en
stringlengths
1
10.6k
source
stringclasses
4 values
fo
stringlengths
1
10.3k
He also writes that he is ready to make amends with Donald Trump after the meeting at the White House on Friday, where the presidents ended up joking on an open microphone.
article_dagur_translated
Eisini skrivar hann, at hann er til reiðar at gera tað gott aftur við Donald Trump eftir fundin í Hvítu Húsunum fríggjadagin, har forsetanar endaðu við at keglast fyri opnari mikrofon.
The Ukrainian president admits that the meeting with Trump did not go as planned, and that Ukraine is ready to work under "the strong leadership of Trump," writes Ritzau.
article_dagur_translated
Ukrainski forsetin sigur ásannar, at fundurin við Trump ikki gekk, sum hann átti, og at Ukraina er til reiðar at arbeiða undir "sterku leiðsluni hjá Trump", skrivar Ritzau.
"It is regrettable that it happened that way.
article_dagur_translated
– Tað er harmiligt, at tað hendi á tann hátt.
It is time for things to be put right.
article_dagur_translated
Tað er uppá tíðina, at tingini verða gjørd rætt.
We would gladly like cooperation and communication in the future to be constructive, writes Zelenskyy, who adds that Ukraine is ready to go to the negotiating table.
article_dagur_translated
Vit ynskja fegin, at samstarvið og samskiftið í framtíðini er konstruktivt, skrivar Zelenskyj, sum leggur afturat, at Ukraina eru til reiðar at fara til amráðingarborðið.
"None of us wants an endless war.
article_dagur_translated
– Eingin av okkum ynskir eitt endaleyst kríggj.
Ukraine is ready to come to the negotiating table as soon as possible to move closer to a lasting peace, writes Zelenskyy.
article_dagur_translated
Ukraina er til reiðar at koma til samráðingarborðið skjótast gjørligt fyri at koma nærri einum varandi friði, skrivar Zelenskyj.
The Ukrainian president also emphasizes that he and Ukraine appreciate everything the United States has done to support the country and help Ukraine maintain its sovereignty.
article_dagur_translated
Ukrainski forsetin undirstrikar eisini, at hann og Ukraina virðismeta alt, sum USA hevur gjørt fyri at stuðla landinum og hjálpa Ukraina við at varðveita sítt sjálvræði.
Heathrow Airport in London is closed to passengers today after a fire broke out in a transformer station and the airport lost power.
article_dagur_translated
Heathrow floghavnin í London er stongd fyri ferðafólkum í dag, eftir at eldur kyknaði í einari transformarastøð, og floghavnin misti streymin.
About 70 firefighters were dispatched to fight the fire.
article_dagur_translated
Umleið 70 sløkkiliðsfólk vórðu send út at basa eldinum.
With regard to the safety of both passengers and airport staff, a decision has been made to temporarily close the airport until midnight, writes Ritzau.
article_dagur_translated
Við atliti til trygdina bæði hjá ferðafólkum og starvsfólkum á floghavnini, er avgerð tikin um fyribils at steingja floghavnina inntil á midnátt, skrivar Ritzau.
Two other airports in the British capital, Gatwick and Stansted, are receiving aircraft that were due to land at Heathrow today, but they cannot accommodate all of them.
article_dagur_translated
Tvær aðrar floghavnirnar í bretska høvuðsstaðnum, Gatwick og Stansted taka ímóti flogførum, sum skuldu havt lent í Heathrow í dag, men tær klára ikki at taka ímóti øllum.
Gatwick and Stansted are significantly smaller than Heathrow, which is one of the largest airports in Europe.
article_dagur_translated
Gatwick og Stanstead eru munandi minni enn Heathrow, sum er ein av størstu floghavnum í Evropa.
Heathrow was scheduled to have 1,351 arrivals and departures today, and it is estimated that up to 291,000 passengers were due to travel through the British airport today, writes Reuters.
article_dagur_translated
Eftir ætlan hevði Heathrow floghavn 1.351 komur og fráferðir í dag, og mett verður, at upp móti 291.000 ferðafólk skuldu ferðast um bretsku floghavnina í dag, skrivar Reuters.
