en stringlengths 1 10.6k | source stringclasses 4
values | fo stringlengths 1 10.3k |
|---|---|---|
The school writes that almost all the students at Skúlin á Fløtum, Gulaskúla and Lopfjølini have written Christmas cards in recent days. | article_dagur_translated | Skúlin skrivar, at mestsum allir næmingarnir í Skúlanum á Fløtum, Gulaskúla og í Lopfjølini hava seinastu dagarnar skrivað jólakort. |
The school has welcomed the initiative, says Regin Marnersson, the headmaster. | article_dagur_translated | Skúlin hevur tikið væl ímóti átakinum, sigur Regin Marnersson, skúlastjóri. |
The vast majority have written Christmas cards to grandmothers, grandfathers, parents and other family members. | article_dagur_translated | Tey allarflestu hava skrivað jólakort til ommur, abbar, foreldur og aðra familju. |
Some have written to friends and acquaintances. | article_dagur_translated | Nøkur hava skrivað til vinfólk og kenningar. |
And an individual has even sent me a Christmas greeting, says Regin with a smile. | article_dagur_translated | Og onkur einstakur hevur eisini sent mær eina jólaheilsan, sigur Regin við einum smíli. |
The Christmas cards are an initiative by Føroyar Lesa. | article_dagur_translated | Jólakortini eru eitt átak hjá Føroyar lesa. |
Regin says this is a fun and special initiative where the students get the chance to make someone happy by sending a greeting in a different way than they are used to. | article_dagur_translated | Regin sigur, at hetta er eitt stuttligt og serligt átak, har næmingarnir fáa høvi at gleða onkran við at senda eina heilsan øðrvísi enn tey eru von við. |
When we asked, only a very few knew about Christmas cards and even fewer had tried to write or draw one. | article_dagur_translated | Tá vit spurdu, vóru tað bara nøkur heilt fá, ið kendu til jólakort og enn færri, ið høvdu roynt at skriva ella tekna eitt. |
So when we explained what Christmas cards meant to those who are a bit older than those now attending school, they immediately joined in sending an "old-fashioned greeting," as they called it. | article_dagur_translated | So tá vit høvdu greitt frá, hvat jólakort merktu fyri tey, ið eru nakað eldri enn hesi, sum nú ganga í skúla, vóru tey beinanvegin við upp á at senda eina "gamaldags heilsan", sum tey nevndu tað. |
Thus the pupils from preschool to 9th grade have drawn and written greetings to both near and far over the past week. | article_dagur_translated | So næmingarnir frá forskúla til 9. flokk hava teknað og skrivað heilsanir til bæði nær og fjar seinastu vikuna. |
Most of the letters are to addresses in the Faroe Islands. | article_dagur_translated | Tey flestu brøvini eru til adressur í Føroyum. |
Some of the greetings are going to Denmark and other Nordic countries, but there were also greetings to, among others, France, Senegal, Italy and as far away as Australia. | article_dagur_translated | Nakað av heilsanum fara til Danmarkar og onnur norðanlond, men her vóru eisini heilsanir til m.a. Fraklands, Senegal, Italia og so langt sum til Avstralia. |
Skúlin á Fløtum has actively supported the initiative and recommends that this also be coordinated by Føroyar Lesa in coming years. | article_dagur_translated | Skúlin á Fløtum hevur tikið væl undir við átakinum og mælir til, at hetta eisini verður samskipað av Føroyar Lesa næstu árini. |
Yes, we would gladly continue this if Føroyar Lesa and Posta support such an initiative again next year. | article_dagur_translated | Ja, hetta halda vit fegin fram við, um Føroyar Lesa og Posta stuðla einum slíkum átaki aftur næsta ár. |
