en
stringlengths
1
10.6k
source
stringclasses
4 values
fo
stringlengths
1
10.3k
- I myself, on behalf of the Social Democratic Party, took steps on this a few years ago, and the result is as good as I had hoped.
article_dagur_translated
- Eg tók sjálvur vegna Javnaðarflokkin stig til hetta fyri nøkrum árum síðani, og úrslitið er eins gott og eg hevdi vónað.
Several films have come out of it, and more are on the way.
article_dagur_translated
Fleiri filmar eru komnir burturúr, og fleiri eru a veg.
Therefore the Social Democratic Party supports this continuing.
article_dagur_translated
Tí stuðlar Javnaðarflokkurin undir, at hetta heldur fram.
But the hope is of course that Faroese people themselves will allocate more money to Faroese film production, says Sjúrður Skaale.
article_dagur_translated
Men vónin er sjalvandi, at føroyingar sjálvi seta meiri pening av til føroyska filmsframleiðslu, sigur Sjúrður Skaale.
The finance law agreement also provides for the National Museum to receive 6 million kroner over the next four years to participate in the CAFF working group under the Arctic Council.
article_dagur_translated
Við fíggjarlógaravtaluni er eisini lagt upp til, at Tjóðsavnið fær 6 milliónir krónur komandi fýra árini til at luttaka í CAFF arbeiðsbólkinum undir Arktiska ráðnum.
The aim is, among other things, to collect and document knowledge about plant and animal life in the Faroe Islands, which is currently not extensive enough to be comparable with the knowledge in other Arctic countries.
article_dagur_translated
Endamálið er m.a. at savna inn og skráseta vitan um plantu og djóralív í Føroyum, sum í løtuni ikki er nóg umfatandi til at kunna samanberast við vitanina í øðrum arktiskum londum.
The funding is conditional on the relevant authority in the Faroe Islands supporting the project.
article_dagur_translated
Fíggingin er treytað av, at avvarðandi myndugleiki í Føroyum tekur undir við verkætlanini.
The news about the special Faroese production of the play “Lorrið (La Merda)” by Cristian Ceresoli has spread far and wide.
article_dagur_translated
Tíðindini um serstøku føroysku uppsetingina av sjónleikinum “Lorrið (La Merda)” eftir Cristian Ceresoli eru rokkin út um landoddarnar.
The British theatre magazine The Stage, which is also the oldest of its kind in the world, wrote about the play immediately and it has now been purchased by Teatret Møllen in Haderslev, Denmark.
article_dagur_translated
Bretska teaturtíðarritið The Stage, sum eisini er heimsins elsta av sínum slagi, skrivaði beinanvegin um leikin og nú er leikurin keyptur av Teatret Møllen í Haderslev í Danmark.
Almost all tickets have already been sold, so it is expected to play to a full house when Durita Dahl Andreassen takes the stage on Thursday evening, November 28, in the old beautiful rustic hall.
article_dagur_translated
Nærum øll atgognumerkini eru longu seld, so væntandi verður spælt fyri fullum sali tá ið Durita Dahl Andreassen hóskvøldið 28. november fer á pall í gamla vakra rustikka salinum.
The play is going to Denmark after a series of very successful performances at Norðurlandahúsið, Løkshøll, SALT, the Art Room in Miðvágur and the Cultural House in Fuglafjørður, where reviewers described the play as a major artistic achievement while audience members were also moved and captivated.
article_dagur_translated
Leikurin fer til Danmarkar eftir eina røð av sera væleydnaðum sýningum í Norðurlandahúsinum, Løkshøll, SALT, Listastovuni í Miðvági og Mentanarhúsinum í Fuglafirði har ummælarar lýstu leikin, sum eitt stórt listarligt bragd meðan áskoðarar eisini vóru rørdir og hugtiknir.
