en
stringlengths
1
10.6k
source
stringclasses
4 values
fo
stringlengths
1
10.3k
The party leadership has been informed of this decision, Prime Minister Aksel V. Johannesen and the chairwoman of Framsókn Ruth Vang have also been told, and on Friday, October 11 Høgni Hoydal invited the party's parliamentary and government group to his home in Hoyvík.
article_dagur_translated
Hendan avgerðin hevur floksleiðslan fingið boð um, løgmaður Aksel V. Johannesen og forkvinnan í Framsókn Ruth Vang hava eisini fingið tað at vita, og fríggjadagin 11. oktober bjóðaði Høgni Hoydal ting- og landsstýrismanning floksins niðan til sín í Hoyvík.
There the man who has held the position for 24 years informed them of the situation.
article_dagur_translated
Har kunnaði maðurin, sum hevur sitið í sessinum í 24 ár, um støðuna.
This is confirmed by MP Eirikur í Jákupsstovu in a Facebook post tonight, where he describes his former chairman as a leader.
article_dagur_translated
Hetta váttar tinglimur Eirikur í Jákupsstovu, tinglimur, í Facebook-uppslagi í kvøld, har hann skýrir fyrrverandi formann sín sum ein oddvita.
The question now is what will happen in Tjóðveldi.
article_dagur_translated
Spurningurin er so nú, hvat hendir í Tjóðveldi.
The party has not performed well in recent elections, and the decline in voter polls is also significant.
article_dagur_translated
Flokkurin hevur ikki staðið seg so væl til seinastu valini, og afturgongdin í veljarakanningunum er eisini stór.
Sirið Stenberg is acting chairwoman for the time being.
article_dagur_translated
Sirið Stenberg er fyribils forkvinna.
A new party leadership will be finally elected at an extraordinary party congress in eight days.
article_dagur_translated
Eitt nýtt forfólk verður endaliga valt á eyka flokstingi um átta dagar.
The past 24 hours have generally been peaceful, the shift supervisor at the police station in Tórshavn reports.
article_dagur_translated
Seinasta samdøgrið hevur sum heild verið friðarligt, upplýsir vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.
Yesterday afternoon there was a minor traffic accident in Hoyvík, where one car rear-ended another.
article_dagur_translated
Seinnapartin í gjár var tó eitt lítið ferðsluóhapp í Hoyvík, har ein bilur rendi í afturpartin á einum øðrum.
There were no personal injuries, but there was some material damage, and one of the drivers will likely be charged for failing to keep the necessary distance.
article_dagur_translated
Eingin fólkaskaði var, men har var nakað av materiellum skaða, og tann eini bilførarin verður helst skuldsettur fyri ikki at halda neyðugu frástøðuna.
In the evening two drivers were also caught speeding when the police were out conducting speed measurements on the stretch between the roundabout in Kollafjørður and the Kollafjørður tunnel.
article_dagur_translated
Um kvøldið vórðu tveir bilførarar eisini tiknir fyri at koyra ov skjótt, tá løgreglan var úti og gjørdi ferðmátingar á strekkinum millum rundkoyringina í Kollafirði og Kollafjarðartunnilin.
Both were driving at 115 kilometers per hour, although the maximum permitted speed is 80, which leads to conditional disqualification, but because one of the drivers had held his driving license for less than three years, he receives a driving ban.
article_dagur_translated
Báðir koyrdu 115 kilometrar um tíman, hóast mest loyvda ferðin er 80, og tað gevur treytaða frádøming, men av tí at tann eini bilførarin hevði havt koyrikort í styttri enn trý ár, fær hann koyriforboð.
From November 11 to 22 the UN climate conference COP29 will be held in Azerbaijan, and it will be without participation from the U.S. president, Joe Biden.
article_dagur_translated
Í døgunum 11. til 22. november verður ST-veðurlagsráðstevnan COP29 í Aserbadjan, og hon verður uttan luttøku frá amerikanska forsetanum, Joe Biden.
Unnamed sources told the outlet Bloomberg.
article_dagur_translated
Tað upplýsa ónevndar keldur fyri miðlinum Bloomberg.
