en
stringlengths
1
10.6k
source
stringclasses
4 values
fo
stringlengths
1
10.3k
At a celebration in Kolshøll in Eiði this evening, Eirikur í Jákupsstovu, the minister of public and cultural affairs, presented awards to cultural and artistic figures.
article_dagur_translated
Á hátíðarhaldi í Kolshøll á Eiði handaði Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður í almanna- og mentamálum, í kvøld virðislønir til menta- og listafólk.
The National Cultural Prize 2025 for outstanding artistic achievement was awarded to Bárður Oskarsson, author.
article_dagur_translated
Mentanarvirðisløn landsins 2025 fyri útlint listarligt avrik fekk Bárður Oskarsson, rithøvundur.
- Bárður Oskarsson depicts the fundamental conditions and circumstances into which we as human beings are born.
article_dagur_translated
- Bárður Oskarsson lýsir grundkorini og umstøðurnar, ið vit sum menniskju eru fødd inn í.
The books are for children as well as adults and are read around the world.
article_dagur_translated
Bøkurnar eru til børn eins væl og vaksin og verða lisnar um allan heim.
For more than twenty years, Bárður Oskarsson has been our most translated author, among other things stated in the justification.
article_dagur_translated
Í meiri enn tjúgu ár hevur Bárður Oskarsson verið okkara mest týddi rithøvundur, stóð millum annað í grundgevingini.
The National Cultural Prize is 150,000 kr.
article_dagur_translated
Mentanarvirðisløn landsins er 150.000 kr.
The national honorary award was given to Kinna Poulsen, critic and art mediator.
article_dagur_translated
Heiðursgáva landsins varð latin Kinnu Poulsen, ummælara og listamiðlara.
- As a critic and art mediator, Kinna Poulsen has for more than 30 years given people insight into and knowledge of Faroese visual art.
article_dagur_translated
- Sum ummælari og listamiðlari hevur Kinna Poulsen í meira enn 30 ár givið fólki innlit í og vitan um føroyska myndlist.
Through articles in the media and on her own art blog, Kinna has been an important voice for Faroese visual art—not only in the Faroe Islands but also abroad, the justification reads.
article_dagur_translated
Við greinum í fjølmiðlum og á egnum listabloggi hevur Kinna verið ein týðandi rødd hjá føroysku myndlistini – ikki bert í Føroyum, men eisini uttanlands, stendur at lesa í grundgevingini.
The national honorary award is 75,000 kr.
article_dagur_translated
Heiðursgáva landsins er 75.000 kr.
Lea Kampmann received the award for young artists.
article_dagur_translated
Lea Kampmann fekk virðisløn til ungt listafólk.
- The soundscapes are an emotional voice, saturated guitar strums and sometimes a violin bow.
article_dagur_translated
- Ljóðførini eru ein kensluborin rødd, mettaðar gittarstrofur og stundum ein fiólstrongur.
Often in minor keys.
article_dagur_translated
Ofta í moll.
Simple and complex.
article_dagur_translated
Einfalt og samansett.
Lea Kampmann manages to make the great emotions simple so that they resonate with listeners.
article_dagur_translated
Lea Kampmann megnar at gera tær stóru kenslurnar einfaldar, so tær geva afturljóð hjá áhoyrarunum.
- On the latest release, Seinferð, from 2024, Lea Kampmann confronts the hurriedness of the times.
article_dagur_translated
- Á seinastu útgávuni, Seinferð, frá 2024 ger Lea Kampmann upp við tað skundmikla í tíðini.
Lea Kampmann makes us stop—and perhaps slow down, among other things the justification stated.
article_dagur_translated
Lea Kampmann fær okkum at steðga á - og kanska at seta ferðina niður, stóð millum annað í grundgevingini.
This afternoon the new building of Smyril Line at the East quay was erected.
article_dagur_translated
Seinnapartin í dag varð nýggi bygningurin hjá Smyril Line á Eystaru bryggju reistur.
The building comprises a new head office, a terminal, a warehouse, as well as an extension and check-in booths.
article_dagur_translated
Bygningurin fevnir um nýggja høvuðsskrivstovu, farstøð, pakkhús, umframt tilbygning og innskrivingarklyvur.
The project totals 8,054 square meters.
article_dagur_translated
Verkætlanin er í alt 8.054 fermetrar.
