en
stringlengths
1
10.6k
source
stringclasses
4 values
fo
stringlengths
1
10.3k
"What do we want in the Realm?" is the title of the debate meeting, where MP Anna Falkenberg participates together with former Danish politician Bertel Haarder.
article_dagur_translated
"Hvat vilja vit í Ríkinum?" er heitið á kjakfundinum, har fólkatingslimurin Anna Falkenberg luttekur saman við fyrrverandi danska politikaranum Bertel Haarder.
He will provide insight into how he sees the situation from a contemporary and historical perspective.
article_dagur_translated
Hann fer at geva innlit, í hvussu hann sær støðuna í einum nútíðar- og søguligum sjónarhorni.
The political parties will be represented on a panel discussion, where Beinta Løwe will be the moderator.
article_dagur_translated
Politisku flokkarnir verða umboðaðir á pallborðsfundi, har Beinta Løwe verður orðstýrari.
These are the party leaders who will debate hot topics.
article_dagur_translated
Talan er um forfólkini í flokkunum, sum kjakast um heita evni.
The public debate meeting begins at 19:00 tomorrow, Thursday evening, January 23.
article_dagur_translated
Almenni kjakfundurin byrjar klokkan 19 í morgin, hóskvøldið 23. januar.
The police carried out speed measurements in Leirvík on Tuesday evening, and several people were driving well above the speed limit.
article_dagur_translated
Løgreglan gjørdi ferðmátingar í Leirvík týskvøldið, og her vóru fleiri, sum koyrdu langt yvir hámarksferðina.
This says the duty officer at the police station this morning.
article_dagur_translated
Hetta sigur vaktleiðarin á løgreglustøðin í morgun.
One car was at 97 km/h when the police measured it.
article_dagur_translated
Ein bilur var á 97 km/t, tá løgreglan máldi hendan.
The driver was stopped and received a conditional suspension of the driving license, as well as a fine.
article_dagur_translated
Bilførarin varð steðgaður, og fekk viðkomandi treytaða frádøming av koyrikortinum, umframt eina bót.
This means the driver must redo certain requirements regarding the driving license or take a new test.
article_dagur_translated
Hetta merkir, at førarin skal taka ymiskt umaftur í sambandi við koyrikort ella skal upp til nýggja roynd.
Two drivers received a penalty (points) and a fine for driving too fast in Leirvík yesterday.
article_dagur_translated
Tveir bilførarar fingu klipp og bót fyri at koyra og skjótt í Leirvík í gjár.
One drove 80 km/h and another 77 km/h in a populated area.
article_dagur_translated
Ein koyrdi 80 km/t og ein annar 77 km/t í bygdum øki.
Another speed-related case occurred on Tuesday, January 21.
article_dagur_translated
Eitt annað mál um ferð var týsdagin 21. januar.
A tuned scooter was taken in yesterday.
article_dagur_translated
Ein tunaður skutari varð tikin í gjár.
The scooter was brought into the station, measured, and it was determined how fast the scooter could go.
article_dagur_translated
Skutarin varð tikin inn á støðuni, mátaður, og har fekst greiða á, hvussu skjótt skutarin kundi koyra.
It turned out that it was well above the limit for what such vehicles are allowed to do.
article_dagur_translated
Tað vísti seg, at tað var væl yvir markið fyri, hvat slíkir eiga at gera.
For this the owner receives a fine, and the license plate is taken.
article_dagur_translated
Fyri hetta fær eigarin bót, eins og nummarplátin verður tikin.
It will be returned when the owner can prove that the scooter can once again be driven "as usual", the duty officer explains.
article_dagur_translated
Hon verður latin aftur, tá eigarin kann prógva, at skutarin aftur kann koyra "sum vanligt", greiðir vaktleiðarin frá.
Otherwise there was a minor traffic accident due to failure to give way in Vestmanna yesterday afternoon.
article_dagur_translated
Annars var eitt lítið ferðsluóhapp vegna brot á víkiskyldu í Vestmanna seinnapartin í gjár.