The U.S. will however still be represented at the conference.
article_dagur_translated
USA verður tó framvegis umboðað á ráðstevnui.
John Podesta, Biden's top adviser on climate policy, will attend together with others from the U.S. administration, writes Ritzau.
article_dagur_translated
John Podesta, ovasti ráðgevi hjá Biden innan veðurlagspolitikk, fer saman við øðrum úr umsitingini hjá amerikanska forsetanum, at luttaka, skrivar Ritzau.
It is also not a given that the U.S. president attends the annual UN climate conference.
article_dagur_translated
Tað er heldur ikki ein sjálvfylgja, at amerikanski forsetin luttekur á árligu veðurlagsráðstevnuni hjá ST.
Biden participated in 2021 and 2022, but in 2023 it was Vice President Kamala Harris who represented the U.S. at the conference.
article_dagur_translated
Biden luttók í 2021 og 2022, men í 2023 var tað varaforsetin Kamala Harris, sum umboðaði USA á ráðstevnuni.
This year's climate conference will be held shortly after the U.S. presidential election, which takes place on November 5.
article_dagur_translated
Ársins veðurlagsráðstevna verður hildin stutt eftir amerikanska forsetavalið, sum verður 5. november.
It will then be clear whether the Democratic presidential candidate, Kamala Harris, or the Republican presidential candidate, Donald Trump, will take over the leadership after Joe Biden, who leaves in January.
article_dagur_translated
Tá verður greitt, um tað verður demokratiska forsetavalevnið, Kamala Harris, ella republikanska forsetavalevnið Donald Trump, sum skal yvirtaka leiðsluna eftir Joe Biden, sum fer frá í januar.
When Trump was president he took the U.S. out of the 2015 Paris Agreement, in which countries agreed to limit global warming to below 2.0 degrees.
article_dagur_translated
Tá Trump var forseti tók hann USA úr Parísavtaluni frá 2015, har londini samdust um at avmarka upphitingina av jørðini til undir 2,0 hitastig.
On his first day as president in 2021, Biden rejoined the U.S. to the agreement.
article_dagur_translated
Á sínum fyrsta degi sum forseti í 2021, meldaði Biden USA inn aftur í avtaluna.
Trump has announced that if he returns to the White House he will withdraw the U.S. from the agreement again.
article_dagur_translated
Trump hevur boðað frá, at sleppur hann innaftur í Hvítu Húsini, fer hann at melta USA úr aftur avtaluni.
Gigni has now started providing sex education at upper secondary schools, and it has gone well so far.
article_dagur_translated
Gigni er nú byrja við at hava seksualupplýsing á miðnámsskúlunum, og tað hevur gingið væl higartil.
The public health nurses Elin Ziska and Óluva Gunnarsdóttir have been appointed to carry out this task.
article_dagur_translated
Tað eru heilsufrøðingarnir Elin Ziska og Óluva Gunnarsdóttir, sum eru settar í starv at røkja hesa uppgávuna.
Primarily first-year students (1.g) receive this instruction.
article_dagur_translated
Tað er í fyrstu syftu 1.g'arar sum fáa hesa undirvísingina.
Elin and Óluva began in Suðuroy, where they taught two classes.
article_dagur_translated
Elin og Óluva byrjaðu í Suðuroy, har tær undirvístu tveimum flokkum.
This week they have been at the Upper Secondary School at Kambsdalur.
article_dagur_translated
Hesa vikuna hava tær verið á Miðnámi á Kambsdali.
The students show great interest in the topic, and it is certainly very welcome to receive updated knowledge on the subject in this age group.
article_dagur_translated
Næmingarnir vísa stóran áhuga í evninum, og tað er heilt víst sera kærkomið at fáa dagførda vitan um evnið í hesum aldursbólkinum.
The topics taught include prevention, sexually transmitted infections, sexuality, setting boundaries, consent, diversity, etc.
article_dagur_translated
Evnini, sum undirvíst verður um, eru bæði innan fyribyrging, kynssjúkur, seksualitet, at seta mørk, samtykki, ymsikleika osfr.
