en stringlengths 1 10.6k | source stringclasses 4
values | fo stringlengths 1 10.3k |
|---|---|---|
Around 500 arms manufacturers from around the world are expected to exhibit, but the French government says that Israeli companies will not be permitted to do so. | article_dagur_translated | Væntandi fara umleið 500 vápnaframleiðarar úr øllum heiminum at sýna fram, men franska stjórnin sigur, at ísraelskar fyritøkur ikki fáa loyvi at sýna fram. |
The situation is tense between the French and Israeli governments. | article_dagur_translated | Støðan er spent millum fronsku og ísraelsku stjórnina. |
The French government announced the decision after French President Emmanuel Macron unsuccessfully tried to persuade Israeli Prime Minister Benjamin Netanyahu to ensure a ceasefire in Lebanon. | article_dagur_translated | Franska stjórnin boðar frá avgerðini, eftir at franski forsetin Emmanuel Macron til fánýtis hevur roynt at yvirtala ísraelska forsætisráðharran Benjamin Netanyahu at syrgja fyri vápnahvíld í Libanon. |
Criticism in France concerns, among other things, the loss of civilian lives during the wars in Gaza and Lebanon. | article_dagur_translated | Atfinningarnar í Fraklandi snúgva seg m.a. um tapið av sivilum undir krígnum í Gaza og Libanon. |
This is the second time that Israeli companies have been barred from exhibiting at an arms exhibition in France. | article_dagur_translated | Hetta er aðru ferð, at ísraelskar fyritøkur ikki sleppa at sýna fram á vápnaframsýning í Fraklandi. |
According to Ritzau, seven Israeli companies are affected by the French government's ban. | article_dagur_translated | Sambært Ritzau verða sjey ísraelskar fyritøkur raktar av forboðnum hjá fronsku stjórnini. |
However, this does not prevent them from attending the event and observing the products of other companies. | article_dagur_translated | Tað forðar teimum tó ikki í at luttaka á stevnuni og eygleiða vørurnar hjá øðrum fyritøkum. |
Just under six weeks ago it became clear that Kári Johansen intended to run for Framsókn and not for the Social Democratic Party in the municipal election in November. | article_dagur_translated | Fyri beint undir seks vikum síðani gjørdist greitt, at Kári Johansen ætlaði at stilla upp fyri Framsókn og ikki Javnaðarflokkin til kommunuvalið í november. |
I simply feel that the pants in the Social Democratic Party are too tight for me to be in. | article_dagur_translated | Eg føli rætt og slætt, at hosurnar í Javnarflokkinum eru ov trongar hjá mær at vera í. |
On the other hand, my political interests fit well in Framsókn, the city council member said then. | article_dagur_translated | Harafturímóti passa míni politisku áhugamál væl í Framsókn, segði býráðslimurin tá. |
Now things have turned around. | article_dagur_translated | Nú er vent í holuni. |
Ruth Vang, chairwoman of Framsókn, | article_dagur_translated | Ruth Vang, forkvinna í Framsókn, |
, that Kári Johansen nevertheless will not be on the list. | article_dagur_translated | , at Kári Johansen kortini ikki verður á listanum. |
It is still not clear whether Kári Johansen will nonetheless run in the election on November 12. | article_dagur_translated | Tað er framvegis ikki greitt, um Kári Johansen kortini stillar upp til valið 12. november. |
The website in.fo hints that Kári, together with other Social Democratic city councillors who are not standing again on that list, are working on a completely new list. | article_dagur_translated | Heimasíðan in.fo rør uppundir, at Kári, saman við øðrum Javnaðarbýráðslimum, sum ikki stilla uppaftur á tí listanum, eru í gongd við ein heilt nýggjan lista. |
No comment has yet come from Kári Johansen himself. | article_dagur_translated | Eingin viðmerking er komin frá Kára Johansen sjálvum enn. |
Kári Johansen received 268 votes in the 2020 municipal election - for the Social Democratic Party. | article_dagur_translated | Kári Johansen fekk 268 atkvøður á kommunuvalinum í 2020 - fyri Javnaðarflokkin. |
