en stringlengths 1 10.6k | source stringclasses 4
values | fo stringlengths 1 10.3k |
|---|---|---|
Among other things, the police have spoken with children at the school. | article_dagur_translated | Løgreglan hevur millum annað tosað við børn í skúlanum. |
There was suspicion that children attached paper to a storage room on the school's ground floor. | article_dagur_translated | Illgruni var um, at børn festu í pappír á einum vesi á niðastu hædd skúlans. |
No conclusion has yet been reached regarding this. | article_dagur_translated | Eingin niðurstøða er tó gjørd hesum viðvíkjandi. |
In December there were just over one hundred more people in the workforce compared with the same month the year before. | article_dagur_translated | Í desember vóru sløk hundrað fólk fleiri í starvsfólkaskaranum samanborið við sama mánað árið fyri. |
That corresponds to an increase of 0.3 percent. | article_dagur_translated | Tað svarar til ein vøkstur upp á 0,3 prosent. |
This is a weaker growth than in previous years. | article_dagur_translated | Hetta er ein lakari vøkstur enn undanfarin ár. |
This is reflected, among other things, by the fact that the number of workers without residential ties has not grown as much as in previous years. | article_dagur_translated | Tað sæst í hesum sambandi millum annað, at talið av starvsfólkum uttan bústaðartilknýti ikki er vaksið eins og nógv, sum undanfarin ár. |
In December there were about 15,500 men and just under 14,750 women in the workforce. | article_dagur_translated | Í desember vóru um 15.500 menn og knapt 14.750 kvinnur í starvsfólkaskaranum. |
Compared with December the year before there was almost no change among women, who were three fewer. | article_dagur_translated | Samanborið við desember árið fyri var næstan eingin broyting hjá kvinnum, sum vóru tríggjar færri. |
The men were almost one hundred more, which corresponds to an increase of 0.6 percent. | article_dagur_translated | Menninir vóru næstan hundrað fleiri, sum svarar til ein vøkstur upp á 0,6 prosent. |
In December just over 60 percent of the workforce worked for employers in private ownership. | article_dagur_translated | Í desember arbeiddu sløk 60 prosent av starvsfólkunum hjá arbeiðsgevara undir privatum ræði. |
Just over 40 percent worked for employers in public ownership, which includes public institutions and publicly owned companies. | article_dagur_translated | Góð 40 prosent arbeiddu hjá arbeiðsgevara undir almennum ræði, ið fevnir um almennar stovnar og almenn partafeløg. |
Of the women in the workforce, just over 60 percent worked for employers in public ownership in December. | article_dagur_translated | Av kvinnunum í starvsfólkaskaranum arbeiddu góð 60 prosent hjá arbeiðsgevara undir almennum ræði í desember. |
The trend below shows that this is the group that has grown relatively the most in recent years. | article_dagur_translated | Gongdin niðanfyri vísir, at hetta er tann bólkurin, ið er vaksin lutfalsliga mest tey seinastu árini. |
Women who work for employers in private ownership, by contrast, have had a negative trend over the past two years. | article_dagur_translated | Kvinnur, ið arbeiða hjá arbeiðsgevara undir privatum ræði, hava harafturímóti havt eina negativa gongd tey seinastu tvey árini. |
The picture is different for men. | article_dagur_translated | Hjá monnum er myndin øðrvísi. |
Three out of four men work for employers in private ownership. | article_dagur_translated | Tríggir av fýra monnum arbeiða hjá arbeiðsgevara undir privatum ræði. |
The trend in the chart shows that they have steadily become more numerous in recent years. | article_dagur_translated | Gongdin á grafinum vísur, at teir eru vorðnir støðugt fleiri seinastu árini. |
The number of men who work for employers in public ownership is more stable. | article_dagur_translated | Talið av monnum, sum arbeiða hjá arbeiðsgevara undir almennum ræði, er meira støðugt. |
Compared with December the year before, most additional employees were in the industries "Public administration and defense" and "Health and social work". | article_dagur_translated | Samanborið við desember árið fyri, komu flest starvsfólk í vinnugreinarnar "Almenn fyristing og verja" og "Heilsu- og almannaverk". |