Public health nurses are present in all primary schools in the Faroe Islands, where they provide information about boundaries, gender identity/expression, prevention and sexuality at that level.
article_dagur_translated
Heilsufrøðingar eru inni í øllum fólkaskúlum í Føroyum, har tað verður kunnað um mørk, kynsbúning, fyribyrging og seksualitet á teirra støði.
It is a natural progression that public health nurses are also at upper secondary schools, working both health-promotively and preventively.
article_dagur_translated
Tað er ein nátúrlig gongd, at heilsufrøðingar eisini eru á miðnámi og arbeiða bæði heilsufremjandi og fyribyrgjandi.
At the request of Djóni N. Joensen, the minister for Children and Education, initial emphasis will be placed on sex education, including sexual health and prevention, setting boundaries, consent, and similar topics.
article_dagur_translated
Eftir ynski frá Djóna N. Joensen, landsstýrismanni í Barna- og útbúgvingarmálum, verður í fyrstu atløgu lagdur dentur á seksualupplýsing, harundir kynsliga heilsu og fyribyrging, at seta mørk, samtykki o.ø.
We at Gigni hope that over time the service can be expanded to also cover other matters that promote the physical and mental health of young people.
article_dagur_translated
Vit í Gigni vóna, at tænastan við tíðini kann víðkast til eisini at fevna um onnur viðurskiftir, sum fremja kropsliga og sálarliga heilsu hjá teimum ungu.
For example, public health nurses in Norway have the same staffing levels in the upper secondary school sector as we have in the primary school sector.
article_dagur_translated
Sum dømi kann nevnast, at heilsufrøðingar í Norra hava somu normering á miðnámsskúlaøkinum, sum vit hava á fólkaskúlaøkinum.
Young people in Norway are very happy with this opportunity, and the service is widely used.
article_dagur_translated
Tey ungu í Norra eru ógvuliga glað fyri hendan møguleikan, og tilboðið verður nógv brúkt.
It is a great advantage that the same public health nurses are involved.
article_dagur_translated
Tað er ein stórur fyrimunur, at tað eru teir somu heilsufrøðingarnir.
According to them, they have been well received, and the students get good opportunities to communicate about sexual topics.
article_dagur_translated
Sambært teimum hevur tikið verið væl ímóti teimum, og næmingarnir fáa góðar møguleikar at samskifta um seksuell evni.
Elin and Óluva, together with Gigni's leadership, have been on fact-finding trips to Norway and Denmark and have seen how the public health nurses work there.
article_dagur_translated
Elin og Óluva hava saman við leiðsluni í Gigni verið í Norra og Danmark á kanningarferð og sæð, hvussu heilsufrøðingarnir arbeiða har.
There are still several classes at Kambsdalur that have not yet received this sex education.
article_dagur_translated
Enn eru fleiri flokkar á Kambsdali, sum mangla hesa seksualupplýsing.
After Kambsdalur, they will go to upper secondary schools in Klaksvík and Vestmanna and then to Glasir.
article_dagur_translated
Eftir Kambsdal verður farið til miðnám í Klaksvík og Vestmanna og síðani til Glasir.
At around three o'clock in the afternoon, the police received a report of a fire in the public restroom at Vaglið.
article_dagur_translated
Um trý tíðina seinnapartin fekk løgreglan fráboðan um eld í pisshúsinum á Vaglinum.
Flames were coming from the restroom, which is the public toilet on Mylnugøta that runs from Vaglið down to Vágsbotn.
article_dagur_translated
Eldslogar stóðu út frá pisshúsinum, sum er almenna vesið í Mylnugøtu sum gongur av Vaglinum oman í Vágsbotn.
The toilet is located underground in front of the town hall.
article_dagur_translated
Vesið liggur undir jørð frammanfyri ráðhúsið.
Police and the fire brigade were quickly on the scene, and the fire was extinguished at 3:40, the police say.
article_dagur_translated
Løgregla og sløkkilið vóru skjót á staðnum, og eldurin varð sløktur tjúgu minuttir í fýra, sigur løgreglan.
It appears that the fire started in a garbage bin.
article_dagur_translated
At síggja til sær bendir á, at eldurin er kyknaður í einari ruskspann.
