vøkstur við 4,2 prosentum. |
Sea Shepherd indicates again that it is the association that should have stolen the buoys that have disappeared in Bø. | article_dagur_translated | Sea Shepherd vísir aftur, at tað er felagsskapurin, sum skal hava stolið mønustingararnir, sum eru horvnir í Bø. |
Earlier today we had a story in which we quoted the whale hunt chairman in Bø, who in connection with 11 buoys disappearing suspected whether it could have been the environmental organization behind it. | article_dagur_translated | Fyrr í dag høvdu vit eina søgu, har vit siteraðu grindaformann í Bø, sum í samband við at 11 mønustingarar eru horvnir, grunaði um, hvørt tað kundi verið umhvørvisfelagsskapurin, sum stóð aftan fyri. |
This is not so, says Valentina Crast, spokeswoman for Sea Shepherd in a statement earlier today. | article_dagur_translated | Hetta er ikki so, sigur Valentina Crast, talskvinna fyri Sea Shepherd í fráboðan fyrrapartin. |
- We definitely have no part in this incident. | article_dagur_translated | - Vit eiga avgjørt ongan lut í hesi hending. |
Such acts are not only short-sighted and foolish — they are directly counterproductive to our strategy, which is based on local cooperation, open communication and legal documentation. | article_dagur_translated | Slíkar gerðir eru ikki bert stuttskygdar og tápuligar – tær eru beinleiðis mótvirkandi (kontraproduktivar) í mun til okkara strategi, sum byggir á lokalt samstarv, opið samskifti og lógliga skjalprógvan. |
- Our work in the Faroe Islands has a single purpose: to document whale hunts and ensure that the discourse has the best conditions, both domestically and abroad. | article_dagur_translated | - Okkara arbeiði í Føroyum hevur eittans endamál: At skjalprógva grindadráp og tryggja, at orðaskiftið hevur bestu umstøður, innan- sum uttanlands. |
This is in accordance with applicable law. | article_dagur_translated | Hetta verður í tráð við galdandi lóg. |
Vandalism and theft have no place in our approach and are not methods we use or encourage, writes the spokeswoman, who states that Sea Shepherd has already contacted the police to be available should the police have questions. | article_dagur_translated | Herverk og stuldur hoyrir ongastaðni heima í okkara tilgongd, og eru ikki hættir, ið vit brúka ella eggja til, skrivar talskvinnan, sum upplýsir, at Sea Shepherd longu hevur sett seg í samband við løgregluna fyri at vera tøk, um løgreglan skuldi havt spurningar. |
Next week Galaxy will take over for Smyril, which is due for its 20-year classification. | article_dagur_translated | Í næstu viku tekur Galaxy yvir fyri Smyril, sum skal til sína 20-ára klassing. |
This will be the second time that Galaxy operates the route across the Suðuroy fjord. | article_dagur_translated | Hetta verður aðru ferð, at Galaxy røkir siglingina um Suðuroyarfjørð |
The ship does not sail as fast as Smyril — the scheduled sailing time is 2 hours and 30 minutes — and there will be two round trips per day. | article_dagur_translated | Skipið siglir ikki eins skjótt sum Smyril - metta siglingartíðin er 2 tímar og 30 minuttir - og túratali verður tvær ferðir aftur og fram fyri hvønn dag. |
Strandferðslan announces that all departure times on weekdays are moved forward by one hour. | article_dagur_translated | Strandferðslan boðar frá, at allar fráferðatíðir gerandisdagar eru framskundaðar ein tíma. |
This means that the first departure from Suðuroy will be at six o'clock on all weekdays. | article_dagur_translated | Hetta vil siga, at fyrsta fráferð úr Suðuroy verður klokkan seks allar gerandisdagar. |
The departure times for the weekends are unchanged. | article_dagur_translated | Fráferðartíðirnar fyri vikuskiftini eru óbroyttar. |
The departure times in the booking system will be adjusted in the booking system from Thursday, August 14, SSL announces. | article_dagur_translated | Fráferðartíðirnar í bíleggingarskipanini verða rættar í bíleggingarskipanini frá hósdegnum 14. august, boðar SSL frá. |
