en stringlengths 1 10.6k | source stringclasses 4
values | fo stringlengths 1 10.3k |
|---|---|---|
Thus the women lose the majority in Tórshavn's city council. | article_dagur_translated | Sostatt missa kvinnurnar meirilutan í Tórshavnar býráði. |
In the last municipal election in Tórshavn six men and seven women were elected. | article_dagur_translated | Á seinasta býráðvali í Havn vórðu valdir seks menn og sjey kvinnur. |
The voter survey shows quite clearly that all three representatives that Tjóðveldi will get into Tórshavn's city council will be women. | article_dagur_translated | Veljarakanningin vísir rættiliga greitt, at øll tey trý umboðini, sum Tjóðveldi fær inn í Tórshavnar býráð, verða kvinnur. |
Elsa Berg is running again to become the lead candidate on the Tjóðveldi list this year, and according to the survey she will also be the top scorer in the election. | article_dagur_translated | Elsa Berg, stendur aftur til at gerast fyrstvald á tjóðveldislistanum í ár, og sambært kanningini verður hon eisini toppskorari á valinum. |
She is expected to receive more than one third of the votes on the Tjóðveldi list. | article_dagur_translated | Hon stendur til at fáa meira enn triðingin av atkvøðunum á tjóðveldislistanum. |
Those who are likely to be elected are Hildur Eyðunsdóttir and Annita á Fríðriksmørk, but the gap to the next candidates — Heidi Lava Elgeirsdóttir and Anja Maria Hammer Weyhe — is not very large. | article_dagur_translated | Hinar, sum standa til at verða valdar eru Hildur Eyðunsdóttir og Annita á Fríðriksmørk, men tað er ikki so langt niður til tær næstu, sum eru Heidi Lava Elgeirsdóttir og Anja Maria Hammer Weyhe. |
On All Saints' Day, Sunday, November 3, the new cemetery in Rituvík will be consecrated. | article_dagur_translated | Allahalgannadag, sunnudagin 3. november, verður nýggi kirkjugarðurin í Rituvík vígdur. |
The website runavik.fo writes that Meinhard Bjartalíð, the pastor, will consecrate the new section of the cemetery after the service in Rituvík Church. | article_dagur_translated | Heimasíðan runavik.fo skrivar, at Meinhard Bjartalíð, prestur, eftir guðstænastuna í Rituvíkar kirkju fer at víga nýggja partin av kirkjugarðinum. |
In the summer of 2023 the mayor and Johannes Johannesen from Voyt signed a contract to expand the village cemetery. | article_dagur_translated | Á sumri í 2023 skrivaðu borgarstjórin og Johannes Johannesen frá Voyt undir sáttmála um víðkan av kirkjugarðinum í bygdini. |
Voyt had the lowest bid for the project, which included 160 "double graves", Runavíkar Municipality informs. | article_dagur_translated | Voyt átti lægsta boðið til verkætlanina, sum fevndi um 160 "dupultar gravir", upplýsir Runavíkar kommuna. |
The work is finished, and the cemetery will now be handed over to Runavíkar Municipality. | article_dagur_translated | Arbeiðið er liðugt, og kirkjugarðurin verður nú handaður Runavíkar kommunu. |
The Kollafjørður Tunnel will be closed again this evening from 10 PM. | article_dagur_translated | Kollafjarðartunnilin verður stongdur aftur í kvøld frá klokkan 22. |
This is written by Landsverk on their website. | article_dagur_translated | Hetta skrivar Landsverk á heimasíðu sínari. |
More work remains to be done, and therefore traffic is, as a starting point, closed. | article_dagur_translated | Meira arbeiði er at gera, og harvið er sum útgangspunkt stongt fyri ferðslu. |
This is between 10 PM on Wednesday, October 30 and 6 AM tomorrow, Thursday, October 31. | article_dagur_translated | Hetta millum klokkan 22 mikudagin 30. oktober til klokkan seks í morgin, hósdagin 31. oktober. |
Yesterday afternoon there was a celebration at the Finance Department of Tórshavn Municipality because Poula Johansen had her 40th work anniversary on October 22. | article_dagur_translated | Seinnapartin í gjár var hátíðarhald á Fíggjardeildini hjá Tórshavnar kommunu, tí Poula Johansen hevði 40-ára starvsdag 22. oktober. |
In this connection she received a gold medal and a certificate of honor from Tórshavn Municipality, writes torshavn.fo. | article_dagur_translated | Í hesum sambandi fekk hon gullmedalju og heiðursbræv frá Tórhavnar kommunu, skrivar torshavn.fo. |