It is difficult to say whether the fire was set deliberately, but this will be investigated.
article_dagur_translated
Ilt er at siga, um eldurin er ásettur, men hetta skal kannast.
Some people were asked to leave Hotel Tórshavn because smoke entered the building.
article_dagur_translated
Nøkur fólk vóru biðin um at fara út frá Hotek Tórshavn, tí roykur kom inn har.
They also checked whether anyone was inside the restroom, but no one was found there.
article_dagur_translated
Kannað varð eisini um fólk var inni á vesinum, men har var eingin at finna.
On Monday, November 11 at 4:30 PM, the cozy Christmas Town on the Square in SMS will be lit.
article_dagur_translated
Mánadagin, 11. novembur kl. 16.30, verður hugnaligi Jólabýurin á Torginum í SMS tendraður.
The person who this time won with the design for the Christmas button will light the Christmas Town, and at the same time the Christmas button will be unveiled.
article_dagur_translated
Tann, ið hesa ferð vann við tekningini til jólaposan, fer at tendra Jólabýin, og samstundis verður jólaposin avdúkaður.
Christmas elves will come to visit and offer something good.
article_dagur_translated
Jólavættrar koma at vitja og bjóða okkurt gott.
The Christmas Town, which has delighted both adults and children in recent many years, has gradually become a part of Christmas in that it has become a tradition for many families to visit the Christmas Town, and many might agree that there is no Christmas without the Christmas Town in SMS.
article_dagur_translated
Jólabýurin, ið hevur glett bæði vaksin og børn tey seinnu mongu árini, er so við og við vorðin ein partur av jólunum við tað, at tað er vorðið siðvenja hjá nógvum familjum at vitja Jólabýin, og mong kunnu vera samd um, at tað eru eingi jól uttan Jólabýin í SMS.
The Christmas Town has changed its costume every year, and of course it will do so again this year.
article_dagur_translated
Jólabýurin hevur skift ham hvørt ár, og tað ger hann sjálvandi aftur í ár.
Therefore there is always a special excitement to see how the little creatures behave in the Christmas Town and what they come up with this time.
article_dagur_translated
Tað er sostatt altíð ein serstakur spenningur at síggja, hvussu vættrarnir húsast í Jólabýnum, og hvat teir finna upp á hesa ferð.
When the Christmas Town in SMS is lit, all that remains is to say: "Let the Christmas come now!"
article_dagur_translated
Tá ið jólabýurin í SMS er tendraður, er bara eftir at siga: "Latið nú jólini koma!"
The public toilet at Vaglin in Tórshavn has suffered quite extensive damage after a fire broke out there yesterday, and the origin of the fire must now be investigated.
article_dagur_translated
Pisshúsið á Vaglinum í Havn hevur fingið rættiliga stóran skaða, eftir at eldur kyknaði harinni í gjár, og kannast skal nú, hvør upprunin til eldin var.
It was at 14:43 yesterday afternoon that the fire was reported, and at 14:52 the fire brigade was on the scene.
article_dagur_translated
Tað var klokkan 14.43 seinnapartin í gjár, at boðað varð frá eldinum, og klokkan 14.52 var sløkkiliðið á staðnum.
It took a while before the fire was extinguished, and at 15:40 police officers were allowed to enter and take photographs, says the duty officer at the police station in Tórshavn.
article_dagur_translated
Tað gekk ein løta, áðrenn eldurin var sløktur, og klokkan 15.40 sluppu løgreglufólk inn at taka myndir, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.
The public toilet is underground in front of the town hall and next to Hotel Tórshavn.
article_dagur_translated
Pisshúsið er undir jørð frammanfyri ráðhúsið og við síðurnar av Hotel Tórshavn.
The fire did not spread, but some smoke entered the hotel, and people were urged to evacuate.
article_dagur_translated
Eldurin spjaddist ikki, men nakað av royki kom inn á hotellið, og varð heitt á fólk um at fara út.
Most people did leave, but there was never any danger to them, says the duty officer.
article_dagur_translated
Tey flestu tóku av, men har var ongantíð nakar vandi á ferð hjá teimum, sigur vaktleiðarin.
