en stringlengths 1 10.6k | source stringclasses 4
values | fo stringlengths 1 10.3k |
|---|---|---|
He added that Biden is being briefed daily on the progress in Qatar, Ritzau writes. | article_dagur_translated | Hann legði afturat, at Biden dagliga verður kunnaður um gongdina í Katar, skrivar Ritzau. |
In the telephone call Biden emphasized the importance of quickly achieving a ceasefire in Gaza, securing the release of hostages, and getting more humanitarian aid into Gaza, and the Israeli prime minister thanked Biden for the support the U.S. has given Israel. | article_dagur_translated | Í telefonsamrøðuni vísti Biden á týdningin av at fáa vápnahvíld í Gaza alt fyri eitt, at fáa gíslar leysnatnar og at fáa meira neyðhjálp inn í Gaza, og ísraelski forsætisráðharrin takkaði Biden fyri stuðulin, sum USA hevur latið Ísrael. |
In a week, on January 20, Donald Trump will be sworn in as the new U.S. president, but according to Sullivan there is a possibility that a ceasefire agreement will be made before Biden leaves the White House. | article_dagur_translated | Um eina viku, 20. januar, verður Donald Trump tikin í eið sum nýggjur forseti í USA, men sambært Sullivan er møguleiki fyri, at ein avtala um vápnahvíld verður gjørd, áðrenn Biden fer úr Hvítu Húsunum. |
The Ukrainian president, Volodymyr Zelenskyy, wants to exchange prisoners of war with North Korea. | article_dagur_translated | Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj vil býta um krígsfangar við Norðurkorea. |
On Saturday Zelenskyy announced that Ukrainian military units had captured two North Korean soldiers in the Russian Kursk region, where North Koreans are fighting alongside Russians. | article_dagur_translated | Leygardagin boðaði Zelenskyj frá, at ukrainskar herdeildir høvdu tikið tveir norðurkoreanskar hermenn til fanga í russiska Kursk-landslutinum, har norðurkoreanarar stríðast saman við russum. |
They were injured and have received necessary medical assistance in Kyiv, the Ukrainian president said. | article_dagur_translated | Teir vórðu særdir og hava fingið neyðuga hjálp í Kyiv, segði ukrainski forsetin. |
These reports have not, however, been confirmed by independent sources, writes Ritzau. | article_dagur_translated | Hesi tíðindi eru tó ikki váttað av óheftum keldum, skrivar Ritzau. |
Ukraine is willing to allow the North Korean military personnel to return home if North Korea can ensure that Russia will release Ukrainian prisoners of war, Zelenskyy said, adding that it is only a matter of time before Ukrainians succeed in capturing more North Koreans. | article_dagur_translated | Ukraina er sinnað at loyva teimum norðurkoreansku herfólkunum at sleppa heimaftur, um Norðurkorea kann syrgja fyri, at Russland fer at leyslata ukrainskar krígsfangar, sigur Zelenskyj, sum leggur afturat, at tað er bert ein spurningur um tíð, áðrenn tað eydnast ukrainum at fáa fatur á fleiri norðurkoreanarum. |
It is estimated that about 11,000 North Koreans are fighting in Kursk. | article_dagur_translated | Mett verður, at umleið 11.000 norðurkoreanarar stríðast í Kursk. |
The first personnel from North Korea arrived in Russia in the autumn, and according to South Korean intelligence at least 300 have died while 2,700 have been wounded, writes the Kyiv Independent. | article_dagur_translated | Tey fyrstu herfólkini úr Norðurkorea komu til Russlands í heyst, og sambært suðurkoreanskum upplýsingum hava í minsta lagi 300 latið lív, meðan 2.700 eru særd, skrivar Kyiv Independent. |
12.7 billion were paid out in wages in 2024, and that is an increase of 600 million, or five percent, compared with 2023, writes the National Statistical Office. | article_dagur_translated | 12,7 milliardir vórðu útgoldnar í lønum í 2024, og tað er ein vøkstur á 600 milliónir, ella fimm prosent, samanborið við 2023, skrivar Hagstovan. |