Poula is also nominated for the King's Medal of Merit due to her long period of service. | article_dagur_translated | Poula er eisini tilnevnd til “Kongens fortjenstmedalje vegna longu starvstíðina. |
She began the position in 1984 and has had to keep track of the finances of the country's largest municipality - also as the municipality has grown significantly. | article_dagur_translated | Hon byrjaði í starvinum í 1984 og hevur skula hildið skil á peninginum hjá størstu kommunu í landinum - eisini sum kommunan er vaksin nógv. |
Join us for a panel discussion on Wednesday evening, October 30 at 19:30 at Torgið in SMS. | article_dagur_translated | Kom við til pallborðsfund mikukvøldið 30. oktober kl. 19.30 á Torginum í SMS. |
The city council election in Tórshavn is the most exciting in a long time. | article_dagur_translated | Býráðsvalið í Havn er tað mest spennandi í longri tíð. |
While some parties are dissolving, others are being founded. | article_dagur_translated | Meðan summir flokkar eru í upploysn, verða aðrir stovnaðir. |
All parties nevertheless want the same thing: to gain power on the council. | article_dagur_translated | Allir flokkar vilja tó sama: Fáa valdið á vaglinum. |
At the panel discussion in SMS, some of the hottest topics will be addressed: How do politicians intend to solve the housing shortage? | article_dagur_translated | Á pallborðsfundinum í SMS verða nøkur av heitastu evnunum viðgjørd: Hvussu ætla politikarar at loysa bústaðarneyðina? |
How does this fit with urban planning more generally? | article_dagur_translated | Hvussu passar hetta saman við býarplanlegging annars? |
What will be done for the youngest and the oldest? | article_dagur_translated | Hvat verður gjørt fyri tey yngstu og tey elstu? |
And how do parties intend to resolve political bickering otherwise? | article_dagur_translated | Og hvussu ætla flokkar at loysa politiska klandrið annars? |
The moderators will be Jan Lamhauge and Rólant Waag Dam from Frihedsbrevet. | article_dagur_translated | Orðstýrarar vera Jan Lamhauge og Rólant Waag Dam frá Frihedsbrevet. |
As something new, the plan is to begin implementing various pilot schemes on how health services in Suðuroy can be organized, with a view to ensuring that Suðuroy residents receive high-quality health services with the highest clinical standards. | article_dagur_translated | Sum nakað nýtt, er ætlanin at fara undir at gera ymiskar royndarskipanir um, hvussu heilsutænastur í Suðuroy kunnu skipast, við atliti til at tryggja suðuroyingum dygdargóðar heilsutænastur við hægstu heilsufakligu góðsku. |
Next week the Minister of Health will submit a bill on community health services to the Faroese Parliament, writes the Ministry of Health. | article_dagur_translated | Í komandi viku fer landsstýriskvinnan at leggja lógaruppskot um heilsutænastur í nærumhvørvinum fyri Løgtingið, skrivar Heilsumálaráðið. |
This bill makes it possible to work on the pilot schemes. | article_dagur_translated | Hetta lógaruppskotið ger tað møguligt at arbeiða við royndarskipanum. |
Therefore preparatory work is already underway so that it will be possible to start a pilot scheme when the law comes into force. | article_dagur_translated | Tí er farið undir fyrireikandi arbeiði longu nú, soleiðis at tað er møguligt at fara undir eina royndarskipan, tá ið lógin kemur í gildi. |
On Monday Margit Stórá, the Minister, held meetings in Suðuroy with the mayors, the management of Suðuroy Hospital and Suðuroy Residential and Home Care Services, as well as the municipal doctors. | article_dagur_translated | Mánadagin var Margit Stórá, landsstýriskvinna, á fundum í Suðuroy við borgarstjórunum, leiðslunum á Suðuroyar sjúkrahúsi og Suðuroyar Bú- og heimatænastu, umframt kommunulæknum. |
Margit Stórá informed that the work to improve health services will be carried out in close cooperation between the relevant parties in Suðuroy. | article_dagur_translated | Margit Stórá kunnaði um, at arbeiðið at betra um heilsutænasturnar fer at verða gjørt í einum tøttum samstarvi millum viðkomandi partar í Suðuroynni. |
