en
stringlengths
1
10.6k
source
stringclasses
4 values
fo
stringlengths
1
10.3k
Here Trump stated that both he and Putin wanted to bring an end to the war.
article_dagur_translated
Her greiddi Trump frá, at bæði hann og Putin ynsktu at fáa ein enda á krígnum.
Greenlandic member of the Danish Parliament Aki-Matilda Høegh-Dam wishes to run for the Greenlandic parliament, Inatsisartut.
article_dagur_translated
Grønlendska fólkatingskvinnan Aki-Matilda Høegh-Dam ynskir at stilla upp til grønlendska tingið, Inatsisartut.
"I am ready to run for Inatsisartut," she says in an interview with TV2 today.
article_dagur_translated
– Eg eri klár at stilla upp til Inatsisartut, sigur hon í samrøðu við TV2 í dag.
Last week Aki-Matilda Høegh-Dam announced that she left the Siumut party, which she has represented in the Danish Parliament since 2019.
article_dagur_translated
Í farnu viku boðaði Aki-Matilda Høegh-Dam frá, at hon meldaði seg úr flokkinum Siumut, sum hon hevur umboðað á Fólkatingi síðan 2019.
In the last parliamentary election she received 6,655 votes, a third of all votes in Greenland, and nearly twice as many votes as she received in 2019.
article_dagur_translated
Á seinasta fólkatingsvali fekk hon 6.655 atkvøður, ein triðingur av øllum atkvøðunum í Grønlandi, og nærum tvífalt so nógvar atkvøður, sum hon fekk í 2019.
She has previously announced that she does not intend to run again in the next Danish parliamentary election.
article_dagur_translated
Hon hevur áður boðað frá, at hon ikki ætlar sær at stilla uppaftur á næsta fólkatingsvali.
The Greenlandic MP says that she intends to join another party rather than founding a new one.
article_dagur_translated
Grønlendska fólkatingskvinnan sigur, at hon ætlar sær at melda seg inn í ein annan flokk heldur enn at stovna ein nýggjan.
According to Ritzau, she plans later today to announce which party she will run for, if she can find a constituency.
article_dagur_translated
Sambært Ritzau ætlar hon sær seinni í dag at boða frá, hvørjum flokki hon stillar upp fyri, um hon kann finna eitt valdømi.
Elections will be held in Greenland on March 11.
article_dagur_translated
Val verður í Grønlandi 11. mars.
The organizers of Tórsfest have now succeeded in getting Eivør to perform at the annual summer festival just before Ólavsøka.
article_dagur_translated
Tað er nú eydnast fyriskiparunum av Tórsfest, at fáa Eivør at framføra á árligu summarveitsluni beint fyri ólavsøku.
Tórsfest writes in a press release today that listeners in large numbers have requested her, and now it worked out.
article_dagur_translated
Tórsfest skrivar í tíðindaskrivi í dag, at áhoyrarar í fleiri hava umbiðið hana, og nú bar til.
Eivør is without doubt among the Faroe Islands' foremost musicians.
article_dagur_translated
Eivør er uttan iva millum føroya fremstu tónlistafólk.
Already as a youth it became clear that there was a singer here who was not like the others.
article_dagur_translated
Longu sum blaðung varð tað greitt, at her var ein songkvinna, sum ikki var sum hinar.
She is so gifted that she is counted among the best in the world.
article_dagur_translated
Hon er so gávað, at hon telist millum tær bestu í heiminum.
Her voice is astonishingly pure and clear, and she can soar to great heights as well as dive down into a dark timbre.
article_dagur_translated
Rødd hennara er so ófatiliga rein og klár, og hon kann fúka upp í hæddirnar, umframt at dykka niður í ein myrkan klang.
And Eivør is also unusually skilled at crafting songs.
article_dagur_translated
Og so er Eivør eisini óvanliga dugnalig at smíða løg.
Her music is very well regarded, and the huge hit “Trøllabundin” has a full 31 million plays on Spotify.
article_dagur_translated
Tónleikur hennara er sera væl dámdur, og risahittið “Trøllabundin” hevur heilar 31 milliónir spælingar á Spotify.
Last year Eivør released the album “Enn.”
article_dagur_translated
Í fjør lat Eivør úr hondum útgávuna “Enn”.
The release spans a wide musical range, but at its center is Eivør's floating voice.
article_dagur_translated
Útgávan spennur tónleikaliga víða, men í miðdeplinum er sveimandi røddin hjá Eivør.
