en
stringlengths
1
10.6k
source
stringclasses
4 values
fo
stringlengths
1
10.3k
"It went very well."
article_dagur_translated
– Tað gekk sera væl.
Of course we cannot guarantee the weather in the Faroe Islands.
article_dagur_translated
Vit kunnu sjálvandi ikki garantera veðrið í Føroyum.
One evening it rained heavily, and because we had not received the right tents from Denmark in time, about 80–100 people had to move into the sports hall at Kambsdalur until the next morning.
article_dagur_translated
Eitt kvøld regnaði illa, og tí at vit ikki høvdu fingið røttu tjøldini úr Danmark í tíð, máttu eini 80–100 fólk flyta í ítróttarhøllina á Kambsdali til næsta morgu
"The people of Leirvík have been fantastic in helping in every way, and we are very grateful."
article_dagur_translated
– Leirvíkingar hava verið fantastiskir at hjálpa upp á allar mátar, og vit eru sera takksom.
If it had not been for the Eystur Municipality, the story would have been completely different!
article_dagur_translated
Hevði tað ikki verið fyri Eysturkommunu, so hevði søgan verið ein heilt onnur!
The municipality has provided assistance with everything from water and electricity to toilet trailers and buildings, says Halbjørg to eysturkommuna.fo.
article_dagur_translated
Kommunan hevur veitt hjálp við øllum frá vatni og el til WC-vognar og bygningar, sigur Halbjørg við eysturkommuna.fo
Brekkulegan brought life and activity to Leirvík this summer, and the cooperation between the scouts and the local community showed how valuable fellowship and helpfulness are.
article_dagur_translated
Brekkulegan gav Leirvík lív og rørslu í summar, og samstarvið millum skótar og lokalsamfelag vísti, hvussu stórt virði felagsskapur og hjálpsemi hava.
The highly praised play 'Kærestebreve' with the well-known Danish actors Ellen Hillingsø and Michael Moritzen will be shown at Løkshøll on Sunday, August 31 at 4:00 PM.
article_dagur_translated
Nógv rósti leikurin ‘Kærestebreve’ við kendu donsku leikarunum Ellen Hillingsø og Michael Moritzen verður sýndur í Løkshøll sunnudagin 31. august klokkan 16.
Kærleiksbrøv is both an entertaining and moving play about Melissa and Andrew, who have felt drawn to each other since childhood, despite being very different.
article_dagur_translated
Kærleiksbrøv er bæði ein skemtiligur og hugtakandi leikur um Melissa og Andrew, sum longu frá barnsbeini kenna seg drignan at hvørjum øðrum, hóast tey eru sera ymisk.
Throughout their lives they maintain a deep and heartfelt friendship by writing hundreds of letters to each other.
article_dagur_translated
Alt lívið halda tey fast í einum djúpum og hjartaligum vinarlagi við at skriva hundraðtals brøv til hvørt annað.
They begin with small innocent notes containing secrets at school, and in their youth the content becomes more physical and sensual, and when they are adults the letters turn more to serious events and everyday challenges.
article_dagur_translated
Tey byrja við smáum sakleysum pappírslepum við loyndarmálum í skúlanum, og í ungdómsárunum verður innihaldið meira holdborið og sansaligt, og tá ið tey eru vaksin snúgva brøvini seg meira um álvarsligar hendingar og gerandis avbjóðingar.
This is the story of a love that steadily grows over the years, and it is the story of the choices we all make — or perhaps do not make.
article_dagur_translated
Hetta er søgan um kærleika, sum áhaldandi veksur sum árini ganga, og hetta er søgan um tey val, ið vit øll taka – ella kanska ikki taka.
And this is the story of the consequences that each of us must answer for when everything is to be accounted for.
article_dagur_translated
Og hettar er søgan um tær avleiðingar, vit hvør í sínum lagi, standa til svars fyri, tá ið alt skal gerast upp.
The original play was written by the American A. R. Gurney, and the play premiered in New York in 1988.
article_dagur_translated
Upprunaleikritið skrivaði amerikanski  A. R. Guerney, og leikurin varð frumframførdur í New York í 1988.
