en stringlengths 1 10.6k | source stringclasses 4
values | fo stringlengths 1 10.3k |
|---|---|---|
The EU foreign minister, Kaja Kallas, has also commented on the situation, which she calls "a dangerous provocation." | article_dagur_translated | Uttanríkisstjórin í ES, Kaja Kallas hevur eisini viðmerkt støðuna, sum hon kallar "eina vandamikla provokatión". |
– Putin (the Russian president, Vladimir Putin, ed.) is testing the resolve of the West. | article_dagur_translated | – Putin (russiski forsetin, Vladimir Putin, red.) kannar snarræðið hjá vesturheiminum. |
We must not show weakness, she writes on social media. | article_dagur_translated | Vit mugu ikki vísa veikleika, skrivar hon á sosialar miðlar. |
In recent months there have been several reports that Russia has sent aircraft and drones over the airspace of other European countries. | article_dagur_translated | Seinastu mánaðirnar hava verið fleiri fráboðanir um, at Russland hevur sent flogfør og dronur yvir loftrúmið hjá øðrum evropeiskum londum. |
Last week, among other things, several Russian drones were also seen over Poland, and in May both Estonia and Finland reported Russian military aircraft in their airspace. | article_dagur_translated | Í farnu viku vórðu m.a. fleiri russiskar dronur eisini sæddar yvir Póllandi, og í mai boðaðu bæði Estland og Finnland frá russiskum hernaðarflogførum í teirra loftrúmi. |
Sissal has been employed as an assistant professor at the University of the Faroe Islands since 2020, which is the same year she received her PhD degree for her dissertation on language acquisition in Faroese children with a particular emphasis on vocabulary. | article_dagur_translated | Sissal hevur verið í starvi sum adjunktur á Fróðskaparsetri Føroya síðan 2020, ið er sama ár, sum hon fekk ph.d.-heiti fyri ritgerð sína um máltøku hjá føroyskum børnum við serligum denti á orðfeingi. |
In 2002 she received a master's degree from the University of Copenhagen, and she was enrolled in PhD studies at both the University of Southern Denmark and the University of the Faroe Islands, a so-called double enrollment (double degree). | article_dagur_translated | Í 2002 fekk hon kanditatprógv frá universitetinum í Keypmannahavn, og hon var innskrivað til ph.d.-lestur bæði á Syddansk Universitet og Fróðskaparsetrinum, ein sonevnd dupult innskriving (double degree). |
The title of the PhD dissertation is "Faroese children's early vocabulary acquisition – Adaptation and norming of a Faroese version of MB-CDI parent reports." | article_dagur_translated | Heitið á phd.-ritgerðini er "Færøske børns tidlige ordforrådstilegnelse – Adaption og normering af en færøsk version af MB-CDI-forældrerapporter”. |
In her position as assistant professor at the University of the Faroe Islands, Sissal has taught in both master's and bachelor's programs, and she has led and participated in several research projects, for example a research project on the phonological development of Faroese children, which is a collaboration between t... | article_dagur_translated | Í starvi sínum sum adjunktur á Fróðskaparsetri Føroya hevur Sissal undirvíst á útbúgvingum bæði á master- og bachelorstigi, eins og hon hevur staðið fyri og verið við í fleiri granskingarverkætlanum, eitt nú eini granskingarverkætlan um ljóðligu menningina hjá føroyskum børnum, ið er samstarv millum Fróðskaparsetur Før... |
When academic staff at the University of the Faroe Islands are promoted to associate professor, an application must be sent to an external evaluation committee with foreign researchers. | article_dagur_translated | Tá ið vísindastarvsfólk á Fróðskaparsetri Føroya verða framflutt til lektara, skal ein umsókn sendast eini uttanhýsis metingarnevnd við útlendskum granskarum. |
