en
stringlengths
1
10.6k
source
stringclasses
4 values
fo
stringlengths
1
10.3k
A week with performances on every corner – everywhere from nursing homes to the large cultural venues across the country, and encompassing all musical genres, from Faroese hymns to modern pop, writes the Faroese Music Association in a press release.
article_dagur_translated
Ein vika, har framførslur eru á hvørjum horni – allastaðni frá ellisheimum til tey stóru mentanarhúsini kring alt landið, og við øllum tónleikasløgum, alt frá føroyskum sálmum til modernaðan popp, skrivar Tónleikasamband Føroya í tíðindaskrivi.
In recent years, several daycare centers, schools, rehearsal spaces, churches and municipalities have joined the Spæl Føroyskt week, and the organizers hope that even more will participate this year.
article_dagur_translated
Seinastu árini hava fleiri dagstovnar, skúlar, spælistøð, kirkjur og kommunur tikið undir við Spæl Føroyskt-vikuni, og er vónin hjá fyriskiparunum, at uppaftur fleiri fara at luttaka í ár.
We want all of us together to protect our musical heritage, develop the music scene and spark interest in music and Faroese music.
article_dagur_translated
– Vit vilja, at vit øll í felag verja okkara tónleikaarv, menna tónleikapallin og kveikja áhuga fyri tónleiki og føroyskum tónleiki.
Music has a special ability to bring people together and create well-being, whether by listening to music, playing music or singing along.
article_dagur_translated
Tónleikur hevur ein serligan eginleika at savna fólk og at skapa vælveru, um tað so er at lurta eftir tónleiki, spæla tónleik ella syngja við.
One can become part of the Spæl Føroyskt week by organizing musical events between February 22 and March 2 and registering the events at musikk.fo.
article_dagur_translated
Mann kann gerast partur av Spæl Føroyskt-vikuni við at skipa fyri tónleikatiltøkum í døgunum 22. februar til 2. mars og skráseta tiltøkini á musikk.fo.
This can include, among other things, performances, presentations, and communal singing.
article_dagur_translated
Talan kann vera um m.a. framførslur, framløgur, og felagssang.
Now there is again an opportunity for children and childlike souls to experience the Adventure Journey with Dánjal á Neystabø and Búi Dam.
article_dagur_translated
Nú er aftur møguleiki hjá børnum og barnsligum sálum at uppliva Ævintýraferðina við Dánjal á Neystabø og Búa Dam.
This time with the well-known love story of Romeo and Juliet.
article_dagur_translated
Hesa ferð við kendu kærleikssøguni um Romeo og Juliu.
Based on William Shakespeare's play and with musical and theatrical skill, Dánjal and Búi will tell children the story of Romeo and Juliet.
article_dagur_translated
Við støði í leikinum hjá William Shakespeare og við tónlistarligum og leiklistarligum snildni fara Dánjal og Búi at siga børnum frá søguni um Romeo og Juliu.
In a clever way they will give Faroese children insight into the fantastic world that Shakespeare created, which still stands as an unrivaled beacon in world literature.
article_dagur_translated
Á snediga hátt fara teir at geva føroyskum børnum innlit í tann fantastiska heimin, sum Shakespeare hevur skapað, og sum enn stendur sum ein óvikaligur varði innan alheims skaldskap.
"Romeo and Juliet" by William Shakespeare is part of the international cultural heritage for good reason.
article_dagur_translated
“Romeo og Julia" eftir William Shakespeare er ikki uttan orsøk partur av altjóða mentanar-arvinum.
The moving story of Romeo and Juliet is without doubt the most famous love story ever.
article_dagur_translated
Rørandi søgan um Romeo og Juliu er uttan iva kendasta kærleikssøga nakrantíð.
Two young people love each other, but their families are hereditary enemies.
article_dagur_translated
Tvey ung elska hvørt annað, men familjur teirra eru arvafíggindar.
We follow their struggle for love — full of tense moments and strong emotions!
article_dagur_translated
Vit fylgja teirra stríði fyri kærleikanum – fult av spentum løtum og stórum kenslum!
Like when Juliet, with sorrow in her heart, cries: "O, Romeo, Romeo, wherefore art thou Romeo?"
article_dagur_translated
Sum tá Julia, við sorg í hjartanum, rópar: "Á, Romeo, Romeo, sig, hví ert tú Romeo?"
A classic story that will make you laugh and perhaps also shed a tear.
article_dagur_translated
Ein klassisk søga, sum fer at fáa teg at flenna og kanska eisini fella eitt tár.