Susse Wold and Bent Mejding, and Malene Schwartz and Jesper Langberg have previously played Melissa and Andrew, but for this performance at Løkshøll it is Ellen Hillingsø and Michael Moritzen, who also received very good reviews when they performed the play for the first time in 2023.
article_dagur_translated
Susse Wold og Bent Mejding og Malene Schwartz og Jesper Langberg hava áður havt leiklutirnar sum Melissa og Andrew, men til hesa sýningina í Løkshøll eru tað Ellen Hillingsø og Michael Moritzen, sum eisini fingu sera góð ummælir, tá ið tey framførdu leikin á fyrsta sinni í 2023.
The play is still on the program in Danish theaters.
article_dagur_translated
Leikurin er enn á skránni í donskum leikhúsum.
"The audience sat spellbound throughout the entire play and completely lost themselves in the splendid acting," wrote one reviewer.
article_dagur_translated
“Áskoðararnir sótu rúnarbundnir gjøgnum allan leikin og gloymdu seg heilt burtur í flottu leikaraavrikunum”, skrivaði ein ummælari.
Tickets cost 225 kroner (+10 kroner in fees) at loksholl.fo
article_dagur_translated
Atgongumerki á 225 krónur (+10 krónur í avgjaldi) á loksholl.fo
The police are still investigating the fire that broke out in an apartment house in Hornabø in Tórshavn on Sunday evening last week, but there is no suspicion that the fire was intentionally set, the duty officer at the Tórshavn police station told the media this morning.
article_dagur_translated
Løgreglan kannar framvegis eldin, sum kyknaði í einum sethúsum í Hornabø í Havn sunnukvøldið í farnu viku, men eingin illgruni er um, at eldurin varð ásettur, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn við miðlarnar í morgun.
Not all interviews have been conducted yet, and one person is to be interviewed today.
article_dagur_translated
Allar avhoyringar eru ikki gjørdar enn, og skal ein persónur avhoyrast í dag.
It concerns one of the persons who was inside the building when the fire started.
article_dagur_translated
Talan er um ein av persónunum, sum var inni í bygninginum, tá eldur kom í.
It has been discussed to get assistance from Denmark for the investigations, but that is not considered necessary at this time, the police station says.
article_dagur_translated
Tað hevur verið uppá tal at fáa hjálp úr Danmark til kanningarnar, men tað verður ikki mett neyðugt enn, verður sagt av løgreglustøðini.
The Faroese Skippers and Navigators Association has reached an agreement for the navigators who sail with Galaxy while Smyril is in dock.
article_dagur_translated
Føroya skipara- og navigatørfelag hevur gjørt semju fyri navigatørarnar, sum sigla við Galaxy meðan Smyril er í dokk.
After the ruling by the Permanent Court regarding the dispute between the Seafarers' Unions and the Ministry of Finance, the Faroese Skippers and Navigators Association can be pleased that the Immigration Authority has decided how the foreign crew on Galaxy will be paid, the association's website wrote on Friday.
article_dagur_translated
Eftir niðurskurðin hjá Fasta Gerðarætti viðvíkjandi trætumálinum millum Manningarfeløgini og Fíggjarmálaráðið, so kann Føroya skipara- og navigatørfelag gleðast um, at Útlendingastovan hevur avgjørt hvussu útlendska manningin á Galaxy skal lønast, skrivaði heimasíðan hjá Føroya skipara- og navigatørfelag fríggjadagin.
Following the Permanent Court's ruling, the Faroese Skippers and Navigators Association has held meetings with all the navigators onboard Smyril and those who will replace them onboard Galaxy.
article_dagur_translated
Føroya skipara- og navigatørfelag hevur eftir úrskurðin hjá Fasta Gerðarætti havt fund við allar navigatørarnar umborð á Smyril, og teir sum skula avloysa umborð á Galaxy.
At the meeting the navigators' requests were raised, and based on that a proposed agreement was drafted and sent to the State Ferry Service.
article_dagur_translated
Á fundinum komu ynskini hjá navigatørunum fram og út frá tí bleiv eitt semju uppskot gjørt og sent til Strandfaraskip Landsins.
On Friday a response came from the State Ferry Service that they accepted the proposal.
article_dagur_translated
Fríggjadagin kom svar frá Strandfaraskipum Landsins um, at tey góðtóktu uppskotið.