It is Articon that is building the large new building.
article_dagur_translated
Tað er Articon, sum byggir stóra nýggja bygningin.
Last night at 18:00 there was a traffic accident in Kollafjørður where two cars collided.
article_dagur_translated
Í gjárkvøldið klokkan 18 var eitt ferðsluóhapp í Kollafirði, har tveir bilar stoyttu saman.
Three people were taken to the hospital for examinations.
article_dagur_translated
Trý fólk vóru koyrd á sjúkrahúsið til kanningar.
One person may have broken their hand, and the person also had pain in their back.
article_dagur_translated
Ein hevur møguliga brotið hondina, og viðkomandi hevði eisini pínu í rygginum.
The police do not know more about their condition, says the duty officer at the police station in Tórshavn.
article_dagur_translated
Meira veit løgreglan ikki um støðuna hjá teimum, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.
The case is being investigated, and more interrogations will be conducted to clarify exactly what happened.
article_dagur_translated
Málið verður kannað, og fleiri avhoyringar skulu gerast fyri at fáa greiðu á, júst hvat er hent.
So far no one has been charged in the case.
article_dagur_translated
Higartil er eingin skuldsettur í málinum.
The reduction of the ALS fee has now been announced.
article_dagur_translated
um at lækka ALS-gjaldið er nú lýst.
This means that from 1 January 2026 the fee will be 0.6%, compared with 0.8% as it is now, announces the Ministry of the Environment.
article_dagur_translated
Hetta merkir, at frá 1. januar 2026 fer gjaldið at vera 0,6 %, í mun til 0,8%, sum tað er nú, boðar Umhvørvismálaráðið frá.
On 1 January 2024 the fee was also reduced by 0.2 percentage points.
article_dagur_translated
1. januar 2024 lækkaði gjaldið eisini við 0,2 procentstigum.
Overall, the reduction is thus 0.4 percentage points over two years.
article_dagur_translated
Samlað sæð er lækkingin sostatt 0,4 procent yvir tvey ár.
The reduction in the ALS fee was made following a recommendation from the board of ALS.
article_dagur_translated
Lækkingin í ALS gjaldinum er gjørd eftir tilmæli frá stýrinum fyri ALS.
In the period October 2024 to September 2025, Faroese people imported goods worth 10.9 billion kroner.
article_dagur_translated
Í tíðarskeiðnum oktober 2024 til september 2025 innfluttu føroyingar vørur fyri 10,9 milliardir krónur.
That is 159.9 million - or 1.5 percent - more than the previous 12 months, writes the National Statistics Office.
article_dagur_translated
Tað eru 159,9 milliónir - ella 1,5 prosent - meira enn undanfarnu 12 mánaðirnar, skrivar Hagstovan.
The value of all imported product groups, except the product group "machines, engines, ships and vehicles", increased in the last 12 months.
article_dagur_translated
Virðið á øllum innfluttum vørubólkum, undantikið vørubólkurin "maskinur, motorar, skip og akfør", vaks seinastu 12 mánaðirnar.
The import value of fuels and other oils has increased for the first time since July 2023, while imports of machines, engines, ships and vehicles have decreased by 312.8 million kroner - or 11.3 percent.
article_dagur_translated
Innflutningsvirðið av brennievni og øðrum oljum er vaksið fyri fyrstu ferð síðani juli 2023, meðan innflutningurin av maskinum, motorum, skipum og akførum er minkaður við 312,8 milliónum krónum – ella 11,3 prosent.
More was imported from North America and Asia in general, particularly from China, India, Greenland and Argentina.
article_dagur_translated
Meiri varð innflutt úr Norðuramerika og Asia annars, serstakliga úr Kina, India, Grønlandi og Argentina.
Imports decreased somewhat from the EU and increased from Europe otherwise, because the oil imports are now from Norway rather than from the Netherlands, writes the National Statistics Office.
article_dagur_translated
Innflutningurin minkaði eitt vet úr ES og vaks úr Evropa annars, tí oljuinnflutningurin nú er úr Noregi heldur enn úr Niðurlondum, skrivar Hagstovan.
There is a lot of snow, and slippery conditions are being reported in many places around the country.
article_dagur_translated
Tað er nógvur kavi, og boðað verður frá hálku nógvastaðni kring landið.