However, it involved only limited material damage, the duty officer confirms.
article_dagur_translated
Talan var tó bert um avmarkaðan materiellan skaða, staðfestir vaktleiðarin.
Although childhood cancer has been researched for many years, we still know very little about why some are at increased risk for this disease.
article_dagur_translated
Hóast granskað hevur verið í barnakrabbameini í mong ár, vita vit enn sera lítið um, hví summi eru í øktum vanda fyri hesi sjúkuni.
This is stated by the University of the Faroe Islands on its website in connection with the launch of a new research project.
article_dagur_translated
Soleiðis greiðir Fróðskaparsetur Føroya frá á heimasíðu sínari í sambandi við, at ein nýggj granskingarverkætlan er sett í verk.
There they will investigate whether genes are part of the reason why some Faroese children develop cancer.
article_dagur_translated
Har verður kannað, um ílegur eru partur av orsøkini til, at summi føroysk børn fáa krabbamein.
- Although genetics does not appear to be a major cause of childhood cancer, results from extensive genetic studies indicate that more than 10 percent of all cases of childhood cancer are in some way based on this.
article_dagur_translated
- Hóast tað ikki tykist, at genetikkur er ein stór orsøk til barnakrabbamein, so benda úrslit frá umfatandi ílegukanningum á, at meira enn 10 procent av øllum tilburðum av barnakrabbameini á einhvønn hátt eru grundað í hesum.
It is noted that the Faroe Islands are genetically unique because we as a people descend from a small number of ancestors and have been relatively isolated from the outside world for a long time.
article_dagur_translated
Víst verður á, at Føroyar eru genetiskt serstakar, tí vit sum fólk stava frá nøkrum fáum forfedrum og hava verið lutfalsliga avbyrgd frá umheiminum í rúma tíð.
This gives us in the Faroes special opportunities when searching for genes that can lead to childhood cancer, writes setur.fo.
article_dagur_translated
Hetta gevur okkum í Føroyum serstakar møguleikar, tá leitast skal eftir ílegum, ið kunnu elva til barnakrabbamein, skrivar setur.fo.
Researchers Marin Strøm and Maria Skaalum Petersen have initiated this project, which is a collaboration between the Department of Pediatrics and Adolescent Somatics at the National Hospital, the Health Research Unit in the Hospital System, the University of the Faroe Islands, the Health Authority and researchers at th...
article_dagur_translated
Marin Strøm og Maria Skaalum Petersen, granskarar, hava tikið stig til hesa verkætlanina, sum er eitt samstarv millum Deildina fyri Børn og Ung Somatik  á Landssjúkrahúsinum, Heilsugranskingareindina í Sjúkrahúsverkinum, Fróðskaparsetur Føroya, Heilsustýrið og granskarar á Ríkissjúkrahúsinum.
- Doctor Rebekka Blak will be responsible for daily operations in collaboration with Absalon Eysturoy, a pediatrician who is the clinical lead in the project.
article_dagur_translated
- Rebekka Blak, lækni, kemur at standa fyri dagliga virkseminum í samstarvi við Absalon Eysturoy, barnalækna, sum er kliniskur ábyrgdari í verkætlanini.
Marnar Fríðheim Kristiansen, Ph.D., has an advisory role.
article_dagur_translated
Marnar Fríðheim Kristiansen, ph.d., hevur ein ráðgevandi leiklut.
The project is funded by Team Rynkeby Faroe Islands, the Cancer Society, the Betri Support Foundation, the Children's Cancer Foundation and the Danish Cancer Society.
article_dagur_translated
Verkætlanin er fíggjað av Team Rynkeby Føroyar, Krabbameinsfelagnum, Betri Stuðulsgrunni, Børnecancerfonden og Kræftens Bekæmpelse.
All those who, according to the Cancer Registry, have or have had childhood cancer will be invited to participate in this project.
article_dagur_translated
Øll tey, sum sambært Krabbameinsskránni, hava ella hava havt barnakrabbamein, fáa innbjóðing at luttaka í hesi verkætlan.
