en
stringlengths
1
10.6k
source
stringclasses
4 values
fo
stringlengths
1
10.3k
The South Korean Yonhap news agency wrote that the train carrying Kim Jong Un crossed the border into China this morning.
article_dagur_translated
Suðurkoreanska Yonhap tíðindastovan skrivaði, at tokið við Kim Jong-Un í morgun fór um markið til Kina,
Yuri Ushakov, a special adviser to Putin, has previously explained that the Russian president will sit on the right side of the Chinese president, while the North Korean leader, Kim Jong Un, will sit on the left side of the president.
article_dagur_translated
Yuri Ushakov, serligur ráðgevi hjá Putin, hevur fyrr greitt frá, at russiski forsetin fer at sita undir høgru lið hjá kinesiska forsetanum, meðan norðurkoreanski leiðarin, Kim Jong-Un fer at sita við vinstru lið forsetans.
In June Sjúrður Skaale, a member of the Faroese parliament for the Social Democratic Party, asked the Danish Minister of Justice some questions about Russian fishing vessels in the Faroe Islands.
article_dagur_translated
Í juni setti Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður fyri Javnaðarflokkin, nakrar spurningar til danska løgmálaráðharran um russisk fiskiskip í Føroyum.
Among other things, he wanted to know whether Danish authorities have adequate oversight of vessels from the shipping company Murman Sea Food, which the EU and Norway have banned due to suspicion of hostile intelligence activity.
article_dagur_translated
Hann vildi m.a. vita, um danskir myndugleikar hava nøktandi eftirlit við skipum frá reiðarínum Murman Sea Food, sum ES og Noreg hava bannlýst orsakað av illgruna um fíggindaliga sinnað virksemi.
Peter Hummelgaard, the Danish Minister of Justice, has now replied.
article_dagur_translated
Nú hevur Peter Hummelgaard, danski løgmálaráðharrin, svarað.
In his response, the Minister of Justice says that Danish authorities conducted extensive surveillance of the vessel Melkart-2 when it docked in Klaksvík in July.
article_dagur_translated
Løgmálaráðharrin sigur í svarinum, at danskir myndugleikar hava havt umfatandi eftirlit við skipinum Melkart-2, tá tað í juli legði at í Klaksvík.
The ship was followed and photographed—both from the sea and from the air by a military aircraft.
article_dagur_translated
Skipið bleiv fylgt og avmyndað – bæði av sjónum og úr luftini av hernaðarflogfari.
The Faroese Police were also on board and inspected the crew's passports.
article_dagur_translated
Eisini var Føroya Politi umborð og kannaði passini hjá manningini.
The Ministry of Justice assures that the security of the Faroe Islands is part of the security of the Kingdom.
article_dagur_translated
Løgmálaráðið vissar um, at trygdin hjá Føroyum er partur av trygdini hjá kongaríkinum.
Reference is also made to an assessment from the intelligence service PET, which has previously judged that there is a risk of Russian intelligence activity in the area around the Faroe Islands.
article_dagur_translated
Eisini verður víst á meting frá fregnartænastuni PET, ið áður hevur mett, at vandi er fyri russiskum fregnarvirksemi í økinum kring Føroyar.
It is also mentioned that Denmark cooperates closely with NATO countries such as Norway and the United Kingdom on surveillance in the North Atlantic.
article_dagur_translated
Harumframt verður nevnt, at Danmark er í tøttum samstarvi við NATO-lond sum Noreg og Stórabretland um eftirlit í Norðuratlantshavinum.
Sjúrður Skaale welcomes that the situation is being taken seriously.
article_dagur_translated
Sjúrður Skaale fegnast um, at støðan verður tikin í álvara:
"It is good to know that the authorities are keeping a vigilant eye on the Russian vessels."
article_dagur_translated
– Tað er gott at vita, at myndugleikarnir hava eitt vakið eyga við russisku skipunum.