The timetable takes effect when M/F Galaxy begins sailing on Saturday, August 23. | article_dagur_translated | Ferðaætlanin tekur við tá M/F Galaxy fer í sigling leygardagin 23. august. |
The weekend of August 15 to 17 will be Ljósfest in Vágur. | article_dagur_translated | Vikuskiftið 15. til 17 august verður Ljósfest í Vági. |
It is now an annual event again - a weekend of activities and music. | article_dagur_translated | Talan er nú um eitt árligt tiltak aftur - eitt vikuskifti við tiltøkum og tónleiki. |
Ljósfest was also held earlier in Vágur - from 1921 and for some years into the old school era. | article_dagur_translated | Ljósfest var eisini fyrr í Vági - frá 1921 og nøkur ár fram á gamla skúlalagnum. |
Vágur municipality writes that this was to celebrate the first power plant in the Faroes and in the Danish kingdom, which was built in 1921. | article_dagur_translated | Vágs kommuna skrivar, at hetta var fyri at hátíðarhalda fyrsta EL-verkið í Føroyum og í danska kongaríkinum, sum var bygt í 1921. |
It concerns the power plant in Botnur in Vágur. | article_dagur_translated | Talan er um el-verkið í Botni í Vági. |
In 2021 Vágur Municipality decided to organize a day in Vágur featuring art, music and events. | article_dagur_translated | Í 2021 avgjørdi Vágs Kommuna at skipa fyri einum degi í Vági, har list, tónleikur og tiltøk eru á skrá. |
This, together with SEV, was to mark the 100th anniversary of the country's first power plant, namely the plant in Botnur in Vágur. | article_dagur_translated | Hettar saman við SEV, fyri at seta dám á 100 ára dagin fyri fyrsta el-verki í landinum, nemliga el- verkið í Botni í Vági. |
This year's Ljósfest is therefore the fifth that Vágur Municipality has celebrated since 2021. | article_dagur_translated | Ljósfestin í ár er sostatt tann fimta, sum Vágs Kommuna hátíðarheldur síðan 2021. |
This year's Ljósfest begins on Friday evening, August 15 and ends on Sunday evening, August 17. | article_dagur_translated | Ljósfestin í ár byrjar fríggjakvøldið 15. august og endar sunnukvøldið 17. august. |
It starts tomorrow, Friday evening, and the main day is Saturday. | article_dagur_translated | Byrjað verður í morgin, fríggjakvøldið, og stóri dagurin er leygardagurin. |
Then Dagfinn Olsen will also open Ljósfest, and there are many different activities for the children as well. | article_dagur_translated | Tá setur Dagfinn Olsen eisini Ljósfestina, og nógv ymiskt er til børnini eisini. |
Summer has begun to lean toward autumn and that means the annual Boat Day of the boat club Naddoddi is on the schedule. | article_dagur_translated | Summarið er farið at halla og tað merkir, at árligi Bátadagurin, hjá Bátafelagnum Naddoddi, er á skránni. |
That is what the boat club writes today. | article_dagur_translated | Soleiðis skrivar bátafelagið í dag. |
On Saturday at 14:00 the boats will gather in at Sandin in Trongisvágur. | article_dagur_translated | Leygardagin klokkan 14 savnast bátarnir inn fyri Sandinum á Trongisvági. |
They will go together, sailing along the fjord out to Naddoddi Point, where there will be a social gathering. | article_dagur_translated | Farið verður, í samlaðum flokki, siglandi eftir fjørðinum út til Naddoddaneystið, har ein hugnaløta verður. |
The organizers are pleased that the weather forecast is good: the forecast predicts a light breeze, dry conditions, a chance of sun and about 14 degrees Celsius. | article_dagur_translated | Fyrireikararnir fegnast um, at veðurforsøgnin er góð: Veðurforsøgnin sigur eitt lítið lot, turt, við møguleika fyri sól og einum 14 hitastigum |
Spain has not been so severely affected by wildfires in the past twenty years. | article_dagur_translated | Spania hevur ikki verið so hart rakt av skógareldunum seinastu tjúgu árini. |
