en stringlengths 1 10.6k | source stringclasses 4
values | fo stringlengths 1 10.3k |
|---|---|---|
Countries' height systems usually refer to different local sea levels/geoids, which creates mismatches between height measurements of neighboring countries. | article_dagur_translated | Hæddarskipanir hjá londum vísa aloftast til ymiskar staðbundnar sjóvarmálar/geoidur og gevur hetta ósamsvar millum hæddarmátingar millum grannalond. |
The international height reference system IHRS (International Height Reference System) was established in 2015 to solve these problems and to provide a standardized approach. | article_dagur_translated | Altjóða hæddarreferansuskipanin IHRS (International Height Reference System) varð ásett í 2015 fyri at loysa hesar trupulleikar og at ávísa ein standardiseraðan leist. |
The PhD thesis comprises a series of different studies that can improve the accuracy of geoids: geoid modelling, collection of gravity data, treatment of gravity datasets and the unification of local height systems into an international height system. | article_dagur_translated | Ph.d.-ritgerðin savnar seg um eina røð av ymiskum fyribrigdum, ið kunnu betra neyvleikan á geoidum: geoidu modellering, innsavning av tyngdardátum, røkt av tyngdarkervum og sameining av lokalum hæddarskipanum í eina altjóða hæddarskipan. |
The main focus is on the region covering the Nordic and Baltic countries, Denmark, the Faroe Islands and Greenland. | article_dagur_translated | Høvuðsdentur er á økið, sum fevnir um norðurlond og baltalond, Danmark, Føroyar og Grønland. |
The main results include updates of local geoid models, identification of probable tilts in leveling networks in Denmark and Latvia, airborne gravity measurements in Namibia and Malaysia, and connections between the Danish, Faroese and Greenlandic height systems and the IHRS. | article_dagur_translated | Høvuðsúrslitini fevna um dagføringar av staðbundnum geoidumyndlum, eyðmerking av sannlíkum hallum í nivellerings-netunum í Danmark og Lettlandi, tyngdarkraftsmátingar í flogfari í Namibia og Malaysia, og sambinding millum ávíkavist donsku, føroysku og grønlendsku hæddarskipanirnar og IHRS. |
René Forsberg, professor at DTU Space, was the main supervisor, while Tim E. Jensen and Gabriel Strykowski, both at DTU Space, served as co-supervisors. | article_dagur_translated | René Forsberg, professari á DTU Space, hevur verið høvuðsvegleiðari, meðan Tim E. Jensen og Gabriel Strykowski, báðir á DTU Space, hava verið hjávegleiðarar. |
Ole B. Andersen, professor at DTU Space | article_dagur_translated | Ole B. Andersen, professari á DTU Space |
Mirjam Bilker-Touvula, professor at the Finnish Geodetic Institute, Finland | article_dagur_translated | Mirjam Bilker-Touvula, professari á Finnish Geodetic Institute, Finland |
Ove Omang, researcher at Statens Kartverk, Norway | article_dagur_translated | Ove Omang, granskari á Statens Kartverk, Norra |
Jonathan Frank Kirby, professor at DTU Space, led the defense. | article_dagur_translated | Jonathan Frank Kirby, professari á DTU Space, leiddi verjuna. |
Read more about Hergeir Teitsson | article_dagur_translated | Les meira um Hergeir Teitsson |
Today, October 23, it has been 100 years since the Salvation Army in the Faroe Islands was founded. | article_dagur_translated | Í dag, 23. oktober eru 100 ár liðin, síðan Frelsunarherurin í Føroyum varð settur á stovn. |
The Salvation Army began its activities in the Faroe Islands on October 23, 1924. | article_dagur_translated | Frelsunarherurin byrjaði sítt virksemi í Føroyum tann 23. oktobur 1924. |
Now, 100 years later, their song and brass-band music still resound. | article_dagur_translated | Nú 100 ár seinni ljómar enn teirra songur og horntónleikur. |
This is being celebrated with a postage stamp issue. | article_dagur_translated | Hetta verður hátíðarhildið við eini frímerkjaútgávu. |
Edward Fuglø has designed the stamp. | article_dagur_translated | Edward Fuglø hevur sniðgivið frímerkið. |