This morning the Leguhús in Nesvík filled with excited, singing children. | article_dagur_translated | Í mjørkanum í morgun fyltist Leguhúsið í Nesvík við spentum sangglaðum børnum. |
The reception was at 9:00 and cars streamed from Brúnni up to the Leguhús in Nesvík. | article_dagur_translated | Móttøka var klokkan 9.00 og bilar streymaðu frá Brúnni norður til Leguhúsið í Nesvík. |
Thus writes Trúboðin on its website today. | article_dagur_translated | Soleiðis skrivar Trúboðin á heimasíðu sínari í dag. |
This year there are 165 children at the camp, and it took only a few minutes from when registration opened for the camp to be fully booked. | article_dagur_translated | Í ár eru 165 børn á legu, og tað gingu ikki nógvir minuttir, frá tí tilmeldingin lat upp, til legan var fullteknað. |
The leaders are Leila A. and Bárður K. Nielsen and Henny and Jóhannus Mikkelsen. | article_dagur_translated | Leiðarar eru Leila A. og Bárður K. Nielsen og Henny og Jóhannus Mikkelsen. |
In addition they have choir leaders, chamber leaders, cooks and various helpers. | article_dagur_translated | Afturat teimum hava tey kórleiðarar, kamarsleiðarar, kokkar og ymisk hjálparfólk. |
At the song celebration the children learn new songs. | article_dagur_translated | Á sangfagnaðinum læra børnini nýggjar sangir. |
The combined choir sings four songs and then the children are divided into a children's choir and a junior choir, each of which sings three songs. | article_dagur_translated | Felagskórið syngur 4 sangir og so eru børnini býtt upp í eitt barnakór og eitt junior kór, sum hvør syngur 3 sangir. |
The song celebration ends on Saturday with two concerts, which will be in the hall of the Leguhús. | article_dagur_translated | Sangfagnaðurin endar leygardagin við tveimum konsertum, sum vera i høllini í Leguhúsinum. |
The first begins at 14:30 and is nearly sold out and the second begins at 16:30 and is sold out. | article_dagur_translated | Tann fyrra byrjar klokkan 14.30 og er nærum útseld og tann seinna byrjar kokkan 16.30 og er útseld. |
However, there will be a possibility to hear the actual results from the song celebration later in the month, Trúboðin writes in conclusion. | article_dagur_translated | Møguleiki verður tó at hoyra ítøkiliga úrslitið frá Sangfagnaðinum seinni í mánaðinum, skrivar Trúboðin at enda. |
There will be an opportunity to hear the Song Celebration choirs sing again for the big Simba hit, which will be in connection with the Home Mission's big meetings. | article_dagur_translated | Høvið verður at hoyra Sangfagnaðarkórini syngja aftur til stóra Simba-Hittið, sum verður í sambandi við Stórmøtini hjá Heimamissiónini. |
This will take place at the Skúlin á Fløtum in Tórshavn on Sunday, October 27 at 15:00. | article_dagur_translated | Hetta verður í Skúlanum á Fløtum í Tórshavn, sunnudagin 27. oktober klokkan 15. |
Around 1:30 PM in the afternoon there were grind notices. | article_dagur_translated | Umleið klokkan 13.30 seinnapartin vóru grindaboð. |
A small pod was found in Svínoyarfjord, and it was driven to Hvannasund on Viðoy. | article_dagur_translated | Ein lítil grind varð funnin í Svínoyarfirði, og varð hendan rikin á Hvannasund á Viðoynni. |
The police wrote in a post on Facebook that the tunnels north of the mountain are closed, and traffic is being controlled by the police south of the Árnafjørður tunnel. | article_dagur_translated | Løgreglan skrivaði í fráboðan á Facebook, at tunnlarnir norður um fjall eru stongdir, og ferðslan verður stýrd av løgregluni sunnan fyri Árnafjarðartunnilin. |
For a while — as Portalurin has been informed — many wanted to go north, but the police were soon able to inform that there was no reason to do so. | article_dagur_translated | Soleiðis var eina løtu - sum Portalurin fær upplýst, so vildu nógv norður um, men skjótt kundi løgreglan upplýsa, at orsøk ikki var til tess. |