This is what Spanish authorities tell international news agencies. | article_dagur_translated | Hetta siga spanskir myndugleikar við altjóða tíðindastovur. |
It is especially the intense heat that is spreading, and authorities are struggling to maintain full control in several locations. | article_dagur_translated | Tað er serliga nógvi hitin, ið ger um seg, og mynduleikar hava ilt við at hava fult tamarhaldið í fleiri støðum. |
Spain is one of the places that is once again experiencing a heatwave. | article_dagur_translated | Spania er eitt av støðunum, sum aftur hevur eina hitabylgju. |
There have been several wildfires in the past week, and some fatalities as well. | article_dagur_translated | Har hava verið nakrir skógareldar seinastu vikuna, og onkur deyðsføll eisini. |
Today several outlets, citing Reuters, write that two firefighters in the northern part of Spain have died. | article_dagur_translated | Í dag skriva fleiri miðlar, útfrá Reuters, at tveir brandmenn í norðara parti av Spania hava latið lív. |
This followed their battle with the flames in a large wildfire. | article_dagur_translated | Hetta eftir at teir hava stríðst við flammurnar í einum stórum skógareldi. |
Another man has been arrested. | article_dagur_translated | Ein annar maður er handtikin. |
This is because the person is suspected of having started the fire on land that is being illegally used for dumping waste. | article_dagur_translated | Hetta tí at viðkomandi er undir illgruna fyri at hava byrjað eldin; á jørð sum verður ólóliga nýtt til at koyra skrell á. |
This then spread quickly in the hot weather. | article_dagur_translated | Hetta hevur so breitt seg skjótt í heita veðrinum. |
On August 2, the National Art Museum of the Faroe Islands opens an exhibition of works by the artist Jens Dam Ziska. | article_dagur_translated | 2. august bjóðar Listasavn Føroya til framsýning við verkum eftir listamannin Jens Dam Ziska. |
For many years he has exhibited works with consistent quality and development. | article_dagur_translated | Í mong ár hevur hann sýnt fram verk við áhaldandi dygd og menning. |
In recent years he has worked on paintings in large formats. | article_dagur_translated | Seinastu árini hevur hann arbeitt við málningum í stórum formati. |
This will be his first major museum exhibition and the first time the large works are shown in the Faroe Islands. | article_dagur_translated | Hetta verður fyrsta stóra savnsframsýningin hjá honum og fyrstu ferð, at stóru verkini verða sýnd fram í Føroyum. |
The exhibition is called "Eftirmyndir" (Imitations). | article_dagur_translated | Framsýningin eitur “Eftirmyndir”. |
Jens Dam Ziska's works do not depict the event itself, but the images that remain. | article_dagur_translated | Verkini hjá Jensi Dam Ziska lýsa ikki sjálva hendingina, men myndir, sum standa eftir. |
That means the afterlife of an event, stored realities, forgotten stories, and how the metaphysical world can affect the experience of a place. | article_dagur_translated | Tað vil siga eftirlívið frá eini hending, goymdar veruleikar, gloymdar søgur, og hvussu tann metafysiski heimurin kann ávirka upplivingina av einum staði. |
The works are echoes of the unseen and reproduce what once was — the imitations that have fixed themselves behind the eyelids, a boundary between what is observed and what is imagined. | article_dagur_translated | Verkini eru afturljóð av tí ósædda og endurgeva tað, sum var – eftirmyndirnar, ið hava fest seg handan eygnalokini, eitt markamót millum tað, ið er eygleitt, og tað, ið er ímyndað. |
A kind of investigation of memory and personal experience, where reality and interpretation merge. | article_dagur_translated | Eitt slag av rannsakan av minninum og tí persónligu upplivingini, har veruleiki og tulking renna saman. |
The paintings are rooted in traditional painting, but distinguish themselves from what we know from Faroese art history. | article_dagur_translated | Málningarnir taka støði i siðbundnari málningalist, men skilja seg burturfrá tí, vit kenna úr føroyskari listasøgu. |