About the inspiration he says that most people recognize the 'visual' part of the Salvation Army's presence in public space, including the procession on Ólavsøka and the fact that they help those whom no one else wants to be associated with. | article_dagur_translated | Um íblásturin sigur hann, at tey flestu kenna "sjónliga" partin í almenna rúminum hjá Frelsunarherinum, m.a. skrúðgonguna á ólavsøku, og tað at tey hjálpa teimum, sum ongin annar vil kennast við. |
Therefore a homeless person sits alone in the middle of the sheet surrounded by members of the Salvation Army on both sides. | article_dagur_translated | Tí situr ein heimleysur einsamallur mitt á arkinum umfevndur av Frelsunarherinum á báðum síðum. |
The blanket over the homeless person's shoulders has the colours of the Salvation Army flag. | article_dagur_translated | Teppið um herðarnar á tí heimleysa hevur litin á flagginum hjá Frelsunarherinum. |
This year marks 400 years since King Christian IV introduced an organized postal service in the Danish realm — thereby laying the foundation for the Danish postal system. | article_dagur_translated | Í ár eru 400 ár liðin síðan, at Christian 4. kongur innførdi skipaðan postflutning í danska ríkinum – og harvið legði grundarsteinin til danska postverkið. |
We are celebrating that with a HAFNIA issue — after all, it is also part of Posta's history. | article_dagur_translated | Tað hátíðarhalda vit við eini HAFNIA útgávu – tað er hóast alt, eisini ein partur av søguni hjá Posta. |
The design and engraving have been done by the acclaimed Norwegian-Swedish artist Martin Mörck. | article_dagur_translated | Sniðgivið og myndrist hevur viðurkendi norsk-svenski listamaðurin, Martin Mörck. |
In connection with the 400-year celebration, the major stamp exhibition HAFNIA 24 took place in Copenhagen over the weekend, where Posta had one of the sales booths. | article_dagur_translated | Í sambandi við 400-ára hátíðarhaldið var stóar frímerkjaframsýningin HAFNIA 24 í Keypmannahavn í vikuskiftinum, har Posta hevði ein av sølubásunum. |
The exhibition was extremely successful and many people visited Posta's booth. | article_dagur_translated | Framsýningin eydnaðist framúr væl og nógv fólk vitjaði básin hjá Posta. |
The Christmas stamps depict the lively, chubby, and delightful Santa Claus Julius from Likkudal, whom most children know, among other things, from children's TV programs and plays. | article_dagur_translated | Jólafrímerkini mynda lívliga, klossuta og herliga jólamannin Julius í Likkudali, sum flestu børn kenna m.a. frá barnasendingum í sjónvarpinum og sjónleiki. |
When the large Christmas tree at Vaglin in Tórshavn is lit, it is Julius who arrives in the fire engine and is lifted all the way up to the star at the top of the tree. | article_dagur_translated | Tá ið stóra jólatræið á Vaglinum í Havn verður tendrað, er tað Julius, sum kemur við brandbilinum og verður lyftur heilt upp til stjørnuna ovast á trænum. |
That the children know Santa is obvious when he arrives in the fire engine, and everyone happily and excitedly shouts 'Hey Julius'. | article_dagur_translated | At børnini kenna jólamannin er eyðsæð, tá hann kemur við brandbilinum, og øll glað og spent rópa “Hey Julius”. |
A booklet with six self-adhesive stamps is also available. | article_dagur_translated | Eitt hefti við seks sjálvklistrandi frímerkjum fæst eisini. |
Allan Davidsen has designed the stamps. | article_dagur_translated | Allan Davidsen hevur sniðgivið frímerkini. |
The association Føroysk Tónaskøld (FFT) held its annual meeting earlier this month. | article_dagur_translated | Felagið Føroysk Tónaskøld (FFT) hevði aðalfund fyrr í hesum mánaðinum. |
The association announces that Guðrið Hansdóttir was elected to the board at the meeting to replace Anna Katrin Egilstrø, who stepped down from the board. | article_dagur_translated | Felagið boðar frá, at Guðrið Hansdóttir á fundinum varð vald í nevndina fyri Onnu Katrin Egilstrø sum tók seg úr nevndini. |
