en stringlengths 1 10.6k | source stringclasses 4
values | fo stringlengths 1 10.3k |
|---|---|---|
The texts have been translated into Faroese and Julie Sass has drawn and painted the texts, which are shown together with the images in the book. | article_dagur_translated | Tekstirnir eru týddir til føroyskt og Julie Sass hevur teknað og málað tekstirnar, sum verða vístir fram saman við myndunum í bókini. |
There are references to landscapes and nature, sculpture and cultural heritage. | article_dagur_translated | Tilvísingar eru til landsløg og náttúru, skulptur og mentanararv. |
The texts also contain simple and amusing conversations. | article_dagur_translated | Tekstirnir rúma eisini einføldum og skemtiligum samrøðum. |
The drawings are abstract but make us think of something familiar, both in content and form. | article_dagur_translated | Tekningarnar eru abstraktar, men fáa okkum at hugsa um okkurt, vit kenna aftur, bæði í innihaldi og formati. |
Hurricane Publishing released the art book in 2024. | article_dagur_translated | Hurricane Publishing hevur útgivið listabókina í 2024. |
Solveig Hanusardóttir Olsen, director, welcomes the audience, Julie Sass reads from the book in Danish, and the interpreters Hansina Iversen and Jón Sonni Jensen read excerpts from the book in Faroese. | article_dagur_translated | Solveig Hanusardóttir Olsen, stjóri, bjóðar vælkomin, Julie Sass lesur upp úr bókini á donskum, og istafólkini Hansina Iversen og Jón Sonni Jensen lesa brot úr bókini á føroyskum. |
An exhibition of works by Julie Sass will be in the foyer, and the National Gallery will offer beverages. | article_dagur_translated | Framsýning við myndum eftir Julie Sass verður í forhøllini, og Listasavnið bjóðar drekkivørur. |
Julie Sass is a Danish artist who was educated at the Royal Danish Academy of Fine Arts and New York University (MFA). | article_dagur_translated | Julie Sass er donsk listakvinna, ið er útbúgvin frá danska kunstakademiinum og New York University (MFA). |
The artist has published several books and booklets, especially in connection with exhibitions she has organized. | article_dagur_translated | Listakvinnan hevur givið út fleiri bøkur og hefti, serliga í sambandi við framsýningar, ið hon hevur skipað fyri. |
Julie Sass has participated in several exhibitions in the Faroe Islands and abroad. | article_dagur_translated | Julie Sass hevur luttikið á fleiri framsýningum í Føroyum og útlondum. |
The museum is open on March 6 from 11:00 to 20:00. | article_dagur_translated | Savnið er opið 6. mars frá klokkan 11-20. |
Last month representatives of the Faroese Health Care Assistants' Association left a meeting with the Municipal Employers' Association after only 20 minutes. | article_dagur_translated | Í síðsta mánaða fóru umboð fyri Heilsjuhjálparafelag Føroya av fundi við Kommunala Arbeiðsgevarafelagið eftir bert 20 minuttum. |
This was after a collective agreement proposal was presented to the union. | article_dagur_translated | Hetta var eftir, at eitt sáttmálauppskot varð lagt fram fyri fakfelagið. |
Mary Antonsdóttir and the others were anything but satisfied with it. | article_dagur_translated | Mary Antonsdóttir og hini vóru tó alt annað enn nøgd við tað. |
Since then there has been contact between the parties again, but after a total of eleven negotiation meetings the parties have stated that they will not make further progress in the negotiations. | article_dagur_translated | Síðani hevur samband verið millum partarnar aftur, men eftir samanlagt ellivu samráðingarfundir hava partarnir staðfest, at teir koma ikki víðari við samráðingunum. |
What they have agreed on is to call in the Arbitration Board. | article_dagur_translated | Tað, sum semja er um, er at senda boð eftir Semingsstovninum. |
The hope is that this can quickly bring an end to the long negotiations, which began shortly before the New Year. | article_dagur_translated | Vónin er, at hetta skjótt kann fáa eina enda á drúgvu samráðingunum, sum byrjaðu nakað fyri nýggjár. |
This is clear after the Municipal Employers' Association today reports that the negotiations between the Municipal Employers' Association and the Faroese Health Care Assistants' Association have broken down. | article_dagur_translated | Hetta er greitt, eftir at KAF í dag kunnar um, at Samráðingarnar millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Heilsuhjálparafelag Føroya eru slitnaðar |