The artist observes and transforms the local environment through a contemporary lens and an international sensibility. | article_dagur_translated | Listamaðurin eygleiðir og avmyndar nærumhvørvið við samtíðarbrillum og einum altjóða dámi. |
He works diversely with form and technique and continuously challenges convention. | article_dagur_translated | Hann arbeiðir fjølbroytt við formi og tøkni og bjóðar støðugt siðvenjuni av. |
Many of the motifs come from photographs that he uses as a tool to document the subjects. | article_dagur_translated | Fleiri av myndevnunum koma frá fotomyndum, ið hann brúkar sum eitt amboð til at skráseta motivini. |
In the process he fragments the photographs and adds drawing and graphic elements. | article_dagur_translated | Í tilgongdini syndrar hann fotomyndirnar og leggur afturat við tekning og grafikki. |
The works mostly depict places that have special significance for the artist. | article_dagur_translated | Verkini mynda oftast støð, ið hava serligan týdning fyri listamannin. |
He translates these places into abstract compositions. | article_dagur_translated | Hann umsetir hesi støð til abstraktar kompositiónir. |
Graphic shapes drift and pulse in colorful harmonies and create a kind of weightlessness that is at the same time well grounded in geometric arrangements. | article_dagur_translated | Grafisk skap sveima og pulsa í litføgrum samljóði og skapa eitt slag av vektloysi, sum samstundis er væl grundað í geometriskum samansetingum. |
This is a new Faroese landscape, a new Faroese interior image that is both rooted in the Faroe Islands and international. | article_dagur_translated | Hetta er eitt nýtt føroyskt landslag, ein nýggj føroysk innimynd, sum bæði er rótfest í Føroyum og altjóða. |
A Faroese imagery that is part of international currents and influences. | article_dagur_translated | Eitt føroyskt myndevni, ið er partur av altjóða rákum og ávirkan. |
The exhibition is open from Friday, August 22. | article_dagur_translated | Framsýningin er opin frá fríggjadegnum 22. august. |
There will be an opening reception between 16:00 and 18:00. | article_dagur_translated | Hetta við fernisering millum 16 og 18. |
Jens Dam Ziska's exhibition runs until November 2. | article_dagur_translated | Framsýnginin hjá Jens Dam Ziska verður til 2. november. |
Profit after tax amounted to 18.9 million DKK, which is significantly higher than the same period last year when profit after tax was 8.1 million DKK. | article_dagur_translated | Úrslitið eftir skatt gjørdist 18,9 mió kr., sum er væl hægri enn sama tíðarskeið í fjør, tá úrslitið var 8,1 mió kr. eftir skatt. |
Although insurance activity has increased, total claim payments in the first half-year were the lowest in several years, and this is what is reflected in the strong result. | article_dagur_translated | Hóast tryggingarvirksemið er økt, vóru samlaðu skaðaendurgjøldini í fyrra hálvári tey lægstu í fleiri ár, og tað er hetta, ið speglast aftur í góða úrslitinum. |
We are pleased with the good result because it helps shore up the company for periods with more and larger claims. | article_dagur_translated | Vit fegnast um góða úrslitið, tí tað er við til at bjálva felagið til tíðir við fleiri og størri skaðum. |
We are also happy for the customers, who have not been affected by as many claims as in recent years. | article_dagur_translated | Vit gleðast eisini vegna kundarnar, sum ikki hava verið raktir av eins nógvum skaðum og undanfarin ár. |
Because although people are well insured, it is always a burden for the individual to be struck by a loss, says Anna Mohr Holm, CEO of Trygd. | article_dagur_translated | Tí hóast fólk eru væl tryggjað, er tað altíð ein smeitur fyri tann einstaka at verða raktur av skaða, sigur Anna Mohr Holm, stjóri í Trygd. |
