en
stringlengths
1
10.6k
source
stringclasses
4 values
fo
stringlengths
1
10.3k
The man was confirmed dead from the fall.
article_dagur_translated
Maðurin varð staðfestur deyður av fallinum.
An autopsy will be carried out today, the police report.
article_dagur_translated
Líksýn verður í dag, upplýsir løgreglan.
Next of kin have been notified.
article_dagur_translated
Avvarandi hava fingið boðini.
The countdown to the much-discussed presidential election in the USA has truly begun.
article_dagur_translated
Niðurteljingin til nógv umrødda forsetavalið í USA er av álvara byrjað.
On Tuesday, November 5, all the millions must go to the many polling stations.
article_dagur_translated
Týsdagin 5. november skulu allar milliónirnar til mongu valstøðini.
The battle over the votes is fierce, and as usual it is a rough wordplay.
article_dagur_translated
Stríðið um atkvøðurnar er hart, og tað er sum vanligt ein bonskur orðaleikur.
It is also intensifying as time runs short.
article_dagur_translated
Hann harðnar eisini, sum tíðin styttist.
Democrats and Republicans, Donald Trump, Kamala Harris and their supporters, 'shoot' a lot at each other.
article_dagur_translated
Demokratar og republikararar, Donald Trump, Kamala Harris og stuðlar teirra, "skjóta" nógv eftir hvørjum øðrum.
The incumbent president, whom Kamala Harris replaced as the Democratic nominee in the summer, gave a clear message yesterday.
article_dagur_translated
Sitandi forseti, sum Kamala Harris avloysti sum valevni hjá demokratunum í summar, hevði í gjár eini greið boð.
At a Trump rally during the week, comedian Tony Hinchcliffe described Puerto Rico as 'an island of peel'.
article_dagur_translated
Á einum Trump-veljarafundi í vikuni skýrdi skemtarin Tony Hinchcliffe Puerto Rico at vera "eina oyggj av skrelli".
This was said half-jokingly, but in connection with talk about immigration — many people come from Puerto Rico and settle in the USA.
article_dagur_translated
Hetta var gjørt hálvgum skemtandi, men í sambandi við tos um tilflyting - tað koma nógv fólk úr Puerto Rico, sum seta seg niður í USA.
Regarding immigration and refugees, Donald Trump wants a hard line.
article_dagur_translated
Júst viðvíkjandi tilflyting og flóttafólk vil Donald Trump hava eina harða linju.
. And at the highest levels the remark is being brought up — and turned against the candidate the comedian supports.
article_dagur_translated
. Og heilt á hægstu tindunum verður útsøgnin tikin fram - og vent móti valevninum sum skemtarin stuðlar.
- The only 'peel' I see floating is that of his fans/supporters.
article_dagur_translated
- Tað einasta skrellið, sum eg síggi flóta, er tað hjá hansara fjepparum/stuðlum.
This is what Joe Biden said in a video clip yesterday.
article_dagur_translated
Hetta segði Joe Biden í videobroti í gjár.
A harsh statement — which the White House has also tried to 'correct' and pointed out that this was not what the president meant.
article_dagur_translated
Ein ógvuslig útsøgn - sum Hvíta Húsið eisini hevur roynt at "broytt" og víst á, at tað ikki var hetta, sum forsetin meinti.
- 'Supporter’s' rather than 'supporters'.
article_dagur_translated
- Supporter’s” rather than “supporters".
Thus is written following a statement from Biden's administration.
article_dagur_translated
Soleiðis skrivar eftir útsøgn frá umsitingini hjá Bide.
Also, spokespeople for the White House point out that Joe Biden meant the one supporter — the comedian Tony Hinchcliffe — and not the entire large electorate.
article_dagur_translated
Also; talsfólk hjá Hvíta Húsinum vísa á, at Joe Biden meinti við tann eina stuðulin - skemtaran Tony Hinchcliffe - og ikki allan tann stóra veljaraskarin.
Whether this 'only' is an attempt to salvage the situation or directly in line with the truth, it is hard to say.
article_dagur_translated
Um hetta "bert" er ein roynd at bjarga støðuni ella beinleiðis í tráð við sannleikin, ber tikki til at segja.
In any case, it is clear that relations are cold between the parties ahead of the big decision next week.
article_dagur_translated
Í øllum førum er greitt, at tað er kalt millum partarnar áðrenn stóru avgerðina í næstu vikuna.