Leikhús SKIFT and GUT//productions have jointly produced the Faroese version of LORTIÐ (La Merda) by Cristian Ceresoli.
article_dagur_translated
Tað eru Leikhús SKIFT og GUT//productions, sum í felag hava framleitt føroysku útgávuna av LORTIÐ (La Merda) eftir Cristian Ceresoli.
It is Durita Dahl Andreassen who performs and interprets the text alone on stage for more than an hour, while the play is translated and directed by Marita S. Dalsgaard.
article_dagur_translated
Tað er Durita Dahl Andreassen, sum einsamøll á palli í meira enn ein tíma framførir og tulkar tekstin, meðan leikurin er týddur og leikstjórnaður av Maritu S. Dalsgaard.
LORTIÐ (La Merda) offers a deep and challenging portrayal of a young woman who, with desperation and stubbornness, struggles to “FIT IN” in a society where she herself is the product.
article_dagur_translated
LORTIÐ (La Merda) gevur eina djúpa og avbjóðandi mynd av eini ungari kvinnu, sum við desperation og ágrýtni stríðist fyri at “MEYKA DA” í einum samfelagi, har hon sjálv er vøran.
The performance at Teatret Møllen is in Danish, but it will be subtitled into Danish so that everyone can follow.
article_dagur_translated
Sýningin á Teatret Møllen er á donskum, men sýningin verður tekstað til danskt, so øll kunnu fylgja við.
Tickets for the performance in Haderslev can be purchased at
article_dagur_translated
Atgongumerki til sýningina í Haderslev kunnu keypast á
A majority in the presiding committee of the Folketing has decided to try to interpret between Greenlandic and Danish when there is a question time in the chamber to the prime minister tomorrow.
article_dagur_translated
Ein meiriluti í formanskapinum á fólkatingi hevur tikið avgerð um at royna at tulka millum grønlendskt og danskt, tá tað í morgin er eitt spurnarumfar í tingsalinum til statsministaran.
The decision was taken following a request from Siumut, which is the party of the Folketing member Aki-Matilda Høegh-Dam.
article_dagur_translated
Avgerðin er tikin eftir áheitan frá Siumut, sum er flokkurin hjá fólkatingsliminum Aki-Matilda Hoegh-Dam.
The Folketing member has announced that she again this time intends to speak only Greenlandic during the question time.
article_dagur_translated
Fólkatingskvinnan hevur boðað frá, at hann aftur hesaferð ætlar sær einans at tosa grønlendskt undir spurnarumfarinum.
- We are trying to accommodate the wishes of Aki-Matilda Høegh Dam as best we can given the short time frame we have been given.
article_dagur_translated
- Vit royna at ganga ynskjunum hjá Aki-Matilda Høegh Dam á møti so gott við kunnu við stuttu freistini vit hava fingið.
This will allow us to gain experience so the presiding committee can decide whether there is a basis for having permanent interpretation in the Folketing, says Søren Gade, chairman of the Folketing, in a press release.
article_dagur_translated
Harvið kunnu vit fáa royndir, so formansskapurin kann taka støðu til, um grundarlag er fyri at hava eina fasta samtulking á fólkatingi, sigur Søren Gade, fólkatingsformaður í tíðindaskrivi.
Denmark and several other countries are currently in negotiations with China to be allowed to inspect a Chinese merchant ship anchored in the Kattegat.
article_dagur_translated
Danmark og fleiri onnur lond eru í løtuni í samráðingum við Kina um at sleppa at kanna eitt kinesiskt handilsskip, sum liggur fyri akkeri í Kattegat.
For six days the Danish navy has kept watch over the ship Yi Peng 3, which is suspected of having damaged two communications cables in the Baltic Sea last week.
article_dagur_translated
Í seks samdøgur hevur danska sjóverjan ligið á varðhaldi hjá skipinum Yi Peng 3, sum er undir illgruna fyri at hava kvett tveir samskiftiskaðalar í Eystrasalti í síðstu viku.
Over the weekend a Swedish and a German naval ship also arrived in the Kattegat to take part in the surveillance.
article_dagur_translated
Um vikuskiftið komu eisini eitt svenskt og eitt týskt sjóverjuskipið í Kattegat fyri at vera við í varðhaldinum.