Management is optimistic and expects steady progress in the insurance operations for the remainder of the year. | article_dagur_translated | Leiðslan er bjartskygd og væntar eina støðuga framgongd í tryggingarvirkseminum restina av árinum. |
As a non-life insurance company, however, Trygd does not expect the trend of record-low claim expenses to continue for the rest of the year. | article_dagur_translated | Sum skaðatryggingarfelag væntar Trygd tó ikki, at gongdin við metlágum skaðaútreiðslum fer at halda fram restina av árinum. |
The claims experience in the first half-year was unusually favorable, and now autumn is approaching. | article_dagur_translated | Skaðagongdin í fyrra hálvári var óvanliga góð, og nú stendur heystið fyri durum. |
The risk of storm damage is greatest in autumn and winter. | article_dagur_translated | Vandin fyri skaðaódnum er størst um heystið og veturin. |
Furthermore, other major claims can occur, and therefore it is still too early to say how the year will turn out. | article_dagur_translated | Harumframt kunnu aðrir stórir skaðar henda, og tí er enn ov tíðliga at siga, hvussu árið fer at hilnast. |
This evening our time the US president, Donald Trump, and the Russian president, Vladimir Putin, will meet in the US state of Alaska. | article_dagur_translated | Í kvøld okkara tíð hittast amerikanski forsetin, Donald Trump og russiski forsetin, Vladimir Putin í amerikanska statinum Alaska. |
The hope of the US president is to get closer to a peace agreement between Russia and Ukraine. | article_dagur_translated | Vónin hjá amerikanska forsetanum er at koma nærri einari friðaravtalu millum Russland og Ukraina. |
The meeting will be in Anchorage, which is the largest city in Alaska, at a military base from the Cold War. | article_dagur_translated | Fundurin verður í Anchorage, sum er størsti býur í Alaska, á eini hernaðarstøð frá Kalda Krígnum. |
According to information from the White House, Trump and Putin will meet at 11:00 local time, which is 20:00 Faroese time, writes Ritzau. | article_dagur_translated | Sambært upplýsingum frá Hvítu Húsunum hittast Trump og Putin klokkan 11 lokala tíð, sum er klokkan 20 føroyska tíð, skrivar Ritzau. |
This is the first time that Trump and Putin have met face to face since 2019, and it is also the first time that Putin has traveled to a Western country since Russia invaded Ukraine in February 2022. | article_dagur_translated | Hetta er fyrstu ferð, at Trump og Putin hittast andlit til andlits síðan 2019, og hetta er eisini fyrstu ferð, at Putin fer til eitt vestanland, síðan Russland gjørdi innrás í Ukraina í februar 2022. |
The Ukrainian president, Volodymyr Zelenskyy, has not been invited to the meeting, but if things go well today, Trump intends to arrange another meeting to which Zelenskyy will be invited. | article_dagur_translated | Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj er ikki boðin við á fundin, men gongst væl í dag, ætlar Trump at skipa fyri enn einum fundi, har Zelenskyj verður boðin við. |
The board of P/F Net has organized itself with Jakob Dirksen as chairman of the board, after an extraordinary general meeting of P/F Net was held yesterday. | article_dagur_translated | Nevndin í P/F Net hevur skipað seg við Jakob Dirksen sum nevndarformanni, eftir at eykaaðalfundur var í P/F Net í gjár. |
Mimi Steintórsdóttir continues as vice chairwoman of the board. | article_dagur_translated | Mimi Steintórsdóttir heldur fram sum næstforkvinna í nevndini. |
Jakob Dirksen, who is educated as a civil engineer, has long experience in the telecommunications industry – among other roles as a consultant and as a leader in technical infrastructure operations and in network and security strategy. | article_dagur_translated | Jakob Dirksen, sum er útbúgvin sivilverkfrøðingur, hevur drúgvar royndir í fjarskiftisvinnuni – m.a. sum ráðgevi og sum leiðari á tekniskum infrakervisvirkjum og innan net- og trygdarstrategi. |