What further happens between the Ministry of Finance, the State Ferry Service and the Immigration Authority after the Immigration Authority's decision is beyond the influence of the Faroese Skippers and Navigators Association, the association writes.
article_dagur_translated
Hvat víðari hendir millum " Fíggjarmálaráðið, Strandfaraskip Landsins og Útlendingastovuna eftir avgerðina hjá Útlendingastovuni, hevur Føroya skipara- og navigatørfelag onga ávirkan á, skrivar felagið.
The West Church was full on Monday evening when the Aalborg Gospel Choir performed a concert.
article_dagur_translated
Vesturkirkjan var full mánakvøldið tá Aalborg Gospel Choir hevði konsert.
The concert was held in connection with the 50th anniversary celebration that the West Church is having this week.
article_dagur_translated
Konsertin varð hildin í sambandi við 50 ára hátíðarhaldið, sum Vesturkirkjan hevur hesa vikuna.
Since the parliamentary election on August 29, 2019, Spyr.fo has regularly conducted voter surveys for Portal.fo and the newspaper Vikuskifti.
article_dagur_translated
Síðani løgtingsvalið 29. august 2019 hevur Spyr.fo regluliga gjørt veljarakanningar fyri Portal.fo og Blaðið Vikuskifti.
It is possible to browse the surveys below:
article_dagur_translated
Til ber at blaða í kanningunum niðanfyri:
The Book Department of the Faroese Teachers' Association is publishing six new children's books for five different age groups.
article_dagur_translated
Bókadeild Føroya Lærarafelags gevur seks nýggjar barnabøkur út til fimm ymiskar aldursbólkar.
Among other things, two new books are being released in the short and well-loved series about Papa Sally, and Faroese readers can also look forward to laughing at the vindictive Lortafrens.
article_dagur_translated
Millum annað koma tvær nýggjar bøkur út í stuttligu og væl umtóktu røðini um pápa Sally, og eisini kunnu føroyskir lesarar gleða seg til at flenna í kíki av hevndarhugaða Lortafrensi.
Two readers can play with their fingers in the holes and tell the story of the clever little hammerhead and other sea creatures.
article_dagur_translated
Tveir lesarar kunnu spæla við fingrunum í holunum og siga frá søguni hjá klóka, lítla høgguslokkinum og øðrum undirsjóvardjóravinum.
Felicity Brooks wrote it, Ela Smietanka illustrated it, and Sanna A. Dahl translated it from English.
article_dagur_translated
Felicity Brooks skrivaði, Ela Smietanka myndprýddi, og Sanna A. Dahl týddi úr enskum.
The book is a board book with holes, 10 pages, and for children approx. 0-1 years old.
article_dagur_translated
Bókin er pappbók við holum, 10 síður og til børn uml. 0-1 ár.
Imagine being completely lost.
article_dagur_translated
Hugsa tær at vera púra vilstur.
Not knowing where you are.
article_dagur_translated
Ikki vita, hvar tú ert.
Then it is good that there are people who can help you find your way home again.
article_dagur_translated
Tá er gott, at tað finnast fólk, sum kunnu hjálpa tær at finna heim aftur.
Being a little lucky doesn't make it worse.
article_dagur_translated
At tú ert eitt sindur heppin, ger tað ikki verri.
And there is so much beautiful and strange to see along the way, things you have never seen before.
article_dagur_translated
Og tað er so nógv vakurt og løgið at síggja á vegnum, sovorðið sum tú aldrin fyrr hevur sæð.
Come along on an adventure to magical and wondrous places where you will want to stay for a long, long time.
article_dagur_translated
Kom við á ævintýraferð til løgin og undursom støð, har tú vilt verða verandi leingi, leingi.
The book is hardcover, 32 pages, and for children approx. 2-4 years old.
article_dagur_translated
Bókin er innbundin, 32 síður og til børn uml. 2-4 ár.
Papa Sally is actually a perfectly fine father, Sally thinks.
article_dagur_translated
Pápi Sally er faktiskt ein heilt fínur pápi, heldur Sally.
There is just one thing: sometimes he is terribly embarrassing.
article_dagur_translated
Tað er bara líka eitt: Onkuntíð er hann ræðuliga flóvisligur.