"Of course it would be interesting to learn what they have — or have not — discovered, but it is obviously not possible to disclose that in such a public response."
article_dagur_translated
At fingið at vita hvat teir hava – ella ikki hava – funnið fram til, hevði sjálvandi verið áhugavert, men tað ber eyðvitað ikki til at upplýsa í slíkum almennum svari.
"I did ask the question because I feared that the relevant authorities were doing too little."
article_dagur_translated
– Eg setti jú spurningin, tí eg stúrdi fyri, at avvarðandi myndugleikar gjørdu ov lítið.
"But the surveillance of, for example, Melkart-2 has clearly been thorough."
article_dagur_translated
Men eftirlitið av t.d. Melkart-2 hevur jú verið neyvt.
"It is interesting, however, that the surveillance of this vessel described in the response was carried out AFTER I had raised the matter by asking the questions..."
article_dagur_translated
Áhugavert er kortini, at tað eftirlit við hesum skipi, sum greitt verður frá í svarinum, varð framt EFTIR, at eg hevði reist málið við at seta spurningarnar...
But overall Sjúrður Skaale is pleased that surveillance is being prioritized.
article_dagur_translated
Men sum heild fegnast Súrður Skaale fegnast um, at eftirlitið verður raðfest.
In that connection he also points to another initiative from the Danish government:
article_dagur_translated
Hann vísir í tí sambandi eisini til eitt annað átak frá donsku stjórnini:
"Earlier this month the Danish Ministry of Justice announced that activities of the intelligence service PET in the Faroe Islands will be strengthened even further."
article_dagur_translated
– Fyrr í hesum mánaðinum kunngjørdi danska løgmálaráðráðið, at man fer at styrkja virksemið frá fregnartænastuni PET í Føroyum enn meira.
"This is also something I have called for."
article_dagur_translated
Hetta er eisini nakað, eg havi eftirlýst.
And the fact that this is being done also indicates how serious the authorities working on this consider the situation to be.
article_dagur_translated
Og at tað verður gjørt vísir eisini, hvussu álvarsama teir myndugleikar, sum arbeiða við hesum, halda støðuna vera.
The Danish Minister of Justice, Peter Hummelgaard, says in the response that there should be no doubt that the security of the Faroe Islands is also the security of the Danish Kingdom, and that Danish authorities take the threat from foreign states against the Kingdom very seriously, and so does the government.
article_dagur_translated
Danski løgmálaráðharrin, Peter Hummelgaard, sigur í svarinum, at tað eingin ivi skal vera um, at trygdin hjá Føroyum eisini er trygdin hjá danska kongaríkinum, og at danskir myndugleikar taka hóttanina frá fremmandum statum móti kongaríkinum í álvara, og tað ger stjórnin eisini.
"I would like to emphasize that the most important thing for me as Minister of Justice is to protect the security and safety of the Kingdom, and there should be no doubt that the security of the Faroe Islands is also the security of the Kingdom."
article_dagur_translated
– Jeg vil gerne understrege, at det vigtigste for mig som justitsminister er at værne om Kongerigets sikkerhed og tryghed, og der skal ikke herske nogen tvivl om, at Færøernes sikkerhed også er Kongerigets sikkerhed.
"The Danish authorities take the threat from foreign states' intelligence activities against the Kingdom very seriously."
article_dagur_translated
De danske myndigheder tager truslen fra fremmede staters efterretningsvirksomhed mod Kongeriget meget alvorligt.
"The government, of course, does as well," he says.
article_dagur_translated
Det gør regeringen selvsagt også, sigur hann.
Not all of the questions Sjúrður Skaale asked were answered, partly because information about the specific questions is classified.
article_dagur_translated
Allir spurningarnir, ið Sjúrður Skaale setti, vórðu tó ikki svaraðir – millum annað tí upplýsingar um ítøkiligu spurningarnar eru í trúnaði.