The board has since organized itself with Sunleif Rasmussen as chairman, Kristian Blak as treasurer, Heðin Ziska Davidsen as secretary, and Guðrið Hansdóttir as a board member. | article_dagur_translated | Nevndin shevur íðani skipað seg við Sunleifi Rasmussen sum formanni, Kristiani Blak sum kassameistara, Heðini Ziska Davidsen sum skrivara og Guðrið Hansdóttir sum nevndarlimi. |
Sunleif Rasmussen thus continues in the position as chairman. | article_dagur_translated | Sunleif Rasmussen heldur harvið fram í sesinum sum formaður. |
The association's activities over the past year have been particularly marked by the fact that the association hosted the international contemporary music festival World New Music Days. | article_dagur_translated | Virki felagsins hevur farna árið veri serliga merkt av, at felagið var vertur fyri altjóða nútíðartónleikafestivalinum World New Music Days. |
Approximately 100 visiting composers and partner organizations and 140 new works from around the world, including the Faroe Islands, were performed during the 10 days the festival ran. | article_dagur_translated | Áleið 100 vitjandi tónaskøld og samstarvsfelagar og 140 nýggj verk úr øllum heiminum, umframt Føroyum, vóru framførd teir 10 dagarnar festivalurin var. |
FFT writes that next year the association will continue to work to maintain and improve the conditions and rights of composers. | article_dagur_translated | FFT skrivar, at næsta árið fer felagið framhaldandi at arbeiða fyri, at umstøður og kor hjá tónaskøldum vera hildin við alike og betraði. |
This includes ongoing contact and collaboration with KODA, providing support for festivals that include Faroese original music on their programs, and providing support for music releases and concert tours featuring Faroese original music. | article_dagur_translated | Hetta fevnir um áhaldandi samband og samstarv við KODA, at útvega stuðul til festivalar, ið hava føroyskan original tónleik á skrá og útvega stuðul til tónleika útgávur og tónleikaferðir við føroyskum original tónleiki. |
The association will also be represented at Nordic Music Days, which will take place in Glasgow at the end of the month. | article_dagur_translated | Eisini hevur felagið umboðan á Nordic Music Days, sum verður í Glasgow síðst í mánaðinum. |
In Kollafjørður two residents of Kollafjørður are running in the municipal election in Tórshavn. | article_dagur_translated | Í Kollafirði stilla tveir kollfirðingar upp til kommunuvalið í Tórshavn. |
They are Anja Weyhe (E) and Berg Robert Dam Jensen (C). | article_dagur_translated | Talan er um Anju Weyhe (E) og Berg Robert Dam Jensen (C). |
This evening, Wednesday 23 October, a debate will be organized between these two candidates at Kollafjarðar School. | article_dagur_translated | Í kvøld, mikukvøldið 23. oktoberm verður skipað fyri hólmgonga millum hesi bæði valevnini í Kollafjarðar skúla. |
The topic at the first election meeting will be infrastructure and the well-being of the village. | article_dagur_translated | Evnið á fyrstavalfundinum verður undirstøðukervið og trivnaðurin í bygdini. |
Ben Arabo will be the moderator. | article_dagur_translated | Ben Arabo verður orðstýrari. |
In addition to the debate between Anja Weyhe and Berg Robert Dam Jensen, relevant statistics and facts will also be presented showing the current situation in Kollafjørður. | article_dagur_translated | Umframt sjálva hólmgonguna millum Anju Weyhe og Berg Robert Dam Jensen, verða eisini viðkomandi hagtøl og fakta løgd fram, sum vísa støðuna í Kollafirði í dag. |
During the debate between the candidates, several different issues will be addressed, for example sewers, traffic safety, the bus service, the boat harbor, access roads, children and youth, the municipal doctor, dentists and the village's welfare. | article_dagur_translated | Á hólmgonguni millum valevnini, verður farið inn á fleiri ymisk evni, eitt nú kloakkir, ferðslutrygd, busssamband, bátahyl, lendisgøtur, børn og ung, kommunulækna, tannlækna og trivnaðin í bygdini. |