The play lasts approximately 50 minutes and is well suited for children who are 3 years old or older.
article_dagur_translated
Leikurin varir uml. 50 mininuttir og er væl egnaður fyri børn, ið eru 3 ár ella eldri.
There is a good possibility that Ukraine can win the war against Russia if the country continues to receive support from the West, says outgoing US President Joe Biden, who will be replaced by Donald Trump in about a week.
article_dagur_translated
Har er góður møguleiki fyri, at Ukraina kann sigra í krígnum móti Russlandi, um landið framhaldandi fær stuðul úr vesturheiminum, sigur fráfarandi amerikanski forsetin, Joe Biden, sum um góða viku verður avloystur av Donald Trump.
"Putin (the Russian president, ed.) is in a very difficult position right now, and I believe it is important that he is not given room to continue doing the terrible things he keeps doing," Biden says.
article_dagur_translated
– Putin (russiski forsetin, red.) stendur í einari sera truplari støðu beint nú, og eg haldi tað vera umráðandi, at hann ikki fær rúm at halda fram at gera tey ræðuligu tingini, sum hann blívur við at gera, sigur Biden.
The difficult situation referred to here is that, among others, the US and the UK have implemented sanctions aimed at hitting Russian energy, including the oil giant Gazprom.
article_dagur_translated
Trupla støðan, sum her verður sipað til, er, at m.a. USA og Stórabretland hava sett í verk revsitiltøk, sum skal raka russiska orku, m.a. oljurisan Gazprom.
Biden has recently tried to send as much support as possible to the Ukrainians before he leaves the White House.
article_dagur_translated
Biden hevur seinastu tíðina roynt at senda so nógvan stuðul sum gjørligt til ukrainar, áðrenn hann fer úr Hvítu Húsunum.
Last month, the Biden administration announced that nearly six billion dollars more would be provided to the Ukrainians.
article_dagur_translated
Seinasta mánaðin hevur umsitingin hjá Biden boðað frá, at nærum seks milliardir dollarar afturat verða latnir ukrainum.
There are fears that Republicans will cut the support that the incoming president, Donald Trump, has repeatedly criticized, writes Ritzau.
article_dagur_translated
Stúrt verður fyri, at republikanarar fara at skerja stuðulin, sum komandi forsetin, Donald Trump fleiri ferðir hevur funnist at, skrivar Ritzau.
Trump has previously said that it will only take him 24 hours to end the war between Ukraine and Russia when he takes office.
article_dagur_translated
Trump hevur áður sagt, at tað bert fer at taka honum 24 tímar at fáa ein enda á krígnum millum Ukraina og Russland, tá hann tekur við.
Recently, however, he said that it could probably take up to half a year.
article_dagur_translated
Herfyri segði hann tó, at tað helst kundi taka upp til eitt hálvt ár.
The main principle of respecting borders applies to all states, regardless of whether they are large or small, says the German federal chancellor, Olaf Scholz, who today is participating in the party congress of the SPD.
article_dagur_translated
Meginreglan um at virða landamørk er galdandi fyri allar statir, uttan mun til, um talan er um stórar ella lítlar statir, sigur týski samveldiskanslarin, Olaf Scholz, sum í dag luttekur á landsfundinum hjá flokkinum SPD.
This remark comes in the wake of statements by the incoming American president, Donald Trump, who says that he cannot rule out the use of force to gain control of the Panama Canal and Greenland.
article_dagur_translated
Hendan viðmerkingin kemur í kjalarvørrinum á útsøgnum hjá komandi amerikanska forsetanum, Donald Trump, sum sigur, at hann kann ikki útiloka brúk av hermegi fyri at fáa ræðið á Panamaveitini og Grønlandi.
– No country is another's backyard.
article_dagur_translated
– Einki land er garðurin hjá nøkrum øðrum.
No country should have to fear larger neighbors.
article_dagur_translated
Einki land eigur at stúra fyri størru grannunum.
That is the core of what we call Western values, Scholz says according to Ritzau.
article_dagur_translated
Tað er kjarnin í tí, vit kalla vesturlendsk virði, sigur Scholz sambært Ritzau.
The appropriation to the Faroese Music Association, which was included in the budget for the first time in 2024, has been increased from DKK 500,000 to DKK 700,000 in the 2025 budget.
article_dagur_translated
Játtanin til Tónleikasamband Føroya, sum fyri fyrstu ferð kom á fíggjarlógina í 2024, er hækkað úr 500.000 kr. og upp í 700.000 kr. við fíggjarlógini fyri 2025.