So hopefully the next director of Posta will also think this is a good idea, says Regin Marnersson to the school's website. | article_dagur_translated | So vónandi heldur næsti stjórin í Posta eisini, at hetta er eitt gott hugskot, sigur Regin Marnersson við heimasíðuna hjá skúlanum. |
Also at Nám, where Føroyar Lesa is based, they have received positive feedback about the initiative of encouraging students to write Christmas greetings. | article_dagur_translated | Eisini á Námi, har Føroyar Lesa heldur til, hava tey fingið jaligar afturmeldingar um átakið við at eggja næmingunum at skriva jólaheilsanir. |
A teacher writes as follows: | article_dagur_translated | Ein lærari skrivar soleiðis: |
"Dear all of you who have organized this very good and cozy event. | article_dagur_translated | “Góðu tit øll, sum hava skipað fyri hesum sera góða og hugnaliga tiltaki. |
This has been very interesting to do together with the students and they have learned a lot now that we have written Christmas cards. | article_dagur_translated | Hetta hevur verið sera áhugavert at gera saman við næmingunum og tey hava lært nógv, nú vit hava skrivað jólakort. |
Many of our students had never heard of postage stamps. | article_dagur_translated | Fleiri av okkara næmingum høvdu ongantíð hoyrt um frímerki. |
Several had never written a letter by hand and more did not know what their address was. | article_dagur_translated | Fleiri høvdu ongantíð skrivað bræv í hond og fleiri vistu ikki hvør bústaður teirra var. |
Hopefully this will become a recurring initiative." | article_dagur_translated | Vónandi verður hetta eitt afturvendandi tiltak.” |
Below is a film about the initiative that some students at NámX made about the initiative. | article_dagur_translated | Herundir er ein filmur um átakið, sum nakrir næmingar á NámX gjørdu hava gjørt um átakið |
U.S. President Joe Biden will participate when his successor, Donald Trump, is again sworn in as president on January 20, White House spokespeople say. | article_dagur_translated | Amerikanski forsetin Joe Biden fer at luttaka, tá eftirmaður hansara, Donald Trump aftur verður tikin í eið sum forseti 20. januar, upplýsir talsfólk fyri Hvítu Húsini. |
President Joe Biden and First Lady Jill Biden will attend the inauguration of the incoming president, Donald Trump, in January. | article_dagur_translated | – Joe Biden forseti og Jill Biden forsetafrúa fara at luttaka í setanini av komandi forsetanum, Donald Trump í januar. |
The president has promised that he would attend the inauguration of the winner of the election. | article_dagur_translated | Forsetin hevur lovað, at hann fór at luttaka í setanini hjá vinnaranum av valinum. |
He and the first lady will keep that promise. | article_dagur_translated | Hann og forsetafrúan fara at halda hetta lyftið. |
It is customary for the outgoing president and vice president to be present when a new president is sworn in, but Donald Trump did not attend when Joe Biden became president in January 2021. | article_dagur_translated | Tað er siðvenja, at fráfarandi forsetin og varaforsetin eru til staðar, tá nýggjur forseti verður tikin í eið, men Donald Trump luttók ikki, tá Joe Biden gjørdist forseti í januar 2021. |
According to Ritzau, this was the first time in over 150 years that a U.S. president did not attend the inauguration of his successor. | article_dagur_translated | Sambært Ritzau var hetta fyrstu ferð í yvir 150 ár, at ein amerikanskur forseti ikki luttók í setanini av sínum eftirmanni. |
The brave bodybuilder Gunnar Hjelm is so daring that he now lays his life open in a new book, which will be presented on Thursday evening. | article_dagur_translated | Gitni bodybuildarin Gunnar Hjelm er so djarvur, at hann nú leggur lív sítt opið í eini nýggjari bók, sum verður løgd fram hóskvøldið. |