The Yi Peng 3 is anchored south of the island of Anholt.
article_dagur_translated
Yi Peng 3 liggur fyri akker sunnan fyri oynna Anholt.
Danmarks Radio writes that talks have been underway with Chinese authorities for some time.
article_dagur_translated
Danmarks Radio skrivar, at samráðingar hava verið við kinesiskar myndugleikar í eina tíð.
Among other things, about allowing Swedish authorities to question the crew and investigate whether the ship has anything to do with the cable damages.
article_dagur_translated
Eitt nú um at loyva svenskum myndugleikum at avhoyra manningina og kanna um skipið hevur nakað við kaðalslitini at gera.
According to Swedish authorities, the Swedish naval ship Poseidon is in the Kattegat awaiting the outcome of these negotiations.
article_dagur_translated
Sambært svenskum myndugleikakeldum liggur svenska sjóverjuskipið Poseidon í Kattegat og bíðar eftir einum úrsliti av hesum samráðingum.
If the Chinese ultimately decide that it is not possible to reach an agreement and choose to sail on, a diplomatic crisis could result from that, believes Andreas Bøje Forsby, a researcher at the Danish Institute for International Studies (DIIS).
article_dagur_translated
Um kinesarar enda við at meta, at tað ikki er møguligt at koma til eina semju, og gera av at sigla víðari, kann ein diplomatisk kreppa standast av tí, metir Andreas Bøje Forsby, granskari hjá Dansk Institut for Internationale Studier, DIIS.
"At the moment the ship is stationary, and the Swedes and Danes want to be allowed to investigate what has happened."
article_dagur_translated
- Í løtuni er skipið støðgað, og sviar og danir vilja sleppa at kanna, hvat er hent.
"Then it will look anything but good if the Chinese choose to start the engines without the Danes and Swedes having achieved anything," says the researcher, who is a specialist in relations between China and Western countries.
article_dagur_translated
So fer tað at síggja alt annað enn gott út, um kinesarar velja at seta ferð á motorarnar uttan at danir og sviar hava fingið nakað burturúr, sigur granskarin, ið er serfrøðingur í viðurskiftum millum Kina og vestanlond.
The Swedes have confirmed that the Yi Peng 3 sailed along the same route as the cables when the damages occurred, SVT reported last week.
article_dagur_translated
Sviar hava staðfest, at Yi Peng 3 hevur siglt á somu leið sum kaðalarnir, tá skaðarnir hendu, visti svenska kringvarpið SVT at siga í farnu viku.
The Chinese foreign ministry has today confirmed that there is communication ongoing regarding the Yi Peng 3.
article_dagur_translated
Kinesiska uttanríkisráðið hevur í dag váttað, at tað er samskifti í gongd viðvíkjandi Yi Peng 3.
And in the afternoon the Danish foreign ministry confirmed to Danmarks Radio that negotiations are underway.
article_dagur_translated
Og seinnapartin váttaði danska uttanríkisráðið fyri Danmarks Radio, at samráðingar eru í gongd.
This is the first time since the incident that Danish authorities have confirmed they are in contact with China.
article_dagur_translated
Hetta er fyrsta ferðin síðani hendingina, at danskir myndugleikar vátta, at tey hava samband við Kina.
However, the foreign ministry will not say more about what the diplomatic communications concern, the ministry writes in its written response to DR.
article_dagur_translated
Uttanríkisráðið vil tó ikki siga meira um hvat diplomatiska samskiftið snýr seg um, skrivar uttanríkisráðið í skrivliga svarinum til DR.
Sprotin has published the book "Veðursjúka 2", which Uni Arge has written.
article_dagur_translated
Sprotin hevur givið út bókina ”Veðursjúka 2”, sum Uni Arge hevur skrivað.