A working group with representatives of health professionals in Suðuroy, residents of Suðuroy and the Ministry of Health will prepare proposals for concrete pilot schemes intended to secure, improve and develop health services for Suðuroy residents. | article_dagur_translated | Ein arbeiðsbólkur við umboðum fyri heilsustarvsfólk í Suðuroynni, borgarar í Suðuroynni og Heilsumálaráðið skal gera uppskot til ítøkiligar royndarskipanir, sum skulu tryggja, betra og menna heilsutænastur til suðuroyingar. |
The working group will be established shortly. | article_dagur_translated | Arbeiðsbólkurin verður settur í næstum. |
When the pilot period is over, the pilot schemes must be evaluated. | article_dagur_translated | Tá royndartíðarskeiðið er liðugt, skulu royndarskipanirnar eftirmetast. |
The results from the pilot schemes will be used to develop the health sector in Suðuroy. | article_dagur_translated | Úrslitini frá royndarskipanunum skulu brúkast til at menna heilsuøkið í Suðuroynni. |
I am glad that there is support for starting pilot schemes that can improve the provision of health services. | article_dagur_translated | Eg eri glað fyri, at undirtøka er fyri at fara undir at gera royndarskipanir, sum kunnu betra um tilboðini til heilsutænastur. |
The first pilot schemes will be carried out in Suðuroy, which will thereby become a pioneer in the area. | article_dagur_translated | Tær fyrstu royndarskipanirnar verða gjørdar í Suðuroynni, sum harvið verður slóðbrótari á økinum. |
According to the plan, this will result in better health for Suðuroy residents — especially for those who have the greatest need for health services, namely the elderly, people with chronic illnesses and people with special needs and their relatives. | article_dagur_translated | Eftir ætlan, fer hetta at hava við sær eina betri heilsustøðu hjá suðuroyingum – og serliga hjá teimum, sum hava størstan tørv á heilsutænastum, t.v.s. eldri fólki, fólki við varandi sjúkum og fólki við serligum tørvi og avvarðandi teirra. |
Later other pilot schemes will be launched around the country, says Margit Stórá, the Minister. | article_dagur_translated | Seinni verður farið undir at gera aðrar royndarskipanir kring landið, sigur Margit Stórá, landsstýriskvinna. |
The police conducted traffic measurements in Suðuroy yesterday and uncovered two cars that were driving well above the speed limit. | article_dagur_translated | Løgreglan gjørdi ferðslumátingar í Suðuroy í gjár, og avdúkaðu tveir bilar, sum koyrdu væl oman fyri ferðahámarkið. |
The traffic measurements were carried out in Øravík and Trongisvágur, and the two drivers who received points on their driving licenses were assessed as driving 106 and 102 kilometres per hour. | article_dagur_translated | Ferðamátingarnar vórðu gjørdar í Øravík og Trongisvági, og teir báðir bilførararnir, sum fingu klipp í koyrikortið, vórðu mettir at koyra 106 og 102 kilometrar um tíman. |
The traffic police also had a targeted operation in Tórshavn yesterday. | article_dagur_translated | Ferðsluløgreglan hevði eisini eitt málrættað átak í Havn í gjár. |
There two drivers were detected driving while they were talking on handheld phones. | article_dagur_translated | Her vóru tveir bilførarar avdúkaðir fyri at koyra meðan teir tosaðu í handhildna telefon. |
They will receive points on their driving licenses. | article_dagur_translated | Teir fáa klipp í koyrikortið. |
One driver had not fastened his seatbelt; he will receive a fine, the police duty officer reported this morning. | article_dagur_translated | Ein bilførari hevði ikki bundið seg í seðlarnar, hann fær bót, upplýsir vaktleiðarin hjá løgregluni í morgun. |
One person also received a fine yesterday for violating public order regulations. | article_dagur_translated | Ein persónur fekk eisini bót í gjár fyri at hava brotið seg móti skilhaldsreglunum. |
He displayed disorderly conduct in Steinatún in Tórshavn. | article_dagur_translated | Hann vísti ólátaðan atburð í Steinatúni í Havn. |
Føroya Banki announces today the financial results for the third quarter of 2024. | article_dagur_translated | Føroya Banki kunnger í dag roknskapartølini fyri triðja ársfjórðing 2024. |
Overall performance remains good, and the profit after tax was 119 million kroner, compared with 105 million after tax in the second quarter this year. | article_dagur_translated | Yvirskipað er gongdin framvegis góð, og úrslitið fyri skatt var 119 milliónir krónur, samanborið við 105 milliónir fyri skatt í øðrum ársfjórðingi í ár. |
