en
stringlengths
1
10.6k
source
stringclasses
4 values
fo
stringlengths
1
10.3k
As in previous years, the show will start calmly, and no one will be eliminated in the first episode.
article_dagur_translated
Eins og undanfarin ár verður byrjað róliga, og eingin verður tveittur úr í fyrstu sending.
Instead, the votes and the judges' points will be counted next Friday.
article_dagur_translated
Hinvegin telja atkvøðurnar og stigini frá dómarunum við næsta fríggjadag.
Going forward, support from a majority of the parliamentary group of the Union Party is required if a member of the party is to participate in submitting a proposal.
article_dagur_translated
Framyvir krevst undirtøka frá einum meiriluta av tingmanningini hjá Sambandsflokkinum, um ein tinglimur úr flokkinum skal vera við til at leggja eitt uppskot fram.
That says Bárður á Steig Nielsen, chairman of the Union Party.
article_dagur_translated
Tað sigur Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum
after the party leadership and the chairpersons of the local associations met about the party's situation yesterday.
article_dagur_translated
eftir at floksleiðslan og forfólkini í lokalfeløgunum fundaðust um støðuna í flokkinum í gjár.
It has led to internal conflict in the Union Party that a member of the party — Eyðdis Hartmann Niclasen — has been involved in reintroducing the proposal to change the abortion law.
article_dagur_translated
Tað hevur elvt til innanhýsis stríð í Sambandsflokkinum, at ein tinglimur fyri flokkin - Eyðdis Hartmann Niclasen - hevur verið við til at leggja uppskotið um broyting í fosturtøkulógini fram aftur.
Two candidates who ran for the party in the last election — Áron Sofus Vest and Edva Jacobsen — have left the party, and the former vice-chairman and current member of parliament for the party, Helgi Abrahamsen, has also threatened to leave the party.
article_dagur_translated
Tvey valevni, sum stillaðu upp fyri flokkin á seinasta vali - Áron Sofus Vest og Edva Jacobsen - eru farin úr flokkinum, og fyrrverandi næstformaðurin og núverandi tingmaður fyri flokkin, Helgi Abrahamsen hevur eisini hótt við at fara úr flokkinum.
Helgi Abrahamsen is, however, satisfied with the outcome of yesterday's meeting.
article_dagur_translated
Helgi Abrahamsen er tó nøgdur við niðurstøðuna frá fundinum í gjár.
The Ministry of Health has sent a proposal to amend the parliamentary law on the hospital service out for consultation.
article_dagur_translated
Heilsumálaráðið hevur sent eitt uppskot til broyting í løgtingslóg um sjúkrahúsverkið til ummælis.
The amendment proposal entails that the Hospital Service must organize an offer of carrier screening for fatal hereditary diseases in the Faroe Islands.
article_dagur_translated
Broytingaruppskotið hevur við sær, at Sjúkrahúsverkið skal skipa eitt tilboð um berarakanningar fyri deyðiligar ílegusjúkur í Føroyum.
With the bill, everyone aged 18 to 45, and spouses of confirmed carriers, will be offered testing to determine whether they are carriers of certain hereditary diseases.
article_dagur_translated
Við lógaruppskotinum fáa øll í aldrinum 18 til 45 ár, og makar hjá staðfestum berarum, eitt tilboð um at kanna, um tey eru berarar av ávísum ílegusjúkum.
This strengthens individuals' autonomy and gives families better information on which to base their decisions, writes the Ministry of Health.
article_dagur_translated
Hetta styrkir sjálvræðið hjá einstaklingum og gevur familjum betri vitan at grunda sínar avgerðir á, skrivar Heilsumálaráðið.
These are fatal hereditary diseases that are more common in the Faroe Islands than elsewhere and cannot be treated.
article_dagur_translated
Talan er um deyðiligar ílegusjúkur, sum eru vanligari í Føroyum enn aðrastaðni, og sum ikki kunnu viðgerast.