The book is an independent sequel to the book "Veðursjúka", which was published in 2023 and received several positive reviews.
article_dagur_translated
Bókin er sjálvstøðugt framhald av bókini ”Veðursjúka”, sum kom út í 2023 og fekk fleiri góð ummæli.
The middle-aged journalist who narrated "Veðursjúka" is still trying to understand existence and the world.
article_dagur_translated
Tann miðaldrandi tíðindamaðurin, sum segði frá í "Veðursjúka", roynir framvegis at skilja tilveruna og heimin.
He searches back into childhood, when life was active outdoors in storm as in calm, and no obesity was spreading among children and young people.
article_dagur_translated
Hann leitar aftur í barndómin, tá tilveran var virkið útilív í ódn sum í logn, og ongin fitisótt gjørdi um seg millum børn og ung.
He attends parliamentary sessions where young female members and older male members bicker about climate measures, and he observes farmers protesting that tourists are trampling the land.
article_dagur_translated
Hann møtir upp á tingi, har ungar tingkvinnur og eldri tingmenn keglast um veðurlagsátøk, og eygleiðir bøndur mótmæla, at ferðafólk kleyra landið niður.
Suddenly a storm breaks out, and a state of emergency prevails in the country.
article_dagur_translated
Brádliga brestur ódn á, og undantaksstøða valdar í landinum.
After the storm many things lie in the mud, houses leak in wind and rain, and fungus often plagues crops.
article_dagur_translated
Eftir ódnina liggur so mangt í sori, hús leka í eyri og seyri, og soppur plágar mangan heila.
He decides to go south to write his first poetry collection, but there he is about to collapse from the heat and from overheated news about forest fires.
article_dagur_translated
Hann ger av at fara suðureftir at skriva fyrsta yrkingasavnið, men har er hann um at kódna av hita og uppøstum tíðindum um skógareldar.
Norrøna is tonight lying off the Shetlands and anchored.
article_dagur_translated
Norrøna liggur í kvøld undir Hetlandi og krokar.
This is because the worst of the storm has passed.
article_dagur_translated
Hetta til tað ringasta illveðri er hasað av.
Norrøna was otherwise due to be in the harbour on Tuesday morning at half past seven, but will now not arrive in the harbour until tomorrow.
article_dagur_translated
Norrøna skuldi annars vera á Havnini í týsmorgunin klokkan hálvgun átta, men kemur nú ikki á Havnina fyrr enn í morgin.
It will be late Tuesday evening, says Henny á Líkagøtu, sales and marketing manager at Smyril Line, to VP.
article_dagur_translated
Tað verður seint týskvøldið, sigur Henny á Líkagøtu, sølu og marknaðarstjóri á Smyril Line, við VP.
Yesterday morning even more wind damages were reported after the storm with strong southwesterly winds, which were felt stronger in some places than others.
article_dagur_translated
Fyrrapartin í gjár komu enn fleiri vindskaðar eftir illveðrið við nógvum vindi av landnyðringi, sum merktist harðari á summum støðum enn øðrum.
Between half past eight and shortly after nine three reports of wind damage arrived in Vágur.
article_dagur_translated
Millum hálvgun níggu og nakað yvir níggju komu tríggjar fráboðanir um vindskaðar í Vági.
In one case it concerned a roof tile that had come loose, in another case a window had been sucked out of a house, and in the third case a house cladding had come loose.
article_dagur_translated
Í einum føri var talan um eina takblátu, ið varð loysnað, í einum øðrum var talan um eitt vindeygað, ið varð sogið úr einum húsum, og í triðja føri var talan um at ein húsaklædningur var loysnaður.
At Viðareið strong winds were also felt at that time.
article_dagur_translated
Á Viðareiði merktist eisini nógvur vindur um hetta mundið.
It was reported there that the ridge beam of the church was about to go.
article_dagur_translated
Har varð boðað frá, at ryggásin á kirkjuni var um at fara.