The task of the evaluation committee is to assess the applicant based on four criteria: 1) scientific publications, 2) teaching and supervision, 3) dissemination of research and 4) administrative experience. | article_dagur_translated | Uppgávan hjá metingarnevndini er at meta um umsøkjaran út frá fýra atlitum: 1) vísindaligum útgávum, 2) undirvísing og vegleiðing, 3) miðlan av gransking og 4) fyrisitingarligum royndum. |
The members of the evaluation committee agreed that Sissal's academic achievements meet all academic requirements and therefore recommended that Sissal Maria Rasmussen be appointed associate professor at the University of the Faroe Islands. | article_dagur_translated | Limirnir í metingarnevndini vóru samdir um, at akademisku avrikini hjá Sissal lúka allar akademiskar treytir og mæltu tí til, at Sissal Maria Rasmussen verður útnevnd lektari á Fróðskaparsetri Føroya. |
The members of the evaluation committee were: | article_dagur_translated | Í metingarnevndini vóru: |
Russia denies having been in Estonian airspace without permission. | article_dagur_translated | Russland noktar at hava verið í estiskum loftrúmi uttan loyvi. |
This appears in a statement from the Russian Ministry of Defence, after the government in Estonia yesterday reported that three Russian military aircraft had been in Estonian airspace for 12 minutes without permission. | article_dagur_translated | Tað framgongur í fráboðan frá russiska verjumálaráðnum, eftir at stjórnin í Estlandi í gjár boðaði frá, at trý russisk hernaðarflogfør høvdu verið í estiskum loftrúmi í 12 minuttir uttan loyvi. |
The Russian Ministry of Defence writes, according to Ritzau, that the aircraft were en route from Karelia in Russia to the Russian territory of Kaliningrad between Lithuania and Poland, and that the flight complied with international rules. | article_dagur_translated | Russiska verjumálaráðið skrivar, sambært Ritzau, at flogførini skuldu úr Karelen í Russlandi til russiska økið Kaliningrad millum Litava og Pólland, og flúgvingin fylgdi altjóða reglur. |
The former director of Strandfaraskip Landsins, Hilmar Eliasen, has been appointed as transport director in the Ærø municipality in Denmark. | article_dagur_translated | Fyrrverandi stjórin hjá Strandfaraskipum Landsins, Hilmar Eliasen, er settur í starv sum samferðslustjóri í Ærø kommunu í Danmark. |
Hilmar Eliasen was director of Strandfaraskip Landsins from 2014 to 2022. | article_dagur_translated | Hilmar Eliasen var stjóri hjá Strandfaraskipum Landsins frá 2014 til 2022. |
Subsequently he has been a legal advisor at the Greenlandic company Nukissiorfiit. | article_dagur_translated | Eftirfylgjandi hevur hann verið løgfrøðiligur ráðgevi hjá grønlendska Nukissiorfiit. |
He will take up the new position in Ærø on December 1, the media write. | article_dagur_translated | Hann tekur við nýggja starvinum á Ærø 1. desember, skriva miðlarnir |
– As the new transport director I look forward to leading the overall transport on Ærø, where we both maintain the traditional ferry operation and the local traffic on the island. | article_dagur_translated | – Sum nýggjur samferðslustjóri síggi eg fram til at standa á odda fyri samlaða flutninginum á Ærø, har vit bæði varða av siðbunda ferjurakstrinum og lokalu ferðsluni á oynni. |
At the same time we must set a course toward greener and more future-proof transport, says Hilmar Eliasen. | article_dagur_translated | Samstundis skulu vit seta kósina móti grønari og meira framtíðartryggjaðum flutningi, sigur Hilmar Eliasen. |
– With Hilmar, Ærø gets a transport director who has extensive experience and a strong strategic understanding of both operations and development, says Allan Krogh Filtenborg, municipal manager of Ærø. | article_dagur_translated | – Við Hilmar fær Ærø ein samferðslustjóra, sum hevur nógvar royndir og eina sterka strategiska fatan av bæði rakstri og menning, sigur Allan Krogh Filtenborg, kommunustjóri á Ærø. |