According to DR, the fire service reports that the fire is under control.
article_dagur_translated
Sambært DR boðar sløkkiliðið frá, at tamarhald er á eldinum.
The American president, Donald Trump, calls on the U.S. Supreme Court to limit judges' ability to block his policies.
article_dagur_translated
Amerikanski forsetin, Donald Trump heitir  á amerikanska hægstarættin um at avmarka møguleikan hjá dómarum fyri at forða fyri politikki hansara.
Trump writes, among other things, that partisan judges prevent him as president from acting quickly and decisively.
article_dagur_translated
skrivar Trump m.a., at partískir dómarar forða fyri, at hann sum forseti kann virka skjótt og avgjørt.
Recently, federal judges have in several cases blocked measures by Trump that, among other things, involve banning transgender people from military service and mass deportations of persons deemed to have connections to criminal gangs.
article_dagur_translated
Seinastu tíðina hava samveldisdómarar í fleiri førum forðað fyri tiltøkum hjá Trump, sum m.a. snúgva seg um at banna tvørkyndum at gera hertænastu og hópútvísing av persónum, sum verða lagdir undir at hava samband við brotsmannalið.
In his update, Trump refers to his well-known slogan, "Make America Great Again," and writes that it cannot be achieved if "liberal and very partisan judges are allowed to prevent justice."
article_dagur_translated
Í dagføring sínari vísir Trump til vælkendu slagorð hansara, "Make America Great Again" (Ger USA stórfingið aftur, red.), og tað ber ikki til at gera, um "viðgongdir og sera partískir dómarar sleppa at forða fyri rættvísi", skrivar amerikanski forsetin.
Trump turns directly to the chief justice of the U.S. Supreme Court, John Roberts.
article_dagur_translated
Trump vendir sær beinleiðis til forsetan fyri amerikanska hægstarættin, John Roberts.
—Stop this ban now, before it is too late.
article_dagur_translated
– Steðga hesum banninum nú, áðrenn tað er ov seint.
If Judge Roberts and the Supreme Court do not immediately resolve this poisonous situation, which is unprecedented, our country will be in grave trouble.
article_dagur_translated
Um Roberts dómari og hægstirætturin ikki alt fyri eitt loysa hesa eitrandi støðu, sum er uttan fordømi, er land okkara í álvarsomum trupulleikum.
The Israeli Supreme Court has temporarily halted a decision by the Israeli government to remove Ronen Bar, director of the Israeli security service Shin Bet, from his position.
article_dagur_translated
Ísraelski hægstirætturin hevur fyribils steðgað eini avgerð hjá ísraelsku stjórnini um at koyra Ronen Bar, stjóra fyri ísraelsku fregnartænastuna Shin Bet, úr starvi.
It was last night our time that Israeli Prime Minister Benjamin Netanyahu announced that Ronen Bar had been dismissed after the government unanimously approved Netanyahu's proposal to remove him.
article_dagur_translated
Tað var í nátt okkara tíð, at ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu boðaði frá, at Ronen Bar varð koyrdur úr starvi eftir at stjórnin einmælti hevði samtykt uppskotið hjá Netanyahu um at koyra hann frá.
This was not unexpected after Netanyahu announced on Monday that he wished to remove Bar due to a lack of confidence.
article_dagur_translated
Hetta var ikki óvæntað, eftir at Netanyahu mánadagin boðaði frá, at hann ynskti at koyra Bar frá orsakað av vantandi áliti.
On March 4 Shin Bet acknowledged that an internal investigation had revealed that the Hamas attack on October 7, 2023, in which about 1,200 people died, could have been prevented if Shin Bet had acted differently.
article_dagur_translated
4. mars viðgekk Shin Bet, at ein innanhýsis kanning hevði avdúkað, at álopið hjá Hamas 7. oktober 2023, har umleið 1.200 persónar lótu lív, kundi verið forðað, um Shin Bet hevði handlað øðrvísi.
Ronen Bar then took responsibility.
article_dagur_translated
Ronen Bar tók síðani ábyrgdina.