The strong performance is founded on growth in both deposits and loans and good returns on securities. | article_dagur_translated | Góða gongdin er grundfest í einum vøkstri í bæði innlánum og útlánum og góðum virðisbrævaavkasti. |
The financial position of both corporate and private customers is generally good, and this is reflected in reversed impairment charges during the quarter. | article_dagur_translated | Fíggjarstøðan hjá bæði vinnukundum og privatkundum er sum heild góð, og tað sæst aftur í afturførdum niðurskrivingum í ársfjórðinginum. |
Those who have been affected by the increased interest rates in recent years will now feel some relief. | article_dagur_translated | Tey, sum eru merkt av øktu rentunum seinastu árini, fara at merkja ein lætta nú. |
The interest rate level is now falling, and the market expects further rate cuts in the coming period. | article_dagur_translated | Rentustøðið er nú lækkandi, og marknaðurin væntar enn fleiri rentulækkingar komandi tíðina. |
We have announced three interest rate cuts this year. | article_dagur_translated | Vit hava fráboðað tríggjar rentulækkingar í ár. |
This will make it easier for households that have felt financial pressure from higher rates in recent years. | article_dagur_translated | Hetta fer at gera tað lættari hjá húskjum, sum hava merkt eitt fíggjarligt trýst av hægri rentum undanfarnu árini. |
Overall, our customers are doing well, says Turið F. Arge, CEO of Føroya Banki. | article_dagur_translated | Yvirskipað hava okkara kundar tað tó gott, sigur Turið F. Arge, forstjóri í Føroya Banka. |
When the interest rate environment is changing, it can be interesting for households to choose mortgage financing instead of ordinary bank financing, because it is then possible to lock the interest rate for shorter or longer periods. | article_dagur_translated | Tá rentustøðið er skiftandi, so kann tað vera áhugavert hjá húskjum at velja realkredittfígging heldur enn vanliga bankafígging, tí tá ber til at læsa rentuna í styttri og longri tíðarskeið. |
Interest rate increases can hit individual families very hard, and therefore it is always sensible to regularly check whether the financing is structured correctly. | article_dagur_translated | Rentuhækkingar kunnu merkja einstakar familjur sera hart, og tí er tað altíð skilagott, at ein javnan kannar, um fíggingin er samansett rætt. |
With mortgage financing it is possible either fully or partially to avoid interest rate fluctuations, and one gets more options for structuring the financing than with ordinary bank financing. | article_dagur_translated | Við realkredittfígging ber til antin heilt ella partvíst at sleppa undan, at rentan sveiggjar, og ein fær fleiri møguleikar fyri at samanseta fíggingina, enn tá ið talan er um vanliga bankafígging. |
Now interest rates are falling, but precisely at such times it can be sensible for customers to consider mortgage loans so they are in a better position if rates rise again, says Turið F. Arge. | article_dagur_translated | Nú lækka renturnar, men júst tá kann tað vera skilagott hjá kundum at umhugsa realkredittlán, so teir eru í einari betri støðu, um renturnar hækka aftur, sigur Turið F. Arge. |
The outlook for the remainder of the year is good, and the year as a whole has been better than originally expected. | article_dagur_translated | Útlitini fyri restina av árinum eru góð, og árið sum heild hevur verið betri enn upprunaliga væntað. |
The bank now expects a net profit after tax for the year between 275 and 300 million kroner. | article_dagur_translated | Bankin væntar nú eitt nettoúrslit eftir skatt fyri árið millum 275 og 300 milliónir krónur. |
The financial statements for the third quarter in brief. | article_dagur_translated | Roknskapurin fyri triðja ársfjórðing í stuttum |
Management expects that the net profit after tax this year will be between 275 and 300 million kroner. | article_dagur_translated | Leiðslan væntar, at nettoúrslitið eftir skatt í ár verður millum 275 og 300 mió. kr. |