There is currently no law on carrier screening, and this is the first time such an offer will be enshrined in law in the Faroe Islands.
article_dagur_translated
Eingin lóg er um berarakanningar í dag, og er hetta fyrstu ferð, at eitt slíkt tilboð verður lógarfest í Føroyum.
The plan is for the carrier screening offer to be implemented on 1 July 2026.
article_dagur_translated
Ætlanin er, at tilboðið við berarakanningum skal setast í verk 1. juli 2026.
The amendment proposal has been sent for consultation to the relevant parties and publicly at
article_dagur_translated
Broytingaruppskotið er sent til ummælis hjá viðkomandi pørtum og alment á
The consultation deadline is 23 October.
article_dagur_translated
Ummælisfreistin er 23. oktober.
Filmshúsið has taken steps to develop a Faroese streaming service where all Faroese film productions and series will be available online, Filmshúsið announces in a press release.
article_dagur_translated
Filmshúsið hevur tikið stig til at menna eina føroyska stroymingartænastu, har allar føroyskar filmsframleiðslur og røðir verða nettøkar, boðar Filmshúsið frá í tíðindaskrivi.
The plan is to categorize the productions and arrange for the newest productions to be accessible for a reasonable fee that goes directly to the Faroese producer, while other older productions will be free.
article_dagur_translated
Ætlanin er at flokka framleiðslurnar og skipa fyri at nýggjastu framleiðslurnar verða atkomiligar fyri eina rímuliga upphædd, sum fer beinleiðis til føroyska framleiðaran, og aðrar eldri framleiðslur verða ókeypis.
Filmshúsið has developed the entire project and will manage the system in collaboration with the provider.
article_dagur_translated
Filmshúsið hevur ment alla verkætlanina og fer at umsita skipanina í samstarvi við veitaran.
The project is extensive, but the goal is for the system to be ready this year.
article_dagur_translated
Verkætlan er umfatandi, men miðjað verður ímóti, at skipanin verður tøk í ár.
"Collecting all Faroese films has long been one of Filmshúsið's goals," says Jan Berg Jørgensen, chairman of Filmshúsið's board.
article_dagur_translated
– At savna allar føroyskar filmar hevur leingi verið eitt av málunum hjá Filmshúsinum, sigur Jan Berg Jørgensen formaður í stýrinum fyri Filmshúsið.
"Although the budget in the film fund is not large, a fair amount has still been produced, so one can only imagine what would have come out if we had increased the fund's budget."
article_dagur_translated
– Hóast fæið í filmgrunnurin ikki er nógv, so er nokk so nógv framleitt hóast alt, so mann kann bara ímynda sær, hvat hevði komið burturúr, um vit høvðu økt um fæið í grunninum.
Filmshúsið is collaborating with Kringvarp Føroya, Flowcore, and the association Føroysk Filmsfólk.
article_dagur_translated
Filmshúsið samstarvar við Kringvarp Føroya, Flowcore og felagið Føroysk Filmsfólk.
Everyone will have access to the collection in both Faroese and English.
article_dagur_translated
Øll fáa atgongd til savnið bæði á føroyskum og á enskum.
The streaming service, and thereby the film archive, will be accessible worldwide.
article_dagur_translated
Stroymingartænastan, og harvið filmssavnið, verður atkomilig í øllum heiminum.
Earlier in the week reports were made of drones over several Danish airports, including in Copenhagen and Aalborg, and on Friday evening there was another instance of illegal drone flying over a Danish airport.
article_dagur_translated
Fyrr í vikuni varð boðað frá dronum yvir fleiri donskum floghavnum, m.a. í Keypmannahavn og Aalborg, og fríggjakvøldið var enn eitt dømi um ólógliga dronuflúgving yvir einari danskari floghavn.
This time it concerned Karup military airport between Herning and Viborg in Central Jutland.
article_dagur_translated
Hesa ferð var talan um Karup hernaðarfloghavnina millum Herning og Viborg í Miðjútlandi.
The incident was reported at around 19:15 yesterday evening Faroese time.
article_dagur_translated
Hendingin varð fráboðað umleið klokkan 19.15 í gjárkvøldið føroyska tíð.