The Ukrainian president, Volodymyr Zelenskyy, is traveling to the USA next week, where he will meet the American president, Donald Trump, in connection with the UN General Assembly. | article_dagur_translated | Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj fer í komandi viku til USA, har hann skal hitta amerikanska forsetan, Donald Trump í sambandi við ST-aðalfundin. |
They will both, according to Zelenskyy, discuss security in Ukraine as well as punitive measures against Russia. | article_dagur_translated | Teir báðir skulu, sambært Zelenskyj, umrøða trygd í Ukraina umframt revsitiltøk móti Russlandi. |
Zelenskyy has met Trump several times this year to discuss the situation in Ukraine, and Trump has also met the Russian president, Vladimir Putin, in Alaska. | article_dagur_translated | Zelenskyj hevur hitt Trump fleiri ferðir í ár fyri at umrøða støðuna í Ukraina, og eisini hevur Trump hitt russiska forsetan, Vladimir Putin í Alaska. |
According to the American Secretary of State, Marco Rubio, Trump still hopes to arrange a peace agreement between Russia and Ukraine. | article_dagur_translated | Sambært amerikanska uttanríkismálaráðharranum, Marco Rubio, hevur Trump framvegis vónir um at fáa í lag eina friðaravtalu millum Russland og Ukraina. |
"He continues the efforts." | article_dagur_translated | – Hann heldur á við royndunum. |
"He wants to achieve peace, if it is possible," Rubio said earlier in the week. | article_dagur_translated | Hann ynskir at røkka friði, um tað er møguligt, segði Rubio fyrr í vikuni. |
"Perhaps a time will come when the president reaches the conclusion that it is not possible, but he has not reached that yet, although it could happen," he said. | article_dagur_translated | – Kanska kemur ein tíð, har forsetin kemur til ta niðurstøðu, at tað ikki er møguligt, men hartil er hann ikki komin enn, men tað kann henda, segði hann. |
During the presidential campaign, Trump promised to end the war in Ukraine, but since he returned to power in January he has several times acknowledged that it has proven to be a more difficult task than he expected. | article_dagur_translated | Undir forsetavalstríðnum lovaði Trump at fáa ein enda á krígnum í Ukraina, men síðan hann kom aftur til valdið í januar hevur hann fleiri ferðir ásannað, at tað hevur víst seg at vera ein meira torfør uppgáva, hann hann væntaði. |
Trump said this, among other things, on Thursday. | article_dagur_translated | Tað segði Trump m.a. á hósdagin. |
Over the past year Visit Vágar has worked purposefully on a project aimed at attracting more cruise and expedition ships to visit Vágar, and in 2026 there will be a lot of activity in Vágar. | article_dagur_translated | Seinasta árið hevur Visit Vágar arbeitt málrættað við eini verkætlan, ið hevur til endamáls at fáa fleiri ferðamannaskip at vitja í Vágum, og í 2026 verður nógv virksemi í Vágum. |
This summer three ships were registered to visit Vágar, but due to the weather only one of them was able to land. | article_dagur_translated | Í summar vóru trý skip skrásett at vitja Vágar, men vegna veður kundi bert eitt teirra leggja at. |
However, a total of nine expedition ships have already announced that they plan to visit Miðvág, Sørvág and Bø next year, writes | article_dagur_translated | Heili níggju ekspeditiónsskip hava tó longu boðað frá, at tey ætla sær at vitja Miðvág, Sørvág og Bø komandi ár, skrivar |
Smaller expedition ships are particularly well suited to Vágar. | article_dagur_translated | – Smærri ekspeditiónsskipini hóska serliga væl til Vágar. |