For some time there has been work to digitize the older music releases by M. C. Restorff and the Nikodemus choir in order to make them available on digital music services worldwide, for example. | article_dagur_translated | Í eina tíð hevur verið arbeitt við at talgilda eldru tónleikaútgávurnar hjá M. C. Restorff og Nikodemussangbólkinum fyri síðani at leggja tær atkomiligar á talgildu tónleikatænastunum á alnótnini, eitt nú. |
It is finally completed now, writes Evangeliska Røddin in a news release. | article_dagur_translated | Nú er loksins komið á mál, skrivar Evangeliska Røddin í tíðindaskrivi. |
The newer releases, from 1991 onward, have been available online for several years. | article_dagur_translated | Nýggjaru útgávurnar, frá 1991 og fram, hava verið tøkar á netinum í nøkur ár. |
M. C. Restorff has been active on the spiritual music scene in the Faroe Islands for more than 50 years. | article_dagur_translated | M. C. Restorff hevur í meir enn 50 ár verið virkin á andaliga tónleikapallinum í Føroyum. |
The Nikodemus choir originated in the youth work at Ebenezer in Tórshavn. | article_dagur_translated | Nikodemussangbólkurin hevði sín uppruna í ungdómsarbeiðnum í Ebenezer í Havn. |
The reason for the name “Nikodemus” can be found in the Gospel of John chapter 3, where a council member named Nicodemus came to Jesus at night. | article_dagur_translated | Orsøkin til navnið “Nikodemus” er at finna í Jóhannesar evangelium kapitul 3, har ein ráðharri við navninum Nikodemus, leitaði sær til Jesus á nátt. |
He wished to ask about eternal life. | article_dagur_translated | Hann ynski at spyrja um hitt æviga lívið. |
It is from that conversation that Jesus speaks the well-known words in John 3:16: “For God so loved the world that He gave His only Son, that whoever believes in Him shall not perish but have eternal life.” | article_dagur_translated | Tað er frá tí samrøðuni at Jesus sigur tey kendu orðini í Jóh. 3.16: “Tí so elskaði Gud heimin, at Hann gav Son Sín, hin einborna, fyri at hvør tann, ið trýr á Hann , skal ikki fortapast, men hava ævigt lív.” |
The name came from that, because youth work often stretches far into the evening and partly into the nights. | article_dagur_translated | Haðani kom navnið, tí ungdómsarbeiði ofta strekkir seg langt út á kvøldið og partvís næturnar. |
These are translated songs, poems to which melodies have been set. | article_dagur_translated | Talan er um týddar sangir, yrkingar har løg eru sett til. |
There are also some songs with well-known tunes, but where Faroese spiritual lyrics have been made for them. | article_dagur_translated | Eisini eru onkrir sangir við kendum løgum, men har føroyskur andaligur tekstur er gjørdur til. |
And there are also original poems and melodies. | article_dagur_translated | Og so er eisini talan um upprunaligar yrkingar og løg. |
The releases by M. C. and the Nikodemus choir are: | article_dagur_translated | Útgávurnar hjá M. C. og Nikodemussangbólkinum eru: |
In 1991 M. C. took a young talent under his wing — that was Regin Guttesen. | article_dagur_translated | Í 1991 tók M. C. ein ungan spíra undir sítt veingjabreiði – tað var Regin Guttesen. |
They collaborated on the release “Ein glotti fyri framman”. | article_dagur_translated | Teir vóru saman um útgávuna “Ein glotti fyri framman”. |
Since then Regin, who together with his wife Heidi and their children is a missionary in Italy, has also released a considerable amount of music, including the album “Fjakkari.” | article_dagur_translated | Síðani tá hevur Regin, sum saman við konuni Heidi og teirra børnum, er trúboðari í Italia, eisini latið út hondum væl av tónleiki, m.a. útgávuna “Fjakkari”. |
It is Bárður Norðberg from Evangeliska Røddin who has coordinated the work. | article_dagur_translated | Tað er Bárður Norðberg frá Evangelisku Røddini sum hevur samskipað arbeiðið. |
Finnur Hansen, Edvard Nyholm Debes and Eirikur Norðberg have helped with digitization and Óli Poulsen has refined and remastered. | article_dagur_translated | Finnur Hansen, Edvard Nyholm Debes og Eirikur Norðberg hava hjálpt til við talgilding og Óli Poulsen hevur fínpussað og re-mastrað. |
It has been lengthy work to locate the best master tapes so that the quality could be as good as possible. | article_dagur_translated | Tað hevur verið drúgt arbeiði at finna fram tey bestu masterbondini, so góðskan kundi blíva so góð sum møguligt. |