The Danish music outlet Gaffa described the album as a masterpiece, and Distorted Sound Magazine gave it 9 out of 10 possible points.
article_dagur_translated
Danski tónleikamiðilin Gaffa skýrdi útgávuna at vera eitt meistaraverk, og Distorted Sound Magazine gav útgávuni 9 av 10 møguligum.
In addition to releasing music under her own name, Eivør is also active in film music and in providing vocals for video games.
article_dagur_translated
Umframt at geva út tónleik í egnum navnið, er Eivør eisini virkin innan filmstónleik og at leggja songrødd til telduspøl.
Wherever Eivør performs, she captivates.
article_dagur_translated
Har Eivør framførir, har hugtekur hon.
Last year her music took her all the way to Australia, and at the time of writing she is on tour in the United States and Canada.
article_dagur_translated
Í fjør leiddi tónleikur hennara hana allan vegin til Avstralia, og í skrivandi løtu er hon á turné í Amerika og Kanada.
Tórsfest will be huge this year.
article_dagur_translated
Tórsfest verður risastórt í ár.
It was already announced that Gavin DeGraw will also perform at Tórsfest, and more big names will be announced soon.
article_dagur_translated
Frammanundan er longu greitt, at Gavin DeGraw eisini fer at framføra á Tórsfest, og fleiri stór nøvn verða kunngjørd í næstum.
On the social platform X, the American billionaire Elon Musk has shared a post with false news that “neither traditional media nor European politicians have discussed the school shooting in Sweden.”
article_dagur_translated
Á sosiala miðlinum X hevur amerikanski ríkmaðurin Elon Musk deilt eitt uppslag við ósonnum tíðindum um at “hvørki siðbundnir miðlar ella evropeiskir politikarar hava umrøtt skúlaskjótingina í Svøríki”.
The false news was written by another user but was further shared by the owner of the platform, Elon Musk, who has no fewer than 216 million followers on X.
article_dagur_translated
Falstíðindini eru skrivað av einum øðrum brúkara, men eru deild víðari av eigaranum av miðlinum, Elon Musk, sum hevur ikki færri enn 216 milliónir fylgjarar á X.
- No European politician has mentioned the shooting.
article_dagur_translated
- Ongin europeiskur politikari hevur nevnt skottilburðin.
Traditional media are — as always — silent.
article_dagur_translated
Siðbundnir miðlar eru – sum altíð – kúrrir.
Is this the new normal in Europe? says the post.
article_dagur_translated
Er hetta tað nýggja vanliga í Evropa? stendur í uppslagnum.
And Elon Musk has added two exclamation marks in the comment field.
article_dagur_translated
Og Elon Musk hevur lagt tvey útrópstekn afturat í viðmerkingarteigin.
The post is marked with a so-called "community note," where other users point out that the information is not in line with the truth.
article_dagur_translated
Uppskotið er markað við einum sokallaðum "community note", har aðrir brúkarar vísa á, at upplýsingarnir ikki eru í tráð við sannleikaan.
On March 1 the Danish Melodi Grand Prix competition will be held, and this year it again features Faroese participation.
article_dagur_translated
1. mars verður danska Melodi Grand Prix kappingin hildin, og í ár er tað aftur við føroyskari luttøku.
Danmarks Radio announced today the eight songs selected for the competition, and among the singers who will perform is the Faroese singer Jóhanna Norðberg Niclasen, who is now trying herself as a singer in Denmark under the stage name Sissal.
article_dagur_translated
Danmarks Radio hevur í dag kunngjørt teir átta sangirnar, sum eru úttiknir til kappingina, og millum sangararnar, sum skulu framføra, er føroyska sangarinnan Jóhanna Norðberg Niclasen, sum nú roynir seg sum sangari í Danmark undir listafólkanavninum Sissal.
Sissal will sing the song 'Hallucination', which six songwriters collaborated on writing: Malthe Johansen, Chris Rohde-Frisk, Line Spangsberg, Marcus Winther-John, Linnea Deb, and Melanie Wehbe.
article_dagur_translated
Sissal skal syngja sangin ‘Hallucination’ sum seks sangskrivarar hava verið saman um at skriva: Malthe Johansen, Chris Rohde-Frisk, Line Spangsberg, Marcus Winther-John, Linnea Deb og Melanie Wehbe.
DR describes Sissal as a woman who radiates power and confidence.
article_dagur_translated
DR lýsir Sissal sum eina kvinnu, sum útstrálar power og og sjálvsálit.
