en
stringlengths
1
10.6k
source
stringclasses
4 values
fo
stringlengths
1
10.3k
The permits turned out to be in order — it was only something about the papers that looked a bit odd at first glance.
article_dagur_translated
Loyvini vístu seg at vera í lagi - tað var bert okkurt við pappírunum, sum sá heldur løgið út í fyrstu syftu.
The person has come to the Faroe Islands with his family, and he is scheduled to work here.
article_dagur_translated
Viðkomandi er komin til Føroyar saman við familju, og hann skal eftir ætlan arbeiða her.
And judging by everything, everything is in order regarding this matter.
article_dagur_translated
Og eftir øllum at døma er alt í lagi hesum viðvíkjandi.
The incoming president of the USA, Donald Trump, says that an agreement has been reached between Hamas and Israel to release the hostages in Gaza.
article_dagur_translated
Komandi forsetin í USA, Donald Trump, sigur at tað er fingin ein avtala í lag millum Hamas og Ísrael um at lata gíslarnar í Gaza leysar.
He announces this on his own social media platform, Truth Social.
article_dagur_translated
Tað boðar hann frá á egna sosiala miðli sínum, Truth Social.
- An agreement has been made about the hostages! They will be released soon! Thank you, he writes.
article_dagur_translated
- Ein avtala er gjørd um gíslarnar! Tey verða latin leys skjótt! Takk, skrivar hann.
He does not mention anything about a ceasefire in the update.
article_dagur_translated
Hann nevnir ikki nakað um vápnahvíld í dagføringini.
There has still been no public confirmation from Hamas or Israel.
article_dagur_translated
Enn er ikki komin nøkur almen váttan frá Hamas ella Ísrael.
Qatar, which is mediating in the conflict at the moment, has called a press conference this evening, writes Danmarks Radio.
article_dagur_translated
Katar, sum meklar í stríðnum í løtuni, hevur kallað til tíðindafundar í kvøld, skrivar Danmarks Radio.
From Israel it is reported that there are sounds of celebration in the streets.
article_dagur_translated
Úr Ísrael frættist, at har ljóðar gleðisrómur á gøtunum.
The hope now is that an agreement on a ceasefire is also on the way.
article_dagur_translated
Vónin er nú, at eisini ein avtala um vápnahvíld er á veg.
If the weather holds, the first part of the installation of the new stadium lights in Norðragøta will be finished next week.
article_dagur_translated
Um veðrið heldur sær, verður fyrsti partur av uppsetanini av nýggju vallarljósunum í Norðragøtu liðugur í næstu viku.
This is announced by GroAqua and Eystur Municipality to the Eysturoy portal.
article_dagur_translated
Hetta upplýsa GroAqua og Eysturkommuna fyri Eysturoyarportalinum.
It has been a few years since new lights were installed at Víkingur's home ground.
article_dagur_translated
Tað eru nøkur ár síðani, at nýggj ljós komu við heimavøllin hjá Víkingi.
However, they were not as good as expected: especially at first they illuminated many parts of the pitch unevenly, they caused quite a lot of light pollution in Norðragøta, and they have not been approved for use in evening matches in the Betrideildin in recent years.
article_dagur_translated
Tey vóru tó ikki so góð sum væntað: Serliga í byrjanini lýsti tey væl meira ymsastaðni á vøllinum enn aðrastaðni, tey ljósdálkaðu heilt fitt í Norðragøtu og hava ikki verið góðkend til at nýta til kvøldardystir í Betrideildini seinastu árini.
Now new lights from a British manufacturer with extensive experience will be installed on the main masts around the pitch at Sarpugerdi.
article_dagur_translated
Nú skal nýtt ljós frá bretskum framleiðara við nógvum royndum setast á høvuðsmastrarnar kring vøllin í Sarpugerði.
According to eyp.fo, these are lights that can be adjusted in various ways.
article_dagur_translated
Sambært eyp.fo er talan um ljós, ið kunnu stillast á ymsan hátt
The lights can be dimmed stepwise, so it is avoided to use them at full power when there is no need.
article_dagur_translated
Ljósini kunnu trinvís dempast, so tað slepst undan at brúka ljósini í fullari styrki, tá tørvur ikki er á tí.