The increase is earmarked for the Økistónar scheme, which is to promote and ensure more high-quality concerts around the country year-round.
article_dagur_translated
Hækkingin er oyramerkt til skipanina Økistónar, sum skal fremja og tryggja fleiri konsertir við høgari góðsku kring alt landið, árið runt.
In the government’s proposal, it was suggested to increase the allocation to the Symphony Orchestra by DKK 200,000.
article_dagur_translated
Í uppskotinum frá landsstýrinum varð skotið upp at hækka játtanina til Symfoniorkestrið við 200.000 kr.
The coalition representatives on the Finance Committee added DKK 300,000, so that the allocation increased by a total of half a million.
article_dagur_translated
Samgonguumboðini í Fíggjarnevndini løgdu 300.000 kr. afturat, soleiðis at játtanin hækkaði við tilsamans hálvari millión.
The allocation this year will therefore be DKK 3.5 million.
article_dagur_translated
Játtanin í ár verður sostatt 3,5 mió. kr.
Tórshavn Big Band and Aldubáran each also received their own sub-account in the budget with an allocation amounting to DKK 240,000 each.
article_dagur_translated
Eisini fingu Tórshavnar Big Band og Aldubáran hvør sína egnu undirkonto á fíggjarlógini við einari játtan áljóðandi 240.000 kr. hvør.
Music brings us together.
article_dagur_translated
Tónleikurin savnar okkum.
It has a special importance for our cultural and social life and cohesion.
article_dagur_translated
Hann hevur ein serligan týdning fyri okkara mentanarliga og sosiala lív og samleika.
Music is able to unite us in communities, at festivals and at all kinds of cultural events.
article_dagur_translated
Tónleikurin dugir at sameina okkum í felagsskapum, á festivalum og til alskyns mentanarlig tiltøk.
Our talented musicians have also often put the Faroe Islands on the world map.
article_dagur_translated
Eisini hava okkara dugnaligu tónleikarar mangan sett Føroyar á heimskortið.
Music also has a special impact on the development of children and young people.
article_dagur_translated
Tónleikurin hevur eisini eina serliga ávirkan á menningina hjá børnum og ungum.
It can stimulate the intellect, creative abilities and self-confidence of our young treasures.
article_dagur_translated
Hann kann stimbra skilvitið, skapandi evnini og sjálvsálitið hjá okkara ungu dýrgripum.
Music is therefore not just entertainment but a force that can change our minds and lives.
article_dagur_translated
Tónleikur er tí ikki bert undirhald - men ein megi - sum kann broyta sinn og lív okkara.
That is why I am so grateful that the coalition has prioritized the music sector in the 2025 budget, says Sirið Stenberg, Minister of Social and Cultural Affairs.
article_dagur_translated
Tí eri eg so takksom fyri, at samgongan hevur raðfest tónleikaøkið á fíggjarlógini fyri 2025, sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum.
At the moment work is underway to take down the old workshop building in Sandur, and this afternoon the work has progressed so far that daylight can be seen through the building.
article_dagur_translated
Í løtuni verður arbeitt við at taka gamla verkstaðsbygningin á Sandi niður, og nú seinnapartin í dag er arbeiðið komið so mikið væl áleiðis, at dagsljós sæst ígjøgnum bygningin.
It is Rasmus Rasmussen, who owns the workshop, that is now becoming history.
article_dagur_translated
Tað er Rasmus Rasmussen, ið eigur verkstaðin, sum nú fer í søguna.
He is the son of Ian Rasmussen in Kollafjørður, and it is also Rasmus who holds the contract for the Bygdaleiðir service in Sandoy.
article_dagur_translated
Hann er sonur Ian Rasmussen í Kollafirði, og tað er eisini Rasmus, sum hevur sáttmálan um koyringina hjá Bygdaleiðum í Sandoynna.
Rasmus Rasmussen is working on a larger project on the plot where the workshop has been.
article_dagur_translated
Rasmus Rasmussen arbeiðir við einari størri verkætlan á grundstykkinum, har verkstaðurin hevur verið.
According to the plan, the self-service Effo station that stands on the site will remain where it is.
article_dagur_translated
Sjálvvirkandi Effo-støðin, sum stendur á økinum, verður sambært ætlanini verandi, har hon er.