For the time being it appears that the fire started in a rubbish bin, but this will be examined more closely.
article_dagur_translated
Fyribils sær út til, at eldurin kyknaði í eini ruskspann, men hetta verður kannað nærri.
This morning flight operations were halted at three airports near the Russian capital Moscow after 34 drones were shot down by Russian air defenses in the area.
article_dagur_translated
Í morgun varð steðgur í flogferðsluni á trimum floghavnum nærindis russiska høvuðsstaðin Moskva, eftir at 34 dronur vórðu skotnar niður av russisku loftverjuni í økinum.
According to Reuters, this is the largest Ukrainian drone attack on Moscow to date.
article_dagur_translated
Sambært Reuters er talan um tað higartil størsta ukrainska dronuálopið á Moskva.
Previously, the largest attack had taken place in September, when 20 drones were shot down.
article_dagur_translated
Frammanundan var tað higartil størsta álopið framt í september, tá 20 dronur vórðu skotnar niður.
The airports affected by the attack early this morning were Domodedovo, Sheremetyevo, and Zhukovsky airports, but flight operations are now running normally again, writes Ritzau.
article_dagur_translated
Floghavnirnar, sum vórðu ávirkaðar av álopinum tíðliga í morgun, vóru Domodedovo, Sjeremetevo, og Zhukovsky-floghavnin, men flogferðslan koyrir nú aftur sum vanligt, skrivar Ritzau.
A total of 70 drones were shot down over six Russian regions.
article_dagur_translated
Tilsamans 70 dronur vórðu skotnar niður yvir seks russiskar landslutir.
One person was injured.
article_dagur_translated
Ein persónur hevur fingið skaða.
It is now clear that the winner of the American presidential election, Donald Trump, has won all seven swing states, after the news agency AP announced yesterday that he had won the states of Arizona and Nevada.
article_dagur_translated
Nú er greitt, at vinnarin av amerikanska forsetavalinum, Donald Trump hevur vunnið í øllum teimum sjey sveiggj-statunum, eftir at tíðindastovan AP í gjár boðaði frá, at hann hevði vunnið statirnir Arizona og Nevada.
Arizona was the last state where the final result was missing, and with the 11 electors from Arizona, Trump has now secured 312 electors, while the incumbent vice president and Democratic presidential candidate, Kamala Harris, has 226.
article_dagur_translated
Arizona var seinasti staturin, har endaliga úrslitið vantaði, og við teimum 11 valfólkunum úr Arizona, hevur Trump nú tryggjað sær 312 valfólk, meðan sitandi varaforsetin og demokratiska forsetavalevnið, Kamala Harris, hevur 226.
Americans went to the polls on Tuesday, and early Wednesday morning it became clear that Trump had secured 270 electors and thereby won the election.
article_dagur_translated
Amerikanarar fóru á val týsdagin, og tíðliga mikumorgunin varð greitt, at Trump hevði tryggjað sær 270 valfólk og harvið vunnið valið.
It was at 9:30 p.m. Saturday evening US time, when 87 percent of the votes in Arizona had been counted, that AP announced that Trump had defeated Harris in the state with 52.6 percent of the counted votes.
article_dagur_translated
Tað var klokkan hálvgum tíggju leygarkvøldið amerikanska tíð, tá 87 prosent av atkvøðunum í Arizona vórðu taldar upp, at AP boðaði frá, at Trump hevði vunnið á Harris í statinum við 52,6 prosent av atkvøðunum, sum vórðu taldar upp.
The difference between Trump and Harris at that time was 185,000 votes.
article_dagur_translated
Munurin millum Trump og Harris var tá 185.000 atkvøður.
On Friday, the Tvøroyri municipality hosted a reception in the cafeteria at the Sports Center in Trongisvágur in connection with six employees being honored for long and faithful service to the municipality.
article_dagur_translated
Fríggjadagin skipaði Tvøroyrar kommuna fyri móttøku í kantinuni í Ítróttardeplinum í Trongisvági í sambandi við, at seks starvsfólk vórðu heiðrað fyri drúgva og trúgva tænastu hjá kommununi.