This provides both energy savings and is also better regarding what is called light pollution.
article_dagur_translated
Í hesum er bæði orkusparing, og hetta er eisini betur fyri tað, man kallar ljósdálking.
At full power the lights will be 9,000 W per mast.
article_dagur_translated
Í fullari styki vera ljósini verða 9.000W pr mastur.
Later, lights will also be installed under the roof of the Víkingur clubhouse.
article_dagur_translated
Ljós skulu seinni setast undir takið á Víkingahúsinum.
The plan is that these can be used for smaller training sessions that do not require the entire pitch to be fully illuminated.
article_dagur_translated
Ætlanin er, at hesi kunnu brúkast til smærri venjingar, sum ikki krevja ein fult upplýstan vøll verður upplýst.
Wedding bells have been ringing in many places in Thailand overnight in our time for several hundred same-sex couples.
article_dagur_translated
Brúdleypsklokkurnar hava kimað nógva staðni í Teilandi í nátt okkara tíð fyri fleiri hundraðtals pørum av sama kyni.
Thailand is now the largest country in Asia where it is possible for people of the same sex to marry.
article_dagur_translated
Teiland er nú størsta landið í Asia, har tað nú er møguleiki hjá fólkum av sama kyni at ganga saman í hjúnalagi.
The law was passed in the national assembly this summer and came into force now, several international media write.
article_dagur_translated
Lógin varð samtykt í tjóðartinginum í summar, og kom í gildi nú, skriva fleiri altjóða miðlar.
It was two actors who became the first to receive official papers for their partnership when Apiwat "Porsch" Apiwatsayree and Sappanyoo "Arm" Panatkool were married in sandy-coloured clothing in Bangkok.
article_dagur_translated
Tað vóru tveir sjónleikarar, sum gjørdust teir fyrstu at fáa pappír upp á teirra parlag, tá Apiwat "Porsch" Apiwatsayree og Sappanyoo "Arm" Panatkool, vórðu giftir í sandlittum klædningum í Bangkok.
Other countries in Asia that allow same-sex marriages are Nepal and Taiwan, writes dr.dk.
article_dagur_translated
Onnur lond í Asia, sum loyva hjúnaløgum av sama kyni eru Nepal og Taiwan, skrivar dr.dk.
Images: BBC
article_dagur_translated
Myndir: BBC
The international day of remembrance for the Holocaust and other genocides is now truly approaching.
article_dagur_translated
Altjóða dagurin til minnis um holocaust og onnur fólkadráp nærkast nú av álvara.
In this connection attention is being focused on the genocide in Cambodia now that 50 years have passed since the Khmer Rouge killings began.
article_dagur_translated
Í hesum sambandi verður sjóneykan sett á fólkamorðið í Kambodja nú 50 ár eru liðin, síðan Reyðu Khmerdrápini tóku seg upp.
From 1975 and for four years thereafter the killings claimed about 1.7 million lives.
article_dagur_translated
Frá 1975 og fýra ár fram kravdu drápini um 1,7 milliónir mannalív.
Most died of starvation and disease, but the regime also executed many.
article_dagur_translated
Tey flestu doyðu í hungri og av sjúku, men stýrið avrættaði eisini nógv.
Forced labor, forced relocation, torture and surveillance were some of the tools the regime used to oppress the people.
article_dagur_translated
Tvingsilsarbeiði, tvingsilsflutningur, píning og eftirlit vóru nøkur av amboðunum, sum stýrið brúkti at kúga fólkið við.
The school at Løgmannabreyt will be the host school this year, and the event will be streamed to all secondary departments and upper secondary schools, and to others who are interested in following along.
article_dagur_translated
Skúlin við Løgmannabreyt verður vertsskúli í ár, og stroymt verður til allar framhaldsdeildir og miðnámsskúlar, og fólk annars, ið hava áhuga at fylgja við.
It will be streamed openly
article_dagur_translated
Stroymt verður um opnu
This is the first time that a country in Asia is featured on the day, and the first time a school in Suðurstreymoy is the host school.
article_dagur_translated
Tað er fyrstu ferð at eitt land í Asia verður tikið upp á degnum, og fyrstu ferð at ein skúli í Suðurstreymoy er vertsskúli.
The program is varied and relevant.
article_dagur_translated
Skráin er fjølbroytt og viðkomandi.