Their parents are simultaneously invited to participate, the University concludes.
article_dagur_translated
Foreldur teirra verða samstundis boðin at luttaka, upplýsir Fróðskaparsetrið at enda.
These days many children and young people are gathered in the Nordic House.
article_dagur_translated
Í hesum døgum eru heilt nógv børn og ung savnaði í Norðurlandahúsinum.
This involves all student councils in Faroese schools — up to and including upper secondary — who have various workshops and other activities on the program.
article_dagur_translated
Talan er um øll næmingaráðini í føroysku skúlunum - til og við Miðnám - sum hava ymiskar verkstovur og annað á skránni.
The aim is that all children and young people in the Faroe Islands get the opportunity to contribute their input to the upcoming children's law for the Faroes.
article_dagur_translated
, at endamálið er, at øll børn og ung í Føroyum fáa møguleika at koma við sínum íkasti til komandi barnalóg fyri Føroyar.
- The student councils will be strengthened so they are a strong voice in the democracy for all pupils.
article_dagur_translated
- Næmingaráðini verða styrkt, so tey eru ein sterk rødd í fólkaræðinum fyri allar næmingar.
The children's law shall guarantee all children and young people in the Faroe Islands the fundamental rights named in the Convention on the Rights of the Child and the Convention on the Rights of Persons with Disabilities.
article_dagur_translated
Barnalógin skal tryggja øllum børnum og ungum í Føroyum grundleggjandi rættindini, ið eru nevnd í Barnarættindasáttmálanum og Brekrættindasáttmálanum.
It is an important message that children in the Faroe Islands get the opportunity to express their views.
article_dagur_translated
Tað er ein týðandi boðskapur, at børnini í Føroyum fáa møguleikan at siga sína hugsan.
The children and young people elected to the student councils should thereby also represent everyone in their school — including those who may not have as strong a voice for various reasons.
article_dagur_translated
Børnini og tey ungu, ið eru vald í næmingaráð, skulu harvið eisini umboða øll í teirra skúla - eisini tey, ið møguliga ikki hava so sterka rødd av ymsum ávum.
The main council points out that the children who cannot attend the event at the Nordic House — for example children with disabilities, multilingual and multi-needs children, and children in daycare — will have the opportunity to share their views through a special arrangement after the conference.
article_dagur_translated
Aðalráðið vísir á, at tey børn, ið ikki hava møguleika at koma í Norðurlandahúsið til tiltakið – til dømis børn, ið bera brek, fleirmælt og fleirmentað børn og børn á dagstovni - fáa møguleikan at koma við sínari hugsan í einari serligari fyriskipan eftir ráðstevnuni.
This is an important part of what is so-called
article_dagur_translated
Talan er um týðandi lið í sonevndu
, which was initiated shortly after the Ministry of Children and Education was established.
article_dagur_translated
, sum stig varð tikið til, stutt eftir at Barna- og Útbúgvingarmálaráðið varð skipað.
The children's council conference ends with a celebratory session in the hall of the Nordic House on January 23 from 12:30 to 13:30, where government ministers, the chair of the Municipal Association, and the Children's Ombudsman receive the contributions from the children and young people for the first Faroese childre...
article_dagur_translated
Barnaráðstevnan endar við einari hátíðarløtu í høllini í Norðurlandahúsinum 23. januar kl. 12.30 – 13.30, har landsstýrisfólkini, forfólkið í Kommunufelagnum og Barnaumboðsmaðurin taka ímóti íkastinum frá børnunum og teimum ungu til fyrstu føroysku barnalógina.
The conference is a collaboration between the Child Project, Barnabata, the Education Agency, Nám, the University of the Faroe Islands and the Nordic House — and has been carried out and prepared in cooperation with school administrations, teachers and children across the country, writes bumr.fo.
article_dagur_translated
Ráðstevnan er eitt samstarv millum Barnaverkætlanina, Barnabata, Undirvísingarstýrið, Nám, Fróðskaparsetur Føroya og Norðurlandahúsið – og er útint og fyrireikað samstarvi við skúlaleiðslurnar, lærararnar og børnini kring alt landið, skrivar bumr.fo.
