en
stringlengths
1
10.6k
source
stringclasses
4 values
fo
stringlengths
1
10.3k
He also writes that the outlet has become a "pitiful mouthpiece for the extensive left wing."
article_dagur_translated
Hann skrivar eisini, at miðilin er vorðin eitt “tykisligt málgagn fyri tann víðgongda vinstraveingin”.
Trump also accuses the newspaper of lying about him, his family, his activities and the MAGA movement — and about the United States in general.
article_dagur_translated
Trump skuldsetir eisini blaðið fyri at lúgva um hann, familjuna, hansara virksemi og MAGA rørsluna – og um USA í síni heils.
"The New York Times has for far too long been allowed to lie, smear and demean me. That must stop now."
article_dagur_translated
- The New York Times hevur alt ov leingi sloppið at lúgva, spilla út og niðra meg. Tað skal støðgast nú.
The case has been filed in Florida, Trump adds.
article_dagur_translated
Málið er meldað í Florida, leggur Trump afturat.
The New York Times has not commented on the lawsuit, writes Reuters.
article_dagur_translated
New York Times hevur ikki gjørt viðmerkingarnar til rættarsóknina, skrivar Reuters.
13.4 billion kroner were paid out in wages in the Faroe Islands in the last 12 months – this is an increase of 6.8 percent compared with the previous 12-month period.
article_dagur_translated
13,4 milliardir krónur vórðu útgoldnar í lønum í Føroyum seinastu 12 mánaðirnar – talan er um ein vøkstur á 6,8 prosent í mun til undanfarna 12 mánaðaskeið.
The increase is larger for men who work for employers under private management, according to the latest figures from the Statistical Office.
article_dagur_translated
Vøksturin er størri hjá monnum, sum arbeiða hjá arbeiðsgevara undir privatum ræði, vísa nýggjastu tølini frá Hagstovuni.
By industry, the largest increase is seen in demersal (bottom) fishery with 157 million kroner, or 50 percent.
article_dagur_translated
Býtt á vinnugrein er størsti vøkstur at síggja í botnfiskiveiðu við 157 milliónum krónum ella 50 prosentum.
A little over 855 million kroner, or 6.8 percent more wage kroner, were paid out in the period from September 2024 to August 2025 compared with the previous 12 months.
article_dagur_translated
Góðar 855 milliónir krónur, ella 6,8 prosent, fleiri lønarkrónur vórðu útgoldnar í tíðarskeiðinum frá september 2024 til august 2025 samanborið við undanfarnu 12 mánaðirnar.
The trend shows that the increase in paid wages has been steady in recent years.
article_dagur_translated
Trendurin vísir, at vøksturin í útgoldnum lønum hevur verið støðugur seinastu árini.
The Statistical Office writes that the largest increase in kroner was in the category "Agriculture, forestry and fishing."
article_dagur_translated
Hagstovan skrivar, at størsta vøkstur í krónum átti bólkurin "Landbúnaður, skógrøkt og fiskiveiða".
If this industry is further broken down, it is seen that the growth is particularly large in demersal fishing, where paid wages were just over 157 million, or 50 percent higher in the last 12 months compared with the previous period.
article_dagur_translated
Verður hendan vinnugreinin víðari útgreinað, sæst at vøksturin er serliga stórur í botnfiskiveiðu, har útgoldnu lønirnar vóru góðar 157 milliónir ella 50 prosent størri seinastu 12 mánaðirnar samanborið við undanfarna tíðarskeið.
The public sectors "Health and Social Services" and "Public administration and defense; compulsory social security" have also experienced large increases of 134 and 121 million kroner respectively, which corresponds to growth of over 7 percent each.
article_dagur_translated
Almennu vinnugreinarnar "Heilsu- og Almannaverk" og "Almenn umsiting og verja; lógarkravdar almannaveitingar" hava eisini havt stóran vøkstur við ávikavist við 134 og 121 milliónum krónum, ið svarar til ein vøkstur á yvir 7 prosent hvør.
In the last 12 months, women accounted for 39 percent of total wages.
article_dagur_translated
Seinastu 12 mánaðirnar áttu kvinnur 39 prosent av samlaðu lønunum.
Of the 855 million kroner increase, men had the larger share with more than 60 percent.
article_dagur_translated
Av vøkstrinum á 855 milliónir krónur, áttu menn størra partin við meira enn 60 prosentum.
The largest increase in kroner was for men working for employers under private management.
article_dagur_translated
Størsta vøkstur í krónum áttu menn, ið arbeiða hjá arbeiðsgevara undir privatum ræði.