Voters will also have the opportunity to comment and ask questions to the candidates. | article_dagur_translated | Møguleiki verður somuleiðis hjá veljarunum at viðmerkja og seta spurningar til valevnini. |
Refreshments will also be available. | article_dagur_translated | Drekkamunur verður eisini at fáa. |
The event is organized by an election team of Kollafjørður residents calling themselves "Choose a Kollafjørður Resident," whose goal is to get Kollafjørður residents who prioritize Kollafjørður elected to the Tórshavn municipal council. | article_dagur_translated | Fyriskipanir av tiltakinum er eitt valtoymi av kollfirðingum, ið rópa seg “Vel ein kollfirðing” og sum hevur til endamál at fáa kollfirðingar, ið vilja raðfesta Kollafjørð, valdar inn á býráðið í Tórshavnar kommunu. |
The next voter meeting in Kollafjørður will be on 10 November at 19:00. | article_dagur_translated | Næsti veljarafundurin í Kollafirði verður 10. november klokkan 19. |
Then the topics will be housing and the elderly care facility. | article_dagur_translated | Tá verða evnini bústaðir og eldrasambýlið. |
For the municipal council election in Eiði municipality on Tuesday, November 12, the election committee has approved two candidate lists. | article_dagur_translated | Til bygdaráðsvalið í Eiðis kommunu týsdagin 12 november hevur valnevndin góðkent tveir listar av valevnum. |
This is what Eiði Municipality writes on its website. | article_dagur_translated | Soleiðis skrivar Eiðis kommuna á heimasíðu sínari. |
Ten people are on each list: | article_dagur_translated | Tíggju fólk eru á hvørjum lista: |
Five of seven | article_dagur_translated | Fimm av sjey |
are running again. | article_dagur_translated | stilla uppaftur. |
Two are not. | article_dagur_translated | Tvey gera ikki. |
These are Fríða Jóinsdóttir Joensen and Rógvi Egilstoft. | article_dagur_translated | Talan er um Fríðu Jóinsdóttir Joensen og Rógva Egilstoft. |
The latter | article_dagur_translated | Síðstnevnd |
Rógvi served as mayor for the first part of the term, but after he went on parental leave on February 1, he did not return to the position. | article_dagur_translated | 020 sat sum borgarstjóri fyrsta part av setuni, men eftir at Rógvi fór í barnsburðarfarloyvi 1. februar, kom hann ikki aftur í sessin. |
He remained a member of the municipal council but is not running again. | article_dagur_translated | Hann helt fram í bygdaráðnum men stillar ikki uppaftur. |
Annsy Høghamar took over the position, and the mayor is running again. | article_dagur_translated | Annsy Høghamar tók við sessinum, og borgarstjórin stillar aftur upp. |
Deputy mayor Tonny Kruse is doing the same — he received the second most votes last time. | article_dagur_translated | Tað ger varaborgarstjórin Tonny Kruse eisini - hann fekk næstflest atkvøður seinast. |
At that time Jógvan í Skorini did not run. | article_dagur_translated | Tá stillaði Jógvan í Skorini ikki upp. |
In 2012 he became for a time the youngest mayor in the Faroe Islands, only 26 years old, and was a clear top vote-getter in the 2016 election with twice as many votes as the second place. | article_dagur_translated | Hann gjørdist í 2012 yngsti borgarstjóri í Føroyum nakrarntíð, bert 26-ára gamal, og var greiður toppskjútti á valinum í 2016 við tvífalt so nógvum atkvøðum sum nummar tvey. |
However, the teacher chose not to run again in 2020. | article_dagur_translated | Lærarin valdi tó ikki at stilla uppaftur í 2020. |
Now he is back on List A. | article_dagur_translated | Nú er hann aftur á Lista A. |
The man who has served the longest in the mayoral seat — a full 36 years — is running again in the municipal election on November 12. | article_dagur_translated | Maðurin, sum hevur sitið longst í borgarstjórasessinum – heili 36 ár – stillar uppaftur til kommunuvalið 12. november. |