Yesterday afternoon the M. A. Jacobsen awards and the Tórshavn City Council's 2024 Children's Culture Honorary Prize were presented at Müllers Pakkhús.
article_dagur_translated
Seinnapartin í gjár vórðu virðislønir M. A. Jacobsens og Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs 2024 handaðar í Múllers Pakkhúsi.
The M. A. Jacobsen awards were given to the following:
article_dagur_translated
Virðislønir M. A. Jacobsens vóru latnar hesum:
• The M. A. Jacobsen Award for Poetry 2024 was given to Andras Mortensen for the book.
article_dagur_translated
• Virðisløn M.A. Jacobsens fyri yrkisbókmentir 2024 varð latin Andrasi Mortensen fyri bókina
• The M. A. Jacobsen Award for Fiction 2024 was given to Vónbjørt Vang for the book.
article_dagur_translated
• Virðisløn M.A. Jacobsens fyri fagrar bókmentir 2024 varð latin Vónbjørt Vang fyri bókina
• The M. A. Jacobsen Award for Cultural Achievement 2024 was given to Dagmar Joensen-Næs.
article_dagur_translated
• Virðisløn M.A. Jacobsens fyri mentanaravrik 2024 varð latin Dagmar Joensen-Næs.
The Tórshavn City Council's 2024 Children's Culture Honorary Prize was awarded to Elin Michelsen for the trilogy.
article_dagur_translated
Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs 2024 varð latin Elini Michelsen fyri tríverkið
In the book Andras has transcribed and carefully translated the entire text of the Kongsbók, which is the only parchment book preserved in the Faroe Islands.
article_dagur_translated
Í bókini hevur Andras skrivað av og hegnisliga týtt allan tekstin í Kongsbókini, sum er einasta skinnbók, ið er varðveitt í Føroyum.
With this work everyone now has easier access to everything contained in the oldest written source about the Faroe Islands.
article_dagur_translated
Við hesum avrikinum hava øll nú lætta atgongd til alt tað, sum stendur í elstu skrivligu kelduni um Føroyar.
The Kongsbók contains the laws that applied to the Faroe Islands and several chapters in which Andras explains the content of the Kongsbók, the history of the different legal sections and what all this tells us about the Faroe Islands' position in the Kingdom of the Norwegian king.
article_dagur_translated
Í Kongsbókini eru tær lógir, sum vóru galdandi fyri Føroyar og nakrir kapitlar, har Andras greiðir frá innihaldinum í Kongsbókini, frá søguni hjá ymisku lógartættunum og hvat alt hetta sigur okkum um Føroya støðu í ríki Noregs kongs.
Taken together, the new Kongsbók gives us much deeper insight into our oldest sources and provides good opportunities to understand our earliest history in a new way.
article_dagur_translated
Samanlagt fáa vit við nýggju Kongsbókini nógv dyggari innlit í elstu keldur okkara, og tað gevur góðar møguleikar at skilja elstu søgu okkara á nýggjan hátt.
Vónbjørt treats an old theme, the relationship between mother and child, in a new way.
article_dagur_translated
lýsir Vónbjørt eitt gamalt evni, sambandið millum mammu og barn, á nýggjan hátt.
A mother searches for the right words about her grief and her attempts to reach a son who is struggling mentally.
article_dagur_translated
Ein mamma leitar eftir røttu orðunum um sína sorg og sínar royndir at røkka einum soni, sum sálarliga hevur tað trupult.
The book is a collection of poems, short prose texts, quotations and images.
article_dagur_translated
Bókin er eitt savn av yrkingum, stuttum prosatekstum, sitatum og myndum.
The images are collages, and many of them are cuttings from books that have been reassembled, just as many text fragments in the collection are taken from other contexts and recombined.
article_dagur_translated
Myndirnar eru kollasjur, og fleiri av teimum eru klipp og kut úr bókum, sum eru sett saman av nýggjum, eins og fleiri tekstabrot í savninum eru tikin úr øðrum samanhangum og sett saman av nýggjum.
The many quotations and references to other texts and images cause the personal narrative in the collection to gain multiple voices.
article_dagur_translated
Tey mongu sitatini og tær mongu tilvísingarnar til aðrar tekstir og myndir gera, at tann persónliga søgan í savninum fær fleiri røddir.
The mother hides behind the words of others and tries to find a way to give voice to her own experiences.
article_dagur_translated
Mamman fjalir seg aftan fyri orð hjá øðrum og roynir at finna ein máta at geva sínum egnu upplivingum orð.