They accounted for half of the increase with just under 440 million kroner, which is an increase of 7.6 percent.
article_dagur_translated
Teir áttu helmingin av vøkstrinum við sløkum 440 milliónum krónum, sum er ein vøkstur á 7,6 prosent.
Women working for employers under public management had the same relative growth of 7.6 percent and 248 million kroner.
article_dagur_translated
Kvinnur, ið arbeiða hjá arbeiðsgevara undir almennum ræði, høvdu sama lutfalsliga vøkstur við 7,6 prosentum og 248 milliónum krónum.
In August the monthly average wage per person was 34,352 kroner.
article_dagur_translated
Í august var mánaðarliga miðallønin fyri hvønn persón 34.352 krónur.
This is 3.8 percent higher compared with the same month last year.
article_dagur_translated
Hetta eru 3,8 prosent hægri samanborið við sama mánað í fjør.
In August women received on average 28,602 kroner, which is 28 percent lower than the average wage for men, which was 39,722 kroner.
article_dagur_translated
Í august fingu kvinnur 28.602 krónur í miðal, sum er 28 prosent lægri enn miðallønin hjá monnum, sum var 39.722 krónur.
Compared with the same month the year before, the paid average wage has increased by 3.5 percent for men and 4.5 percent for women.
article_dagur_translated
Samanborið við sama mánað árið fyri er útgoldna miðallønin vaksin við 3,5 prosentum hjá monnum og 4,5 prosentum hjá kvinnum.
Residents in the Sandoy area have had the largest increase at nearly 13.7 percent.
article_dagur_translated
Búsitandi í Sandoyar øki hava havt størsta vøkstur við næstan 13,7 prosentum.
The South Streymoy area had the smallest increase at 5.9 percent.
article_dagur_translated
Suðurstreymoyar øki hevði minsta vøkstur við 5,9 prosentum.
Once again there is turmoil around the Norwegian royal family.
article_dagur_translated
Enn einaferð er órógv kring norska kongshúsið.
This time because Netflix is now showing a documentary about the king's eldest daughter, Princess Märtha Louise, and her shaman partner, Durek Verrett.
article_dagur_translated
Hesaferð tí, at Netflix nú vísir ein heimildarfilm um elstu dóttrina hjá kongi, Märta Louisu prinsessu og shaman-mann hennara, Durek Verrett.
The documentary is called "Rebel Royals: An Unlikely Love Story," and can be seen on Netflix today.
article_dagur_translated
“Rebel Royals: An Unlikely Love Story”, kallast heimildarfilmurin, ið kann síggjast á Netflix í dag.
The film is about Princess Märtha Louise and her partner Durek Verrett.
article_dagur_translated
Filmurin er um prinsessuna Märta Louisu, og annan mann hennara Durek Verrett.
The royal family plays a large role in the film, and already after two minutes the royal palace appears in the documentary.
article_dagur_translated
Tað kongaliga hevur ein stóran leiklut í filminum, og longu eftir tveir minuttir trónar kongsborgin fram í dokumentarinum.
This is considered to be in conflict with the agreement Princess Märtha Louise made with her father, King Harald, in 2019.
article_dagur_translated
Hetta verður mett at vera í stríð við avtaluna, sum Märta Louise prinsessa, gjørdi við pápa sín, Harald kong, í 2019.
At that time it was decided that the princess should not use her princess title for commercial purposes, nor use her connection to the royal family on her social media, in media productions, or in connection with commercial activities.
article_dagur_translated
Tá varð avgjørt, at prinsessan ikki skuldi brúka sítt prinsessuheiti í vinnuligum, ella kommersiellum, endamáli, eins og at hon ikki skuldi brúka sítt tilknýti til kongshúsið á sínum sosialu miðlum, í miðlaframleiðslu ella í sambandi við vinnuligt virksemi.
And that is exactly what the princess does in the film, where her upbringing as a princess plays a significant role.
article_dagur_translated
Og tað er júst tað, sum prinsessan ger í filminum, har hennara uppvøkstur sum prinsessa spælir ein týðandi leiklut.
The documentary follows the princess and the self-proclaimed shaman Durek Verrett in the period leading up to their wedding, which was held in Geiranger in August last year.
article_dagur_translated
Heimildafilmurin fylgir prinsessuni og sjálvútnevnda shamaninum, Durek Verrett, í tíðini upp til brúdleyp teirra, ið varð hildið í Geiranger í august í fjør.
