en stringlengths 1 10.6k | source stringclasses 4
values | fo stringlengths 1 10.3k |
|---|---|---|
Republican presidential candidate Donald Trump held a campaign rally yesterday in the town of Butler in the state of Pennsylvania, the same place where he was the target of an assassination attempt at another rally this summer. | article_dagur_translated | Republikanska forsetavalevnið Donald Trump helt í gjár veljarafund í býnum Butler í statinum Pennsylvania, sama stað, sum hann varð fyri morðroynd á einum øðrum valfundi í summar. |
According to the news agency AFP, security in the area was increased in connection with this. | article_dagur_translated | Sambært tíðindastovuni AFP varð trygdin í økinum økt í hesum sambandi. |
Among other measures, Trump stood and gave his speech behind bulletproof glass. | article_dagur_translated | M.a. stóð Trump og helt røðu aftanfyri skottryggum glasi. |
It was on July 13 that Trump was struck by gunfire while standing on the podium during a rally. | article_dagur_translated | Tað var 13. juli, at Trump varð raktur av skotum, tá hann stóð á røðarapallinum undir einum valfundi. |
He was hit in the ear, and two other people were injured, and one person died. | article_dagur_translated | Hann varð raktur í oyrað, og tveir aðrir persónar vórðu særdir, umframt at ein lat lív. |
The person who died was Corey Comperatore, a 50-year-old man whom Trump chose to remember in his Saturday speech. | article_dagur_translated | Tann, sum lat lív var Corey Comperatore, ein 50 ára gamal maður, sum Trump valdi at minnast í røðu sínari leygardagin. |
“Corey could not be here with us tonight, and he should have been.” | article_dagur_translated | – Corey kundi ikki vera her við okkum í kvøld, og tað átti hann at verið. |
“He has become a kind of folk hero,” Trump said. | article_dagur_translated | Hann er blivin eitt slag av fólkahetju, segði Trump. |
Comperatore’s family and the rescue workers who helped after the incident at the last rally in Butler were also present. | article_dagur_translated | Familjan hjá Comperatore og bjargingarfólkini, sum hjálptu til eftir hendingina á seinasta veljarafundinum í Butler vóru eisini til staðar. |
Trump also had a guest with him on stage Saturday night — billionaire Elon Musk, who owns the companies X, Tesla, and SpaceX. | article_dagur_translated | Trump hevði eisini ein gest við sær á pallin leygarkvøldið - ríkmannin Elon Musk, sum eigur fyritøkurnar X, Tesla og Spacex. |
In his speech, Elon Musk emphasized the importance of registering to vote and turning out to vote. | article_dagur_translated | Í røðu sínari undirstrikaði Elon Musk týdningin av at skráseta seg sum veljari og fara á val. |
“Register, okay? And get everyone you know, and everyone you don’t know, to do it,” he said, warning that if people did not vote, the upcoming election would be the last one. | article_dagur_translated | – Skrásetið tykkum, okay? Og fái øll tey, tit kenna, og øll tey, tit ikki kenna at gera tað, segði hann og ávaraði um, at fóru tey ikki á val, fór komandi valið at vera tað seinasta. |
“Make sure they actually go and vote.” | article_dagur_translated | – Tryggið tykkum, at tey veruliga fara á val. |
If they do not, this will be the last election. | article_dagur_translated | Gera tey ikki tað, verður hetta tað seinasta valið. |
That is my prediction. | article_dagur_translated | Tað er mín spádómur. |
Najib Mikati, the prime minister of Lebanon, wants the international community to put pressure on Israel to stop the extensive attacks on targets in the country and to reach an agreement on a ceasefire. | article_dagur_translated | Najib Mikati, forsætisráðharri í Libanon vil hava altjóða samfelagið at leggja trýst á Ísrael fyri at steðga umfatandi álopini móti málum í landinum og fáa eina avtalu um vápnahvíld. |