This resulted in the airspace over the airport being closed to civilian air traffic for a period of time, writes Ritzau.
article_dagur_translated
Hetta hevði við sær, at loftrúmið yvir floghavnina var stongt fyri sivilari flogferðslu í eitt tíðarskeið, skrivar Ritzau.
It was one or two drones, says a spokesperson for the police in Denmark, which has cooperated with the military on the matter.
article_dagur_translated
Talan var um eina ella tvær dronur, sigur umboð fyri løgregluna í Danmark, sum hevur samstarvað við herin um málið.
The police in the area are interested in hearing from people who saw anything that may be related to the matter near the airport on Friday evening.
article_dagur_translated
Løgreglan í økinum er áhugað í at hoyra frá fólki, sum hava sæð okkurt, sum kann hava samband við málið, nær við floghavnina fríggjakvøldið.
The position as director of the Health Authority is open to apply for, now that the current director's fixed-term appointment is expiring.
article_dagur_translated
Starvið sum stjóri í Heilsustýrinum er leyst at søkja, nú setanartíðarskeiðið hjá verandi stjóra gongur út.
The director will be responsible for the daily leadership, development, and operation of the institution, which is an independent authority under the Ministry of Health.
article_dagur_translated
Stjórin fær ábyrgdina av dagligu leiðsluni, menningini og rakstrinum av stovninum, sum er ein sjálvstøðugur myndugleikastovnur undir Heilsumálaráðnum.
The Health Authority's main task is to organize and develop the health professional field in the Faroe Islands and to provide research-based advice grounded in Faroese health and social conditions.
article_dagur_translated
Heilsustýrið hevur høvuðsuppgávuna at skipa og menna heilsufakliga økið í Føroyum og at veita granskingargrundaða ráðgeving við støði í føroyskum heilsu- og samfelagsviðurskiftum.
An important part of the work is to gather knowledge and build a foundation for health promotion initiatives, strengthen work in public health and prevention, and manage infectious disease control and health statistics, writes the Ministry of Health.
article_dagur_translated
Ein týðandi partur av arbeiðinum er at savna vitan og byggja grundarlag upp fyri heilsufremjandi átøkum, styrkja arbeiðið innan fólkaheilsu og fyribyrging, og at umsita farsóttarøkið og heilsuhagtøl, skrivar Heilsumálaráðið.
The Ministry of Health emphasizes appointing a leader with vision and the ability to develop the institution, and who can shape the health policy direction in the Faroe Islands.
article_dagur_translated
Heilsumálaráðið leggur dent á at seta ein leiðara við sjónionum og evni at menna stovnin, og sum kann mynda heilsupolitisku kósina í Føroyum.
The application deadline is Wednesday, October 15, 2025.
article_dagur_translated
Umsóknarfreistin er mikudagin 15. oktober 2025
Bjarni á Steig has been director of the Health Authority in recent years.
article_dagur_translated
Bjarni á Steig hevur verið stjóri í Heilsustýrinum seinastu árini.
It is out of the question that a Palestinian state will be established, said Israeli Prime Minister Benjamin Netanyahu when he delivered a speech at the UN General Assembly in New York on Friday.
article_dagur_translated
Tað kemur ikki uppá tal, at ein palestinskur statur verður settur á stovn, segði ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu, tá hann fríggjadagin helt røðu á ST-aðalfundinum í New York.
He also criticized, among others, France, Canada and the United Kingdom, which recently formally recognized Palestine as an independent state.
article_dagur_translated
Eisini fanst hann at m.a. Fraklandi, Kanada og Stórabretlandi, sum herfyri formliga viðurkendu Palestina sum sjálvstøðugur statur.
"Israel will not allow you to force an oppressive state down our throats," Netanyahu said.
article_dagur_translated
– Ísrael vil ikki loyva tykkum at stappa ein yvirgangsstat niður í hálsin á okkum, segði Netanyahu.