Kristin Michelsen, the mayor, thanked the employees for their faithful and good service during these last many years, and the employees were presented with gift baskets and gift certificates, the municipality writes.
article_dagur_translated
Kristin Michelsen, borgarstjóri, takkaði starvsfólkunum fyri teirra trúgvu og góðu tænastu hesi seinastu, mongu árini, og starvsfólkini fingu handað gávukurv og gávukekk, skrivar kommunan.
Those who were honored were:
article_dagur_translated
Tey, sum vórðu heiðrað, vóru:
German chancellor Olaf Scholz intends to speak soon with Russian president Vladimir Putin about the war in Ukraine.
article_dagur_translated
Týski samveldiskanslarin Olaf Scholz ætlar sær skjótt at tosa við russiska forsetan, Vladimir Putin um kríggið í Ukraina.
The last time they spoke on the phone was in December 2022, and Scholz says in a broadcast on the TV channel ARD that he intends to speak with Putin when the time is right, writes Ritzau.
article_dagur_translated
Seinast teir báðir tosaðu í telefon saman var í desember 2022, og Scholz sigur í sending hjá sjónvarpsrásini ARD, at hann hevur sett sær fyri at tosa við Putin tá tíðin er røtt, skrivar Ritzau.
"But I am a responsible politician, and I do not intend to go my own way," he adds.
article_dagur_translated
– Men eg eri ein ábyrgdarfullur politikari, og eg ætli mær ikki at ganga egnar leiðis, leggur hann afturat.
When he is asked when the time will be right to speak with Putin, he simply answers that it is "soon."
article_dagur_translated
Tá hann verður spurdur, nær tíðin er røtt at tosa við Putin, svarar hann bert, at tað er "skjótt".
The Russian presidential administration has not yet made any preparations for a possible phone call between Scholz and Putin, and a spokesman for the Russian government, Dmitry Peskov, says according to the Russian news agency Tass that Russia has received no indications that Germany desires a conversation.
article_dagur_translated
Russiska stjórnarskrivstovan hevur enn ikki gjørt nakrar fyrireikingar til eina møguliga telefonsamrøðu millum Scholz og Putin, og talsfólk hjá russisku stjórnini, Dmitrij Peskov sigur sambært russisku tíðindastovuni Tass, at Russland ongar ábendingar hevur fingið um, at Týskland ynskir eina samrøðu.
In an interview with ARD, the German chancellor says that it is necessary to communicate with other relevant parties in order to prepare a conversation with Putin.
article_dagur_translated
Í samrøðu við ARD sigur týski samveldiskanslarin, at tað er neyðugt at samskifta við  aðrar viðkomandi partar, fyri at fyrireika eina samrøðu við Putin.
Among other things, it is also necessary to speak with Ukrainians about the situation.
article_dagur_translated
M.a. er eisini neyðugt at tosa við ukrainar um støðuna.
At a small gathering on Friday the handover was held in connection with the completion of Scout Aid 2024.
article_dagur_translated
Á lítlari samkomu fríggjadagin varð handan í sambandi við, at Skótahjálpin 2024 er avgreidd.
As usual, Scout Aid supported one Faroese project and one foreign one, and the organizations that this time received funds from Scout Aid were Berin and the Mirjam association.
article_dagur_translated
Eins og vanligt stuðlaði Skótahjálpin einari føroyskari verkætlan og einari útlendskari, og felagsskapirnir, sum hesaferð fingu pening úr Skótahjálpini, vóru Berin og Mirjam felagsskapurin.
At this year's Scout Aid, scouts across the country collected 209,549 kroner, and of that the projects of Berin and the Mirjam association each received 80,000 kroner.
article_dagur_translated
Á Skótahjálpini í ár savnaðu skótar kring alt landið inn 209.549 krónur, og av teimum fingu verkætlanirnar hjá Beranum og Mirjam felagsskapinum 80.000 krónur í part.
The remainder of the money went into a fund administered by Scout Aid.
article_dagur_translated
Restin av peninginum fór í grunn, sum Skótahjálpin umsitur.