According to the Lebanese news agency NNA, Israel carried out more than 30 airstrikes on suburbs of the capital Beirut last night and this morning. | article_dagur_translated | Sambært libanesisku tíðindastovuni NNA hevur Ísrael í nátt og í morgun framt yvir 30 loftálop á forstaðir til høvuðsstaðin Beirut. |
Nothing has been reported about deaths or injuries. | article_dagur_translated | Einki er upplýst um deyð ella særd. |
In the southern part of Lebanon the attacks also continue, and there at least 24 people have been killed and 93 injured. | article_dagur_translated | Í sunnara parti av Libanon halda álopini eisini fram, og har hava eru í minsta lagi 24 deyð og 93 særd. |
How many of these are civilians and how many are members of the Hezbollah movement has not been disclosed. | article_dagur_translated | Hvussu nógv av hesum eru sivilfólk, og hvussu nógv eru limir í Hizbollah-rørslni er ikki upplýst. |
Over 1,200 people have lost their lives in Israeli attacks on Lebanon in the past two weeks. | article_dagur_translated | Yvir 1200 fólk hava latið lív í ísraelskum álopum á Libanon seinastu tvær vikurnar. |
Israel says the attacks are aimed at Hezbollah targets, which over the past year have fired many rockets into the northern part of Israel. | article_dagur_translated | Ísrael sigur, at álopini eru rættað móti málum hjá Hizbollah, sum seinasta árið hevur skotið nógvar rakettir yvir norðara part av Ísrael. |
French President Emmanuel Macron also receives praise from Mikati after he called for stopping the supply of weapons to Israel that are being used in Gaza, and Mikati criticizes the Israeli prime minister, who called Macron's appeal 'shameful'. | article_dagur_translated | Franski forsetin Emmanuel Macron fær eisini rós frá Mikati, eftir at hann er komin við áheitan um at steðga veiting av vápnum til Ísrael, sum verða brúkt í Gaza, og finst hann at ísraelska forsætisráðharranum, sum kallar áheitanina hjá Macron fyri "skomm". |
According to Mikati, it is not surprising that Netanyahu criticizes Macron for his statements, and Netanyahu's criticism is proof that 'the French position is the right one.' | article_dagur_translated | Sambært Mikati er tað ikki óvæntað, at Netanyahu finst at Macron fyri hansara útsagnir, og eru atfinningarnar hjá Netanyahu prógv um, at "franska støðan er tann rætta". |
Due to the weather, the trips from Krambatangi at 11:30 and from Tórshavn at 16:00 will not be sailed. | article_dagur_translated | Fyri veður verða túrarnir av Krambatanga klokkan 11:30 og av Havnini klokkan 16 ikki sigldir. |
The Smyril departs Krambatangi at 06:00 and 18:45 and from Tórshavn at 08:45 and 21:15. | article_dagur_translated | Smyril siglir av Krambatanga klokkan 6:00 og klokkan 18:45 og av Havnini klokkan 8:45 og klokkan 21:15. |
The ferry company says that sailing will take place westwards and therefore delays can be expected on route 7. | article_dagur_translated | Strandferðslan sigur, at siglt verður vestanfyri og tí kann roknast við seinkingum á leið 7. |
Yesterday morning the police carried out speed checks in the Norðoyatunnilin, and three drivers were caught driving too fast. | article_dagur_translated | Fyrrapartin í gjár gjørdi løgreglan ferðmátingar í Norðoyatunlinum, og tá vórðu tríggir bilførarar tiknir fyri at koyra ov skjótt. |
Two had points added to their driving licences for driving 108 and 111 kilometres per hour respectively, and the third driver received a conditional disqualification for driving 121 kilometres per hour. | article_dagur_translated | Tveir fingu klipp í koyrikortið fyri at koyra ávikavist 108 og 111 kilometrar um tíman, og triði bilførarin fekk treytaða frádøming fyri at koyra 121 kilometrar um tíman. |
Otherwise the past 24 hours have been fairly quiet, the duty officer at the police station in Tórshavn reports. | article_dagur_translated | Annars hevur seinasta samdøgrið verið rættiliga friðarligt, upplýsir vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn. |