"We will not commit national suicide because you do not have the courage to stand up to the hostile media and antisemitic crowds that demand Israel's blood."
article_dagur_translated
– Vit fara ikki at fremja tjóðskaparligt sjálvmorð, tí at tit ikki hava dirvi til at standa ímóti teimum fíggindarliga sinnaðu miðlunum og antisemitisku mannamúgvunum, sum krevja blóðið hjá Ísrael.
The Israeli prime minister added that Israel has crushed the "terror machine" of the Palestinian Hamas movement, and he once again called on Hamas to lay down its weapons.
article_dagur_translated
Ísraelski forsætisráðharrin legði afturat, at Ísrael hevur knúst "yvirgangsmaskinuna" hjá palestinsku Hamas-rørsluni, og heitti hann enn einaferð á Hamas um at leggja vápnini.
"Do that and you will survive. Otherwise we will surely find you," Netanyahu said.
article_dagur_translated
– Gera tit tað, yvirliva tit. Annars skulu vit nokk finna tykkum, segði Netanyahu.
Before the Israeli prime minister's speech, representatives from a number of countries left the hall, which had not been full to begin with, writes Ritzau.
article_dagur_translated
Undan røðuni hjá ísraelska forsætisráðharranum fóru umboð hjá einari røð av londum úr salinum, sum frammanundan ikki var fullsettur, skrivar Ritzau.
U.S. President Donald Trump says that it is his view that a deal to end the war between Israel and Hamas is approaching.
article_dagur_translated
Amerikanski forsetin, Donald Trump sigur, at tað er hansara fatan, at ein avtala um at enda kríggið millum Ísrael og Hamas nærkast.
“It looks like we have a deal on Gaza, I believe it is a deal that will bring the hostages home, and it is a deal that will bring an end to the war,” he said on Friday, according to the news agencies AFP and Reuters.
article_dagur_translated
– Tað er líkt til, at vit hava eina avtalu um Gaza, eg haldi, tað er ein avtala, sum fer at fáa gíslarnar heim, og tað er ein avtala, sum fer at fáa ein enda á krígnum, segði hann fríggjadagin sambært tíðindastovunum AFP og Reuters.
Trump has not given further details on why he believes a deal is approaching.
article_dagur_translated
Trump hevur ikki greidd nærri frá, hví hann heldur, at ein avtala nærkast.
Earlier in the week, U.S. envoy Steve Witkoff presented a 21-point peace plan intended to bring an end to the war.
article_dagur_translated
Fyrr í vikuni legði amerikanski sendimaðurin, Steve Witkoff fram eina friðarætlan í 21 stigum, sum skal fáa ein enda á krígnum.
It has been sent to representatives of Saudi Arabia, the United Arab Emirates, Qatar, Egypt, Jordan, Indonesia, and Pakistan.
article_dagur_translated
Tað er sent umboðum fyri Saudiarabia, Sameindu Arabisku Emiratini, katar, Egyptaland, Jordan, Indonesia, og Pakistan.
Reconnaissance drones from Hungary have been in Ukrainian airspace without permission.
article_dagur_translated
Kanningardronur úr Ungarn hava verið í ukrainskum loftrúmi uttan loyvi.
That was said by the Ukrainian president, Volodymyr Zelenskyy, on Friday according to Ritzau.
article_dagur_translated
Tað segði ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj fríggjadagin sambært Ritzau.
Zelenskyy referred to a preliminary assessment by the military of drone activity in the area but did not say when these drones are said to have been in Ukrainian airspace.
article_dagur_translated
Zelenskyj vísti til eina fyribils meting hjá herinum av dronuvirkseminum í økinum men segði ikki, nær hesar dronurnar skulu hava verið í ukrainskum loftrúmi.
According to the Hungarian foreign minister, Peter Szijjártó, what Zelenskyy says is not correct.
article_dagur_translated
Sambært ungarska uttanríkismálaráðharranum, Peter Szijjarto passar tað ikki, sum Zelenskyj sigur.
"President Zelenskyy is starting to lose his mind," he says.
article_dagur_translated
– Zelenskyj forseti er við at gerast í óður í høvdinum, sigur hann.