But the Israeli Supreme Court has now temporarily prevented this.
article_dagur_translated
Men ísraelski hægstirætturin hevu nú fyribils forðað hesum.
The Supreme Court must now consider the charges brought in connection with the case.
article_dagur_translated
Hægstirætturin skal nú meta um tær átalur, sum eru givnar í sambandi við málið.
On April 8 a decision will be made on whether the court will allow the government to remove him.
article_dagur_translated
8. apríl skal støða takast til, um rætturin fer at loyva stjórnini at koyra hann frá.
A safe, supportive and caring work environment is crucial for the quality of care work performed by care staff, and it must therefore be prioritized by those who set the framework for this work.
article_dagur_translated
Eitt trygt, stuðlandi og umsorganarfult arbeiðsumhvørvi er avgerandi fyri dygdina í arbeiðinum hjá umsorganarstarvsfólkum, og tað má tí raðfestast av teimum, sum avgera karmarnar fyri hesum arbeiði.
That is one of the conclusions of a study conducted by psychologists Annika H. Davidsen and Súsanna O. Skaale about the emotional demands on Faroese care workers.
article_dagur_translated
Tað er ein av niðurstøðunum í eini kanning, sum Annika H. Davidsen og Súsanna O. Skaale, sálarfrøðingar, hava gjørt um kensluligu krøvini hjá føroyskum umsorganarstarvsfólki.
The study was carried out in collaboration with the Association of Faroese Nurses and received support from the Research Council.
article_dagur_translated
Kanningin er gjørd í samstarvi við Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og hevur fingið stuðul frá Granskingarráðnum.
The emotional demands placed on care workers are often great.
article_dagur_translated
Kensluligu krøvini, ið sett verða umsorganarstarvsfólki, eru ofta stór.
Research shows that these workers are at greater risk than others of compassion fatigue and burnout due to the work.
article_dagur_translated
Gransking vísir, at hesi starvsfólk í størri mun enn onnur eru í vanda fyri umsorganarmøði og at brenna út vegna arbeiðið.
At the same time there are challenges with staff shortages in the care sector worldwide, including in the Faroe Islands, because the number of Faroese people in need of professional care is increasing.
article_dagur_translated
Samstundis eru avbjóðingar við starvsfólkatroti á umsorganarøkinum kring allan heim, eisini í Føroyum, tí talið á føroyingum, ið hava tørv á professionellari umsorgan, er vaksandi.
This is a challenge — not only for those who need care, but also for the health of care workers.
article_dagur_translated
Hetta er ein avbjóðing – ikki bert hjá teimum, ið hava tørv á umsorgan, men eisini fyri heilsuna hjá umsorganar­starvsfólki.
The aim of the study by the two psychologists was to gain insight into how the emotional demands of nursing work affect nurses and their energy to continue providing care in their jobs.
article_dagur_translated
Endamálið við kanningini hjá teimum báðum sálarfrøðingunum var at fáa innlit í, hvussu kenslulig krøv í arbeiðinum hjá sjúkrarøktarfrøðingum ávirka tey og teirra orku at framhaldandi veita umsorgan í teirra arbeiði.
The study also aimed to gather knowledge about what is being done to manage these demands.
article_dagur_translated
Endamálið var eisini at savna vitan um, hvat verður gjørt fyri at handfara hesi krøv.
The study also concludes that what is emotionally demanding in nurses' work can also be rewarding and meaningful.
article_dagur_translated
Kanningin kemur eisini til ta niðurstøðu, at tað, sum er kensluliga krevjandi í arbeiðinum hjá sjúkrarøktarfrøðingum, eisini er gevandi og meiningsfult.
Emotional engagement is a condition of the profession, and it is also a requirement to be able to set one's own feelings aside in various work situations.
article_dagur_translated
Kensluligt engagment er ein treyt í starvinum, og tað er eisini ein treyt at kunna seta egnar kenslur til viks í ymiskum arbeiðsstøðum.
But constantly trying to control emotions through reason is not a useful or sustainable solution for handling emotional demands.
article_dagur_translated
Men áhaldandi at royna at stýra kenslum við skynsemi er ikki ein gagnlig ella langtíðarhaldfør loysn til at handfara kenslulig krøv.