Before the premiere the film has sparked major debate in Norway, where much is made of the fact that the film is a clear breach of the agreement the king made with his daughter.
article_dagur_translated
Undan frumsýningini hevur filmurin skapt stórt kjak í Noregi, har tað verður gjørt nógv burturúr, at filmurin er eitt greitt brot á avtaluna, sum kongur gjørdi við dóttur sína.
Thus this film adds to this dreadful year — annus horribilis — that the Norwegian royal family has experienced this year.
article_dagur_translated
Sostatt legst hesin filmurin seg afturat hesum ræðuliga árinum – annus horribilis – sum norska kongshúsið hevur upplivað í ár.
First with the serious lung illness of Crown Princess Mette-Marit and then all the turmoil around her son, Marius Borg Høiby, from her first marriage, who is now charged with several serious crimes, including four counts of assault.
article_dagur_translated
Fyrst við álvarsligu lungnasjúkuni hjá Mette-Marit krúnprinsessu og síðan alt rokið kring son hennara, Marius Borg Høiby, frá fyrru giftu hennara, sum nú er ákærdur fyri fleiri álvarslig brotsverk, eitt nú fýra valdstøkur.
The trial begins in 2026.
article_dagur_translated
Rættarmálið byrjar í 2026.
The royal family is not directly featured in the documentary, and during last year's wedding they attempted to avoid being filmed by photographers from Hello! Magazine and Netflix, to whom the couple had sold the photographic rights.
article_dagur_translated
Kongsfamiljan er ikki við beinleiðis í heimildarfilminum, og undir brúdleypinum í fjør bóru tey seg undan av verða filmað av myndafólkunum frá Hello! Magazine og Netflix, sum brúðarparið hevði selt myndarættindini til.
But in the film, which is an hour and a half long, the royal couple are mentioned several times, and both older and newer recordings are used in the film.
article_dagur_translated
Men í filminum, sum er hálvanannan tíma til longdar, verða kongshjúnini nevnd fleiri ferðir, eins og bæði eldri og nýggjari upptøkur verða brúktar í filminum.
In one scene in the film, for example, Crown Prince Haakon, who is Märtha Louise's younger brother, is seen speaking with Durek Verrett at a party held before last year's wedding.
article_dagur_translated
Í einum føri í filminum sæst eitt nú Haakon krúnprinsur, ið er lítlibeiggi Märta Louisu, tosa við Durek Verrett á eini veitslu, ið verð hildin undan brúdleypinum í fjør.
In addition, footage of the royal palace in Oslo is a recurring theme, and Durek Verrett recounts when he first met the royal couple.
article_dagur_translated
Harumframt eru upptøkur av kongsborgini í Oslo eitt gjøgnumgangandi tema, og Durek Verret fortelur um tá hann fyrstu ferð møtti kongshjúnunum.
"When I met the queen and the king, they just sat and stared at me," he says in the film.
article_dagur_translated
- Tá eg hitti drotningina og kongin, sótu tey bara og stardu at mær, sigur hann í filminum.
The Norwegian royal household has not yet commented on the film, writes dr.dk.
article_dagur_translated
Norska kongshúsið hevur enn ikki havt viðmerkingar til filmin, skrivar dr.dk.
The Science Night tour is traveling around the country.
article_dagur_translated
Vísindavøkan er á ferð kring landið.
There are five events during the period from September 15 to 22.
article_dagur_translated
Talan er um fimm tiltøk í tíðarskeiðinum frá 15. til 22. september.
It started at Løkin in Runavík yesterday, Monday, and on Tuesday evening, September 16 at 19:00, there will be a visit to Klaksvík Library.
article_dagur_translated
Byrjað varð við Løkin í Runavík í gjár, mánadagin, og yýskvøldið 16. september klokkan 19 verður vitjað á Klaksvíkar Bókasavni.
Knud Simonsen, Meinhard Eliasen, and Heidi S. Mortensen will give presentations in Klaksvík.
article_dagur_translated
Knud Simonsen, Meinhard Eliasen og Heidi S. Mortensen leggja fram í Klaksvík.
Weather, sea, and fish are among the topics on the program.
article_dagur_translated
Veður, sjógvur og fiskur eru millum tingini á breddanum
Computer-made currents in Djúpini, Kalsoyarfjord, and Leirvíksfjord.
article_dagur_translated
Teldugjørt rák í Djúpunum, Kalsoyarfirði og Leirvíksfirði
The green energy transition at sea, also in the Faroe Islands?
article_dagur_translated
Grøna orkuskiftið á sjónum, eisini í Føroyum?