The last report about wind on this occasion came to the police around ten o'clock, where the roof covering of a house was about to blow off.
article_dagur_translated
Seinasta fráboðanin um vind á hesum sinni kom til løgregluna um 10-tíðina, har vindskeiðin á einum húsum stóð til at fara.
From the turn of the year the tax rate in Sunda municipality will be reduced by half a percentage point, from 20.95 down to 20.45 percent.
article_dagur_translated
Frá ársskiftinum verður skattaprosentið í Sunda kommunu lækkað við einum hálvum prosentstigi, úr 20,95 niður í 20,45 prosent.
At the same time the child allowance will increase by 1,500 kronur, from 6,500 to 8,000 kronur for each child.
article_dagur_translated
Samstundis hækkar barnafrádrátturin við 1.500 krónum, úr 6.500 til 8.000 krónur fyri hvørt barnið.
At the municipal council meeting yesterday the matter of lowering the tax and raising the child allowance was discussed with broader support across all committees.
article_dagur_translated
Á býráðsfundinum í gjár varð málið umrøtt um at lækka skattin og hækka barnafrádráttin við breiðari undirtøku í øllum nevndum.
An amendment proposal to lower the tax by 0.5 percentage points instead of the 0.25 points that had been recommended was approved.
article_dagur_translated
Eitt broytingaruppskot um at lækka skattin við 0,5 prosentstigum heldur enn 0,25 stigum, ið varð tilmælt, varð samtykt.
The change is an important measure to ease the financial burden on residents and families with children in Sunda municipality.
article_dagur_translated
Broytingin er ein týðandi liður í at lætta um fíggjarliga hjá borgarunum og barnafamiljum í Sunda kommunu.
The budget for 2025 includes investments of 45.6 million kronur.
article_dagur_translated
Fíggjarætlanin fyri 2025 umfatar íløgur fyri 45,6 milliónir krónur.
The largest projects include land subdivisions, the medical consultation at Norðskáli, Hvalvík school, wastewater systems in Tjørnuvík and Saksun, winter maintenance, cemeteries at Norðskáli and in Hósvík, boat harbors at Oyrarbakki and in Hósvík, the nature grove, and roads and access ways.
article_dagur_translated
Størstu verkætlanirnar fevna um útstykkingar, læknaviðtaluna við Norðskála, Hvalvíkar skúla, spillvatnskipan í Tjørnuvík og Saksun, vetrarfriðing, kirkjugarðar við Norðskála og í Hósvík, bátahyljar á Oyrarbakka og í Hósvík, náttúrulundina og vegir og lendisgøtur.
Furthermore, emphasis is placed, among other things, on improving the outdoor area of the daycare sector, strengthening maintenance of buildings, and undertaking initiatives in preparedness, business areas, recreation and the green energy transition, as well as reinforcing the supply unit, writes Sunda municipality on ...
article_dagur_translated
Harumframt er dentur m.a. lagdur á at betra um uttanumøkið á dagstovnaøkinum, styrkja viðlíkahaldið av bygningum, og gera átøk innan tilbúgving, vinnuøki, fríðkan og grøna orkuskiftið, umframt at styrkja um veitingareindina, skrivar Sunda kommunu á heimasíðuni.
A new Faroese, Danish and Canadian research project brings new knowledge about why muscles fatigue when we perform intense efforts.
article_dagur_translated
Nýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kemur við nýggjari vitan um, hví vøddar møðast, tá vit taka ódnartøk.
I have for more than 25 years researched why muscles fatigue from hard work, so these are very exciting results for me, says Magni Mohr, researcher at the University Centre.
article_dagur_translated
Eg havi í meira enn 25 ár granskað, hví vøddar møðast av hørðum arbeiði, so hetta eru sera spennandi úrslit fyri meg, sigur Magni Mohr, granskari á Setrinum
Magni Mohr, professor in work and sports physiology at the University of the Faroe Islands, is the lead author of a new article in the journal.
article_dagur_translated
Magni Mohr, professari í arbeiðs- og ítróttafysiologi á Fróðskaparsetri Føroya, er høvuðsrithøvundi í nýggjari grein í tíðarritinum
The article
article_dagur_translated
Greinina
He has written it together with Jeppe F. Vigh-Larsen and Kristian Overgaard from Aarhus University, and Sara M. Frangos and Graham P. Holloway from the University of Guelph in Canada.
article_dagur_translated
Hann hevur skrivað saman við Jeppe F. Vigh-Larsen og Kristian Overgaard frá Aarhus Universitet, og Sara M. Frangos og Graham P. Holloway frá University of Guelph úr Kanada.