The pod was very small — only seven whales were killed — and it went quickly. | article_dagur_translated | Grindin var ógvuliga lítil - bert sjey hvalir løgdu beinini - og tað gekk skjótt. |
There were quite a lot of people, and the pod will be divided among the killers. | article_dagur_translated | Nóg mikið av fólki var, og verður grindin býtt millum drápsfólkið. |
This says the sheriff, Jacob Vestergaard, to Norðlýsið. | article_dagur_translated | Hetta sigur sýslumaðurin, Jacob Vestergaard, við Norðlýsið. |
Chinese hackers who broke into the system of the American telecom company Verizon may have gained access to phone data belonging, among others, to Republican presidential candidate Donald Trump and his vice-presidential candidate, J.D. Vance. | article_dagur_translated | Kinesiskir teldusníkar, sum hava brotið inn í skipanina hjá amerikonsku telefyritøkuni Verizon kunnu hava fingið atgongd til telefondátur hjá m.a. republikanska forsetavalevninum Donald Trump og varaforsetavalevni hansara, J.D. Vance. |
The matter is currently under investigation, sources told the American newspaper The New York Times. | article_dagur_translated | Málið verður kannað í løtuni, upplýsa keldur fyri amerikanska blaðnum New York Times. |
The hackers may, for example, have obtained information about whom Trump and Vance have communicated with. | article_dagur_translated | Teldusníkarnir kunnu eitt nú hava fingið upplýsingar um, hvønn Trump og Vance hava samskift við. |
But it is unclear whether the hackers gained access to SMS messages on the phones, writes Ritzau. | article_dagur_translated | Men tað er ógreitt, um teldnusníkarnir hava fingið atgongd til sms-boð á telefonunum, skrivar Ritzau. |
Trump staff were informed about the matter during the week, and Trump spokespeople criticize the White House and Trump's Democratic opponent, Vice President Kamala Harris, for foreign hackers having had the opportunity to target Trump and Vance. | article_dagur_translated | Starvsfólk hjá Trump vórðu kunnað um málið í vikuni, og talsfólk hjá Trump finst at Hvítu Húsunum og demokratiska mótvalevninum hjá Trump, varaforsetin Kamala Harris, fyri, at útlendskir teldusníkar hava havt møguleikan at leypa á Trump og Vance. |
A source told Reuters, however, that representatives of Kamala Harris have also been targets of the hackers. | article_dagur_translated | Ein kelda sigur tó við Reuters, at umboð hjá Kamalu Harris eisini hava verið mál hjá teldusníkunum. |
The U.S. presidential election will be on November 5, and then it will be decided who will govern the USA in the coming years. | article_dagur_translated | Amerikanska forsetavalið verður 5. november, og tá verður greitt, hvør skal stjórna USA komandi árini. |
According to voter polls, it is close between Trump and Harris. | article_dagur_translated | Sambært veljarakanningum er tætt millum bæði Trump og Harris. |
A CNN poll, which was published Friday, shows among other things that both candidates have support from 47 percent of voters. | article_dagur_translated | Ein kanning hjá CNN, sum varð almannakunngjørd fríggjadagin, vísir m.a., at bæði valevni hava undirtøku frá 47 prosent av veljarunum. |
A celebration was held in the late afternoon at Gundadalur because the new long pool is finished and will soon be put into use. | article_dagur_translated | Hátíðarhald var seinnapartin í Gundadali í sambandi við, at nýggi langhylurin er liðugur, og í næstum verður tikin í nýtslu. |
The first blast for the long pool was fired in February 2021, and it is a very extensive project. | article_dagur_translated | Fyrsta skotið til langhylin varð latið av í februar 2021, og er talan um eina sera umfatandi verkætlan. |
The long pool has 10 lanes of 50 meters and accommodates 600 spectators. | article_dagur_translated | Langhylurin hevur 10 geilar á 50 metrar og rúmar 600 áskoðarum. |