The book "Willpower is a Healing Force" is about both the struggle in his youth to test what talents he had, how Gunnar found his place in sport, how human setbacks tried to knock him down, and how he recovered, despite several additional setbacks. | article_dagur_translated | Bókin "Vilji er lekjandi máttur" er bæði um dystin á ungdómsárum at royna hvør dugur var í, hvussu Gunnar fann sína hill í ítróttini, hvussu menniskjalig bakkøst vóru um at syfta hann um koll, og hvussu hann fótaði sær aftur, hóast fleiri bakkaláarar aftrat. |
He had to prove himself and stood on the podium again as a 60-year-old in Denmark and won a silver medal in bodybuilding. | article_dagur_translated | Hann skuldi prógva sítt og stóð aftur á palli sum 60 ára gamal í Danmark og vann silvurheiðursmerki í bodybuilding. |
The book will be launched at Perlan in Tórshavn on Thursday evening at 8 p.m. | article_dagur_translated | Bókin verður løgd fram í Perluni í Havn hóskvøldið klokkan 20. |
Uni Holm Johannesen will talk with Gunnar and Hans S. Egholm, who has written the book. | article_dagur_translated | Uni Holm Johannesen fer at práta við Gunnar og Hans S. Egholm, sum hevur skrivað bókina. |
Lena and Niclas will also perform. | article_dagur_translated | Eisini koma Lena og Niclas at framføra. |
The incoming municipal council in Sunda Municipality is now organized. | article_dagur_translated | Komandi býráðið í Sunda kommunu er nú skipað. |
The first meeting of the newly elected council, which takes office at the new year, was held on November 14, when the mayor and deputy mayor were elected. | article_dagur_translated | Fyrsti fundurin hjá nývalda býráðnum, sum tekur yvir á nýggjárinum, varð hildin 14. november, tá borgarstjóri og varaborgarstjóri vórðu vald. |
Eyðstein Zachariasen, the top candidate on list C, will be mayor, and Jóhanna Paula við Streym, the top candidate on list B (the women's list), will be deputy mayor. | article_dagur_translated | Eyðstein Zachariasen, fyrstvaldur á lista C verður borgarstjóri, og Jóhanna Paula við Streym, fyrstvald á lista B (kvinnulistanum) verður varaborgarstjóri. |
At that meeting it happened that the current mayor, Jógvan Kruse, on behalf of the minority in the incoming council (Trygvi Kallsoy, Marni E. Joensen, Jógvan Kruse and Rógvi Nybo) nominated Jóhanna Paula við Streym as mayor. | article_dagur_translated | Á tí fundinum hendi tað, at núverandi borgarstjórin, Jógvan Kruse, vegna minnilutan í komandi býráð (Trygvi Kallsoy, Marni E. Joensen, Jógvan Kruse og Rógvi Nybo) skjeyt Jóhonnu Paulu við Streym upp sum borgarstjóra. |
But that proposal failed. | article_dagur_translated | Men hetta uppskotið fall. |
Jóhanna Paula herself voted against it. | article_dagur_translated | Sjálv atkvøddi Jóhanna Paula ímóti. |
After that Jóhanna Paula við Streym proposed electing Eyðstein Zachariasen as mayor, and that proposal was approved with six votes for and four against. | article_dagur_translated | Eftir tað skjeyt Jóhanna Paula við Streym upp, at velja Eyðstein Zachariassen til borgarstjóra, og tað uppskotið varð samtykt við seks atkvøðum fyri og fýra ímóti. |
Ingibjørg Egholm on the women's list did not cast a vote in these ballots. | article_dagur_translated | Ingibjørg Egholm á kvinnulistanum greiddi ikki atkvøðu í hesum atkvøðugreiðslunum. |
The election of Jóhanna Paula við Streym as deputy mayor was unanimous. | article_dagur_translated | Valið av Jóhannu Paulu við Streym til varaborgarstjóra var einmælt. |
At the meeting last night the committees were elected. | article_dagur_translated | Á fundinum í gjárkvøldið vórðu nevndirnir valdar. |