The current collective agreement expired on October 1, 2024. | article_dagur_translated | Verandi sáttmáli gekk út 1. oktober 2024. |
Ukraine no longer receives intelligence and military knowledge from the United States. | article_dagur_translated | Ukraina fær ikki longur fregnaruppýsingar og hernaðarliga vitan frá USA. |
The American outlet Financial Times writes this, and the news is confirmed by the U.S. security adviser. | article_dagur_translated | Tað skrivar amerikanski miðilin Financial Times, og tíðindini verða váttað av amerikanska trygdarráðgevanum. |
The report comes after the United States earlier this week decided to stop supplying Ukraine with more weapons. | article_dagur_translated | Averðin kemur eftir at USA fyrr í vikuni tók avgerð um at støðga við at lata Ukraina fleiri vápn. |
This could become a serious blow to the Ukrainian military in the war against the Russians. | article_dagur_translated | Hetta kann gerast ein álvarsligur smeitur fyri ukreinska herin í stríðnum móti russum. |
According to the Financial Times, the cooperation between the U.S. and Ukraine has been a decisive factor in Ukraine's ability to identify and strike Russian targets. | article_dagur_translated | Samstarvið millum USA og Ukraina hevur, sambært Financial Times, verið avgerandi liður í evnunum hjá Ukraina at eyðmerkja og leypa á russisk mál. |
The paper cites three sources who say they have good knowledge of decisions taken in the Trump administration. | article_dagur_translated | Blaðið vísir til tríggjar keldur, sum siga seg hava góðan kunnleika til avgerðir, sum eru tiknar í umsitingini hjá Trump. |
The BBC wrote today that U.S. security adviser Mike Waltz says the United States has withdrawn when it comes to sharing intelligence. | article_dagur_translated | BBC skrivaði í dag, at amerikanski trygdarráðgevin, Mike Waltz, sigur at USA hevur trekt seg aftur, tá tað snýr seg um at lata fregnarupplýsingar víðari. |
He says the United States has paused to "assess all matters when it comes to intelligence." | article_dagur_translated | Hann sigur, at USA hevur støðgað á fyri at “meta um øll viðurskifti, tá tað snýr seg um fregnarupplýsingar”. |
That the United States now stops providing Ukraine with intelligence could have serious consequences for Ukrainian defense against the Russian offensive. | article_dagur_translated | Tað kann fáa álvarsligar avleiðingar fyri ukrainsku verjuna móti russiska álopinum, at USA nú støðgar við at veita Ukraina fregnarupplýsingar. |
This is the view of Tormod Heier, a professor at the Defence University College. | article_dagur_translated | Tað heldur Tormod Heier, sum er professari á Forsverets Høgskole. |
He tells NRK that it is crucial for Ukrainian defense to receive information about what the Russian military units are doing behind the front. | article_dagur_translated | Við NRK sigur hann, at tað er av avgerandi týdningi fyri ukrainsku verjuna, at hon fær upplýsingar um hvat russisku herdeildirnar gera handan hermótið. |
"With relatively few people facing a front that is about 1,000 kilometers long, it is crucial to have a good understanding of what the Russians are doing on the other side of the front," he tells NRK. | article_dagur_translated | - Við lutfalsliga fáum fólkum framman fyri einum hermóti, sum er umleið 1.000 kilometrar langt, er tað av avgerandi týdningi at hava eina góða fatan av, hvat russarnir gera hinu megin hermótið, sigur hann við NRK. |
The professor believes that U.S. intelligence has helped the Ukrainians well in detecting Russian preparations and concentrating forces in the right place at the right time to stop Russian breakthroughs. | article_dagur_translated | Professarin heldur, at amerikansku upplýsingarnir hava hjálpt ukrainum væl við at avlesa russisku fyrireikingarnar og savna styrkirnar á rætta stað til røttu tíð fyri at støðga russiskum frambrotum. |
"Ukraine depends on American intelligence to receive warnings about when Russia will fire cruise missiles at Ukrainian cities and industrial areas." | article_dagur_translated | - Ukraina er bundið av amerikanskum upplýsingum fyri at fáa ávaringar um nær Russland skjýtur bumburakettir móti ukrainskum býum og ídnaðarøkjum. |