The growth in paid wages has been steady in recent years, but the growth was somewhat smaller in 2024 compared with previous years. | article_dagur_translated | Vøksturin í útgoldnum lønum hevur verið støðugur seinastu árini, men vøksturin var tó eitt vet minni í 2024 samanborið við árini frammanundan. |
Wages paid in 2023 were 5.8 percent higher than in 2022, and in 2022 wages were 6.1 percent higher than in 2021. | article_dagur_translated | Lønirnar útgoldnar í 2023 vóru 5,8 prosent hægri enn í 2022, og í 2022 vóru lønirnar 6,1 prosent hægri enn í 2021. |
In recent years the growth for women has been more even than for men. | article_dagur_translated | Seinastu árini hevur vøksturin hjá kvinnum verið javnari enn hjá monnum. |
In particular, men's wage developments were affected by the coronavirus pandemic. | article_dagur_translated | Serliga var lønargongdin hjá monnum ávirkað av koronufarstóttini. |
Over a longer period men have accounted for about 60 percent and women 40 percent of total wages, and in 2024 the overall split was 61.1 percent to men and 38.9 percent to women. | article_dagur_translated | Í longri tíðarskeið hava menninir átt umleið 60 prosent og kvinnurnar 40 prosent av samlaðu lønunum, og í 2024 var samlaða býtið 61,1 prosent til menn og 38,9 prosent til kvinnur. |
This is more balanced compared with 2023, when women accounted for 37.8 percent of total annual wages. | article_dagur_translated | Hetta er meira javnt samanborið við 2023, hvar kvinnur áttu 37,8 prosent av samlaðu árligu lønunum. |
The wage increase compared with the previous year was however larger for women than for men. | article_dagur_translated | Vøksturin í lønum samanborið við undanfarna árið var tó størri hjá kvinnum enn hjá monnum. |
Of the total increase of 600 million kroner, women accounted for over 60 percent with 370 million kroner. | article_dagur_translated | Av samlaða vøkstrinum upp á 600 milliónir krónur, áttu kvinnurnar yvir 60 prosent við 370 milliónum krónum. |
Women's wages were eight percent higher in 2024 compared with 2023. | article_dagur_translated | Lønin hjá kvinnum var átta prosent hægri í 2024 samanborið við 2023. |
For men, wages were three percent higher, writes the National Statistical Office. | article_dagur_translated | Hjá monnum var lønin trý prosent hægri, skrivar Hagstovan. |
When the 7th and 8th grade students at Skálá School met this morning, it was for a different kind of school day. | article_dagur_translated | Tá 7. og 8. floksnæmingarnir í Skála skúla møtu í morgun var tað til ein øðrvísi skúladag. |
Today, namely, first aid instruction is at the top of the schedule. | article_dagur_translated | Í dag stendur nevniliga frálæra í fyrstuhjálp ovast á tímatalvuni. |
And the students at Skálá are not the only ones who will have a different kind of school day in the coming period. | article_dagur_translated | Og næmingarnir á Skála eru ikki teir einastu, ið fáa ein ørðvísi skúladag komandi tíðina. |
Because, until April 10, the plan is that a total of 1,035 young people around the Faroe Islands will learn to give first aid. | article_dagur_translated | Tí, fram til 10. apríl er ætlanin, at í alt 1.035 ungdómar runt allar Føroyar skulu læra at geva fyrstuhjálp. |
It is the Red Cross of the Faroe Islands that organizes the first aid courses, which Betri Stuðul supports financially. | article_dagur_translated | Tað er Reyði Krossur Føroya, sum skipar fyri fyrstuhjálparskeiðunum, ið Betri Stuðul stuðlar fíggjarliga. |
That we get this opportunity to teach 7th grade is extremely good. | article_dagur_translated | At vit fáa hendan møguleikan at undirvísa 7. flokki, er framúr gott. |
Many of them are active in various activities where they gather in groups. | article_dagur_translated | Fleiri teirra eru aktiv í ymsum aktivitetum, har tey savnast í bólki. |