The police have also stopped several cars in the town centre to check whether the drivers were under the influence, but no cases were recorded there. | article_dagur_translated | Løgreglan hevur eisini steðgað nøkrum bilum í miðstaðarøkinum at kanna, um førararnir koyrdu ávirkaðir, men har var einki mál skrivað. |
Today it is one year since Hamas's attack on Israel, in which around 1,200 people lost their lives and 251 people were taken hostage and transported to Gaza. | article_dagur_translated | Í dag er eitt ár síðan álopið hjá Hamas á Ísrael, har umleið 1200 fólk lótu lív og 251 fólk vórðu tikin til gísla og fluttir til Gaza. |
The Israeli government says that this attack is "the deadliest attack on Jews since the Holocaust." | article_dagur_translated | Ísraelska stjórnin sigur, at hetta álopið er "deyðiligasta álopið á jødar síðan Holocaust". |
Since then there has been war between Israel and Hamas in Gaza, and according to the Israeli military Israel has bombed 40,300 targets in the past year. | article_dagur_translated | Síðan hevur kríggj verið millum Ísrael og Hamas í Gaza, og sambært ísraelska herinum hevur Ísrael bumbað 40.300 mál hetta seinasta árið. |
It is also reported that 728 Israeli soldiers have lost their lives in the war since October 7 last year. | article_dagur_translated | Upplýst verður eisini, at 728 ísraelsk herfólk hava latið lív í krígnum síðan 7. oktober í fjør. |
This number covers soldiers whose names the Israeli military has been permitted to make public. | article_dagur_translated | Hetta talið fevnir um herfólk, hvørs nøvn ísraelski herurin hevur fingið loyvi at almannakunngera. |
Of them, 380 died on October 7 last year, while 346 have died inside Gaza. | article_dagur_translated | Av teimum lótu 380 lív 7. oktober í fjør, meðan 346 hava latið lív inni í Gaza. |
Also, 4,576 soldiers were wounded, writes the Times of Israel. | article_dagur_translated | Eisini vórðu 4.576 herfólk særd, skrivar Times of Israel. |
The war in Gaza has led to extensive destruction, and thousands of Palestinians have been killed. | article_dagur_translated | Kríggið í Gaza hevur elvt til umfatandi oyðileggingar, og túsundatals palestinar hava latið lív. |
According to the Gaza Ministry of Health, which is run by Hamas, 41,877 Palestinians have been killed in the attacks. | article_dagur_translated | Sambært heilsumálaráðnum í Gaza, sum er stýrt av Hamas, hava 41.877 palestinar latið lív í álopunum. |
But it is not only Hamas that Israel is fighting. | article_dagur_translated | Men tað er ikki bara Hamas, sum Ísrael stríðist við. |
According to the Israeli military, 13,200 rockets have been fired at Israel from Gaza in the past year, 12,400 were fired from Lebanon, 60 from Syria, 180 from Yemen, and 400 from Iran. | article_dagur_translated | Sambært Ísraelska herinum eru 13.200 rakettir skotnar móti Ísrael úr Gaza seinasta árið, 12.400 eru skotnar úr Libanon, 60 úr Sýria, 180 úr Jemen, og 400 úr Iran. |
Now prices are not rising at the same pace as they have been. | article_dagur_translated | Nú hækka prísirnir ikki við somu ferð, sum teir hava gjørt. |
From August 2023 to August 2024 prices have increased by 1.7 percent, and that is the lowest price growth in more than three years. | article_dagur_translated | Frá august 2023 til august 2024 eru prísirnir hækkaðir 1,7 prosent, og tað er lakasti prísvøkstur í meira enn trý ár. |
According to the Statistics Office we have to go back to February 2021 to see a lower rate of price growth. | article_dagur_translated | Sambært Hagstovuni skulu vit aftur til februar 2021 fyri at síggja ein lakari prísvøkstur. |
Food prices are, however, still rising. | article_dagur_translated | Matvøruprísirnir hækka tó framvegis. |
Prices for food and beverages have risen by a firm four percent in August this year compared with the same month the year before. | article_dagur_translated | Prísirnir á mati og drykkjuvørum eru hækkaðir stívliga fýra prosent í august í ár samanborið við sama mánað árið fyri. |