He has held a leading position in the division “Technology and Strategy” at TDC NET in Denmark, where he has led both 5G deployments, fiber projects and major reorganizations of network and operational structures. | article_dagur_translated | Hann hevur havt leiðandi starv innan virkisøkið, “Tøkni- og Strategi” hjá TDC NET í Danmark, har hann hevur staðið á odda fyri bæði 5G-útbyggingum, fipurverkætlanum og stórum umleggingum av net- og rakstrarstrukturum. |
Thus he has extensive technical insight into the 5G mobile network, which will soon formally be transferred from P/F FT Samskifti to P/F Net, and the fiber network that P/F Net will continue to expand in the coming years. | article_dagur_translated | Sostatt hevur hann stórt tøkniligt innlit í 5G-farnetið, sum í næstum formliga verður flutt úr P/F FT Samskifti yvir í P/F Net, og fipurnetið, ið P/F Net framhaldandi fer at byggja út komandi árini. |
Jakob Dirksen has also previously been a professional advisor to Føroya Tele. | article_dagur_translated | Jakob Dirksen hevur eisini áður verið fakligur ráðgevi hjá Føroya Tele. |
As an expert, he therefore has a solid understanding of how the Faroese telecommunications market is structured, and together with the rest of the board and the executive management he will ensure that P/F Net, on a neutral basis, provides all telecommunications providers equal access to the Faroese telecommunications ... | article_dagur_translated | Sostatt hevur hann sum serfrøðingur eina dygga fatan av, hvussu føroyski fjarskiftismarknaðurin er samansettur, har hann saman við restini av nevndini og dagligu leiðsluni skal tryggja, at P/F Net á neutralum grundarlagi gevur øllum fjarskiftisveitarum javnbjóðis atgongd til føroyska fjarskiftiskervið. |
It was announced at the extraordinary general meeting of P/F Net, after the sad news arrived last week, that Hákun Steingrímsson, who was chairman of the board, had died at only 61 years old. | article_dagur_translated | Boðað var frá eykaaðalfundi í P/F Net, eftir at syrgiligu boðini bórust í síðstu viku, at Hákun Steingrímsson, sum var nevndarformaður, var deyður einans 61 ára gamal. |
Jakob Dirksen succeeds a chairman who had deep insight into the Faroese telecommunications sphere. | article_dagur_translated | Jakob Dirksen tekur við eftir ein nevndarformann, sum hevði eitt djúptøkið innlit í føroyska fjarskiftisheimin. |
For many years Hákun Steingrímsson made a significant contribution in a dignified manner to both P/F Net and the Føroya Tele group as a whole. | article_dagur_translated | Hákun Steingrímsson gav í mong ár á hegnisligan hátt sítt stóra íkast til bæði P/F Net og Føroya Tele samtakið sum heild. |
He was for several years chairman of the group board of Føroya Tele – and after a pause in board work he was a few years later elected chairman of P/F Net. | article_dagur_translated | Hann var í fleiri ár formaður í samtaksnevndini í Føroya Tele – og eftir ein steðg í nevndararbeiðinum var hann nøkur ár seinni valdur til nevndarformann í P/F Net. |
He performed this role with precision and enthusiasm until he had to succumb to a serious illness. | article_dagur_translated | Hetta starvið røkti hann við neyvleika og eldhuga, til hann noyddist at lúta fyri herviligari sjúku. |
Bjarni Arnason, chairman of the group at Føroya Tele, thanks Hákun Steingrímsson on behalf of the entire group for his great work: | article_dagur_translated | Bjarni Arnason, samtaksformaður í Føroya Tele, takkar vegna alt samtakið Hákuni Steingrímssoni fyri hansara stóra arbeiði: |
We are deeply grateful for the accomplishments that Hákun Steingrímsson leaves behind at Føroya Tele. | article_dagur_translated | Vit eru djúpt takksom fyri tey avrik, sum Hákun Steingrímsson leggur eftir seg í Føroya Tele. |
Subsets and Splits
No community queries yet
The top public SQL queries from the community will appear here once available.