Then some accident can happen, even while no adult is present, says Jákup av Skarði, who works as a first aid coordinator at the Red Cross and who, together with the others in the instructor team, teaches around the country. | article_dagur_translated | Tá kann okkurt óhapp henda, eisini meðan eingin vaksin er hjá, sigur Jákup av Skarði, ið starvast sum samskipari í fyrstuhjálp hjá Reyða Krossi og sum, saman við hinum í instruktør-toyminum, undirvísir kring landið. |
For various reasons there was no instruction for 7th grade last year. | article_dagur_translated | Av ymsum orsøkum var ongin undirvísing til 7. flokk Í fjør. |
Therefore those students will be covered in 2025, now that they are in 8th grade. | article_dagur_translated | Tí verða teir næmingarnir loftaðir í 2025, nú teir ganga í 8. flokki. |
Jákup av Skarði hopes above all that the first aid courses can help prevent injuries from occurring, because people will start to think about various hazardous situations. | article_dagur_translated | Jákup av Skarði vónar fyrst og fremst, at fyrstuhjálparskeiðini kunnu vera við til at fyribyrgja at skaðar henda, tí fólk fara at hugsa um ymsar vandastøður. |
Then I hope that if a young person gets into a dangerous situation, it will be possible to stay calm, think things through and help in the best way, he says. | article_dagur_translated | Síðani vóni eg, at um ein unglingi kemur til vandastøðu, ber til at vera róligur, hugsa seg um og hjálpa á bestan hátt, sigur hann. |
Jákup av Skarði looks forward to visiting the schools and communicating with both students and teachers about first aid. | article_dagur_translated | Jákup av Skarði gleðir seg til at vitja á skúlunum og at samskifta við bæði næmingar og lærarar um fyrstuhjálp. |
We at the Red Cross believe, namely, that everyone should know first aid, he says in conclusion. | article_dagur_translated | Vit í Reyða Krossi halda nevniliga, at øll eiga at duga fyrstuhjálp, sigur hann at enda. |
The school visits for first aid took place for the first time in 2023. | article_dagur_translated | Skúlavitjanirnar í fyrstuhjálp vóru fyrstu ferð í 2023. |
The Red Cross of the Faroe Islands' first aid team is pleased that it is possible to continue this work this year. | article_dagur_translated | Fyrstuhjálpartoymið hjá Reyða Krossi Føroya fegnast um, at til ber at halda fram við hesum arbeiðnum í ár. |
With the 2025 budget and with the amendment to the regulation for the National Culture Fund, those who receive occupational pensions and artist pensions will receive 15% in retirement pay as of January 1, 2025. | article_dagur_translated | Við fíggjarlógini fyri 2025 og við broyting í kunngerðini fyri Mentanargrunn Landsins fáa tey, ið fáa starvslønir og listafólkalønir frá og við 1. januar 2025 15% í eftirløn. |
This is the first time that occupational pensions and artist pensions will receive retirement pay. | article_dagur_translated | Hetta er fyrstu ferð, at starvslønir og listafólkalønir fáa eftirløn. |
One million kroner has also been allocated for the production of Faroese artistic material for children and young people, for example the production of musical material and other cultural material that can inspire and develop the artistic and linguistic abilities of children and young people in a Faroese context. | article_dagur_translated | Eisini er ein millión krónur játtað til framleiðslu av føroyskum listaligum tilfari til børn og ung, eitt nú framleiðslu av tónleikatilfari og øðrum mentanarligum tilfari, sum kann íbirta og menna listaligu og málsligu evnini hjá børnum og ungum í einum føroyskum høpi. |
The National Culture Fund will administer the new allocation, and therefore the regulation concerning the National Culture Fund has been amended accordingly. | article_dagur_translated | Tað verður Mentanargrunnur Landsins, ið fer at umsita ta nýggju játtanina, og tískil er kunngerðin um Mentanargrunn Landsins broytt samsvarandi. |
"Retirement pay for our talented cultural workers has unfortunately been lacking for a long time." | article_dagur_translated | – Eftirløn til okkara dugnaligu mentafólk hevur tíverri leingi vantað. |