It is both about the beauty in darkness and about the despair in attempts to put into words feelings for which there are no words.
article_dagur_translated
er bæði um vakurleikan í myrkrinum og um vónloysið í royndunum at seta orð á kenslur, sum eingi orð eru fyri.
Among the images are excerpts from the book Øldir og upphav by Jóannes Rasmussen.
article_dagur_translated
Millum myndirnar eru brot úr bókini Øldir og upphav eftir Jóannes Rasmussen.
Jardfrøðin is an anchor and a reminder of the earth, the landscape, the rocks and the mountains from which the mother and son descend.
article_dagur_translated
Jardfrøðin er eitt festi og ein áminning um jørðina, landslagið, grótið og fjøllini, sum mamman og sonurin eru runnin av.
Accompanying it
article_dagur_translated
Við
is a logbook that expands on the themes and questions in the collection, but as a work is
article_dagur_translated
fylgir ein loggbók, sum víðkar um evnið og spurningarnar í savninum, men sum verk er
an independent unit.
article_dagur_translated
ein sjálvstøðug eind.
Content-wise the collection is convincing, and formally it is distinctive and exemplary well crafted.
article_dagur_translated
Innihaldsliga er savnið sannførandi, og formliga er tað serstakt og fyrimyndarliga væl frágingið.
Since the late 1980s Dagmar Joensen-Næs has produced groundbreaking and boundary-pushing documentary films, especially for television.
article_dagur_translated
Dagmar Joensen-Næs hevur síðani seinast í 1980-árunum framleitt slóðbrótandi og markbrótandi heimildarfilm, serliga til sjónvarp.
Dagmar Joensen-Næs has given us many journalistic documentaries from Faroese communities that address painful, taboo, intimate, interesting, frightening existential and social questions.
article_dagur_translated
Dagmar Joensen-Næs hevur givið okkum nógvar journalistiskar heimildarfilmar úr føroyskum jørðildi, sum viðgera sárar, tabuiseraðar, inniligar, áhugaverdar, ræðandi eksistentiellar og samfelagsligar spurningar.
We prefer to perceive society as spacious, inclusive and fair, but Dagmar's documentaries often show a completely different, excluding story.
article_dagur_translated
Okkum dámar best at fata samfelagið sum rúmligt, inkluderandi og rættvíst, men heimildarfilmarnir hjá Dagmar vísa ofta eina heilt aðra ekskluderandi søgu.
Through her perspective the documentaries burn themselves more firmly into our consciousness.
article_dagur_translated
Gjøgnum sjóneyku hennara brenna heimildarfilmarnir seg rimmarfastar í tilvitsku okkara.
Dagmar Joensen-Næs asks the necessary questions, never draws attention to herself as a journalist and does not give us simple answers.
article_dagur_translated
Dagmar Joensen-Næs setir neyðugu spurningarnar, varpar ongantíð ljós á seg sjálva sum journalist og gevur okkum ikki einføld svar.
She has engaged with sensitive existential questions long before they received attention on the political battlefield.
article_dagur_translated
Hon hevur nortið við viðkvæmar tilveruspurningar, langt áðrenn hesir fingu rúmd á politiska vígvøllinum.
For example, questions about sexual identity, mental anguish, poverty, betrayal and abuse.
article_dagur_translated
Til dømis spurningar um kynsligan samleika, sálarkvøl, fátækradømi, svik og misnýtslu.
In recognition of long service and with hope for more important documentaries, Dagmar Joensen-Næs receives the M.A. Jacobsen Honorary Award for Cultural Achievement 2024.
article_dagur_translated
Sum tøkk fyri drúgva tænastu og við vón um fleiri týdningarmiklar heimildarfilmar fær Dagmar Joensen-Næs M.A. Jacobsens heiðursløn fyri mentanarligt avrik 2024.
There is a long gap between Faroese publications of fantasy novels.
article_dagur_translated
Langt er ímillum føroysku útgávurnar av fantasisøgum.
Fantasy stories of the scope that Elin Michelsen achieves in the trilogy about Tóra have not been seen in Faroese before.
article_dagur_translated
Fantasisøgur í tí vavi, sum Elin Michelsen megnar í tríverkinum um Tóru, hava vit ikki sæð á føroyskum áður.
The setting is local: the stories are rooted in our traditions about hidden people and inhabited stones.
article_dagur_translated
Umhvørvið er heimligt: Søgurnar hava rótfesti í okkara sagnum um huldufólk og íbygdar steinar.