We all know it when we walk quickly up a steep slope in the mountains and the muscles burn.
article_dagur_translated
Vit kenna tað øll, tá vit ganga skjótt í brattari brekku í fjøllunum, og tað brennur í vøddunum.
We practice sports at full speed or work physically hard, and we are unable to develop the force we want.
article_dagur_translated
Vit íðka ítrótt við fullari ferð ella arbeiða kropsliga hart, og vit megna ikki at menna tað kraftina, sum vit vilja.
This is muscle fatigue, or what people commonly call "acidification," although the fatigue does not come from the lactic acid that is often referred to, says Magni Mohr about the research and the article.
article_dagur_translated
Hetta er vøddamøði, ella tað, sum í fólkamunni kallast at “sýra til”, hóast møðin ikki kemur av tí mjólkasýru, sum sipað verður til, sigur Magni Mohr um granskingina og greinina.
In the 1970s and 1980s it was shown in animal models that disturbances in the sodium and potassium balance in muscles can prevent the muscle components from contracting and producing force.
article_dagur_translated
Í 1970- og 1980-unum varð víst í djóramodellum, at órógv í natrinum- og kaliumjavnvágini í vøddunum kann forða evnunum hjá vøddunum at taka seg saman og menna kraft.
The disturbance causes the electrical impulses that activate the muscle to stop.
article_dagur_translated
Órógvin ger, at elektriskir impulsir, sum kveikja vøddan, steðga upp.
This hypothesis was investigated in working humans in the 1990s, and around the turn of the century I, together with colleagues at the University of Copenhagen, helped to show with direct measurements in working muscles that muscle fatigue appears to be linked to the muscle losing potassium.
article_dagur_translated
Hetta ástøðið varð kannað í arbeiðandi fólki í 1990-unum, og um aldarskiftið var eg saman við starvsfeløgunum á Københavns Universitet við til at vísa við beinleiðis mátingum í arbeiðandi vøddum, at vøddamøði tykist hanga saman við, at vøddin missir kalium.
This has been further investigated by several research groups over the past 25 years, says Magni.
article_dagur_translated
Hetta er kannað víðari av fleiri granskingarbólkum seinastu 25 árini, sigur Magni.
Muscles have a protein in the muscle membrane called the sodium-potassium pump.
article_dagur_translated
Vøddar hava eitt protein í vøddahinnuni, sum eitur natrium-kalium-pumpan.
This protein attempts to maintain the sodium and potassium balance in the muscles, and especially under hard work the balance is strained.
article_dagur_translated
Hetta protein roynir at viðlíkahalda natrium- og kaliumjavnvágini í vøddunum, og serliga undir hørðum arbeiði verður javnvágin strongd.
That means the better the sodium-potassium pump functions, the better the muscle can delay the disturbance that occurs in the sodium and potassium balance during hard work.
article_dagur_translated
Tað vil siga, at tess betur natrium-kaliumpumpan virkar, tess betur megnar vøddin at útseta ta órógv, sum hendir í natrium- og kaliumjavnvágini undir hørdum arbeiði.
Researchers have in recent many years tried to examine whether the maximal activity of the sodium-potassium pump is affected by muscle work.
article_dagur_translated
Granskarar hava seinastu mongu árini roynt at kanna um mesta virknið í natrium-kaliumpumpuni verður ávirkað av vøddaarbeiði.