It was therefore something the coalition immediately set out to change. | article_dagur_translated | Tað var tí nakað, ið samgongan beinanvegin setti sær fyri at broyta. |
"I am therefore extremely happy to see the words in the coalition agreement become reality," says Sirið Stenberg, Minister of Social and Cultural Affairs. | article_dagur_translated | Tí eri eg ómetaliga glað fyri at síggja orðini í samgonguskjalinum blíva til veruleika, sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum. |
"I am also very grateful that we have received an entire new million allocated for Faroese-produced material for children and young people, so that they can receive more artistic and cultural material from a Faroese source," the minister concludes. | article_dagur_translated | – Eisini eri eg sera takksom fyri, at vit hava fingið eina heila nýggja millión setta av til føroyskt framleitt tilfar til børn og ung, soleiðis at hesi kunnu fáa meiri listaligt og mentanarligt tilfar úr einum føroyskum jørðildi, sigur landsstýriskvinnan at enda. |
Tanja Lið is the IT security manager at Elektron and a primary task is to advise the institution's management on how security should be, both externally and internally. | article_dagur_translated | Tanja Lið er KT-trygdarleiðari hjá Elektron og ein hin fremsta uppgávan er at ráðgeva leiðsluna á stovninum hvussu trygdin skal verða, bæði uttanhýsis og innanhýsis. |
This is the sixth podcast of 12 in the series about defense in the Faroe Islands and is now available, and this time we visit Elektron, which hosts services for institutions and companies and for which network security is very important. | article_dagur_translated | Hetta er sætti poddur av 12 í røðini um verju í Føroyum er nú tøkur og hesaferð verður vitjað hjá Elektron, sum hýsir tænastum hjá stovnum og fyritøkum og er sera týdningarmikið at nettrygdin er í lagi. |
Hackers are becoming more and more numerous and therefore it is important for institutions and companies to have their network security in order, including among staff. | article_dagur_translated | Teldusníkar gerast fleiri og fleiri og tí ræður um hjá stovnum og fyritøkum at hava nettrygdina í lagi m.a. hjá starvsfólki. |
Hear what Tanja thinks about having an employee list visible on the website. | article_dagur_translated | Hoyr hvat Tanja heldur um at hava starvsfólkalista sjónligan á heimasíðuni. |
Petur Zachariassen produces the podcasts. | article_dagur_translated | Petur Zachariassen leggur poddarnar til rættis. |
On Wednesday representatives from more than 80 countries and organizations will gather in Oslo to discuss a two-state solution in the war between Israelis and Palestinians, the Norwegian government writes in a press release today. | article_dagur_translated | Mikudagin savnast umboð úr fleiri enn 80 londum og felagsskapum í Oslo at umrøða eina tvístatsloysn í stríðnum millum ísraelar og palestinar, skrivar norska stjórnin í tíðindaskrivi í dag. |
Among the participants is, among others, the Palestinian prime minister, Mohammad Mustafa, but no representative from Israel has yet announced participation. | article_dagur_translated | Millum luttakararnar er m.a. palestinski forsætisráðharrin, Mohammad Mustafa, men enn hevur einki umboð úr Ísrael boðað frá luttøku. |
Norwegian Foreign Minister Espen Barth Eide emphasizes that it is of great importance to find a lasting solution to the war, while work is also underway to reach an agreement on a ceasefire. | article_dagur_translated | Norski uttanríkismálaráðharrin, Espen Barth Eide undirstrikar, at tað hevur stóran týdning at finna eina varandi loysn í stríðnum, samstundis sum arbeitt verður við at gera eina avtalu um vápnahvíld. |