The handover was held in Berin's premises in Tórshavn, and present to receive were Oddvør Poulsen, the daily leader of Berin, and Krista Hvannastein, Jóhannes Johannesen and Anne Sophie Nordendahl for the Mirjam association.
article_dagur_translated
Handanin varð hildin í hølunum hjá Beranum í Havn, og til staðar at taka ímóti vóru Oddvør Poulsen, dagligur leiðari í Beranum, og Krista Hvannastein, Jóhannes Johannesen og Anne Sophie Nordendahl fyri Mirjam felagsskapin.
Together with the chairman and board member of Scout Aid, Símun Michael Sørensen and Steinbjórn V. Olsen, there were also four scouts, who had all participated in Scout Aid, present to hand over both checks.
article_dagur_translated
Saman við formanninum og stýrisliminum í Skótahjálpini, Símuni Michael Sørensen og Steinbirni V. Olsen, vóru eisini fýra skótar, sum allir høvdu luttikið á skótahjálpini, komnir at handa kekkarnar báðar.
One of them was Viggo, who himself had asked to be allowed to hand Berin the check because he had benefited from attending Berin when he suddenly lost his mother last year.
article_dagur_translated
Ein teirra var Viggo, ið sjálvur hevði biðið um at sleppa at handa Beranum kekkin, tí hann hevði havt gott av at ganga hjá Beranum, tá hann brádliga misti mammu sína í fjør.
Berin is an association whose purpose is to provide professional support and help to children and young people who have lost someone or who have seriously ill parents or siblings, as well as to parents who have lost children.
article_dagur_translated
Berin er felagsskapur, hvørs endamál er at veita fakkønan stuðul og hjálp til børn og ung, sum hava mist ella sum hava álvarsama sjúk foreldur ella systkin, umframt foreldur, sum hava mist børn.
Berin's project aims to deliver an animated film that will be used in their work.
article_dagur_translated
Verkætlanin hjá Beranum hevur til endamáls at lata úr hondum ein animatiónsfilm, sum skal brúkast í teirra arbeiði.
The film will be produced together with young people who have previously participated in Berin, and will be based on their own grief reactions.
article_dagur_translated
Filmurin verður framleiddur saman við ungum, sum áður hava luttikið í Beranum, og støði verður tikið í teirra egnu sorgarreaktiónum.
Children and young people affiliated with Berin will directly benefit from the film, which will be used for group teaching and individual conversations at Berin.
article_dagur_translated
Børn og ung, sum eru knýtt at Beranum, fáa beinleiðis gagn av filminum, sum verður brúktur til bólkaundirvísing og einstaklingasamrøður í Beranum.
Furthermore, the plan is for the film to be used as teaching material when Berin gives presentations at schools and institutions.
article_dagur_translated
Harumframt er ætlanin, at filmurin verður brúktur sum undirvísingartilfar, tá Berin hevur framløgur á skúlum og stovnum.
The Mirjam association is a diaconal organization that works for women's empowerment in Liberia and Kenya, and the Mirjam association's project aims to establish a primary school in James Village in Liberia.
article_dagur_translated
Mirjam felagsskapurin er diakonalur felagsskapur, sum virkar fyri kvinnuíverksetan í Liberia og Kenja, og verkætlanin hjá Mirjam felagsskapinum hevur til endamáls at seta á stovn barnaskúla í James Village í Liberia.
James Village is a remote village, and the nearest school is five kilometers away through dense forest.
article_dagur_translated
James Village er fjarskotin bygd, og nærmasti skúli er fimm kilometrar burturi gjøgnum tættan frumskóg.
In James Village there are about 40 children who need schooling, and the Mirjam association's plan is to get a teacher to the village who can teach the children.
article_dagur_translated
Í James Village eru um 40 børn, ið hava tørv á skúlagongd, og ætlanin hjá Mirjam felagsskapinum er at fáa ein lærara til bygdina, sum kann undirvísa børnunum.
It is also planned that the project will provide the children with schoolbooks, school clothing and one meal a day so that they have the necessary conditions to learn.
article_dagur_translated
Eisini er ætlanin, at verkætlanin skal tryggja børnunum skúlabøkur, skúlaklæðir og eina máltíð um dagin, soleiðis at tey hava neyðugu fortreytirnar fyri at læra.