It is Linjohn Christiansen, the mayor of Skálavík municipality. | article_dagur_translated | Talan er Linjohn Christiansen, borgarstjóra í Skálavíkar kommunu. |
Twelve people on two lists are standing for the municipal election in Skálavík. | article_dagur_translated | 12 fólk á tveimum listum bjóða seg fram til kommunuvalið í Skálavík. |
Of the five who currently sit on the municipal council, four are standing again. | article_dagur_translated | Av teimum fimm, sum í løtuni siga í bygdarráðnum í løtuni, stilla fýra uppaftur. |
The lists are these: | article_dagur_translated | Listarnir eru hesir: |
The three who are running again are Linjohn Christiansen, Anita Joensen and Sunniva E. M. í Stovuni from list A, and Torkil Dalsgaard from list B. | article_dagur_translated | Tey trý, sum stilla uppatur eru Linjohn Christiansen, Anita Joensen og Sunniva E. M. í Stovuni av lista A og Torkil Dalsgaard av lista B. |
Høgni Samuelsen is not running again. | article_dagur_translated | Høgni Samuelsen stillar ikki uppaftur. |
The first two books in the Narnia series are now available again after having been sold out for many years. | article_dagur_translated | Tvær tær fyrstu bøkurnar í Narnia-røðini eru nú aftur at fáa eftir at hava verið útseldar í nógvar ár. |
These are the books The Magician's Nephew and The Lion, the Witch and the Wardrobe, which the Book Department of the Faroese Teachers' Association published in 2005. | article_dagur_translated | Talan er um bøkurnar Systursonur gandakalsins og Leyvan, gívurin og klædnaskápið, ið Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út í 2005. |
The world-famous book series by C. S. Lewis about the magical world of Narnia has captivated both young and adult readers around the world ever since they were first published in the 1950s. | article_dagur_translated | Heimskenda bókarøðin eftir C. S. Lewis um gandaheimin Narnia hevur hugtikið bæði ungar og vaksnar lesarar kring heimin, líka síðan tær komu út á fyrsta sinni í 1950’unum. |
The stories recount the wonderful adventures of children who are thrown into another world, where they become part of the battle between good and evil. | article_dagur_translated | Søgurnar siga frá frálíku upplivingunum hjá børnum, ið verða tveitt inn í eina aðra verð, har tey gerast partur av bardaganum millum tað góða og tað ónda. |
Aslan the Lion and other wondrous creatures help them in the great war, which demands courage, faith, and strong friendship. | article_dagur_translated | Leyvan Aslan og aðrar undurverdar verur hjálpa teimum í stóra stríðnum, ið krevur dirvi, treyst og sterkt vinalag. |
In 2005 Faroese readers were able to experience the magnificent adventures of talking animals and the children's journeys into a dream world in the Faroese language. | article_dagur_translated | Í 2005 sluppu føroyskir lesarar at uppliva stórfingnu ævintýrini um talandi djór og ferðirnar hjá børnunum inn í ein dreymaheim á føroyskum máli. |
Theodor Hansen translated six of the seven books from English, while Carl Jóhan Jensen translated The Lion, the Witch and the Wardrobe. | article_dagur_translated | Theodor Hansen týddi seks av teimum sjey bókunum úr enskum, meðan Carl Jóhan Jensen týddi Leyvuna, gívrina og klædnaskápið. |
Pauline Baynes provided the illustrations. | article_dagur_translated | Pauline Baynes myndprýddi. |
The books are hardcover and are respectively 180 and 150 pages long. | article_dagur_translated | Bøkurnar eru innbundnar og eru ávikavist 180 og 150 blaðsíður. |
The book series has been translated into 47 languages, and 120 million copies have been sold worldwide. | article_dagur_translated | Bókarøðin er týdd til 47 mál, og 120 milliónir eintøk eru seld kring heimin. |
The Narnia stories have also been adapted into both film and television series. | article_dagur_translated | Søgurnar úr Narnia eru eisini gjørdar til bæði film og sjónvarpsrøð. |