"We must continue to work to bring an end to the war, while we also work to achieve a sustainable solution in the conflict that guarantees the right to self-determination," he says. | article_dagur_translated | – Vit skulu framhaldandi arbeiða fyri at fáa ein enda á krígnum, samstundis sum vit eisini arbeiða fyri at fáa eina haldføra loysn í stríðnum, sum tryggjar sjálvsavgerðarrætt, sigur hann. |
"There is broad support for a two-state solution, but the international community must do more to make this a reality." | article_dagur_translated | – Har er breið undirtøka fyri einari tvístatsloysn, men altjóða samfelagið má gera meira fyri at gera hetta til veruleika. |
Greenland is inclined to cooperate with the USA on defense and exploration for mineral resources. | article_dagur_translated | Grønland er sinnað at samstarva við USA um verju og leiting eftir ráevnistilfeingi. |
Múte B. Egede, the premier, said this today at a press conference about the situation after the political uproar that has surrounded Greenland’s position recently, when the incoming American president, Donald Trump, said that Greenland should be part of the USA. | article_dagur_translated | Tað segði Múte B. Egede, landsstýrisformaður, tá hann í dag helt tíðindafund um støðuna eftir politiska rokið, sum hevur verið um støðu Grønlands hesa seinastu tíðina, og komandi amerikanski forsetin, Donald Trump, segði, at Grønland átti at verið ein partur av USA. |
At the press conference the premier said that it is now important that the disagreement with the USA does not escalate, and therefore he is also inclined to accommodate the Americans and offer cooperation. | article_dagur_translated | Landsstýrisformaðurin segði á tíðindafundinum, at tað nú er av týdningi, at ósemjan við USA ikki herðist, og tí er hann eisini sinnaður at ganga amerikanarum á møti og bjóða upp til samstarv. |
"We keep the doors open regarding the mining industry, and it will be so in the coming years as well," Múte B. Egede said, according to KNR. | article_dagur_translated | - Vit halda hurðunum opnum viðvíkjandi námsvinnu, og soleiðis verður tað eisini í komandi árum, segði Múte B. Egede, sambært KNR. |
It was expected that the premier might use the opportunity to announce when the upcoming election to the parliament, Inatsisartut, would be held, since this term expires on April 6. | article_dagur_translated | Roknað var við, at landsstýrisformaðurin kanska fór at nýta høvi til at kunngera nær komandi valið til landstingið, Inatsisartut, tí hetta valskeiðið gongur út 6. apríl. |
But the question of an election was not raised at the press conference, so that announcement will wait until later. | article_dagur_translated | Men spurningurin um val varð ikki tikin upp á tíðindafundinum, so tann fráboðanin bíðar til seinni. |
Municipal elections will otherwise be held in Greenland on April 1. | article_dagur_translated | Kommunuval verður annars í Grønlandi 1. apríl. |
Four years ago the elections for the municipal councils and Inatsisartut were held simultaneously. | article_dagur_translated | Fyri fýra árum síðani vóru valini til kommunustýrini og Inatsisartut hildin samstundis. |
The American president, Joe Biden, is now increasing aid to California, which in recent weeks has been ravaged by destructive wildfires in and around the major city of Los Angeles. | article_dagur_translated | Amerikanski forsetin, Joe Biden, økir nú hjálpina til Kalifornia, sum hesar seinastu vikurnar hevur verið herjað av oyðileggjandi náttúrueldum í og krong stórbýin Los Angeles. |
In this connection the president has approved a so-called Disaster Declaration, which means that assistance to the state can now be increased. | article_dagur_translated | Forsetin hevur í hesum sambandið góðkenn sokallaða Disaster Decleration, ið merkir at stuðulin til statin nú kann hækkast. |
The White House stated this in a release. | article_dagur_translated | Tað upplýsa Hvítu Húsini í eini fráboðan. |