It has been a long time since the large plot was excavated down to the terrain, and now the time had come to take down the workshop building.
article_dagur_translated
Tað er longu væl síðan, at grivið varð omanav lendinum á stóra grundstykkinum, og nú var so tíðin komin til at taka verkstaðsbygningin niður.
A building will be erected here that, for example, will house a cafeteria on the ground floor, and three apartments will be on the upper floor.
article_dagur_translated
Her kemur ein bygningur, sum eitt nú skal hýsa kafeteria í niðaru hæddini, og í ovaru hæddini verða tríggjar íbúðir.
Six small houses will also be built on the plot, which will stand up in the southeast corner of the property.
article_dagur_translated
Á grundstykkinum skulu eisini byggjast seks smáttur, sum koma at standa uppi í útsynningshorninum á stykkinum.
A hall for vintage cars will be built, and there will also be a car wash hall here.
article_dagur_translated
Byggjast skal ein høll til veteranbilar, og her verður eisini vaskihøll til bilar.
Thus the entire environment where the old workshop has stood and served for all these many years will be completely transformed when Rasmus Rasmussen's project is carried out.
article_dagur_translated
Soleiðis verður alt hetta umhvørvið, har gamli verkstaðurin hevur staðið og hevur tænt øll hesi mongu ár, fullkomiliga broytt, tá verkætlanin hjá Rasmusi Rasmussen er framd í verki.
The Sandoy Tunnel has changed Sandoy, and in terms of tourism Sandoy is now connected to the main area.
article_dagur_translated
Sandoyartunnilin hevur broytt Sandoynna, og í ferðavinnuhøpi er Sandoyggin nú knýtt upp í meginøkið.
In addition to Bygdaleiðir now providing regular transport connections between Sandoy and the central area, buses with tourists from Tórshavn and elsewhere regularly come to Sandoy.
article_dagur_translated
Umframt at Bygdaleiðir nú syrgja fyri regluliga ferðasambandinum millum Sandoynna og miðstaðarøkið, koma bussar við ferðafólki úr Havn og aðrastaðni javnan í Sandoynna.
With the Sandoy Tunnel, providers from Sandoy can also work in the main area as well as in Sandoy.
article_dagur_translated
Við Sandoyartunlinum kunnu veitarar úr Sandoynni eisini arbeiða inni á meginøkinum eins væl og í Sandoynni.
This possibility has always existed, but with the tunnel everything has become much easier.
article_dagur_translated
Hesin møguleiki hevur altíð verið, men við tunlinum er alt vorðið nógv lættari.
With warmer weather forecast, it can be expected that thawing will occur in the snow, and then there can be a risk of avalanches.
article_dagur_translated
Nú boðað verður frá heitari veðri kann væntast, at blot kemur í kavan, og tá kann vandi verða fyri skriðulopi.
Both the police and the Public Roads Administration therefore urge drivers to exercise caution in traffic.
article_dagur_translated
Bæði løgreglan og Landsverk heita tí á bilførarar um at vísa versemi í ferðsluni.
The driving conditions from the Public Roads Administration can be seen
article_dagur_translated
Koyrilíkindini hjá Landsverki síggjast
Late last night the police received two reports from drivers that they had been overtaken inside the Eysturoy Tunnel.
article_dagur_translated
Seint í gjárkvøldið fekk løgreglan tvær fráboðanir frá bilførarum um, at teir vórðu blivnir yvirhálaðir inni í Eysturoyartunlinum.
It was the same car.
article_dagur_translated
Talan var um sama bil.
The police located the driver who had overtaken, and he received two penalty points for overtaking inside a tunnel — one point for each overtaking.
article_dagur_translated
Løgreglan fekk fatur á bilføraranum, sum hevði yvirhálað, og hann fekk tvey klipp fyri at hava yvirhálað inni í einum tunli - eitt klipp fyri hvørja yvirháling.
Last night and during the night the police checked traffic in various places around the country, and in that connection a driver in Streymoy was caught driving at 102 kilometres per hour.
article_dagur_translated
Í gjárkvøldið og í nátt hevur løgreglan kannað ferðsluna ymsastaðni í landinum, og í hesum sambandi varð ein bilførari í Streymoynni tikin fyri at koyra 102 kilometrar um tíman.
A driver was also caught driving under the influence of drugs, and in Suðuroy a driver was caught for drunk driving, the shift supervisor at the police station in Tórshavn stated this morning.
article_dagur_translated
Eisini varð ein bilførari tikin fyri at koyra ávirkaður av rúsevnum, og í Suðuroynni varð ein bilførari tikin fyri rúsdrekkakoyring, upplýsir vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn í morgun.