The travelers who come here often have a particular interest — it can be history, nature or culture — and this gives us the opportunity to showcase the area's strengths in a sustainable way. | article_dagur_translated | Ferðafólkini, sum koma higar, hava ofta eitt serligt áhugamál – tað kann vera søga, náttúra ella mentan – og hetta gevur okkum møguleika at vísa fram styrkirnar í økinum á ein burðardyggan hátt. |
This is not only good for the visitors, but also for our business community and wellbeing, because it creates ripple effects and provides direct benefits for smaller businesses and residents in the area, says Anja Magnussen, acting development manager at Visit Vágar. | article_dagur_translated | Hetta er ikki bara gott fyri ferðafólkini, men eisini fyri okkara vinnulív og trivnað, tí tað skapar ringar í vatninum og gevur beinleiðis ágóða fyri smærri fyritøkur og borgarar í økinum, sigur Anja Magnussen, virkandi menningarleiðari í Visit Vágar. |
The traffic police were yesterday evening in Norðagøta and Leirvík and conducted speed measurements, and four cases were filed for driving too fast. | article_dagur_translated | Ferðsluløgreglan var í gjárkvøldið í Norðagøtu og Leirvík og tók ferðmátingar, og hav vórðu fýra mál skrivað fyri at koyra ov skjótt. |
Two were caught inside the town area, where the maximum permitted speed is 50 kilometers per hour. | article_dagur_translated | Tveir vórðu tiknir innanbíggja, har mest loyvda ferðin er 50 kilometrar um tíman. |
The cars were recorded as having driven at 71 and 73 kilometers per hour. | article_dagur_translated | Bilarnir vóru skrásettir fyri at hava koyrt 71 og 73 kilometrar um tíman. |
Two cases were also outside the built-up area, where the maximum speed is 80 kilometers per hour. | article_dagur_translated | Tvey mál vóru eisini uttan fyri bygt øki, har hámarksferðin er 80 kilometrar um tíman. |
They drove at 113 and 125 kilometers per hour. | article_dagur_translated | Hesir koyrdu 113 og 125 kilometrar um tíman. |
The latter, who was taken in Kambsdalur, will receive a conditional suspension of the right to drive a car, the duty officer at the police station reports. | article_dagur_translated | Hesin seinni, sum varð tikin í Kambsdali, fær treytaða frádøming av rættinum at koyra bil, upplýsir vaktleiðarin á politistøðini. |
On Saturday a memorial exhibition opens at Steinprent featuring works by Olivur við Neyst. | article_dagur_translated | Leygardagin letur minnisframsýning upp í Steinprenti við verkum eftir Olivur við Neyst. |
With both borrowed works from, among others, Runavíkar Municipality and Norðoya Art Association, and in collaboration with Dagmar Joensen-Næs, Steinprent has organized this exhibition. | article_dagur_translated | Bæði við læntum verkum frá m.a. Runavíkar Kommunu, Norðoya Listafelag, og í samstarvi við Dagmar Joensen-Næs hevur Steinprent fingið hesa framsýning upp at standa. |
The opening will be on Saturday, September 20 at 3:00 PM. | article_dagur_translated | Fernisering vderður leygardagin 20. september klokkan 15. |
The American television network ABC is now canceling the show “Jimmy Kimmel Live!” for an indefinite period. | article_dagur_translated | Amerikanska sjónvarpsstøðin, ABC, avlýsir nú sendingarnar “Jimmy Kimmel Live!” í óavmarkaða tíð. |
This happened after a remark by the well-known television host in Monday’s show, which concerned the killing of conservative activist Charlie Kirk. | article_dagur_translated | Hetta hendi eftir eina útsøgn hjá vælumtókta sjónvarpsvertinum í sendingini mánadagin, sum snúði seg um drápið á konservativa aktivistin Charlie Kirk, |
Several American media outlets report that the media company Nexstar Media Group shortly thereafter announced that Kimmel’s shows will not be shown on their 32 ABC stations. | article_dagur_translated | Fleiri amerikanskir miðlar skriva, at miðlafelagið Nexstar Media Group stutt eftir upplýsti, at sendingarnar hjá Kimmel ikki verða at síggja á teimum 32 ABC-støðunum. |