This evening, Wednesday 22 January at 19:00 there will be an informational meeting in Glyvra Church.
article_dagur_translated
Í kvøld, mikukvøldið 22. januar klokkan 19 verður kunnandi fundur í Glyvra kirkju.
This is about the new church, which is in preparation at Glyvur and is expected to be completed in 2027.
article_dagur_translated
Hetta um nýggju kirkjuna, sum er í umbúna á Glyvrum og væntandi skal standa liðug í 2027.
The People's Church announces this on its website and states that architects will attend the meeting.
article_dagur_translated
Fólkakrikjan kunnar um hetta á heimsíðu sínari og upplýsir, at arkitektar verða við á fundinum.
They will present the project, show images and among other things point out certain changes compared to the original plan.
article_dagur_translated
Teir fara at greiða frá verkætlanini, vísa myndir og millum annað eisini vísa á ávísar broytingar, í mun til upprunaætlanina.
These changes also include the cost, which has become much higher than the original plan.
article_dagur_translated
Hesar broytingar fevna eisini um kostnaðin, ið er vorðin væl hægri enn upprunaætlanin var.
The project is now not far below 100 million kroner.
article_dagur_translated
Nú liggur verkætlanin ikki langt undir 100 milliónum krónum.
– There have also been changes in other areas, because price increases have been enormous in recent years, and therefore the project has grown greatly in terms of cost.
article_dagur_translated
– Broytingar hava eisini verið á øðrum økjum, tí prísvøksturin hevur verið øgiligur tey seinnu árini, og tí er verkætlanin nógv vaksin, tá ið talan er um kostnaðin.
We are now approaching the 100 million kroner mark.
article_dagur_translated
Nú nærkast vit teimum 100 milliónum krónunum
This says Bogi Olsen to folkakirkjan.fo.
article_dagur_translated
Hetta sigur Bogi Olsen við folkakirkjan.fo.
The chairman of the church council in Glyvur confirms, however, that their share of the financing has been secured.
article_dagur_translated
Kirkjuráðsformaðurin á Glyvrum staðfestir tó, at teirra partur av fíggindini er fingin til vega.
The church should preferably be completed in 2027, but that is contingent on work starting this year.
article_dagur_translated
Krikjan skal helst standa liðug í 2027, men tað er tengt at, at farið verður í gongd í ár.
– But we are ready to start because we have secured our share of the cost, which is one third, and then it is up to the national authorities and the diocesan administration to help us with the rest.
article_dagur_translated
– Men vit eru til reiðar at fara í gongd, tí vit hava fingið til vega okkara part av kostnaðinum, sum er ein triðingur, og so er tað upp til landsins myndugleikar og stiftsstjórnina at hjálpa okkum við restini.
We now hope that construction of the church can begin this year and that it will hopefully be completed sometime in 2027.
article_dagur_translated
Nú vóna vit, at farast kann undir at byggja kirkjuna í ár og at hon so vónandi stendur liðug einaferð í 2027.
The new church in Glyvur originated from an architectural competition that the church council announced in 2007.
article_dagur_translated
Nýggja kirkjan á Glyvrum er sprottin úr eini arkitektakapping, ið kirkjuráðið skrivaði út í 2007.
Fifteen different proposals were submitted, and a jury selected the proposal by Árni Winther, an architect, as the winner of the competition, and work has since continued on it.
article_dagur_translated
15 ymisk uppskot komu inn, og ein dómsnevnd valdi uppskotið frá Árna Winther, arkitekti, at vera vinnara av kappingini, og síðani hevur verið arbeitt víðari við tí.
Now Árni Winther is part of SNA, Selmar Nielsen Architects, which is responsible for the work, the People's Church reports.
article_dagur_translated
Nú er Árni Winther partur av SNA, Selmar Nielsen Arkitektar, sum stendur fyri arbeiðnum, greiðir Fólkakirkjan frá.