At a meeting yesterday Eirikur í Jákupsstovu, Minister of Public and Cultural Affairs, and Djóni Nolsøe Joensen, Minister of Children and Education, signed a cooperation agreement between the University of the Faroe Islands and the Language Council.
article_dagur_translated
Á samkomu í gjár skrivaðu Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður í Almanna- og mentamálum, og Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í Barna- og útbúgvingarmálum, undir samstarvsavtalu millum Fróðskaparsetrið og Málráðið.
The Language Council is an independent institution under the Ministry of Public and Cultural Affairs.
article_dagur_translated
Málráðið er sjálvstøðugur stovnur undir Almanna- og mentamálaráðnum.
According to law and custom the Language Council collaborates with the University of the Faroe Islands.
article_dagur_translated
Sambært lóg og siðvenju samstarvar Málráðið við Fróðskaparsetrið.
The new agreement will detail the cooperation.
article_dagur_translated
Við nýggju avtaluni verður samstarvið útgreinað.
Among other things it will now be easier to run the administration of the Language Council, the Language Office, which is moving into the lower floor of the buildings at J. C. Svabosgøta 7, where staff from the University of the Faroe Islands are located on the upper floor.
article_dagur_translated
Nú verður m.a. lættari at reka fyrisitingina í Málráðnum, Málstovuna, sum flytur inn í niðaru hædd í húsunum í J. C. Svabos gøtu 7, har starvsfólk hjá Fróðskaparsetrinum halda til í ovaru hædd.
Staff at the Language Office will receive administrative support from the University under the agreement and offers such as competence-building courses jointly with the university staff.
article_dagur_translated
Starvsfólk á Málstovuni fáa við avtaluni fyrisitingarligan stuðul frá Fróðskaparsetrinum og tilboð um eitt nú førleikamennandi skeið ájavnt við starvsfólk á Fróðskaparsetrinum.
The Language Council remains autonomous and decides on priorities each year, while the university's finance department prepares the budget and manages the appropriation.
article_dagur_translated
Málráðið ræður sær sjálvum og tekur avgerðir um raðfestingar á hvørjum ári, og fíggjardeildin á Fróðskaparsetrinum ger fíggjarætlan og umsitur játtanina.
The good and long-standing linguistic cooperation between the University and the Language Council continues.
article_dagur_translated
Góða og áralanga málfrøðiliga samstarvið millum Fróðskaparsetrið og Málráðið heldur fram.
The aim, as stated in the law, is to ensure "that the knowledge and skills in the linguistic field are fully utilized."
article_dagur_translated
Endamálið er sum ásett í lógini at tryggja, “at vitan og førleikar, ið eru á málsliga økinum, verða gagnnýtt til fulnar”.
The agreement will make it effortless to cooperate on technology, events, conferences, premises, archives, and so on.
article_dagur_translated
Við avtaluni verður ómakaleyst at samstarva um tøkni, tiltøk, ráðstevnur, høli, søvn o.s.fr.
The agreement has been in the works for a long time, and all parties are pleased that the Language Council can finally begin working and focus primarily on linguistic issues.
article_dagur_translated
Avtalan hevur verið leingi ávegis, og allir partar eru fegnir um, at Málráðið nú loksins kann fara til verka og savna seg um málfrøðiligar spurningar fyrst og fremst.
Due to a lack of staff, the Language Office has been closed for a time and only answered inquiries two hours per week.
article_dagur_translated
Vegna vantandi orku hevur Málstovan í eina tíð verið stongd og einans svarað fyrispurningum tveir tímar um vikuna.
Shortly, linguists will be recruited for the Language Office.
article_dagur_translated
Í næstum verður lýst eftir málfrøðingum til Málstovuna.
The grind that occurred has now been finished.
article_dagur_translated
Grindin, sum varð, hevur nú lagt beinini.
The slaughter was finished around 11 o'clock, and it was a small grind of under 30 whales, says Jaspur Vang, the district commissioner at Portalin.
article_dagur_translated
Drápið var liðugt um 11-tíðina, og talan var um eina lítla grind á undir 30 hvalir, sigur Jaspur Vang, sýslumaður við Portalin.