More than one hundred employees were added in each of these two industries. | article_dagur_translated | Fleiri enn hundrað starvsfólk vóru løgd afturat í hesum báðum vinnugreinunum. |
In particular, it is apparent that the number of employees in "Activities in institutions" under "Health and social work" has grown a lot. | article_dagur_translated | Serliga sæst, at starvsfólkatalið í "Virksemi á stovnum" undir "Heilsu- og almannaverk" er vaksið nógv. |
They are almost 7 percent more than in December 2023, or just under 150 more employees. | article_dagur_translated | Tey eru næstan 7 prosent fleiri enn í desember í 2023 ella knapt 150 fleiri starvsfólk. |
Conversely, "Manufacturing" had the largest decrease in employees both in number and proportionally. | article_dagur_translated | Umvent hevði "Framleiðsluvinna" størstu minking av starvsfólkum bæði í tali og lutfalsliga. |
In the manufacturing industry there were about 160, or 4.8 percent, fewer employees in December compared with the year before. | article_dagur_translated | Í framleiðsluvinnuni vóru starvsfólkini góð 160 ella 4,8 prosent færri í desember í mun til árið fyri. |
Dec 2023 – Dec 2024 | article_dagur_translated | des 2023 – des 2024 |
To have Faroese residential ties one must have lived half of one's life or 7 out of 10 consecutive years in the Faroe Islands at some point in one's life. | article_dagur_translated | Fyri at hava føroyskt bústaðartilknýti skal ein hava búð helvtina av lívinum ella 7 út av 10 samanhangandi árum í Føroyum eina ferð í lívinum. |
In recent years there have been considerably more people in the workforce who do not have Faroese residential ties. | article_dagur_translated | Seinastu árini eru tey vorðin munandi fleiri í starvsfólkaskaranum, sum ikki hava føroyskt bústaðartilknýti. |
This growth has now weakened. | article_dagur_translated | Hesin vøksturin er nú viknaður. |
In December there were just under 20 employees, or just under 1 percent, more compared with 2023. | article_dagur_translated | Í desember vóru tað knapt 20 starvsfólk ella knapt 1 prosent fleiri í mun til 2023. |
The increase from December 2022 to December 2023 was about 110 persons, which corresponds to just under 6 percent. | article_dagur_translated | Vøksturin frá desember 2022 til desember 2023 var góð 110 persónar, sum svarar til knapt 6 prosent. |
The difference between December 2021 and 2022 was 24 percent. | article_dagur_translated | Munurin millum desember 2021 og 2022 var 24 prosent. |
The number of part-time jobs was just under 20 percent lower in the Christmas month compared with the year before. | article_dagur_translated | Talið av hjástørvum var knapt 20 prosent lægri í jólamánaðinum samanborið við árið fyri. |
The average number of positions per employee was still just above 1.2. | article_dagur_translated | Miðaltalið av størvum fyri hvørt starvsfólk lá tó beint yvir 1,2. |
That is roughly the same as in previous months. | article_dagur_translated | Tað er á leið tað sama sum undanfarnu mánaðirnar. |
The measures of positions and employers are explained in the box below the article. | article_dagur_translated | Mátini um størv og arbeiðsgevarar eru greidd frá í kassanum niðanfyri greinina. |
There were several traffic incidents last night, all of which concerned speed. | article_dagur_translated | Fleiriferðslumál vóru í gjárkvøldið, har øll snúði seg um ferð. |
The case in the Eysturoy Tunnel also involved an overtaking. | article_dagur_translated | Í málinum í Eysturoyartunlinum var eisini ein yvirháling uppí. |
According to the duty officer at the police station in Tórshavn, it was a reckless and dangerous overtaking in the sub-sea tunnel—and it is of course always illegal to overtake in tunnels. | article_dagur_translated | Sambært vaktleiðaranum á løgreglustøðini í Havn var talan um skilaleysa og vandamikla yvirháling í undirsjóvartunlinum - og tað er jú altíð ólógligt at yvirhála í tunlum |
The police received a report about it, obtained data and the license plate number, and were then ready with two patrols; among other things in case the driver was to drive back the other way in the tunnel. | article_dagur_translated | Løgreglan fekk fráboðan um hesa, fekk tøl og nummar á nummarplátuni og var síðani til reiðar við tveimum patruljum; millum annað um bilførarin skuldi koyra hinvegin í tunlinum aftur. |
