en stringlengths 1 10.6k | source stringclasses 4
values | fo stringlengths 1 10.3k |
|---|---|---|
We also had Álv for English throughout those years, as English was part of the timetable. | article_dagur_translated | Eisini høvdu vit Álv í enskum øll árini, har enskt var partur av tímatalvuni. |
Everyone who has had Álv as a teacher agrees that he was a fantastic teacher, and nothing negative has ever been said about him as a teacher; on the contrary. | article_dagur_translated | Øll, sum hava havt Álv sum lærara, eru á einum máli um, at hann var ein fantastiskur lærari, og ongantíð hevur nakað neiligt verðið sagt um Álv sum lærara, tvørturímóti. |
Our class is no exception. | article_dagur_translated | Okkara flokkur er onki undantak. |
All of us in the class liked Álv as a teacher very much and agree that Álvur is the best teacher we have had. | article_dagur_translated | Okkum øllum í flokkinum dámdi so avbera væl Álv sum lærara og eru samd um, at Álvur er besti lærarin, vit hava havt. |
We have been told that Álvur also had a very special fondness for our class. | article_dagur_translated | Okkum er sagt, at Álvur eisini hevði ein heilt serligan tokka til okkara flokk. |
When Álvur entered the classroom, there was immediate quiet. | article_dagur_translated | Tá Álvur kom inn í flokshølið, var friður beinanveg. |
It was never necessary for Álv to shout to get us to listen and behave. | article_dagur_translated | Ongantíð var neyðugt hjá Álvi at rópa, fyri at fáa okkum at lurta og akta. |
We had great respect for Álv. | article_dagur_translated | Vit høvdu stóra virðing fyri Álvi. |
Álvur was of medium height and a dignified man with thick, dark hair and a large, dark full beard. | article_dagur_translated | Álvur var ein miðalhøgur og prúður maður við tjúkkum, myrkum hári og stórum, myrkum fullskeggi. |
At first glance he thus appeared very serious and strict, but his dark eyes were gentle, as was his smile, revealing his calm, kind, and entertaining disposition. | article_dagur_translated | Við fyrsta eygnabrá sýntist hann tí sera álvarsamur og strangur, men hansara myrku eygu vóru tó blíð, eins og hansara smíl, og avdúkaðu hansara róliga, blíða og skemtingarsama sinn. |
Álvur was very engaging as a teacher. | article_dagur_translated | Álvur var sera fevnandi sum lærari. |
He was good to all of us. | article_dagur_translated | Hann var góður við okkum øll. |
Furthermore, he had an outstanding ability to teach, and Álvur taught us much, both in Faroese and in English. | article_dagur_translated | Haraftrat hevði hann framúr evni at læra frá sær, og hevur Álvur lært okkum nógv, bæði í føroyskum og enskum. |
It can be mentioned that he used various phrases for different things in grammar and spelling, which means those expressions still stick firmly with us. | article_dagur_translated | Nevnast kann, at hann nýtti ymiskar orðingar til ymiskt í sambandi við mállæru og rættstaving, ið bar við sær, at hesar orðingar enn sita so rimmar fastar hjá okkum. |
For example, he used to say that “fingið” had gained a ð. | article_dagur_translated | Eitt nú plagdi hann at siga, at “fingið” hevði fingið ð. |
He also taught us about the difference between “vegur” (road) and “veður” (weather), which are pronounced the same. | article_dagur_translated | Hann lærdi okkum eisini um munin á “vegur” og “veður”, sum jú úttalast eins. |
“Vegur” has g because g points down to the road, while “veður” has ð because ð points up toward the air. | article_dagur_translated | “Vegur” hevur g, tí g peikar niður á vegin, meðan “veður” hevur ð, tí ð peikar upp móti luftini. |
Álvur also had the ability to sense when the school day was about to end and we were tired and did not have the energy to sit and do our schoolwork in class. | article_dagur_translated | Álvur hevði eisini evnini at kenna á sær, tá skúladagurin var um at verða liðugur, og vit vóru troytt og ikki høvdu orku at sita og gera okkara skúlaarbeiði í tímanum. |