She has often been told that she takes up too much space, but she has learned to use that as a strength.
article_dagur_translated
Hon hevur ofta fingið at vita, at hon fyllir ov nógv, men hon hevur lært at brúka tað sum eina styrki.
Sissal is a mother and although she often faces prejudices that her career as a pop singer should be over now, she insists on continuing it.
article_dagur_translated
Sissal er mamma og hóast hon ofta møtir fórdómum um, at hennara karriera sum poppsangari átti at verið av nú, so sýtir hon fyri at gera tað.
Sissal wants to be an example that women can create music and receive recognition despite having had children — something that is not questioned for men.
article_dagur_translated
Sissal vil vera eitt dømi um, at kvinnur kunnu skapa tónleik og hava viðgongd hóast tær hava fingið børn – nakað, ið spurnartekn ikki verður sett við hjá mannfólki.
Sissal herself says that she loves Melodi Grand Prix and Eurovision.
article_dagur_translated
Sjálv sigur Sissal, at hon elskar Melodi Grand Prix og Eurovision.
For her, it is about encouraging others to be authentic.
article_dagur_translated
Fyri hana snýr tað seg um at eggja onnur til at vera ektað.
I hope that people can see themselves reflected in my music and my persona.
article_dagur_translated
Eg vóni, at fólk kunnu spegla sær í mínum tónleiki og mínum persóni.
I want to show that it is possible to be sexy and healthy even if one is not thin, and I encourage everyone to stand by themselves and their dreams.
article_dagur_translated
Eg vil vísa, at tað ber til at vera lekkur og sunn hóast ein ikki er tunn, og so mæli eg øllum til at standa við seg sjálvan og sínar dreymar.
How is a homicide investigated?
article_dagur_translated
Hvussu verður eitt drápmál kannað?
How have crimes changed over time?
article_dagur_translated
Hvussu eru brotsverk broytt við tíðini?
How can the number of murders decrease while the number of women being murdered does not decrease?
article_dagur_translated
Hvussu ber tað til, at talið á morðum fellur, samstundis sum talið, har konufólk eru myrd, ikki fellur?
These are some of the questions that the former head of the Homicide Division of the Criminal Investigation Department, Bent Isager-Nielsen, will talk about at Norðurlandahúsið on February 20 at 19:30.
article_dagur_translated
Hesir eru nakrir av spurningunum, sum fyrrverandi ovastin fyri drápsdeildina hjá Ferðaliðinum, Bent Isager-Nielsen, fer at tosa um í Norðurlandahúsinum, 20. februar kl. 19.30.
In his 44-year police career, Bent Isager-Nielsen has worked on some of the most complex and notable homicide cases in Denmark, Greenland, and the Faroe Islands.
article_dagur_translated
Bent Isager-Nielsen hevur í sínum arbeiði hjá løgregluni í 44 ár fingist við nøkur av torgreiddastu og merkisverdastu drápsmálunum í Danmark, Grønlandi og í Føroyum.
As the former leader of the Criminal Investigation Department of the national police, he has led investigations into a large number of criminal cases — often those that the media have followed particularly closely.
article_dagur_translated
Hann hevur sum fyrrverandi leiðari fyri Ferðaliðið hjá ríkisløgregluni staðið á odda fyri at kanna eina ørgrynnu av brotsmálum - ofta slíkum, sum miðlarnir hava fylgt serliga væl við.
Now that he is visiting Norðurlandahúsið, his aim is to share the knowledge and experience he has gained during a career spent primarily investigating crimes.
article_dagur_translated
Nú hann vitjar Norðurlandahúsið, er tað við tí fyri eyga at greiða frá teirri vitan og teimum royndum, hann hevur við sær aftaná eitt arbeiðslív, har hann serliga hevur fingist við at greiða brotsverk.
He will describe this work and relate it to contemporary criminal cases, and will bring the audience into the police investigative process using modern technology and DNA analysis, which are often decisive in these investigations.
article_dagur_translated
Hann fer at greiða frá hesum arbeiði og at seta tey í frásjón við viðkomandi nútíðar brotsmál, og tekur áhoyrarnar við sær inn í kanningararbeiðið hjá løgregluni við nýmótans tøkni og DNA-greining, sum ofta eru avgerandi í hesum kanningararbeiði.
Bent Isager-Nielsen will also address how crimes have changed over time.
article_dagur_translated
Bent Isager-Nielsen fer eisini at koma inn á, hvussu brotsverk eru broytt við tíðini.