He has begun to see things that are not there.
article_dagur_translated
Hann er byrjaður at síggja ting, sum ikki eru har.
Zelenskyy says that the Ukrainian military has recorded foreign reconnaissance drones in Ukrainian airspace that likely come from Hungary and that may have conducted reconnaissance work at the border with Ukraine.
article_dagur_translated
Zelenskyj sigur, at ukrainski herurin hevur skrásett fremmandar kanningardronur í ukrainskum loftrúmi, sum helst koma úr ungarn, og sum kunnu hava gjørt kanningararbeiði við markið til Ukraina.
"I have demanded that all information be verified, and that an urgent report be made on each recorded incident," Zelenskyy says.
article_dagur_translated
– Eg havi kravt, at allir upplýsingar skulu váttast, og at ein skundfrágreiðing skal gerast um hvørja skrásetta hending, sigur Zelenskyj.
If this type of drone appears again, the Ukrainian president wants an "appropriate response to defend our state," he says.
article_dagur_translated
Um hetta slagið av dronum kemur fram aftur, ynskir ukrainski forsetin eitt "hóskandi aftursvar fyri at verja stat okkara", sigur hann.
Hungary is a member of both the EU and NATO, which say they support Ukraine in the war against Russia.
article_dagur_translated
Ungarn er limur í bæði ES og Nato, sum siga seg stuðla Ukraina í krígnum móti Russlandi.
But relations between Hungary and Ukraine have often been tense.
article_dagur_translated
Men viðurskiftini millum Ungarn og Ukraina hava ofta verið spent.
Hungarian Prime Minister Viktor Orbán has opposed military support for Ukraine, and Hungary also has a better relationship with Russian President Vladimir Putin than other NATO and EU countries.
article_dagur_translated
Ungarski forsætisráðharrin, Viktor Orban hevur verið ímóti hernaðarligum stuðli til Ukraina og hevur Ungarn eisini eitt betri samband við russiska forsetan, Vladimir Putin enn onnur Nato- og ES-lond.
The UN is again going to implement sanctions against Iran.
article_dagur_translated
ST fer aftur at seta í verk revsitiltøk móti Iran.
The sanctions will come into force at 1:00 tonight our time — that is Saturday evening at 20:00 in New York, where the UN General Assembly is being held these days.
article_dagur_translated
Revsitiltøkini fara í gildi klokkan eitt í nátt okkara tíð - tað er leygarkvøldið klokkan 20 í New York, har ST-aðalfundur verður hildin í hesum døgum.
The attempt by China and Russia to postpone the sanctions did not receive support from the majority of the UN Security Council.
article_dagur_translated
Royndin hjá Kina og Russland at fáa útsett revsitiltøkini fekk ikki undirtøku frá meirilutan í ST-trygdarráðnum.
Among other things, the sanctions mean that Iranian assets abroad will be frozen and that the purchase and sale of weapons will be halted.
article_dagur_translated
Revsitiltøkini hava m.a. við sær, at iransk ogn í útlondum verður innifryst, og at keyp og søla av vápnum verður steðgað.
Iranian financial institutions, the energy sector and the nuclear program will also be affected, writes Ritzau.
article_dagur_translated
Iranskir peningastovnar, orkugeirin og kjarnorkuætlanin verður eisini rakt, skrivar Ritzau.
It is France, Germany and the United Kingdom that wish to reimpose the sanctions, and they began the process to have the sanctions reinstated about a month ago.
article_dagur_translated
Tað eru Frakland, Týskland og Stórabretland, sum ynskja at seta revsitiltøkini í gildi aftur, og fóru tey undir tilgongdina at fáa revsitiltøkini í gildi aftur fyri umleið einum mánað síðani.
The three countries accuse Iran of having violated a 2015 agreement that was intended to prevent them from developing a nuclear bomb.
article_dagur_translated
Tey trý londini leggja Iran undir at hava brotið eina avtalu frá 2015, sum skuldi forða tiemum í at menna eina kjarnorkubumbu.