He also took that into account. | article_dagur_translated | Hesum tók hann eisini atlit at. |
Then he often used to give us “farewell questions,” where he asked all of us questions of various kinds. | article_dagur_translated | Tá plagdi hann mangan at geva okkum “farvæl-spurningar”, har hann setti okkum øllum spurningar av ymiskum slag. |
If we answered correctly, we were allowed to go home. | article_dagur_translated | Svaraðu vit rætt, sluppu vit at fara heim. |
We were happy. | article_dagur_translated | Glað vóru vit. |
However, the farewell questions did not only cover Faroese as a subject. | article_dagur_translated | Farvæl-spurningarnir fevndu tó ikki bert um føroyskt sum lærugrein. |
Many of the questions were about general knowledge, social affairs, and culture, and this helped give us greater insight into society, language, and culture. | article_dagur_translated | Nógvir av spurningunum vóru um almenna vitan, samfelagsviðurskifti og mentan, og var hetta við til at geva okkum størri innlit í samfelag, mál og mentan. |
So, although we were tired and did not have the energy to sit and study or do grammar, we learned a lot through the farewell questions, which we all liked so much. | article_dagur_translated | So, hóast vit vóru troytt og ikki orkaðu at sita og lesa ella gera mállæru, lærdu vit nógv gjøgnum farvæl-spurningarnar, sum okkum øllum dámdi so væl. |
We all remember the “pirate stories,” because Álvur had storytelling material like few others. | article_dagur_translated | Øll minnast vit “sjórænara-søgurnar”, tí frásøguevnini hevði Álvur, sum fáur. |
We all sat motionless with wide eyes and ears and listened when he told pirate stories. | article_dagur_translated | Øll sótu vit pinnastill við stórum eygum og oyrum og lurtaðu, tá hann segði frá sjórænara-søgum. |
He was so good at making them exciting. | article_dagur_translated | Hann dugdi so væl at gera tær spennandi. |
He began the stories quietly, almost whispering. | article_dagur_translated | Hann byrjaði søgurnar spakuliga, ja nærum teskandi. |
As the story became more and more exciting, Álv’s voice grew harsher and harsher, and the story always ended with him startling us. | article_dagur_translated | So hvørt, sum søgan gjørdist meiri og meiri spennandi, gjørdist røddin á Álvi harðari og harðari, og endaði søgan altíð við, at hann kløkkaði okkum. |
We loved the pirate stories, and that is how we remember Álv, along with many others. | article_dagur_translated | Vit elskaðu sjórænanara-søgurnar, og soleiðis minnast vit, og mong við okkum, Álv. |
We also took many walks with Álv in the nature around Tvøroyri, where he explained various things we saw on the walks. | article_dagur_translated | Eisini hava vit gingið mangar gongutúrar saman við Álvi í náttúruni kring Tvøroyri, har hann greiddi frá ymiskum, ið vit sóu á túrunum. |
Among other places, we were in Hvannhagi, in the plantation in Trongisvági, and strolled along Ovaravegur. | article_dagur_translated | Vit vóru millum annað í Hvannhaga, í plantaguni í Trongisvági og spákaðu okkum inn eftir Ovaravegi. |
We also had a quay trip where we visited a Russian relief ship that was moored at the quay. | article_dagur_translated | Eisini vóru vit kai-túr, har vit vitjaðu eitt russiskt hjálparskip, ið lá við kai. |
That is where the photo that is attached here originates. | article_dagur_translated | Haðani stavar myndin, ið er løgd við her. |
On St. John’s Day 2019, 20 years after we finished primary school, our class held a class reunion. | article_dagur_translated | Á jóansøku 2019, 20 ár eftir, at vit vórðu liðug í fólkaskúlanum, hevði okkara flokkur floksveitslu. |
We naturally wanted Álvur to be part of the day. | article_dagur_translated | Vit ynsktu sjálvandi, at Álvur skuldi vera partur av degnum. |
The day therefore began with the class meeting at Tvøroyri school, where Álvur showed us around the old classrooms and went through some Faroese grammar and spelling. | article_dagur_translated | Dagurin byrjaði tí við, at flokkurin hittist í Tvøroyrar skúla, har Álvur vísti okkum runt í gomlu flokshølunum og gjøgnumgekk nakað av føroyskari mállæru og rættstaving. |