Although the total number of homicides has fallen, the number of cases in which women are murdered has not decreased.
article_dagur_translated
Hóast samlaða talið á drápsmálum er fallið, er talið, har konufólk eru myrd, ikki fallið.
He will also discuss possible reasons for this.
article_dagur_translated
Møguligu orsøkina til hetta fer hann eisini at tosa um.
Part of the lecture will concern a 1994 case that occurred at a harbor area in the Faroe Islands.
article_dagur_translated
Ein partur av fyrilestrinum fer at snúgva seg um eitt mál frá 1994, sum hendi við eitt havnarlag í Føroyum.
What at first appeared to be a homicide turned out to be something entirely different.
article_dagur_translated
Tað, um fyrst tóktist vera eitt drápsmál, var nakað heilt annað.
Yesterday the police were out conducting speed measurements in Eysturoy, and in this connection two drivers were caught for speeding.
article_dagur_translated
Í gjár var løgreglan úti og gjørdi ferðmátingar í Eysturoynni, og í hesum sambandi vórðu tveir bilførarar tiknir fyri at koyra ov skjótt.
One driver was caught for speeding in a residential/built-up area where the maximum permitted speed is 50 kilometers per hour.
article_dagur_translated
Ein bilførari varð tikin fyri at koyra ov skjótt í bygdum øki, har mest loyvda ferðin er 50 kilometrar.
His speed was measured at 90 kilometers per hour, which results in a conditional suspension of his driving licence.
article_dagur_translated
Ferðin hjá honum varð máld til 90 kilometrar um tíman, og tað gevur eina treytaða frádøming av koyrikortinum.
The other driver also received a conditional suspension for speeding in a non-built-up area.
article_dagur_translated
Hin bilførarin fekk eisini eina treytaða frádøming fyri at koyra ov skjótt í óbygdum øki.
The maximum permitted speed there is 80 kilometers per hour, but this driver's speed was measured at 127 kilometers per hour.
article_dagur_translated
Mest loyvda ferðin er 80 kilometrar, men ferðin hjá hesum bilføraranum varð máld til 127 kilometrar um tíman.
In the past 24 hours two traffic accidents have been reported.
article_dagur_translated
Seinasta samdøgrið eru tvey ferðsluóhapp fráboðað.
Yesterday morning, shortly before 11 o'clock, there was a traffic accident in Tvøroyri where one car collided with another car that was parked.
article_dagur_translated
Fyrrapartin í gjár, stutt fyri klokkan 11, var eitt ferðsluóhapp á Tvøroyri, har ein bilur rendi á ein annan bil, sum stóð parkeraður.
The cars sustained some damage, and the driver was taken to the hospital, but he did not suffer serious injuries.
article_dagur_translated
Bilarnir fingu eitt sindur av skaða, og førarin varð koyrdur á sjúkrahúsið, men hann hevur ikki fingið álvarsligan skaða.
Shortly before two o'clock last night there was also a traffic accident in Sørvágur where a small vehicle went off the road.
article_dagur_translated
Stutt fyri klokkan tvey í nátt var eisini eitt ferðsluóhapp í Sørvági, har eitt prutl fór út av vegnum.
The driver went to the hospital, but he also did not sustain any serious injuries, says the duty officer at the police station in Tórshavn, who adds that the night has otherwise been fairly quiet.
article_dagur_translated
Førarin fór á sjúkrahúsið, men heldur ikki hann fekk nakran álvarsligan skaða, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn, sum leggur afturat, at náttin annars hevur verið rættiliga friðarlig.
Many people have been in town, but they have behaved themselves well, he says.
article_dagur_translated
Nógv fólk hava verið í býnum, men tey hava skikkað sær væl, sigur hann.
However, one person was charged with violating public order regulations just after midnight.
article_dagur_translated
Tó var ein persónur skuldsettur fyri brot á skilhaldsreglurnar beint aftaná midnátt.
He showed the police his middle finger, and he will receive a fine for that.
article_dagur_translated
Hann vísti løgregluni longutong, og tað fær hann eina bót fyri.
Last night Russia launched 267 drones over Ukraine, and it was an extremely large attack, writes Yurii Ihnat, a spokesman for the Ukrainian Air Force on Facebook.
article_dagur_translated
Í nátt hevur Russland sent 267 dronur yvir Ukraina, og talan er um eitt metstórt álop, skrivar Yurii Ihnat, talsfólk hjá ukrainska flogherinum á Facebook.