The hidden people who once lived in the Faroe Islands, until electricity gradually took their lives, have been vindicated.
article_dagur_translated
Huldufólkini, sum búleikaðust í Føroyum, til elektrisitetið so smátt tók lívið av teimum, hava fingið uppreisn.
We had almost forgotten them, but now they have returned, vividly alive in the story about Tóra.
article_dagur_translated
Vit høvdu næstan gloymt tey, men nú eru tey komin aftur, spilllivandi í søguni um Tóru.
Elin describes Tóra and her environment with Faroese motifs.
article_dagur_translated
Elin lýsir Tóru og hennara umhvørvi við føroyskum fyribrigdum.
Which Faroese person has not dreamed of gaining control over weather and wind like those who possess the little-great gift?
article_dagur_translated
Hvør føroyingur hevur ikki droymt um at fáa tamarhald á veðri og vindi eins og tey, ið hava lillalittu gávuna?
The trilogy has everything that good stories should have.
article_dagur_translated
Tríverkið hevur alt tað, ið góðar søgur skulu hava.
The good versus the evil, friendships and misunderstood relationships that bring many complications are themes that are well described.
article_dagur_translated
Tað góða mótvegis tí ónda, vinaløg og misskilt sambond, ið hava fleiri fløkjur við sær, eru evni, ið verða væl lýst.
The new element in Tóra's world is the striving, through gifts, to gain control over emotions, nature and knowledge.
article_dagur_translated
Tað nýggja í heiminum hjá Tóru er strembanin eftir gávunum at fáa tamarhald á kenslum, náttúru og viti.
These are represented in colors, and as her gifts develop, her awareness and self-esteem grow.
article_dagur_translated
Hesi eru umboðað í  litum, og so hvørt hennara gávur búnast, mennast hennara tilvit og sjálvsvirðing.
One would have thought it absurd to retrieve the threads again from the Rim Space in Vanvarða and gather them again in Feigdarfræ, but the author manages this, and the suspense is constant throughout the work.
article_dagur_translated
Ein skuldi trúð, at tað var fløkjasligt at finna træðrirnar aftur frá Rimarúminum í Vanvarða og savna teir aftur í Feigdarfræ, men hetta megnar høvundurin, og spenningurin er støðugur verkið ígjøgnum.
The books, which are intended for older children and young people, are written in a light and good everyday language.
article_dagur_translated
Bøkurnar, ið eru ætlaðar størri børnum og ungum, eru skrivaðar á løttum og góðum gerandismáli.
On 12 September Theodor Hansen died at the age of 89.
article_dagur_translated
12. september andaðist Theodor Hansen 89 ára gamal.
Theodor was born in the village by Gjógv on 20 July 1935.
article_dagur_translated
Theodor varð borin í heim við Gjógv 20. juli í 1935.
He was the son of Katrinu Maria and Hans Jacob Hansen.
article_dagur_translated
Hann var sonur Katrinu Mariu, og Hans Jacob Hansen.
From childhood the landscape and songs played in his soul, and by the shores the sea had a voice that never fell silent.
article_dagur_translated
Frá barnaárunum leikti honum lendi løg inn í sál, og innast við strendur fekk sjógvurin mál, ið ongantíð tagnar.
(Matras).
article_dagur_translated
(Matras).
He felt the summer breeze caress his hair, and he saw the sun shine on Tyril and Middagsfjall.
article_dagur_translated
Hann kendi, tá ið summarfleyrið kíndi honum gjøgnum hárið, og hann sá sólina skína á Tyril og Middagsfjall.
He heard winter storms howling on mountains and passes and the surf that rose in the grass.
article_dagur_translated
Hann hoyrdi vetrarstormarnar ýla á fjøllum og skørðum og brimið, sum stóð í grasið.
There he played with friends in fields and pastures, down on the beach, in the river under Høvdafoss and in the gorge.
article_dagur_translated
Har leikti hann saman við vinmonnum í bø og haga, niðri í fjøru, í Ánni undir Høvdafossi og í Gjónni.
There in his home village he attended school and acquired knowledge that he liked, and there he was led to church on Sundays.
article_dagur_translated
Har í heimbygdini gekk hann í skúla og nam sær kunnleika, sum honum dámdi væl, og har varð hann leiddur í kirkju sunnudagar.
In his youth he worked on the road.
article_dagur_translated
Ungdómsdagarnar arbeiddi hann í vegnum.