– It was a great relief for the church people in Glyvur when we heard the priest announce on the first Sunday of Advent that the building permit had been approved.
article_dagur_translated
– Tað var ein stórur lætti fyri kirkjufólkið á Glyvrum, tá ið vit fyrsta sunnudag í advent hoyrdu prest kunngera, at byggiloyvi var komið ígjøgnum.
This means, of course, that we can finally move forward with what has been discussed for so many years, says Bogi Olsen.
article_dagur_translated
Hetta merkir jú, at vit endiliga kunnu koma víðari við hesum, ið tosað hevur verið um í so mong ár, sigur Bogi Olsen.
For holidays, funerals and other larger events Glyvra Church is too small, because when there are 450 people in it it is extremely cramped.
article_dagur_translated
Til høgtíðsdagar, jarðarferðir og onnur størri tiltøk er Glyvra kirkja ov lítil, tí tá ið vit eru 450 fólk í henni, er øgiliga trongligt.
The new church should accommodate about 700 people and have a simple, modern design.
article_dagur_translated
Nýggja kirkjan skal taka útvið 700 fólkum og hava eitt einfalt, nýmótans snið.
It is not unknown that the now former mayor of Tórshavn holds various records when it comes to numbers, because he has served longer as a city council member in Tórshavn than anyone else, and he has also served longer as mayor of Tórshavn Municipality than anyone else.
article_dagur_translated
Tað er ikki ókent, at nú fyrrverandi borgarstjórin í Havn eigur ymisk met, tá ið tað kemur til árstøl, tí hann hevur sitið longri sum býráðslimur í Havn enn nakar annar, og eisini hevur hann sitið longri sum borgarstjóri í Tórshavnar kommunu enn nakar annar.
That he can likewise be long-serving in other areas became evident recently when, at a meeting of Lions Tórshavn, he was presented with an honorary pin for having been a member there for 50 years, in addition to having been president in the Lions year 1990/91.
article_dagur_translated
At hann somuleiðis kann vera drúgvur í øðrum høpi, gekk sjón fyri søgn nú um dagarnar, tá ið hann á fundi í Lions Tórshavn fekk handaða heiðursnál fyri at hava verið limur har í 50 ár, umframt at hann var forseti Lions-árið 1990/91.
“When I became a member of Lions on December 14, 1974, Karl Jakobsen and Tummas Arge were 'old hands' around me, and all these years it has been a joy and a privilege to be part of this association that engages in humanitarian and charitable work,” says Heðin Mortensen.
article_dagur_translated
– Tá ið eg gjørdist limur í Lions tann 14. desembur í 1974, vóru Karl Jakobsen og Tummas Arge “gubbar” hjá mær, og øll hesi árini hevur tað verið ein gleði og ein forrættur at hava verið partur av hesum felagsskapi, ið fæst við ósjálvsøkið og mannavinarligt arbeiði, sigur Heðin Mortensen.
“At the same time I was chairman of Havnar Róðrarfelag, and when we built the rowing boathouse, Lions supported us well.”
article_dagur_translated
– Um sama mundið var eg formaður í Havnar Róðrarfelag, og tá ið vit bygdu róðrarneystið, stuðlaði Lions okkum væl.
It was among other things then that the tune-dance was invented, which together with bingo in the sports hall and other events raised money.
article_dagur_translated
Tað var millum annað tá, at túnadansurin varð uppfunnin, ið saman við bingo í ítróttarhøllini og øðrum tiltøkum fekk pengar til vega.
In February 2015 Heðin was also honored with the Melvin Jones Fellowship Award, which is the highest recognition you can receive as a member of Lions.
article_dagur_translated
Í februar 2015 varð Heðin eisini heiðraður við “The Melvin Jones Fellowship Award”, sum er hægsta viðurkenning, tú kanst fáa sum limur í Lions.
It is given to members who in some way are the embodiment of 'lionism' and through their service in Lions are role models in the club and the community.
article_dagur_translated
Hana fáa limir, sum onkursvegna eru ímynd av “lionismu” og við síni tænastu í Lions eru fyrimyndir í klubbanum og samfelagnum.