“Kimmel’s comments about Kirk’s death were aggressive and insensitive during a sensitive time for the political debate in our country,” said Andrew Alford, who is head of Nexstar’s television stations, according to Reuters. | article_dagur_translated | - Viðmerkingarnar hjá Kimmel um deyða Kirks vóru ágangandi og kensluleysar í eini sárbærari tíð fyri politiska kjakinum í okkara landi, segði Andrew Alford, ið er stjóri fyri sjónvarpsstøðunum hjá Nexstar, sambært Reuters. |
It is unclear exactly which words crossed the line, but in his monologue on Monday Kimmel noted the battle over the narrative — the story — regarding the accused in the Charlie Kirk case and his political beliefs, which are currently unfolding. | article_dagur_translated | Óvist er, júst hvørji orð tað vóru, sum fingu bikarið at flóta yvir, men í einarøðuni hjá Kimmel mánadagin viðmerkti hann stríðið um narrativið – frásøgnina – viðvíkjandi tí skuldsetta í Charlie Kirk-málinum og hansara politisku sannføring, sum gongur fyri seg í løtuni. |
“We hit some low points over the weekend, where the MAGA crowd tried to portray the young man who killed Charlie Kirk as anything but one of them — and used everything they could to score political points off it,” Kimmel said, among other things. | article_dagur_translated | - Vit raktu nøkur lágpunkt um vikuskiftið, har MAGA-bandin royndi at lýsa unga mannin, sum drap Charlie Kirk, sum alt annað enn ein av teirra – og brúktu alt tey kundu fyri at skora politisk stig upp á tað, segði Kimmel millum annað. |
After this the host mocked the president and showed a clip of Donald Trump being asked how he was doing after losing his friend, Charlie Kirk. | article_dagur_translated | Eftir hetta gjørdi verturin gjøldur við forsetanum og vísti eitt klipp av Donald Trump, ið varð spurdur um hvussu hann hevði tað eftir at hava mist vin sín, Charie Kirk. |
Trump replied that he was fine, and then immediately went on to talk about the trucks that had come to finish the party area at the White House — according to the host, the president showed no sign of being affected by Charlie Kirk’s death. | article_dagur_translated | Trump svaraði, at hann hevur tað gott, og fór síðan beint yvir at tosa um lastbilarnar, sum vóru komnir til at gera veitsluhølið í Hvítu húsunum liðugt – sambært vertinum var forsetin als ikki merktur av missinum av Charlie Kirk. |
The U.S. president, Donald Trump, is pleased that “Jimmy Kimmel Live!” has now been taken off the air. | article_dagur_translated | Amerikanski forsetin, Donald Trump, fegnast um, at “Jimmy Kimmel Live!” nú er tikið av skrá. |
“Fantastic news for America. | article_dagur_translated | - Fantastisk tíðindi fyri Amerika. |
The Jimmy Kimmel Show, which does not have particularly many viewers, has been canceled. | article_dagur_translated | Jimmy Kimmel Show, ið ikki hevur serliga nógvar hyggjarar, er avlýst. |
Congratulations to ABC for finally having the courage to do what had to be done. | article_dagur_translated | Til lukku ABC fyri loksins at hava dirvi til at gera tað, ið mátti gerast. |
Kimmel is talentless, the ratings even worse than Colbert’s — if that is even possible, the president wrote on | article_dagur_translated | Kimmel er talentleysur, hyggjaratølini enn vánaligari enn tey hjá Colbert – um tað yvirhøvur er gjørligt, skrivaði forsetin á |
Stephen Colbert hosted "The Late Show With Stephen Colbert" on CBS, but after he in July criticized the parent company of the network, Paramount, for making a deal with Donald Trump, his show was also taken off the air — and Colbert was fired. | article_dagur_translated | Stephen Colbert var vertur á "The Late Show With Stephen Colbert" á CBS, men eftir at hann í juli hevði at móðurfelagnum hjá sjónvarpsstøðini, Paramount, fyri at hava gjørt semju við Donald Trump, var eisini hansara show tikið av skrá – og Colbert fekk sekkin. |