In the new study it has for the very first time been shown that using a completely new method developed by physiologists in Canada, the maximal activity of the sodium-potassium pump decreases significantly during intense interval exercise, as we know it from ball sports.
article_dagur_translated
Í nýggju kanningini hava á fyrsta sinni nakrantíð víst, at við at brúka eina heilt nýggja metodu, sum fysiologar í Kanada hava ment, at mesta virknið í natrium-kaliumpumpuni minkar munandi undir intensum intervalarbeiði, sum vit kenna tað frá bóltítróttum.
It was also shown that the reduced activity of the pump is present five hours after the exercise, and that the muscle's ability to generate force is also impaired during the same period.
article_dagur_translated
Eisini varð víst, at tarnandi virknið í pumpuni er til staðar fimm tímar eftir arbeiðið, og at evnini hjá vøddanum at menna kraft eisini eru tarnað sama tíðarskeið.
Thus there are now stronger tests regarding the role of the sodium-potassium pump in muscle fatigue.
article_dagur_translated
Tískil eru sterkari próvførslur nú um leiklutin hjá natrium-kaliumpumpuni í vøddamøði.
The study also shows that access to muscle sugar (glycogen) does not appear to affect the sodium-potassium pump, explains Magni Mohr.
article_dagur_translated
Kanningin vísir eisini, at atgongdin til vøddasukur (glykogen) ikki sær út til at ávirka natrium-kaliumpumpuna, greiðir Magni Mohr frá.
In order to be able to develop physical training procedures and other things that improve physical performance, muscle fatigue is indeed fundamentally important to understand.
article_dagur_translated
Fyri at kunna menna kropsligar venjingarmannagongdir og annað, ið betrar kropslig avrik, so er vøddamøði jú heilt grundleggjandi at skilja.
In this study we show that the sodium-potassium pump is negatively affected by hard work, likely because the protein undergoes structural changes, and that the protein or enzyme does not work as it should for several hours after hard work.
article_dagur_translated
Í hesi kanningini vísa vit, at natrium-kaliumpumpan verður negativt ávirkað av hørdum arbeiði, ivaleyst tí at proteinið broytist strukturelt, og at proteinið ella enzymið ikki virkar, sum tað eigur fleiri tímar eftir hart arbeiði.
Therefore this is basic research that gives us new knowledge about muscle fatigue, but which also guides us forward in our research, says Magni Mohr.
article_dagur_translated
Tískil er hetta grundgransking, sum gevur okkum nýggja vitan um vøddamøði, men sum eisini leiðir okkum fram í okkara gransking, sigur Magni Mohr.
Those in the research team are now conducting follow-up studies.
article_dagur_translated
Tey í granskingartoyminum gera nú uppfylgjandi kanningar.
They are currently investigating whether microtears and heat stress in the muscle, which occur among other things in ball and racquet sports, contribute to damaging the sodium-potassium pump so that the protein does not function as it should.
article_dagur_translated
Tey kanna í løtuni, um mikroskaðar og brunastøða í vøddanum, sum m.a. henda í bólt- og ketsjaraítróttum, eru við til at skaða natrium-kalinumpunpuna soleiðis, at proteinið ikki virkar, sum tað skal.
On Friday, November 29 researchers at the History and Social Sciences Department of the University of the Faroe Islands will present a report that analyzes the relations between the Faroe Islands and Russia.
article_dagur_translated
Fríggjadagin 29. november leggja granskarar á Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetrinum fram rit, sum greinar viðurskiftini millum Føroyar og Russland.
The report is funded by the research program FASDiNA (Foreign Affairs, Security, and Defence Policy in the North Atlantic), which is administered by the Research Council.
article_dagur_translated
Frágreiðingin er fíggjað av granskingarskránni FASDINA (Foreign Affairs, Security, and Defence Policy in the North Atlantic), sum Granskingarráðið umsitir.
The report analyzes the relations and addresses various aspects of the relations between the two countries.
article_dagur_translated
Frágreiðingin greinar viðurskiftini og viðger ymiskar tættir í viðurskiftunum landanna millum.