The moment, of course, ended with farewell questions. | article_dagur_translated | Løtan endaði sjálvandi við farvæl-spurningum. |
Although Álvur was the only teacher we had for all ten years in primary school, he was never officially our class teacher, even though we often teased him. | article_dagur_translated | Hóast Álvur var einasti lærari, vit høvdu øll 10 árini í fólkaskúlanum, var hann ongantíð okkara flokslærari, um enn vit dúgliga júkaðu. |
After all, he was the one who had us the longest and knew us best. | article_dagur_translated | Hann var jú tann, ið hevði okkum longst og kendi okkum best. |
Likewise, he was the one to whom we had the greatest affection and trust. | article_dagur_translated | Somuleiðis var hann tann, ið vit høvdu størst tokka til og álit á. |
Dear Álvur, rest in peace and thank you for all the teaching and memories! | article_dagur_translated | Góði Álvur, hvíl í friði og takk fyri allan lærdómin og minnini! |
With deepest sympathy to the bereaved: Malun, Mortan, Rakul, and the granddaughters. | article_dagur_translated | Við djúpastu samkenslu við teimum avvarandi: Maluni, Mortan, Rakul og abbadøtrunum. |
Several traffic law violations were recorded yesterday in connection with traffic checks by the police. | article_dagur_translated | Fleiri brot á ferðslulógina vórðu skrásett í gjár í sambandi við ferðslukanningar hjá løgregluni. |
Around half past eight, checks were carried out at the tunnel entrance above Oyrareingir. | article_dagur_translated | Um hálvgun níggju tíðina vóru kanningar gjørdar við tunnilsmunnan oman fyri Oyrareingir. |
There a truck driver had points deducted from his license for driving 89 kilometers per hour, and another driver had points deducted for overtaking another car across the solid line, that is where the road markings indicate that overtaking is not allowed. | article_dagur_translated | Her fekk ein lastbilførari klipp í koyrikortið fyri at koyra 89 kilometrar um tíman, og ein annar bilførari fekk klipp fyri at yvirhála ein annan bil tvørtur um sperrilinju, tað vil siga har strípurnar á vegnum vísa, at tað ikki er loyvt at yvirhála. |
In the afternoon the traffic police were on Havnargøta by the eastern bay in Tórshavn and conducted checks. | article_dagur_translated | Seinnapartin var ferðsluløgreglan á Havnargøtu við eystaru vág í Havn og gjørdi kanningar. |
Eighty cars were stopped and seven cases were recorded. | article_dagur_translated | 80 bilar vórðu støðgaðir og sjey mál skrivað. |
Two drivers are charged with talking on a mobile phone while driving, two for driving with worn tires, one for a headlight fault, one for having a child sitting unsecured in the car, and one for driving against the direction of traffic at Essabarr (formerly Café Natúr). | article_dagur_translated | Tveir bilførarar verða skuldsettir fyri at tosa í fartelefon undir akstri, tveir fyri at koyra við slitnum dekkum, ein fyri lyktafeil, ein fyri at hava barn sitandi leyst í bilinum og ein fyri at hava koyrt ímóti koyrirætninginum við Essabarr (fyrr. Café Natúr). |
Earlier in the day a driver was also reported for driving rather erratically in his car in the town center of Tórshavn. | article_dagur_translated | Fyrrapartin varð eisini boðað frá bilførara, ið koyrdi heldur ófantaliga í bili sínum í miðbýnum í Havn. |
The police went to the scene and now charge the driver with driving under the influence of alcohol. | article_dagur_translated | Politiið fór á staðið og skuldsetir nú føraran fyri at koyra rúsdrekkaávirkaður. |
In the afternoon there was a minor traffic accident at the junction of Landavegur and Marknagilsvegur, where a car coming from Landaveg collided with another car that was driving along Marknagilsvegur. | article_dagur_translated | Seinnapartin var eitt lítið ferðsluóhapp á vegamótinum Landavegur/Marknagilsvegur, har ein bilur, sum kom frá Landavegnum nam við ein annan, ið koyrdi eftir Marknagilsvegnum. |