It is especially the price of meat that has increased — the rise is just over 11 percent. | article_dagur_translated | Tað er serliga prísurin á kjøti, sum er hækkaður — vøksturin er góð 11 prosent. |
Prices of fish have likewise increased. | article_dagur_translated | Prísirnir á fiski eru somuleiðis hækkaðir. |
However, coffee has become cheaper than in August 2023. | article_dagur_translated | Tó er kaffi blivið bíligari enn í august 2023. |
The annual price growth in the Faroe Islands is lower than the average price growth for EU countries, which is 2.4 percent. | article_dagur_translated | Árligi prísvøksturin í Føroyum er lakari enn miðalprísvøksturin fyri ES-lond, sum er 2,4 prosent. |
The price growth in Denmark in August was even lower — 1.4 percent. | article_dagur_translated | Prísvøksturin í Danmark í august var enn lakari — 1,4 prosent. |
The largest price growth is in Iceland, where it is six percent. | article_dagur_translated | Størsti prísvøksturin er í Íslandi, har hann er seks prosent. |
In Sweden the price growth is 1.9 percent and in Norway 2.6 percent. | article_dagur_translated | Í Svøríki er prísvøksturin 1,9 prosent og Noregi 2,6 prosent. |
Lowest is the price growth in Finland — 1.2 percent. | article_dagur_translated | Lægstur er prísvøksturin í Finnlandi - 1,2 prosent. |
On Friday, October 18, Jákup Mikal Mikkelsen of Toftir will turn 100 years old. | article_dagur_translated | Fríggjadagin 18. oktober verður Jákup Mikal Mikkelsen, Toftir 100 ár. |
Jákup Mikal Mikkelsen, from Torbisgerði in Toftir, was born on October 18, 1924. | article_dagur_translated | Jákup Mikal Mikkelsen, úr Torbisgerði á Toftum, varð føddur 18. oktober 1924. |
He is the son of Karolina, who was from Kjalnes in Kollafjørður, and Jákup Mikal Mikkelsen of Toftir. | article_dagur_translated | Sonur til Karolinu, sum var ættað av Kjalnesi í Kollafirði, og Jákup Mikal Mikkelsen av Toftum. |
Jákup Mikal was named after his father. | article_dagur_translated | Jákup Mikal er uppkallaður eftir pápanum. |
Half a year before he was born, in April 1924, his father drowned off Grindavík in Iceland when the ship Anna ran aground. | article_dagur_translated | Eitt hálvt ár, áðrenn hann var føddur, í apríl 1924, var pápin druknaður út fyri Grindavík í Íslandi, har skipið Anna fór á land. |
Karolina, the mother, was then a widow with three children and one on the way. | article_dagur_translated | Karolina, mamman, sat tá einkja við trimum børnum og einum á veg. |
In 1949 Jákup Mikal married Jonina (Nina) Hansen (1926–2010), who was originally from Rætt at Nes. | article_dagur_translated | Jákup Mikal giftist í 1949 við Joninu (Ninu) Hansen (1926-2010), sum var ættað uttan av Rætt á Nesi. |
In 1954 they built a new house out at Ytstu Heygar in Toftir. | article_dagur_translated | Tey bygdu sær nýggj hús í 1954 úti á Ytsu Heygum á Toftum. |
He lived here until January 2024, when he moved to Vesturskin. | article_dagur_translated | Her búði Jákup Mikal til januar 2024, tá ið hann flutti á Vesturskin. |
Since his wife died in 2010, he and his son Hansmar have lived together in the house at Ytstu Heygar. | article_dagur_translated | Síðan konan doyði í 2010, hava Hansmar, sonurin, og hann búð tveireinir í húsinum á Ytstu Heygum. |
Jákup Mikal and Nina had six children: Kára (1949–2004), Hanna (1951–2021), Jákup (1954–1964), Hansmar (1961), Jákupa (1966) and Ragna (1969). | article_dagur_translated | Jákup Mikal og Nina fingu 6 børn: Kára (1949 – 2004), Hanna (1951 – 2021), Jákup (1954 – 1964), Hansmar (1961), Jákupa (1966) og Ragna (1969). |
They have 14 grandchildren, 20 great-grandchildren, and 6 great-great-grandchildren. | article_dagur_translated | Abbabørnini eru 14, langabbabørnini eru 20, og oldurabbabørnini eru 6 í tali. |