Súsanna Eikholm, a historian, will provide a historical overview of the genocide in Cambodia.
article_dagur_translated
Súsanna Eikholm, søgufrøðingur, gevur eitt søguligt baksýni um fólkadrápið í Kambodja.
A film will be shown featuring people from Cambodia who live in the Faroe Islands, and Turid Dyssegaard will speak about the time when she and her husband, Áki, worked in the country for a period.
article_dagur_translated
Ein filmur verður vístur við fólki úr Kambodja, sum búgva í Føroyum, og Turid Dyssegaard greiðir frá um tíðina, tá hon og maðurin, Áki, eitt tíðarskeið arbeiddu í landinum.
The organizers of Holocaust Day have decided that in addition to highlighting Cambodia, they will address current situations related to Stanton's position on the stages that characterize a genocide.
article_dagur_translated
Fyriskipararnir av holocaustdegnum hava gjørt av, at umframt at varpa ljós á Kambodja, verður nomið við aktuellar støður, sum viðvíkja ástøðinum hjá Stanton um stigini sum eyðkenna eitt fólkamorð.
These are ten stages, which can be read on the topic page on snar.fo about genocide.
article_dagur_translated
Talan er um 10 stig, sum kunnu lesast á temasíðuni hjá snar.fo um fólkamorð.
The notable thing about these stages is that we humans live in some of them in our daily existence.
article_dagur_translated
Tað áhugaverda í hesum stigum er, at vit menniskju liva í nøkrum av hesum í okkara dagliga tilveru.
In addition to polarization, group targeting is also one of the stages.
article_dagur_translated
Umframt polarisering er eisini bólkadráttur eitt av stigunum.
In this connection there is an interview with Maria Olsen, who is from Ukraine and works at the Immigration Office, and Brand Jacobsen from the Fish Factory in Gøta, about how they work with integration in their daily work.
article_dagur_translated
Í hesum sambandi er ein samrøða við Mariu Olsen, sum er úr Ukraina og arbeiðir á Útlendingastovuni og Brand Jacobsen frá Fiskavirkinum í Gøtu, um hvussu tey arbeiða við integratión í teirra dagliga arbeiði.
Psychologist Birita Lamhauge Jóansdóttir will also explain what polarization is and why it occurs.
article_dagur_translated
Eisini fer sálarfrøðingurin Birita Lamhauge Jóansdóttir at greiða frá um, hvat polarisering er, og hví tað fer fram.
International Holocaust Day 2025 is the sixth of its kind since the day was established by parliamentary law in 2017.
article_dagur_translated
Altjóða Holocaust dagurin 2025 er tann sætti av sínum slag, síðan dagurin við løgtingslóg varð ásettur í 2017.
All the commemorative days are available on video and can be seen at https://snar.fo/holocaust.
article_dagur_translated
Allir merkisdagarnir eru tøkir á video, og kunnu síggjast á https://snar.fo/holocaust
It is Nám that coordinates Holocaust Day.
article_dagur_translated
Tað er Nám, sum samskipar holocaustdagin.
The coordinator is Ólavur í Geil.
article_dagur_translated
Samskipari er Ólavur í Geil.
Aksel V. Johannesen mentioned it in the Ólavsøka speech, a meeting was somewhat later, but since then the political parties have waited.
article_dagur_translated
Aksel V. Johannesen nevndi tað í ólavsøkurøðuni, ein fundur var nakað seinni, men síðani hava politisku flokkarnir bíða.
Representatives of all parties have clearly announced that changes are necessary in the relationship with Denmark.
article_dagur_translated
Umboð fyri allar flokkar hava greitt meldað út, at broytingar eru neyðugar í sambandinum við Danmark.
It varies what kinds of changes, for example the Union Party and Republic want, but increased powers and greater self-government in various areas are in any case recurring themes.
article_dagur_translated
Tað er ymiskt, hvat slag av broytingum til dømis Sambandsflokkurin og Tjóðveldi ynskja, men víðari ræsur og størri sjálvræði á ymiskum økjum ganga í øllum førum aftur.
The prime minister said that he had called all the party leaders to a meeting on Friday to discuss the current situation.
article_dagur_translated
segði løgmaður, at hann hevði kallað øll forfólkini til fund fríggjadagin at viðgerða íkomnu støðuna.