The heart of the fish that you put on the table.
article_dagur_translated
Hjartað í fiskinum, sum tú setur á borðið
All the events are public and free of charge.
article_dagur_translated
Tiltøkini eru øll almenn og ókeypis.
On Friday a majority at the UN General Assembly agreed to establish a Palestinian state without Hamas.
article_dagur_translated
Fríggjadagin tók ein meiriluti á ST-aðalfundinum undir við at seta ein palestinskan stat uttan Hamas á stovn.
142 countries approved a declaration that aims for a two-state solution with a Palestinian state to become a reality — however without leadership from Hamas.
article_dagur_translated
142 lond samtyktu eina yvirlýsing, sum hevur sum mál, at ein tveystatsloysn við einum palestinskum stati skal gerast veruleiki - tó uttan leiðslu av Hamas.
10 countries — including Israel and the United States — voted against it.
article_dagur_translated
10 lond - harímillum Ísrael og USA - atkvøddu ímóti.
12 countries abstained, writes Ritzau.
article_dagur_translated
12 lond atkvøddu ikki, skrivar Ritzau.
The declaration also condemns Hamas's attack on Israel on 7 October 2023 and calls on Hamas to disarm.
article_dagur_translated
Yvirlýsingin fordømir eisini álopið hjá Hamas á Ísrael 7. oktober 2023 og heitir á Hamas um at lata seg avvápna.
The declaration also demands that Hamas release all remaining hostages in Gaza.
article_dagur_translated
Í yvirlýsingini verður eisini kravt, at Hamas skal lata allar gíslar leysar, sum eru eftir í Gaza.
The declaration was first presented to UN member states in July.
article_dagur_translated
Yvirlýsingin varð fyrstu ferð løgd fram fyri ST-limalondunum í juli.
It was presented by France and Saudi Arabia.
article_dagur_translated
Hon varð løgd fram av Fraklandi og Saudiarabia.
Israel has on several occasions criticized the UN for not condemning Hamas's attack, but now a majority of UN countries have made clear that they distance themselves from the 7 October 2023 attack.
article_dagur_translated
Ísrael hevur fleiri ferðir funnist at ST fyri ikki at fordøma álopið hjá Hamas, men nú hevur ein meiriluti av ST-londunum gjørt greitt, at tey taka frástøðu frá álopinum 7. oktober 2023.
About one third of the 193 UN member states recognize Palestine as a state, despite there being different authorities in the Palestinian territories.
article_dagur_translated
Umleið ein triðingur av teimum 193 limalondunum í ST viðurkenna Palestina sum ein stat, hóast tað eru ymiskar leiðslur í palestinsku økjunum.
Today the annual event "Slaktið" is at Vaglin in Tórshavn.
article_dagur_translated
Í dag er árliga tiltakið "Slaktið" á Vaglinum í Havn.
Here people have the opportunity to see where the tasty dish on their dinner plate comes from.
article_dagur_translated
Her hava fólk møguleika at síggja hvar vælsmakkandi rætturin á døgurðatallerkinum kemur frá.
It is a family event, and chefs prepare food that everyone can taste for free.
article_dagur_translated
Talan er um eitt familjutiltak, og kokkar gera mat sum øll sleppa at smakka ókeypis.
Animals are skinned on site with the purpose that children see and learn that food does not grow in the refrigerated display at Bónus.
article_dagur_translated
Djór verða flett á staðnum við tí endamáli, at børnini síggja og læra, at maturin ikki veksur í kølidiskinum hjá Bónus.
- We want to give both children and adults an experience they will carry with them — a bit of knowledge, a bit of gratitude, and a good taste experience.
article_dagur_translated
- Vit vilja geva bæði børnum og vaksnum eina uppliving, sum tey taka við sær víðari – eitt sindur av vitan, eitt sindur av takksemi og eina góða smaksuppliving.
"It may well be that this will be the beginning for our future Michelin chefs," say the organizers.
article_dagur_translated
Tað kann jú vera, at hetta verður byrjanin til okkara komandi Michelinkokkar,” siga fyriskipararnir.
The event runs from 11:00 to 16:00.
article_dagur_translated
Tiltakið er frá klokkan 11 til 16.