A farsighted and sustainable way to care for the health of care staff is to create forums where colleagues meet regularly and discuss difficult situations.
article_dagur_translated
Ein langskygdur og burðardyggur háttur at ansa eftir heilsuni hjá umsorganarstarvsfólki er at skapa forum, har starvsfelagar hittast regluliga og venda truplum støðum.
The results of the study on emotional demands in care work were presented at the annual meeting of the Association of Faroese Nurses, which took place over the weekend.
article_dagur_translated
Úrslitini av kanningini um kenslulig krøv í umsorganararbeiði vórðu løgd fram á aðalfundi hjá Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, sum var í vikuskiftinum.
The parliamentary session will now be at 10 o'clock, where 13 items are on the agenda.
article_dagur_translated
Tingfundur verður nú klokkan 10, har 13 mál eru á skránni.
There are seven items that will go to third reading, and six items that will go to first reading.
article_dagur_translated
Talan er um sjey mál, sum skulu til 3. viðgerð, og seks mál, sum skulu til 1. viðgerð.
A presentation is also on the agenda.
article_dagur_translated
Eisini verður framløga á skránni.
Among the items going to first reading are a proposal to give municipalities the authority to impose residency requirements, a proposal on a mortgage system, and a proposal to amend the traffic law, which among other things concerns changing the provisions on driving under the influence of intoxicants.
article_dagur_translated
Millum málini, sum skulu til 1. viðgerð er uppskot um at geva kommununum heimild at áseta bústaðaskyldu, uppskot um pantskipan, og uppskot um broytingar í ferðslulógini, sum m.a. snýr seg um at broyta ásetingarnar um rúsevnakoyring.
On April 1, 1975, the Social Services Agency (Almannastovan) was established.
article_dagur_translated
1. apríl 1975 varð Almannastovan sett á stovn.
Before this, the public welfare sector had been administered by Denmark, but it now came into Faroese hands — initially only responsible for the administration of social services with 15 employees.
article_dagur_translated
Áðrenn hetta hevði almannaøkið verið umsitið av Danmark, men nú kom tað á føroyskar hendur – í fyrstu syftu bert við umsiting av sosialøkinum og 15 starvsfólkum.
Later institutions, services and other areas of responsibility were added, and for many years now all responsibility for the administration and development of the sector has been Faroese.
article_dagur_translated
Seinni komu eisini stovnar, tænastur og onnur ábyrgdarøki, og tey seinnu nógvu árini hevur øll ábyrgd av umsiting og menning av økinum verið føroysk.
In this connection, a large celebration will be held at the Nordic House on May 2.
article_dagur_translated
Í hesum sambandi verður stórt hátíðarhald í Norðurlandahúsinum 2. mai.
The varied program includes presentations and lectures, for example on the development of the Faroese welfare society, and a thought-provoking future lecture on how the welfare sector might look in a few years.
article_dagur_translated
Á fjølbroyttu skránni eru framløgur og fyrilestrar, eitt nú um menning av føroyska vælferðarsamfelagnum, og tankavekjandi framtíðarfyrilestur um, hvussu vælferðarøkið kann síggja út um nøkur ár.
The citizens' voice will also be heard.
article_dagur_translated
Borgararøddin verður eisini at hoyra.
Four citizen panels will be organized on autism, developmental disorders, the labour market and mental illness, where attendees can ask citizens questions about their situations.
article_dagur_translated
Skipað verður fyri fýra borgarapanelum um autismu, menningartarn, arbeiðsmarknað og sálarsjúku, har gestir kunnu spyrja borgarar spurningar um teirra viðurskifti.
There will also be both a play and a concert.
article_dagur_translated
Eisini verða bæði sjónleikur og konsert.
Bárður Persson will perform excerpts from the play Løstir.
article_dagur_translated
Bárður Persson fer at framføra brot úr leikinum Løstir.
The play was shown last year, but now even more people will have the opportunity to see it.
article_dagur_translated
Leikurin var sýndur í fjør, men nú fáa enn fleiri høvi at síggja hann.