Since the first meeting it has happened that Marni E. Joensen has joined the majority group, which now counts eight council members: Eyðstein Zachariasen, Hanna Paula við Streym, Marni E. Joensen, Lena Dam, Haraldur S. Hammer, Rakul Martinsdóttir Johansen, Hallgerð Hansen and Ingibjørg Egholm. | article_dagur_translated | Síðani fyrra fundin er hent tað, at Marni E. Joensen er komin við í valbólkin hjá meirilutanum, sum nú telur átta býráðslimir: Eyðstein Zachariasen, Hanna Paula við Streym, Marni E. Joensen, Lena Dam, Haraldur S. Hammer, Rakul Martinsdóttir Johansen, Hallgerð Hansen og Ingibjørg Egholm. |
In the minority are: Jógvan Kruse, Rógvi Nybo and Trygvi Kallsoy. | article_dagur_translated | Í minniluta eru: Jógvan Kruse, Rógvi Nybo og Trygvi Kallsoy. |
The upcoming committees in Sunda Municipality look as follows: | article_dagur_translated | Komandi nevndirnar í Sunda kommunu síggja soleiðis út: |
Finance Committee: Eyðstein Zachariasen, chair, Lena Dam, vice chair, Haraldur S. Hammer, Marni E. Joensen and Jógvan Kruse. | article_dagur_translated | Fíggjarnevnd: Eyðstein Zachariasen, formaður, Lena Dam, varaforkvinna, Haraldur S. Hammer. Marni E. Joensen og Jógvan Kruse. |
Technical Committee: Lena Dam, chair, Rakul M. Johansen, vice chair, Ingibjørg Egholm, Marni E. Joensen and Rógvi Nybo. | article_dagur_translated | Tekniskanevnd: Lena Dam, forkvinna, Rakul M. Johansen, varaforkvinna, Ingibjørg Egholm, Marni E. Joensen og Rógvi Nybo. |
Welfare Committee: Hallgerð Hansen, chair, Hanna Paula við Streym, vice chair, Rakul M. Johansen, Marni E. Joensen and Trygvi Kallsoy. | article_dagur_translated | Trivnaðarnevnd: Hallgerð Hansen, forkvinna, Hanna Paula við Streym, varaforkvinna, Rakul M. Johansen, Marni E. Joensen og Trygvi Kallsoy. |
Business and Environment Committee: Haraldur S. Hammer, chair, Hallgerð Hansen, vice chair, Ingibjørg Egholm, Marni E. Joensen and Rógvi Nybo. | article_dagur_translated | Vinnu- og umhvørvisnevnd: Haraldur S. Hammer, formaður, Hallgerð Hansen, varaforkvinna, Ingibjørg Egholm, Marni E. Joensen og Rógvi Nybo. |
Preparation Committee: Eyðstein Zachariasen, chair, Hanna Paula við Streym, deputy chair, and Trygvi Kallsoy. | article_dagur_translated | Tilbúgvingarnevnd: Eyðstein Zachariasen, formaður, Hanna Paula við Streym, næstforkvinna, og Trygvi Kallsoy. |
The board for VEKS: Eyðstein Zachariasen, Hanna Paula við Streym and Jógvan Kruse. | article_dagur_translated | Stýrið fyri VEKS: Eyðstein Zachariasen, Hanna Paula við Streym og Jógvan Kruse. |
Representative to Sev: Haraldur S. Hammer | article_dagur_translated | Umboð í Sev: Haraldur S. Hammer |
Representative to IRF: Lena Dam | article_dagur_translated | Umboð í IRF: Lena Dam |
We would gladly like to thank our customers for a good 10 years. | article_dagur_translated | Vit vilja fegin takka okkara viðskiftafólkum gjøgnum góð 10 ár. |
Likewise, we also thank the staff who have helped us all these years. | article_dagur_translated | Somuleiðis takka vit eisini starvsfólkunum, ið hava hjálpt okkum øll árini. |
No one mentioned, no one forgotten. | article_dagur_translated | Eingin nevndur, eingin gloymdur. |
Thus say both Margreth Jacobsen and Terji Rasmussen in the announcement, now that they have started the final year with Maggies. | article_dagur_translated | Soleiðis siga tey bæði Margreth Jacobsen og Terji Rasmussen í fráboðan, nú tey eru farin undir síðsta árið við Maggies. |
Therefore, 28 September 2025 will be the last day Maggies is open. | article_dagur_translated | Tí 28. september 2025 verður síðsti dagur Maggies er opið. |
However, a special thanks to Ulla and Inga who have been with us since the first day. | article_dagur_translated | Tó eina serliga tøkk til Ullu og Ingu sum hava verið við síðan fyrsta dagin. |