The person did this, and it was also evident. | article_dagur_translated | Hetta gjørdi viðkomandi, og tað var eisini eyðsæð. |
The car was measured at 175 km/h, and the driver lost their driving license on the spot (it was taken administratively). | article_dagur_translated | Bilurin varð máldur at koyra 175 km/t, og bilførarin misti koyrikortið á staðnum (Varð tikið "administrativt). |
As a result, the driver whose license was taken had to leave the car at the scene. | article_dagur_translated | Harvið skuldi tikni bilførarin seta bilin á staðnum. |
Three other drivers were very close to receiving a conditional revocation. | article_dagur_translated | Tríggir aðrir bilførarar vóru ógvuliga nær við fáa treytaða frádøming. |
Two were stopped for driving just under 80 km/h in built-up areas—one in Sandur and the other on Glyvursvegur in Argir. | article_dagur_translated | Tveir vórðu steðgaðir fyri at koyra beint undir 80 km/t í bygdum øki - annar á Sandi og hin á Glyvursvegi á Argjum. |
This results in license points and a fine. | article_dagur_translated | Hetta gevur klipp og bót. |
Had it been over 80 km/h, it would have been a conditional revocation. | article_dagur_translated | Hevði tað verið yvir 80 km/t, so helt talan verið um treytaða frádøming. |
The person who drove 113 km/h in Eysturoy did not have to press the accelerator much harder to have received it. | article_dagur_translated | Persónurin, sum koyrdi 113 km/t í Eysturoynni, skuldi ikki havt traðkað nógv meiri á spitaran fyri at hava fingið tað. |
A few percent are deducted, so the person ended up just under 110 km/h, which is the threshold for conditional revocation. | article_dagur_translated | Nøkur prosent verða tikin av, so viðkomandi endaði beint undir 110 km/t, sum er markið fyri treytaða frádøming. |
This therefore also results in a fine and license points. | article_dagur_translated | Harvið eisini bót og klipp. |
The weather has caused many challenges for traffic around the country so far in 2025, and again last night the Public Works Department had to issue a warning. | article_dagur_translated | Veðrið hevur givið nógvar avbjóðingar fyri ferðsluna kring landið higartil í 2025, og aftur í gjárkvøldið noyddist Landsverk at ávara. |
This was because there was a great deal of debris, and gutters and drains in places could not cope. | article_dagur_translated | Hetta var, tí at sera nógv avfall var, og at veitir og tvørrennir í støðum ikki megnaðu at fylgja. |
As a result the water level on the road rose, as was seen in various places over the weekend. | article_dagur_translated | Harvið vaks vatnstøðan á vegnum, eins og man sá ymsastaðni um vikuskifti. |
The duty officer at the police station in Tórshavn reported this morning that there were particularly problems on two stretches. | article_dagur_translated | Vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn upplýsir fyrrapartin, at tað serliga vóru trupulleikar á tveimum strekkjum. |
These were between Stykkið and Leynar and also between Kalbak and Kalbaksbotn. | article_dagur_translated | Hetta var millum Stykkið og Leynar umframt millum Kalbak og Kalbaksbotni. |
Between Kalbaksbotn it was especially bad right by a river, and it was impossible to drive there for a while. | article_dagur_translated | Millum Kalbaksbotn var tað serliga galið beint við eina á, og tað bar ikki til at koyra har eina løtu. |
The police also received two reports of rocks on the road. | article_dagur_translated | Løgreglan fekk eisini tvær fráboðanar um grót á vegnum. |
One came from Hundsarabotn on Tuesday evening. | article_dagur_translated | Onnur kom úr Hundsarabotni týskvøldið. |
This was apparently cleared in due course. | article_dagur_translated | Hetta kom sum skilst í rættlag aftur. |
Last night a report came in about a large boulder on the road Uppi á Helvtini on the Oyndarfjord road. | article_dagur_translated | Í nátt kom fráboðan um ein stóran stein á vegnum Uppi á Helvtini á Oyndarfjarðarvegnum. |
The duty officer said a short time later that cars can pass, and that a machine is needed to move the boulder. | article_dagur_translated | Vaktleiðarin segði fyri løtu síðani, at bilar sleppa framvið, og at ein maskina skal til fyri at flyta steinin. |