Furthermore there will be a concert with various names such as Lea Kampmann, Ælabogin and Bass Elvis, and in addition Hin Rusuti will come to tell what it is like to have a diagnosis.
article_dagur_translated
Harumframt verður konsert við so ymiskum nøvnum sum Lea Kampmann, Ælabogin og Bass Elvis, og afturat hesum kemur Hin Rusuti at fortelja, hvussu tað er at hava eina diagnosu.
During the day there will also be an exhibition about the Social Services Agency over the past fifty years, as well as a sales exhibition by the sheltered workshops of the Agency.
article_dagur_translated
Á degnum verður eisini framsýning um Almannaverkið hesi seinastu fimmti árini, umframt søluframsýning hjá vardu verkstøðunum í Almannaverkinum.
Further information about the program will follow later.
article_dagur_translated
Nærri kunning um skrá kemur seinni.
Admission is free, but registration is required for some events.
article_dagur_translated
Atgongdin er ókeypis, men til summi tiltøk er tekning neyðug.
The registration, which will be on the Nordic House's website, www.NLH.fo, opens in April.
article_dagur_translated
Tilmeldingin, sum verður á heimasíðuni hjá Norðurlandahúsinum, www.NLH.fo, letur upp í apríl.
The French frigate Auvergne has arrived in the Harbour, where she will stay for a few days.
article_dagur_translated
Franska fregattin Auvergne er komin á Havnina, her hon fer at liggja í nakrar dagar.
Auvergne is a sister ship of Aquitaine, which was in the Faroe Islands for a few days in September, and of Bretagne, which was moored at the quay in the Harbour for a few hours in May 2021.
article_dagur_translated
Auvergne er systurskip hjá Aquitaine, sum var í Føroyum í nakrar dagar í september, og hjá Bretagne, sum lá við kai í Havn í nakrar tímar í mai í 2021.
These are warships that can be used for various purposes, the French consulate explains, so-called Frégate Scout (FS).
article_dagur_translated
Talan er um herskip, sum kann nýtast til ymisk endamál, upplýsir franska konsulátið, sokallað Frégate Scouteur (FS).
Auvergne is 6,000 tons, 142 meters long, 19.8 meters wide and has its home port in Brest.
article_dagur_translated
Auvergne er 6000 tons, 142 metrar langt, 19,8 metrar breitt og hevur heimstað í Brest.
The Palestinian Hamas movement says it has received a proposal to resume the ceasefire talks in Gaza, and that Hamas's response was "positive."
article_dagur_translated
Palestinska Hamas-rørslan sigur seg hava fingið eitt uppskot um at taka samráðingarnar um vápnahvíld í Gaza uppaftur, at svarið frá Hamas var "jaligt".
The proposal comes from one of the countries that have mediated in the negotiations between Israel and Hamas.
article_dagur_translated
Uppskotið kemur frá einum av londunum, sum hava meklað í samráðingunum millum Ísrael og Hamas.
According to the agreement, Hamas is to release Israeli-American Edan Alexander, who is said to be the last remaining American hostage currently in the Gaza Strip.
article_dagur_translated
Sambært avtaluni skal Hamas leyslata ísraelsk-amerikanska Edan Alexander, sum sigst at vera seinasti núlivinda amerikanski gíslin, sum er eftir í Gazageiranum.
Alexander is 21 years old and served in the Israeli military when he was taken, along with 250 other hostages, on October 7, 2023.
article_dagur_translated
Alexander er 21 ár og tænti í ísraelska herinum, tá hann varð tikin saman við 250 øðrum gíslum 7. oktober 2023.
Hamas intends to release Alexander and to return the bodies of four other hostages to the Israelis, writes Ritzau.
article_dagur_translated
Hamas er sinnað at leyslata Alexander og at lata ísraelum líkini av fýra øðrum gíslum, skrivar Ritzau.