"Moreover, it is important for Ukrainian units to get detailed information about how the Russian units are maneuvering to threaten Ukraine." | article_dagur_translated | - Hartil eru fregnir av týdningi fyri ukrainsku deildirnar at fáa nágreiniligar upplýsingar um hvussu russisku deildirnar førka seg fyri at hótta Ukraina. |
President Trump has said he will consider supplying Ukraine with military aid again if peace talks are held and agreement is reached on 'confidence-building' measures, says U.S. security adviser Mike Waltz in an interview with Fox News. | article_dagur_translated | Trump forseti hevur sagt, at hann fer at umhugsa at lata Ukraina hernaðarhjálp aftur, um friðarsamráðingar verða hildnar og sermja verður um ‘álitisskapandi’ tiltøk, sigur Mike Waltz, amerikanski trygdarráðgevin, í eini samrøðu við Fox News. |
As this is happening, European leaders have begun considering an attempt to improve trust between the United States and Ukraine again. | article_dagur_translated | Samstundis sum hetta hendir, eru evropeiskir leiðarar farnir at umhugsa at gera eina roynd at betra um álitisviðurskiftini millum USA og Ukraina aftur. |
The French news agency AFP writes that President Emmanuel Macron is considering going to the United States together with President Volodymyr Zelensky and British Prime Minister Keir Starmer. | article_dagur_translated | Franska AFP tíðindastovan skrivar, at Emmanuel Macron, forseti, umhugsar at fara til USA saman við Volodymyr Zelenskyj, forseta, og Keir Starmer, bretska forsætisráðharranum. |
A spokeswoman for the French government, Sophie Primas, confirms the news, NRK writes. | article_dagur_translated | Ein talskvinna hjá fronsku stjórnini, Sophie Primas, váttar tíðindini, skrivar NRK. |
Macron visited Washington in late February to meet Donald Trump, the president. | article_dagur_translated | Macron var seint í februar á vitjan í Washington fyri at hitta Donald Trump, forsseta. |
A few days later Zelensky did the same, but that visit ended with him being rebuked by Trump and leaving the country again without having gained anything. | article_dagur_translated | Nakrar dagar seinni gjørdi Zelenskyj tað sama, men tann vitjanin endaði við, at hann varð útskeldaður av Trump og fór av landinum aftur uttan at hava fingið nakað burturúr. |
Yesterday Zelensky said he regretted that the meeting between him and the U.S. president produced no results. | article_dagur_translated | Í gjár segði Zelenskyj, at hann harmaðist um, at fundurin millum hann og amerikanska forsetan ikki gav nakað úrslit. |
"The time has come to do it right. We want future cooperation and communication to be constructive," Zelensky said on X. | article_dagur_translated | - Stundin er komin at gera tað rætt. Vit vilja at framtíðar samstarv og samskifti skal vera uppbyggjandi, segði Zelenskyj á X. |
The American president, Donald Trump, is now stopping military aid to Ukraine. | article_dagur_translated | Amerikanski forsetin, Donald Trump, støðgar nú við hernaðarliga stuðlinum til Ukraina. |
An unnamed official in the U.S. Department of Defense told the media outlet Bloomberg. | article_dagur_translated | Tað sigur eitt ónevnt embætisfólk í amerikanska verjumálaráðnum fyri miðlinum Bloomberg. |
According to Fox News, an unnamed member of the Trump administration said that this is not a permanent halt. | article_dagur_translated | Sambært Fox Nesw, skal ein ónevndur limur í umsitingini hjá Trump hava sagt, at talan tó ikki er um ein varðandi støðg. |
According to this official, the support will be resumed when Trump judges that Ukrainian leaders have shown a willingness for peace. | article_dagur_translated | Sambært hesum embætisfólkinum verður stuðulin uppafturtikin, tá Trump metir, at ukrainskir leiðarar hava víst vilja til frið. |
The White House has not yet confirmed or denied reports that the military aid is now being paused temporarily. | article_dagur_translated | Hvítu Húsini hava enn hvørki váttað ella avsannað tíðindini um, at hernaðarstuðulin nú verður støðgaður fyribils. |
This happens just a few days after the much-discussed meeting between Trump and the Ukrainian president, Volodymyr Zelenskyy, which ended in argument and disagreement. | article_dagur_translated | Hetta hendir bert fáar dagar eftir nógv umtalaða fundin millum Trump og ukrainska forsetan, Volodymyr Zelenskyj, sum endaði í orðadrátti og ósemju. |
There Trump said, among other things, that the Ukrainian president is "playing with a third world war." | article_dagur_translated | Her segði Trump millum annað, at ukrainski forsetin “spælir við triðja heimsbardaga”. |