Donald Trump has in countless posts on social media made it clear that he does not like Jimmy Kimmel and his comedy at all. | article_dagur_translated | Donald Trump hevur í óteljandi dagføringum á sosialu miðjunum gjørt vart við, at honum als ikki dámar Jimmy Kimmel og hansara skemt. |
He has several times said that he should have been fired from the network he has worked for with his “Jimmy Kimmel Live!” since 2003. | article_dagur_translated | Hann hevur fleiri ferðir sagt, at hann átti at fingið sekkin frá sjónvarpsstøðini, hann hevur arbeitt fyri við sínum “Jimmy Kimmel Live!” síðan 2003. |
Ruth Thomsen, who was elected chairwoman of MEGD at the annual meeting this spring, has for personal reasons chosen to resign as chairwoman, the organization Megd announces. | article_dagur_translated | Ruth Thomsen, sum varð vald til forkvinnu í MEGD á ársaðalfundinum í vár, hevur av persónligum orsøkum valt at leggja frá sær sum forkvinna, boðar felagsskapurin Megd frá. |
When she took the chairwoman position she made it a condition that she should continuously be able to fulfil the role as chairwoman of the Blind Association at the same time as she was chairwoman of MEGD. | article_dagur_translated | Tá hon tók við forkvinnusessinum setti hon sum fortreyt, at áhaldandi skula kunna røkja leiklutin sum forkvinna í Blindafelagnum samstundis, sum hon varð forkvinna í MEGD. |
But after a few months in MEGD with a lot of good work, she must admit that this requires too much and that it is not possible to be chairwoman of both organizations at the same time. | article_dagur_translated | Men eftir nakrar mánaðir í MEGD við nógvum og góðum arbeiði, má hon tó ásanna, at hetta krevur ov nógv, og at tað ikki ber til at vera forkvinna í báðum feløgum samstundis. |
Ruth explains that this was a difficult choice because she liked the work at MEGD very much, and that both the staff, the board and the members were very good to collaborate with, in addition to major and important issues being relevant in the disability field, including working to strengthen MEGD’s financial foundatio... | article_dagur_translated | Ruth greiðir frá, at hetta var eitt torført val, tí henni dámdi arbeiðið hjá MEGD sera væl, og at bæði starvsfólk, starvsnevnd og feløg vóru sera góð at samstarva við, umframt at stór og týðandi evni gera seg galdandi á brekøkinum, her undir at virka fyri at fáa styrkt fíggjarliga grundarlagið hjá MEGD. |
MEGD's statutes state clearly that "if the chairman/chairwoman leaves during the term, the vice-chairman/vice-chairwoman takes over until the next annual meeting." | article_dagur_translated | Viðtøkurnar hjá MEGD siga greitt, at "um formaðurin/-kvinnan fer frá í úrtíð, tekur næstformaðurin/-kvinnan við fram til fyrstkomandi aðalfund". |
This means that a new leader will be elected at the upcoming annual meeting. | article_dagur_translated | Hetta merkir, at nýtt forfólk verður valt á komandi aðalfundi. |
Ása Olsen, who was elected vice-chairwoman of MEGD, has now agreed to take over as chairwoman after Ruth until the next annual meeting, which will be early in the coming year. | article_dagur_translated | Ása Olsen, sum varð vald til næstforkvinnu í MEGD, hevur nú játtað at taka við sum forkvinna eftir Ruth fram til á næsta ársaðalfund, sum verður fyrst í komandi ári. |