The Book Department of the Faroese Teachers' Association published all seven books in Faroese between 2005 and 2010. | article_dagur_translated | Bókadeild Føroya Lærarafelags gav allar sjey bøkurnar út á føroyskum millum 2005 og 2010. |
The book is published tomorrow, Thursday, October 24, and in that connection there will be an interesting book presentation at 8:00 PM at Reinsarínið in Tórshavn and on Friday evening, October 25 at 6:30 PM at Seglloftið in Tvøroyri. | article_dagur_translated | Bókin kemur út í morgin, hósdagin 24. oktobur, og í tí sambandi verður forvitnislig bókaframløga klokkan 20 á Reinsarínum í Havn og fríggjakvøldið 25. oktobur kl. 18.30 á Seglloftinum á Tvøroyri. |
In 2010 Hans Eiler Hammer was accused of having sent inappropriate text messages to his eldest daughter. | article_dagur_translated | Hans Eiler Hammer varð í 2010 ákærdur fyri at hava sent elstu dóttur síni eini óhóskandi sms-boð. |
He was a priest in Northern Norway. | article_dagur_translated | Hann var prestur í Norðurnoregi. |
The criminal case has left deep marks on his life. | article_dagur_translated | Sakarmálið hevur sett djúp spor í lív hansara. |
Even though he was acquitted on all counts, he has often experienced what it is to be judged in the court of public opinion. | article_dagur_translated | Sjálvt um hann bleiv fríkendur á øllum økjum, so hevur hann mangan upplivað, hvussu tað er at verða dømdur í fólkadómstólinum. |
Emotionally and candidly he discusses his life, which at times is turbulent. | article_dagur_translated | Kensluborið og botnerliga umrøður hann lív sítt, sum til tíðir er baldrut. |
He describes the children's home with his dear parents, who for many years were active in the Home Mission. | article_dagur_translated | Hann lýsir barnaheimið saman við sínum kæru foreldrum, sum í mong ár vóru virkin í Heimamissiónini. |
He addresses sexual abuse, the daughter who became seriously ill, his own reckoning with the Home Mission, joy, love, hardship and not least his faith and calling as a priest. | article_dagur_translated | Hann umrøður kynsliga misnýtslu, dóttrina, ið bleiv álvarsama sjúk, sína egnu uppgerð við Heimamissiónina, gleði, kærleika, strongd og ikki minst trúgv sína og kallið sum prestur. |
The book is his own work, in which Randi Mohr, a journalist, has been present at his side and asked questions. | article_dagur_translated | Bókin er hansara egna verk, har Randi Mohr, tíðindafólk, hevur verið við á síðulinjuni og sett spurningar. |
Randi has analyzed episodes in his life. | article_dagur_translated | Randi hevur útgreinað brot í lívi hansara. |
A task that she has undertaken with enthusiasm and gratitude. | article_dagur_translated | Ein uppgáva, ið hon við eldhuga og takksemi hevur átikið sær. |
Hans Eiler's son – Hans Martin Hammer – who is trained in singing, will sing some Faroese songs in connection with the book presentations. | article_dagur_translated | Sonur Hans Eiler – Hans Martin Hammer – sum er útbúgvin innan sang, fer at syngja nakrar føroyskar vísur í sambandi við bókaframløgurnar. |
Again this year only one list has been submitted for the municipal council election in the Vestmanna municipality. | article_dagur_translated | Aftur í ár er bert ein listi komin inn til bygdarráðsvalið í Vestmanna kommunu. |
But there are nevertheless several candidates to choose between. | article_dagur_translated | Men tað eru kortini fleiri valevni at velja ímillum. |
Four years ago there was unusually little interest in obtaining a seat on the municipal council in Vestmanna, because only nine people stood to fill the seven seats on the council. | article_dagur_translated | Fyri fýra árum síðani var óvanliga lítil áhugi fyri at fáa sæti í bygdaráðnum í Vestmanna, tí einans níggju fólk stillaðu upptil til at manna teir sjey sessirnar í bygdaráðnum. |
Subsets and Splits
No community queries yet
The top public SQL queries from the community will appear here once available.