U.S. Secretary of State Marco Rubio said after the unsuccessful meeting that Zelenskyy should apologize to Trump. | article_dagur_translated | Amerikanski uttanríkisráðharrin, Marco Rubio, segði eftir miseydnaða fundin, at Zelenskyj átti at komi við eini umbering til Trump. |
But the Ukrainian president has since dodged questions about whether he should have issued an apology. | article_dagur_translated | Men ukrainski forsetin hevur síðan skákað seg rundan um spurningar um, hvørt hann átti at komið við eini umbering. |
Zelenskyy said on Sunday that he is open to a new meeting with Trump if he is invited to "solve real problems." | article_dagur_translated | Zelenskyj segði sunnudagin, at hann er opin fyri einum nýggjum fundi við Trump, um hann verður bjóðaður til at “loysa veruligar trupulleikar”. |
He also said that Ukraine is grateful for the support the U.S. has given Ukraine during the war. | article_dagur_translated | Hann segði eisini, at Ukraina er takksamt fyri stuðulin, sum USA hevur givið Ukraina undir krígnum. |
A statement that the Ukrainian parliament repeated late last night, dr.dk reports. | article_dagur_translated | Ein fráboðan, sum ukrainska tjóðartingið endurtók seint í gjárkvøldið, skrivar dr.dk. |
Trump has pushed for peace in Ukraine, but Zelenskyy has said he doubts whether peace will hold if he does not receive the necessary security guarantees for it. | article_dagur_translated | Trump hevur trýst á fyri at fáa frið í Ukraina, men Zelenskyj hevur sagt seg ivast í, um friður fer at halda, um hann ekki fær neyðuga trygd fyri friðinum. |
Elias Zachariassen has been appointed as the new department head at MRCC/Emergency & Safety Services, writes Vørn on its website. | article_dagur_translated | Elias Zachariassen er settur sum nýggjur deildarstjóri á MRCC/Neyð- & Trygdartænastuni, skrivar Vørn á heimasíðuni. |
Elias Zachariassen is 50 years old, trained as a shipmaster at the Business Academy in 2001, and is currently pursuing a diploma in leadership at Glasi. | article_dagur_translated | Elias Zachariassen er 50 ára gamal, útbúgvin skipsførari á Vinnuháskúlanum í 2001, og í løtuni í holt við at taka diplomútbúgving í leiðslu á Glasi. |
In addition, Elias holds, among other qualifications, certificates as a commercial diver, saturation diver and On Scene Coordinator, as well as the Maritime Environmental Training for Technicians from the Danish Navy. | article_dagur_translated | Harumframt hevur Elias m.a. prógv sum vinnukavari, slangukavari og On Scene Coordinator, umframt Maritim Miljøuddannelse for teknikere, frá donsku sjóverjuni. |
Elias has worked as a bosun on Vørn's vessels since 2002, serving as chief bosun since 2008 and as captain since 2019. | article_dagur_translated | Elias hevur verið í starvi sum yvirmaður á skipunum hjá Vørn síðan 2002, harav sum yvirstýrimaður síðan 2008 og skipari síðan 2019. |
Elias begins the position on May 1. | article_dagur_translated | Elias byrjar í starvinum 1. mai. |
He replaces Edvard Bjarnason, who has been department head since 2012. | article_dagur_translated | Hann avloysir Edvard Bjarnason, ið hevur verði deildarstjóri síðani 2012. |
The Shetland dream of getting an underwater tunnel from the Shetland mainland north to the island of Yell and then on to Unst has now moved one step closer to becoming a reality. | article_dagur_translated | Hetlendski dreymurin um at fáa ein undirsjóvartunnil millum hetlendska meginlandið norður til oynna Yell og síðani víðari til Unst, er nú komin eitt fet nærri einum veruleika. |
An agreement has now been made to carry out sonar surveys and produce an expert report to support how the tunnel alignments should be laid out. | article_dagur_translated | Hetta nú avtala er gjørd um at gera sonarkanningar og fáa eina serfrøðingafrágreiðing, sum skal stuðla undir hvussu linjuføringin av tunnlunum skal vera. |
It is the initiatives The Unst and Yell Tunnel Action Groups that have taken the step to initiate the work. | article_dagur_translated | Tað er eru átøkini The Unst and Yell Tunnel Action Groups, sum hava tikið stig til at seta arbeiðið í gongd. |