The whales will be moved over to the quay in Hamranes in Hvalba, then they will be tagged, and a decision will be made about how they will be divided, he says.
article_dagur_translated
Hvalirnir verða fluttir yvir á keiina í Hamranesi í Hvalba, og so verða teir merktir, og støða verður tikin til, hvussu verður skift, sigur hann.
The last festival of the summer slowly got underway yesterday, and today is the big day.
article_dagur_translated
Seinasti festivalurin í summar fór so smátt í gongd í gjár, og í dag er stóri dagurin.
The Norð Festival on Viðareiði is being held for the third time, and once again this year ticket sales have gone well.
article_dagur_translated
Norð Festivalurin á Viðareiði verður hildin á triðja sinni, og aftur í ár hevur atgongumerkjasølan gingið væl.
This afternoon the reporters from FM1, Petur Asbjørn Lervig and Pætur Nolsøe, will be located on Viðareiði and will from 3 PM talk with organizers, musicians and festival guests.
article_dagur_translated
Seinnapartin verða reportararnir hjá FM1, Petur Asbjørn Lervig og Pætur Nolsøe, staddir á Viðareiði og fara frá klokkan 15 at práta við fyrireikarar, tónleikarar og festivalgestir.
A U.S. appeals court has ruled that most of the tariffs imposed by U.S. President Donald Trump on foreign goods are illegal.
article_dagur_translated
Flestu tollgjøldini, sum amerikanski forsetin, Donald Trump hevur lagt á útlendskar vørur eru ólóglig, hevur ein amerikanskur kærudómstólur avgjørt.
The court has ruled on tariffs that Trump described as punitive duties on goods from several countries.
article_dagur_translated
Dómstólurin hevur tikið støðu til tollgjøldini, sum Trump hevur umrøtt sum revsitoll, á vørur úr fleiri londum.
At the same time, the court evaluated the tariffs that were imposed in February on goods from China, Canada, and Mexico.
article_dagur_translated
Samstundis hevur dómstólurin mett um tollgjøldini, sum í februar vórðu sett á vørur úr Kina, Kanada og Meksiko.
In both cases, the conclusion is that Trump does not have the authority to impose these tariffs, writes Ritzau.
article_dagur_translated
Í báðum førum er niðurstøðan, at Trump ikki hevur heimild at áseta hendan tollin, skrivar Ritzau.
The court will keep the tariffs in effect until October 14 so the Trump administration has the opportunity to appeal the decision to the Supreme Court, and according to U.S. Attorney General Pam Bondi, that is exactly what the administration intends to do.
article_dagur_translated
Dómstólurin fer at lata tollin vera í gildi fram til 14. oktober, so umsitingin hjá Trump hevur møguleika at kæra avgerðina til hægstarætt, og sambært amerikanska løgmálaráðharranum, Pam Bondi er tað júst tað, sum umsitingin ætlar sær.
According to Pam Bondi, the appeals court has made a wrong decision, and Trump accuses the court of being partisan and says it would be a disaster for the U.S. if the tariff is removed.
article_dagur_translated
Sambært Pam Bondi er tað ein skeiv avgerð, sum kærudómstólurin hevur tikið, og Trump leggur dómstólin undir at vera partískur og sigur, at tað verður ein vanlukka fyri USA, um tollurin verður avtikin.
Sinnisbati awards a mental health prize each year in connection with World Mental Health Day on October 10.
article_dagur_translated
Sinnisbati handar á hvørjum ári eina sálarheilsuvirðisløn í samband við altjóða sálarheilsudagin 10. oktober.
Last year it was Lív Egholm and Óluva Poulsen, who have worked at the Psychiatric Department for many years, who were honored, and now Sinnisbati is again seeking nominations for who should receive this year’s mental health prize.
article_dagur_translated
Í fjør vóru tað Lív Egholm og Óluva Poulsen, sum hava starvast á Psykiatriska deplinum í mong ár, sum blivu heiðraðar, og nú sóknast Sinnisbati aftur eftir uppskotum til, hvør skal hava ársins sálarheilsuvirðisløn.