“For me it has been uniquely rewarding to have been involved in Lions' work all these years together with many good people.”
article_dagur_translated
– Fyri meg hevur tað verið einastandandi gevandi at verið við í Lions-arbeiðnum øll hesi árini saman við nógvum góðum fólkum
Thus says Heðin Mortensen, who does not forget to mention the support network after these many years as a member of Lions.
article_dagur_translated
Soleiðis sigur Heðin Mortensen, ið heldur ikki gloymir at nevna baklandið eftir hesi mongu árini sum limur í Lions.
“Behind every good man stands a woman, and so it is in Lions, because the 'lionesses,' as we call the women, have their large share in many of the events organized, and the best moments are often those when we have our spouses with us.”
article_dagur_translated
– Aftan fyri ein og hvønn góðan mann stendur ein kvinna, og so er eisini í Lions, tí ‟lionessurnar”, sum vit nevna kvinnurnar, eiga sín stóra lut í mongum av teimum tiltøkum, skipað verður fyri, og bestu løturnar eru ofta tær, tá vit hava makarnar við.
The security situation for us and our allies is under great strain in these years, where geopolitical and technological conditions have also upset the international balance of power.
article_dagur_translated
Trygdarstøðan hjá okkum og okkara sameindu er fyri stórum rembingum í hesum árum, har geopolitisku og tøkniligu umstøðurnar eisini hava kollvelt altjóða valdsjavnvágina.
The conference on the Faroe Islands in the tense world situation will describe the circumstances and create a dialogue on how we strengthen the Faroe Islands' resilience now that greater insecurity prevails.
article_dagur_translated
Ráðstevnan um Føroyar í spentu heimsstøðuni skal lýsa viðurskiftini og skapa orðaskifti um, hvussu vit styrkja mótstøðuføri Føroya, nú størri ótryggleiki valdar.
After the Russian invasion of Ukraine on 24 February 2022, the risk of attacks on critical infrastructure in NATO member states has increased significantly, and maritime transport and commercial links can also become targets for hostile actions from abroad.
article_dagur_translated
Eftir russisku innrásina í Ukraina 24. februar 2022 er vandin fyri atsóknum á kritisk infrakervi í NATO-limalondum vaksin nógv, og sjóvegis ferða- og vinnusambond kunnu eisini gerast mál fyri fíggindasinnaðum atgerðum uttan úr heimi.
As uncertainty also grows regarding international trade, we must place great emphasis on supply security when it comes to essential goods.
article_dagur_translated
Nú óvissan eisini veksur viðvíkjandi altjóða samhandli, eiga vit at leggja stóran dent á veitingartrygd, tá tað ræður um neyðsynjarvørur.
Today, constant digital connectivity with the outside world is decisive for many daily services, and this makes us vulnerable because threats from hackers and cyberattacks are increasing.
article_dagur_translated
Í dag er støðugt talgilt samband við útheimin avgerandi fyri mangar dagligar tænastur, og hetta ger okkum viðbrekin, tí hóttanir frá teldusníkum og vitlíki gerast størri.
Faroese households are in a completely different position than when we more largely paid for services with goods and food supplies.
article_dagur_translated
Føroysku húsarhaldini eru í eini heilt aðrari støðu, enn tá vit í størri mun rindaðu fyri tænastur við vørum og matfeingi.
Work is being done to create a risk picture of the Faroe Islands that will help the political system prioritize measures in the area of preparedness.
article_dagur_translated
Arbeitt verður við at gera eina váðamynd av Føroyum, sum skal hjálpa politisku skipanini við at raðfesta átøk á tilbúgvingarøkinum.
Based on the risk picture, it will also be necessary to make recommendations on what preparedness households, businesses and the country should have so that damage from possible attacks and incidents can be limited as much as possible.
article_dagur_translated
Við støði í váðamyndini verður eisini neyðugt at gera tilmæli um, hvørja tilbúgving húsarhaldini, vinnulívið og landið eiga at hava, so at skaði av møguligum atsóknum og tilburðum kann avmarkast mest møguligt.