Ása Olsen has very extensive experience, both as former general secretary in MEGD for six years, as chairwoman of Hoyr for several years, as a trade union chairwoman, as board chairwoman in Dugna, as an administrative manager and as a department manager in the national administration. | article_dagur_translated | Ása Olsen hevur sera drúgvar royndir, bæði sum fyrrverandi aðalskrivari í MEGD í seks ár, sum forkvinna í Hoyr í nøkur ár, sum fakfelagsforkvinna, sum stýrisforkvinna í Dugna, sum fyrisitingarleiðari og sum deildarleiðari í landsfyrisitingini. |
With her experience and education, MEGD is in safe hands. | article_dagur_translated | Við royndum og útbúgving hennara er MEGD í tryggum hondum. |
MEGD warmly congratulates Ása Olsen on the chairwoman position and thanks her for stepping in during the term. | article_dagur_translated | MEGD ynskir Ásu Olsen hjartaliga til lukku við forkvinnusessinum, og takkar henni fyri at hon tekur við í úrtíð. |
At the same time Ruth receives heartfelt thanks for good cooperation and warm wishes for her continued work as chairwoman of the Blind Association. | article_dagur_translated | Samstundis fær Ruth eina hjartans tøkk fyri gott samstarv og blíð ynski víðari sum forkvinna í Blindafelagnum. |
This evening at 7 PM there will be three science festival presentations at Sands Library. | article_dagur_translated | Í kvøld kl. 19 verða tríggjar vísindavøkuframløgur á Sands Bókasavni. |
Sandra Ljósá Østerø from Firum will discuss the BMI of lumpfish. | article_dagur_translated | Sandra Ljósá Østerø frá Firum fer at umrøða BMI hjá rognkelsum |
Gunnhild Helmsdal from the Health Research Unit will discuss Long COVID – what is it? | article_dagur_translated | Gunnhild Helmsdal frá Heilsugranskingareindin fer at umrøða Long COVID – hvat er tað? |
Sámal Matras Kristiansen from Námi will discuss Sustainability – more than just the environment. | article_dagur_translated | Sámal Matras Kristiansen frá Námi fer umrøða Burðardygd – meira enn bara umhvørvi |
The science festival on the road is a recurring event that is part of the annual Science Festival. | article_dagur_translated | Vísindavøkan á ferð er afturvendandi tiltak, sum er partur av árligu Vísindavøkuni. |
There are five events in the period from September 15 to 22. | article_dagur_translated | Talan er um fimm tiltøk í tíðarskeiðinum frá 15. til 22. september. |
At each event there will be three presentations, about 20 minutes each, with researchers from various institutions. | article_dagur_translated | Á hvørjum tiltaki verða tríggjar framløgur, umleið 20 minuttir hvør, við granskarum frá ymsum stovnunum. |
The reception of Vestmanna municipality has been adorned with a large painting by one of the local artists from the village, Silja Strøm. | article_dagur_translated | Móttøkan hjá Vestmanna kommunu er vorðin prýdd við einum stórum málningi frá einum av listafólkunum úr bygdini, Silju Strøm. |
The website of Vestmanna municipality writes that last year the municipality asked Silja Strøm to decorate the reception in the administration building. | article_dagur_translated | Heimasíðan hjá Vestmanna kommunu skrivar, at kommunan í fjør heitti á Silju Strøm um at listprýða móttøkuna í húsinum hjá umsitingini. |
Silja was immediately willing to take on the task, and with dedication she has worked on the artwork, which is now handed over to the municipality and installed. | article_dagur_translated | Silja var beinaveg sinnað at fara undir uppgávuna, og við nærlagni hevur hon arbeitt upp á listaverkið, sum nú er handað kommununi og komið upp á pláss. |
About the artwork, Silja says: | article_dagur_translated | Um listaverkið sigur Silja: |
Vestmanna municipality aims to support local art. | article_dagur_translated | Vestmanna kommuna hevur sum mál at stuðla lokalu listini. |
Therefore the municipality is pleased about the collaboration with Silja, who is one of the many talented local artists. | article_dagur_translated | Tí fegnast kommunan um samstarvið við Silju, sum er eitt av mongu dugnaligu lokalu listafólkum. |