For example when he kicks a football with the boys in after-school club or says something strange in front of Sally's class or claims that Svend, Sally's friend, is her sheikh.
article_dagur_translated
Til dømis tá hann sparkar fótbólt við dreingjunum í frítíðarskúlanum ella sigur sovorðið løgið framman fyri flokkinum hjá Sally ella sigur, at Svend, vinmaðurin hjá Sally, er sjeikurin hjá henni.
One day Sally has had enough and decides to teach her father a lesson.
article_dagur_translated
Ein dagin fær Sally nokk og ger av at læra pápa sín okkurt.
It's raining, it's windy, and overall it's a really rotten day, Sally thinks.
article_dagur_translated
Tað regnar, tað er vindur, og tað er sum heild ein ordiliga býttur dagur, heldur Sally.
Fortunately, Dad has a HUGE surprise when she comes home.
article_dagur_translated
Tíbetur hevur pápin eitt RISASTÓRT yvirraskilsi, tá hon kemur heim.
Sally and her family are going to travel.
article_dagur_translated
Sally og familjan hjá henni fara at ferðast.
They are going to a strange country that Sally has never heard of before - and as usual when it has something to do with Papa Sally, it will be a trip full of mishaps, embarrassing events - and oops moments.
article_dagur_translated
Tey skulu til eitt løgið land, sum Sally ongantíð hevur hoyrt um fyrr – og sum vanligt, tá tað hevur okkurt við pápa Sally at gera, verður tað ein ferð full av pellisøgum, flóvisligum hendingum – og kipsi.
And when they come home again, Dad gets another little idea ...
article_dagur_translated
Og tá tey koma heim aftur, fær pápin aftur eitt ørt hugskot ...
Thomas Brunstrøm wrote it, Thorbjørn Christoffersen illustrated it, and Silja Aldudóttir translated it from Danish.
article_dagur_translated
Thomas Brunstrøm skrivaði, Thorbjørn Christoffersen myndprýddi, og Silja Aldudóttir týddi úr donskum.
The books are hardcover, 36 pages each, and for children approx. 5-7 years old.
article_dagur_translated
Bøkurnar eru innbundnar, 36 síður hvør og til børn uml. 5-7 ár.
Everyone needs the opportunity to blame someone else.
article_dagur_translated
Øll hava brúk fyri møguleikanum at skylda upp á onkran annan.
And if you don't have a sibling, you have to make do with a friend who fortunately neither gossips nor takes revenge.
article_dagur_translated
Og hevur mann eingi sysktin, má mann sláa seg til tols við ein frens, sum tíbetur hvørki slatrar ella hevnir seg.
Or does he?
article_dagur_translated
Ella ger hann?
A very funny comic about the boy Sívar and Lortafrens, who are in an endless battle.
article_dagur_translated
Ein ræðuliga stutlig teknirøð um dreingin Sívar og Lortafrens, sum eru í óendaligum bardaga.
Lortafrens refuses to accept being the scapegoat and decides to get even with Sívar.
article_dagur_translated
Lortafrensur vil nevniliga ikki finna seg í at vera syndabukkur og ger av at beina fyri Sívari.
But it is not easy.
article_dagur_translated
Men tað er ikki lætt.
Mostly because Lortafrens secretly loves Sívar.
article_dagur_translated
Mest tí at Lortafrensur í loyndum elskar Sívar.
Or in any case, loves to hate him.
article_dagur_translated
Ella í hvussu so er elskar at hata hann.
Sophie Souid wrote it, Thomas Hjorthaab illustrated it, and Tórarinn Niclasen á Rípuni translated it from Danish.
article_dagur_translated
Sophie Souid skrivaði, Thomas Hjorthaab myndprýddi, og Tórarinn Niclasen á Rípuni týddi úr donskum.
The book is a paperback comic book, 88 pages, and for children approx. 8-10 years old.
article_dagur_translated
Bókin er heft teknisøgubók, 88 síður og til børn uml. 8-10 ár.
Sometimes a door is shut for a good reason ...
article_dagur_translated
Onkuntíð er ein hurð afturlatin av einari góðari orsøk ...
There is something unusual about Coraline's new house and the people in it.
article_dagur_translated
Okkurt óvanligt er við nýggja húsinum hjá Koralinu og teimum.