The conditions are different now that the USA is showing interest in Greenland, while Greenland is at the same time showing clearer signs of wanting to separate from Denmark.
article_dagur_translated
Fyritreytirnar eru øðrvísi, nú USA vísir Grønlandi, samstundis sum Grønland vísir greiðari tekin um at vilja loysa frá Danmark.
In Denmark politicians and others seem to be very worried about the situation - in the Faroe Islands people also need to find out what they want.
article_dagur_translated
Í Danmark tykjast politikkarar og onnur at vera ógvuliga stúrin um støðuna - í Føroyum skal man eisini finna útav, hvat tað er man vil.
The meeting tomorrow, Friday 24 January, can be an important step in that process when the party leaders discuss the situation together.
article_dagur_translated
Fundurin í morgin, fríggjadagin 24. januar, kann verða eitt týðandi fet í tí tilgongdini, tá forfólkini saman viðgerða støðuna.
Eyð Ellingsgaard on January 1st resumed her position as mayor of Sørvágur municipality for a second time.
article_dagur_translated
Eyð Ellingsgaard tók 1. januar við aftur sum borgarstjóri í Sørvágs kommunu á øðrum sinni.
She has been the municipality's mayor for the past four years, and in the election the support was so strong that she continues in the post.
article_dagur_translated
Hon hevur verið borgarstjóri í kommununi seinastu fýra árini, og á valinum var undirtøkan so mikiå góð, at hon heldur fram í sessinum.
In the interview that Petur Zachariassen conducted with Eyð Ellingsgaard, among other things it is reported that several plots are available in the municipality, and there is also space in kindergarten and school.
article_dagur_translated
Í samrøðuni, sum Petur Zachariassen hevur gjørt við Eyð Ellingsgaard, verður millum annað greitt frá at fleiri grundstykki eru tøk í kommunini, og tað er eisini pláss í barnagarði og skúla.
She says that the newly elected council members are all positive about a new sports hall, and although Eyð Ellingsgaard does not dare to promise anything, she hopes that progress on the project will start soon.
article_dagur_translated
Hon sigur, at býráðslimirnir sum eru komnir til, eru allir positivir um nýggja ítróttarhøll, og hóast Eyð Ellingsgaard ikki torir at lova nakað, vónar hon at gongd kemur á tað verkætlanina skjótt.
Listen to the interview above.
article_dagur_translated
Hoyr samrøðuna omanfyri.
They were in several ways exciting days when the kickoff meeting for the FASDiNA research programme was held on January 9 and 10.
article_dagur_translated
Tað vóru í fleiri mátar spennandi dagar, tá byrjanarfundur í FASDiNA granskingarskránni varð hildin 9. og 10. januar.
This is a programme about foreign, security, and defence policy in the North Atlantic, overseen by the Research Council.
article_dagur_translated
Hetta er skrá um uttanríkis-, trygdar- og verjupolitiki í Norðuratlantshavi, sum Granskingarráðið fyrisitur.
At the meeting, researchers, the scientific committee, and the administration met for the first time to discuss the research projects that have been granted funding, the overall state of the field, and plans and needs for future research.
article_dagur_translated
Á fundinum hittust granskarar, faknevnd og fyrisiting á fyrsta sinni at umrøða tær granskingarverkætlanir, sum hava fingið játtað fígging, støðuna á økinum yvirhøvur og ætlanir og tørvin á gransking framyvir.
There were 16 participants from Greenland, Denmark, and the Faroe Islands who, among other things, discussed the impact on the region from the war in Ukraine, Russian trade strategies, the presidential transition in the USA, pressure on the union, and other issues.
article_dagur_translated
Tað vóru 16 luttakarar við úr Grønlandi, Danmark og Føroyum, sum millum annað umrøddu ávirkanina á økið frá krígnum í Ukraina, russisku handilsstrategiium, forsetaskiftinum í USA, trýstinum á ríkisfelagsskapin og annað.
They talked about possibilities for mutual cooperation and about expanding existing collaborations in the region.
article_dagur_translated
Tosað var um sínámillum samstarvsmøguleikar og um víðkan av verandi samstørvum á økinum.
Rarely have research meetings around here been so topical, and that was noticeable.
article_dagur_translated
Sjáldan hava granskingarfundir um okkara leiðir verið so dagsaktuellir, og tað merktist.