There is also a wellness area with a sauna, hot tubs, and other facilities. | article_dagur_translated | Eisini er vælveruøki við hitarumi, gosbaði og annað. |
The long pool in Gundadalur opens for public swimming on Tuesday, November 5. | article_dagur_translated | Langhylurin í Gundadali letur upp fyri almennari svimjing týsdagin 5. november. |
Annika Olsen was the first to swim in the 50-meter pool, and after that several others had the opportunity. | article_dagur_translated | Annika Olsen var tann fyrsta at svimja í 50 metrar longa hylinum, og eftir hetta fingu fleiri onnur møguleikan. |
Marius DC has today released the new single EGO; this is the first single from the upcoming EP LISTAMAÐUR. | article_dagur_translated | Marius DC hevur í dag latið nýggja staklagið EGO úr hondum, hetta er fyrsti staklagið av komandi EP’ini LISTAMAÐUR. |
EGO shows us the 20-year-old artist in a very aggressive release. | article_dagur_translated | EGO vísir okkum 20 ára gamla listamannin, í eini sera ágangandi útgávu. |
The mother tongue is stretched and swung, and the result is relentless. | article_dagur_translated | Móðurmálið verður toygt og tamba, og úrslitið er eirindaleyst. |
The title of the song gives a hint about a certain tone in the track, but when Marius DC starts rapping there is no doubt that this is a young man who is very satisfied with himself. | article_dagur_translated | Heitið á sanginum gevur eina ábending um ein ávísan tóna í lagnum, men tá ið Marius DC byrjar at rappa, er ongin ivi um, at hetta er ein ungur maður, sum er væl nøgdur við seg sjálvan. |
The rhythmic beat, influenced by the crunk style, only reinforces the aggressive and self-assured tone in EGO, with a staccato bassline, powerful trap drums and Lil Jon-style claps that emphasize Marius's persistent swagger. | article_dagur_translated | Rútmiska beat'ið, ávirkað av crunk-stíli, styrkir bert tann agressiva og sjálvsikra tónan í EGO, við eini stakato basslinju, kraftmiklum trap-trummum og Lil Jon-kendum klappum, sum undirstrika seigliga stevið hjá Mariusi. |
This is Marius DC's second single in 2024 after the lingering indie ballad "Are You Still Lying?" | article_dagur_translated | Hetta er annað staklagið hjá Marius DC í 2024 eftir langtandi indie-balladuna "Leggur tú enn í?" |
On this track the rapper returns to his roots with raw, shouting rap lyrics. | article_dagur_translated | Á hesum lagnum vendir rapparin aftur til sínar røtur við reypandi rapp tekstum. |
He himself says that the song is only part of a larger journey that will be depicted on the upcoming EP LISTAMAÐUR. | article_dagur_translated | Sjálvur sigur, hann, at lagið bert er ein partur av eini størri ferð, ið verður lýst á komandi EP'ini: LISTAMAÐUR. |
The party congress of Tjóðveldi will be tomorrow, Saturday, November 2, from 12 o'clock at Hotel Føroyar. | article_dagur_translated | Eykaflokstingiið hjá Tjóðveldi verður í morgin, leygardagin 2. november, frá klokkan 12 á Hotel Føroyum. |
There it will be decided who will lead the party going forward - whether Bjørt Samuelsen or Sirið Stenberg will take over from Høgni Hoydal. | article_dagur_translated | Har verður greitt, hvør skal stjórna flokkinum víðari - hvørt Bjørt Samuelsen ella Sirið Stenberg skulu taka yvir fyri Høgna Hoydal. |
, which 48 different people have the right to vote on. | article_dagur_translated | , sum 48 ymisk fólk hava atkvøðurætt til. |
There is, however, no suspense about who will be number two on the list. | article_dagur_translated | Tað er tó ikki spenningur um, hvør verður nummar tvey í røðini. |
Hervør Pálsdóttir is the only person nominated for that position. | article_dagur_translated | Hervør Pálsdóttir er tann einasta, sum er í uppskoti til tess . |