The police in this connection urge drivers to be cautious and to take driving conditions into account.
article_dagur_translated
Løgreglan heitir í hesum sambandi á bilførarar um at vera varnir og taka koyrilíkindini til eftirtektar.
"It is slippery and there are drifts, and the way the roads have been plowed varies," says the duty officer at the police station in Tórshavn.
article_dagur_translated
– Tað er hált og jarðrok, og ymiskt er, hvussu tað er grivið, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.
Yesterday several cars also skidded on the ice.
article_dagur_translated
Í gjár fóru nakrir bilar eisini á glið í hálkuni.
For example, a tow truck went off the road at Kirkjubø yesterday morning.
article_dagur_translated
M.a. fór ein tangabilur út av vegnum í Kirkjubø fyrrapartin í gjár.
The vehicle overturned, but there were no personal injuries, the duty officer adds.
article_dagur_translated
Bilurin koppaði, men eingin fólkaskaði var, leggur vaktleiðarin afturat.
There were 11,000 liters of oil in the vehicle, but no oil leaked from it.
article_dagur_translated
11.000 litrar av olju vóru í bilinum, men eingin olja lak úr bilinum.
The fire department was called to empty the vehicle before it could be recovered.
article_dagur_translated
Sløkkiliðið varð boðsent at tøma bilin, áðrenn hann kundi fáast uppaftur.
This morning, among other places, slippery conditions are reported at Kambsdalur, on the Tjørnuvík road, at Høgareyn, on Sandavágshálsur and at Brekkan Stóra on Sandoy.
article_dagur_translated
Í morgun verður m.a. boðað frá hálku á Kambsdali, á Tjørnuvíkarvegnum, á Høgareyni, á Sandavágshálsi og á Brekkuni Stóru í Sandoy.
Yesterday the police stopped a moped in Sandoyn, which was not in legal condition.
article_dagur_translated
Í gjár steðgaði løgreglan einum prutli í Sandoynni, sum ikki var í lógligum standi.
It had neither a license plate nor lights, and the rider was also not wearing a helmet.
article_dagur_translated
Tað hevði hvørki nummarplátu ella ljós, og førarin var heldur ikki í hjálmi.
In addition, the moped had been mechanically modified so that it could drive much faster than it is permitted to.
article_dagur_translated
Umfyrt hetta var prutlið eisini bygnaðarbroytt, so tað kundi koyra nógv skjótari, enn tað hevur loyvi til.
It was a small moped that is permitted to drive at most 30 kilometers per hour, but this one could reach as much as 85 kilometers per hour, says the duty officer at the police station in Tórshavn, who adds that the rider did have a license for the moped.
article_dagur_translated
Talan var um eitt lítið prutl, sum hevur loyvi at koyra í mesta lagi 30 kilometrar um tíman, men hetta kundi koyra heilar 85 kilometrar um tíman, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn, sum leggur afturat, at førarin tó hevði koyrikort til prutlið.
In addition, the police also stopped a car in Eysturoy, where it turned out that the driver was under the influence of alcohol.
article_dagur_translated
Umfyrt hetta steðgaði løgreglan eisini einum bili í Eysturoynni, har tað vísti seg, at førarin var ávirkaður av rúsdrekka.
Nine people were killed this morning in Russian missile and drone attacks against the western part of Ukraine, writes Ukrainian President Volodymyr Zelenskyy on the social platform X.
article_dagur_translated
Níggju fólk hava í morgun latið lív í russiskum rakett- og dronuálopum móti vestara parti av Ukraina, skrivar ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj á sosiala miðilin X.
They were all killed in an attack on the city of Ternopil, where several residential buildings were struck.
article_dagur_translated
Øll vórðu dripin í einum álopi á býin Ternopil, har fleiri íbúðarbygningar vórðu raktir.
In addition to those who lost their lives, many people were also injured.
article_dagur_translated
Ummant tey, sum hava latið lív, vórðu fólk í hópatali eisini særd.
According to Zelenskyy, Russia used more than 470 drones and 48 missiles during the attacks, which began yesterday evening.
article_dagur_translated
Sambært Zelenskyj brúkti Russland fleiri enn 470 dronur og 48 rakettir undir álopunum, sum longu byrjaðu í gjárkvøldið.
In Ukraine's second-largest city Kharkiv, at least 32 people were injured, according to the regional governor.
article_dagur_translated
Í næststørsta ukrainska býnum Kharkiv vórðu í minsta lagi 32 fólk særd sambært guvernørinum í økinum.