For the second time this parliamentary session the government affairs committee will consider a complaint about a government minister. | article_dagur_translated | Fyri aðru ferð hesa tingsetuna skal landsstýrismálanevndin viðgera eina kæru um eitt landsstýrisfólk. |
It has been eight months since Árni Skaale, a member of parliament for the People's Party, filed a complaint against Dennis Holm. | article_dagur_translated | Tað eru átta mánaðir síðani, at Árni Skaale, tingmaður Fólkafloksins, kærdi Dennis Holm. |
The reason was that the minister of finance had allocated quotas that he did not have the authority to grant. | article_dagur_translated | Orsøkin var, at landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hevði latið kvotur, sum hann ikki hevði heimild til. |
The matter concerned 35,000 tons of blackfish as a communal quota with a cap. | article_dagur_translated | Talan var um 35.000 tons av svartkjafti sum felagskvotu við hámarki. |
The government affairs committee met last week with Kristina Samuelsen. | article_dagur_translated | Landsstýrismálanevndin hittust í síðstu viku við Kristinu Samuelsen. |
The lawyer has given their advice, but it is Hans Jacob Thomsen, Hanna Jensen and Bárður á Steig Nielsen who must make the final decision. | article_dagur_translated | Advokaturin er komin við sínum ráðum, men tað eru Hans Jacob Thomsen, Hanna Jensen og Bárður á Steig Nielsen, ið skulu taka eina endaliga avgerð. |
There will be a meeting of the committee tomorrow, Thursday, January 15. | article_dagur_translated | Fundur verður í nevndini í morgin, hósdagin 15. januar. |
This is reported by Kringvarp Føroya (the public broadcaster). | article_dagur_translated | Hetta skrivar Kringvarpið. |
After that it will become clearer whether this case will have consequences for Dennis Holm. | article_dagur_translated | Eftir hann verður meira greitt, um hetta málið fær avleiðingar fyri Dennis Holm. |
The University of the Faroe Islands is governed by a board, which is the institution's highest authority, and is responsible for the institution's operations to the minister. | article_dagur_translated | Fróðskaparsetur Føroya verður stjórnað av einum stýri, sum er evsti myndugleiki Setursins, og hevur ábyrgdina av virkseminum á stovninum mótvegis landsstýrismanninum. |
According to Article 9 of Parliamentary Act No. 58 of 9 June 2008, as most recently amended by Parliamentary Act No. 51 of 8 May 2012, the board is appointed by the minister, who appoints seven board members and seven deputy members for a four-year term, except for the student representative, who is appointed annually. | article_dagur_translated | Sambært grein 9 í løgtingslóg nr. 58 frá 9. juni 2008, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 51 frá 8. mai 2012, verður stýrið tilnevnt av landsstýrismanninum, ið tilnevnir sjey stýrislimir og sjey varalimir fyri eitt fýra ára skeið, tó undantikið umboðnum fyri tey lesandi, sum verður tilnevnt árliga. |
According to § 9(2), board members and deputy members are appointed as follows: | article_dagur_translated | Sambært § 9, stk. 2 verða stýrislimir og varalimir tilnevndir soleiðis: |
Four members and four deputy members are appointed externally by decision of the minister. | article_dagur_translated | Fýra limir og fýra varalimir verða tilnevndir uttaneftir eftir landsstýrismansins avgerð. |
Two board members and two deputy members are appointed on the recommendation of the permanently employed staff at the University of the Faroe Islands. | article_dagur_translated | Tveir stýrislimir og tveir varalimir verða tilnevndir eftir tilmæli frá starvsfólkunum í føstum starvi á Fróðskaparsetri Føroya. |
One board member and one deputy member are appointed on the recommendation of the students. | article_dagur_translated | Ein stýrislimur og ein varalimur verða tilnevndir eftir tilmæli frá teimum lesandi. |
The external members who are chosen must have a university education or equivalent, and together must have solid knowledge of and good insight into university education and research, as well as leadership experience from both business and administration. | article_dagur_translated | Teir uttanhýsis limir, sum verða valdir, skulu hava universitetsútbúgving ella samsvarandi, og skulu til samans hava holla vitan um og gott innlit í universitetsútbúgving og gransking, umframt eisini at hava leiðsluroyndir frá bæði vinnu og umsiting. |