The first phase of the ceasefire between Israel and Hamas, which began on January 19, ended about two weeks ago, and after that Israel decided to stop access to humanitarian aid in Gaza.
article_dagur_translated
Fyrsta stig av vápnahvíldini millum Ísrael og Hamas, sum byrjaði 19. januar, endaði fyri umleið tveimum vikum síðani, og eftir hetta tók Ísrael avgerð um at steðga atgongd til neyðhjálp í Gaza.
During the first phase, several hostages and prisoners were released.
article_dagur_translated
Undir fyrsta stigi vórðu fleiri gíslar og fangar leyslatnir.
Israel wants to extend the first phase, while Hamas wants to move on to the next phase, which is intended to pave the way for a lasting ceasefire.
article_dagur_translated
Ísrael ynskir at leingja fyrsta stig, meðan Hamas ynskir at fara víðari til næsta stig, sum skal slóða fyri varandi vápnahvíld.
Dizzy Miss Lizzy will play at Tórsfest this summer.
article_dagur_translated
Dizzy Miss Lizzy kemur at spæla á Tórsfest í summar.
The festival organizers announced this in a press release this afternoon.
article_dagur_translated
Tað boða fyriskiparar av festivalinum frá í tíðindaskrivi seinnapartin.
The Danish rock trio, which took the country by storm in the 1990s, occupies a very special place in the hearts of many Faroese people.
article_dagur_translated
Danska rokktrioin, sum legði ríkið fyri sínar føtur í 90unum, eigur eitt heilt serligt pláss í hjartanum á mongum føroyingi.
The trio released the album Dizzy Mizz Lizzy in 1994, and it suddenly shot to the top of the music charts.
article_dagur_translated
Trioin gav út plátuna Dizzy Mizz Lizzy í 1994, og hon streyk upp á tónleikatindarnar alt fyri eitt.
The release was remarkable because it was packed with hits.
article_dagur_translated
Útgávan varð tiltikin, tí hon var á tremur við hittum.
Danish music had suddenly gained a new, rough and melodic expression that everyone embraced.
article_dagur_translated
Danskur tónleikur hevði brádliga fingið eitt nýtt, rátt og melodiskt útrykk, sum øll tóku til sín.
Dizzy Mizz Lizzy was without doubt the hottest name at all the country’s festivals in the mid-90s.
article_dagur_translated
Dizzy Mizz Lizzy var uttan iva heitasta navnið á øllum festivalum í ríkinum miðskeiðis í 90unum.
“Waterline,” “Silverflame,” “Barbedwired Baby's Dream,” and “Love Is a Loser's Game” are just some of the hits from Dizzy Mizz Lizzy’s first release.
article_dagur_translated
“Waterline”, “Silverflame”, “Barbedwired Baby´s Dream” og “Love Is a Loser´s Game” eru bara nøkur av hittunum av fyrstu útgávu Dizzy Mizz Lizzys.
In 1998 the three members Tim Christensen, Martin Nielsen and Søren Friis decided to go their separate ways.
article_dagur_translated
Í 1998 gjørdu teir tríggjir Tim Christensen, Martin Nielsen og Søren Friis av at fara hvør til sítt.
The band was quiet until 2010, when they performed a concert tour together again.
article_dagur_translated
Bólkurin var kvirrur til 2010, tá teir aftur spældu eina konsertferð saman.
Now the spark had been lit again, and in 2014 it was announced that the band was active once more.
article_dagur_translated
Nú tendraði í aftur, og í 2014 varð kunngjørt at bólkurin nú aftur var virkin.
The people behind Tórsfest are pleased to have secured Dizzy Mizz Lizzy to play in the Faroes again, say the organizers, who add that ticket sales are moving quickly and they expect Tórsfest to sell out again this year.
article_dagur_translated
Fólkini handan Tórsfest gleðast um, at hava fingið Dizzy Mizz Lizzy til Føroya at spæla aftur, siga fyriskiparar, sum leggja afturat, at forsølan gongur við fúkandi ferð, og rokna teir við, at Tórsfest verður útselt aftur í ár.