Of the 267 drones, 138 were shot down by Ukrainian air defenses, while 119 disappeared from the radars without causing damage.
article_dagur_translated
Av teimum 267 dronunum vórðu 138 skotnar niður av Ukrainsku loftverjuni, meðan 119 hvurvu av radarunum uttan at elva til skaða.
Several areas, including Kyiv, were hit in the attack.
article_dagur_translated
Fleiri øki, harímillum Kyiv vórðu rakt í álopinum.
There are also reports of a Russian missile strike yesterday that killed one person and injured five people in the city of Kryvyi Rih.
article_dagur_translated
Eisini verður boðað frá einum russiskum rakettálopi í gjár, sum kravdi eitt mannalív og særdi fimm fólk í býnum Kryvyj Rih.
The Russian Ministry of Defense reports that 20 Ukrainian drones were sent over Russia last night and that all were "destroyed," writes Ritzau.
article_dagur_translated
Russiska verjumálaráðið upplýsir, at 20 ukrainskar dronur vórðu sendar yvri Russland í nátt, og at allar vórðu "oyðilagdar", skrivar Ritzau.
Tomorrow marks exactly three years since Russia invaded Ukraine on February 24, 2022.
article_dagur_translated
Í morgin eru júst trý ár liðin, síðan Russland gjørdi innrás í Ukraina 24. februar 2022.
The USA is close to reaching an agreement to end the war between Ukraine and Russia.
article_dagur_translated
USA er nær við at fáa eina avtalu um at enda kríggið millum Ukraina og Russland.
That was said by the American president, Donald Trump, at the conservative conference CPAC in the state of Maryland on Saturday evening, according to the news agencies Ritzau and Reuters.
article_dagur_translated
Tað segði amerikanski forsetin, Donald Trump á konservativu ráðstevnuni CPAC í statinum Maryland leygarkvøldið sambært tíðindastovunum Ritzau og Reuters.
Tomorrow marks three years since Russia invaded Ukraine, and according to Trump, Russia would never have considered entering Ukraine if he had been president three years ago.
article_dagur_translated
Í morgin eru trý ár liðin, síðan Russland gjørdi innrás í Ukraina, og sambært Trump hevði Russland ongantíð umhugsað at farið inn í Ukraina, um hann hevði verið forseti fyri trimum árum síðani.
In his speech he also pointed out that it has cost the USA a lot of money to support Ukraine, and the USA wants that money back.
article_dagur_translated
Í røðu síðani vísti amerikanski forsetin eisini á, at tað hevur kostað USA nógvar pengar at stuðla Ukraina, og tær pengarnar vil USA hava aftur.
Europe should give more to help Ukraine than the USA, Trump said, and he attacked his rival Joe Biden, whom he called a "weak and unfit president."
article_dagur_translated
Evropa eigur at geva meira fyri at hjálpa Ukraina enn USA, segði Trump og fanst at undanmanni sínum Joe Biden, sum hann segði var ein "býttur og óskikkaður forseti".
The Faroe Islands received their first postage stamps 50 years ago - on January 30, 1975.
article_dagur_translated
Føroyar fingu síni fyrstu frímerki fyri 50 árum síðan - tann 30. januar 1975.
The issue comprised 14 different stamps depicting old maps of the Faroe Islands and art.
article_dagur_translated
Útgávan fevndi um 14 ymisk frímerki, sum myndaðu gomul føroyakort og list.
It was the Danish postal service that was responsible for the issue.
article_dagur_translated
Tað var danska postverkið, sum stóð fyri útgávuni.
Just over a year later Postverk Føroya was established - on April 1, 1976 - and since then the Faroese postal service has issued Faroese stamps.
article_dagur_translated
Gott og væl eitt ár seinni varð Postverk Føroya stovnað - tann 1. apríl 1976, og síðan tá hevur føroyska postverkið givið út føroysku frímerkini.
In connection with the fiftieth anniversary a special miniature sheet is being issued today, composed of some of the best-known Faroese stamps — including the weather motif and the dance ring.
article_dagur_translated
Í sambandi við fimmti ára dagin verður eitt serligt smáark givið út í dag, sum er sett saman av nøkrum av teimum best kendu føroysku frímerkjunum – m.a. veðrinum og dansiringinum.
On August 15, 1924 the first airplane ever landed in the Faroe Islands.
article_dagur_translated
Tann 15. august 1924 lendi fyrsta flogfarið nakrantíð í Føroyum.