And in that connection Evangeliska Røddin wishes to thank the archive at Kringvarp Føroya. | article_dagur_translated | Og í tí sambandi ynskir Evangeliska Røddin at takka savninum í Kringvarpi Føroya. |
With this, almost all of Evangeliska Røddin’s releases are accessible on digital music services. | article_dagur_translated | Við hesum eru næstan allar útgávurnar hjá Evangelisku Røddini atkomuligar á talgildu tónleikatænastunum. |
Work continues to get the remaining ones released. | article_dagur_translated | Arbeitt verður víðari vit at fáa tær seinastu út. |
The Nordic Council is now calling on the Nordic governments to update the Helsinki Treaty. | article_dagur_translated | Norðurlandaráðið heitir nú á norðurlendsku stjórnirnar um at dagføra Helsingforssáttmálan. |
It is considered necessary to ensure that Nordic cooperation can develop in line with the times and reflect the changes the Nordic countries are currently undergoing. | article_dagur_translated | Mett verður, at tað er neyðugt fyri at tryggja, at norrøna samstarvið kann menna seg í tráð við tíðina og spegla menningina, sum norðurlendsku londini fara í gjøgnum í løtuni. |
This is the news from the 76th annual meeting of the Nordic Council, which is being held this week at Harpa in Reykjavík. | article_dagur_translated | Soleiðis ljóða tíðindini frá 76. ársfundinum í Norðurlandaráðnum, sum hesa vikuna verður hildin í Hørpu í Reykjavík. |
The council's decision means that the Helsinki Treaty will now be sent for consideration in the member countries, and that the governments, via the Council of Ministers, will provide a joint response to the Nordic Council, writes norden.org. | article_dagur_translated | Samtyktin í ráðnum merkir, at Helsingforssáttmálin nú verður sendur til viðgerðar í limalondunum, og at stjórnirnar umvegis ráðharraráðið koma við einum felags svari til Norðurlandaráðið, skrivar norden.org. |
- Nordic cooperation needs a “constitution” that is up to date and reflects the society we live in. | article_dagur_translated | - Norðurlendska samstarvið hevur brúk fyri eini “grundlóg”, sum er í tráð við tíðina og speglar samvelagið, sum vit liva í. |
We believe this is crucial for the continued dynamism of Nordic cooperation, says Bryndis Haraldsdóttir, president of the Nordic Council. | article_dagur_translated | Vit halda, at tað er avgerandi fyri framhaldandi dynamikki í norrøna samstarvinum, sigur Bryndis Haraldsdóttir, forseti fyri Norðurlandaráðið |
The presidency of the Nordic Council decided in June 2023 to establish a working group with representatives from all eight Nordic parliaments, the five political groups in the council and the Nordic Youth Council. | article_dagur_translated | Formansskapurin í Norðurlandaráðnum avgjørdi í juni í 2023 at seta niður ein arbeiðsbólk við omboðum fyri øll átta norðurlendsku tjóðartingini, teir fimm politisku bólkarnar í ráðnum og Norðurlendska Ungdómsráðnum. |
Johan Dahl from the Union Party has represented the Faroese Parliament in this working group. | article_dagur_translated | Johan Dahl úr Sambandsflokkurin hevur umboðað Løgtingið í hesum arbeiðsbólki. |
Anna Falkenberg, also from the Union Party, has recently represented the Danish Parliament in the working group. | article_dagur_translated | Anna Falkenberg, eisini úr Sambandsflokkinum, hevur umboðað danska fólkatingið í arbeiðsbólkinum hesa seinastu tíðina. |
She used the opportunity in a short speech to the Nordic Council today to thank the Danish delegation for good cooperation and support. | article_dagur_translated | Hon nýtti høvið í stuttari røðu í Norðurlandaráðnum í dag at takka donsku sendinevndini fyri gott samstarv og stuðul. |
Erling Eidesgaard from the Republic party also expressed gratitude for Danish goodwill toward the Faroese desire for independent membership, although the proposal currently on the table does not fully align with Faroese wishes. | article_dagur_translated | Eisini Erling Eidesgaard úr Tjóðveldi bar eina tøkk til danska vælviljan móti føroyska ynskinum um sjálvstøðugan limaskap, hóast uppskotið sum nú lá á borðinum ikki heilt er í tráð við føroyska viljan. |
Subsets and Splits
No community queries yet
The top public SQL queries from the community will appear here once available.