This could, for example, be a special initiative or activity.
article_dagur_translated
Tað kann eitt nú vera eitt serligt átak ella tiltak.
Or someone who has done particularly good work to improve conditions for people with mental illness and their relatives and/or works to promote and prevent mental health problems, Sinnisbati writes.
article_dagur_translated
Ella onkur, sum hevur gjørt eitt serliga gott arbeiði fyri at betra um korini hjá fólki við sálarsjúku og avvarðandi teirra og/ella arbeiðir sálarheilsufremjandi og fyribyrgjandi, skrivar Sinnisbati.
Do you know of anyone who has done something special for mental health this year?
article_dagur_translated
Veitst tú um onkran, sum hevur gjørt okkurt serligt fyri sálarheilsu í ár?
Then you can send your nomination to Sinnisbati.
article_dagur_translated
So kanst tú senda títt uppskot til Sinnisbata.
Everyone is welcome to send one or more nominations to
article_dagur_translated
Tað stendur øllum í boði at senda eitt ella fleiri uppskot á
no later than Friday, October 3.
article_dagur_translated
í seinasta lagi fríggjadagin 3. oktober.
An independent jury decides who will be honored, and the prize is awarded on World Mental Health Day, October 10.
article_dagur_translated
Tað er ein óheft dómsnevnd, sum tekur avgerð um, hvør skal heiðrast, og virðislønin verður latin á altjóða sálarheilsudegnum 10. oktober.
A small pod of pilot whales was seen this morning in Hvalbiarfjørður.
article_dagur_translated
Ein lítil bólkur av grind var í morgun at síggja á Hvalbiarfjørði.
The pod was milling about in the good weather, and a decision was made to drive it toward Nes.
article_dagur_translated
Bólkurin stóð og grindaðist í góðveðrinum, og avgerð var tikin um at halda henni til á Nesi.
Jan Hammer Egholm was out with a drone earlier in the morning and recorded the pod, which numbered about 30 whales.
article_dagur_translated
Jan Hammer Egholm var úti við dronuni fyrrapartin og gjørdi upptøkur av grindini, sum taldi einar 30 hvalir.
29 whales were killed in Hvalba this morning, and the pilot whale catch was recorded as 192 skins.
article_dagur_translated
29 hvalir løgdu beinini í Hvalba fyrrapartin í dag, og grindin varð merkt til 192 skinn.
This is reported by Jaspur Vang, the sheriff, to Portalinum.
article_dagur_translated
Tað upplýsir Jaspur Vang, sýslumaður fyri Portalinum.
The catch will be distributed to the whale hunters and the villages of Hov and Porkeri, and the vouchers will be issued at the quay at Hamranes at 17:30, he says.
article_dagur_translated
Grindin verður býtt til grindamenn og bygdirnar Hov og Porkeri, og seðlarnir koma út á keiini á Hamranesi klokkan 17.30, sigur hann.
On Saturday, September 13, there will once again be an invitation to the Slaktið at Vaglin in Tórshavn.
article_dagur_translated
Leygardagin 13. september  verður enn einaferð bjóðað til Slaktið á Vaglinum í Havn.
This is a free family event where chefs prepare fantastic food that everyone can taste, and it will be shown how the meat goes from animal to table.
article_dagur_translated
Talan er um eitt ókeypis familjutiltak, har kokkar gera fantastiskan mat, sum øll sleppa at smakka, og víst verður, hvussu kjøtið kemur frá djóri til borð.
That also means that animals will be skinned on site — with a respectful procedure and with the purpose that children can see and learn how the food we eat is produced, the organizers write in a press release.
article_dagur_translated
Tað merkir eisini, at djór verða flett á staðnum – við virðiligari framferð og við tí endamáli, at børnini síggja og læra, hvussu maturin vit eta, verður til, skriva fyriskiparar í tíðindaskrivi.