Former Danish minister Knud Heinesen has died, his family informs Ritzau.
article_dagur_translated
Fyrrverandi danski ráðharrin, Knud Heinesen, er deyður, upplýsir familja hansara fyri Ritzau.
Knud Heinesen, whose foster parents were Faroese, was 92 years old.
article_dagur_translated
Knud Heinesen, hvørs fosturforeldur vóru føroyingar, gjørdist 92 ár.
Knud Heinesen was a Social Democrat and served as finance minister in Anker Jørgensen's government from 1975 to 1979 and again from 1981 to 1982.
article_dagur_translated
Knud Heinesen var sosialdemokrat, og var fíggjarmálaráðharri í stjórnini hjá Anker Jørgensen í árum 1975 til 1979 og aftur frá 1981 til 1982.
Before that he was minister of education in Jens Otto Krag's government from 1971 to 1973.
article_dagur_translated
Undan tí var hann í 1971 til 1973 kenslumálaráðharri í stjórnini hjá Jens Otto Krag.
He was elected to the Folketing for the first time in 1971 and sat in parliament until 1985.
article_dagur_translated
Hann var fyrstu ferð valdur á fólkating í 1971 og sat á tingi til 1985.
After he left politics in 1985, he became a senior figure in Copenhagen Air Traffic Services and later at Spies/Tjæreborg and BRFkredit.
article_dagur_translated
Eftir at hann fór úr politikki í 1985, gjørdist hann stóri í Københavns Luftfartsvæsen og seinni í Spies/Tjæreborg og BRFkredit.
From 1996 to 1998 he was chairman of the Financial Fund from 1992, which the Faroese government and the Danish government established in 1992 as part of the rescue of the Faroese banks from the financial crisis that was raging in the Faroe Islands at the time.
article_dagur_translated
Árini 1996 til 1998 var hann formaður í Fíggingargrunninum frá 1992, sum landsstýrið og danska stjórnin settu á stovn í 1992 sum partur av bjargingini av føroysku bankunum úr fíggjarkreppuni, sum herjaði í Føroyum tá.
The city, Argir and Hoyvík have power again.
article_dagur_translated
Havnin, Argir og Hoyvík hava streym aftur.
SEV is having a hard time with power supply this afternoon and evening.
article_dagur_translated
Tað gongur striltið hjá SEV við streymveitingini seinnapartin og í kvøld.
The electricity has been out and unreliable for about three hours now.
article_dagur_translated
Streymurin hevur verið burtur og svikaligur í einar tríggjar tímar nú.
First the power went out in the Northern Isles and part of Eysturoy, and two hours later the power went out in the entire main area.
article_dagur_translated
Fyrst fór streymurin í Norðoyggjum og parti av Eysturoynni, og fyri tveimum tímum síðan fór streymurin í øllum meginøkinum.
At 18:00 the duty officer at SEV told the radio that some villages had had their power restored, but that it was otherwise expected that everyone would have power back by around 19:00.
article_dagur_translated
Klokkan 18 segði vakthavandi hjá SEV við útvarpið, at onkrar bygdir høvdu fingið streymin aftur, men at væntandi var annars, at øll høvdu streym aftur um 19 tíðina.
In the capital different parts have had power supply for a while, but now the whole capital is dark.
article_dagur_translated
Í Havnini hava ymsir partar havt streymveiting eina løtu, men nú liggur øll Havnin svørt.
The cause of the power outage is a fault at the switching station in Skálafjörður.
article_dagur_translated
Orsøkin til streymslitið er ein feilur á koblingsstøðini í Skálafirði.
It could have consequences for the American billionaire Elon Musk, who will soon be part of Donald Trump's administration in Washington D.C., that he on his own platform x.com spread false news about the Norwegian prime minister Jonas Gahr Støre.
article_dagur_translated
Tað kann fáa avleiðingar fyri amerikanska ríkmannin, Elon Musk, sum skjótt verður partur av umsitingini hjá Donald Trump í Washington D.C., at hann á egna netmiðli sínum x.com, breiddi út falstíðindi um norska forsætisráðharran, Jonas Gahr Støre.
A spokesman for the EU Commission, Thomas Regnier, confirms to the Norwegian news agency NTB that Musk's post is now part of the EU's investigation into breaches of the applicable digital services rules.
article_dagur_translated
Ein talsmaður fyri ES-nevndina, Thomas Regnier, váttar fyri norsku NTB tíðindastovuni, at uppslagið hjá Musk nú verður ein partur av granskingini hjá ES um brot á galdandi regluverk viðvíkjandi talgildum fyriskipanum.