On Friday three employees were honored for long and faithful service at the child and youth care service in Tórshavn.
article_dagur_translated
Fríggjadagin vórðu trý starvsfólk heiðraði fyri drúgva og trúgva tænastu hjá barna- og ungdómstannrøktini í Havn.
These were Karla Dahl and Alma Hansen, who both had their 40th work anniversary earlier this year, and Ann-Britt Midjord, who had her 30th work anniversary on Thursday, September 11.
article_dagur_translated
Hesi vóru Karla Dahl og Alma Hansen, sum báðar høvdu 40 ára starvsdag fyrr í ár, og Ann-Britt Midjord, sum hevði 30 ára starvsdag hósdagin 11. september.
Unn Jakobsen, manager of the child and youth care service, and Elsa Berg, the mayor, said a few words, and then the three women were presented with gift baskets and gold and silver service medals from the municipality for the respective 40 and 30 year anniversaries, as well as bouquets from the child and youth care ser...
article_dagur_translated
Unn Jakobsen, leiðari á barna- og ungdómstannrøktini, og Elsa Berg, borgarstjóri, søgdu nøkur orð, og síðani fingu tær tríggjar handaðar gávukurv og gull- og silvurheiðurstekin frá kommununi fyri ávikavist 40 og 30 ára starvsdagar, umframt blómutyssir frá barna- og ungdómstannrøktini.
The USA will issue a response.
article_dagur_translated
USA fer at koma við einum aftursvari.
Says the US Secretary of State, Marco Rubio, after former Brazilian president Jair Bolsonaro was found guilty of organizing a plot to prevent the current president, Luiz Inacio Lula da Silva, from taking office in January 2023.
article_dagur_translated
Tað sigur amerikanski uttanríkismálaráðharrin, Marco Rubio, eftir at fyrrverandi brasilski forsetin, Jair Bolsonaro varð funnin sekur í at hava lagt til rættis eitt kvett fyri at forða núverandi forsetanum, Luiz Inacio Lula da Silva, í at taka við sum forseti í januar 2023.
Seventy-year-old Bolsonaro received 27 years and three months in prison, and according to the US Secretary of State this is a political witch hunt.
article_dagur_translated
70 ára gamli Bolsonaro fær 27 ár og tríggjar mánaðir í fongsli, og sambært amerikanska uttanríkismálaráðharranum er talan um eina politiska mannajagstran.
In an update on X Rubio accuses Brazilian Supreme Court Justice Alexandre de Moraes of trampling human rights and calls Bolsonaro’s sentence unfair.
article_dagur_translated
Í dagføring á X leggur Rubio brasilska hægstarættardómaran Alexandre de Moraes undir at gera seg inn á mannarættindi, og kallar hann dómin hjá Bolsonaro fyri órættvísan.
"The USA will issue an appropriate response," he says.
article_dagur_translated
– USA fer at koma við einum hóskandi aftursvari, sigur hann.
The USA has previously imposed punitive tariffs on Brazilian goods in response to the trial against Bolsonaro.
article_dagur_translated
USA hevur frammanundan lagt revsitoll á brasilskar vørur sum aftursvar til rættarmálið móti Bolsonaro.
According to the prosecutor, Bolsonaro knew about plans to kill President Lula, Vice President Geraldo Alckmin, and Supreme Court Justice Alexandre de Moraes.
article_dagur_translated
Sambært ákærurinum visti Bolsonaro um ætlanir um at drepa Lula forseta, Geraldo Alckmin varaforseta og Alexandre de Moraes hægstarættardómara.
Bolsonaro is also said to have encouraged attacks on the Brazilian Congress, the Supreme Court, and the presidential palace after Lula was sworn in as president.
article_dagur_translated
Bolsonaro skal eisini hava eggjað til álop á brasilska tjóðartingið, hægstarættin og forsetaborgina, eftir at Lula varð tikin í eið sum forseti.
In addition to Bolsonaro, seven others were also convicted in the case.
article_dagur_translated
Umframt Bolsonaro vórðu sjey onnur eisini dømd í málinum.
They are former ministers and military leaders.
article_dagur_translated
Talan er um fyrrverandi ráðharrar og herleiðarar.
Bolsonaro himself has denied guilt and said he is a victim of a political witch hunt.
article_dagur_translated
Sjálvur hevur Bolsonaro noktað seg sekan og sagt, at hann er offur fyri eina politiska mannajagstran.