It is not the darkness or the cat that is always watching her, nor the warnings about danger that Mrs. Bookish and Mrs. Powerful, the new neighbors, read about in magazines.
article_dagur_translated
Tað er ikki mjørkin ella kettan, ið altíð heldur eyga við henni, heldur ikki ávaringarnar um vanda, ið frú Bókíðga og frú Máttmikla, nyggju grannakonurnar, lesa um í tebløðum.
It is that house – the one that hides behind the old door in the parlor.
article_dagur_translated
Tað er hitt húsið – tað, ið fjalir seg aftan fyri gomlu hurðina í fínustovu.
The other mother and the other father with black button eyes and paper-white skin are waiting for Coraline to move in with them.
article_dagur_translated
Hin mamman og hin pápin við svørtu knappaeygunum og pappírshvítu húðini bíða eftir, at Koralina skal flyta inn til teirra.
And they want her to stay with them.
article_dagur_translated
Og tey vilja, at hon skal verða hjá teimum.
Forever.
article_dagur_translated
Í allar ævir.
She knows that if she goes through the door, she may never come out again ...
article_dagur_translated
Hon veit, at fer hon inn um hurðina, kemur hon kanska ongantíð út aftur ...
Step into the wondrous and eerie world of Coraline, an exciting and uncanny modern classic by bestselling author Neil Gaiman.
article_dagur_translated
Stíg inn í undurfulla og óhugnaliga heimin í Koralinu, spennandi og ófrættakenda, modernaða klassikaran eftir metsøluhøvundin Neil Gaiman.
Neil Gaiman wrote it, Chris Riddell illustrated it, and Annika Dalsgaard translated it from English.
article_dagur_translated
Neil Gaiman skrivaði, Chris Riddell myndprýddi, og Annika Dalsgaard týddi úr enskum.
The book is paperback, 204 pages, and for children approx. 11-13 years old.
article_dagur_translated
Bókin er heft, 204 síður og til børn uml. 11-13 ár.
The film "The Summer Book" is based on the best-read story for adults that the Finnish Tove Jansson (1914–2001) wrote in 1972.
article_dagur_translated
Filmurin ”Summarbókin” byggir á mest lisnu søguna, ætlað vaksnum, sum finska Tove Jansson (1914-2001) skrivaði í 1972.
Annika Dalsgaard, whom we know from the Youth House, will introduce the screening, which will take place on Wednesday.
article_dagur_translated
Annika Dalsgaard, ið vit kenna frá Gentuvesinum, fer at innleiða sýningina, sum verður mikudagin.
Annika has also translated for the Book Department of the Faroese Teachers' Association and has published short stories and poems since she was sixteen years old.
article_dagur_translated
Annika hevur eisini týtt fyri Bókadeild Føroya Lærarafelags, og givið út stuttsøgur og yrkingar síðani hon var sekstan ára gomul.
"The Summer Book" is a magical yet realistic story that is not about the Moomins but about the girl Sophia and her grandmother, here played by Glenn Close, one summer on a small, remote island in the Finnish archipelago.
article_dagur_translated
”Summarbókin” er ein gandakend og tó verulig søga, ið ikki er um Mumitrøll, men um gentuna Sophiu og ommuna, her leikt av Glenn Close, eitt summar á eini lítlari óbygdari í oyggj í finska skergarðinum.
"The Summer Book" is a chamber drama which, in the shadow of the mother's recent death, depicts three generations: the child Sophia (Emily Matthews), the father (Anders Danielsen Lie), and the grandmother (Glenn Close).
article_dagur_translated
”Summarbókin” er eitt kamarspæl, sum í skugganum av at mamman nýliga er deyð, lýsir trý ættarlið: barnið Sophia (Emily Matthews), pápan (Anders Danielsen Lie) og ommuna (Glenn Close).
A rare and heartfelt friendship develops between the child and the grandmother.
article_dagur_translated
Millum barnið og ommuna tekur eitt sjáldsamt og inniligt vinalag seg upp.
At the same time, life and everyday routines on the island are governed by changing weather.
article_dagur_translated
Samstundis verður lívið og gerandisdagurin á oynni stýrt av skiftandi veðrinum.
The Icelandic Ingvar Sigurdsson also appears in the English-language film.
article_dagur_translated
Íslendski Ingvar Sigurdsson er eisini við í enskt mælta filminum.