He also worked out on the Sondum with the old men using the drift net, where the catch was often good.
article_dagur_translated
Eisini var hann vesturi á Sondum við teimum gomlu við hýsulínu, har fongurin mangan var góður.
He was active in village life.
article_dagur_translated
Hann var uppi í bygdarlívinum.
But his interest was in literary learning, and in 1954 he went to Tórshavn for an entrance examination to the Teacher Training College, where the two of us met and spoke for the first time.
article_dagur_translated
Men hugurin stóð til bókligan lærdóm, og 1954 fór hann til Havnar til upptøkuroynd í Læraraskúlan, har hittust vit báðir og komu á tal fyrstu ferð.
We passed the examination and began at the Teacher Training College on 18 August 1954.
article_dagur_translated
Vit stóðu royndina og byrjaðu í Læraraskúlanum 18. august í 1954.
There we became lifelong friends.
article_dagur_translated
Har gjørdust vit vinmenn fyri lívið.
When we received our diplomas in the summer of 1958, we all went in different directions to various villages and towns in the country to work as teachers.
article_dagur_translated
Tá ið vit høvdu fingið prógvið í hond á sumri í 1958, fóru vit øll nítjan í ymsar bygdir og býir í landinum at vera lærarar.
I first went to Tórshavn, then I went into Skálafjørður and afterwards to Sandavág and Giljanes.
article_dagur_translated
Eg fór fyrst til Havnar, og haðan fór eg inn á Skálafjørðin og síðan til Sandavágs og á Giljanes.
Theodor went to Húsavík, where he was the sole teacher for five years.
article_dagur_translated
Theodor fór til Húsavíkar, og har var hann einalærari í fimm ár.
He was a good teacher who cared deeply that the children should learn as much as possible.
article_dagur_translated
Hann var góður lærari, legði sær ógvuliga nær, so at børnini skuldu læra so nógv sum møguligt.
He also served the church in that village exceptionally well.
article_dagur_translated
Eisini tænti hann kirkjuni har í bygdini avbera væl.
He was both chairman of the church council, a deacon, an organist and a bell ringer.
article_dagur_translated
Hann var bæði kirkjuráðsformaður, deknur, urguleikari og klokkari.
He cared greatly for the church and the churchyard.
article_dagur_translated
Hann vældi væl um kirkjuna og kirkjugarðin.
Similarly, in 1963 Theodor went to Tórshavn to be a teacher at Tórshavn Municipal School.
article_dagur_translated
Somuleiðis var, tá ið Theodor í 1963 fór til Havnar at vera lærari á Tórshavnar Kommunuskúla.
There he mainly taught in the upper grades in subjects such as biology, Faroese and Christianity.
article_dagur_translated
Har undirvísti hann mest í framhaldsdeildini í lærugreinumum lívfrøði, føroyskum og kristni.
He performed the school's work with diligence and love.
article_dagur_translated
Hann gjørdi skúlans arbeiði við nærlagni og kærleika.
He wanted the very best for his students, which is a good quality in a teacher.
article_dagur_translated
Hann vildi næmingum sínum alt tað besta, sum er góður eginleiki hjá lærara.
Many are those who praise him as a teacher.
article_dagur_translated
Mong eru tey, sum rósa honum sum lærara.
Theodor and Ingerð became close.
article_dagur_translated
Theodor og Ingerð gjørdust góð.
She was from my home village.
article_dagur_translated
Hon var úr heimbygd míni.
She was in the same class at the Teacher Training College.
article_dagur_translated
Hon gekk í sama flokki í Læraraskúlanum.
She was the daughter of Olga and Niels Joensen in Sandavág.
article_dagur_translated
Hon var dóttir Olgu og Niels Joensen í Sandavági.
They married on 12 September 1959.
article_dagur_translated
Tey giftust 12. september í 1959.
They had three children: Hans Petur, Annu Maria and Jógvan Sørin.
article_dagur_translated
Tey fingu trý børn: Hans Petur, Annu Mariu og Jógvan Sørin.
They built a house in Føgrulíð.
article_dagur_translated
Hús bygdu tey í Føgrulíð.
Ingerð worked as a teacher in Sandavág, Húsavík, intermittently at Tórshavn Municipal School and at the East School, where she taught handicrafts.
article_dagur_translated
Ingerð var lærari í Sandavági, Húsavík, av og á í Tórshavnar Kommunuskúla og í Eysturskúlanum, har hon undirvísti í handarbeiði.