And Rói, who has been so faithful since we started up again. | article_dagur_translated | Og Rói sum hevur verið so trúfastur síðan vit byrjaðu aftur. |
Thank you for everything. | article_dagur_translated | Takk fyri alt. |
We would also gladly like to thank Barbara and Edvard for taking over for almost two years when we were worn out. | article_dagur_translated | Vit vilja eisini fegin takka Barbaru og Edvardi fyri at taka yvir í næstan tvey ár, tá vit vóru koyrd troytt. |
We also thank Hannis and Óli Svein for the times they had it open. | article_dagur_translated | Vit takka eisini Hannisi og Óla Svein fyri løturnar teir høvdu opið. |
There are probably many who are sad that we are closing, but Nólsoy existed even before Maggies. | article_dagur_translated | Tað eru helst nógv sum eru kedd av at vit gevast men Nólsoy var eisini til áðrenn Maggies. |
So if one person replaces another, they will accept it. | article_dagur_translated | So man ikki maður kemur í mans stað, taka tey til. |
From Parkin to Vágsbotn. | article_dagur_translated | Frá Parkini til Vágsbotn. |
Wherever they play, whatever they do, they receive top marks. | article_dagur_translated | Sama hvar teir spæla, sama hvat teir gera, so fáa teir toppkarakter. |
What began with a few friends in Copenhagen forming a band in 2012 quickly developed into them becoming the kings of the Danish music scene. | article_dagur_translated | Tað sum byrjaði við at nakrir vinmenn í Keypmannahavn gingu saman í ein tónleikabólk í 2012, menti seg skjótt til, at teir gjørdust kongarnir av danska tónleikahválvinum. |
Minds of 99. | article_dagur_translated | Minds of 99. |
In the summer of 2024 they played three sold-out concerts at Parkin. | article_dagur_translated | Á sumri 2024 spældu teir tríggjar útseldar konsertir í Parkini. |
BT gave the concerts 6 out of 6 stars. | article_dagur_translated | BT gav konsertini 6 av 6 stjørnum. |
Soundvenue 5 out of 6. | article_dagur_translated | Soundvenue 5 av 6. |
Politikken 6 out of 6. | article_dagur_translated | Politikken 6 av 6. |
Ekstra Bladet 5 out of 6. | article_dagur_translated | Ekstablaðið 5 av 6. |
Gaffa 6 out of 6. | article_dagur_translated | Gaffa 6 av 6. |
Minds of 99 is one of the biggest names ever at OY Voxbotn. | article_dagur_translated | Minds of 99 er eitt tað størsta navnið nakrantíð á OY Voxbotn. |
It may be the strongest Danish band ever, and the group is also extremely current. | article_dagur_translated | Talan er kanska um sterkasta danska bólkin nakrantíð, og bólkurin er so avbera aktuellur eisini. |
Minds of 99 was founded in 2012, and just three years later they lit up the Roskilde Festival. | article_dagur_translated | Minds of 99 varð settur á stovn í 2012, og longu 3 ár seinni tendraðu teir Roskilde Festivalin. |
Wherever the band performs it is sold out. | article_dagur_translated | Sama hvar bólkurin framførir er útselt. |
The band has won countless awards. | article_dagur_translated | Bólkurin hevur vunnið eitt ótal av virðislønum. |
Gaffa, Danish Music Awards and Zulu Awards — just to name a few. | article_dagur_translated | Gaffa, Danish Music Awards og Zulu Awards – bara fyri at nevna nakrar. |
Among the big hits are: Under din sne, Ung kniv and Emil. | article_dagur_translated | Millum stóru hittini kunnu nevnast: Under din sne, Ung kniv og Emil. |
To describe Minds of 99's music, several have called it New Age Rock, but I think we in Faroese can agree that this is beautiful, soaring pop rock. | article_dagur_translated | Fyri at lýsa tónleikin hjá Minds of 99 eru fleiri, ið hava kallað tað fyri New Age Rock, men eg hugsi vit á føroyskum kunnu semjast um, at hetta er vakur sveimandi popprokkur. |