The Norwegian consultancy Norconsult has been commissioned to carry out the work, which will be financed with support from local businesses, individuals and community funds. | article_dagur_translated | Norska ráðgevingarfyritøkan Norconsult hevur fingið upptøkuna at gera arbeiðið, sum verður fíggjað við stuðli frá lokalum vinnufyritøkum, einstaklingum og samfelagsstuðlum. |
Norconsult is a company with extensive experience when it comes to such investigations. | article_dagur_translated | Norconsult er fyritøka við nógvum royndum, tá tað kemur til slíkar kanningar. |
It has done similar work across Scandinavia and in the Faroe Islands. | article_dagur_translated | Hevur gjørt líkandi arbeiði um alt Skandinavia og í Føroyum. |
- We are pleased to have secured such experienced experts to work for us. | article_dagur_translated | - Vit fegnast um at hava fingið so royndar serfrøðingar at arbeiða fyri okkum. |
Norconsult brings experience and knowledge that will benefit our tunnel project, says Duncan Gray, chairman of the Unst Tunnel Action Group, in a press release. | article_dagur_translated | Norconsult kemur við royndum og kunnleika, sum fer at gagna okkara tunnilsverkætlan, sigur Duncan Gray, formaður í Unst Tunnel Action Group í tíðindaskrivi. |
Norconsult begins the surveys this month. | article_dagur_translated | Norconsult byrjar hendan mánaðin at gera kanningar. |
This work is expected to take three months, after which a report will be prepared. | article_dagur_translated | Hetta arbeiðið fer væntandi at taka tríggjar mánaðir, og síðan skal frágreiðing gerast. |
The Shetlanders expect to receive the report six weeks after the survey work is completed. | article_dagur_translated | Hetlendingar rokna við, at fáa frágreiðingina seks vikur eftir at kanningararbeiðið er liðugt. |
The next step is to carry out the seismic surveys. | article_dagur_translated | Næsta stig er at gera seismisku kanningarnar. |
They are planned to be carried out next year by the Norwegian company GeoPhisix, which is a subcontractor to Norconsult. | article_dagur_translated | Tær skulu eftir ætlan gerast næsta ár av norska felagnum GeoPhisix, sum er undirveitari hjá Norconsult. |
There is wind up to storm strength in places at the moment. | article_dagur_translated | Tað er vindur upp í stormstyrki ymsastaðni í løtuni. |
This shows. | article_dagur_translated | Hetta vísir. |
It is especially in those locations where there is usually a lot of wind. | article_dagur_translated | Serliga er tað í teimum støðunum, har tað vanliga er nógvur vindur. |
The coastal ferry service has also taken consequences of the poor conditions and has temporarily stopped operating on several routes; among others between the capital and Vestmanna/the airport. | article_dagur_translated | Strandferðslan hevur eisini tikið avleiðinga av vánaligu líkindunum og hevur fyribils steðgað koyringini á fleiri leiðum; millum annað millum høvuðsstaðin og Vestmanna/flogvøllin |
The weather is expected to improve towards the late afternoon, but Fuglafjørður municipality has today urged all residents to pick up all loose items because of the strong wind. | article_dagur_translated | Veðrið stendur til at batna út á seinnapartin, men Fuglafjarðar kommunua hevur í dag heitt á allar borgarar um at taka allar leysar lutir upp, í sambandi við nógva vindin. |
The Faroese Court has, in rulings from February 28, agreed with the prosecution that the fine level for possessing hash on oneself for personal use should be higher. | article_dagur_translated | Føroya Rættur hevur við dómum frá 28. februar tikið undir við ákæruvaldinum í, at sektarstigið fyri at hava hassj uppi á sær til egna nýtslu skal vera hægri. |
The Faroese Police announced this in a statement today. | article_dagur_translated | Hesum boðar Føroya Politi frá í skrivi í dag. |
It was considered that the punishment for possessing drugs on oneself has been too lenient — so small that it does not make a real difference. | article_dagur_translated | Mett varð at revsingin fyri at hava rúsevni uppi á sær hevur verið ov lin - so lítil at tað ikki ger veruligan mun. |
The fine level for possessing hash on oneself for personal use has been unchanged for many years and has not been raised so far this century. | article_dagur_translated | Sektarstøðið fyri at hava hassj uppi á sær til egna nýtslu hevur verið óbroytt í nógv ár og er ikki hækkað, tað sum er farið av hesi øldini. |
The fine for possessing up to 5 grams on oneself has been 750 DKK. | article_dagur_translated | Sektin fyri at hava upp til 5 gram uppi á sær hevur verið 750 kr. |