She was nominated before midnight on Tuesday and Hervør will be finally elected as deputy chairwoman on Saturday afternoon. | article_dagur_translated | Hon varð tilnevnd áðrenn á midnátt týsdagin og verður Hervør endaliga vald sum næstforkvinna leygardagin seinnapartin. |
Thus it is clear that Tjóðveldi will have both a chairwoman and a deputy chairwoman for the first time. | article_dagur_translated | Harvið er greitt, at Tjóðveldi fer at hava forkvinnu og næstforkvinnu á fyrsta sinni. |
Sirið Stenberg has been the deputy chairwoman in recent years. | article_dagur_translated | Sirið Stenberg hevur verið næstforkvinna seinastu árini. |
In practice, Hervør Pálsdóttir has been acting as deputy chairwoman of Tjóðveldi during this parliamentary term. | article_dagur_translated | Í roynd og veru hevur Hervør Pálsdóttir verið virkandi næstforkvinna hjá Tjóðveldi hesa tingsetuna. |
This is due to the party's rules that the chairperson and the deputy chairperson of the party may not both sit in the government at the same time. | article_dagur_translated | Hetta vegna reglur floksins um, at formaður og næstforkvinna floksins ikki sita í landsstýri í senn. |
- Then the delegation for the parliamentary group in the main board becomes the acting deputy. | article_dagur_translated | - Tá gerst umboðið fyri tingbólkin í aðalstjórnini virkandi næstforfólk. |
The 28-year-old member of parliament was first elected as a rookie in 2019. | article_dagur_translated | 28-ára gamla tingkvinnan varð fyrstu ferð vald inn sum blaðung í 2019. |
Hervør Pálsdóttir was elected fourth on the Tjóðveldi list with 377 votes - behind Høgni Hoydal, Bjørt Samuelsen and Sirið Stenberg. | article_dagur_translated | varð Hervør Pálsdóttir fjórðvald á Tjóðveldislistanum við 377 atkvøðum - aftanfyri Høgna Hoydal, Bjørt Samuelsen og Sirið Stenberg. |
The police were at a kindergarten in Klaksvík yesterday and carried out an operation. | article_dagur_translated | Løgreglan var við ein barnagarð í Klaksvík í gjár og gjørdi eitt átak. |
One case was filed. | article_dagur_translated | Eitt mál varð skrivað. |
A driver received penalty points for missing child safety equipment for a child who was sitting in the car. | article_dagur_translated | Ein bilførari fekk klipp fyri manglandi trygdarútgerð til barn, sum sat í bilinum. |
Later, three cases were filed. | article_dagur_translated | Seinni vóru trý mál skrivað. |
Three drivers who were driving just over 100 km/h all received penalty points on their driving licences in Kaldbaksbotnur. | article_dagur_translated | Tríggir bilførarar sum koyrdu beint omanfyri 100 km/t fingu allir klipp í koyrikortið í Kaldbaksbotni. |
Around midday a car rolled near a nursing home in Tórshavn. | article_dagur_translated | Um middagsleirtið fór ein bilur á rull við eitt hvíldarheim í Havn. |
Why the car rolled is unknown, but there was a minor collision with another parked car, which suffered slight damage. | article_dagur_translated | Hví bilurin fór á rull er óvist, men ein lítil samanstoytur var við annan parkeraðan bil, sum fekk lítlan skaða. |
At the extraordinary general meeting of P/F Postverk Føroya on 30 October 2024 it was decided that the board chairman, Joen Magnus Rasmussen, would leave the board and that Árni H. Ellefsen would join the board. | article_dagur_translated | Á eykaaðalfundi í P/F Postverki Føroya 30. oktober 2024 varð samtykt, at nevndarformaðurin, Joen Magnus Rasmussen, fór úr nevndini, og at Árni H. Ellefsen kom í nevndina. |
This is announced by the Ministry of Justice and Administration. | article_dagur_translated | Hesum boðar Løgmálaráðið frá. |
The board has organized itself with Árni Ellefsen as chairman. | article_dagur_translated | Nevndin hevur skipað seg við Árna Ellefsen sum formanni. |
P/F Postverk Føroya has recently faced operational challenges, especially because letter delivery is in sharp decline, and therefore it has been necessary to adapt the company. | article_dagur_translated | P/F Postverk Føroya hevur seinastu tíðina havt avbjóðingar við rakstrinum, serliga tí at brævaflutningurin er í stórari minking, og tí hevur verið neyðugt at tillagað felagið. |