The Film Society has previously shown the successful biographical feature film "Tove," in which the Finnish Zaida Bergroth depicted Tove Jansson herself.
article_dagur_translated
Filmsfelagið hevur fyrr víst væleydnaða biografiska spælifilmin ”Tove”, har finska Zaida Bergroth lýsti Tove Jansson sjálva.
That cinema is today the only one in the country.
article_dagur_translated
Tann biografurin er í dag hin einasti í landinum.
The Film Society works to program artistically interesting films.
article_dagur_translated
Filmsfelagið virkar fyri at seta listaliga áhugaverdan film á skrá.
The next screening at the Film Society is the award-winning Norwegian film "Love," which is the final part of Dag Johan Haugerud's triptych.
article_dagur_translated
Næsta sýning í Filmsfelagnum er virðislønti norski filmurin ”Kærleiki”, sum er hin seinasti í trípartarøðini hjá Dag Johan Haugerud.
Birita Lamhauge Jóansdóttir will introduce that screening.
article_dagur_translated
Birita Lamhauge Jóansdóttir fer at innleiða ta sýningina.
Ticket sales have begun and the screening is, like all those of the Film Society, open to the public.
article_dagur_translated
Atgongumerkjasølan er byrjað og sýningin er, eins og allar hjá Filmsfelagnum, almenn.
People with close ties to the American president and the White House have visited Greenland to make a list of names of Greenlandic citizens who support President Donald Trump and his plans to take over Greenland.
article_dagur_translated
Persónar við tøttum tilknýti til amerikanska forsetan og Hvítu húsini hava verið á vitjan í Grønlandi fyri at gera ein lista yvir nøvn á grønlendskum borgarum, sum stuðla Donald Trump, forseta, og hansara ætlanum um at yvirtaka Grønland.
This could be revealed by Danmarks Radio yesterday.
article_dagur_translated
Hetta kundi Danmarks Radio avdúka í gjár.
The list contains names of Greenlanders whom the USA is trying to recruit into a movement intended to push Greenland to sever ties with Denmark.
article_dagur_translated
Á listanum eru nøvn á grønlendingum, sum USA roynir at fáa í eina rørslu, sum skal virka fyri at Grønland kvettir sambandið við Danmark.
At least three Americans with ties to the president have been in Greenland and tried to influence things there, government and intelligence sources in Greenland and the USA confirm.
article_dagur_translated
Minst tríggir amerikanarar við tilknýti til forsetan hava verið í Grønlandi og roynt at ávirka har, vátta stjórnar- og fregnarkeldur í Grønlandi og USA.
Danmarks Radio has held several meetings with the sources since Trump took office in January this year.
article_dagur_translated
Danmarks Radio hevur havt fleiri fundir við keldurnar, síðan Trump tók við valdinum í januar í ár.
The sources speak of infiltration and influence operations and believe that the purpose of the visits is to influence Greenlandic society with the aim of turning Greenlanders toward the USA rather than Denmark.
article_dagur_translated
Keldurnar tosa um infiltratión og ávirkanarvirksemi og meta, at endamálið við vitjanunum er at ávirka grønlendska samfelagið við tí endamáli at fáa grønlendingar at venda sær móti USA heldur enn Danmark.
The information comes from eight sources who have spoken on the condition that they may remain unnamed.
article_dagur_translated
Upplýsingarnir koma frá átta keldum, sum hava tosað við teirri treyt, at tey kunnu vera ónevnd.
DR has not been able to determine whether the American men are working on their own initiative or acting on orders from elsewhere.
article_dagur_translated
Tað er ikki eydnast DR at avgera, um amerikansku menninir arbeiða av egnum ávum, ella um teir arbeiða eftir boðum aðrastaðni frá.
Danmarks Radio knows the names of the American men but has chosen not to publish them in order to protect its sources.
article_dagur_translated
Danmarks Radio kennir nøvnini á amerikansku monnunum, men hevur valt ikki at kunngera nøvn teirra til tess at verja sínar keldur.
Lars Løkke Rasmussen, the foreign minister, stated yesterday that the American ambassador has been summoned to a meeting at the Foreign Ministry to clarify what is going on in this matter.
article_dagur_translated
Lars Løkke Rasmussen, uttanríkisráðharri, upplýsti í gjár, at amerikanski sendiharrin er kallaður til fundar í uttanríkisráðnum at fáa greiði á hvat vendir upp og niður í hesum máli.