“We want to give both children and adults an experience they will carry with them — a bit of knowledge, a bit of gratitude, and a good tasting experience.”
article_dagur_translated
– Vit vilja geva bæði børnum og vaksnum eina uppliving, sum tey taka við sær víðari – eitt sindur av vitan, eitt sindur av takksemi og eina góða smaksuppliving.
It may be that this is the beginning for our future Michelin chefs.
article_dagur_translated
Tað kann vera, at hetta er byrjanin til okkara komandi Michelinkokkar.
Tjóðveldi made a leap in these prime minister polls when the party leader for just over 25 years, Høgni Hoydal, was replaced by the first female party leader since the party's founding.
article_dagur_translated
Tjóðveldi gjørdi eitt lop í hesum løgmanskanningunum, tá floksformaðurin gjøgnum gott 25 ár, Høgni Hoydal, varð skiftur út við fyrstu forkvinnu í flokkinum síðan stovnanina.
From support of just under 7 percent, the figure jumped to 14 percent in the first poll after Sirið took over.
article_dagur_translated
Frá eini undirtøku á sløk 7 prosent, leyp talið upp á 14 prosent í fyrstu kanning eftir at Sirið tók yvir.
In the second poll, in March this year, 15.4 percent pointed to Sirið as prime minister.
article_dagur_translated
Í aðru kanningini, í mars í ár, vóru tað 15,4 prosent, sum peikaðu á Sirið sum løgkvinnu.
Since then the support has decreased first to 13.3 and now to 12.4.
article_dagur_translated
Síðan er undirtøkan minkað fyrst til 13,3 og nú til 12,4.
This is quite noteworthy because support for Tjóðveldi is increasing in the latest poll, from 14.8 percent in May to 16.7 percent now in August.
article_dagur_translated
Hetta er er rættiliga merkisvert, tí undirtøkan fyri Tjóðveldi er vaksandi í nýggjastu kanningini, frá 14,8 prosentum í mai til 16,7 prosent nú í august.
But the support for the (female) party leader as prime minister has not managed to keep up.
article_dagur_translated
Men undirtøkan fyri forkvinnuni sum løgkvinnu hevur ikki megnað at fylgt við.
Thus there are now significantly fewer Tjóðveldi voters who point to their own party leader as prime minister.
article_dagur_translated
Sostatt er tað nú munandi færri tjóðveldisveljarar, sum peika á egnu forkvinnu sum løgkvinnu.
After two exciting preliminary days at the Nordic championship for sheepdogs, held outside Trondheim in Norway, the Faroe Islands have gained a historic finalist.
article_dagur_translated
Eftir tveir spennandi innleiðandi dagar í Norðurlandameistarakappingini fyri seyðahundar, sum verður hildin uttanfyri Trondheim í Noregi, hevur Føroyar fingið ein søguligan finaluluttakara.
Anna Sofía Fjallheim and the bitch Midge have secured a place in the final, which is being held today, Sunday, August 31.
article_dagur_translated
Anna Sofía Fjallheim og tíkin Midge hava tryggjað sær pláss í finaluni, sum verður hildin í dag, sunnudagin 31. august.
This is the first time a woman from the Faroe Islands has reached the final in the Nordic sheepdog championship, and it is a major advance for Faroese participation in international sheepdog competitions.
article_dagur_translated
Hetta er fyrstu ferð, at ein kvinna úr Føroyum hevur rokkið finaluni í NM fyri seyðahundar, og tað er eitt stórt framstig fyri føroyska luttøku í altjóða seyðahundakappingum.
The competition has gathered the best teams from all the Nordic countries, and the level has been very high.
article_dagur_translated
Kappingin hevur savnað tey bestu liðini úr øllum Norðurlondum, og støðið hevur verið sera høgt.
The final can be watched live online at sheepdogtrials.tv.
article_dagur_translated
Finalan kann síggjast beinleiðis á netinum á sheepdogtrials.tv.