Nothing serious, only minor body damage. | article_dagur_translated | Einki álvarslig, bert lítil skrokkskaði. |
The driver who entered Marknagilsvegur is now being charged for failing to keep to his duty to yield. | article_dagur_translated | Bilførarin, ið koyrdi út á Marknagilsvegin verður nú skuldsettur fyri ikki at hava hildið sína víkiskyldu. |
Again this year a lecture series will be organized in Sandavág Church. | article_dagur_translated | Aftur í ár verður skipað fyri fyrilestrarøð í Sandavágs kirkju. |
The lectures will be on Tuesday evenings at 19:30. | article_dagur_translated | Fyrilestrarnir verða týskvøld klokkan 19.30. |
During Lent last year a number of lectures were organized in the church. | article_dagur_translated | Í føstuni í fjør varð skipað fyri nøkrum fyrilestrum í kirkjuni. |
The topics were varied, and ranged from philosophy and medicine to the current situation in the Middle East described from a historical perspective. | article_dagur_translated | Evnini vóru ymiskt, og spentu alt frá heimspeki og læknafrøði til aktuellu støðuna í Miðeystri lýsta í søguligum høpi. |
This year the lectures are focused on ecclesiastical topics with one exception, which deals more with aid work abroad. | article_dagur_translated | Í ár verða fyrilestrarnir miðsavnað um kirkjulig evni við einum undantaki, sum meira snýr seg um hjálpararbeiði úti í heimi. |
However, it is grounded in a Christian perspective. | article_dagur_translated | Tó grundfest á kristiligt støði. |
This time the first lecture will be held before the start of Lent, and then three will be held during Lent. | article_dagur_translated | Fyrsti fyrilesturin verður hesaferð hildin áðrenn føstuinngang, og síðan verða tríggir hildnir út gjøgnum føstuna. |
Inga Poulsen Dam, a priest, will lead the events. | article_dagur_translated | Tað verður Inga Poulsen Dam, prestur, sum fer at leiða tiltøkini. |
The first lecture in the series will be on Tuesday evening, February 18 at 19:30. | article_dagur_translated | Fyrsti fyrilesturin í røðini verður týskvøldið 18. Februar klokkan 19.30. |
Then Lis Samuelsen, a priest, will talk about her time serving as a priest abroad, where among other things she served as a chaplain to the Danish army. | article_dagur_translated | Tá fer Lis Samuelsen, prestur, at siga frá síni tíð sum prestur uttanlands, har hon millum annað hevur verið prestur hjá danska herinum. |
In this role she was also sent out to be a chaplain to soldiers in a foreign country. | article_dagur_translated | Í hesum starvi varð hon eisini send út at vera prestur hjá hermonnum í fremmandum landi. |
She will among other things speak about this. | article_dagur_translated | Millum annað hesum fer hon at greiða frá. |
After the lecture there will be an opportunity for questions and discussion, and church coffee will follow. | article_dagur_translated | Aftan á fyrilesturin verður høvi til spurningar og kjak, og kirkjukaffi verður aftaná. |
The second lecture will be on Tuesday evening, March 4 at 19:30. | article_dagur_translated | Annar fyrilesturin verður týskvøldið 4. mars kl. 19.30. |
Then Hilda Viderø will talk about the work of the aid organization Mirjam. | article_dagur_translated | Tá fer Hilda Viderø at greiða frá arbeiðinum hjá hjálparfelagsskapinum Mirjam. |
Hilda has recently been in Kenya in Africa and visited the sites where Mirjam operates, and during the lecture she will show photos from there and also talk about new, exciting initiatives. | article_dagur_translated | Hilda hevur fyri stuttu verið í Kenya í Afrika og vitja støð, har Mirjam hevur sítt virki, og fer undir fyrilestrinum at vísa myndir haðani, og eisini at siga frá nýggjum, spennandi tiltøkum. |