The minister of justice and administration, Bjarni K. Petersen, who is responsible for the company, believes that Árni H. Ellefsen will make a valuable contribution to Posta's board. | article_dagur_translated | Landsstýrismaðurin í lógarmálum, Bjarni K. Petersen, ið varðar av felagnum, heldur, at Árni H. Ellefsen fer at veita eitt gott íkast til nevndina í Posta. |
The board and management at Posta have done good work to adapt operations to the changed circumstances with declining letter delivery. | article_dagur_translated | Nevnd og leiðsla í Posta hava gjørt eitt gott arbeiði fyri at tillaga raksturin til broyttu umstøðurnar við fánandi brævaflutningi. |
That work continues, and Árni H. Ellefsen joins the board with long experience from the business world, for example as CEO of Føroya Banki and as an auditor. | article_dagur_translated | Tað arbeiðið heldur fram, og Árni H. Ellefsen kemur í nevndina við drúgvum royndum úr vinnulívinum, eitt nú sum stjóri í Føroya Banka og sum grannskoðari. |
He also has solid experience as a board member and board chairman in several companies. | article_dagur_translated | Eisini hevur hann hollar royndir sum nevndarlimur og nevndarformaður í fleiri fyritøkum. |
I am therefore very pleased that he has agreed to participate in this work. | article_dagur_translated | Eg eri tí sera fegin um, at hann hevur játtað at vera við í hesum arbeiði. |
Recently Hans Jákup Langgaard left his position as CEO of Posta after having held the post for about one year. | article_dagur_translated | Herfyri fór Hans Jákup Langgaard frá sum stjóri í Posta eftir at hava sitið í sessinum í eitt lítið ár. |
There has been criticism of the severance agreement that the Posta board made with him, because although he resigned himself, he received a generous severance agreement with salary for half a year plus a 200,000-krona bonus. | article_dagur_translated | Atfinningar hava verið um fráfaringaravtaluna, sum Posta-nevndin gjørdi við hann, tí hóast hann segði upp sjálvur, fekk hann góða fráfaringaravtalu við løn í hálvt ár umframt 200.000 krónur í bonus. |
Under the title “Urban Planning – Solutions and Challenges,” the Architects' Association invited people to lectures and discussion. | article_dagur_translated | Undir heitinum “Býarskipan – Loysnir og avbjóðingar” bjóðaði Arkitektafelagið til fyrilestrar og kjak. |
After the lectures there was a panel discussion between the presenters and representatives from parties standing in the municipal election. | article_dagur_translated | Eftir fyrilestrarnar var pallborðskjak millum framløguhaldararnar og umboð frá flokkum, sum stilla upp til kommunuvalið. |
Beinta Løwe was the moderator. | article_dagur_translated | Beinta Løwe var orðstýrari. |
A sad incident occurred in Hoyvík last night. | article_dagur_translated | Ein syrgilig hending fór fram í Hoyvík í nátt. |
A young man was found and confirmed dead beneath Kúrberg. | article_dagur_translated | Ein ungur maður varð funnin og staðfestur deyður undir Kúrbergi. |
The case is being investigated and it is unknown what happened. | article_dagur_translated | Málið verður kannað og óvist er, hvat er hent. |
A search was conducted for the 19-year-old man and the police became involved. | article_dagur_translated | Leitað varð eftir 19 ára gamla manninum og løgreglan kom upp í leikin. |
By Kúrberg they found his car, and later the young man was found on the shore there. | article_dagur_translated | Við Kúrberg funnu tey bil hansara, og seinni varð ungi maðurin funnin í fjøruni har. |
The fall was about 20 meters. | article_dagur_translated | Fallið hevur verið einar 20 metrar. |
Subsets and Splits
No community queries yet
The top public SQL queries from the community will appear here once available.