It was already announced that Gavin DeGraw, Eivør, Zak Abel, Sandro Cavazza, Dave Evans, Kristina Bærendsen, Poptösog and Branco will be on stage on July 25 in the heart of Tórshavn.
article_dagur_translated
Frammanundan er longu greitt, at Gavin DeGraw, Eivør, Zak Abel, Sandro Cavazza, Dave Evans, Kristina Bærendsen, Poptösog Branco verða á pallinum 25. juli í hjartanum í Havn.
Tickets are available at Effo in Gundadal, at Føroya Tele locations around the country, and at ebillett.fo.
article_dagur_translated
Atgongumerki fást í Effo í Gundadali, í Føroya Tele kring landið og á ebillett.fo.
Tórsfest is supported by Føroya Tele, OY, SMS, Red Bull, Effo, Burger King, Betri, Wenzel Bilrøkt, Atlantic Airways Sveiggj and Hoyrnini.
article_dagur_translated
Tórsfest er stuðlað av Føroya Tele, OY, SMS, Red Bull, Effo, Burger King, Betri, Wenzel Bilrøkt, Atlantic Airways Sveiggj og Hoyrnini.
Recently Lions Tórshavn was able to support the Ova Museum with a donation check of 50,000 kroner, which was appropriately handed over as the museum’s opening approaches.
article_dagur_translated
Um dagarnar kundi Lions Tórshavn lívga Ovasavnið við einum gávukekki upp á 50.000 krónur, ið hóskandi varð latin, nú upplatingin av savninum nærkast í stórum.
The people of Nólsoy have for a long time looked forward to the big celebration day, which will be on Easter Saturday, April 19, when the plan is to honor Ova Joensen.
article_dagur_translated
Nólsoyingar hava í longri tíð sæð fram ímóti tí stóra fagnaðardegnum, sum verður páskaaftan 19. apríl, tá ið ætlanin er at heiðra Ova Joensen.
The main event that day will of course be that the Ova Museum can finally be opened to the public, and among other things visitors will be able to see Ova’s boat, “Diana Victoria.”
article_dagur_translated
Høvuðshendingin henda dagin verður sjálvandi, at Ovasavnið umsíðir kann vera latið upp fyri almenninginum, og tá fer millum annað fer at bera til at síggja bátin hjá Ova, “Dianu Victoriu”.
It will also be possible to learn about the story of Ova, who in 1986 rowed alone for a full 41 days the entire 1,700-kilometre stretch from Nólsoy to Denmark.
article_dagur_translated
Eisini ber til at kunna seg um søguna um Ova, sum í 1986 í samfullar 41 dagar einsamallur róði allan tann 1700 kilometra langa teinin úr Nólsoy til Danmarkar.
Lions Tórshavn is pleased to be able to contribute to the Ova Museum, which will undoubtedly make Nólsoy an even more interesting place to visit for both Faroese people and others.
article_dagur_translated
Lions Tórshavn fegnast um at kunna lata sítt íkast til Ovasavnið, ið óivað fer at gera Nólsoy til eitt enn áhugaverdari stað at vitja hjá bæði føroyingum og øðrum.
A fire in a nightclub in the North Macedonian town of Kocani claimed 59 lives overnight, reports North Macedonia's interior minister, Pantje Tosjkovski.
article_dagur_translated
Ein eldsbruni í einum náttklubba í norðurmakedonska býnum Kocani, hevur í nátt kravt 59 mannalív, boðar norðurmakedonski innlendismálaráðharrin, Pantje Tosjkovski frá.
In addition, 155 people have been rescued and taken to hospitals around the country.
article_dagur_translated
Umframt hetta eru 155 fólk løstað og flutt á sjúkrahús kring landið.
The condition of 18 people is critical, and some have been transferred to other countries for treatment, he says according to Ritzau.
article_dagur_translated
Hjá 18 fólkum er støðan hættislig, og summi eru flutt til onnur lond at fáa viðgerð, sigur hann sambært Ritzau.
This morning it was reported that 51 people had died and that over 100 were rescued.
article_dagur_translated
Í morgun varð boðað frá, at 51 fólk høvdu latið lív, og at yvir 100 vórðu løstað.
Of the 59 who have died, 35 have been identified.
article_dagur_translated
Av teimum 59, sum hava latið lív, eru 35 eyðmerkt.