After the lecture it will be possible to ask questions and otherwise have a discussion about the topic, and church coffee will follow. | article_dagur_translated | Eftir fyrilesturin ber til at seta spurningar, og annars hava orðskifti um evnið, og kirkjukaffi verður aftaná. |
On Tuesday, March 18 at 19:30 Anne Mette Greve Klemensen, a priest, will give a lecture on the Gospel of John. | article_dagur_translated | Týskvøldið 18. mars kl. 19.30 fer Anne Mette Greve Klemensen, prestur, at halda fyrilestur um Jóhannis evangeliið. |
Anne Mette has recently been on study leave while researching and studying this exciting topic, which is somewhat different from the other Gospels in the New Testament. | article_dagur_translated | Anne Mette hevur seinastu tíðina verið í lestrarfarloyvi, meðan hon hevur granskað og viðgjørt hetta spennandi evnið, sum er eitt sindur øðrvísi enn hini evangeliini í Nýggja Testamenti. |
There will be an opportunity for questions and discussion after the lecture, and church coffee will follow. | article_dagur_translated | Lagt verður upp til spurningar og kjak eftir fyrilesturin, og kirkjukaffi verður aftaná. |
On Tuesday, April 1 at 19:30 Helgi í Brekkunum will give a lecture titled "The Liturgy in the Faroese Church Then and Now." | article_dagur_translated | Týskvøldið 1. apríl kl. 19.30 fer Helgi í Brekkunum at halda fyrilestur, hann kallar: “Liturgiin í føroysku kirkjuni fyrr og nú”. |
He reflects among other things on the differences between the Catholic, Anglican, and Lutheran churches, and will touch on colors and customs used during worship services. | article_dagur_translated | Hann hugleiðir millum annað um munin millum katólsku, anglikansku og luthersku kirkjurnar, og fer at nerta við litir og siðir undir gudstænastu. |
When do we do what, and should we do it at all? | article_dagur_translated | Nær vit gera hvat, og skulu vit í heila tikið gera tað? |
The new altar book of the Faroese Church will also be discussed. | article_dagur_translated | Eisini verður nýggja altarbókin hjá føroysku kirkjuni umrødd. |
As on the previous evenings there will be an opportunity to ask the lecturer questions and discuss the topic, and afterwards there will be church coffee. | article_dagur_translated | Eins og undanfarnu kvøldini verður høvið at seta fyrilestrahaldaranum spurningar og kjakast um evnið, og aftaná verður kirkjukaffi. |
The controversial DR documentary “Greenland's White Gold” should not have been shown in its current form. | article_dagur_translated | Umstríddi DR-heimildarfilmurin “Grønlands hvide guld” átti ikki at verið vístur í sínum núverandi skapi. |
That was said by Thomas Falbe, who is the chief editor at DR Nyheder, at an internal staff meeting today. | article_dagur_translated | Tað segði Thomas Falbe, sum er ovasti redaktørur hjá DR Nyheder, á einum innanhýsis starvsfólkafundi í dag. |
Berlingske Tidende writes that the newspaper has heard the statement on an audio recording from the meeting, and has also had the statement confirmed by several sources who attended the meeting. | article_dagur_translated | Berlingske Tidende skrivar, at blaðið hevur hoyrt útsøgnina á eini ljóðupptøku frá fundinum, og hevur eisini fingið útsøgnina váttaða frá fleiri keldum, sum vóru við á fundinum. |
At the meeting Thomas Falbe also offered the attendees an apology, while taking responsibility for the film having been shown. | article_dagur_translated | Á fundinum gav Thomas Falbe eisini fundarluttakarunum eina umbering, samstundis sum hann hevur tikið á seg ábyrgdina av, at filmurin varð vístur. |
"Ultimately it is my decision to show the film. I must say we should not have done that. It was premature," he said at the meeting, according to Berlingske. | article_dagur_translated | - Í síðsta enda er tað mín avgerð at vísa filmin. Eg má siga, at tað skuldu vit ikki havt gjørt. Tað var og tíðliga, segði hann á fundinum, sambært Berlingske. |
"Greenland's White Gold" was released on January 9 and has caused intense debate since then. | article_dagur_translated | “Grønlands hvide guld” varð leysgivin 9. januar, og hevur skapt ógvusligt kjak síðan tá. |