Iran denies that the country is trying to acquire nuclear weapons.
article_dagur_translated
Iran vísir aftur, at landið roynir at skaffa sær kjarnorkuvápn.
On Friday there was a public reception at Poul Hansen wholesale in connection with Poul Hansen being elected Business of the Year 2025, and with Bára Hansen and Tony Rasmussen being appointed as new directors in the company.
article_dagur_translated
Fríggjadagin var almenn móttøka hjá Poul Hansen heilsølu í sambandi við, at Poul Hansen er kosið ársins virki 2025, og at Bára Hansen og Tony Rasmussen eru sett sum nýggir stjórar í samtakinum.
About 300 people took the opportunity to greet them.
article_dagur_translated
Eini 300 fólk nýttu høvið at heilsa uppá.
Iranian ambassadors in the United Kingdom, France and Germany have been ordered to return home for talks.
article_dagur_translated
Iranskir sendiharrar í Stórabretlandi, Fraklandi og Týsklandi hava fingið boð um at koma heimaftur til samrøðu.
This happens after it became clear that the UN will tonight reimpose sanctions against Iran, and it was precisely France, Germany and the United Kingdom that initiated the process a month ago.
article_dagur_translated
Hetta hendir, eftir at tað gjørdist greitt, at ST í nátt fer at seta revsitiltøk móti Iran í gildi aftur, og tað vóru júst Frakland, Týskland og Stórabretland, sum settu gongd í tilgongdina fyri einum mánað síðani.
"After the irresponsible action by the three European countries to reimpose UN sanctions, Iran's ambassadors in Germany, France and the United Kingdom have been ordered to return to Tehran for talks," Iranian media say according to Ritzau.
article_dagur_translated
– Eftir óforsvarligu gerðini hjá teimum trimum evropeisku londunum um at seta í gildi aftur ST-revsitiltøkini, hava sendiharrar hjá Iran í Týsklandi, Fraklandi og Stórabretlandi fingið boð um at koma heim aftur til Teheran til samrøður, siga iranskir miðlar sambært Ritzau.
France, Germany and the United Kingdom accuse Iran of violating a 2015 agreement meant to prevent it from developing a nuclear bomb, and Iran has not yet agreed to make a new deal on its disputed nuclear programme.
article_dagur_translated
Frakland, Týskland og Stórabretland leggja Iran undir at hava brotið eina avtalu frá 2015, sum skal forða Iran í at menna eina kjarnorkubumbu, og Iran hevur enn ikki játtað at gera eina nýggja avtalu um sína umstríddu kjarnorkuætlan.
Iran denies that the country is trying to develop a nuclear bomb.
article_dagur_translated
Iran vísir aftur, at landið roynir at menna eina kjarnorkubumbu.
A proposal by Russia and China to delay the sanctions did not get support from the majority of the UN Security Council.
article_dagur_translated
Eitt uppskot hjá Russlandi og Kina um at útseta revsitiltøkini fekk ikki udnirtøku frá meirilutanum í ST-trygdarráðnum.
Decisions by the UN Security Council and the related sanctions are binding, but it often happens that they are not followed.
article_dagur_translated
Avgerðir hjá ST-trygdarráðnum og tilhoyrandi revsitiltøkini eru bindandi, men tað hendir javnan, at tær ikki verða fylgdar.
Several European countries expect, according to AFP, that Russia will not comply with the decision on sanctions against Iran.
article_dagur_translated
Fleiri evropisk lond vænta, sambært AFP, at Russland ikki fer at fylgja avgerðini um revsitiltøk móti Iran.
Last night the police recorded two assault cases in the capital.
article_dagur_translated
Í nátt hevur løgreglan skrásett tvey harðskapsmál í høvuðsstaðnum.
The first report of assault came at 3:30, where someone reported that he had been hit in the head.
article_dagur_translated
Fyrra fráboðanin um harðskap kom klokkan hálvgum fýra, har ein boðaði frá, at hann var sligin í høvdið.