Her painting is now the first thing that welcomes visitors. | article_dagur_translated | Hennara mynd er nú tað fyrsta, sum býður vitjandi vælkomnum. |
In recent years Jákup Simonsen has worked at the town hall, but he began as head of the culture department in 1985. | article_dagur_translated | Seinastu árini hevur Jákup Simonsen starvast á ráðhúsinum, men hann byrjaði sum leiðari á mentamáladeildin í 1985. |
Jákup Simonsen is from Fugloy, a trained teacher and electrician, but it was Tórshavn Municipality that became his lifelong career. | article_dagur_translated | Jákup Simonsen er fuglfirðingur, útbúgvin lærari og elektrikari, men tað varð Tórshavnar kommuna, sum bleiv hansara lívsstarv. |
He was appointed head of the culture department on July 15, 1985, and was there until 2015, when he became head of the municipal office for a time, and since then he has worked at the town hall. | article_dagur_translated | Hann varð settur sum leiðari á mentamáladeildini 15. juli 1985, og var har heilt fram til 2015, tá hann bleiv leiðari á stjórnarskrivstovuni eitt skifti, og síðan tá hevur hann arbeitt á ráðhúsinum. |
On Wednesday Jákup Simonsen was honored at a small gathering for colleagues at the town hall and his immediate family, and Elsa Berg, the mayor, presented him with a gold honor medal for 40 years of service to the municipality. | article_dagur_translated | Mikudagin varð Jákup Simonsen heiðraður á lítlari samkomu fyri starvsfelagarnar á ráðhúsinum og nærmastu familjuna, og Elsa Berg, borgarstjóri, handaði honum gullheiðurstekn fyri 40 ár í starvi hjá kommununi. |
Among other things Elsa Berg said: | article_dagur_translated | Elsa Berg segði millum annað: |
“You do not make much of yourself, but let others stand at the front of the stage while you keep to the background and work quietly. | article_dagur_translated | “Tú ger ikki so nógv burtur úr tær sjálvum, men letur onnur standa fremst á pallinum, meðan tú heldur teg í bakgrundini og arbeiðir í tí stilla. |
You are one of those employees whom people do not always notice much when you are here, but whom they notice very well when you are not here. | article_dagur_translated | Tú er eitt av hesum starvsfólkunum, sum man ikki altíð leggur so væl merki til, tá tú er her, men sum man leggur sera væl merki til, tá tú ikki er her. |
Much has happened during these 40 years since you started at the culture department, and you have now worked under seven different mayors. | article_dagur_translated | Nógv er hent hesi 40 árini, síðan tú byrjaði á mentamáladeildini, og tú hevur nú arbeitt undir sjey ymiskum borgarstjórum. |
When you started in 1985 — when Poul Michelsen was mayor — 13,600 people lived in the municipality. | article_dagur_translated | Tá tú byrjaði í 1985 – tá Poul Michelsen var borgarstjóri – búðu 13.600 fólk í kommununi. |
Since then the municipality has grown a lot, and today about 23,600 people live in Tórshavn Municipality — 10,000 more than when you started 40 years ago. | article_dagur_translated | Síðan tá er kommunan vaksin nógv, og í dag búgva umleið 23.600 fólk í Tórshavnar kommunu – 10.000 fleiri enn tá tú byrjaði fyri 40 árum síðan. |
Yes, just in Hoyvík the population has grown from 849 in 1985 to 4,719 people today. | article_dagur_translated | Ja, bara í Hoyvík er fólkatalið vaksið úr 849 í 1985 til 4.719 fólk í dag. |
You have experienced good times in the municipality, and you have experienced times of crisis. | article_dagur_translated | Tú hevur upplivað góðar tíðir í kommununi, og tú hevur upplivað krepputíðir. |
Subsets and Splits
No community queries yet
The top public SQL queries from the community will appear here once available.