While the meeting was held at Hotel Føroyar, the debate intensified in the media, especially regarding the situation in Greenland.
article_dagur_translated
Meðan fundurin var hildin á Hotel Føroyum, herdist kjakið í miðlunum, serliga um støðuna í Grønlandi.
The phones rang constantly, and every now and then two or three researchers were outside speaking with the media about the increasingly tense situation.
article_dagur_translated
Telefonirnar kimaðu, og aðruhvørja løtu vóru tveir og tríggir granskarar uttanfyri og tosaðu við fjølmiðlar um alsamt spentari støðuna.
It was clear that the media need researchers with insight into current issues who can, on very short notice, do interviews for broadcasts and provide journalists with background knowledge.
article_dagur_translated
Tað var eyðsæð, at miðlarnir hava brúk fyri granskarum við innliti í aktuellu málini, sum við sera stuttari freist kunnu gera samrøður til sendingar og geva journalistum bakgrundsvitan.
In connection with the meeting, various visits were organized.
article_dagur_translated
Í sambandi við fundin varð skipað fyri ymsum vitjanum.
In good weather and heavy snow, a visit was made to Sornfelli.
article_dagur_translated
Í góðveðri og tjúkkum kava varð vitjað á Sornfelli.
There, Sámal Ímundarson from Landsverk showed them around and recounted the history of the site and its current operations.
article_dagur_translated
Har vísti Sámal Ímundarson frá Landsverki runt og greiddi frá søguni um støðina og virkseminum í dag.
Sámal Tróndur Finnson Johansen from the National Archives described the political developments regarding NATO and military activities in the Faroe Islands since the Second World War.
article_dagur_translated
Sámal Tróndur Finnson Johansen frá Tjóðskjalasavninum greiddi frá politisku gongdini í mun til NATO og hernaðarvirksemi í Føroyum síðani seinna heimsbardaga.
The current situation and future plans for the site were also discussed.
article_dagur_translated
Eisini vóru aktuella støðan og framtíðar ætlanirnar fyri støðina umrøddar.
The next day they boarded the naval vessel Vædderen, where Bárður Sandá, who recently took over as head of the Arctic Command's Liaison Element in the Faroe Islands, received them together with his colleagues.
article_dagur_translated
Dagin eftir gekk leiðin umborð á verjuskipið Vædderen, har Bárður Sandá, sum nýliga hevur tikið við sum leiðari fyri Arktisk Kommandos Forbindelseselement í Føroyum tók ímóti saman við starvsfeløgum sínum.
They were briefed on the tasks and work of the Arctic Command and on the activities in the area, both civilian and military.
article_dagur_translated
Kunnað var um oppgávurnar og arbeiðið hjá Arktisk Kommando og um virksemið sum er í økinum bæði sivilt og hernaðarligt.
A recurring theme in the debate was the position of the Faroe Islands in relation to the tensions and interest in the region.
article_dagur_translated
Afturvendandi evni í kjakinum var støða Føroya í mun til spenningarnar og áhugan í økinum.
The Faroe Islands lie in the gap between Greenland, Iceland, and Great Britain, the commonly called GIUK Gap, which some argued should be called the GIFUK Gap.
article_dagur_translated
Føroyar liggja í gloppinum millum Grønland, Ísland og Stóra Bretland, tí vanliga nevnda GIUK Gap, sum onkur helt átti at verið kallað GIFUK Gap.
It is assessed that this makes the Faroe Islands both more strategically important and more vulnerable amid increased military interest and activity in the North Atlantic.
article_dagur_translated
Mett verður, at hetta ger Føroyar bæði meira strategiskt týdningarmiklar og sárbærar í økta hernaðarliga áhuganum og virkseminum í Norðuratlantshavi.
The FASDiNA programme is funded with support from the Danish Parliament.
article_dagur_translated
FASDiNA skráin er fíggjað við stuðli frá Fólkatinginum.
The framework for 2025-2028 is DKK 4 million per year, conditional on the finance bills being approved.
article_dagur_translated
Karmurin í 2025-2028 er 4 mió. kr. um árið, treytað av at fíggjarlógirnar verða samtyktar.