The authors of the report are Heini í Skorini, lecturer in international politics; Hans Ellefsen, lecturer in economics; Tór Marni Weihe, research assistant and cand.mag. in Russian affairs; Flemming Splidsboel, an expert in Russian affairs at the Danish Institute for International Studies; and Páll Holm Johannesen, a ...
article_dagur_translated
Høvundarnir, sum hava gjørt frágreiðingina, eru Heini í Skorini, lektari í altjóða politikki, Hans Ellefsen, lektari í búskaparfrøði, Tór Marni Weihe, granskingarhjálpari og cand.mag. í russiskum viðurskiftum, Flemming Splidsboel, serfrøðingur í russiskum viðurskiftum á Dansk Institut for Internationale Studier, og Pál...
One section deals with changes in Faroese policy toward Russia from 2014, when Russia annexed the Crimean Peninsula, to February 2022, when Russia invaded the rest of Ukraine.
article_dagur_translated
Ein partur snýr seg um broytingarnar í føroyska russlandspolitikkinum frá 2014, tá Russland hertók Krim-hálvoynna, til februar 2022, tá Russland gjørdi innrás í alt Ukraina.
Another section analyzes Russian interests and national Russian strategies, including regarding the Arctic and the North Atlantic, Russia’s maritime strategy, and the Russian ambitions to achieve national self-sufficiency in food production.
article_dagur_translated
Ein annar partur greinar russisk áhugamál og nationalar russiskar strategiir, m.a. viðvíkjandi Arktis og Norðuratlantshavi, maritimu strategi Russlands og russisku ambitiónini um at røkka nationalum sjálvbjargni viðvíkjandi matvøruframleiðslu.
This means that Russia intends to become independent of imports, which over time could impact Faroese export companies.
article_dagur_translated
Tað merkir, at Russland hevur ætlanir um at gera seg óheft av innflutningi, ið, sum frá líður, kann raka føroyskar útflutningsfyritøkur.
A third section analyzes the fisheries agreement between the Faroe Islands and Russia, which has been renewed every year since 1977.
article_dagur_translated
Ein triði partur greinar fiskiveiðuavtaluna millum Føroyar og Russland, sum hevur verið endurnýggjað á hvørjum ári síðani 1977.
The analysis shows that the agreement has produced a surplus for the Faroe Islands in recent years, but not in 2024.
article_dagur_translated
Greiningin vísir, at avtalan hevur givið Føroyum yvirskot seinnu árini, men ikki í 2024.
The reason the agreement no longer yields a surplus is the declining quota in the Barents Sea and rising prices for mackerel, which Russians in exchange fish in Faroese waters.
article_dagur_translated
Orsøkin til, at avtalan ikki longur gevur yvirskot, er minkandi kvotan í Barentshavinum og hækkandi prísir á makreli, sum russar í umbýti fiska í føroyskim sjógvi.
A fourth section analyzes how the partial port ban affects those parts of the business sector that have supplied the Russian fleet in Faroese waters with goods and services.
article_dagur_translated
Ein fjórði partur greinar, hvussu lutvísi havnastongsilin ávirkar teir partar av vinnulívinum, sum hava veitt russiska flotanum í føroyskum sjógvi vørur og tænastur.
The restrictive measures are noticeable, and companies believe that the Faroe Islands should to a greater extent have done as Norway did: tighten surveillance of Russian ships, but impose fewer restrictions on which ships may use selected Norwegian ports.
article_dagur_translated
Avmarkandi tiltøkini merkjast, og fyritøkur halda, at Føroyar í størri mun áttu at gjørt sum Noreg: Hert eftirlitið við russiskum skipum, men færri avmarkingar á, hvørji skip kunnu brúka útvaldar norskar havnir.
The event on the morning of November 29 is divided into two parts.
article_dagur_translated
Tiltakið fyrrapartin 29. november er býtt upp í tveir partar.