It was the Italian aviator Antonio Locatelli with his crew who landed his Dornier Wal seaplane in Tórshavn harbour.
article_dagur_translated
Tað var italski flogskiparin Antonio Locatelli við manning, sum lendi við Dornier Wal vatnflúgvara sínum á Havnarvág.
The Tingakrossur newspaper reported this about the event: "On Friday evening at about 7 o'clock a distant whirring suddenly sounded from the southeast, like that of an insect, and at the same moment a large fin whale surfaced south of Nólsoy.
article_dagur_translated
Í Tingakrossi stóð hetta at lesa um hendingina: ”Fríggjakvøldið um 7 tíðina hoyrdist snøggliga úr landsynningi ein fjar surran, sum av skinnflugu, og í somu stund dagaði ein stórur grindalokkur upp sunnanfyri Nólsoynna.
"The aviator!" people cried and stared spellbound into the sky after this unknown craft, which now sounded as loud as a motorboat, as it flew into the fjord, turned eastward in an arc high above Vaktarhúsbrekka and then over the rooftops out onto the sound, where it sped outward at full speed, turned back and took up a...
article_dagur_translated
”Flúgvarin!” róptu fólk og stardu hugtikin upp í loftið eftir hesum ókenda fari, ið nú larmaði so dúliga sum nakar motorbátur, eftirsum tað fleyg innyvir fjørðin, sneiddi eystureftir í ein boga dygst yvir Vaktarhúsbrekku og so yvir húsatekina út á vánna, har tað stiklaði úteftir við fullari ferð, vendi innaftur og legð...
It also caused a stir when it was reported that the most famous of the aviation pioneers, Charles Lindbergh, would make a stopover in the Faroe Islands.
article_dagur_translated
Tað vakti somuleiðis ans, tá tað frættist at tann kendasti av flogundangongumonnunum Charles Lindbergh skuldi millumlenda í Føroyum.
This happened in August 1933 when Lindbergh landed on Trongisvágsfjord with his seaplane.
article_dagur_translated
Hetta hendi í august 1933, tá Lindbergh lendi á Trongisvágsfirði við vatnflúgvara sínum.
Accompanying him on the trip was his wife Anne Morrow, who proved to be the navigator and telegraph operator on the journey.
article_dagur_translated
Við honum á ferðini var kona hansara Anne Morrow, sum vísti seg at vera navigatørur og telegrafistur á ferðini.
The artist is Janus Dam Guttesen.
article_dagur_translated
Listafólk er Janus Dam Guttesen.
The Faroese Handball Association was founded on April 19, 1980, but if we go back to the 1920s, that was when Faroese people began playing handball.
article_dagur_translated
Hondbóltssamband Føroya varð sett á stovn tann 19. apríl 1980, men skulu vit heilt aftur í 1920-árini, tá føroyingar byrjaðu at spæla hondbólt.
After a rather unstable period and reduced activity in the 1980s, 1990s and 2000s, the sport has truly picked up again.
article_dagur_translated
Eftir eina heldur óstøðuga gongd og skert virksemi í áttati-, níti- og nullárunum, hevur ítróttagreinin aftur veruliga tikið dik á seg.
With the good momentum, the interest in playing handball in the Faroe Islands is exceptionally high today.
article_dagur_translated
Við góðu gongdini, er áhugin fyri at spæla hondbólt í Føroyum methøgur í dag.
There are 13 clubs and about 3,100 handball players, and the Faroe Islands are the country with the most handball players per capita.
article_dagur_translated
Feløgini eru 13 í tali og íðka á leið 3.100 hondbólt og eru Føroyar tað landið við flest hondbóltsíðkarum fyri hvønn íbúgva.
Faroese professional players can also be seen in top handball clubs and competitions in Europe, and they are great role models for children and young people in the Faroe Islands.
article_dagur_translated
Føroyskir yrkisleikarar eru eisini at síggja í fremstu hondbóltsfeløgum og -kappingum í Evropa, og eru teir stórar fyrimyndir fyri børn og ung í Føroyum.
The stamps depict Elias Ellefsen á Skipagøtu and Janu Mittún.
article_dagur_translated
Frímerkini mynda Elias Ellefsen á Skipagøtu og Janu Mittún.
The photographs were taken by Álvur Haraldsen and Uroš Hocevar.
article_dagur_translated
Myndirnar hava Álvur Haraldsen og Uroš Hocevar tikið.