Skilled Faroese and foreign persons working in research, preparedness or business will, from various perspectives, give lectures on the changed world situation and the Faroe Islands' resilience in this context.
article_dagur_translated
Kønir føroyingar og útlendingar, sum arbeiða við gransking, tilbúgving ella vinnulívi, fara úr ymiskum sjónarhornum at hava fyrilestrar um broyttu heimsstøðuna og mótstøðuføri Føroya í hesum sambandi.
Bjarni Kárason Petersen, minister, opens the conference.
article_dagur_translated
Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður, setir ráðstevnuna
The world situation and resilience.
article_dagur_translated
Heimsstøðan og mótstøðuføri
Tór Marni Weihe, PhD candidate at the University of the Faroe Islands: The Faroe Islands from a Russian perspective.
article_dagur_translated
Tór Marni Weihe, ph.d.- lesandi á Fróðskaparsetri Føroya: Føroyar úr russiskum sjónarhorni
Svein Magnason, professional leader in the Foreign Service: Domestic political trends and Faroese security policy.
article_dagur_translated
Svein Magnason, fakligur leiðari í Uttanríkistænastuni: Heimspolitisk rák og føroyskur trygdarpolitikkur
Rógvi Olavson, PhD candidate at the University of the Faroe Islands: Faroese resilience.
article_dagur_translated
Rógvi Olavson, ph.d.-lesandi á Fróðskaparsetri Føroya: Føroyska mótstøðuførið
Stylianos Tzimis, analyst at HybridCoE: Hybrid threats.
article_dagur_translated
Stylianos Tzimis, greinari á HybridCoE: Hybridar hóttanir
Examples of resilience and supply security.
article_dagur_translated
Dømi um mótstøðuføri og veitingartrygd
Páll Vesturbú, director of P/F Neti: Resilience in the digital infrastructure.
article_dagur_translated
Páll Vesturbú, stjóri í P/F Neti: Mótstøðuføri í talgilda undirstøðukervinum
Marner Jacobsen, Telecommunications Authority: Resilience in the telecommunications system.
article_dagur_translated
Marner Jacobsen, Fjarskiftiseftirlitið: Mótstøðuføri í fjarskiftiskervinum
Nikolas Solmunde Olsen, IT security manager at SEV: Resilience in the energy system.
article_dagur_translated
Nikolas Solmunde Olsen, KT-trygdarleiðari í SEV: Mótstøðuføri í orkukervinum
Risk assessment and civil preparedness.
article_dagur_translated
Váðameting og heimatilbúgving
Asif Amin, deputy director in the Danish Emergency Management Agency: Risk assessment and resilience in Denmark.
article_dagur_translated
Asif Amin, varastjóri í Beredskabsstyrelsen: Risk assessment and resilience in Denmark
Leivur Persson, chief at the Labour and Fire Inspection Authority: Faroese preparedness and resilience now and going forward.
article_dagur_translated
Leivur Persson, stóri á Arbeiðs- og Brunaeftirlitinum: Føroysk tilbúgving og mótstøðuføri nú og frameftir
Panel discussion with participants.
article_dagur_translated
Pallborðskjak við luttakarum
Moderator Óluva Zachariasen.
article_dagur_translated
Orðstýrari Óluva Zachariasen
It is not common for foreign heads of government to be present when an American president is sworn in, but despite this several European leaders and politicians have received an invitation to the inauguration of Donald Trump in Washington tomorrow.
article_dagur_translated
Tað er ikki vanligt, at útlendskir stjórnarleiðarar eru til staðar, tá ein amerikanskur forseti verður tikin í eið, men hóast hetta hava fleiri evropeiskir leiðarar og politikarar fingið eina innbjóðing til innsetanina av Donald Trump i Washington í morgun.
One head of government who intends to attend is Italian Prime Minister Giorgia Meloni, her office announces.
article_dagur_translated
Ein stjórnarleiðari, sum ætlar sær at luttaka, er italski forsæitsráðharrin Giorgia Meloni, boðar skrivstova hennara frá.