Last night many people were out in the nightlife, among other places in connection with the Norð Festival on Viðareiði, and the police have been busy helping people who had taken too much, says the duty officer at the police station in Tórshavn.
article_dagur_translated
Í nátt hava nógv fólk verið at sæð í náttarlívinum, m.a. í sambandi við Norð Festivalin á Viðareiði, og hevur løgreglan havt úr at gera við at hjálpa fólki, sum høvdu fingið ov nógv niðurum, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.
Several ambulances were dispatched, including to Viðareiði for people who were in poor condition, but paramedics were also on site and did, as usual, good work, and the Norð Festival was a success, the duty officer adds.
article_dagur_translated
Fleiri sjúkrabilar eru sendir, m.a. til Viðareiðis eftir fólki, sum eru komin illa fyri, men samarittar vóru eisini á staðnum, og gjørdu teir sum vant eitt gott arbeiði, og eydnaðist Norð Festivalurin heilt væl, leggur vaktleiðarin afturat.
One person was taken to the station to sleep off their intoxication because it was assessed that they could not take care of themselves.
article_dagur_translated
Eitt fólk var tikið við á støðina at sova rúsin av sær, tí mett var, at viðkomandi ikki fekk ansað sær sjálvum.
On August 31 the church community in Kaldbak celebrates that the village church has reached 190 years.
article_dagur_translated
31. august hátíðarheldur kirkjuliðið í Kaldbak, at kirkjan í bygdini hevur rundað tey 190 árini.
The day begins with breakfast for the villagers, and then they go to church for a festive service, where priests Bergtórur Hjelm Bjarkhamar and Theodor Eli Dam Olsen participate together with Bishop Jógvan Fríðriksson.
article_dagur_translated
Byrjað verður við morgunmati fyri bygdarfólkinum, og síðan verður farið í kirkju til hátíðarguðstænastu, har prestarnir Bergtórur Hjelm Bjarkhamar og Theodor Eli Dam Olsen taka lut saman við Jógvani Fríðrikssyni, biskupi.
Kaldbak Church is built in the same style that characterizes most Faroese churches from the same period.
article_dagur_translated
Kaldbaks kirkja er bygd í sama sniði, sum er eyðkent fyri flestu føroysku kirkjurnar frá sama mundi.
The church itself is timber-built with a steeple and tarred on the exterior.
article_dagur_translated
Sjálv kirkjan er úr timbri við flagtekju og er tjørað uttan.
It is well crafted, and the carved work in the chancel wall is more varied than in many other churches, indicating exceptionally good and neat craftsmanship.
article_dagur_translated
Hon er væl smíðað, og skurðarverkið í kórsvegginum er meiri fjølbroytt enn í mongum øðrum kirkjum, og tað ber boð um eitt framúr gott og snøgt handverk.
The workers who built Kaldbak Church numbered eight.
article_dagur_translated
Arbeiðsmennirnir, ið bygdu Kaldbaks kirkju, vóru 8 í tali.
They came from Kaldbak, Kollafjørður, Sund, and Glyvrar.
article_dagur_translated
Teir vóru úr Kaldbak, Kollafirði, av Sundi og av Glyvrum.
Dávid Petersen from Kollafjørður was responsible for the work.
article_dagur_translated
Dávid Petersen úr Kollafirði stóð fyri arbeiðinum.
Dávid, who was from Miðgerði, had been to Denmark and learned both ironwork and carpentry.
article_dagur_translated
Dávid, ið var ættaður av Miðgerði, hevði verið í Danmark og lært bæði jarn- og træsmíð.
The lock in the outer door is said to be his journeyman piece.
article_dagur_translated
Lásið í úthurðini skal eitast at vera sveinastykki hansara.
The materials were purchased at the Royal Store in Tórshavn.
article_dagur_translated
Tilfarið varð keypt í Kgl. Handlinum í Tórshavn.
The church was constructed in three months.
article_dagur_translated
Kirkjan stóð í gerð í tríggjar mánaðir.
The church was consecrated by Provost Struer on August 16, 1835, the 9th Sunday after Trinity.
article_dagur_translated
Kirkjuna vígdi Struer próstur 16. August 1835, 9. Sunnudag eftir trinitatis.