The extensive wildfires really began on January 7, and have so far claimed at least 24 lives and forced 180,000 residents to flee their homes, writes dr.dk. | article_dagur_translated | Umfatandi eldsbrunarnir byrjaðu av álvara 7. januar, og hava higartil kravt minst 24 mannalív, og noytt 180.000 íbúgvar at flýggja úr heimum sínum, skrivar dr.dk. |
The hardest hit areas are Pacific Palisades and Eaton, where the wildfires have caused major damage to property and infrastructure. | article_dagur_translated | Harðast rakt eru økini Pacific Palisades og Eaton har eldsbrunarnir hava gjørt stóran skaða á ognir og infrakervi. |
According to the Reuters news agency, Joe Biden said yesterday that the rebuilding after the wildfires will cost "billions of dollars." | article_dagur_translated | Sambært Reuters tíðindastovuni segði Joe Biden í gjár, at enduruppbyggjanin eftir eldsbrunarnar fer at kosta “fleiri milliardir dollarar”. |
Below are some photos from the EPA photo service of the destruction in Los Angeles: | article_dagur_translated | Herundir nakrar myndir frá EPA-myndatænastuni av oyðileggingunum í Los Angeles: |
Yesterday the police stopped six drivers who were driving far too fast. | article_dagur_translated | Løgreglan tók í gjár seks bilførarar, sum koyrdu alt ov skjótt. |
Four had points added to their driving licences, and one received a suspended disqualification. | article_dagur_translated | Fýra fingu klipp í koyrikortið, og ein fekk treytaða frádøming. |
Four cases were recorded on Giljavegur in Vágur. | article_dagur_translated | Á Giljavegnum í Vágum vórðu fýra mál skrivað. |
One car was driving at 115 kilometres per hour, and the driver received a suspended disqualification. | article_dagur_translated | Ein bilur koyrdi 115 kilometrar um tíman, og her fekk førarin treytaða frádøming. |
And three drivers had points added to their driving licences. | article_dagur_translated | Og tríggir bilførarar fingu klipp í koyrikortið. |
Two were driving at 107 kilometres per hour and one at 111 kilometres per hour. | article_dagur_translated | Tveir koyrdu 107 kilometrar um tíman og ein 111 kilometrar um tíman. |
Later speed measurements were carried out on Eysturoy, in the populated area of Søldarfjord. | article_dagur_translated | Seinni vórðu ferðamátingar gjørdar í Eysturoynni, í bygdum øki í Søldarfirði. |
Here there were two points added to licences. | article_dagur_translated | Her vóru tvey klipp í kortið. |
They were driving at 80 and 81 kilometres per hour. | article_dagur_translated | Tey koyrdu 80 og 81 kilometrar um tíman. |
Around 2 p.m. yesterday there was another rockfall when one fell between Skálafjørður and Skipanes. | article_dagur_translated | Um 14-tíðina í gjár var enn eitt áarlop, tá ein á millum Skálafjørð og Skipanes leyp. |
A considerable amount of rock ended up on the main road, and one of the boulders was so large that a machine had to be called in to remove it, the police report. | article_dagur_translated | Rættiliga nógv grót endaði á landsvegnum, og ein av steinunu var so stórur, at maskina mátti tilkallast fyri at fáa hann burtur, upplýsir løgreglan. |
The food program in the kindergartens Eikilund and Sóljan in Vágur continues. | article_dagur_translated | Matarskipanin í barnagørðunum Eikilund og Sóljuni í Vági heldur fram. |
From April last year until the end of the year there was a trial food program at the Eikilund and Sóljan kindergartens, and the result was very successful, writes Vágur municipality on its website. | article_dagur_translated | Frá apríl í fjør og árið út var ein royndarskipan við mati í Barnagarðinum Eikilund og Sóljuni roynd, og úrslitið var sera væleydnað, skrivar Vágs kommuna á heimasíðuni. |
Children, staff and parents were very satisfied with the healthy and varied food that was offered daily. | article_dagur_translated | Børn, starvsfólk og foreldur vóru sera nøgd við heilsugóða og fjølbroytta matin, sum var bjóðaður dagliga. |
For that reason the town council has decided to make the program a permanent part of childcare in Vágur municipality. | article_dagur_translated | Av tí sama hevur býráðið avgjørt at gera skipanina til ein fastan part av barnaansingini í Vágs kommunu. |