This is because in the film they calculate that Danish society, through the extraction of cryolite, has enriched itself by an amount equivalent to 400 billion in present-day kroner. | article_dagur_translated | Hetta tí, at í filminum rokna tey seg fram til, at danska samfelagið við útvinningini av kryolit hevur ríkað seg við eini upphædd, sum í nútíðarkrónum svarar til 400 milliardir. |
This comes in the middle of an election campaign for the parliament, Inatsisartut, where the question of independence is the main issue. | article_dagur_translated | Hetta mitt i einum valstríðið til landstingið, Inatsisartut, har sjálvstýrisspurningurin er høvuðsmálið. |
After the film was shown, several Danish economists have pointed out that the figures are not correct and have criticized Danmarks Radio for presenting misleading numbers. | article_dagur_translated | Eftir at filmurin var vístur, hava fleiri danskir búskaparfrøðingar víst á, at tølini ikki eru røtt, og hava funnist at Danmarks Radio fyri at koma við misvísandi tølum. |
Although several experts have shown that the figures in the film are misleading, and DR's news director now also acknowledges that the film should not have been shown, Kringvarp Føroya has decided to put it on the television schedule tonight. | article_dagur_translated | Hóast fleiri serfrøðingar hava víst á, at tølini í filminum eru misvísandi, og tíðindaleiðarin í DR nú eisini ásannar, at filmurin ikki átti at verið vístur, so hevur Kringvarp Føroya gjørt av at seta hann á sjónvarpsskránna í kvøld. |
The film will be shown tonight after the sports broadcast 3-2. | article_dagur_translated | Filmurin verður vístur í kvøld aftan á ítróttasendingina 3-2. |
Now that the Stórhøllin Við Tjarnir is operational, there are better and greater opportunities to bring major artists to perform in the Faroe Islands. | article_dagur_translated | Nú Stórhøllin Við Tjarnir er virkin, eru betri og størri møguleikar at fáa stór listafólk til Føroya at framføra. |
And Bryan Adams can be counted among the very big artists. | article_dagur_translated | Og Bryan Adams man teljast millum tey heilt stóru listafólkini. |
Bryan Adams has previously played in the Faroe Islands in 2008, and then it was a sold-out Tórsvøllur that received him. | article_dagur_translated | Bryan Adams hevur áður spælt í Føroyum í 2008, og tá var tað ein fullsettur Tórsvøllur, sum tók ímóti honum. |
Now Bryan Adams is touring with the Bare Bones concert tour, which is an intimate concept where his big songs are really highlighted when performed with acoustic instruments. | article_dagur_translated | Nú er Bryan Adams á ferð við Bare Bones konsertferðini, sum er intimt konsept, har stóru sangir hansara veruliga verða settir í ljósmála, tá teir verða framførdir við aukustiskum ljóðførum. |
Talking about an intimate concept becomes relative, of course, when it involves a global star. | article_dagur_translated | At tosa um eitt intimt koncept gerst sjálvsagt relativt, tá talan er um eina heimsstjørnu. |
Because he has held these intimate concerts in big cities, where tens of thousands of listeners have been present. | article_dagur_translated | Tí hann hevur hildið hesar intimkonsertirnar í stórbýum, og her hava tíggjutals túsund áhoyrarar verið til staðar. |
But in the Faroe Islands there are only 3,050 seats. | article_dagur_translated | Men í Føroyum verða bert 3.050 sitipláss. |
This seems like a lot for us in the Faroe Islands, but truly intimate for the star, Bryan Adams. | article_dagur_translated | Hetta tykist nógv fyri okkum í Føroyum, men veruliga intimt fyri stjørnuna, Bryan Adams. |
The tall Canadian has been a real giant in world pop and rock for the past 40 years. | article_dagur_translated | Hási kanadiumaðurin hevur verið ein rættur risi í heimspoppi og rokki farnu 40 árini. |
Subsets and Splits
No community queries yet
The top public SQL queries from the community will appear here once available.