So far, funding has been granted to
article_dagur_translated
Higartil er stuðul játtaður til
and to
article_dagur_translated
og til
The scientific committee for the FASDiNA programme discussed the next steps in light of the debate that took place these days and the current situation.
article_dagur_translated
Faknevndin fyri FASDiNA skránna umrøddi næstu stigini í ljósinum av tí kjaki, sum var hesar dagarnar, og aktuellu støðuni.
There was agreement to continue on the same path as now, with support for smaller and larger projects.
article_dagur_translated
Semja var um at halda fram á somu leið sum nú við stuðli til smærri og størri verkætlanir.
At a meeting soon, the scientific committee will discuss the possibilities and the requirements in more detail.
article_dagur_translated
Á fundi í næstum fer faknevndin at umrøða møguleikarnar og krøvini neyvari.
After that, the plan is to call for applications again with a deadline later in 2025.
article_dagur_translated
Síðani er ætlanin at lýsa eftir umsóknum aftur við freist seinni í 2025.
A driver was in a great hurry last night when he drove in the Norðoyar Tunnel.
article_dagur_translated
Ein bilførari hevði stóran skund í nátt, tá hann koyrdi í Norðoyatunlinum.
It was at about one o'clock that the police stopped a driver for driving 167 km/h.
article_dagur_translated
Tað var um eitt tíðina, at løgreglan tók ein bilførara fyri at koyra 167 km/t.
He lost his driving licence on the spot and therefore must take a new driving test.
article_dagur_translated
Hann misti koyrikortið á staðnum, og má tískil upp í nýggja koyriroynd.
The Faroese court will decide how long the person will lose the right to drive.
article_dagur_translated
Føroya rættur skal avgera, hvussu leingi viðkomandi missir førararrættin.
The fine in such cases is around 5,000 kroner, the duty officer at the police station said this morning.
article_dagur_translated
Bótin í slíkum førum liggur um 5000 krónur, upplýsir vaktleiðarin á løgreglustøðini í morgun.
The person was alone in the car, and he was therefore allowed to leave the car by Skúlaheimar in Klaksvík so that it would not obstruct the tunnel.
article_dagur_translated
Viðkomandi var einsamallur í bilinum, og hann fekk tískil loyvi at seta bilin frá sær við Skúlaheimið í Klaksvík, so hann ikki stóð til fortreð í tunlinum.
Around midday yesterday the police received a report of violence that had taken place the evening before, Wednesday evening.
article_dagur_translated
Um middagsleitið í gjár fekk løgreglan fráboðan um harðskap, sum var farin fram kvøldið fyri, mikukvøldið.
It was a couple who had gotten into trouble in Tórshavn, and it ended up somewhat more violent than such incidents usually do, says the duty officer at the police station.
article_dagur_translated
Tað var eitt par, sum varð komið til ilnar í Havn, og tað endaði eitt sindur ógvusligari enn slíkt plagar at gera, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini.
He cannot say whether a man or a woman committed the violence, but one of the parties went to the hospital in any case to receive treatment for injuries, where it was also documented for a possible legal case.
article_dagur_translated
Hann fær ikki sagt um maður ella kvinna framdi harðskapin, men annar parturin fór í øllum førum á sjúkrahús at fáa viðger fyri skaðar, og har tað eisini varð dokumenterað til eitt møguligt rættarmál.
Even though people in such cases do not always need treatment, we send them to a doctor so the injuries are documented, says the duty officer.
article_dagur_translated
Sjálvt um fólk í slíkum føri ikki altíð hava tørv á viðger, senda vit tey til lækna, so skaðarnir verða dokumenteraðir, sigur vaktleiðarin.
U.S. President Donald Trump wants to release documents that have so far been classified in the assassinations of former President John F. Kennedy and his brother Robert Kennedy and civil rights leader Martin Luther King Jr.
article_dagur_translated
Amerikanski forsetin Donald Trump vil leysgeva skjøl sum higartil hava verið loynilig í drápunum av fyrrverandi forsetanum John F. Kennedey og bróðrinum Robert Kennedy og mannarættindastríðsmannin Martin Luther King Jr.
The president has signed an order to release material that has been classified since the assassinations in the 1960s.
article_dagur_translated
Forsetin hevur skrivað undir fyriskipan um at leysgeva tilfarið, sum hava verið loynilig síðan drápini í 1960.