Parents do not pay extra for the food. | article_dagur_translated | Foreldur gjalda ikki eyka fyri matin. |
The childcare fee remains 1,800 kroner per child, with a family discount for multiple children such that the total fee does not exceed 3,500 kroner. | article_dagur_translated | Ansingargjaldið er framvegis 1.800 krónur fyri hvørt barnið, við familjuavsláttri til fleiri børn, har samlaða gjaldið ikki fer upp um 3.500 krónur. |
The mayor of Vágur municipality, Bjarni Johansen, says that this is a good initiative for the children in the municipality. | article_dagur_translated | Borgarstjórin í Vágs kommunu, Bjarni Johansen, sigur, at hetta er eitt gott átak fyri børnini í kommununi. |
"With the food program we not only ensure that all the children receive good food, but we also ease the everyday life of the parents." | article_dagur_translated | - Við matarskipanini tryggja okur ikki bara, at øll børnini fáa góðan mat, men okur lætta eisini um gerandisdagin hjá foreldrunum. |
"This is an investment in our children and the future," the mayor says. | article_dagur_translated | Hetta er ein íløga í okra børn og framtíðina, sigur borgarstjórin. |
Eikilund is a daycare center licensed for a total of 90 children in two nursery rooms and four kindergarten rooms. | article_dagur_translated | Eikilund er ein dagstovnur normeraður til 90 børn tilsamans í tveimum vøggustovum og fýra barnagarðsstovum. |
Sóljan is located in Vágur School and is intended for children who have one year left in kindergarten before they start school. | article_dagur_translated | Sóljan heldur til í Vágs skúla, og er ætlaður børnum, sum hava eitt ár eftir í barnagarði áðrenn tey skulu byrja í skúlanum. |
On January 20 Donald Trump will again be president of the USA. | article_dagur_translated | 20. januar verður Donald Trump aftur forseti í USA. |
And it appears unlikely that Mette Frederiksen and Donald Trump will speak by phone within the next ten days. | article_dagur_translated | Og tað verður eftir øllum at døma ikki innanfyri næstu tíggju dagarnar, at Mette Frederiksen og Donald Trump fara at tosa í telefon saman. |
- We have made an attempt to arrange a phone conversation with Donald Trump. | article_dagur_translated | - Vit hava gjørt eina roynd at fáa eina telefonsamrøðu í lag við Donald Trump. |
I do not think it will be possible until after he has been sworn in. | article_dagur_translated | Haldi tó ikki at tað kemur í lag, fyrrenn eftir hann er svorin í eið. |
This said the Danish prime minister to reporters after the special meeting at the prime minister's office last night. | article_dagur_translated | Hetta segði danska forsætisráðfrúan við tíðindafólk er serstaka fundin í forsætismálaráðnum í gjárkvøldið. |
There was not very much that she, Foreign Minister Lars Løkke Rasmussen, Defense Minister Troels Lund Poulsen or the others wanted or could tell reporters. | article_dagur_translated | Tað var annars ikki øgiliga nógv, sum hon, uttanríkisráðharrin Lars Løkke Rasmussen, verjumálaráðharrin Troels Lund Poulsen ella hini vildu/kundu siga við tíðindafólk. |
The situation regarding Greenland and the USA was discussed. | article_dagur_translated | Støðan viðvíkjandi Grønlandi og USA varð umrødd. |
Mette Frederiksen affirmed that one must stand together in all areas now, and that people in Denmark should not have any particular reason to expect that Donald Trump will actually use force to seize Greenland. | article_dagur_translated | Mette Frederiksen staðfesti, at man noyðist at standa saman á øllum økjum nú, og at tey í Danmark ikki skulu hava nakra serliga orsøk til rokna við, at Donald Trump veruliga fer at nýta hermegi fyri at fáa fatur á Grønlandi. |
Subsets and Splits
No community queries yet
The top public SQL queries from the community will appear here once available.