Attacks have also been reported in the areas around the cities of Ivano-Frankivsk and Lviv in the western part of the country, as well as Donetsk in the eastern part.
article_dagur_translated
Eisini er boðað frá álopum í økinum kring býirnir Ivano-Frankivsk og Lviv í vestara parti av landinum, umframt Donetsk í eystara parti av landinum.
The area around the capital Kyiv as well as the regions Mykolaiv, Chernihiv and Dnipro were also hit.
article_dagur_translated
Økið kring høvuðsstaðin Kyiv umframt landslutirnir Mykolajiv, Tjernihiv og Dnipro vórðu eisini raktir.
Poland scrambled fighter jets this morning because of the attacks in the western part of Ukraine near the border with Poland.
article_dagur_translated
Pólland hevur í morgun sent stríðsflogfør í luftina orsakað av álopunum í vestara parti av Ukraina nær við markið til Pólland.
Two Polish airports in the cities of Rzeszów and Lublin were also temporarily closed.
article_dagur_translated
Eisini vórðu tvær pólskar floghavnir í býunum Rzeszow og Lublin fyribils stongdar.
Financial abuse is the topic of an event on the International Day for the Elimination of Violence against Women on November 25, organized by Sig Frá, the Women’s Shelter and the Women’s Association in Tórshavn.
article_dagur_translated
Fíggjarligur harðskapur er evnið á tiltaki á altjóða degnum móti harðskapi móti kvinnum 25. november, sum Sig Frá, Kvinnuhúsið og Kvinnufelagið í Havn skipa fyri.
This will shed light on how financial abuse manifests, which legal provisions apply in the area, and how the financial sector can help prevent financial abuse, writes the Ministry of Social Affairs and Culture in a press release.
article_dagur_translated
Her verður varpað ljós á, hvussu fíggjarligur harðskapur vísur seg, hvørjar lógarásetingar eru galdandi á økinum og hvussu fíggjar heimurin kann verða við til at fyribyrgja fíggjarligum harðskapi, skrivar Almanna- og mentamálaráðið í tíðindaskrivi.
At the event there will be three presentations to illustrate the topic:
article_dagur_translated
Á tiltakinum verða tríggjar framløgur at lýsa evnið:
After a break Óluva Zachariassen will conduct an interview with a Faroese woman about living with financial abuse and how these circumstances have affected her life.
article_dagur_translated
Eftir ein steðg fer Óluva Zachariassen at hava samrøðu við eina føroyska kvinnu, um at liva í fíggjarligum harðskapi og hvussu hesar umstøðurnar hava ávirkað lív hennara.
Then a panel discussion will continue, with participation from Bjarni Kárason, minister of justice, Sirið Stenberg, minister of foreign and business affairs, and Ruth Vang, minister of finance.
article_dagur_translated
Síðani verður hildið fram við pallborði, við luttøku av Bjarna Kárasyni, landsstýrismaður í lógarmálum, Sirið Stenberg, landsstýrikvinna í uttanríkis- og vinnumálum og Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum.
The event, which is public and free of charge, will be held on Tuesday, November 25.
article_dagur_translated
Tiltakið, sum er alment og ókeypis, verður fyriskipað týsdagin 25. november
From 1 PM to 4 PM at Smæruna, J.H. Schrøtersgøta 7 in Tórshavn.
article_dagur_translated
frá klokkan 13 til 16 í Smæruni, J.H. Schrøters gøta 7 í Havn.
It is not right to vote the abortion issue out of the legal committee.
article_dagur_translated
Tað er ikki rætt at atkvøða fosturtøkumálið úr rættarnevndini.
That says Hervør Pálsdóttir, chairwoman of the legal committee, which has for the past six weeks been handling the proposal to change the abortion law.
article_dagur_translated
Tað sigur Hervør Pálsdóttir, forkvinna í rættarnevndini, sum seinastu seks vikurnar hevur viðgjørt uppskotið um at broyta fosturtøkulógina.
The proposal to change the abortion law was sent directly to the legal committee after the first reading on September 30, and although the deadline to write an opinion has passed, it has still not come out of the committee.
article_dagur_translated
Uppskotið um at broyta fosturtøkulógina varð beint í rættarnevndina eftir fyrstu viðgerð 30. september, og hóast freistin at skriva álit er farin, er tað enn ikki komið úr nevndini.