The police know who committed the assault and have been in contact with the person involved, says the duty officer at the police station in Tórshavn.
article_dagur_translated
Løgreglan veit, hvør hevur framt harðskapin og hevur verið í sambandi við viðkomandi, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.
The second report came at five o'clock. This also concerned someone who had been struck, and in this case as well the police know who committed the assault.
article_dagur_translated
Seinna fráboðanin kom klokkan fimm. Her var eisini talan um onkran, sum var sligin, og eisini í hesum førinum veit løgreglan, hvør hevur framt harðskapin.
The duty officer adds that no one suffered serious injury.
article_dagur_translated
Vaktleiðarin leggur afturat, at eingin fekk stóran skaða.
Yesterday morning at 11:15 there was a traffic accident above Skála.
article_dagur_translated
Fyrrapartin í gjár, klokkan 11.15 var eitt ferðsluóhapp omanfyri Skála.
A car did not yield when it was turning into Skála and therefore collided with an oncoming car.
article_dagur_translated
Ein bilur helt ikki víkiskylduna, tá hann skuldi snara inn á Skála, og rendi hann tí saman við einum mótkoyrandi bili.
Three people were in one car and two in the other, but none of them were injured, says the duty officer at the police station in Tórshavn, who adds that both cars were damaged.
article_dagur_translated
Trý fólk vóru í eina bilinum, og tvey í hinum, men eingin teirra fekk skaða, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn, sum leggur afturat, at báðir bilarnir fingu skaða.
At five this morning there was another traffic incident in Eysturoy.
article_dagur_translated
Klokkan fimm í morgun var eitt annað ferðslumál í Eysturoynni.
The police stopped a car where the driver was found to be under the influence of alcohol, and he is now charged with drunk driving.
article_dagur_translated
Løgreglan steðgaði einum bili, har førarin vísti seg at vera ávirkaður av rúsdrekka, og er hann nú skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring.
At least four people have been killed in Russian attacks on Ukraine overnight.
article_dagur_translated
Í minsta lagi fýra fólk hava latið lív í russiskum álopum á Ukraina í nátt.
Russia has launched over 500 drones and more than 40 rockets at Ukraine overnight.
article_dagur_translated
Russland hevur sent yvir 500 dronur og yvir 40 rakettir yvir Ukraina í nátt.
In addition to the four fatalities, several others were also injured, and the attack also caused damage to civilian infrastructure.
article_dagur_translated
Umframt at fýra fólk lótu lív, eru fleiri eisini særd, og álopið hevur eisini framt skaða á sivilt undirstøðukervi.
“Moscow wants to continue fighting and killing, and they have deserved the harshest pressure from the world,” says the Ukrainian president, Volodymyr Zelenskyy.
article_dagur_translated
– Moskva ynskir at halda fram við at stríðast og drepa, og hava tey uppiborið harðasta trýstið frá umheiminum, sigur ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj.
The Russian air strikes on Ukraine also prompted Poland to scramble military aircraft into the air overnight.
article_dagur_translated
Russisku loftálopini á Ukraina fingu eisini Pólland at senda hernaðarflogfør í luftina í nátt.
This also resulted in the airspace over two Polish airports being closed.
article_dagur_translated
Hetta hevði eisini við sær, at loftrúmið yvur tvær pólskar floghavnir stongdi.
At the National Hospital they have begun performing surgeries on so-called 'half' knees.
article_dagur_translated
Á Landssjúkrahúsinum eru tey farin undir at fremja skurðviðgerðir av sokallaðum “hálvum” knøum.
These are procedures that were previously performed in Denmark.
article_dagur_translated
Hetta eru viðgerðir, sum áður vórðu framdar í Danmark.
That the procedure can now be performed at the National Hospital means there are about 40–50 fewer patients per year who need to travel abroad for treatment.
article_dagur_translated
At viðgerðin nú kann fremjast á Landssjúkrahúsinum merkir, at tað eru umleið 40–50 sjúklingar færri um árið, sum hava tørv á at fara til viðgerðar uttanlands.