But what particularly characterizes the band is the sound. | article_dagur_translated | Men tað sum serliga eyðkennir bólkin er ljóðið. |
They simply sound like Minds of 99. | article_dagur_translated | Teir ljóða heilt einfalt bara sum Minds of 99. |
The sound is original and distinctive. | article_dagur_translated | Ljóðið er egið og sermerkt. |
Uplifting and melancholic at once. | article_dagur_translated | Upplyftandi og melankolst í einum. |
The band plays like a well-oiled music machine, without sounding mechanical. | article_dagur_translated | Bólkurin spælir sum ein vælsmurd tónleikamaskina, uttan tó at ljóða mekaniskt. |
The music soars and surges with energy and emotion, while the light, memorable and everyday lyrics sing about situations we can recognize ourselves in. | article_dagur_translated | Tónleikurin sveimar og brúsar í orku og kenslum, meðan løttu, minniligu og gerandisligu tekstirnir syngja um viðurskifti vit kenna okkum aftur í. |
The band is a true crowd magnet. | article_dagur_translated | Bólkurin er ein sann savningsmagnet. |
When they play, people hush together, and sing loudly and emotionally along with the irresistible songs. | article_dagur_translated | Tá tær spæla, tysja fólk saman, og syngja hart og kensluborið við óføru sangunum. |
Concerts are often described as a kind of communal singing, because the songs are so strong that you can sing along from beginning to end. | article_dagur_translated | Ofta verða konsertinar lýstar sum eitt slag av felagssangi, tí so sterkir eru sangirnir, at tú kanst syngja við frá byrjan til enda. |
It will be exciting to see whether a band that can stir crowds larger than the Faroe Islands into true ecstasy can also fill Vágsbotn. | article_dagur_translated | Spennandi verður at vita, um ein bólkur sum kann fáa fjøldir størri enn Føroya land í sanna ekstasu, eisini klárar at spæla Vágsbotn upp. |
We predict that the concert with Minds of 99 will be an absolute highlight in 2025. | article_dagur_translated | Vit gita, at konsertin við Minds of 99 verður eitt absolutt hæddarpunkt í 2025. |
It is a big day in the Greenlandic capital Nuuk today, now that the new airport in the city has finally been approved so direct flights between Nuuk and the outside world can begin. | article_dagur_translated | Tað er stórur dagur í grønlendska høvuðsstaðnum Nuuk í dag, nú nýggja floghavnin í býnum er endaliga góðkend so byrjast kann við beinleiðis flogferðum millum Nuuk og útheimin. |
This marks a milestone in Greenlandic aviation history, because until now it has been necessary first to fly to the quite remote place Kangerlussuaq, called Søndre Strømfjord in Danish, to continue out into the world, since Kangerlussuaq has been the only international airport in Greenland. | article_dagur_translated | Harvið verður ein varði í grønlendskari flogsøgu skrivaður, tí higartil hevur verið neyðugt fyrst at flúgva til tað rættiliga oydna staðið Kangerlussuaq, á donskum Søndre Strømfjord, fyri at koma víðari út í heimin, tí Kangerlussuaq hevur verið einasta altjóða floghavnin í Grønlandi. |
Today the red Airbus A330 of Air Greenland, called Tuukkaq, will make its first direct flight between Kastrup and Nuuk and the new 2,200-meter-long runway there. | article_dagur_translated | Í dag fer tann reyði Airbus 330 hjá Air Greenland, kallaður Tuukkaq, á sína fyrstu ferð beinleiðis millum Kastrup og Nuuk og nýggju 2.200 metra longu lenidingabreytina har. |
Subsets and Splits
No community queries yet
The top public SQL queries from the community will appear here once available.