- The Faroese Police hold the view that a too low fine level has no preventive effect, and at it is not a punishment that can be felt. | article_dagur_translated | - Føroya Politi hevur ta fatan, at eitt ov lágt sektarstøðið ongan fyribyrgjandi virknað hevur, og samstundis er tað ikki ein revsing sum kann merkjast. |
Furthermore, the low fine level is not consistent with the high penalties for selling hash further. | article_dagur_translated | Harumframt er lága sektarstøðið ikki í samsvari við høgu revsingina, sum er fyri at selja hassj víðari. |
For this reason the prosecution brought four cases to the Faroese Court claiming that the fine level for possessing hash on oneself for personal use should generally be increased. | article_dagur_translated | Av hesari orsøk førdi kkæruvaldið fýra mál í Føroya Rætti við pástandi um, at sektarstøðið fyri at hava hassj uppiá sær til egna nýtslu generelt skal hækka. |
The Faroese Court agreed with this, and now the penalty is more than 100 percent higher. | article_dagur_translated | Hesum tók Føroya Rættur undir við, og nú er revsingin yvir 100 prosent hægri. |
- The usual penalty for possessing up to 5 grams of hash on oneself for personal use is now 2,500 DKK the first time. | article_dagur_translated | - Vanliga revsingin fyri at hava upp til 5 gram av hassji uppiá sær til egna nýtslu er nú 2.500 kr. fyrstu ferð. |
The second time the fine increases by 50 percent and the third time by 100 percent. | article_dagur_translated | Aðru ferð hækkar sektin 50 prosent og triðju ferð 100 prosent. |
Possessing between 5-10 grams of hash for personal use now costs 3,000 DKK the first time; the second time the fine increases by 50 percent and the third time by 100 percent, writes the Faroese Police. | article_dagur_translated | Millum 5-10 gram av hassji til egna nýtslu kostar nú 3000 kr fyrstu ferð, aðru ferð hækkar sektin 50 prosent og triðju ferð 100 prosent, skrivar Føroya Politi. |
Suðuroyar Sparikassi had a profit of 4.5 million kroner in 2024. | article_dagur_translated | Suðuroyar Sparikassi hevði 4,5 milliónir krónur í avlopi í 2024. |
That is somewhat less than in 2023, when the result after tax was 6.1 million kroner. | article_dagur_translated | Tað er nakað minni enn í 2023, tá úrslitið eftir skatt var 6,1 milliónir krónur. |
The 2023 result was largely marked by exchange gains, and the 2024 result was largely affected by increased expenses related to IT and write-downs. | article_dagur_translated | Úrslitið í 2023 var í stóran mun merkt av kursvinningi, og úrslitið í 2024 var í stóran mun ávirkað av øktum útreisðlum í sambandi við KT og niðurskrivingum. |
Søen L. Bruhn, director of Suðuroyar Sparikassi, says in a press release that they are very satisfied with the 2024 result. | article_dagur_translated | Søen L. Bruhn, stjóri í Suðuroyar Sparikassa sigur í tíðindaskrivi, at tey eru væl nøgd við úrslitið í 2024. |
– In 2025 we have high hopes for mortgage lending, and for most customers mortgage financing is the best loan for housing financing. | article_dagur_translated | – Í 2025 hava vit góðar vónir til realkreditt, og fyri flestu kundar er realkredittfígging tað besta lánið til bústaðarfígging. |
The expected annual result for 2025 is 4.5 million kroner before tax, he says. | article_dagur_translated | Væntaða ársúrslitið fyri 2025 er 4,5 mió. kr. áðrenn skatt, sigur hann. |
On Monday, March 3, Suðuroyar Sparikassi held its annual general meeting, and Hans Petur Joensen and Jákup S. Olsen were re-elected to the board. | article_dagur_translated | Mánadagin 3. mars hevði Suðuroyar Sparikassi aðalfund, og Hans Petur Joensen og Jákup S. Olsen vórðu afturvaldir í nevndina. |
The Suðuroy Fund again appointed Anna Borg Dahl as a board member. | article_dagur_translated | Suðuroyargrunnurin tilnevndi aftur Onnu Borg Dahl sum nevndarlim. |
Ukraine is ready to sign an agreement on nuclear weapons in an "appropriate form" when it is ready, writes the Ukrainian president, Volodymyr Zelenskyy, in an update on X. | article_dagur_translated | Ukraina er til reiðar at undirskriva eina avtalu um ráevni í einum "hóskandi skapi" nær tað skal vera, skrivar ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj í dagføring á X. |
Subsets and Splits
No community queries yet
The top public SQL queries from the community will appear here once available.