In 1939, at age 14, Jákup Mikal went to sea on the Toftir sloop Elsa. | article_dagur_translated | Í 1939, sum 14 ára gamal, fór Jákup Mikal til skips við toftasluppini Elsu. |
The first voyage was to Greenland. | article_dagur_translated | Fyrsti túrurin var til Grønlands. |
World War II had broken out, so in the Faroese harbour they painted a Danish flag on the bow. | article_dagur_translated | Seinni heimsbardagi var brostin á, so í Føroyingahavnini málaðu teir danskt flagg á bógvin. |
Jákup Mikal was back on the Elsa in April 1940, and then he helped paint the Faroese flag on the bow while they were lying in the harbour. | article_dagur_translated | Jákup Mikal var aftur við Elsu í apríl í 1940, og tá var hann við til at mála føroyskt flagg á bógvin, tá ið teir lógu í Havn. |
In 1941 Jákup Mikal, together with 250 other Faroese, helped build an airfield in Reykjavík. | article_dagur_translated | Í 1941 var Jákup Mikal, saman við 250 øðrum føroyingum, og gjørdi flogvøll í Reykjavík. |
In 1942 he worked at the fish factory in Patriksfjørður. | article_dagur_translated | Í 1942 arbeiddi hann á flakavirki á Patriksfirði. |
During the war he otherwise spent several years in Iceland on ships and boats. | article_dagur_translated | Undir krígnum var hann annars fleiri ár í Íslandi við skipum og bátum. |
From 1947 to 1953 he served on Oyrasker, which was captained by his brothers-in-law. | article_dagur_translated | Frá 1947 – 1953 var hann við Oyrasker, sum svágrar hansara førdu. |
Then he went with Havborg until, at age 40 in 1964, he went to school. | article_dagur_translated | So fór hann við Havborgini, til hann sum 40 ára gamal í 1964 fór upp á skúla. |
After that he was a bosun, spent two years in foreign voyages and two trips with northern fishermen, before he served on Jógvan Norðri and later Mascot, which he sometimes captained. | article_dagur_translated | Eftir tað var hann yvirmaður, tvey ár í uttanlandssigling, og tvey rend við norðmonnum, áðrenn hann fór við Jógvan Norði og seinni Mascot, sum hann stundum førdi. |
Jákup Mikal was a seaman for about 50 years. | article_dagur_translated | Jákup Mikal var sjómaður í útvið 50 ár. |
When he retired from the sea, he went to work at Nyki. | article_dagur_translated | Tá ið hann legðist upp, fór hann at arbeiða á Nyki. |
He did that until the plant closed during the recession in 1992. | article_dagur_translated | Hetta gjørdi hann, til virkið lat aftur í kreppuni í 1992. |
As a pensioner he has also helped out with the fishing boats in Toftir. | article_dagur_translated | Sum pensjónistur hevur hann eisini egnt hjá útróðrarbátunum á Toftum. |
When Undirhúsið in Toftir opened in 2012, he became a regular visitor there and made many good friends. | article_dagur_translated | Tá ið Undirhúsið á Toftum lat upp í 2012, gjørdist hann dagligur gestur har og fekk nógvar góðar vinir. |
Jákup Mikal is a storyteller and has had a very good memory. | article_dagur_translated | Jákup Mikal er søgufróur, og hann hevur havt eitt minni sum fáur. |
He has greatly enjoyed telling stories, and also listening to stories from others at Undirhúsið. | article_dagur_translated | Honum hevur dámt sera væl at siga frá, men eisin at lurta eftir søgum frá øðrum í Undirhúsinum. |
Jákup Mikal has thrived at Undirhúsið and has been a regular enthusiastic participant when the men there have sung for various occasions. | article_dagur_translated | Jákup Mikal hevur trivist sera væl í Undirhúsinum, hevur verið fastur fúsur, tá ið menninir í Undirhúsinum hava sungið til ymisk høvi. |
It is with joy that we can announce that this big day for Jákup Mikal will be held on Friday, October 18, from 4 to 7 PM in the sports hall at Svangaskarð. | article_dagur_translated | Tað er við gleði, at vit kunnu kunngera, at hesin stóri dagur hjá Jákup Mikal verður hildin fríggjadagin 18. oktober frá klokkan 16 til 19 í Ítróttarhúsinum á Svangaskarði. |
Everyone is welcome to greet Jákup Mikal. | article_dagur_translated | Øll er vælkomin at heilsa uppá Jákup Mikal. |