The post on X showed a picture of Støre in conversation with another American billionaire, Bill Gates, the founder of Microsoft.
article_dagur_translated
Uppslagið á X vísti eina mynd av Støre í samrøðu við ein annan amerikanskan ríkmann, Bill Gates, stovnara av Microsoft.
A quote from Støre was placed on the picture saying that it is disturbing that Musk has begun to interfere in European politics.
article_dagur_translated
Á myndina var sett eitt sitat frá Støre um, at tað er ørkymlandi, at Musk er farin at blandað seg upp í evropeiskan politikk.
The problem is simply that there is no connection between the text and the picture, NRK writes.
article_dagur_translated
Trupulleikin er bara tann, at tað er einki samanhang millum tekst og mynd, skrivar NRK.
It is true that Støre is worried that Musk is interfering in, for example, British politics.
article_dagur_translated
Tað er rætt, at Støre er stúrin yvir, at Musk blandar seg upp í eitt nú bretskan politikk.
He said that in an interview with NRK this week.
article_dagur_translated
Tað hevur hann sagt í samrøðu við NRK í hesi vikuni.
But the meeting between Støre and Bill Gates took place a long time ago.
article_dagur_translated
Men møtið millum Støre og Bill Gates hendi fyri langari tíð síðani.
It is therefore false news, says Jonas Gahr Støre's state secretary Kristoffer Thoner, and adds:
article_dagur_translated
Talan er tí um falstíðindi, sigur statsskrivarin hjá Jonas Gahr Støre, Kristoffer Thoner, og leggur afturat:
- False news is destructive to a healthy public debate, and is a threat to democracy.
article_dagur_translated
- Falstíðindi eru oyðileggjandi fyri eitt gott alment kjak, og er ein hóttan móti fólkaræðinum.
It was, however, a Norwegian,
article_dagur_translated
Tað var annars ein norðmaður,
, who made the first post on X that Elon Musk then forwarded.
article_dagur_translated
, sum gjørdi fyrsta uppslagið á X, sum Elon Musk víðarisendi.
Dale has since posted a correction on X in which he admits that it was not right to use the picture, and that Gahr in this context did not warn Gates about Musk.
article_dagur_translated
Dale hevur síðan havt eina rætting á X har hann viðgongur, at tað ikki var rætt at brúka myndina, og at Gare í hesum sambandi ikki hevur ávarað Gates um Musk.
The correction has had 56,000 views, which is less than half a percent of the over 12 million who have seen the original post that Musk also shared, writes the Norwegian Nettavisen.
article_dagur_translated
Rættingin hevur havt 56.000 vísingar, sum er minni enn eitt hálvt prosent av teimum yvir 12 milliónunum, sum hava sæð upprunaliga uppslagið, sum Musk eisini sendi víðari, skrivar norska Nettavisen.
The EU Commission has announced that it has begun investigating X for breaches of the Digital Services regulations that were published in 2023.
article_dagur_translated
ES-nevndin hevur boðað frá, at tey eru farin undir at granska X fyri brot á talgildar tænastufyriskipanir, sum vórðu kunngjørdar í 2023.
Thomas Regnier has confirmed to NTB that breaches of the rules in countries that are not EU members are also being examined.
article_dagur_translated
Thomas Regnier hevur fyri NTB váttað, at eisini brot á regluverkið í londum, sum ikki eru limir í ES, verða kannað.
SEV's power supply has been unreliable this afternoon and evening, but now the electricity is back in most places.
article_dagur_translated
Streymveitingin hjá SEV hevur verið svikalig seinnapartin og í kvøld, men nú er streymurin aftur í flestu støðum.
Ten minutes ago SEV announced that Vágar, Streymoy, Sandoy and the majority of Eysturoy have power again.
article_dagur_translated
Fyri tíggju minuttum síðani boðaði SEV frá, at Vágar, Streymoy, Sandoy og størsti parturin av Eysturoy hava streymin aftur.
The Northern Islands are still without power, and it will take about an hour before they have power again, says SEV.
article_dagur_translated
Norðoyggjar liggja enn í streymloysi, og tað gongur umleið ein tími til tey hava streym aftur, sigur SEV.
It was around three o'clock that the power went out in the Northern Islands and part of Eysturoy.
article_dagur_translated
Tað var um trý tíðina, at streymurin fór í Norðoyggjum og parti av Eysturoynni.