External members and deputy members appointed by decision of the minister: | article_dagur_translated | Uttanhýsis limir og varalimir eftir landsstýrismansins avgerð: |
Ólavur Ellefsen, CEO of Flowcore (reappointment) | article_dagur_translated | Ólavur Ellefsen, stjóri í Flowcore (afturval) |
Deputy: Steinbjørn Hardlei, project manager at the Child Project | article_dagur_translated | Varalimur: Steinbjørn Hardlei, verkætlanarstjóri á Barnaverkætlanini |
Deputy: Birita Wardum, city architect in Tórshavn Municipality | article_dagur_translated | Varalimur: Birita Wardum, býararkitektur í Tórshavnar Kommunu |
Anders Bjarklev, rector of the Technical University of Denmark (reappointment) | article_dagur_translated | Anders Bjarklev, rektari á Danmarks Tekniske Universitet (afturval) |
Deputy: Elena D’Amelio, professor of media studies at the University of San Marino and expert in the European Higher Education Area | article_dagur_translated | Varalimur: Elena D’Amelio, professari í miðlafrøði á universitetinum í San Marino og serfrøðingur í European Higher Education Area |
Elaine Munthe, dean at the Knowledge Center for Education and professor of pedagogy at the University of Stavanger (reappointment) | article_dagur_translated | Elaine Munthe, dekanur á Kunnskabssenter for utdanning og professari í pedagogikki á universitetinum í Stavanger (afturval) |
Deputy: Ragnheiður H. Magnúsardóttir, director at Maggar in Iceland and expert in technology and entrepreneurship | article_dagur_translated | Varalimur: Ragnheiður H. Magnúsardóttir, stjóri í Maggar í Íslandi og serfrøðingur í tøkni og íverksetan |
Members and deputies on the recommendation of the University of the Faroe Islands: | article_dagur_translated | Limir og varalimir eftir tilmæli frá Fróðskaparsetri Føroya: |
Annika Helgadóttir Davidsen, assistant professor in psychology, Department of Health and Nursing Sciences | article_dagur_translated | Annika Helgadóttir Davidsen, adjunktur í sálarfrøði, Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi |
Deputy: Sigurd Christiansen, assistant professor in chemistry, Faculty of Natural Sciences | article_dagur_translated | Varalimur: Sigurd Christiansen, adjunktur í evnafrøði, Náttúruvísindadeildin |
Sonja Olsen, PhD researcher in pedagogy, School of Educational Sciences | article_dagur_translated | Sonja Olsen, ph.d.-vísindastarvsfólk í námsfrøði, Námsvísindadeildin |
Deputy: Regin Djurhuus Hammer, PhD researcher in economics, Department of History and Social Sciences. | article_dagur_translated | Varalimur: Regin Djurhuus Hammer, ph.d.-vísindastarvsfólk í búskaparfrøði, Søgu og samfelagsdeildin. |
Harriet Felicia Reistad Dam, student at the Faculty of Natural Sciences | article_dagur_translated | Harriet Felicia Reistad Dam, lesandi á Náttúruvísindadeildini |
Deputy: Sigmund Zachariassen, student at the Department of History and Social Sciences | article_dagur_translated | Varalimur: Sigmund Zachariassen, lesandi á Søgu- og samfelagsdeildini |
The new board organizes itself at its first meeting, which will be on 13 February 2025. | article_dagur_translated | Nýggja stýrið skipar seg á fyrsta fundi, sum verður 13. februar 2025. |
For the first time ever, the Faroe Islands have received a children's film festival. | article_dagur_translated | Fyri fyrstu ferð nakrantíð hava Føroyar fingið ein barnafilmsfestival. |
This is to be celebrated. | article_dagur_translated | Hetta skal fagnast. |
This is confirmed by Norðurlandahúsið, which will be one of the hosts on its website. | article_dagur_translated | Tað staðfestir Norðurlandahúsið, sum verður ein av vertunum á heimasíðu sínari. |
The Faroese festival will open now on Friday, January 17. | article_dagur_translated | Føroyski festivalurin verður settur nú fríggjadagin 17. januar. |
This will be from 5 PM in the foyer. | article_dagur_translated | Hetta frá klokkan 17 í forhøllini. |
The well-known band DJ Kingz will start the film festival with a bang. | article_dagur_translated | Vælumtókti tónleikabólkurin DJ Kingz byrja filmsfestivalin við einum braki. |
Entertainment for all children and childlike souls. | article_dagur_translated | Undirhald fyri øll børn og barnsligar sálir. |
Subsets and Splits
No community queries yet
The top public SQL queries from the community will appear here once available.