The US president, Donald Trump, says, according to international media, that he is disappointed by the Supreme Court’s decision and compares Bolsonaro’s situation to the legal cases against him.
article_dagur_translated
Amerikanski forsetin, Donald Trump, sigur, sambært altjóða miðlum, at hann er vónbrotin av avgerðini hjá hægstarættinum, og samanber hann støðuna hjá Bolsonaro við rættarmálunum móti honum.
"It reminds me of what they tried to do to me, but it did not succeed for them."
article_dagur_translated
– Tað minnir meg um tað, sum tey royndu at gera móti mær, men gekk ikki hjá teimum.
In addition to the prison sentence, Bolsonaro is also barred from running for public office until 2060.
article_dagur_translated
Umframt fongsulsdómin sleppur Bolsonaro heldur ikki at stilla upp til alment embæti fram til 2060.
In recent weeks over 250,000 people have left Gaza City, the Israeli military says, after Israel intensified its attacks in the area, according to Ritzau.
article_dagur_translated
Seinastu vikurnar eru yvir 250.000 fólk farin úr Gaza býi, sigur ísraelski herurin, eftir at Ísrael hevur hert álopini í økinum sambært Ritzau.
Gaza City is the largest city in the Gaza Strip and, according to the UN, had about one million inhabitants.
article_dagur_translated
Gaza býur er størsti býur í Gazageiranum og hevði, sambært ST umleið eina millión íbúgvar.
This week Israel urged residents to evacuate the city.
article_dagur_translated
Í vikuni heitti Ísrael á íbúgvar um at rýma úr býnum.
Among other things, the UN has warned against the assaults on the city, where a famine was recently declared, and there are fears that the humanitarian situation in the area will deteriorate.
article_dagur_translated
Millum annað ST hevur ávarað ímóti alópunum á býin, har tað herfyri varð boðað frá hungursneyð, og stúrt verður fyri, at humanitera støðan í økinum fer at versna.
Yesterday the United Kingdom, France and Germany jointly called on Israel to stop the attacks on the grounds that they are killing civilians and destroying vital infrastructure.
article_dagur_translated
Í gjár heittu Stórabretland, Frakland og Týskland í felags fráboðan á Ísrael um at steðga álopunum við tí grundgeving, at tey drepa sivilfólk og oyðileggja týðandi undirstøðukervi.
The Israeli military says it is determined to defeat Hamas, and a week ago the military began carrying out attacks against the tallest buildings in Gaza City, which Israel says are being used by Hamas.
article_dagur_translated
Ísraelski herurin sigur seg vera avgjørdur um at vinna á Hamas, og fyri einari viku síðani byrjaði herurin at fremja álop móti hægstu bygningunum í Gaza býi, sum sambært Ísrael verða brúktir av Hamas.
Since the war in Gaza began, 1.9 million people have been displaced from their homes.
article_dagur_translated
Síðan kríggið í Gaza byrjaði eru 1,9 milliónir fólk rikin burtur frá húsi og heimi.
It is estimated that 2.1 million people live in the Gaza Strip.
article_dagur_translated
Mett verður, at 2,1 millión búgva í Gazageiranum.
On Friday 73-year-old Sushila Karki was appointed acting prime minister of Nepal in the wake of violent protests that earlier in the week led Khadga Prasad Sharma Oli to resign as prime minister.
article_dagur_translated
Fríggjadagin varð 73 ára gamla Sushila Karki útnevnd til virkandi forsætisráðharri í Nepal í kjalarvørrinum á ógvusligu mótmælunum, sum fyrr í vikuni var orsøkin til, at Khadga Prasad Sharma Oli legði frá sær sum forsætisráðharri.
It is Nepal's president, Ram Chandra Paudel, who has appointed Karki as acting prime minister.
article_dagur_translated
Tað er forsetin í Nepal, Ram Chandra Paudel, sum er hevur útnevnt Karki til virkandi forsætisráðharra.
She is the country's first female prime minister.
article_dagur_translated
Hon er fyrsti kvinnuligi forsætisráðharri í landinum.
She is a former chief justice of Nepal's Supreme Court, and she was popular among young people.
article_dagur_translated
Hon er fyrrverandi høvuðsdómari í hægstarættinum í Nepal, og var hon vælumtókt millum tey ungu.
And it is primarily young people who have been behind the protests.
article_dagur_translated
Og tað er í høvuðsheitum tey ungu, sum hava staðið aftanfyri mótmælini.
The protests have been violent, and at least 51 people have died, with several hundred injured.
article_dagur_translated
Mótmælini hava verið ógvuslig, og í minsta lagi 51 fólk hava latið lív, og fleiri hundrað eru særd.