Three minority members have submitted their opinions, but signatures are still awaited from Helgi Abrahamsen, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, Rósa Tyril Gaardlykke, and Henrik Old, and therefore the matter cannot leave the committee and proceed to a second reading.
article_dagur_translated
Tríggir minnilutar hava latið síni álit inn, men enn vænta undirskriftir frá Helga Abrahamsen, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, Rósu Tyril Gaardlykke, og Henrik Old, og tí kann málið ikki fara úr nevnd og víðari til aðru viðgerð.
Helgi Abrahamsen accuses the three—Hervør Pálsdóttir, Ingilín D. Strøm and Kristianna Winther Poulsen—of trying to rush the matter through, and he admitted on Kringvarp Føroya's radio news recently that the other four are trying to delay it.
article_dagur_translated
Helgi Abrahamsen leggur tær tríggjar; Hervør Pálsdóttir, Ingilín D. Strøm og Kristianna Winther Poulsen undir at royna at skunda málið í gjøgnum, og ásannaði hann í Útvarpstíðindunum hjá Kringvarpinum herfyri, at hini fýra royna at drýggja tað.
"We will not just stand by while someone rushes a matter through, because you must have the vote before a change in the government," he says, referring to the two ministers, Bjarni Kárason Petersen and Djóni Nolsøe Joensen, who will return to the parliament on December 1, when three cabinet positions become history.
article_dagur_translated
– Vit fara ikki bara at hyggja at, meðan mann skundar eitt mál ígjøgnum, tí at mann skal hava atkvøðugreiðsluna, áðrenn mann ger eitt skifti í landsstýrinum, sigur hann og sipar til tey bæði landsstýrisfólkini, Bjarni Kárason Petersen og Djóni Nolsøe Joensen, sum fara aftur í tingið 1. desember, tá trý aðalráð fara í s...
Bjarni Kárason Petersen supports the proposal, and he himself submitted a similar proposal that nevertheless failed last year with 15 votes for and 15 against.
article_dagur_translated
Bjarni Kárason Petersen er fyri uppskotinum, og legði hann sjálvur eitt líknandi uppskot fram, sum tó fall í fjør við 15 atkvøðum fyri og 15 ímóti.
But Djóni Nolsøe Joensen's position is unclear.
article_dagur_translated
Men støðan hjá Djóna Nolsøe Joensen er ógreið.
On Monday he did not want to say what his position was.
article_dagur_translated
Í mánadagin vildi hann ikki siga, hvør støða hansara var.
Therefore it is not clear whether there will be a majority for the proposal in the parliament after December 1.
article_dagur_translated
Tí er ikki greitt, um meiriluti er fyri uppskotinum í løgtinginum eftir 1. desember.
Hervør Pálsdóttir reiterates that she is trying to hasten the matter through because the deadline has clearly and truly passed.
article_dagur_translated
Hervør Pálsdóttir vísir aftur, at hon roynir at skunda málið ígjøgnum, tí freistin er væl og virðiliga farin.
In an interview last night she also said that although she does not think it is right to vote the matter out of the committee, she could not answer whether she will do so.
article_dagur_translated
Í samrøðu við í gjárkvøldið segði hon eisini, at hóast hon ikki heldur tað vera rætt at atkvøða málið úr nevndini, kundi hon ikki svara uppá, um hon fer at gera tað.
"I believe the legal committee has a duty to do its work according to the rules of procedure, and I hope that the minority intends to do the same," she said.
article_dagur_translated
– Eg haldi, at rættarnevndin hevur skyldu til at gera sítt arbeiði sambært tingskipanini, og tað hopi eg, at minnilutin eisini ætlar sær, segði hon.
In connection with the new office building Óðinsbrú being put into use, there will be a public reception in the new premises.
article_dagur_translated
Í sambandi við, at nýggi skrivstovubygningurin Óðinsbrú er tikin í brúk, verður almenn móttøka í nýggju hølunum.
The reception will be on Monday, 24 November 2025 from 15:00 to 17:00 in the stately premises at Óðinshædd 11, where there will be an opportunity to visit everyone who has rented space in the building.
article_dagur_translated
Móttøkan verður mánadagin 24. november 2025 kl. 15-17 í stásiligu hølunum á Óðinshædd 11, har ið høvi verður at vitja øll, sum hava leigað seg inn í bygningin.