On Thursday representatives from the University of South-Eastern Norway (USN) will visit Tvøroyri to present their education in pedagogy. | article_dagur_translated | Hósdagin vitja umboð fyri Universitetið USN í Noregi á Tvøroyri fyri at greiða frá námsfrøðiútbúgving teirra. |
A free information event will be held at Seglloftið on Thursday at 3 PM. | article_dagur_translated | Ókeypis kunningartiltak verður á Seglloftinum hósdagin klokkan 15. |
It was arranged in consultation with Morten Hust Petersen, head of the daycare sector in Vestmanna municipality, that Tvøroyri municipality organized the visit, Tvøroyri municipality writes in a press release. | article_dagur_translated | Tað er í samráð við Morten Hust Petersen, leiðari fyri dagstovnaøkið í Vestmanna kommunu, at Tvøroyrar kommuna hevur fingið vitjanina í lag, skrivar Tvøroyrar kommuna í tíðindaskrivi. |
Morten has for a long time tried to establish an online pedagogy program for Faroese students. | article_dagur_translated | Morten hevur í longri tíð roynt at fáa eina netbaseraða námsfrøðiútbúgving upp at standa fyri føroysk lesandi. |
The goal was to find a format where Faroese students could complete the entire program in the Faroe Islands without having to leave the country at inconvenient times — thus allowing students to remain connected to the Faroese labor market while studying. | article_dagur_translated | Endamálið var at finna eina uppseting, har føroysk lesandi høvdu møguleika fyri at taka alla útbúgvingina í Føroyum, uttan at skula av landinum í tíð og ótíð – soleiðis kunnu tey lesandi vera knýtt at arbeiðsmarknaðinum í Føroyum, meðan lisið verður. |
USN plans to run a pedagogy program tailored specifically for this purpose in the autumn of 2025, the municipality writes. | article_dagur_translated | USN fer eftir ætlan undir eina pedagogútbúgving, ið er skræddarseymað júst til hetta endamálið á heysti 2025, skrivar communan. |
More information about the program can be seen. | article_dagur_translated | Meira um útbúgvingina sæst. |
Hergeir Teitsson defended his PhD thesis at DTU Space on Friday, October 18. | article_dagur_translated | Hergeir Teitsson vardi fríggjadagin 18. oktober ph.d.-ritgerð sína á DTU Space. |
The thesis is titled: “Geoid Determination for Precise Satellite Height Measurements.” | article_dagur_translated | Ritgerðin ber heitið: “Geoid Determination for Precise Satellite Height Measurements”. |
Hergeir says the following about his research area: | article_dagur_translated | Hergeir sigur soleiðis um sítt granskingarøki: |
Land height systems are tied to the Earth's gravity field and its local variations and usually refer to the local mean sea level, which is also called the geoid. | article_dagur_translated | Hæddarskipanir á landi eru knýttar at tyngdarfeltinum á jørðini og staðbundnu frábrigdum tess og vísa vanliga til staðbundna miðal sjóvarmálan, sum eisini nevnist geoidan. |
But GPS/GNSS technology measures heights relative to the so-called reference ellipsoid, a mathematical Earth model that globally deviates from mean sea level by ±100 meters (for example between 55.5 and 57.0 meters in the Faroe Islands). | article_dagur_translated | Men GPS/GNSS tøkni mátar hæddir í mun til tað sonevndu referensuellipsoiduna, ein støddfrøðiligan jarðarmyndil, ið globalt víkur frá miðal sjóvarmálanum við ±100 metrum (t.d. millum 55,5 og 57,0 metrum í Føroyum). |
Therefore, in order to use GPS/GNSS technology smoothly and accurately with respect to local height systems, more precise gravity field modelling is essential. | article_dagur_translated | Fyri at smidliga og neyvt kunna nýta GPS/GNSS tøkni í mun til staðbundnar hæddarskipanir er tískil alneyðugt við neyvari tyngdarfeltsmodellering. |
Subsets and Splits
No community queries yet
The top public SQL queries from the community will appear here once available.