The new building has three floors: on the ground floor are housed Norðoya Sparikassi and an office community, where among others AKF and Howden Insurance Brokerage rent space.
article_dagur_translated
Nýggi bygningurin er í trimum hæddum: Á niðastu hædd húsast Norðoya Sparikassi og ein kontórfelagsskapur, har ið m.a. AKF og Howden Tryggingarmekling leiga.
On the middle floor are the Labour and Fire Inspection and the Health Authority.
article_dagur_translated
Á miðhæddini eru Arbeiðs- og brunaeftirlitið og Heilsustýrið.
On the top floor the insurance company LÍV has its headquarters.
article_dagur_translated
Á ovastu hædd hevur Tryggingarfelagið LÍV sítt høvuðssæti.
Possible greetings can be sent to Beran at account number Norðoya Sparikassi 9865-328-745-3.
article_dagur_translated
Møguligar heilsanir kunnu sendast til Beran á kontu í Norðoya Sparikassa 9865-328-745-3.
In October there were 30,096 employees in the Faroe Islands.
article_dagur_translated
Í oktober vóru 30.096 starvsfólk í Føroyum.
That is 206 employees — or 0.7 percent — more than in October last year.
article_dagur_translated
Tað eru 206 starvsfólk - ella 0,7 prosent - fleiri enn oktober í fjør.
In October there were just over 15,400 men and just under 14,700 women among the workforce.
article_dagur_translated
Í oktober vóru góðir 15.400 menn og slakar 14.700 kvinnur í starvsfólkaskaranum.
Compared with the same month last year there were 109 more men and 97 more women, both an increase of 0.7 percent, writes the National Statistics Office.
article_dagur_translated
Samanborið við sama mánað í fjør var talan um 109 fleiri menn og 97 fleiri kvinnur, sum bæði eru ein vøkstur á 0,7 prosent, skrivar Hagstovan.
Tórshavn municipality had the largest numerical increase in employees compared with the same month last year.
article_dagur_translated
Tórshavnar kommuna størsta vøkstur av starvsfólkum í tali samanborið við sama mánað í fjør.
There are 102 more there.
article_dagur_translated
Har eru tey 102 fleiri.
Next comes Nes municipality with 52 more employees, and third is Sjóvar municipality with 35 more employees.
article_dagur_translated
Næst kemur Nes kommuna við 52 starvsfólkum, og trið Sjóvar kommuna við 35 starvsfólkum fleiri.
The largest decreases in numbers were in Tvøroyri municipality and Vágur municipality, with 15 and 14 fewer employees respectively.
article_dagur_translated
Størsta minking í tali var í Tvøroyra kommunu og Vágs kommunu við ávikavist 15 og 14 starvsfólkum færri.
In proportional terms, Skálavík municipality had the largest increase at 17.6 percent — or 12 persons.
article_dagur_translated
Verður hugt at lutfalli, hevur Skálavíkar kommuna størsta vøkstur við 17,6 prosentum – ella 12 persónum.
Conversely, Fámjin had the largest proportional decrease at 10.4 percent — or five employees.
article_dagur_translated
Hinvegin hevði Fámjin størstu lutfalsligu minking við 10,4 prosentum – ella fimm starvsfólkum.
Financially, things have gone well for Tórshavn Municipality this year, and it has been decided to give families with children a benefit from this.
article_dagur_translated
Fíggjarliga hevur tað gingið væl hjá Tórshavnar kommunu í ár, og avgjørt er at geva barnafamiljum ein ágóða av hesum.
Therefore, the municipal childcare fee for parents who have children in nursery, kindergarten, preschool or after-school care will be waived in December, the municipality announces today.
article_dagur_translated
Tí verður dagstovnagjaldið hjá foreldrum, sum hava børn í vøggustovu, barnagarði, forskúla ella frítíðarskúla, strikað í desember, boðar kommunan frá í dag.
"We hope that this will relieve families with children in the Christmas month, when there are often many other expenses," says Elsa Berg, mayor, according to the municipality's website.
article_dagur_translated
– Vit vóna, at hetta fer at lætta um hjá barnafamiljum í jólamánaðinum, tá tað ofta er nógv annað at gjalda, sigur Elsa Berg, borgarstjóri sambært heimasíðuni hjá kommununi.